2000ini

Íbundin ella avkrøktur

Internationally Bound

Síður 300–414 · Høvundar: Hans Egholm, Kartin L. Hansen

Høvundar: Niels Uni Dam, Uni L. Hansen, Kartin L. Hansen

Um aldarmótið høvdu Føroyar endaliga arbeitt seg burtur úr búskaparkreppuni í nítárunum. Føroyar gjørdust partur av alheimssamfelagnum. Tøkniliga menningin bant nú Føroyar saman við restina av heiminum. Kenslan av at vera avkrøktur umheiminum fánaði burtur. Vit vóru íbundin og á støði við restina av heiminum hvat viðvíkti kunning og samskifti.

Tann spírandi alheimsgerðin, ið kom við fylgisveinasjónvarpinum í nítárunum fekk substral, tá Føroyar vórðu knýttar at alnetinum. Rák innan øll øki, vóru nú í Føroyum og New York samstundis.

Stórar samferðsluútbyggingar bundu samfelagið saman, gjørdu tað minni. Vágatunnilin, ið kom í 2002 og seinni aftur tunnilin til Klaksvíkar, vóru tekin um bjartskygni og áræði samanborið við nítárini. Portrið til útheimin stóð á víðan vegg, og føroyingar brúktu tað og ferðaðust út í heim sum ongantíð áður.

Tónleikaliga tyktust føroyingar eisini at hava funnið sín samleika og støði eftir at hava verið eftirbátar og trilvað eftir seinkaðum rákum uttan úr heimi.

Tað varð meiningsleys longur at tosa um tíðarlummar millum rák uttan úr heimi og føroyskain tónleik. Føroyskur tónleikur var á sínum egna støði. Tøkniliga menningin gav orku og møguleika til at byggja sítt egna upp í staðin fyri at renna eftir útlendskum rákum. Tað, sum var uppi í tíðini aðra staðir, var beinanvegin tøkt, og tað, sum føroyskur tónleikur hevði at bjóða, varð eisini beinanvegin tøkt fyri øllum heiminum á alnetinum.

Í nullunum staðfesti føroyskur tónleikur seg av álvara í altjóða høpi. Teitur Lassen, Týr og Eivør slóðaðu fyri. Hesi og fleiri onnur fingust við rýtmiskan tónleik burturav. Tónleikur var ikki longur eitt ítriv, men eitt yrki. Hetta sást aftur í virðingini og metingini av tónleikinum. Útgávur vórðu ummældar og viðgjørdar í nógv størri mun enn áður. Tónleikur fylti alsamt meiri í miðlamyndini – bæði loftbornu, talgildu og bløðunum. Kringvarpið skipaði í 2005 fyri Alantic Music Event, har heiðurslønir vóru latnar bestu útgávum og tónleikaavrikum. Tá tiltakið ikki var árið eftir, fór Miðlahúsið undir Planet Awards, har tónleikalívið varð heiðrað á einum skrýddum Hotel Føroyum. Hetta tiltak helt á fram til 2013, meðan Miðlahúsið í 2014 fór undir samstarv við Kringvarpið og Norðurlandahúsið um at skipa fyri Faroese Music Awards.

Tíðin hevur prógvað, at økta íbundna kenslan ikki neyðugt hevur við sær, at ein letur aftur fyri øllum tí serstaka og staðbundna, ið myndar okkara samleika. So var eisini í tónleikinum.

Føroyskur tónleikur leitaði í nógvar ættir í hesi rembingartíð. Fleiri ættir enn nakrantíð. Og ikki minst inn eftir ímóti tí serføroyska. Týr tóku kvæðararvin beinleiðis inn í sín tónleik, gjørdu tað til sítt brand, og megnaðu at gera seg heimskendar við hesum. Eivør ferðaðist millum siðbundnan, føroyskain tónleik og útlendskan, elektroniskan tónleik í sínum forvitni at koma so nógv runt í tónleikinum, sum til ber. Og úr einum fjósi komu løgnir tónar frá Orku, sum náddu langt út um landoddarnar og bergtóku fjøldir úti í heimi.

Í øllum hesum meldrinum var nokk ein serføroyskur tóni ella stílur, men meiningarnar um, hvussu hann ljóðaði, ella hvør hann var, fara altíð at vera fleiri. Líkt er til, at ein sorgblíður, melankolskur tóni gongur nógv aftur í føroyska tónleikinum – tað veri seg, um talan er um harðan ella bleytan tónleik. Tað er kanska her, vit føroyingar kenna okkum best til okkara lívsvíðurskifti.

Tíðarskeiðið mitt í nullunum var eisini merkt av stórum áhuga fyri føroyskum rokktónleiki. Bæði bløð og kringvarp gjørdu nógv burtur úr at ummæla tónleik av fløgu og palli. Jan Lamhauge og Uni L. Hansen á Dimmalætting og Niels Uni Dam og Eyðun Klakkstein á Sosialin gjørdust hvassir og virðir ummælarar. Tónleikarar tóku væl ímóti hesum átøkum, at arbeiði teirra varð tikið í álvara.

Eisini Kringvarpið fór at umrøða tónleikaútgávur regluliga. Í sendingini Kvørnin sat eitt pallborð og ummældi nýggjar útgávur. Pallborðið hevði skiftandi manning. Sunleif Rasmussen, Uni Árting, Edvard Nyholm Debess, Jónheðin Tróndheim, Malan Eyðunsdóttir, Niels Uni Dam og Eyðfinn Jensen vóru millum mest nýttu umboð í pallborðinum.

Á alnetinum og serliga vevstøðunum kjak.fo og pop.fo umrøddi almenningurinn alsamt meiri og meiri tónleikin bæði á palli og plátu. Alt eitt tekin um stóran áhuga og tilvit um tónleik.

FREE FØROYAR – LOYSINGARNEISTIN, IÐ KVEIKTI Í G!-ELDIN

Í kjalarvørrinum á sváru kreppuni, sum rakti føroyska samfelagið fyrst í nítárunum, og bankagøluni, ið kom aftaná, skolaði ein tjóðskaparlig veking um Føroya land. Hetta sást aftur á løgtingsvalinum í 1998. Tjóðveldisflokkurin, við nýggja og unga formansstjórnuskotinum Høgna Hoydal á odda, gjørdist stóri sigursharrin. Stóra framgongdin hjá Tjóðveldissflokkinum hevði við sær, at sjálvstýrisvongurin á løgtingi brádliga fekk meirilutan. Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin gingu saman í eina sjálvstýrissamgongu, ið var tann fyrsta av sínum slag síðani fimmtiárini.

Nýggja landsstýrið, við Anfinni Kallsberg, løgmanni, á odda, fór alt fyri eitt undir at fyrireika samráðingarnar við donsku stjórnina um føroysk fullveldi. Nú skuldi tað vera. Samráðingarnar kollsigldu tó endaliga í 2001, tá Anfinn Kallsberg, løgmaður, bakkaði undan trýstinum frá danska forsætisráðharranum, Poul Nyrup Rasmussen, ið vælsignilsi frá einum greiðum meiriluta á fólkatingi, hótti við at steðga donski ríkisveitingina eftir bert fýra árum, um føroyingar atkvøddu fyri loysing á ætlaðu fólkaatkvøðuni um føroyskt fullveldi.

200 á palli.
200 á palli.

Annfinn Kalsberg, løgmaður, avlýsti fólkaatkvøðuna, ið eftir ætlan skuldi vera í mai 2001. Formaður Tjóðveldisfloksins, Høgni Hoydal, ið eisini var ráðharri í fullveldismálum og varaløgmaður, vildi ikki góðtaka avgerð løgmans. Tá Høgni Hoydal kortini bar eitt uppskot um eina fólkaatkvøðu til samtyktar niðan í løgtingið, hótti Anfinn Kallsberg við at slíta samgonguna, og endin var, at Høgni Hoydal tók uppskotið aftur, og fullveldistilgongdin steðgaði.

Bratti og buldrasligi stígurin, ið kom í fullveldistilgongdina, var startskotið til FREE FØROYAR-tiltøkini.

„Nokk er kúgað, trampað og knúlvað! FREE FØROYAR!" Slagorðini ballaðu einki inn, tá Læraraskúlahøllin legði pall til fyrstu Free Føroyar-rokkkonsertina 20. apríl 2001.

Tað var, sum ikki einaferð, gøtumaðurin Jón Tyril, ið var millum upphavsfólkini til bæði FREE FØROYAR og „Tónleikarar fyri loysing".

Heitið FREE FØROYAR var íblást av Prix Føroyar, ið jú var avgreitt dagin eftir fyrstu FREE FØROYAR-konsertina. Tað var vinmaður mín, Bjarti Dalheim (tá Hansen), sum fann upp á heitið inni hjá teimum. Fyrsta hugskotið var at skipa fyri einum eyka tónleika-showcase fyri teir bólkar, sum ikki vóru við í Prix Føroyum. Hetta var ikki minst íblást av Vrak-framsýningini, sum var einaferð sum protest/alternativ til ólavsøku- ella várframsýningina. Eg var so politiskt og tónleikaliga virkin tá, so eg snaraði báðar vinklar inn í tiltakið. Ringdi til Niels Galán úr 200 og Jón Joensen úr Týr og fortaldi teimum um hugskotið og spurdi, um teir vildu vera við í „Tónleikarar fyri loysing", sum formelt skuldi standa fyri tiltakinum. Í praksis bleiv tað í mestan mun Unga Tjóðveldið saman við mær og Sólarn Solmunde, sum skipaði fyri fyrsta tiltakinum, hóast „Tónleikarar fyri loysing" stóð á plakatini, og vit tríggir, Jón Joensen, Niels Arge Galán, vóru í miðlum umboðandi „Tónleikarar fyri loysing". (Jón Tyril 16.11.10)

FREE FOROYAR á G! Festivalinum. © Bárður Eklund
FREE FOROYAR á G! Festivalinum. © Bárður Eklund

Tað var í sjálvum sær einki nýtt, at tónleikarar brúktu tónleikin til at gera vart við sín politiska samleika og sína sannføring. Frændur vístu í áttatiárunum við sínum sangum á eina vinstrahalla, sosialistiska tjóðskaparsinnaða hugsjón, og seksti- og sjeytiárini vóru at rokna sum ein langur mótimælissangur. Kríggið í Vietnam var á altjóða pallinum eldfima innspræningin, ið av álvara kveikti í mótmælissangaráki ð innan frælsis- og hippierørsluna, og sum Bob Dylan og John Lennon í stóran mun vóru ímyndirnar av.

Havnarmaðurin Kári P. var í stóran mun føroyska svarið upp á Bob Dylan. Á LP-plátuni Vælferðarvísur í 1979 talaði Kári at, eitt nú í sangum sum Gullkálvavalsurin, Amerikakvæði og Kalli Katt. Hetta vóru sangir, ið bóru logan fyri frælsis- og hippierørsluna og talaðu at imperialismuni og kapitalismuni, EEC (ES) og NATO.

Við FREE FØROYAR-konsertunum fóru tónleikarar tó á fyrsta sinni beinleiðis til verka at eggja føroyingum at taka undir við at loysa frá Danmark. Talan var um reindyrkaðar propagandakonsertir. Millum framførslurnar vóru røður, skemt og annað á skránni.

Hetta fall tíðindamanninum Rúnari Reistrup frá Sosialinum fyri bróstið, tá hann ummældi FREE FØROYAR-tiltakið á Sandágerði 14. juli 2001. Undir yvirskriftini „Føroyskir kjaftar og danskar pylsur", skrivaði Rúnar Reistrup millum annað:

Ístaðin fyri at lata tiltakið koyra sum eina vanliga konsert, og so geva áhoyrarunum nakrar bitar av lætt svølgiligum fullveldisargumentum og eitt glas av konsentreraðari propaganda, bleiv tað, sum á Free Føroyar plakatunum bleiv lýst sum agitation og propaganda, til útspilling og niðurgering av dønum og annars øllum, sum ikki eru fult samd við teimum mest viðgongdu tjóðveldisfólkunum. Onkur føroyskur andstøðuleiðari bleiv skýrdur landasvíkjari, og so var tónalagið lagt. (Sosialurin 16.07.01)

Eivør Prix Før NLH 2001.
Eivør Prix Før NLH 2001.

Unga Tjóðveldið var tó skjótt at svara aftur. Í aftursvari til ummælið hjá Rúnari Reistrup, skrivar Annfinnur Heinesen Jacobsen frá Unga Tjóðveldinum millum annað:

Harra Reistrup sigur millum annað: „at fullveldisargumentini skuldu verða lættari svølgilig" Og at „UT (Unga Tjóðveldi, ritstj.) styggir fólk burtur». Vit (UT) høvdu frammanundan lýst við agitatión, propaganda, ungdómssuppøsing, o. s. fr. so annað kann ikki sigast, enn at fólk vistu, hvat tey fingu. Har var einki ballað inn. Einki uttanumtos. Rúnar skilti kanska ikki merkingina av hesum orðunum, men hann skolaði í ríkiligt mát argumentini niður, so heilt „ósvølgilig" kundu tey ikki vera. (Sosialurin 19.07.01)

Loysing/Samband-tvísteðan var og hevur altíð verið eitt eymt mál, har kenslurnar ofta fáa vald á fólki, so bylgjurnar gingu sanniliga eisini høgt í sambandi við FREE FØROYAR-konsertirnar. Takklað verður í knæhædd við knubbunum fremst.

Í tíðarskeiðinum frá apríl 2001 til apríl 2003 skipaði Unga Tjóðveldið fyri átta FREE FØROYUM-konsertum kring landið, áðrenn fyribrigdið fór undir heilt saman við fullveldistilgongdini og sjálvstýrissamgonguni.

FREE FØROYAR blómaði heilt stutt upp aftur í 2006, tá ein konsert í røðini varð fyriskipað í Tinghúsgarðinum 16. september fyri at hátíðarhalda 60 ára dagin fyri fólkaatkvøðuni í 1946, men síðan var kvirt aftur. Tó hevur unga Tjóðveldi í fleiri førum skipað fyri líknandi tiltøku undir øðrum navni.

FREE FOROYAR á G! Festivalinum. © Bárður Eklund
FREE FOROYAR á G! Festivalinum. © Bárður Eklund

Hóast Jón Tyril stóð faddur at FREE FØROYUM saman við øðrum, so tók hann seg burtur úr átakinum longu eftir næstu konsertina, sum varð fyriskipað í Sandágerði. Árið eftir gjørdust Jón Tyril og Sólarn Solmunde høvuðsmotorar aftanfyri G! festivalin.

FREE FØROYAR var fyrsta stóra tiltakið, Sólarn Solmunde og eg skipaðu fyri. Árið eftir byrjaðu vit báðir G! festivalin, og fleiri av fólkunum úr Unga Tjóðveldi fylgdu eisini við yvir í G!, eitt nú Annlis Bjarkhamar, Laufey Blásvær og onnur, sum hava verið við til at fyriskipa G! hesi árini. So tú kanst gott siga, at FREE FØROYAR var ein av teimum neistum, ið kveiktu í G!-eldin. (Jón Tyril 16.11.10)

Umframt politiska boðskapin um at skipa Føroyar sum sjálvstøðuga, so vístu fyrstu FREE FØROYAR tíðindaskrivini eisini nógv av tí grundhugsan, ið síðan varð til hugsjónarliga grundfestið undir G!.

FREE FØROYAR stendur fyri frælsi og menning innan tónleik, samleika og samfelag, og Free Føroyar setir føroyskain tónleik og Føroyar á dagsskránna. FREE FØROYAR er eisini ein sýnisgluggi fyri føroyskain tónleik, ið virkar eftir tí grundhugsan, at føroyingar eru serstøk tjóð í heiminum, og at hetta eisini er galdandi innan tónleikaheimin. (úr FREE FØROYUM-tíðindaskrivum)

Jón Tyril metir, at FREE FØROYAR spældi ein týðandi leiklut í tí, sum seinni bleiv til G! festivalin.

SNÝS TÆR, BABY!

Á odda fyri fullveldisinnrásini á føroyska tónleikapallinum fyrst í nullunum gekk havnarbólkurin 200. Bólkurin, ið fyrstu ferð kom fram í 1997 við lagnum Vit eru 200, sum er at finna á Tutl-fløguni Rock í Føroyum 2, var upprunaliga ein lítil síðuverkætlan hjá teimum trimum limunum í bólkinum Mold, Niels Arge Galán, gittara og sang, Mikael Blak, bass og rópikór og Una Árting, trummur og rópikór. Høvuðsendamálið við bólkinum var at prógva, at alternativur rokkur væl kann syngjast á føroyskum.

200 luttók í Prix Føroyum í 1997, men kom ikki víðari frá innleiðandi umfarinum, og síðan var kvirt um bólkin í rættiliga langa tíð.

Konsert.
Konsert.

Hetta skuldi veruliga vísa seg at vera kvirran, áðrenn ódnin brast á, tí 200 kom afturíaftur sum eitt ódnarveður í 2001.

Mold var farið í søguna, og Niels Arge Galán, Mikael Blak og Uni Árting settu 200 á 200-skútuna. Tónleikurin varð snaraður frá alternativum rokki yvir í punkrokkin við Elvis-rødd og hvøssum, speirekandi politiskum tekstum.

200 luttók enn einaferð í Prix Føroyum í 2001 og spældi seg í finaluna, ið SvF varpaði út í stovuna hjá familjuni Føroyum. Við sínum speirekandi og væl spældar loysingarpunki, blásti 200 væl spældar sangir um sambandsgimpar, hassjsigarettir og helviti út – á føroyskum, sjálvandi. Ógloymandi vóru sjónvarpsmyndirnar av Niels Arge Galán, ið gekk runt á pallinum og háðaði og spottaði sambandsgimpin, sum hann hevði í einum snóri.

Hóast 200 ikki vann Prix Føroyar, gjørdi bólkurin av álvara innrás á føroyska tónleikapallin.

Seinni hetta sama árið kom debutfløgan 200% út. Hon var fyrsti, stóri fokkjúfingurin til snæavurskygni, religiøsa fanatismu og øll tey, sum ikki vóru við upp á loysing.

Ikki øll dugdu at síggja skemtið í álvaranum – so langt ífrá. Dimmalætting, sum um aldarskiftið framvegis var sambandssinnaðí síni oddagrein, leyp útí við báðum beinum, tá hon ognaði 200 ársins fyrstu oddagrein í 2002:

(…) vit vóru eisini vitni til, at niðurgering gjørdist mentan á høgum støði. (…) Talan var um framførslu á Prix Føroyar tiltakinum, har tann eini bólkurin bygdi sín identitet á at niðurgera alt, sum hevði við sambandsfólk at gera (…) So kom eisini ein tónleikaútgáva við sama bólki, sum fekk umrøðu í sjónvarpinum. Har varð dentur lagdur á, at talan var um dugnaligar tónleikarar og høgt tónlistarligt støði. (…) Nú varð brádliga talan um mentan á høgum støði. (...) Lukkutið er bert talan um ein bólk, ið rakar ein smalan skara av fólki, og tí ikki kann gera tann stóra skaðan. Men har ein skriða er lopin, er onnur í væntu… (Dimmalætting 03.01.02)

Svarið hjá 200: „Snýs tær, baby!" Tá bólkurin stutt eftir spældi konsert í Norðurlandahúsinum, lá eitt avrit av oddagreinini á hvørjum stóli.

Oddagreinaskrivarin fekk tó grein í hesum síðsta, ið stendur, tí tað skuldi vísa seg, at hetta bert var byrjanin á 200. Bólkurin spældi seg næstu árini heilt upp á føroysku rokktindarnar. Hann lá eitt nummar á almenna føroyska hittlistanum 15 teimum bestu og framførdi fyri 6000 fólkum á sandinum á G! festivalinum í 2005.

Oddagreinin staðfesti eisini støðu 200 sum Føroya fyrsta punkrokk-bólk. Tað eru fá ting í verðini, ið eru meira punkaraslig, enn at fáa pissið hjá gomlum autoritetum sum Dimmalætting so mikið í kók, at blaðið ofrar eina heila oddagrein upp á ein.

Eins og við øðrum altjóða tónleikarákum gjøgnum tíðirnar, so rakti punktónleikurin ongantíð við brimbarðu føroysku klettarnar, tá hann trein upp úr undirgrundini í serliga USA, Onglandi og Týsklandi miðskeiðis í sjeytiárunum.

Tónleikurin hjá The Ramones, Sex Pistols og The Clash gav ongantíð so mikið av afturljóði frá føroysku klettunum, at nakar beinleiðis føroyskur punkbólkur og -pallur sá dagsins ljós.

Filmsleiksijórin Katrin Ottarsdóttir var ein av teimum heilt fáu ungu í Føroyum, ið heilsaði nýggja rákinum vælkomnum, men hon var rættiliga einsamøll um at gera tað.

Punkrákið avspeglaðist ikki í nøkrum í Føroyum, so sanniliga ikki í tónleikinum. At vera punkari var at vera í andstøðu til allar autoritetar, ið hildu seg vita best. Kanska onkrar av Tóroddursa yrkingum hava havt eitt sindur at punki í sær, men tað avspeglar meiri hann sum persón/yrkjara enn nakra rørslu. Eg kom úr punkskápinum umleiðs 1980. Eg var svartskygd tá og orkaði ikki hesar positivu hippiarørnar. Eg vildi sleppa at vera svørt í friði saman við øðrum svørtum. (Katrin Ottarsdóttir 25.10.10)

Katrin Ottarsdóttir flutti til Keypmannahavn, meðan ungir føroyingar í áttatiárunum heldur tóku smølu leðurslipsini og akslapúturnar til sín, strípaðu og permanentaðu sær hárið og byrjaðu at spæla heimsmeistarar fyri lántar pengar, landskassaveðhald og almennan stuðul. „Vi betaler, når vi farer."

Í Keypmannahavn gjørdist Katrin Ottarsdóttir partur av tí meira kreativa punkumhvørvinum.

Eg var nógv í einum sambýli á Vesterbro, har limirnir úr Sort Sol, Martin Hall og aðrir punktónleikarar gingu inn og út. Sambýlið stóð fyri konsertum í Saltlageret. Vit taglaðu bjín av við plakatum um náttina, sum ikki var loyvt. Nakað, sum eyðkendi andan var, at tú ikki keypti punktklæði, eins og tú gert í dag. Tað var hildið at vera láturligt og vísti, at tú nokk ikki var seriøsur ella einans ein vikuskiftispunkari. Nei, vit ordiligu punkarar keyptu gomul klæði og umkalfatraðu tey til røttu útsjóndina. Kliptu og litaðu hvørjum øðrum osfr. (Katrin Ottarsdóttir 25.10.10)

Tá Katrin Ottardóttir flutti aftur til Føroya seinni í áttatiárunum, var punktokið koyrt framvið Føroyum.

Vit vóru nøkur fá í Føroyum, ið byrjaðu at lurta eitt sindur eftir tónleikinum, men tá var tann upprunaliga punkrørslan longu við at verða uppetin av mótaíðnaðinum og mainstream tónleikapallinum. At rópa nakað punk eftir 1984-1985 gevur líkasum onga meining. Men anti-autoriteri punkandin vil tó altíð vera ein partur av mínari identiteti. (Katrin Ottarsdóttir 25.10.10)

Øðrvísi sá tað út í brøðratjóð okkara í ein landnýðing, Íslandi. Ungir íslendingar heilhjartaðir punktónleikin til sín, tá hann kom fram; skræddu sær kovboybrøkurnar, litaðu sær hárið og málaðu sær eyguni og varrarnar.

Í grundini var innrásin hjá punkinum í Íslandi fyrst í áttatiárunum avgerandi íbirtarin til tað risa framlop, íslendskur tónleikur gjørdi frá áttatiárunum og fram. Burtur úr punkumhvørvinum í Reykjavík spurdust bólkar sum Tappi Tíkarrass, har ein blaðungur Bjørk var sangarinna, Purrkur Pillnikk og ikki minst Þeyr. Tað var eins og íslendiski tónleikapallurin kom á bylgjulongd við umheimin umvegis punktónleikin, og tað hevur íslendiski tónleikapallurin verið líka síðan.

Superbólkurin The Sugarcubes var eitt beinleiðis úrslit av punkrørsluni. Bjørk fann saman við trummuspælaranum Þeyr, Sigga Baldursson, og Einari Örn Benediktsson úr Purrkur Pillnikk, og saman stovnaðu tey bólkin KUKL, har Einar Melax spældi ljómborð.

KUKL varð til The Sugarcubes, tá gittaristurin Þór Eldon, sum um hetta mundið var giftur við Bjørk, og bassisturin Bragi Ólafsson komu við í bólkin.

Bjørk hevur sagt, at hóast Ísland loysti frá Danmark í 1944, so lá tað í stóra mun á herðunum hjá ættarliði hennara at loysa sálarliga frá Danmark og skapa ein sjálvstøðugan íslendskan samleika. Júst hetta var ein avgerandi drívmegi í íslendisku punkrørsluni.

Tað var í stóran mun hesa stafettina, ið 200 tóku upp við sínum loysingarpunkrokki frá 2001 og fram. Hóast punkur doyði, áðrenn føroyingar raknaðu við, so fekk tónleikasjangran eina uppblóman, tá bólkar sum Nirvana, Green Day og Bad Religion blástu nýtt lív í punkrokkin fyrst í nítárunum. Tað var hetta rák, 200 var eitt úrslit av.

Limirnir í 200 livdu ikki beinleiðis upp til treytirnar fyri at vera ordiligir punkarar, eins og upprunaligu forskriftirnar ásettu. Teir vóru familjumenn og høvdu størv innan lýsingavinnuna, jarðfrøðina og tónleikin. Hóast tað, so var 200 sum tónlistarligt fyribrigdi punk, tí tað var gjøgnumsúrgað anti-autoritert og bjóðaði alt og øllum av umvegis sínar sangir, tað veri seg drotningini, politikarum, embætismonnum, prestum, leiðarum í samkomum.

200 royndi ikki at vera uppdrágan ella koma við nøkrum svari, men varpaði heldur ljós á nakrar samfelagstrupulleikar og skapti eitt rúm, har fólk kundu loyva sínum kenslum at koma fram. Harvið uppfylti 200 eisini ein av mest týðandi listini: At menniskju fáa at vita, at tey eru einsamøll við sínum tónleiki, ið hava tað á sama hátt.

Tíðindamaðurin og viðmerkjarin Høgni Djurhuus metir heldur ikki, at 200 er ein rættur punkbólk.

200 er ikki ein punkbólkur, ikki 100 prosent og enn minni 200 prosent. Samanberið 200 og til dømis Sex Pistols ella Dead Kennedys. Eg meini „I am an anarchist, I am an antichrist." Tónleikurin hjá 200 liggur gamaní tætt upp at punkinum. Men annars eru teir ov penir og fittir. Lívsstílurin og livihátturin eru ikki punkur. Tí ber ikki til at kalla 200 ein ektaðan punkbólk. (Høgni Djurhuus 22.11.06)

Høgni metir, at orsøkirnar til, at punkurin ikki rakti við Føroyar, vóru tvinnar. Fyrsta orsøkin er, at spennandi rák í subkulturinum ikki koma til Føroyar yvirhøvur. Tey fáu, sum koma, eru sein higar og fáa ikki fastatøku.

Hina orsøkina heldur Høgni vera, at punkurin var ein ungdómsuppreistur bæði móti teimum borgarligu, men so sanniliga eisini móti øllum tí, hann kallar lovetlinum og diddufjasinum hjá hippiunum í seksti- og sjeytiárunum. Punkurin var ein lívsstílur og liviháttur, ið helt til uttangarðs. Punkurin var politikkur, samfelagsrevsing og eingin virðing fyri nøkrum. Tí hevði hann ongan kjans í Føroyum.

Føroyskur ungdómur var og er so forkelaður, at hann ikki so fragt sum hugsar um at gera uppreistur móti nøkrum sum helst. Hann heldur rimmarfast í skjúrtufaldin ella Wranglerbrókina hjá mammu. Eingin fist in the face musikkur fær skrætt hann leysan haðani. Og ei heldur nakað annað. Ungdómur í Føroyum er handilsskúli, ítrótttur, danskar sjónvarpskarokekappingar, Hollywood, Barbie og Jesus. Einki No Future ella Die Young her! (Høgni Djurhuus 22.11.06)

2005 gjørdist árið hjá 200. Tá gav bólkurin út meistaraverkið Viva La Republica, ið poppikonið Óli Poulsen ljóðblandaði. Viva var sum ein rakett, ið varpaði 200 upp í oddin av føroyskum tónleiki. Sangurin Muscleman-blað, ið snúði seg um homofobi, lá í langa tíð nummar eitt á hittlistanum 15 teimum bestu hjá Kringvarpinum, og lærararnir hjá børnum í teimum smæstu flokkunum noyddust at læra seg nýggj orð sum „gimpur" og orðafelli sum „snýs tær, baby".

TÓNLEIKUR AV ALNETINUM

Spælireglurnar innan altjóða tónleikaídnaðin vórðu kollveltar við frambrotinum og útbreiðsluni av alnetinum í nítárunum og serliga í nullunum kom ferð á. Alnetið er anarkistiskt í sínum grundvølli. Eingin hevði ella hevur yvirræði á alnetinum, og tað er í stóran mun atdráttarmegin við fyribrigdinum.

Tá forritið Napster í 1999 gjørdi tað gjørligt hjá brúkarum at skifta sínámillum tónleik, filmar og annað talgilt tilfar lætt og skjótt, gjørdist tónleikur í stóran mun eitt ókeypis njótilsi.

Ein stórsligin herferð fyri at steðga forritinum Napster varð sett í verk av tónleikaídnaðinum við tungmálmsbólkinum Metallica á odda. Herferðin kollsilgdi. Napster varð stongd, men ídnaðurin varð skírdur grískur og lagdur undir hatur. Yngra ættarliðið vildi ikki finna seg í, at stóru bólkarnir og tónleikaídnaðurin vildu stýra, hvussu tey brúktu alnetið.

Plátufeløgini høvdu mist valdið á brúkarunum, og tónleikaídnaðurin ridlaði. Hóast tað eydnaðist at steingja Napster, hevði tørvurin á atgongd til ókeypis tónleik gróðurfest seg. Hetta skiltu ungir tónleikabólkar, ið vóðu stoðvaðir eftir, at alnetið kom. Eitt nú bretsku The Libertines. Limirnir í The Libertines gjørdu nógv burtur úr at niðurbróta mørkini millum bólkin og fjepparaskara, ið plátufeløgini annars altíð hava roynt at uppbyggja.

The Libertines fóru yvir í hina grøvina og lótu fjepparum nógv av sínum tónleiki ókeypis og eggjadu teimum at deila tónleikin við onnur á alnetinum. Hetta hevði við sær, at tónleikurin hjá bólkinum kom væl longri út, enn hann annars hevði, og á tann hátt fekk bólkurin ein væl størri fjepparaskara.

Hetta sambandið millum bólk og fjepparar skapti eisini eitt sterkt tilknýti. The Libertines og aðrir bólkar skiltu, at í tráð við, at jú fleiri fólk sita meira einsamøll frammanfyri telduna og samskifta og senda filar sínámillum, størri er tørvurin eisini á at koma út og fáa góðar konsertupplivingar saman við øðrum. Við minkandi fløgusøluni er tað á konsertunum, at peningurin verður vunnin.

Í so máta var alnetið við til at flyta tónleikin aftur til sítt uppruna skap, har hann var eitt beinleiðis samskifti millum áhoyrara og tónlistafólk. Tíðin, tá tú kundi goyma teg burtur í einum upptøkuhøli, var av.

MYSPACE KOLLVELTINGIN

Sosiala tónleikanetverkið MySpace rakti beint niður í tíðarandan og tørvin á atgongd til ókeypis tónleik, tá tað varð sjósett á alnetinum í 2003. Persónarnir handan MySpace vóru amerikumenninir Tom Anderson og Chris DeWolfe, ið upprunaliga ætlaðu at gera eitt „vanligt" sosialt netverk á alnetinum. Hetta netverk skuldi í stóran mun verða stýrt av brúkarunum og skuldi loyva teimum at samskifta sínámillum upp á allar møguligar mátar, eitt nú umvegis kjatt, viðmerkingar, bloggar, teldupostar, tíðindaskriv og annað. Fólk skuldu fáa atgongd til MySpace við at seta á stovn ein vanga og síðan hava møguleika at verða skrásett sum vinir hjá hvør øðrum.

Bæði Chris DeWolfe og Tom Anderson vóru tónleikaáhugaðir, so í eini roynd at skapa eitt sindur av ferðslu á heimasíðuni, bjóðaðu teir lokalum bólkum í San Fransisco at leggja ein profil við sínum tónleiki út á MySpace og síðan loyva fjepparum og øðrum at gerast vinir við bólkarnar. Hugskotið var, at tónleikabólkar fóru at skapa eitt rættiliga natúrligt umhvørvi fyri samskifti millum fólk.

Teir fingu rætt – so dyggiliga.

Tónleikabólkarnir vístu seg at gerast besta lýsingar- og útbreiðsluamboðið, MySpace kundi ímynda sær. MySpace var sum ein rakett, ið varð skotin av stað og breiddi seg sum ein mureldur kring heimin.

Útbreiðslan av MySpace broytti tónleikapallin eina ferð med alla. Ein broyting, ið yvirlivdi Myspace, ið eftir fá ár gjørdist ein viðfáningur av tí, ið tað upprunaliga var.

Í hæddini gjørdist Myspace ein tónleikamotorvegur, har bæði kend og fullkomiliga ókend tónlistafólk og -bólkar kundu almannakunngera sín tónleik, kunngera konsertir, viðmæla sínar útgávur og ikki minst koma beinleiðis í samband við milliónir av møguligum fjepparum uttan um plátufeløgini og útvarpsstøðirnar, ið annars høvdu stýrt tónleikaídnaðinum.

Øll tónlistafólk vóru vælkomin á MySpace, uttan mun til tónleikaslag ella evni, og øll vórðu viðfarin eins.

Tað stuttliga við MySpace er, at tað er eins solidariskt og føroyska grindabýtið. Øll tónlistafólk fáa líka, tað vil siga møguleikan at leggja í mesta lagi seks sangir út á teirra profil. (Niclas Johannesen, Dimmalætting 30.01.08)

Alnetið varð útvarpsstøðin hjá unga ættarliðnum, ið vaks upp í nullárunum. Við árslok 2005 vóru fleiri enn 600.000 bólkar skrásettir á MySpace, og teir høvdu um hetta mundið atgongd til 50 millionir fjepparar, ið brúktu heimasíðuna til at leita eftir gomlum og nýggjum tónleiki. Tá MySpace toppaði í 2008 vóru 222 milliónir skrásettir brúkarar á netverkinum.

Við eitt var valdið flutt frá tónleikaídnaðinum og yvir í hendurnar á áhoyrarunum og tónleikarunum. Fleiri tónleikabólkar og -einstaklingar fingu eitt sokallað MySpace-gjøgnumbrot, tí teir høvdu uppbygt sær stóran fjepparaskara á alnetinum, áðrenn teir høvdu givið eina fløgu út. Teirra millum kunnu nevnast Lily Allen, Klaxsons og ikki minst The Arctic Monkeys.

Serliga The Arctic Monkeys er ímyndin av møguleikum, ið liggja í alnetinum. Hóast bólkurin legði sín tónleik ókeypis út á alnetið, gjørdist fyrsta útgávan hjá The Arctic Monkeys, Whatever People Say I Am, That's What I'm Not (2006) tann skjótast seljandi debutfløgan í søguni hjá bretsku hittlistunum. 363.735 eintøk av søludiskarnar fyrstu vikuna, hon lá í sølubúðunum. Tað segði ikki so lítið um broyttu leiðreglurnar innan plátuídnaðin, tí samstundis skramblaði plátusølan niðureftir.

Vandan við at leggja sína orku í Myspace fekk ein føroyskur tónleikari at merkja. Mitt í øllum og uttan ávaring varð síðan hjá Høgna Lisberg strikað av Myspace á vári 2007.

Hetta er eitt ár av arbeiði, sum er mist. Eg havi brúkt síðuna sum mítt visitkort, og nú er alt arbeiðið burturi, greiddi Høgni frá. Høgni hevur nú fingið endurstovnað síðuna, men teir 768 vinirnir, ið hann hevði á Myspace eru burturi, eins og tey frálíku hagtølini við 12.000 spældum løgum. Eru eisini burturi. Nógvir av vinunum vóru týðningarmikil sambond hjá føroyska trobadurinm. (planet.fo 23.04.07)

Høgni royndi at fáa Myspace at endurskapa gomlu síðuna, ella bara at geva honum eina frágreiðing, um hví síðan varð strikað. Men uttan at hetta eydnaðist. Myspace er ein ókeypis tænasta. Tí tók Myspace sær eisini rætt til at strikað síður, uttan nakra frágreiðing vóru boðini.

UPP ÚR KJALLARANUM

Tónleikakollveltingin á alnetinum læt eisini nógvar kjallaradyr upp fyri føroyskum tónleikarum. Út á Myspace streymaði hópin av føroyskum tónleiki av alskyns slagi, ið annars kanska ongantíð hevði sæð dagsins ljós, men hevði endað sínar dagar við at savna kjallaradust á onkrum bandi, fløgu ella harðdiski. Nógv av tónleikinum var ikki klárt at verða almannakunngørt, Men samstundis var eisini høvi at hoyra góðan tónleik, ið man annars ongantíð hevði hoyrt.

Dømini eru fleiri um sangir hjá ókendum tónlistafólki her heima, ið hava fangað oyruni á útlendingum umvegis MySpace – eitt nú Rannvá Jacobsen úr Havn, ið var kend frá PH 5,5 saman við Guðrið Hansdóttur.

Eg varð á sinni kontaktað av einari útvarpsstøð í New York, ið hevði hoyrt meg á MySpace, og sum vildi sleppa at spæla mín tónleik har. Tað var sera spennandi. Tíverri spurdist ikki nakað stórvegis burtur úr tí, men tað er sjálvsagt gott at vita, at fólk kring knøttin áhuga í mínum tónleiki. MySpace fekk meg eisini inn á London Center of Contemporary Music. Eg slapp undan upptøkuroynd, tí tey kundu lurta eftir mær á MySpace. (Rannvá Jacobsen 21.12.10)

Rannvá Jacobsen er eisini dømi um, hvussu alheimsgjørd ung, føroysk tónlistafólk vóru um hetta mundið. Fleiri teirra lupu Føroyar um og fóru beinleiðis eftir at fóta sær í útlondum. Rannvá búði í London um hetta mundið, har hon í Myspace tíðini royndi at skapa sær eina yrkisleið sum tónlistafólk, uttan at hon tá var kend millum føroyingar.

Eg havi ongantíð ordiliga roynt at sligið ígjøgnum í Føroyum. Eg veit ikki ordiliga, hví mín áhugi hevur verið til tess, men kanska hóskar mín tónleikur seg ikki til tann føroyska marknaðin, ella kanska eri eg ikki nóg áhugað sjálv. Eg búgvi nú í London og lesi sang og sangframleiðslu á London Center of Contemporary Music. At búgva í London og fáast við tónleik er akkurát eg. Tað gongur stak væl. Eg spæli við bólkinum FRÚLI SCHÚ! Eg eri eisini við í einari jazz duo og einari jazz kvartett. Málið er so avgjørt at kunna liva av tónleikinum, men eg verði nokk eisini noydd at arbeiða hálva tíð við síðuna av sum pedagog. (Rannvá Jacobsen 21.12.10)

Seinni flutti hon tó aftur til Føroyar, har hon saman við Jens L. Thomsen gjørdi elektronisku verkætlanina Hulda.

Áðrenn útbreiðsluna av alnetinum, vóru kanalirnar hjá heimligum tónleikarum fyri at fáa sín tónleik út sera fáar. Teir kundu spæla til dans, har tað ofta var illa sæð, at teir spældu egið, ókent tilfar. Teir kundu spæla onkra hendinga konsert, ið tað ofta var langt millum, og kanska geva út eina kostnaðarmikla fløgu í vónini um, at hon varð spæld í útvarpinum á døgurða ella í Kvøðuljómunum.

Hetta broytti alnetið og MySpace í stóran mun. Bæði útviskaðu ein stóran part av tí hugsjónarligu og geografisku gjónni millum føroyska og útlendska tónleikapallin. Brádliga kundu føroysk tónlistafólk luttaka á jøvnum føti við øll onnur kring heimin. Við alnetinum og MySpace fingu vanligir føroyingar eisini ein gyltan møguleika at hoyra, hvat rørdi seg á altjóða tónleikapallum. Hetta slóðaði fyri, at nýggj tónleikasløg kundu festu røtur her heima, kanska besta dømið um hetta er elektroniski tónleikurin, ið fekk sítt veruliga gjøgnumbrot í Føroyum í 2006.

Niclas Johannesen hevur saman við konuni Lenu Anderssen arbeitt miðvíst fram ímóti at skapa sær eina yrkisleið innan tónleikaídnaðin. Tey byrjaðu síðst í nítárunum og hava tískil kent ágóðan av alnetinum, breiðbandinum og amboðum sum MySpace.

MySpace er eitt frálíkt amboð til at útbyggja netverk, og so er tað gott at vísa til. Tað vóru fleiri dørdir um tað, tá Lena var á konsertferð í Európa í heyst. Fólk í Italia, Týsklandi og so framvegis, sungu við, uttan at Lena hevur útgivið sín tónleik har. Tað hevði neyvan hent uttan MySpace. (Dimmalætting 30.01.08)

Niclas Johannesen yvirmetir tó ikki týdningin av alnetinum ella MySpace.

Tú kanst siga, at alnetið og MySpace hava havt týdning fyri okkara yrki sum tónleikarar, eins væl og okkara gittarar, telefonir, e-postar, management, stuðlar, fjølmiðlar og so framvegis hava havt tað. Grundleggjandi snýr tað seg framvegis um at vita, hvat ein vil (tónlistarliga, ritstj.). Og so fara eftir tí. Um tú hugsar um útboðið, so eru jú millíónir av tónleikaønøvnum á MySpace, og MySpace er ikki beinleiðis inntøkugevandi fyri listafólk. Fólk lurta ókeypis eftir tínum tónleiki har, men dámar teimum hann, so koma tey kanska til tína konsert ella keypá tína fløgu tína á netinum. (Dimmalætting 30.01.08)

Einki føroyskt tónleikanavni fekk nakað veruligt MySpace-gjøgnumbrot. Tann møguleikin fór eisini í tráð við, at MySpace tapti stríðið um brúkararnar til onnur sosialt netverk, serliga Facebook. MySpace er nú meira ein tónleikaportulur fyri tónleikarar og tónleikaáhugað enn eitt sosialt netverk.

SINGER/SONGWRITER BYLGJAN

Teitur Lassen, sum í nítárunum hevði skapt sær eitt navn sum dugnaligi oddamaðurin í Prix Føroyar-vinnandi popp-bólkinum Mark No Limits, hvarv stutt eftir sigurin í 1997 av føroyska tónleikapallinum. Teitur flutti til Danmarkar at búgva, og umvegis student og eitt fyrireikandi skeið til at fara á tónleikahskúla í Holstebro, endaði hann í Keypmannahavn. Málið var greitt: Nú skuldi bera ella bresta við tónleikinum.

Lítið og einki hoyrdist til hann í eina tíð. Hesa tíðina arbeiddi Teitur sum tænari í Keypmannahavn, meðan øll frítíðin fór við at skriva og spæla tónleik.

Guðrið Hansdóttir.
Guðrið Hansdóttir.

Teitur brúkti eitthvørt høvi, hann fekk at framføra á smáum spælistøðum í danska høvuðsstaðnum, og við góðum fíggjarligum stuðli frá einum ónevndum føroyskum reiðara, fekk hann eisini møguleika at ferðast regluliga til London og New York at hitta og skriva tónleik saman við øðrum vónríkum sangarum og sangskrivarum.

Møguleikin at fara á hesar tónlistarligu búningarferðir gjørdust avgerandi fyri tónlistarligu menning Teits.

Tá Teitur aftur fór at framføra á heimliga tónleikapallinum um aldarskiftið, var tað við tónleiki, ið var øðrvísi enn tann, sum hann hevði gjørt við Mark No Limits. Teitur, ið hevði skrivað nakrar av bestu føroysku poppsangunum í nítárunum, var farin at fáast við singer/songwritertónleik, ið er ein samanrenning av poppi, rokk/fólkatónleiki kryddaður við stemningum, ið ein annars kennir frá jazzi.

Hóast grundin í løgunum var einføld, so varð arbeitt við at skapa eitt ávíst huglag, sum gav søguni, ið verður søgd, ein serligan búna. Upphavið til singer/songwriter-sjangruna ella fólkatónleik, ið tað æt upprunaliga, liggur í Norðuramerika aftur í fýrati- og fimmtiárunum. Kendastir vóru Woody Guthrie og Peter Seeger og The Weavers.

Hesir undangongumenn innan singer/songwriter-sjangruna vóru ikki so upptiknir av, um tónleikurin, teir framførdu, var teirra egni. Nógvir av teimum sangum, ið tey framførdu, vóru siðbundnir sangir, ið teir settu nýggjar tekstir til. Teir settu gjarna saman brot úr ymiskum sangum og framførdu eisini nógv løg hjá øðrum.

Tá amerikanska samfelagið í fimmtiárunum varð rakt av McCarthyismuni í kjalarvørrinum á kalda krígnum, fekk fólkatónleikurin ein serligan leiklut. McCarthyisman var eitt beinleiðis álop á fólkaræðið. Peter Seeger, ið sjálvur varð svartlistaður á ymiskum útvarpsstøðum, stríddist ótroytiliga ímóti hesum viðgongda ráki og talaði áhaldandi fyri líkarætti, umhvørvisvernd og friði. Hann var eisini millum stigtakararnar til tónleikahátíðina Newport Folk Festival í 1959, sum gjørdist eitt afturvendandi, týðandi tiltak.

Tað var serliga í blomstur- og hippietíðini í seksti- og sjeytiárunum, at hesin fólkatónleikurin av álvara gjørdist kendur. Fólkatónleikur, kryddaður við poppi og rokki, varð saman við harða rokkinum hjá ungdómsuppreistrinum, ið varpaði ljós á nøvn sum Bob Dylan, Joan Baez, Paul Simon, Neil Young og Cat Stevens.

Í mun til upprunaliga søgusigandi frymilin, ið hevði myndað upphavið hjá fólkatónleikinum, framførdu Bob Dylan og hansara ættarlið av fólkatónleikarum persónligar sangir, ið tóku støði í teirra egnu royndum – ofta í fyrstapersóni.

Fólkatónleikurin slerdi ikki ordiliga ígøgnum í Føroyum fyrr enn fyrst í sjeytiárunum, tá Kári Petersen og Per Debess góvu út løg sum Gullkálvavalsurin og Heit er náttin, ið bæði eru ein uppgerð við ráðandi samfelagsskipanina og ein staðfesting av kynsligu frígeringini.

Áðrenn tað var bólkurin The Rabbits við Lív Dam á odda, ið einasti, ið spældi fólkatónleik.

Í 14. sept. nr. 82 í 1967 stendur at lesa, at Kári P og Per Debess á fyrsta sinni royndu seg við fólkatónleiki. Hetta var á konsert í nýggju TB-húsinum, har fleiri aðrir bólkar luttóku. Besta lagið hjá teimum var Where have all the flowers gone, sigur greinskrivarin.

RÆTTA STAÐIÐ, RÆTTA LØTAN

Gjøgnumbrotið hjá Teiti kom av álvara á árliga talent festivalinum Spot 06 í Århus í 1999. Tónleikaforlagið Windswept Pacific fekk eyguni upp fyri evnaríka føroyska sangaranum og sangskrivaranum við vøkru sangunum, framúrskarandi undirspælinum og inniligum, lespandi røddini.

Teitur fekk sáttmála við Windswept Pacific, ið gav honum eina stóra mánaðarløn fyri at skriva sangir. Umframt at felagið tók sær av øllum hansara ferðaútreiðslum. Teitur lá ikki á løtu síðuni, men ferðaðist runt og skrivaði hópin av sangum einsamallur og saman við øðrum sangskrivarum.

Eg legði so nógv í, at flestu sangirnir ikki nyttaðu ein lort, tí eg vildi bara skriva sangir. Hetta var mín útbúgving, eg var í holt við. Mítt umboðsfólk á forlagnum í L.A. royndi at selja sangirnar til sjónvarpsrøðir og filmar. Tað var jú vegurin fram haryviri. Eg var nær við at fáa ein sang við í „Friends", og tað var eisini nær við, at Norah Jones innspældi ein av mínum sangum. Tað endaði eisini við, at nakrir av mínum sangum vórðu brúktir til ljóðmyndina á sjónvarpsrøðini „Jack & Jill". (Berlingske Tidende 17.02.08)

Brádliga vildu øll plátufeløgini, sum Teitur og umboðsmaður hansara prátaðu við, skriva sáttmála við unga føroyingin. Valið fall á heimsins størsta plátufelag Universal Music, ið lovaði at tryggja Teiti stórt listarligt frælsi. Undirskrivaður varð ein risa sáttmáli við Universal Music, ið bant Teit til at útgeva tvær fløgur saman við felagnum.

Tað var villt og óveruligt. Ein dagin bleiv eg boðin upp á skrivstovuna hjá stjóranum fyri Universal, Doug Morris. Hann var um hetta mundið maðurin, ið stýrdi 45 prosent av øllum tónleiki, ið bleiv givin út í heiminum. Hann hugdi upp á meg og segði: „Teitur, eg trúgvi upp á teg. Tá tú hevur selt tvær millíónir fløgur, kanst tú velja tær eitt ting, sum er her á mínari skrivstovu." Hann peikaði á veggirnar, og har hekk millum annað ein gittari hjá BB King. So spældi hann nakrar av sínum egnu sangum fyri mær, tí hann var eisini sangskrivari. Tað var sera undarligt. Eg visti, at tað varð væntað nógv av mær, og at tey sóu meg sum tann nýggja Beck. Soleiðis sá eg ikki meg sjálvan. (Berlingske Tidende 17.02.08)

Fyrsta fløgan sum einstaklingurin Poetry & Aeroplanes kom út í 2003, og hóast hon fekk jalig ummæli í eitt nú New York Times, varð fløgan – sæð út frá mátinum hjá Doug Morris og Universal – eitt flopp, tí hon seldi einans 45.000 eintøk kring allan heim. Amerikonsku útvarpsstøðirnar tóku ikki Teit til sín, og hann slapp ikki við á eitt nú „The Late Night Show" hjá Letterman. Teitur bleiv ikki ein partur av tí umhvørvinum, har sum tær stóru stjørnurnar ferðast.

Tað gandaði bara ikki. Eg hevði ikki hepna talið í happadráttinum, og sæð úti frá, so var eg eitt flopp. Eg var eisini partur av einum maskinaríi, ið virkar á tann hátt, at um tú ikki nært út á breiða streymín, so fer marknaðarføringsapparatið hjá Universals bara ikki í gongd. Men eg kendi meg ikki sum eitt flopp. Í mínari verð vóru søluløtølini eftirfarandi. Eg hefti meg meira við, at fólk fóru á føtur og klappaðu fyri mær, tá eg var liðugur at spæla, hóast eg í byrjanini stóð á pallinum og spældi við afturlatnum eygum, tí eg var so smæðin og óttaðist, at tað ikki var nóg gott. (Berlingske Tidende 17.02.08)

Hóast søluløtølini ikki vóru nøktandi, sæð við Universal-brillum, so bakkaði plátufelagið Teit upp, tá hann skuldi í holt við at gera næstu fløguna. Hann hevði spælt yvir 350 konsertir í USA, eitt nú hitað upp fyri heimstjørnur sum Rufus Wainwright og John Mayer, ið báðir róstu Teiti í amerikonskum fjølmiðlum og kallaðu hann ein hin besta sangskrivara í sínum ættarliði.

Men eins brádliga og plátusáttmálin við Universal kom í hús, eins brádliga valdi Teitur at slíta samstarvið, tá næsta fløgan skuldi framleiðast. Í tíðindaskrivi, ið bleiv sent út í 2006, skrivaði Teitur, at hann sleit samstarvið orsakað av ósemjum um tónlistarligar hugsjónir og ognarrætt.

Tað var ein persónur á Universal, mín A&R-persónur, tvs. hon, ið hevði skrivað sáttmálu við meg, ið byrjaði at ivast í mær. Hon helt ikki, at mínir nýggju sangir livdu upp til hennara vónir, tí eg ikki hevði selt nóg nógvar fløgur. Í mínari verð, so var hon ov veik, og eg dugdi ikki væl at tosa við hana. Eg ynskti ikki at brúka trý ár upp á at innspæla saman við einari rúgvu av ymiskum framleiðarum fyri at gera hana glaða. Eg visti, at mín tónleikur var góður, og at eg hevði eina trúfasta áhoyrarafjøld, ið dámdi mín tónleik. (Berlingske Tidende 17.02.08)

Teitur lánti pengar í bankanum og keypti seg úr sáttmálanum við Universal fyri at fáa sítt listarliga frælsi aftur. Hann setti síðan á stovn egið plátufelag Arlo & Betty Recordings saman við umboðsmanni sínum, ið síðani tá hevur givið út hansara tónleik.

Tað vóru útlit til, at eg kundi koma at sita og kúra í tvey ár, um eg ikki gjørdi, sum tað bleiv sagt, og tað hevði eg ikki ráð til. Eg hevði spælt eitt ótal av konsertum undanfarnu árini og uppbygt mær ein sterkan fjepparaskara, og tað arbeiðið var í vanda fyri at fara fyri skeyti. Tað var ongantíð mítt ynski at selja fýra milliónir plátur og spæla í stórum ítróttarhallum. Tað egnar mín tónleikur seg snøgt sagt ikki til fyri at vera erligur. (Berlingske Tidende 17.02.08)

Tíðin eftir slitið við Universal var óhugalig. Sakførarar vóru eftir honum, og ein fíggjralig togtogan fór í gongd.

Tað var ein hørð tíð, har eg ikki hevði tamarhald á nøkrum. Eg fekk nógvar keðiligar teldupostar, risa rokningar osfr. Tað var veruliga nakað lort, og eg hevði trupult við at miðsavna meg um tónleikin. Men eg misti ongantíð trúnna á meg sjálvan og mín tónleik. Mínir møguleikar vóru eins góðir, um eg so var á Universal ella onkra aðrastaðni. (Berlingske Tidende 17.02.08)

Næsta fløgan Stay Under The Stars (2006), ið var tann fyrsta, Teitur gav út á sínum egna plátufelagi, hevði hittið Louis, Louis og seldi eisini á leið 45.000 eintøk kring heimin.

Hóast skilnaðin við Universal merkti, at Teitur ikki hevði pengar og eisini upplivdi, at nógv fólk vendu honum bakið, tá tað gjørdist teimum greitt, at hann ikki bleiv kendur, so visti hann, at avgerðin var røtt.

Eg eri sera sterkur, tá tað kemur til mín tónleik. Eg kann lættliga blíva rættiliga skelkaður og sligin út av kós av, at onkur uppførir seg keðiligt í 7-Eleven, og eg kann vera beinleiðis sosialt óklókur í privatum sambondum og hava torført við at smápráta við fólk og finna út av, hvussu ein skal uppføra seg. Men tá tað umrøður mín tónleik, so veit eg, hvat eg vil, og hvar eg standi. (Berlingske Tidende 17.02.08)

At onnur vóru samd við honum sást ikki minst, tá hann í 2007 vann heiðurin sum besta mannliga listarfólk á Danish Music Awards, ein heiður, ið hann vann framman fyri navnframum nøvnum sum Simon Kvamm, Michael Simpson og Thomas Helmig.

Størstu listarligu viðurkenning fekk Teitur, tá hann í 2008 gav út fløguna The Singer. Sjálvur lýsti Teitur tónleikin á The Singer sum „heila & hjarta"-tónleik, ið er í andstøðu til meira rýtmiskan „likam & sál"-tónleik. Í sínum bygnaði er tónleikurin sera minimalistiskur og dramatiskur við víttfevnandi litum og berum landsløgum at líkna við norðurlendska sniðgeving, ið eisini er einføld og náttúrukend. Ein eitt sindur háfloygd, men rættiliga sigandi lýsing, tá ein hoyrir tónleikin.

Á fløguni legði Teitur tónleikin til rættis saman við lærda tónaskaldinum Tróndi Bogasoni, ið Teitur hevði spælt í bólki við fyrst í nítárunum, í umhvørvinum kring Djónastovu.

Ummælarar nær og fjar vóru samdir um, at hetta er ein meistarlig fløga, ið breyt upp úr nyggjum. Singer/songwritertónleikur við einari tilgongd, ið mest av øllum minti um klassiskan tónleik.

Teitur slapp millum annað at spæla fyrstu konsertina, ið læt stóra appilsingula pallin á Roskilde festivalinum upp, hetta árið. At spæla hesa konsert verður mett sum ein risastórur heiður, ið Teitur slapp at uppliva hóskvøldið 3. juli 2008.

Meðan vit standa backstage í skugganum av risastóra og eyðkenda tjaldinum, ið yvirdekkar Orange pallin á Roskilde festivalinum, kemur oddamaðurin í heimskenda bólkinum Radiohead, Thom York, spákandi framvið í berum yvirbelti. Teitur er granni hjá Radiohead backstage. Bretska heimsnavnið skal á pallin beint eftir Teit (...) Men tá Teitur hálvanannan tíma seinni traðkar inn á størsta pall í Norðurevropa frammanfyri 30.000 áhoyrarum, er tað hóast alt ólukksáliga torført at skilja, at hann – lespandi unglingin úr Havn – veruliga er komin so langt. Hesa løtuna á Roskilde Dyreskueplads kennist tað, eins og Teitur hevur flutt føroyska tónleik upp í bestu altjóða deildina. Hetta er stórt. Hetta er Landskrona fyri tónleikaáhugaðar føroyingar. Vit eru ikki longur bara eygleiðandi, vit eru luttakandi á størstu pallum í Evropa. (Dimmalætting 28.11.08)

Teitur spældi eisini konsertir á Vega og í Operaini í Keypmannahavn hetta árið, og so vann hann aftur ein Danish Music Award fyri The Singer, sum ársins bestu donsku singer/songwriter-útgávu.

Í 2008 flutti Teitur aftur til Føroya at búgva ein part av árinum, tá hann keypti sær hús á Velbasstað.

Beint nú eri eg eitt stað í lívinum, har eg eri mettaður av mongum upplivingum, ið havi fingið burtur úr spennandi, men rótleysu fjakkanini kring heimin við mínum tónleiki. Tískil havi eg aftur hug at hoyra til eitt stað, har eg kann hagreiða hesi upplivilsi og deila burtur av teimum, heldur enn at fylla meir á tangan. Hann er longu fullur. (Dimmalætting 28.11.08)

Yrkisleiðin hjá Teiti hevur, hóast hann mátti niður at venda í sambandi við slitið við Universal, verið í støðugari menning, bæði listarliga og á annan hátt. Teitur hevur í dag fullkomið tamarhald á sínum tónleiki og útgávum. Hann skrivar, innspælir og framleiðir sjálvur sín tónleik, ið hann gevur út á sínum egnum plátufelagi.

Hartil er hann ein viðurkendur sangskrivari, ið eitt nú hevur skrivað løg fyri bretsku Corinne Bailey Rae, og í 2010 valdi heimskendi sangarin Seal at innspæla sína útgávu av Teitur-lagnum You Get Me frá Stay Under The Stars. Teitur hevur eisini framleitt væl umtóktu útgávuna Le Cheshire Cat Et Moi fyri fronsku Nolwenn Leroys.

Hann hevur verið runt tónleikaídnaðin og veit, um nakar, hvat skal til fyri at klára fetið frá at vera eitt ungt fólk úti í einum fjarskotnum oyggjsamfelag í Norðuratlantshavi til at vera eitt altjóða viðurkent tónlistafólk við fullkomnum tamarhaldi. Teitur hevur sprongt øll mørkini fyri, hvat vit føroyingar áður hildu vera møguligt á at náa við tónleikinum.

Tú mást vera sterkur fyri at klára teg í tónleikavinnuni, og so mást tú duga at lurta eftir hasari røddini heilt har innaní, sum veit, hvat er rætt og rangt. Og so er tað sera umráðandi, at tú møtir upp og ber tín tónleik fram. Tú kanst ikki bara sita heima og gera heimsins bestu fløgu. Um tú vilt vera partur av altjóða tónleikapallinum, noyðist tú út at framføra og samskifta við fólk, so tey kunnu skilja, hvat tú hevur gjørt. Tónleikur snýr seg um at broyta, hvussu fólk hava tað – at røra fólk. Eg havi altíð dugað væl at sagt „ja takk" og „nei takk" til tey røttu tingini, arbeitt hart og altíð vitað, at tað, sum er umráðandi, er at gera góðan tónleik. Tað ger arbeiðið hjá øllum øðrum, ið tú samstarvar við, lættari. Tað er eisini tónleikurin, ið stendur eftir, tá alt kemur til alt. (Dimmalætting 07.02.08)

TEITUR VÍSTI VEGIN

Tá fólkatónleikurin undir heitinum singer/songwriter blómaði upp aftur fyrst í 21. øld við nøvnum sum John Mayer, var Teitur snøgt sagt á rætta staði, røttu løtuna. Brádliga vóru friðsælir og kenslubornir singer/songwriters aftur høgt í metum. Teirra inniliga og persónligu tekstir og tónar raktu eina nerv í tíðini.

Brádliga fingu føroyingar av álvara eyguni upp fyri singer/songwriter-sjangruni. Teitur hevði við sínum gjøgnumbroti innan sjangruna eisini víst øðrum á eina slóð út á altjóða pallin, ið fleiri høvdu hug at ganga.

Clickhaze Grand Rokk.
Clickhaze Grand Rokk.

Høgni Lisberg, ið áður hevði sitið handan trummurnar í nógv rósta rokkbólkinum Clickhaze, var ein tann mest lovandi av teimum, ið royndu seg í fótafetunum hjá Teiti. Í 2003 trein hann brádliga fram í ljósmála við einum kassagittara í aðrari hondini og debutfløguni Beautiful Things í hinari. Á fløguni vóru 11 friðarligir og popputtir sangir við gittaranum sum miðsavnandi ljóðføri. Villmaðurin aftan fyri trummurnar var sprottin sum bleytur singer/songwriter.

Høgni Lisberg hugleiddi í viðtalu við Sosialin í 2004 um týdningin av, at onkur hevði slóðað fyri.

Ja, kanska. Men tá ein sær, at tað ber til (vísir til Teit, ritstj.), so gevur hetta íblástur. (…) Men hetta fær eisini tónleikarar at gera vøruna betri, tí tað krevst nógv. Í dag eru eisini góðir stuðulsmøguleikar til upptøku og ferðing. Men globaliseringin hevur heilt víst nakað at siga. Heimurin er minni, og ein fær fatur á nøvnum og bústaðum hjá øllum, bert við at trýsta seg fram á alnetinum. (Sosialurin 07.12.2004)

Lena Anderssen.
Lena Anderssen.

Í 2004 byrjaði nýggja loungin í Hotel Hafnia eina singer/songwriter-kapping. Eitt lítið, men sera gevandi átak, ið fekk fleiri spennandi nøvn, eitt nú fullkomuliga ókenda Kristleif Zachariasen, Petur Háberg og Jensinu Olsen, fram í ljósmála, men eisini kendir sangarar luttóku, eitt nú Rókur Jákupsson Jakobsen úr Tangz, og Páll Finnur Páll oddmenninar Finn Jensen (seinni Koba) og Páll Odd Rubeksen. Enntá tvær av gomlu tungmálmshetjunum fyrst í nítárunum spruttu sum singer/songwriters, Kári Páll Nolsøe úr Panic og Brandur Jacobsen úr Bad Habit og Ikaroz.

Singer/songwriter-stílurin tyktist passa føroyingum væl. Eitt fólk og ein gittari. Einfalt. Hartil tykjast bleytu, heitu og sorgblíðu tónarnir at svinga væl við huglagnum her á 62. breiddarstignuni. Singer/songwriter-stílurin setir eisini sangrøddina í miðdepilin, og júst á tí økinum eru føroyingar ofta væl fyri. Sangsíðvenjan er sterk.

Singer/songwriter var ikki nakað serstakt fyribrigdi fyri aldarskiftið, men er framvegis týðandi partur av føroyska tónleikapallinum. M.a. hava nøvn sum Jóan Petur á Stongunum, Høgni Reistrup, Jensina Olsen (sum á Faroese Music Awards 2016 vann heiðurin í Opna bólkinum fyri barnafløguni Og várið kom, har hon tulkar sangir hjá pápa sínum Knút Olsen), Lív Næs, Holgar Jacobsen, Hans Jacob Kollslíð, Kristleif Zachariasen og Hans Andrias Jacobsen markerað seg á singer/songwriter pallinum við fløgum og konsertum, eins og nøvn, ið eisini eru kend innan aðrar tónleikagreinar, sum Eivør, Signar í Homrum, Uni Debess, Kári Sverrisson, Hans Marius Ziska, Rókur Jákupsson Jakobsen, Benjamin Petersen, Jógvan Hansen og mong onnur lutvíst hava ferðast innan hesa tónleikagrein. Hetta er ein tónleikagrein, har kvinnurnar eisini markera seg sterkt. Her tykist vera ein tónleikasjangra, ið tær hava lætt við at kenna seg heima í við gittara og sangi. Serliga tvær kvinnur hava gjørt seg galdandi her. Lena Anderssen og Guðrið Hansdóttir. Men her eru eisini fleiri ungar songkvinnur, ið hava tikið táttin upp, her kunnu nevnast Døgg Nónsgjógv, ið heiðurin fyri besta popplag á Faroese Music Awards í 2014, og Elinborg Pálsdóttir, ið vann heiðurin sum ársins live tónleikari á FMA 2016. Báðar góvu fløgur við inniligum singer/songwriter tónleiki út í 2015.

KANADISKI FØROYINGURIN

Lena Anderssen flutti sum tvey ára gomul til Kanada at búgva saman við kanadiska pápanum og føroysku mammuni. 17 ára gomul flutti hon aftur til Føroya. Her varð hon av tilvild uppdagað á einari kaffistovu syngjandi fyri seg sjálva. Hon gjørdist limur í bólkinum Next Step og kom við í sangleikin Skeyk, sum komandi maður hennara Niclas Johannesen skrivaði tónleik til.

Hetta festi í eitt tónleikasamstarv teirra millum, sum hevur hildið á síðani. Lena og Niclas hava roynt seg á altjóða tónleikapallinum. Eitt skifti búðu tey í Kanada og royndu seg sum yrkistónleikarar har. Løgini hjá Lenu hava altjóða dám. Løg hjá henni hava verið við á fleiri amerikonskum sjónvarpsrøðum, so sum Nikita, Felicity, 90210, Scrubs og Alias. Lena Anderssen verður mett at vera ein tann fremsta songkvinnun, vit eiga her á landi. Hon hevur vunnið hópin av tónleikaprísum. Útgávur hennara hava fingið framúr skotsmál. Hon heldur framhaldandi á við at virka sum tónleikari bæði í Føroyum og í altjóða høpi. Støðugt gevur hon útgávur út, ið eru framleiddar saman við manninum Niclasi, og fylgir upp við konsertferðum kring heimin.

Eivør - In Man After Dark.
Eivør - In Man After Dark.

Fyrstu fløgunar vóru reinur popprokkur við tekstum, ið vóru vælskrivaðir popptekstir. Men við tíðini eru fløgurnar støðugt vorðnar meira persónligar og myrkar, har hon m.a. viðger ein barndóm, ið var merktur av einum pápa, ið var alkoholikari, og av at tey fluttu javnan.

Tað er ótrúligt, hvussu barndómurin formar teg sum menniskja, man heldur man hevur slept tí, men tað ávirkar teg alt lívið. Fyri at koma víðari, má man hyggja aftureftir. Men man má eisini finna frælsið til at brúka minnini til nakað gott, greiðir hon frá, og vísir á, at hetta ikki snýr seg um, at nakar skal halda, at tað er synd í henni. Hetta snýr seg um at skilja og viðgera tað, sum hendi tá. (Sosialurin 24.01.14)

Lena og Niclas hava flutt og ferðast nógv seinnu árini. Hetta hevur eisini givið møguleikan at samstarva við dugnalig fólk og taka upp í spennnadi upptøkuhølum. Eitt nú varð partur av Let You Scars Dance tikin upp í Abbey Road Studios í London.

Á nýggjastu útgávuni Eagle in the Sky hava tey spælt trummur inn í Los Angeles í kenda tónleikamiðdeplinum Sound City, Matt Chamberlain spældi trummurnar. Hann telist millum heimsins bestu trummuleikarar og er í fleiri førum kosin besti upptøkutrummari í heiminum. Hansara C.V. telur nøvn sum Tori Amos, Fiona Apple, Bruce Springsteen, Joe Cocker, Mika, Dido, John Mayer, Alanis Morrisette, Garbage, Robbie Williams, Carrie Underwood, Edie Brickell and the New Bohemians og hópin av øðrum. Í 1991 avloysti hann sum trummusláari í Pearl Jam og kom í hesum sambandi við í videolagið til Alive, ið er eitt tað kendasta lagið hjá bólkinum. Hann spældi ikki trummur á útgávuni, men í videolagnum letst hann at spæla við. Í sambandi við Let Your Scars Dance arbeiddu Lena og Niclas saman við Ryan Hewitt, ið áður hevur arbeitt við eitt nú Red Hot Chili Peppers, blink-182, The Dixie Chicks, Flogging Molly and Jamie Cullum. Hann ljóðblandaði mest rokkutta lagið á fløguni Who Am I.

Lena og Niclas hava arbeitt miðvíst við sínum tónleiki í nógv ár, og tey hava vunnið sær eina fjepparafjøld kring heimin. P4 í Danmark spældi tey nógv og valdi Letters From The Faroes sum Ugens Album, tá fløgan kom út har í 2012. Tey eru eisini spæld nógv í Póllandi.

Lena og Niclas hava umboðað seg sjálv og skipa fyri konsertferðum og tílíkum. Tað eru eisini tey sjálv, ið geva tónleikin út. Men í sambandi við nýggju útgávuna, hevur Lena skrivað sáttmálu við danska plátufelagið Songcrafter.

REBELLAR OG DEYÐUR KÆRLEIKI

Tónleikur hevur altíð verið partur av lívinum hjá Guðrið Hansdóttur. Pápi hennara er navnframi gittarleikarin Hans Karl Hansen. Gittaran tók Guðrið tó ikki í hendi, fyrr enn hon var fjúrtan ára gomul. Men so var eisini áfast. Hon byrjaði beinanvegin at smíða egin løg eftir at hava lært seg tær fyrstu akkordirnar á gittaranum.

Eins og Eivør Pálsdóttir brann áræði at gera tónleik til yrkisleið sína í henni. Í 2005 stovnaði hon bólkin PH 5,5 har hon deildi leiklutin sum oddakvinna við Rannvá Jacobsen. Stutt eftir var Guðrið einsamøll á odda fyri bólkinum Isadora and the Rebels. Tá kom glið á. Hesin bólkurin spældi nógv í eini tvey ár. Samanrenningin av hørðum rokki og kláru røddini hjá Guðrið riggaði væl, og bólkurin var skýrdur at vera ein tann mest lovandi í Føroyum um hetta mundið. Niels Uni Dam var í hvussu so er bergtikin í ummæli sínum av framførslu hjá bólkinum á Summarfestivalinum í 2006.

Byrta 2013.
Byrta 2013.

Talan er um teirra heilt egna sera gjøgnumførda tónleikabland, sum vevur m.a. spælimanstónleik, vísusang, 70'ára tungmálm, 90'ára rokk, indirokk og alt møguligt annað saman í ein dýrabæran vavstur. Eg haldi á onkran hátt, at hetta er líka føroyskt sum Týr og líka altjóða sum Portishead. Eg havi ikki hoyrt tílíkan tónleik áður, men hann er bergtakandi. (Sosialurin 04.08.06)

Guðrið vildi tó nakað annað enn vera sangari í einum rokkbólki. Í 2007 kom hennara fyrsta útgáva Love Is Dead. Guðrið ætlaði sær fyri víst út um landoddarnar við hesi plátuni. Eitt enskt konsert- og plátufelag var ágrýtið eftir at fáa sáttmála í lag við hana. Eftir at hann varð undirskrivaður, hoyrdist einki frá teimum.

Eg syrgdi so fyri at fáa sáttmálan strikaðan. Tað var tungt, men eg var heppin. Tað er soleiðis í hesi vinnuni. Hon er svikafull og ófatiliga hørð at klára seg í. (Sosialurin 03.04.09)

Guðrið fall ikki í fátt av hesi orsøk. Hon hevur givið fleiri fløgur út og hevur búð í Íslandi og livað av tónleiki har. Í 2012 byrjaði hon at samstarva við Janus Rasmussen um bólkin Byrta, eins og hon framvegis gevur fløgur út í egnum navni.

Ein av mest eyðsýndu gittarleikarunum eftir aldarskiftið var Bartal Augustinussen, hann var fastur fúsur í bólkinum Bet You Are Williams hjá Peturi Háberg og spældi eisini ein stóran leiklut í Isadora and The Rebels og fleiri øðrum bólkum. Men tað var í tvímansbólkinum Guðrun & Bartal, at Bartal veruliga fekk sítt gjøgnumbrot sum sangskrivari. Guðrun Pætursdóttir, ið eisini sang kór í Bet You Are Williams, var forsangari í hesum bólkinum.

Tónleikurin var heilt egin, droymandi gittartónar og effektir undir vøkru sárbæru røddini hjá Guðruni Pætursdóttir. Hetta var langt frá rokkinum, ið Bartal var kendur fyri frammanundan. Men bólkurin fangaði og vann Sementfinaluna í 2011.

Fyrsta fløgan Vónin er kom út í 2013, men áðrenn tað høvdu tey vakt ans við lagnum Hygg rundanum á fløguni Fræls og javnlík, ið Amnesty gav út í 2011. Útgávan fekk góða móttøku, og hóast Guðrun stutt eftir flutti til Danmarkar, so hevur bólkurin givið nøkur stakløg út og spælir konsertir við jøvnum millumbilum.

ÆVINTÝRIÐ HJÁ DÁNJALI OG BÚA

Tveir menn, ið hava megnað at tikið sangskriving og sangframburð á eitt heilt serligt støði, eru vinmenninir Búi Dam og Dánjal á Neystabø. Bæði sum einstaklingar og saman í verkætlanini Ævintýraferðin hava teir brotið upp úr nýggjum.

Ævintýraferðin er ein tónleikalig verkætlan, ið ár eftir ár hevur megnað at savna føroysk børn til interaktivar sjónleikaframførslur, har tónleikur og hugurin at finna uppá er drívmegin. Teir báðir oddamenninir hava megnað hvørja ferð at finna uppá okkurt nýtt, og teirra samspæl við áskoðararnar er einasstandandi. Ævintýraferðin hevur latið 7 útgávur úr hondum íroknað savnsfløguna Tað mesta av tí besta og hava havt eina rúgvu av landaplágum.

Men eisini hvør sær hava Dánjal og Búi verið framúr, tó at málbólkurin hevur verið ein heilt annar.

Fyrrverandi Ivory, 200 og Deepend gittarleikarin Búi Dam er, við sínum myrka, skitna og ofta sera erotiska bólki Budam, fleiri ferðir lýstur sum at lurta eftir porno. Hetta er ein søguforteljari av teimum stóru, og hansara útgávur Stories of Devils, Angels, Lovers and Murderers, teaturkonsertin Man og ljóðsporið til sjónleikin Aftan á Undrið eftir Jóanes Nielsen, vitna allar um ein tónleikara við nógvum uppá hjarta.

Hin helvtin av Ævintýraferðini Dánjal á Neystabø er eins og Búi ein sera dugnaligur sangskrivari. Stóran part av nullunum var Dánjal staddur uttanlands, og her byrjaði hann samstarvið við mandolinleikaran Kim Nyberg, ið millum annað er kendur úr danska bólkinum Afenginn. Saman hava teir skapt nógvan góðan tónleik og hava spælt nógv kring Evropa við bólkinum Dánjal. Bólkurin er ein samanrenning av donskum, svenskum og finskum tónleikarum, ið spæla tónleikin, ið Dánjal og Kim Nyberg hava skrivað saman. Tónleikurin er spælimanskendur og leikandi, tó við tí eyðkenda føroyska melankolska dáminum. Higartil eru tríggjar heilar útgávur komnar við Dánjali: The Palace, The Bubble og Time. Hvør fløga hevur víst eina greiða menning hjá Dánjali sum sangskrivara. Dánjal er eisini partur av poppbólkinum MOMO, ið er ein verkætlan saman við dananum Stephan Sieben. Teir spæla lættan popp, har øll løgini snúgva seg um fruktir.

TÓNLEIKAFESTIVALAR FLOYMA YVIR FØROYAR

Í juli 2002 byrjaðu plakatir við einum stórum G! at stinga seg upp í miðstaðarøkinum. Hvat stóð hetta G! fyri? Fólk gittu beinanvegin, at G'ið mundi standa fyri Gøtu – og so var. Talan var um lýsingina fyri fyrsta G-festivalin í Gøtu.

Tónleikasamtakið Grót hevði, síðani tað varð sett á stovn í 1998, tosað um at skipa fyri einum festivali, uttan at hetta var komið í lag.

Brandur Enni 2002.
Brandur Enni 2002.

Partar av manningini í bólkinum Clickhaze vóru eisini við í Grót. Á sumri 2002 var bólkurin á konsertferð í Danmark og spældi á trimum teimum størstu festivalunum har. Hetta festi rættiliga í hugin at skipa fyri einum føroyskum festivali. Og tankarnir gjørdust til álvara ein dagin, meðan bólkurin sat á eini café í Keypmannahavn ein góðan summardag.

Gestir.
Gestir.

Vit komu aftur at tosa um ein føroyskain tónleikafestival – hví gera vit ikki ein tílíkan? So sagt so gjørt. Navnið G! funnu vit uppá beinanvegin. Vit ringdu síðani frá cafeini til Marna, beiggja mín, og bóðu hann gera eina plakat við navninum G! og bert eitt dato Fríggjadag 19. juli. Hann og Ólavur Jákupsson Hansen syrgdu so fyri at hanga plakatirnar upp í miðstaðarøkinum. (Jón Tyril 19.02.07)

Enekk Bládýpið.
Enekk Bládýpið.

Tað var dýrdarveður fríggjakvøldið 19. juli 2002, tá G! fór av bakkastokki. Syðrugøta og Gøtuvík vístu seg frá sínari allar fagrastu síðu. Á lítla pallin, ið var úr sandi, spældu millum onnur Enekk, Hanus G. Johansen, Clickhaze og MC-Hár. Teir 900 gestirnir kendu alt fyri eitt gandamegina og hugnan av at savnast undir opnum himmali um nakað so lívsjáttandi sum livandi tónleik eitt vakurt summarkvøld í Føroyum. Tað kókaði veruliga, tá Niels Uni Dam og Allan Mortensen endaðu kvøldið og framførsluna hjá MC-Hár við at leypa á bláman, meðan áskoðarfjøldin floymdi upp á heimagjørda sandpallin.

G! Festival. © Jens Kristian Vang
G! Festival. © Jens Kristian Vang

Tá leiðin varð løgd til hús klokkan trý um morgunin, og hitamátarin í bilinum framvegis vísti 12 hitastig, var niðurstøðan eftir fyrsta G! greið: Føroyingar vóru klárir at fara á uttandura festival í Føroyum.

G! Festival. © Jens Kristian Vang
G! Festival. © Jens Kristian Vang

Øll segl vórðu tískil sett fyri G! í 2003. Festivalurin tók beinanvegin annað árið í stóran mun tað skap, hann er vorðin kendur fyri í dag. Hann varð fyriskipaður yvir fleiri dagar við tónleiki á fleiri pallum, og gestirnir fingu høvi at tjalda.

Grandma's Basement seta lív í fjøldina á Summarfestivalinum. © Eyðbjørn Jacobsen
Grandma's Basement seta lív í fjøldina á Summarfestivalinum. © Eyðbjørn Jacobsen

G! festivalurin vildi broyta, hvussu føroyingar fataðu tónleik, tónleikatiltøk og tónleikaligt virksemi og harvið fortreytirnar fyri at fáast við tónleik í Føroyum.

Grandma's Basement seta lív í fjøldina á Summarfestivalinum. © Eyðbjørn Jacobsen
Grandma's Basement seta lív í fjøldina á Summarfestivalinum. © Eyðbjørn Jacobsen

Endamálið við G! Festival er at: 1. Útvega áhoyrarunum góðan tónleik. 2. Skapa ein pall, har føroyskur, eins væl og norðurlendskur og altjóða tónleikur kann verða spældur fyri eini fjølbroyttari áhoyrarafjøld. 3. At knýta Føroyar upp í tónleikaheimin kring okkum. At fáa bæði tónleikarar og áhoyrarar henda vegin til tónleikatiltøk fyri at geva føroyskum tónleikalívi íblástur og avbjóðingar, soleiðis at tað framhaldandi kann mennast. 4. At sýna fram tað besta innan føroyskain tónleik fyri føroyingum eins væl og útlendingum. 5. At G! Festival skal gerast týðningarmesta stakhending innan rýtmiskan tónleik í Føroyum eins væl og ein týðandi og gevandi partur av norðurlendskum tónleikalívi! 6. G! Festival ynskir á henda hátt at skunda undir framhaldandi menningina av føroyskum tónleiki. (www.gfestival.fo)

(Framhald á Part 1c — G! Festival framhald, Summarfestivalurin, Kvæðini rokka, Tung kvæði (Týr), Norðurlendska upphavið (Valravn), Tað sjúka (Sic/Hamferð), Stóra røddin (Eivør), Brandur-mania)

TUNG KVÆÐI

Teir tríggir upprunalimirnir í Týr, Heri Joensen, gittara og sang, Gunnar Thomsen, bass, og Kári Streymoy, trummur, byrjaðu annars sum tannáringar síðst í áttatiárunum at spæla Iron Maiden-tungmálm í Runavíkar skúla. Fyrst undir navninum Cruiser, ið seinni varð broytt til Wolfgang.

Um tað mundið, at Wolfgang gavst síðst í nítárunum, byrjaði Heri Joensen at síggja ein møguleika í at samantvinna føroysku kvæðasíðaarvin og tungmálmin.

Týr framførir á Tórsfest 2015. Frá vinstru: Terji Skibenæs, Gunnar H. Thomsen og Heri Joensen. © J. Helgi
Týr framførir á Tórsfest 2015. Frá vinstru: Terji Skibenæs, Gunnar H. Thomsen og Heri Joensen. © J. Helgi

Áhugan fyri víkingunum og felags norðurlendska mentanararvin fekk lambamaðurin longu smáðrongur.

Tá ið eg var 11 ára gamal, høvdu vit um víkingar og norrøna gudalæru í skúlanum, og eg var fullkomiliga seldur. Eg havi síðani havt stóran áhuga fyri øllum, sum hevur við víkingar og alt tað at gera. Søgur og sagnir úr víkingatíðini geva eitt áhugavert innlit í heiminn hjá okkara forfedrum. Samstundis er tað ein protest ímóti kristindóminum, sum útslettaði stolta felags norðurlendska mentanararvin. Tað má bara vera so, at henda nútímansgerð broytir løgini og ávirkar forna kvøðingarlagið. (Heri Joensen, Dimmalætting 21.08.08)

Men hugskotið til beinleiðis at føra eitt kvæði yvir í tungmálmin, fekk Heri Joensen frá einum dana.

Eg fekk hugskotið at blanda kvæði og tungmálm, tá eg hoyrdi tulkingina av 'Fuglakvaðnum' hjá Per Frost. Eg minnist, at longu tá vit tóku upp ta ætlaðu Wolfgang-fløguna – tað hevur verið heysti 1996 – hevði eg hugskotið at gera eina tungmálmsútseting av Orminum Langa, men tað fall ikki í góða jørð hjá hinum í bólkinum. (Heri Joensen 20.12.08)

Wolfgang-fløgan kom ongantíð út, og Heri Joensen tók eisini avleiðingina og stovnaði Týr saman við Kára Streymoy, Gunnari Thomsen, stórabeiggjanun, Jón Joensen, ið eisini spældi gittara, og tværamanninum Pól Arni Holm, ið sang. Bólkurin varð uppkallaður eftir norðurlendska krígsgudinum Týr, eins og ein útgáva hjá legendariska tungmálmsbólkinum Black Sabbath eisini var tað. Tónlistarligu fyrimyndirnar vóru serliga Iron Maiden og Dream Theater.

Týr hevði, í mun til Wolfgang, alt fyri eitt fatur í nøkrum, ið var egið, hóast tað tók bólkinum fýra ár at blíva sannførandi. Tað var ikki fyrr enn í 2002, at Týr av álvara byrjar at vísa tekin um, at nakað stórt var í væntu. Hetta sama árið útgevur Týr fløguna How Far To Asgard, vann bólkurin eisini stóru donsku tónleikakappingina Melody Maker. Sigurin varð hóskandi feiraður við, at Pól Arni Holm fór á pallin og treiv í eitt kvæði. Áhoyrararnir tóku alt fyri eitt undir og slóu ring á gólvinum.

Øll vóru tó ikki eins sannførdir um viðferðina, ið Týr hevði givið Orminum Langa. Tað skapti eitt kjak, ið var ólíkt kjakinum um útgávuna av Harkaliðs-plátuni 20 ár frammanundan.

Framvegis er tað mín sannføring, at tað kann ikki vera annað enn til gagn fyri føroyska tónlist, at kvæðalóg verða tikin við inn í nútíðar tónleikalív, og at tónlistafólk vinna sær íblástur úr hesum okkara mergjaða mentanararvi. Tað má bara vera so, at henda nútímansgerð broytir løgini og ávirkar forna kvøðingarlagið. (Heri Joensen, Dimmalætting 21.08.08)

Hinvegin, so var tungmálmsútsetingin av Orminum Langa við til at skapa ein vaksandi áhuga fyri dansinum og kvæðunum millum børn og ung. Undir yvirskriftini „Dansurin gongur væl í skúlanum", skrivaði Randi Jacobsen í Dimmalætting í 2002, at tað var vorðin fastur siður í skúlunum í Klaksvík at dansa føroyskain dans fríggdjadagin fyri føstulávint. Næmingarnir lærdu kvæði í føroyskum, og hvør flokkur átók sær at dansa sítt kvæði.

Og tað er júst tað, sum henda nútíðar útgáva av „Orminum Langa" er í ferð við at gera. Tey ungu hoyrdist nú víða hvar kvøða „Glymur dansur í høðdans-", og royndir vísa, at skiparar nú hava trupulleikar at hava tamarhald á hesum megnar kvæði, tí nú skal endatónin á hvørjum sinni stereotypt tenjast út, soleiðis sum Týr ger tað (...)

Hetta sagt í bestu meining, so skal vera endurtikið, at tað er gleðiligt, at forna kvæðastevið fær endurljóð í føroyskum nútíðartónleiki og vinnur sær nýggjan ans hjá ungdóminum. Tað eigur m.a. Týr bæði heiður og tøkk fyri. Men umráðandi er tað, at farið verður við sannari innliving og fullum atliti at siðaarvinum, tá kvæðini verða brúkt í sínum upprunaliki ... (Ólavur Hátún, Dimmalætting 03.10.02)

Árøði og treystleikin, ið upprunalimirnir í bólkinum altíð hava útstrálað, varð av álvara víst í verki, eftir at sáttmálin við Napalm Records varð undirskrivaður. Í 2006 útgav bólkurin fløguna Ragnarok, umframt at Eric The Red varð endurútgivin í Evropa og USA av Napalm Records. Í 2008 kom Land og árið eftir By The Northern Light, og í 2011 The Lay of Thrym.

Tilfarið á fløgunum var ein blanding av egnum sangum, snikkaðir saman eftir forskriftunum í fornu tónamentanini, og so nýtulkingum av gomlum kvæðum. Millum kvæðini, Týr nýtulkaði við hepni í nullunum, kunnu nevnast Regin Smiður, Ramund hin Unge, Ólavur Riddararós og Hr. Sinklar.

Talið av konsertum, ið Týr spældi, øktist eisini støðugt. Bólkurin ferðaðist ótroyttiligur kring Evropa og Amerika fyri at fáa sín tónleik út. Bæði í 2006 og 2007 spældi bólkurin fimmi konsertir uttanlands, men í 2008 tvífaldaðist talið, so Týr spældi yvir hundrað konsertir uttan fyri landoddarnar, og hóast talið hevur sveiggjað nakað, so er ikki óvanligt, at talið liggur um tær hundrað framførslurnar um árið.

Limirnir í Týr upplivdu eitt sindur av hvørjum á sínum ferðum kring heimin. Eitt nú at fjepparar av bólkinum høvdu lært seg føroyskt.

Nógv fólk kenna okkum millum annað frá „medieval reenactment groups"; amerikonskum felagsskapum, sum liva seg ígjøgnum hetta við at uppstilla bardagar og spæla víkingar. Eg haldi, at tað er eitt sindur barnsligt, men tað er stuttligt at síggja, hvussu høgt fólk ganga uppí tað, seta seg inn í søguna, læra seg føroyska málið og so framvegis. Eg havi møtt í minsta lagið 20 persónum, bæði týskarum, amerikanarum og póllendingun, sum hava lært seg føroyskt; summi betur enn onnur. So eru tað eisini summi, ið ikki ganga so høgt uppí alt tað, men bara halda, at tónleikurin er góður, og tað er eisini gleðiligt. (Heri Joensen, Sosialurin 11.09.08)

Altjóða gjøgnumbrotið var ein veruleiki, og Týr var við tíðini vorðin Føroya størsti og best seljandi rokkbólkur. Limirnir liva í stóran mun av at spæla tónleik, flestu sjónbandaløgini hjá bólkinum á YouTube vóru við árslok í 2015 víst millum eina hálva millión og fimm milliónir ferðir.

Spurningurin, hví júst Týr er vorðin so stórur, er ikki so einfaldur at svara. Heri Joensen hevur tó eitt boð uppá, hví fólk í Evropa og Norðuramerika taka so væl ímóti teimum.

Tá vit gjørdu sjónbandalagið til 'Regin Smið' í Póllandi á sinni, fór tað sum eldur um serliga Týskland og Norðuramerika. Tey kenna tískil, at vit bera teimum nakað aftur, ið tey hava mist, og sum umboðar eina meira mergjaðu útgávu av teirra mentanararvi. Eg sigi ikki, at tað er so, men eg haldi, at tað er tann kenslan hjá teimum, ið ger, at tey taka so væl ímóti okkum. (Heri Joensen 20.12.08)

Tá Rob Halford, sangari í legendariska bretska tungmálmsbólkinum Judas Priest í 2010, varð spurdur av týsku heimasíðuni In-Your-Face, hvørjum bólkum hann lurtaði eftir fyri tíðina, svaraði hann:

Einum norðurlendskum viking-metal-bólki, ið nevnist Týr, Alestorm, Black Label Society, Iron Maiden og Hellyeah.

Og í 2013 skrivaði James Hetfield frá heimskenda bólkinum Metallica um Týr, at hann var ikki sørt hugtikin av teimum: „A little obsessed with these guys at the moment. How good can it get?"

Men nógva ferðingin og konsertirnar vóru krevjandi, og í 2008 fekk Kári Streymoy ein skaða í ryggin, ið gjørdi, at hann mátti taka ein steðg og varð avloystur av unga rituvíkinginum Amon Djurhuus Ellingsgaard á konsertferðini. Kári var tó aftur handan trummurnar í oktober 2008 og spældi við á báðum komandi útgávunum By The Northern Light og The Lay of Thrym. Í 2013 var heilsustøðan hjá Kára tó vorðin so mikið ring, at bólkurin valdi at enda samstarvið við trummuleikaranum, ið Heri og Gunnar høvdu stovnað Wolfgang saman við fyrst í nítárunum og síðan Týr saman við um aldarskiftið.

Broytingin í manningini hendi samstundis, sum sáttmálin við Napalm Records var gingin út, og Týr valdu ikki at leingja sáttmálan, men gjørdu eina munandi betri avtalu við amerikanska plátufelagið Metal Blade Records.

Á fyrstu útgávuni hjá nýggja plátufelagnum Valkyrja varð Kári Streymoy avloystur av tiltikna grikska trummuleikaranum George Kollias, ið spældi við amerikanska bólkinum Nile. Tað var tó einans á fløguni, at Kollias spældi, tí á konsertferðini varð Amon Djurhuus Ellingsgaard aftur handan trummurnar, ein leiklut, ið hann rokti til febrúar 2015, tá hann valdi at gevast í bólkinum.

Móttøkan av Valkyrju var ómetaliga góð, ummælini róstu henni til skýggja, og á Faroese Music Awards 2013 vann Týr heiðurin fyri „Ársins bólk", „Ársins fløgu" og „Ársins húsa" í bólkinum „Rock/Málm, Jazz, Blues og Folk". Eftir at fløgan var komin út, fór Týr á konsertferð í Amerika, Evropa og eystan fyri.

Á Valkyrju royndi Týr seg við eini sonevndari rokkballaðu, tá Heri sang duett við norsku Liv Kristine úr norsk/týska bólkinum Leaves' Eyes. Lagið gjørdist 2. staklag av Valkyrju, og kykmyndalag varð gjørt til tað. Í sambandi við framførsluna hjá Týr á G! Festivalinum í 2014 kom Liv Kristine á pallin við bólkinum og framførdi lagið saman við teimum.

Tá Týr skuldi framføra sum høvuðsnavn á festivalinum við Brúnna í 2015, fekk sangarin Heri Joensen forfall, men í staðin fyri at avlýsa fór bólkurin á pall við fyrrverandi oddamanninum Pól Arna Holm. Hendan kavanin aftur í upprunaútgávuna av bólkinum fekk sera góða móttøku.

Pól Arni hevði hóast sera eyðsýndar gávur ikki verið serliga virkin á tónleikapallinum, síðan hann fór úr Týr. Men 2015 gjørdist árið, tá hann veruliga kom afturíaftur. Umframt framførsluna við Týr, gav hann í samstarvi við Una Reinert Debess, fløguna Hamradun út. Hamradun, ið eisini var bólkaheitið hjá bólkinum, sum var mannaður við Pól Arna, Una og limum úr MC-Hár og Hamferð spældi harðan rokktónleik, sum eins og Týr hevði sterkar røtur í føroyska kvæðaarvinum.

NORÐURLENDSKA UPPHAVIÐ

Týr var ikki einasti bólkurin, við einum føroyskum íkasti, ið kavaði niður í norðurlendsku kvæða- og sangarvin eftir íblástri til at skapa sterka tónlist.

Í 2002 reis fólkatónleikarbólkurin Valravn upp úr øskuni frá kenda danska bólkinum Sorten Muld. Á odda fyri Valravn stóð Anna Katrin Egilstrøð, ið var ættað av Eiði – eitt fullkomiliga óskrivað blað á føroyska tónleikapallinum. Upprunaliga var ætlanin hjá Onnu Katrin Egilstrøð at gerast sjónleikarinna, men áðrenn hon varnaðist, stóð hon á odda fyri einum bólki við sera royndum tónleikarum.

Orka G! 2011.
Orka G! 2011.

Mest týðandi berin av okkara felags norðurlendska mentanararvi var tónleikurin, ið Valravn skapaði. Í hesum bólkinum var tónleikurin tað sermerkt bland av miðaldarljóðførum sum lyklaharpa, hurdy gurdy og viola, og nýggjari elektroniskum undrum sum Mac Pro, Kaos Pad 3.0 og ProTools.

Fyrstu ferð, føroyingar hoyrdu á konsert, var á G! festivalinum í 2006, og alt fyri eitt bergtók bólkurin. Framførslan hjá Valravn ritaði seg inn í G! søguna sum ein hin besta nakrantíð á festivalinum.

Hesa vøkru summarnáttina í 2006 skapti tónlistarliga tilgongdin hjá Valravn ta perfektu ljóðmyndina til umstøðurnar, har mjørkin lá sum eitt lok yvir undirøvku Gøtuvík. Meðan snúðlirnin sendi sínar messandi tónar út í náttina, og tungu trummu-rútmurnar skriktu í ein, rann saman millum fortíð og samtíð. Brádliga tóktist hvørki Tróndur í Gøtu ella Moby serliga langt burturi. (Dimmalætting, 06.03.08)

Anna Katrin Egilstrøð. © Ditte M. Joensen
Anna Katrin Egilstrøð. © Ditte M. Joensen

Lovprísanin náddi hæddunum, tá Valravn í 2009 útgav næstu fløguna Koder på snor. Á fløguni var millum annað ein meistarlig útseting av skjaldrinum Kelling liggur í durum deyð. Útgávan fekk fimm av seks stjørnum frá størsta danska tónleikatíðarritinum GAFFA.

Í 2011 kom útgávan Re-Cod3d, ið var triðja útgávan hjá bólkinum, fløgan var ein sonevnd remixfløga, ella endurbland, á fløguni endurblanda ella endurinnspæla kend listafólk løg av teimum báðum fyrru útgávununum. Her luttaka eitt nú Trans Global Underground, Søren Bendixen úr Sorten Muld og Kenneth Bager, men eisini føroyski Jens L. Thomsen undir navninum Orka, ið tulkar titullagið av aðru útgávu Koder På Snor.

Hetta gjørdist seinasta útgávan hjá bólkinum, tí nakrir av limunum gávust stutt eftir, og í 2013 gavst bólkurin heilt. Anna Katrin hevur arbeitt við tónleiki sjálv síðan, millum annað undir navninum Akat, og hevur m.a. spælt á Spot Festivalinum í Århus.

TAÐ SJÚKA

Týr var ikki einasti føroyski tungmálmsbólkur, ið gjørdi vart við seg uttan fyri landoddarnar. Sic var frá miðskeiðis í nullunum og nøkur ár fram á fleiri konsertferðum uttanlands, og teirra útgávur vaktu ans.

Fyrsta fløgan Pandemonium kom út fyrst í 2007 og fekk góð ummæli so víða um sum í Føroyum, Peru, Týsklandi, Noregi, Danmark, Grikkalandi, Stóra Bretlandi og USA. Fólkini handan avströlsku alnetútvarpsstøðina Dark Cloud Radio kallaðu fløguna ein varða í tungmálmssøguni.

SIC © Eyðun Müller Thomsen
SIC © Eyðun Müller Thomsen

Fleiri løg vóru spæld í útvarpsrásum kring heimin, og kykmyndalagið Rosegarden in Hell bleiv spælt á donsku útgávuni av Headbangers Ball á MTV.

Bólkurin spældi um hetta mundið nógvar konsertir fyrst og fremst í Føroyum, men eisini í Íslandi, Stóra Bretlandi, Grikkalandi og á stóra Metaltown Festivalinum í Svøríki.

Tað var gittarleikarin Eddie Jacobsen, ið stovnaði Sic í 2002.

Nakað eftir stovnanina bjóðaðu Eddie og hinir limirnir Mikkjal Gaard Hansen, sangara í havnarbólkinum Krit, við í bólkin. Mikkjal var longu tá kendur, sum ein sera spennandi oddamaður, sum grólaði, sum eingin hevði upplivað í Føroyum áður.

Fyrstu árini spældi bólkurin konsertir kring Føroyar, men tað var við luttøkuni í Prix Føroyum 2005, at føroyingar veruliga varnaðust Sic og stóra potentialið í bólkinum. Hetta rakk tó til eitt pláss í semifinaluni, og stutt eftir tóku Eddie Jacobsen og Mikkjal Gaard Hansen avleiðingina:

Bólkurin hevur síðan prixið skift út í manningini. Teir skriva á heimasíðuni, at síðan teir byrjaðu í 2002 til febrúar í ár, hendi lítí og einki annað enn nakrar konsertir. Eingin dokumentatión liggur eftir frá hesum árunum. Teir siga víðari, at tað var ikki fyrr enn í febrúar, at Sic fekk manningina, sum bólkurin hevur uppiborið. (Sosialurin 24.05.05)

Tríggir mans komu upp í bólkin, Frans Galán á gittara og sang, Magnus Hansen á trummum og Gudmar Hansen á bass. Frans var kendur úr nógvum av bólkunum í umhvørvinum kring Margarinfabrikkina í Havn eitt nú 48 pages, umframt at hann er lítilibeiggi 200 sangaran Niels Arge Galán. Magnus spældi trummur í Makrel og hevði áður sungið í Diatribes. Gudmar Hansen hevði eisini spælt í ymiskum bólkum, tó ikki nøkrum, sum høvdu veruliga sligið ígjøgnum.

Hetta gjørdist tann manningin, ið gjørdi Sic til eitt kent og virt navn í føroyskum tónleikalívi, eins og teir tóku fyrstu stigini út í heim.

Á vári 2009 fór Sic á umfatandi konsertferð, ið fram til summarið taldi hálvthundrað konsertir í londum sum Noregi, Danmark, Týsklandi, Eysturríki, Niðurlondum, Slovenia, Slovakia, Sveits, Kekkia, Stóra Bretlandi og í Føroyum.

Í desember valdi trummarin Magnus Hansen at gevast í bólkinum og varð avloystur av dananum Dennis Buhl, ið teir kendu úr Hatesphere, sum Sic hevði hitað upp fyri á konsertferð í 2009. Árið eftir gav Sic konsertfløguna Si Vis Pacem, Para Bellum og Fighters They Bleed í 2011. Hendan útgávan fekk útbreiðslusáttmálu gjøgnum Mighty Music í Keypmannahavn.

Í 2012 luttóku Sic í fyrstu Wacken Metal Battle og spældu eina serstakliga góða og orkuríka konsert, ið tó ikki var nóg mikið til at koppa Hamferð, ið fóru víðari til at vinna altjóða kappingina.

Tá bassleikairin Gudmar og gittarleikarin Frans nakað seinni fóru burtur úr bólkinum, og tá var ein endin á Sic. Men teir tríggir ífresandi limirnir, Eddie á gittara, sangarin Mikkjal og trummarin Dennis funnu nýggjan bassleikara í Ísaki Petersen, ið var best kendur fyri at spæla við í tungmálmsbólkinum Synarchy og nýggjan gittarleikara í Henning Jensen, ið spældi við einum av nýggju spennandi tungmálmsbólkunum Earth Divide. Eddie Jacobsen greiddi frá í Sosialinum:

Tað var passiónin fyri at spæla okkara tónleik, ið gjørdi, at vit hildu á. Eingin av okkum vildi sleppa Sic. Vit hava gjørt hetta so leingi og brúkt so nógva tíð og orku uppá hetta, at vit valdu at halda fram. Tá man elskar at spæla tónleikin, so er trupult at gevast við tí. (Sosialurin 06.03.14)

Sic kláraði seg væl í finaluni 2013, men kanadisku Crimson Shadows vunnu, tá avtornaði.

WACKEN OG UPP VIÐ HORNUNUM

Eitt ávíst trýst var á Sic, tá teir fóru á pallin á Wacken Metal Battle í altjóða finaluni, tí hóast hetta bert var aðru ferð, at føroyingar luttóku í eini Wacken Metal Battle finalu, so gjørdu Hamferð árið fyri bart og vunnu altjóða finaluna og kundu sostatt kalla seg heimsmeistarar í tungmálmi.

Hamferð var partur av einum nýggjum tungmálmsráki í Føroyum, ið vaks seg fram í árunum eftir, at Sic og Týr byrjaðu at gera seg úti og heima. Ein long røð av bólkum við longri og styttri livitíð og við limum, ið gingu aftur í fleiri av teimum, sum komu og fóru. Her kunnu nevnast Synarchy úr Havn, ið góvu sína fyrstu fløguna Scars Of Gratitude í 2010 og Tear up the World í 2011, Heljareyga hjá Týr sangaranum Hera Joensen og limum úr m.a. Synarchy, ið gav sína fyrstu fløgu út í 2010, Earth Divide, ið gav sína fyrstu EP út í 2013, The Apocryphal Order, ið gav sína fyriblís einastu útgávu út í 2011, Konqueror við Embrace The Abyss út í 2014 og Reduced to Ash við Conceit, Goresquad við Mutilation Chamber, Ranchus við Feeling Like A Caged Lion Pacing Behind One Way Glass allar í 2015. Nevnast kann eisini tungmálmsverkætlanin hjá Rasmusi Rasmussen úr Makrel og Jón Aldará úr Hamferð, ið kom út í 2010. Umframt truckata rokkbólkunin Jurghinn, sum gav fløguna The Proof Is Evidence út í 2012, og bólkin hjá teimum báðum The Dreams beiggjunum, Heina og Eiriki Gilstón Corfitz Raped in Reno, ið gav sína fyrstu truckara rokk EP út í 2015.

Iron Lungs vóru ein av luttakandi bólkunum á Wacken Metal Battle Føroyar í 2014. © Hanna Vang
Iron Lungs vóru ein av luttakandi bólkunum á Wacken Metal Battle Føroyar í 2014. © Hanna Vang

Í umhvørvinum kring Margarinfabrikkina í Havn, vuksu nógvir bólkar seg fram, og man kundi beinleiðis tosa um eitt tungmálmsumhvørvi, ið alsamst gjørdist størri, og eisini sjónligari, tí eitt nú Sic gjørdi nógv merchandise og svartklæddur unglingar og t-troyggjum og hettutroyggjum við sic merkjum vóru sjónlig í náttarlívinum.

Tónleikapallurin blómaði kring landið hesumegin aldarskiftið við sera nógvum bólkum við styttri og longri livitíð. Umframt teir omanfyri kundu eisini nevnast Krit, Minds Eye, The Happening, Asyllex, Iron Lungs, Sun Magnet, Sails Of Deceit, Figment Dwells, Rock'n'Rolls Royce, Tidal Crush og Incurse.

8. november í 2008 tóku tríggir tungmálmsáhugaðir ungdómar seg saman til at skipa fyri eini tungmálmskonsert í gomla Reinsarínum í Havn. Hetta var seks ár, áðrenn Reinsaríið læt upp alment sum nýumvælt spælistað. Tó vóru javnan konsertir har um hetta mundið. Teir tríggir John Áki Egholm, Bjarni Nattestad og Fróði Tórálvsson Stenberg samdust um, at tørvur var á eini konsert, har tey nógvu, ið dámdu tungmálm, kundu savnast og hoyra tónleikin, ið teimum dámdu.

Eg minnist satt at siga ikki heilt, hvar navnið Upp við Hornunum kom frá, men eg haldi, tað vóru eg, Bjarni og John Áki, sum sótu eitt kvøldið og diskuteraðu um, hvat tiltakið skuldi eita, og eg haldi, at tað var eg sum kom við hugskotinum at tað skuldi eita Upp við Hornunum, sum symboliserar hondteknið, ið verður brúkt til tungmálmskonsertir. (Fróði Tórálvsson Stenberg 24.01.16)

Heilt fitt av áskoðarum kundu uppliva Sic, Synarchy og Bearserkers hetta novemberkvøldið, og heilt gott lív var í. Fyrireikararnir hildu, at tveir bólkar vóru ov lítið til eina tílíka konsert, og tí varð bólkurin Bearserkers stovnaður til endamálið. Nógv varð gjørt burturúr, og t.d. vórðu svartir plastsekkir hongdir fyri øll vindeygun í Reinsarínum, so ljósið ikki slapp inn. Hetta var tó í november, so tað man vera ivasamt, hvussu nógv ljósið hevði órógvað konsertina.

Vit gjørdu t-shirts til konsertina, og fingu tær prentaðar í einum handli, tær skuldu vera ordiliga extremar, so vit skrivaðu „Málm upp í reyvina", „Kom og et lík" og „Brutalt hestasex" á tær. (Fróði Tórálvsson Stenberg 24.01.16)

Konsertin gekk væl, og árið eftir setti Franklin Henriksen seg í samband við Fróða og John Áka, um at skipa fyri einum tungmálmstiltaki í barrini Manhattan í Havn. Tiltakið æt nú Metal Beat, og umframt tónleik vóru ymiskar kappingar, eitt nú head banging, luftgittara og øldrekking.

Eftir at barrin Sirkus læt upp í gomlu hølunum hjá Jóan Jakku í Vágsbotni, byrjaði Synarchy gittarleikarin John Ivar Venned saman við Sunnevu Háberg Eysturstein, ið átti Sirkus, at skipa fyri tungmálmskvøldunum Umlaut, ið á nógvan hátt mintu um Metal Beat tiltøkini. Hesi tiltøk savnaðu tungmálmsáhugaðar føroyingar og vóru við til at styrkja sambondini í hesum umhvørvinum.

Seint í 2011 hevði Hamferð gittarleikarin Theodor Kapnas varnast møguleikan fyri, at Føroyar kundi gerast partur av altjóða tungmálmskappingini Wacken Metal Battle. Hann var sjálvur upptikin við bólkinum Hamferð, ið vóru upplagdir at luttaka í kappingini. Tí setti hann seg í samband við Fróða Tórálvsson Stenberg og Teit Fossaberg um at skipa fyri føroyska umfarinum. Tiltakið varð skipað í samstarvi millum Norðurlandahúsið, Tutl, Sirkus og teir báðar Fróða og Teit.

Fyrsta føroyska finalan var í Sjónleikarhúsinum í Havn í 2012. Tað mundi eingin ivi vera um, at favorittarnir vóru Sic, ið tá var nógv mest royndi bólkurin á skránni. Men nógvur spenningur var eisini um Hamferð. Bólkurin hevði í 2010 vunnið Sement kappingina, ið Margarinfabrikkin í Havn skipaði fyri, og varð sama ár valdur til Ársins nýggja bólk á Planet Awards.

Fyrsta útgávan, EP'in Vilst er síðsta fet, vakti stóran ans, ikki minst orsakað av dagsmálsútgávuni av sálminum Harra Guð, títt dýra navn og æra, henda útgáva rakti føroysku fólkasálina á leið sama stað, sum Ormurin langi hjá Týr hevði gjørt.

Tá Hamferð fór á pall í Sjónleikarhúsinum, var tað við eini konsertferð í Evropa í skjáttini og við einum enn greiðari konsepti. So hóast Sic spældi eina framúrskarandi konsert, har útselt var til tiltakið, og fjøldin veruliga kókaði frammanfyri pallinum, so var eingin ivi millum dómararnar, at Hamferð var rætti vinnarin.

At Hamferð var í heimsflokki, varð prógvað, tá bólkurin eisini vann altjóða finaluna. Góða úrslitið og frálíka útselda tiltakið í Sjónleikarhúsinum gav fyrireikarunum Fróða Vestergaard hevði ábyrgdina av partinum hjá Norðurlandahúsinum í Wacken finaluni. Hann var hugtikin av væleydnaða tiltakinum.

Fróði Vestergaard skeyt upp, at vit gjørdu eitt áhugafelag og fingu tað skrásett hjá Taks, tí hetta gjørdi tað lættari hjá okkum at fyriskipa frameftir. So tað gjørdu vit, vit valdu at taka aftur í gamla navnið frá fyrsta tiltakinum í Reinsarínum. Vit fungu Marjun Hansen við sum kassameistara og valdu nevnd, og sostatt varð Upp við Hornunum eitt áhugafelag. (Fróði Tórálvsson Stenberg 24.01.16)

Hugurin í Upp við Hornunum var størri enn bert at skipa fyri eini kapping um árið, og tí byrjaði felagið at skipa fyri tungmálmstiltøkum hvønn ársfjórðing eitt nú konsertir og eisini tungmálms DJ var vanliga partur av hesum tiltøkum, ið savnaðu tungmálmsfjepparar. Eisini gjørdust árlígar jólamálmskonsertir 2. jólakvøld fastur partur av tungmálmsskránni hjá Upp við Hornunum, eins og felagið eisini skipaði fyri konsertferðini Ferðin til Heljar, har føroyskir og íslendskir bólkar fóru á konsertferð á ávikavíst Íslandi og Føroyum.

Men ársins størsta tiltak hjá Upp við Hornunum var Wacken Metal Battle. Í 2013 vann Sic, sum flest øll roknaðu við, føroysku finaluna, men megnaði ikki at gera bragdið hjá Hamferð eftir í altjóða finaluni. Hetta árið var tó ein bólkur, ið veruliga gav Sic kapping. Earth Divide hevði í Freddie Sanderson ein sera sterkan sangara, og eina reyvsparkandi gittarduo í nýggja Sic gittarleikarin Henning Jensen og Fríða Tanggaard Bjørgvin, umframt villmannin handan trummurnar Sigurð Justinussen og fyrrverandi Hamferð bassleikarann Tinnu Tótudóttur.

Tað var tí heldur eingin ivi um, at Earth Divide taldist millum favorittarnar í 2014. Tá var Tinna flutt av landinum, og í hennara stað á bassinum var fyrrverandi Sic bassleikarain Gudmar Hansen komin. Bólkurin vann finaluna sannførandi og framførdi aftur eina orkufulla konsert á Wacken Open Air festivalinum, har finalan varð hildin. Men heldur ikki teir megnaðu at gera Hamferð bragdið eftir.

Í 2015 valdi Upp við Hornunum sjálvboðið at halda ein steðg. Á hvørjum ári skulu nøkur av Wacken limalondunum halda ein steðg, tí hevur altjóða finalan halda ein steðg, tí altjóða finalan fær heldur ikki ov stóra.

Men tiltakið vendi aftur í mars mánaði 2016. Tá føroyska útgávan av Wacken Metal Battle aftur var á skránni fríggjdakvøldið 18. mars 2016, var talan um metár. Ikki færri enn 12 bólkar meldaðu seg til, og hóast ein bólkur fekk forfall, so gjørdist talan um eina veruliga maratonkonsert.

Fyrsti bólkur fór á pallin kl. 19, og tað var ikki fyrr enn um hálvgum trý um náttina, at seinasti bólkurin hevði spælt og dómararnir kundu fara í einrúm at tingast um, hvør bólkur skuldi vinna.

Tað gjørdist sera tætt, og fleiri bólkar vóru um boðið, men meðan rokkbólkurin Hamradun undirhelt bíðandi fjøldina, samdust dómararnir um, at spildurnýggi black metalbólkurin Svartideyði skuldi umboða Føroyar á altjóða finaluni í Týsklandi.

Svartideyði, ið er mannaður av tónleikarum, ið betur eru kendir innan aðrar tónleikagreinar, varð stovnaður til kappingina og spældi atmosferiskt black metal. Sangari og gittarleikari var Benjamin Petersen, Torleik Mortensen spældi bass, Knút Háberg Eysturstein spældi gittara og Per Ingvald Højgaard Petersen spældi trummur.

Tá ein nýggjur bólkur við tónleikarum, ið ikki hava stórvegis royndir innan tungmálm, vinnur á 10 øðrum tungmálmsbólkum, kundi okkurt bent á, at støðið á føroyskum tungmálmi ikki var serliga høgt. Hetta er tó langt frá veruleikanum, tí talan var um eina framúr framførslu av Svartadeyða, og bólkar sum Reduced To Ash, Goresquad, Asyllex, Iron Loungs og Svartsalt spældu sera sannførandi. Føroyskur tungmálmur anno 2016 var í blóma. Eftir finaluna skifti bólkurin navn til Svartmálm.

STÓRA RØDDIN

Eivør Pálsdóttir hevur um nakar myndað føroyskain tónleik síðani síðst í nítárunum. Hon vann 13 ára gomul kappingina Ársins Songrødd. 15 ára gomul sang hon rokkbólkin Clickhaze í Prix Føroyar finaluna 1999, og tvey ár seinni vunnu tey kappingina.

Men hetta var bert byrjanin til eina av mest spennandi og fjøltáttaðu yrkisleiðunum í føroyskum tónleiki. Í januar 2016 vóru sekstan útgávur við Eivør. Níggjú sum solistur, ein við bólkinum Ginman/Eivør, tvær við DR Big Band, ein við Aldubáruni og kórinum Eystanljóð, tvær við Yggdrasil og ein EP við Clickhaze. Harumframt eru løg við Eivør á eini langari røð av útgávum.

Eivør - Mads Lending.
Eivør - Mads Lending.

Tað gjørdist skjótt breið semja millum eygleiðarar um, at Eivør var eitt heilt serligt talent við einari rødd, ið tekniskt var uppi ímillum tær allarbestu í heiminum. Men aftanfyri hennara yrkisleið liggur eisini stórt og miðvíst arbeiði at røkja og menna hesa framúrskarandi gávu.

Men tað var í 1999, at føroyingar veruliga fingu eyga á hana. Tá Eivør fór á pall við bólkinum Artis í Bygdarhúsinum á Strondum, varð ummælarin hjá Sosialinum Jonhard Hammer tikin á bóli:

Á odda stóð Eivør Pálsdóttir, ein fantastisk sangarinna, sum syngur sera væl og dugir væl at brúka røddina hjá sær, og framførslan á pallinum var eisini sera góð. Tað er ikki ov nógv sagt, at her er ein sangarinna í heimsklassa, sum vit sóu á Strondum leygarkvøldið (Sosialurin 23.02.1999)

Í áskoðarafjøldini hetta kvøldið vóru eisini fleiri av limunum í eysturoyarbólkinum Clickhaze, ið sóu eyðsýndu gávurnar hjá Eivør. Tá Clickhaze í næsta umfari í Miðvági fór á pall longu vikuna eftir, stóð blaðunga Eivør Pálsdóttir á odda fyri bólkimin, saman við upprunaliga oddamanninum Peturi Jensen. Framførslan var so sannførandi, at tey vunnu umfarið frammanfyri eitt nú fyrrverandi finalistunum úr Bimbs og favorittinum Crumb, við m.ø. Prix Føroyar vinnaranum Maluni Eyðunsdóttur og Tróndi Bogasoni og MC-Hár, ið fekk annað pláss. Clickhaze var partur av Grót-umhvørvinum, sum uttan iva hevur verið stimbrandi og kveikjandi fyri ungu songkvinnuna.

Samstundis sum Eivør spældi við Clickhaze, stovnaði hon sín egna bólk, Ivory, ið framførdi bæði úti og heima. Eitt nú framførdu tey beinleiðis í morgunsendingini hjá TV2 Danmark. Bólkurin var mannaður við Eivør Pálsdóttir, ið sang og spældi kassagittara, Búa Dam, ið spældi gittara, Brandi Jakobsen á trummum og Mikael Blak á bassi. Samstarvið við Mikael Blak man vera eitt tað mest varandi hjá Eivør, og síðan hevur Mikael spælt á flestu fløgunum hjá Eivør og framført við henni á konsertum flestu árini.

Ivory spældi fólkatónleik, ið bar við jazzi og heimstónleik. Henda manning gav út fløguna Eivør Pálsdóttir í 2000 og vann sær nógv rós.

Tá Búi seinni fór úr bólkinum, avloysti Plúmmarin Leivur Thomsen á gittara, og tá gjørdist ljóðið enn meira jazzkent. Á konsertunum kundi tú sum áskoðari uppliva, at Eivorsa improvisatíónir spældu upp ímóti gittarspælinum hjá Leivi.

At Eivør hevði áræði og var miðvís, kom til sjóndar, tá hon eftir loknan 9. flokk boðaði foreldrunum frá, at hon nú gavst í skúlanum fyri at halga seg tónleikin fult og heilt. Tá stóð á gomlum nøglum hjá mammuni, Sædis Eilifsdóttur, hóast hon altíð hevði stuðlað og stimbrað dóttrini.

Hon hevði onki arbeiði, onki læruplás, ongar pengar. Og hatta við tónleikinum – hvussu seriøst var nú tað ... ? So eg sá sjálvandi fyri mær, at hon fór at liggja og sova dagin burtur. Men tá hini byrjaðu aftur í skúlanum, setti Eivør seg at skriva tónleik og søkja stuðul, og árið eftir gav hon sína fyrstu fløgu út við „Eivør Pálsdóttir Band". Eg havi ongantíð ivast í evnunum hjá Eivør, men tað árið sannførdi meg av álvara um, at hon eisini hevði tað sjálvsálitið og áræðið, sum skuldi til fyri at gera álvara av sínum ætlanum. (Sosialin 10.09.04)

Eivør varð eisini um hetta mundið boðin at syngja við norðurlendska jazzbólkinum Yggdrasil, ið Kristian Blak stóð á odda fyri. Í 2002 gav hon útgávuna Yggdrasil út saman við hesum virða bólki, ein fløga, ið telist millum tær mest lurtaravinarligu hjá Yggdrasil. Fløgan hevði enntá løg, ið rukku breiðu fjøldini sum Led er din sang og Náttina eftir fríggjanátt.

Eg minnist júst hesa tíðina, sum eina sera spennandi tíð við bæði Clickhaze, Ivory og Yggdrasil. Eg lærdi nógv av hesum fólkunum, sum eg arbeiddi saman við, og vit spældu hvørt víkuskifti bæði heima í Føroyum og uttanlands. (Eivør Pálsdóttir 07.02.16)

Tað var tó um reppið, at dreymurin um sangvegin brast. Sum 17 ára gomul í 2002, hevði hon brúkt røddina hjá sær so mikið, uttan at hava neyðugu skúlingina, at røddin var farin at bila.

Poppkorn.
Poppkorn.

Eg hevði ikki heilt stýr á mínari sangtøkni, í mun til hvussu framsøkin eg var í mínum sangi, og tí endaði eg í eini fellu. Eg hevði tað við at lata meg søkka heilt inn í tónleikin og líka sum bara sleppa øllum og vera totalt frí. Mær dámdi at hvørva inn í tónleikin uppá tann mátan og geri tað enn. Men í Clickhaze kundi eg til dømis finna uppá at gera onkur ógvuslig skríggj, sum eg ikki heilt hevði tamarhald á, og tískil gjørdist røddin brádliga hás og troytt og kláraði ikki at gera tað, sum eg vildi hava hana til. Eg kendi tað, sum dreymurin um at liva av sanginum var um at bresta, og eg dugdi ikki at koma burtur úr hesum sjálv. Eg var farin at stúra fyri míni framtíð sum sangari. (Eivør Pálsdóttir 07.02.16)

Um hetta mundið kom íslendski sanglærarin Ólöf Kolbrún Harðardóttir til Føroya. Hon tók Eivør undir sínar veingir og bjóðaði henni til Íslands at búgva hjá sær og fáa raddarvenjing.

Eivør hálaði stykkið úr og flutti til Íslands, har hon undir kønari hond fekk leiðbeining í at brúka røddina rætt. At fara til Íslands var fyri Eivør á ein hátt sum at byrja av nýggjum. Hon sang milllum lítið og einki fyrsta árið. Røddin var so illa fyri, at hon mátti til talupedagog. Onkur sangtími var av og á, tó einki krevjandi.

Ólöf hevði verið í Føroyum nakrar ferðir, og eg hevði verið til sangtímar hjá henni hvørja ferð. Men hesa ferð var øðrvísi. Hon hoyrdi, hvussu røddin hjá mær var broytt. Hetta fyrsta árið í Íslandi gekk mest út uppá at fáa røddina aftur og læra hana betur at kenna. Ólöf var ein rættiliga strangur lærari, og sjálvdisiplin, og tað at passa uppá meg sjálva og læra at merkja eftir, var eitt, sum hon gekk sera høgt upp í at læra meg. (Eivør Pálsdóttir 07.02.16)

Eg haldi, at hóast hetta fyrsta árið var ein alvorliga svár tíð í lívinum, so var tað eisini ein tann mest umráðandi tíðin fyri meg. Eg kendi á ein hátt, at eg varð endurfódd. Eg lærdi nógvu teknisk ting hesi árini í Íslandi. Men tað dýrabarasta, sum hendan tíðin gav mær, var at læra at temja mína orku. Læra at handfara hana og ikki lata hana renna meg um koll. Onkursvegna at kenna mítt barometur. (Eivør Pálsdóttir 07.02.16)

Umframt góð sang- og tónleikaevni hevur Eivør eina sterka persónligheit. Sjálvsálitið frá barnsbeini av ger, at hon ikki óttast fyri at verða rend um koll í meldrinum. Hon er rólig og myndug og letur til at hava bæði beinini á jørðini.

Eivør hevur altíð vitað, hvat hon vildi. Hon hevur ongantíð ivast í, at hon vildi fáast við sang og tónleik og kunna liva av tí sum vaksin.

So hóast fyrsta tíðin í Íslandi var svár, so var hon fyri Eivør ein íløga í at sleppa at gera tað, sum hon vildi meira enn nakað annað.

Spakuliga kom røddin fyri seg, og Eivør hevði nú fleiri løg í skjáttuni, ið hon vildi sleppa at spæla. Hon setti seg í samband við jazztónleikararnir Petur Gretarsson á trummum, Birgir Bragason á bassi og Edward Lárusson á gittara. Saman stovnaðu tey bólkin Krákan.

Saman við hesum tónleikarum spældi Eivør sína aðru fløgu inn. Fløgan Krákan er innspæld í Reykjavík Rainbow Studio í Oslo, og hon varð spæld inn eftir bert trimum døgum.

Eg hevði ein dreym um at innspæla í Rainbow Studio í Oslo og arbeiða saman við Jan Erik Kongshaug, ið hevði mixað og upptikið útgávur við m.a. Jan Garbarek, Pat Metheny, Keith Jarrett. Eg átti ikki nokk av peningi til at bóka serliga nógvar studiodagar, so øll fløgan var innspæld uppá tríggjar dagar. Fyri at kunna innspæla fløguna uppá so stutta tíð, máttu vit fáa samanspælið so gott sum gjørligt, so vit vandu nærum hvønn dag í nakrar vikur, og so spældu vit nógvar konsertir á rað. Aftaná tað vóru vit klár at innspæla Krákunna live. (Eivør Pálsdóttir 07.02.16)

Eivør var glað fyri aftur at syngja og framføra og minnist hetta sum eina sera góða tíð, har menningin var stór. Einans 18 ára gomul var hon veruliga farin at gera um seg á íslendska tónleikapallinum.

Faroe 5 2009.
Faroe 5 2009.

Tá eg nú hyggi aftur, so er Krákan rættiliga nógv eitt bland av fyrstu solofløguni og so Clickhaze tíðini. Har eru leivdir av bæði tí rokkutta inn ímillum, sum í lagnum Brostnar Borgir, og so eisini tað meira fólka/jazzuta. (Eivør Pálsdóttir 07.02.16)

Móttøkan av fløguni var góð, og Eivør varð tilnevnd ikki færri enn tríggjar heiðurslønir á Icelandic Music Awards í 2003. Hon vann heiðurin sum besti sangari og besta tónlistafólk.

Í einum bluesklubba í einum lítlum kjallararúmi í Reykjavík, hoyrdi Eivør kanadiumannin Bill Bourne spæla. Hon varð beinanvegin bergtikin av hesum serliga gittarleikara og sangara.

Tað tóktist mær so erligt, og so svingaði hann bara, sum eg veit ikki hvat, við sínum gittara og stopboks. (Eivør Pálsdóttir 07.02.16)

Eivør tók gittartímar hjá Bill Bourne, og hann lærdi hana m.a. at spæla fingraspæl. Úr hesum nýggja førleika spruttu fleiri nýggj løg. Tá hon skuldi í gongd við eina nýggja fløgu, setti hon seg aftur í samband við hann og bað hann um at framleiða fløguna saman við henni.

Eg hevði hug at innspæla eina rættiliga nakna akustiska fløgu við gittara og sangi. Hesa klassisku ljóðmynd, sum so mong hava spælt við og roynt at endurskapt. Eg síggi hetta sum eina sera umráðandi prosess á mínari leið, har eg kom eitt vet tættari at mínari sangskriving og ikki minst mínum gittarspæli. (Eivør Pálsdóttir 07.02.16)

Í 2004 kom fløgan við Bill Bourne. Hon æt bara Eivør. Ljóðið var munandi meira siðbundið enn á fyrru útgávunum hjá henni. Móttøkan var sera góð. Ikki minst tá fløgan árið eftir var givin út í Danmark.

Í januar 2006 gjørdist Eivør yvir nátt eitt stórt navn í donskum fólkatónleiki. Tá nøvnini á teimum, ið vóru í uppskoti til Donsku fólkatónleikaheiðurslønirnar á Danish Music Awards Folk, vórðu almannakunnjørd, var navnið hjá Eivør Pálsdóttur nevnt sum uppskot til seks av teimum tólv heiðurslønunum. Hon var m.a. í uppskoti fyri bestu fløgu, bestu vísufløgu, sum besti sangskrivari og besta sangrødd. Hon var sum vera man eisini biðin um at framføra á stóra hátíðarhaldinum í Tønderhal 1 í Tønder.

Eivør var júst flutt til Danmarkar og var bert so smátt farin at royna seg á danska marknaðin. Hon hevði eina konsertferð í Danmark á skránni í febrúar-mars 2006. Tilnevningarnar vóru við til veruliga at seta gongd á hesa konsertferð. Tað gjørdist ikki minni spennandi, tá Eivør fyri fullsettari høll vann heiðurin fyri bestu fløgu og bestu vísufløgu við fløguni Eivør, umframt heiðurin sum besta songkvinna hetta árið. Eivør spældi seks løg á fýra ymiskum málum til tiltakið við einum ómetaliga væl spælandi bólki.

Eivør og bólkurin endaðu við eini næstan tungmálmskendari útgávu av „Nú brennur tú í mær". Hetta var ein heilt fantastisk framførsla, og í endanum mundi takið á Tønderhallen fokið til Týsklands.

Eivør fløgan læt aðrar dyr upp fyri Eivør. Útgávan fekk hana til Kanada, har Bill Bourne var frá. Tey spældu á festivalum og vóru á konsertferð saman í fleiri mánaðir. Hetta var fyrstu ferð, at hon var á eini veruligari konsertferð og upplivdi lívið „on the road".

panelið fløguna vera eitt sindur ørkymlandi, tí ikki fekst heilt greiði á, um hetta vóru tær føroysku Spice Girls ella Poppkorn.

Hóast tað, so var móttøkan av bólkinum sum heild góð. Mett varð, at hetta uttan iva var tann mest ambitiøsa konsept-verkætlan í føroyskum tónleiki. Bólkurin fekk heiðurin at verða kosin besti nýggi bólkurin á Planet Awards í 2008 og var sera virkin í 2008 og 2009 við nógvum konsertum og luttøkum á festivalum. Á vári 2010 var ein útskifting í bólkinum. Jónvá Ellingsgaard fór úr bólkinum fyri at halga sær royndirnar til 3.G. Í hennara stað kom Thor Simonsen, sum tó ikki var ókendur í bólkinum. Hann luttók á lagnum Eina langa nátt á fløguni hjá Faroe 5 og hevði verið við á fleiri konsertum hjá teimum. Hóast bólkurin ongantíð er hildin uppat, hevur einki verið at hoyrt til hann hesi seinnu árini. Fleiri limir í bólkinum hava gjørt soloverkætlanir.

HEIMSMEISTARI Í ROKKI

Í 2005 var síðsta Prix Føroyar kappingin fyriskipað. Hetta sama ár skipaðu G!Music við Jón Tyrili á odda, ið eisini stóðu aftanfyri G! Festivalin, fyri fyrstu Global Battle of The Bands kappingini í Føroyum.

Hóast navnið GBOB, ið kappingin er nevnd millum manna, var nærum tað fullkomna kappingarnavnið til eina kapping, sum G!Music skipaði fyri, so var hetta tilvild.

Boys in a Band. © Carina Musk-Andersen
Boys in a Band. © Carina Musk-Andersen

GBOB er stytting fyri The Global Battle Of The Bands og somuleiðis vanliga heitið á kappingini. Jón sigur, at hann satt at siga ikki visti av, at kappingin var rópt GBOB, tá hann setti sær fyri at skipa fyri einum føroyskum umfari. Men tað kundi ikki passa betur til G!, so tað ger tað ikki verri, heldur hann. (Sosialurin 09.11.05)

Tað var kristni rokkbólkurin Braquet, ið gjørdu G!Music varug við, at møguleiki var hjá føroyingum at sleppa uppí kappingina. Braquet høvdu roynt at melda seg til íslensku útgávuna av kappingini og blivu spurdir, hví føroyingar ikki sjálvir skipaðu fyri einum føroyskum umfari.

Jón Tyril tók beinanvegin av tilboðnum. Global Battle of the Bands fevndi tá um 26 lond úr øllum heimspørtum. Vinningurin var, umframt heiður og æru, 100.000 amerikanskir dollarar í reiðum peningi, og ein heimsumfevnandi konsertferð fyriskipað av GBOB International.

Fleiri av størstu føroysku tónleikanøvnunum luttóku í fyrstu undanumførunum í Føroyum, m.a. bólkar sum Lama Sea, Týr, Eager 2 Please, SIC, Synarchy, The Dreams, Deja Vu og Marius, ið vann fyrstu føroysku finaluna.

Hetta er eitt sindur sum ein fótbólts landsdystur. Vit skulu upp at menga okkum við tær stóru tjóðirnar, og eg haldi, at vit hava enntá betri møguleika enn í fótbólti. Okkum tørvar t.d. ikki at skora mál. (Jón Tyril, Sosialurin 10.11.05)

G! Music legði dent á at gera nakað av tí øðrvísi, ið Prix Føroyar hevði fingið kritikk fyri. T.d. vóru nøvnini á dómarunum almenn, og ongar kategoriir vóru at døma eftir, sum gjørt varð í Prix Føroyum. Sumt líktist tó. T.d. valdi man at bjóða útlendskum dómarum til Føroya at døma. Dentur varð lagdur á dómarar, ið kundu skapa samband, so konsertirnar eisini blivu sýnisgluggar.

Marius vann fyrstu kappingina í eini javnari finalu í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Serliga teir tríggir bólkarnir Marius, Sic og Lama Sea skaraðu sambært Sosialinum framúr.

Ímeðan eg bíðaði eftir, at vinnarin varð kunngjørdur, gekk eg eitt sindur runt og tosaði við fólk um, hvat var in og hvat var yt. Favorittarnir vóru heilt uttan iva teir tríggir: Lama Sea, SIC og so Marius, sum so endaði við at fara við sigrinum. Men sambært Jón Tyril fyriskipara løgu Lama Sea og Sic á næstu plássunum beint aftan fyri Marius. (Eyðun Müller Thomsen, Sosialurin 21.11.05)

Við sigrinum fylgdi ein ferð til Onglands, har Hans Marius Ziska á sang og gittara, Ólavur Olsen á ljómborð og trompet, Jens Pauli Joensen á trummum, Niels Jákup í Jógvanstovu á bassi og Heðin Ziska Davidsen á gittara kappaðust í navnframa spælistaðnum The London Astoria móti 26 øðrum bólkum úr londum kring allan heimin. Teir endaðu á einum deildu 6. plássi saman við amerikanska bólkinum Building A Better Spaceship, ið frammanundan vóru spáddir favorittar til sigurin. Vinnari gjørdist írski bólkurin Kopek. Marius gjørdist besti norðurlendski bólkur framman fyri Noregi, Svøríki, Danmark, Finnlandi og Íslandi.

Oddamaðurin, gittarleikarin, sangskrivarin og sangarin í Marius, Hans Marius Ziska viðgekk fyri Sosialinum beint aftan á, at raðfylgjan varð kunngjørd, at hann hevði blandaðar kenslur um sætta plássið.

Sjálvandi er tað ongantíð stuttligt ikki at vinna. Men eg eri gladur fyri at hava givið Føroyum eina plassering. Hetta er jú fyrstu ferð, vit luttaka. Tað hevði verið keðiligt ikki at verið nevndur, so á tann hátt er tað gott. (Sosialurin 08.12.05)

Í oktober árið eftir var tað Deja Vu, ið dró longsta stráið í føroysku finaluni í Fuglafirði. Átta bólkar kappaðust í finaluni: New York Surfers, Nonsense, Isadora and the Rebels, Avoke, Synarchy, Boys in a Band, Deja Vu og vinnarin í 2005 Marius. Tá dómaraatkvøðurnar vóru taldar, var tað Deja Vu, ið hevði vunnið, meðan Boys in a Band vóru á øðrum plássi, og Marius fekk triðja pláss.

Hesa ferð kappaðist vinnandi føroyski bólkurin við 24 aðrar tjóðir í The London Astoria um eina heimsumfatandi konsertferð og 100.000 dollarar. The Dreams, ið luttóku í føroysku finaluni í 2005, royndu seg í 2006 í donsku finaluni, men fingu eitt triðja pláss og sluppu tí ikki at kappast við Deja Vu í London.

Tað gjørdist amerikanski rapp/rokk bólkurin Heavy Mojo, ið fór við sigrinum í 2006, ein avgerð, ið ummælarin hjá Sosialinum var samdur í. Deja Vu endaði ikki millum teir fremstu bólkarnar og fekk tí ikki at vita, hvørjum plássi teir endaðu á. Men tað var greitt, at bleyti sveimandi rokkurin hjá Deja Vu hevði torførar treytir upp ímóti harða rokkinum, ið var sera væl umboðadur í finaluni.

Í 2007 vann eysturoyarbólkurin Boys in a Band ikki bara føroysku undankappingina, men eisini altjóða finaluna, og kundi kalla seg besta nýggja bólk í heiminum sambært GBOB.

Í endaumfarinum í Fuglafirði bastu Boys in a Band Fuckin? A, Beale Street, Ineptus, Synarchy, Eager to Please, Credo og The Story Ends. The Story Ends, við karismatiska oddafiskinum Filip Mortensen gjørdist nr. 2 og Fuckin? A við trimum SIC-monnunum Frans Galán, Mikkjal Gaard Hansen og Magnus Hansen gjørdist nr. 3.

Boys in a Band, við Pæturi Zachariassen á sangi og gittara, Heina Niclasen á gittara, Hera Schwartz á ljómborði, Rógva Lamhauge á trummum og Símuni Skorastein á bassi, høvdu farna árið ment seg til ein ómetaliga lívligan og fangandi rokkbólk, við sterka oddamanninum Pæturi á odda. Teirra orkufulla framførsla og fínu rokkløg vóru nóg mikið til at basa amerikanska bólkinum Jetstream, ið fekk annað pláss, og Mojo úr Japan, ið fekk triðja pláss.

Nú skuldi ein so trúð, at leiðin hjá Boys in a Band varð løgd við gulli til alheims tónleikatíndar. Men so var ikki. Tað gekk sera striltið at fáa fatur á vinninginum.

Eftir togan aftur og fram fekk Boys in a Band útgoldið vinningin. Konsertferðin gjørdist tó av ongum. Hetta var tó neyvan neyðugt, tí bólkurin ferðaðist dúgliga í útlondum eftir sigurin. Spælt varð á nøkrum av teimum størstu sokallaðu showcase festivalunum í USA, Kanada og Europa, og luttikið varð eisini á stórum festivalum í Danmark, t.d. Roskilde Festival, Spot Festival og Jelling Festival.

Vinningurin frá GBOB varð brúktur til at gera ein fløgu. Í 2008 fór Boys in a Band til London at taka upp saman við navnframa framleiðaranum Ken Thomas, sum m.a. hevði arbeitt saman við David Bowie, Queen, Sigur Rós, Suede og Dave Gahan frá Depeche Mode. Í juli mánaði 2008 kom fløgan Black Diamond Train út. Fløgan fekk sum heild framúr ummæli.

Sum heild er Black Diamond Train ein av bestu føroysku fløgunum nakrantíð. Tann besta? Nei, men har uppi. Tann føroyska útgávan við størst altjóða gjøgnumbrotmøguleikum? Ja. (Petur Háberg, Sosialurin 04.09.08)

Boys in a Band var heilt klárt tann virknasti føroyski bólkurin á altjóða pallinum árini 2007 og 2008. Men so líðandi fánaði bólkurin burtur. Í nøkur ár hoyrdist einki til hansara, men í 2013 gjørdi hann ein vørr aftur og spældi uttanlands og á Summarfestivalinum. Seinnu árini hevur einki verið at hoyrt til bólkin.

Árið eftir, at Boys in a Band sigraðu í altjóða GBOB kappingini, varð aftur skipað fyri GBOB í Føroyum. Endin var, at nýstovnaði bólkurin Lady Fire vann og skuldi umboða Føroyar í London. Hóast bólkurin var nýggjur, var manningin kend frá øðrum bólkum. Hon var: Filip Mortensen, sang (The Ghost, The Story Ends), Heini Martin Niclasen, gittara (Boys in a Band), Hanus Andreasen, ljómborð (The Story Ends) og Andreas Dalsgaard, trummur (The Ghost, The Story Ends).

Eitt ávíst trýst lá á bólkinum, um teir kundu endurtaka bragdið hjá Boys in a Band árið fyri. Á finaluni í London í desember mánaði endaði bólkurin á einum deildum 5. plássi, sum tann besti norðurlendski bólkurin.

Yvirhøvur er Føroyar tað landið av øllum norðurlondunum, sum hevur klárað seg nógv best í GBOB kappingini. Í 2005 blivu vit nr. 6, nr. 1 í 2007, og hesa ferð nr. 5. Tað er ótrúliga væl klárað. (Jón Tyril, Sosialurin 15.12.08)

Stríðið hjá Boys in a Band at fáa vinningin var helst viðvirkandi til, at G! Music gavst at skipa fyri GBOB í Føroyum eftir 2008. Hetta hóast at fyriskipanin gav 11 góðar grundir til at luttaka í kappingini í 2008. Her varð dentur lagdur á, at vinnandi bólkurin kundi kappast um 100.000 dollarar, fekk eina ferð til London til altjóða kappingina, fekk tríggjar dagar í útvarpshøllini at gera tað teimum lysti, fingu gávukort til ljóðføri og myndatøku, o.s.fr.

NÆRVERANDI MARIUS

Hans Marius Ziska hevur síðan aldarskiftið verið millum virknastu føroysku tónleikarar. Í 2005 vann hann fyrstu GBOB kappingina í Føroyum, við bólkinum Marius. Hvørt tað er tilvitað ella ei, so hoyrdist fyrstu ferð til ein blaðungan Hans Marius Ziska í rokkbólkinum Flux. Á latínskum merkir Flux flótandi ella streymandi. Hesi bæði hugtøkini lýsa sera gott tónleikaleiðina hjá Mariusi, sum hesi seinnu árini hevur hugtikið fólk bæði her heima og uttanlands við sínum inniliga og melodiøsa tónleiki.

Bólkurin Flux byrjaði at spæla í 1998. Teir vóru fýra ungir dreingir um 16 ára aldur úr Eysturoyni og Havn, sum seinni skuldu gera nógv um seg innan føroyskn tónleik. Hans Marius sang og spældi gittara. Terji Skibenæs spældi eisini gittara. Hann fór seinni at spæla í Týr. Sveinur Gaard Olsen spældi trummur og gjørdist kendur í 2012, tá hann luttók í X Factor kappingini í Danmark og endaði á einum triðja plássi. Sofus Højgaard spældi bass. Longu fyrsta árið gjørdist Flux vinnari av Pop Top tónleikakappingini.

Marius framførir á Summarfestivalinum. © Anton Højgaard
Marius framførir á Summarfestivalinum. © Anton Højgaard

Flux gav eina EP út í 2001. Bólkurin luttók í Prix Føroyum kappingini í 1999, 2001 og 2003. Bæði tey fyrru árini spældu teir seg í finaluna, og hóast teir gjørdust ov stuttir í einum hørðum undanumfari í 2003, so var breið semja um, at her var talan um ein bólk við góðum sangskrivaragávum.

Hans Marius Ziska sjálvur var tó við í Prix Føroyum 2003, sum gittarleikari í bólkinum Hatespeech. Eftir Flux stovnaði Hans Marius Ziska bólkin Marius. Í 2005 kom fløgan The Sky is Our Home, ið var á tremur við fangandi popp-rokk løgum. Hon varð av nógvum mett at vera millum bestu føroysku útgávurnar í 2005.

Flux er ikki longur, og í staðin er Marius komin, ein bólkur sum tykist at vera ein nýggj útgáva av Flux við betri tónleikarum, men enn við Marius í front og sum høvuðsmanni. Tí var nærliggjandi at spyrja, hvør mumurin á Marius og Flux veruliga var, tá eg fekk orð á Hans Marius. Hann segði, at Flux og Marius í veruleikanum var akkurát tað sama – Men menn vóru blivnir eldri og meira konsentreraðir, meira við uppá tað og meira kitchuttir. (Sosialurin 22.11.2005)

Marius er sostatt ikki eitt soloprojekt hjá Hans Marius Ziska, men ein bólkur, ið er uppkallaður eftir honum. Fyrsta manningin í bólkinum var Hans Marius Ziska á sangi og gittara, Ólavur Olsen á ljómborði og trompet, Jens Pauli Joensen á trummum, Niels Jákup í Jógvanstovu á bassi og Heðin Ziska Davidsen á gittara. Hans Marius byrjaði at samstarva við Heðin Ziska Davidsen í bólkinum Hatespeech, ið stóribeiggi fyrrnevnda Svein Gaard Olsen, Jákup Pauli Gaard Olsen var oddamaður í. Tungmálsbólkurin fekk sær Hans Marius sum rýtmugittarleikara afturat Heðini og fyri at stuðla growlaranum Jákup Paula á vokalinum, í og við at bólkurin var farin at leita eina meira melodiøsa leið. Samstarvið við Heðin skuldi gerast sera avgerandi fyri menningina hjá báðum tónleikarum, tí øll árini síðan stovnanina av Marius, hava teir báðir samstarvað trætt.

Bólkurin broytti navn frá Marius til Marius Ziska við útgávuni Recreation í 2013.

Óivað tí nógvir aðrir altjóða bólkar eita Marius. Men við navnabroytingini kom eisini ein tónleikabroyting frá tí rokkuta til meiri stillan og akustiskan tónleik. Ummælarar hava róst bólkinum fyri at hava broytt kósina. Hildið verður, at hann í hesi sjangru hevur funnið sína røttu hill, og at hesin stílur hóskar sera væl til fínu løgini og kompositiónirnar hjá Mariusi. Í hesum høpi kemur eisini vakra røddin hjá Hans Marius Ziska veruliga til sín rætt.

Heðin Ziska Davidsen, Allan Tausen og Brandur Jacobsen hava í nógv ár mannað bólkin, men eisini aðrir tónleikarar hava luttikið, eitt nú Sveinur Gaard Olsen, Bjarki Meitil, Knút Háberg Eysturstein, Sakaris Emil Joensen og Mikael Blak.

Evnini hjá Mariusi Ziska síggjast aftur í Faroese Music Awards tilnevningum og prísum. Í 2014 vunnu teir eina heiðursløn fyri besta lag innan rokk, málm, blues og fólkatónleik. Tað var fyri lagið Tokan, sum bólkurin gjørdi og framførdi saman við íslendskan Svavar Knútur. Í 2016 vann bólkurin aftur fyri besta lag við lagnum Going Home, hesa ferð í bólkinum popp/rokk. Hans Marius Ziska gjørdist somuleiðis ársins sangari í hesum bólki.

Seinastu árini hevur Marius Ziska spælt nógv uttanlands. Týskland hevur tikið væl ímóti bólkinum, har teir hava verið á drúgvari konsertferð. Eisini hevur Hans Marius Ziska sum einstaklingur hitað upp fyri Eivør á konsertferð hjá henni í Týsklandi. Týska heimasíðan Concert News hevði eina jaliga umrøðu av nýggjastu útgávuna hjá Mariusi Ziska Home/Heim frá 2015.

Framúrskarandi løg spæld av einum frálíkum bólki, sum megnar at geva ein hita frá sær, sum sjáldan kennist á útgávum í dag. (Concert News 17.04.15)

Marius Ziska hevur hesi seinnu árini staðfest seg sum eitt tað best umtókta føroyska tónleikanavnið í altjóða høpi eftir Týr, Teit og Eivør. Løgini Going Home og Nærveran, sum Marius hevur gjørt í samstarvi við Hans Jacob Kollslíð, eru vorðin fólkaogn bæði her og uttanlands. Tá Visit Faroe Islands gjørdi sín vetrarfilm á fólki 2014/15, brúktu tey lagið Going Home, ið á tann hátt er vorðið marknaðarført ógvisliga kring heimin og hevur fingið sítt pláss í føroyska tjóðar DNA'num.

REBELLAR Í KLÆDNINGI

Ein av fremstu persónligheitunum innan føroyskann rokk er Petur Pólson. Í nítíárunum var hann á fremstu rók sum oddamaður í Visible Fish og Clickhaze. Petur trein eitt vet út úr pallljósinum, tá hann í nullunum flutti vestur í Vágar og byrjaði at arbeiða sum lærari har.

Heilt burtur hevur hann tó ongantíð verið. Heilar tríggjar útgávur eru komnar frá honum sum einstaklingur. Koma í 2005, Tokyó í 2009 og Transit í 2011. Hann hevur eisini verið virkin sum tekstahøvundur hjá ýmiskum føroyskum tónleikarum, eitt nú á fløguni Ghosts With Skin, hjá guðsoninum Benjamini Petersen.

Petur hevur eisini verið virkin í tónlekabólkum. Í 2002 stovnaðu Petur og vinmaðurin Knút H. Eysturstein bólkin Tuxedo Rebels. Men tað var ikki fyrr enn í juni mánaði 2014, at fyrsta útgávan hjá bólkinum Sometimes The World Is Dark kom út.

Knút er eins og Petur ein av eyðkendastu einstaklingunum, ið er sprottin úr tónleikaumhvørvinum rundan um Losjuna í Gøtu. Leirvíkingurin Knút Háberg Eysturstein byrjaði sítt tónlistarliga yrki, sum gittarleikari í bólkum sum Marigold og avleggaranum Mary's Baby. Men tað var sum ljómborðsleikari í Gestum, at Knút flutti seg inn í føroysku tónleikatilvitskuna. Hann hevur eisini í bólkinum Marius og í einstaklingaverkætlanini hjá Peturi víst seg sum ein sera habilan ljómborðsleikara, ið hevur átt ein stóran leiklut í heildarmyndini hjá hesum bólkum. Hann hevur eisini spælt ljómborð á útgávum hjá Høgna Reistrup, Høgna Lisberg, Allan Tausen og í AVE.

Sum einstaklingur hevur Knút eisini roynt seg, fyrstu ferð í 2004 við frálíku fløguni Havsglóð. Á hesi fløgu slapp lagskrivarin Knút framat, og hesin er bæði inniligur og dugnaligur. Røddin hjá Knúti er eisini heilt serlig, tó á ein heilt øðrvísi máta enn tann hjá Peturi. Síðan er tað vorðið til tvær aðrar fløgur sum einstaklingur, The Desert Holds A Flower í 2009 og On High í 2013.

Tuxedo Rebels ætlanin hevði ligið leingi í umbúna hjá Peturi og Knúti. Teir byrjaðu at spæla saman í 2002 undir navninum Tuxedo Rebels Against Danish Dominance, ein bólkur, ið spældi tulkingar av løgum hjá stórum hetjum, sum Bob Dylan, Leonard Cohen, Tom Petty, Johnny Cash og U2.

Í 2006 slepti bólkurin part av navninum og fór undir at spæla alment undir navninum Tuxedo Rebels. Men ikki fyrr enn í 2012 byrjaðu teir veruliga at gera løg saman. Útgávan frá 2014 varð upptikin heima við hús hjá Peturi. Tað er eisini fyrstu ferð síðan Clickhaze, at Petur yrkir á enskum. Hetta er tilvitað, tí ætlanin var, at Tuxedo Rebels skuldi hava ein altjóða dám.

TILVERAN Á TÍNUM KNAGA

Tveir mánaðir eftir, at útgávan hjá Tuxedo Rebels var komin út, var Petur Pólson aftur útgávuaktuellur, hesa ferð saman við unga gøtumanninum Benjamin Petersen í tvímansbólkinum AVE.

Benjamin Petersen telist millum mest markantu tónleikarar á føroyska tónleikapallinum hesumegin aldarskiftið. Sum dugnaligur gittarleikari hjá Eivør, Hanus G. Johansen, Høgna Lisberg og hópin av øðrum tónleikarum, hevur Benjamin vunnið plássið sum ein av teimum allar bestu á sínum ljóðføri í Føroyum. Men hann er eisini dugnaligur tónleikaframleiðari og í upptøkuhølunum, Bunkaranum, ið hann rekur saman við Mikael Blak, hevur hann framleitt tónleik til nógv ymisk nøvn.

Grundin G! 2015.
Grundin G! 2015.

Benjamin gjørdist fyrstu ferð kendur, tá hann sum smádrongur spældi gittara í bólkinum hjá Brandi Enni. Evnini vóru ikki at fara skeiv av.

Í 2008 kom fyrsta fløgan sum einstaklingur út, sjálnevnda instrumentalfløgan Benjamin, ein útgáva, ið spældi sær við jazz. Tá onnur útgáva hjá Benjamin, Ghost With Skin, kom í 2011, var stílurin fullkomiliga broyttur. Nú var tað rokkur, og Benjamin royndi seg eisini sum sangara. Ein onnur fløga Perfume Variations varð spæld inn stutt eftir, men fløgan kom ikki út fyrr enn í 2015, orsakað av trupulleikum við týska útgávufelagnum, ið skuldi geva hana út. Hendan fløgan tekur tráðin upp eftir Ghost With Skin, og millum áhugaverdu løgini er ein duett við Guðrið Hansdóttur og eisini við Hans Marius Ziska.

Ímillum upptøkurnar av Perfume Variations og útgávuna, fór nógv av orkuni hjá Benjamin til útgávuna hjá AVE. AVE byrjaði sum eitt hugskot, sum ein útgáva við tveimum síðum, har Petur og Benjamin skuldu eiga hvør sína. Ljóðið skuldi tó vera eins á báðum síðum. Fløgan varð innspæld live eftir einari viku í Bunkaranum, og bólkurin ringdi eftir vinum og kenningum, ið dugdu at spæla ymisk ljóðføri, tá tørvur var á tí ljóðførinum. Millum tónleikararnar vóru Teitur Lassen, Niclas Thorsteinsson, allir tríggir limirnir í 200 og veruligi kontrykongurin Jákup Zachariassen, umframt nógvir aðrir.

Fløgan fekk avbera góða móttøku. Serliga løgini Oyðin og Arr vóru nógv at hoyra. Hetta seinna er eisini einasta lagið á útgávuni, har teir syngja saman. Í hesum sanginum tykist ein hóma, at Petur Pólson hevur drigið vágasoundið inn í hesa útgávu. Bæði ljóðmynd og tekstur í sanginum bera sterkt brá av Tinganest.

Kinna Poulsen gav AVE góð skotsmál í listabloggi sínum.

AVE er ein ordans mannfólkaútgáva við mannligum sjónarhorni, mannligum hugsunarhátti, mannfólkasangi og mannfólkakórum. Og tá tað verður gjørt so væl og so sjarmerandi sum her, er tað líka til at blíva mannfólkafjeppari av. (listaportal.com 23.08.14)

AVE er kenslur, kantur og dýpd. Allir tekstirnir eru føroyskir og í grundini rættiliga sjáldsamir, tá vit hugsa um uppgerðarhugin og áðurnevnda mannliga sjónarmiðið og tað er altso ómetaliga frískligt at uppliva okkurt, ið minnur um eitt kynsttilvitað slag av maskulinari feminismu innan føroyskann tónleik. (listaportal.com 23.08.14)

AVE gjørdist stóri vinnarin á Faroese Music Awards 2015. Benjamin Petersen vann heiðurin sum besti sangari innan popp/rokk, bólkurin gjørdist besti nýggi bólkur og besti bólkur inna popp/rokk og lagið Øskuhav vann fyri besta tekst.

SVEIMANDI TÓNAR

Droymandi og gandakendi gittarin hjá Rasmusi Rasmussen er sum úr eini aðrari verð og tekur teg við á flog. (Sosialurin 14.03.06)

Gittarleikarin Rasmus Rasmussen sáli var ein tann mest markanti tónleikarin í nullunum. Fyrst og fremst sum ein dugnaligur tónleikari, men eisini fyri sín leiklut sum partur av einum minniluta, sum hevði tað torført í Føroyum, og sum hevði eina syrgiliga avleiðing fyri hann.

Rasmus gjørdi vart við seg bæði í bólkinum Makrel, í Diatribes og sum einstaklingur. Fyrstu ferð, føroyingar varnaðust góðu gávurnar hjá Rasmusi, var í bólkinum Happy?, har Rasmus og fleiri av hinum í Makrel spældu í. Bólkurin luttók á Prix Føroyum í fleiri umførum og hevði eitt lag á fløguni Grótføroyskt frá 1998.

Rasmus gavst í Happy? og fór uppí treskimálsbólkin Diatribes, ið um hetta mundið var fyri stórum broytingum. Eftir í Diatribes um tað mundið vóru bert trummuleikarin Rani Hammershaimb Christiansen og gittarleikarin Jens Virgar Jakobsen. Burtur var eisini growlandi sangarin Magnus Hansen (seinni Elisson) og tónleikastílurin. Í hansara stað var Tangz sangarin Rókur Jákupsson Jakobsen komin, og á bassinum var Heri Reynheim.

Henda manning skapti sítt egna bland av melodiskum tungmálmi, ið setti øll upp á pláss, tá teir sannførandi vunnu Prix Føroyar undanumfarið á Strondum í 1999. Vónirnar vóru stórar um eitt gott úrslit í finaluni. Men tá Rókur eisini sang Tangz í finaluna, valdi hann at gevast í Diatribes, tí hann ikki vildi kappast við seg sjálvan og sítt hjartabarn Tangz.

Í hansara stað kom Líggjas Olsen, ið seinni gjørdist kendur fyri sín leiklut í droymandi poppbólkinum Deja Vu og úr elektronisku soloverkætlanini Frostfelt. Henda útgáva av bólkinum náddi ikki somu hæddir, sum við Róki á odda, men hesa tíðina búnaðist Rasmus nógv bæði sum gittarleikari og sangskrivari.

Happy? royndi fleiri aðrar gittarleikarar og trummuleikarar hesi árini, men tað var ikki fyrr enn í 2001, tá Rasmus aftur fann saman við Happy?, at verulig gongd kom á hjá bólkinum. Við dugnaligan Magnus Hansen (senni Elisson) á trummum og saman aftur við Rasmusi, fingu gittarleikarin Rólant av Reyni, bassleikarin Hergeir Staksberg og sangarin Ári Rouch røttu manningina til at menna bólkin. Navnið Happy? varð slept, og nú itu teir Makrel.

Í 2002 luttók Makrel í eini tónleikakapping í Íslandi, nevnd Músiktilraunum. Talan var um størsta tiltakið fyri tónleikabólkar í Íslandi, álíkt Prix Føroyum. Út av 40 bólkum gjørdist Makrel nummar trý. Rasmus Rasmussen var eisini kosin besti gittarleikari í allari kappingini.

Makrel luttók í Príx Føroyum í 2003 og endaði á einum 3. plássi. Í 2005 spældu teir seg í semifinaluna í Prix Føroyum. Upptøkan av lagnum Forever and beyond frá framførsluni var nógv spæld í kringvarpinum, og í miðlunum var nógv øsing um, at Makrel ikki var komið í finaluna.

Bólkurin var virkin at geva fløgur út. Tríggjar í tali komu frá teimum. Makrel Stinkar 2003, Wonderland 2004 og Transcend 2006.

Við fløguni Wonderland byrjaði bólkurin veruliga at fáa sína sermerktu ljóðmynd. Fløgan var framleidd í samstarvi við Jón McBirnie og fekk góð skotsmál – eisini uttan fyri landoddarnar. Týska tónleikatíðarritið Obliveon gav Wonderland níggju út av tíggju stjørnum. Sosialurin endurgav partar av greinini:

Wonderland, sum er seinna fløgan hjá bólkinum, livir av mótsetningum. Á einari síðu er tað melodiskur, næstan slóðbrótandi popputur rokkur, sum hinvegin verður avbrotin av kenslubornum útbrotum frá tí melankolska og súrsøta sanginum hjá frontmanninum, Ára Rouch. Yvir øllum sveimar droymandi gittarljóðið hjá Rasmus Rasmussen. Av og á, tá eg hoyri fløguna, hugsi eg um ljóðið hjá The Police, tá teir spældu metal tónleik. Og tó er ljóðið tungt og myrkt, sum minnir um gomlu gittarljóðini frá Death Metal tíðini. Eg vil kortini ikki lýsa Makrel sum metal bólk. Teir eru melankoliskir, harðir, kenslubornir og og snøgt sagt ótrúliga góðir. (Sosialurin 27.12.04)

Tá bólkurin fór í upptøkuhølið at gera fløguna Transcend, valdu teir at framleiða hana sjálvir saman við einum framleiðara, ið æt Conor Patrick. Transcend fekk misjavna móttøku. Í ummæli av fløguni fyltist Niels Uni Dam á, at fløgan ikki var tekin um tað støðið, sum bólkurin var á.

Hesaferð hava Makrel sjálvir saman við Conor Patrick staðið fyri ljóðblandinum. Hetta er í mínari bestu sannføring ein óheppin avgerð. Tí meðan Wonderland var betur, enn Makrel var, tá hon varð spæld inn, er Transcend als ikki á tí støði, ið Makrel eru á í dag. Løgini fáa stutt sagt ikki tann búna, ið tey hava uppiborið. (Sosialurin 14.03.06)

Makrel menti seg til at gerast ein sera eyðkendur bólkur við eini egnari ljóðmynd. Ein var ongantíð í iva um, at tað var Makrel, tá ein hoyrdi teir spæla. Tónleikurin var sveimandi nærum andaligur ja gandakendur rokkur.

Gittarljóðið hjá Rasmusi Rasmussen átti ein stóran leiklut í hesi ljóðmynd. Tað var tað berandi elementið, ið skapti heildina og lyfti løgini. Rasmus var mettur at vera ein av Føroya bestu og mest kreativu gittarleikarum við einum serstøkum ljóði og stíli. Í 2005 var hann eisini valdur til Føroya besta gittarleikara á Atlantic Music Event frammanfyri aðrar virdar gittaraleikarar.

Sveimandi gittartónarnir hjá Rasmusi vóru ikki bara at hoyra á Makrel fløgum. Hann var eisini virkin sum einstaklingur. Longu í 2002 gav hann út fløguni Implosive og seinni komu Edelweiss í 2007, Poems in Sound í 2008, Blágrøna Ljósmyrkrið í 2009 og Náttúran sigrar í 2012. Hann gjørdi eisini tungmálms verkætlanina Hatursssvart í 2011. Rasmus legði eisini nógv tilfar á Youtube, bæði filmar og tónleik av ymsum slag.

Rasmus Rasmussen var samkyndur og opin um tað. Í 2006 var hann álopin og illa viðfarin vegna hetta. Nógv rok stóðst um hetta, og Rasmus varð eisini hóttur. Til bar ikki at reisa sak móti teimum, ið hóttu hann, tí samkynd ikki vóru varð móti happing og ágangi av revsilógini, tí lógargreinin um rasismu ikki fevndi um kynsliga sannføring, um hetta mundið. Hendingin setti gongd í eina umfatandi rannsakan í almennu Føroyum um rættindini hjá samkyndum, og lóggávan varð eftir tað dagførd. Hetta gjørdist ein tann mest týdningarmikla hendingin í stríðnum fyri rættindum hjá samkyndum, og ein veruligur fólkastemningur birtist ímóti mismuni móti samkyndum.

Tilburðurin setti djúp sár í sinnið hjá Rasmusi. Hann kom seg ongantíð eftir tað. Hann valdi at gevast í Makrel og var javnan innlagdur til sálarviðgerð. Í 2012 orkaði hann ikki meira og tók seg av døgum í viðarlundini í Havn. Hann valdi viðarlundina, ið hann treivst so sera væl í, og har hann hevði gjørt hópin av filmsklippum. Men í deyðanum valdi Rasmus aftur at gera ein mun. Hann valdi altjóða dagin fyri sálarsjúku at taka seg av døgum og vísti við hesum á ringu umstøðurnar hjá sálarsjúkum. Rasmus gjørdist 32 ára gamal.

Eftir deyða hansara valdu vinfólk hjá Rasmusi við Hergeiri Staksberg á odda at fara undir eitt miðvíst innsavningararbeiði til frama fyri einum Fountain House, har sálarsjúk fáa møguleika at verða slúsað út aftur í samfelagið.

Skipað varð fyri innsavningartiltøkum, og stórt trýst varð lagt á politisku myndugleikarnar. Endin varð, at eitt Fountain House varð sett á stovn í Havn.

POPPURIN ROKKAR VÍÐARI

Føroyski rokkpallurin var í nullunum nógv merktur av sera hørðum rokktónleiki, sum kláraði seg væl bæði í Føroyum og uttan fyri landoddarnar. Men lættari tónar vóru eisini nógv at hoyra. Poprokkurin, sum bygdi brýr millum rokkin og poppin við gittaranum sum ráðandi ljóðmynd, hevur altíð staðið seg væl í Føroyum. Arvurin frá Straight Ahead, Hjarnum og eisini Frændum, hevur altíð verið sterkur í Føroyum. Nullini vóru einki undantak. Ein ørgrynna av bólkum og einstaklingum komu fram innan hesa tónleikagrein um hetta mundið.

Jens Marni Hansen man uttan iva vera størsta føroyska navnið innan hesa tónleikagrein. Talan var ikki um eitt óskrivað blað, tá hann av álvara byrjaði at gera vart við seg um einstaklingur miðskeiðis í nullunum, tí hann var kjarnan í bólkunum Kjølar og All That Rain. Í 2008 gav hann sína fyrstu solofløgu út The Right Way. Jens Marni spælir reindyrkaðan popprokk, íblástrinum frá Bryan Adams og Bon Jovi fert tú ikki skeivur av. Júst hesi bæði altjóða nøvnini hevur Jens Marni hitað upp fyri. Í 2010 gjørdi hann vart við seg í Danmark, tá hann lúttók í Danska Grand Prixnum við lagnum Gloria, sum tó ikki kom víðari í kappingini.

Jens Marni Hansen á Summarfestivalinum 2015. © J. Helgi
Jens Marni Hansen á Summarfestivalinum 2015. © J. Helgi

Jens Marni verður mettur at vera ein av fræastu rokksangurum í Føroyum við síni hásu og sermerktu rokkrødd. Jens Marni heldur sjálvur, at rødd hansara varð skapt, tá hann sum 10 ára gamal misti málið í tveir mánaðir, har tað ikki læt úr honum. Jens Marni hevur arbeitt miðvíst og hart fyri at koma á hetta støðið og hevur spælt til eina ørgrynnu av tiltøkum bæði innan- og uttanlands. Tað kendist tí natúrligt, at ein sangari á hansari støði skuldi lata føroyskvar klassikarar sum Heimkomuna og Sáru í nýggjan ham. Hetta hendi í 2014, tá hann gav fløgu út og sang saman við nøkrum av teimum, sum upprunaliga sungu hesar sangirnar, t.d. Robert McBirnie og Nicolinu av Kamarinum.

Makkarin hjá Jens Marna Hansen í Kjølum-tíðini, Signar í Homrum, er eisini eitt kent navn innan popprokkin. Hann hevur gjørt vart við seg sum solistur – mest hesi seinnu árini. Um aldarskiftið flutti hann og familjan til Svøríkis at búgva. Kjølar royndu at spæla víðari, men tað gjørdist ov møtimikið við Signari uttanlands. Hinir tríggir limirnir frá Kjølum, Henning Nicodemussen, Jens Tummas Næss og Jens Marni Hansen stovnaðu bólkin All That Rain, sum gjørdist ein tann best dámdi og mest virkni bólkurin fyrst í nullunum. Afturkomin til Føroyar byrjaði Signar at spæla við bólkinum Rok, sum luttók á Prix Føroyum 2005. Bólkurin spældi rættiliga nógv, men so við og við hoyrdist alsamt minni til Signar í Homrum á tónleikapallinum. Hann tyktist at halga sær starvsleiðsína sum marknaðarleiðari á ýmiskum virkjum og stovnum, eitt nú Dimmalætting og Kringvarpi Føroya. Henda tøgn varð helst nýtt til at gera seg til reiðar at spretta út sum solistur, og í 2012 kom fløga á marknaðin við Signari, sum fekk rættiliga góða móttøku. Serliga sangirnir Tað er gott at elska, Mín skattur og Kærleikans mátt gjørdust hitt. Tónleikurin fevndi frá kontryrokk til popprokk. Sangirnir snúðu seg um gerandismál sum at lýsa kærleika til kvinnuna yvir morgunmatin. Føroyingar tóku væl ímóti fløguni. Hon gjørdist lopfjøl til eina virkna sololeið hjá Signari, sum hevur vart við síðani. Signar í Homrum hevur luttikið á festivalum, hitað upp fyri Lukas Graham og spælt til eina ørgrynnu av tiltøkum kring landið.

Klaksvíkin er klekingardepil fyri nógvar kendar popprokkbólkar líka frá Straight Ahead, Hjarnar til Dynamit og Aria og nullini hava ikki verið nakað undantak. Grandma's Basement slerdi ígjøgnum við fangandi og stuttligum føroyskum popprokki. Tónleikararnir vóru: Jón Jacobsen, sang, Hans Andrias Jacobsen, gittara og sang, Rógvi Olsen, gittara og sang, Jóannes Viðbjørg, bass, Símun í Heimustovu, gittara og sang og Thorvald Danielsen, trummur. Teir byrjaðu at venja í kjallaranum hjá ommu Thorvald Danielsen, hiðani navnið hjá bólkinum stavar. Í 2008 fingu teir høvi at spæla sum fyrsti bólkur á Summarfestivalinum. Eftir eina trílvandi byrjan staðfesti bólkurin seg sum ein festligur bólkur, ið dugdi væl at fáa lív í áhoyrararnar. Teir bygdu tilvitað ella beinleiðis á fundamentið hjá einum øðrum kendum klaksvíksbólki, Dynamit, við einfaldum tónleiki og tekstum, ið var lættur at fáa fjøldina at kóka. Í 2010 gav bólkurin út fløgu. Lagið haðani, Hon fær ongantíð nokk, fekk heiðurin ársins sangur 2010 á Planet Awards. Fløgan fekk blandaða viðferð av ummælarum. Niels Uni Dam skrivaði, at bólkurin dugdi væl at skriva løtt fangandi løg, ið vóru hangandi í høvdinum, hóast tónleikurin var merkur av stilforvirringi. Er tónleikurin ok, er teksturin út av lagi. Niels Uni Dam staðfesti, at limirnir snøgt sagt ikki dugdu at skriva tekstir. Neyðrím og beinleiðis villur vóru skemmandi fyri avrikið. Í 2012 gjørdi bólkurin enn eina roynd við útgávuni Óknept. Stílurin hjá bólkinum var nú eitt vet harðari og reindýrkaður popprokkur, ikki heilt ólíkt danska bólkinum Johnny Deluxe. Á sjónbandi á youtube siga limirnir, at teir eisini hava gjørt eitt sindur meiri burtur úr tekstunum. „Vit hava lisið teir nakrar ferðir ígjøgnum."

Í Havn tóku nøkur roynd tónleikafólk og songkvinnur seg saman at stovna ein bólk. Divaz var ein verkætlan hjá hjúnunum Onnu Maríu Olsen og bassleikaranum Bjarta Meitil, Lailu Carlsen og trummuspælaranum Henning Nicodemussen, ið eisini vóru par, og so Maluni Eyðunsdóttur og gittarleikranum Jóhan Ziskason. Við sær høvdu tey Bjarna Lisberg á ljómborði. Bólkurin byrjaði at spæla tøkuløg og gjørdist rættiliga væl dámdur sum livebólkur og luttók á konsertum í Norðurlandahúsinum og á ólavsøku. Eyðkennið hjá bólkinum var teirra serstakliga góða framførsla av tøkuløgum. Í 2013 fóru hjúnini Anna Maria Olsen og Bjarti Meitil úr bólkinum. Í teirra stað komu Ann Chanett Danielsen og Kristoffur Mørkøre, og bólkurin skifti navn til Flamma. Bólkurin kom út við fløgu sama árið við egnum løgum og rendi seg inn í ein ikki so ókendan trupulleika hjá bólkum, sum hava staðfest seg sum ein sterkan tøkulag-bólk. Fløgan fekk í hvussu so er ikki vind í seglini. Ummælarar høvdu á máli, at løgini ikki høvdu sama støði sum tøkuløgini, Flamma vóru vorðin kend fyri. Sama trupulleika hevði t.d. Chase eisini havt, tá teir komu út við síni fyrstu útgávu. Hóast tað, so var Flamma ein virkin tónleikabólkur á føroyska pallinum. Síðstu árini hava tær tríggjar Ann, Malan og Laila, virkað sum kór hjá ýmiskum tónleikarum og bólkum.

TÁ PÁLL FANN PÁLL – TILVITAÐIR PROVOKATØRAR

Tá Páll Finnur Páll kom fram um aldarskiftið, var beinanvegin greitt, at her var talan um ein sermerktan bólk, ið ikki tók sær tykni av, hvat ein kundi loyva sær at skriva sangir um. Bólkurin Safir hevði í 90-unum yrkt sangir um pornorásir og onani, men Páll Finnur Páll fór nógv longur. Hjá teimum var einki heilagt at tríva í – hvørki pædofoli, homoseksualitet, blottarar ella lúrarar.

Bólkurin byrjaði at spæla saman í Studentaskúlanum í Hoydølum í 1999. Kjarnan í bólkinum var Páll Oddur Rubeksen, Finnur Koba og Páll G. Hammer. Afturat sær hava teir gjøgnum árini havt ymiskar tónleikarar. Síðstu árini hava Høgni Fagraberg, gittara, Ísak Sambleben, bass, og Halgir W. Arge, trummur, verið fastur bólkur hjá hinum trimum.

Flamma framførir á Country- og Bluesfestivalinum í 2014. Frá vinstru: Ann Chanett Danielsen, Laila Carlsen og Malan Eyðunsdóttir. © J. Helgi
Flamma framførir á Country- og Bluesfestivalinum í 2014. Frá vinstru: Ann Chanett Danielsen, Laila Carlsen og Malan Eyðunsdóttir. © J. Helgi

Talan var um eina sera hepna samanrenning av nøkrum persónum, sum vóru rættiliga ólíkir, men hava virkað framúr sum ein eind. Tann bersogni Páll Oddur Rubeksen, tann meiri innisæli og siðiligi Páll G. Hammer og tann at líta á fryntligi Finnur Koba.

Tónleikaligi íblásturin hjá bólkinum stavar úr Onglandi, har lurtað hevur verið nógv eftir The Beatles, Coldplay, Suede og Oasis, men so heldur øll samanbering uppat. Páll Finnur Páll hevði sum mál í byrjanini at syngja um alt tað, sum áður hevði verið forboðið. Og hetta hevur verið gjørt tilvitað.

Tekur tú ein vakran melodi og leggur nakað ógvusligt oman á hann, so leggur lurtarin tað til merkis. Tað var tað, vit vildu. (Páll Oddur Rubeksen, Refleksjón, KVF, 01.05.11)

Júst hetta er fyri ein stóran part vorðið eyðkenni hjá Páll Finnur Páll. Lættir popprokk sangir har sungið verður um alskyns skuggasíður. Í byrjanini var hetta ikki gjørt út frá einum tilviti um at broyta samfelagsviðurskifti ella havast at teimum. Í roynd og veru var talan um skemt og ballingarsangir, sum óbeinleiðis gjørdust samfelagskritikkur.

Bólkurin nevnir eina serliga hending, har tað gjørdist greitt fyri teimum, at nú var álvara komið upp í leikin.

Eftir eina konsert kom ein maður til mín fyri at takka mær, at vit høvdu gjørt henda sangin um kynsligan ágang á børn. Sangurin hevði gjørt tað, at hann hevði kunnað sett seg upp ímóti ti kynsliga ágangi, honum hevði verið fyri. Hetta fekk okkum at hugsa um, at okkara tónleikur kundi flyta nøkur mørk. (Finnur Jensen, Refleksjón, KVF, 01.05.11)

Við tíðini gjørdist tað greitt hjá bólkinum, at til bar at varpa ljós á viðurskifti, sum vóru tengd at tabu, við at lýsa tey provokerandi og speirekandi.

Páll Finnur Páll á Summarfestivalinum 2010. © Anton Højgaard
Páll Finnur Páll á Summarfestivalinum 2010. © Anton Højgaard

Eg royni at hava nakað av skemti ella speisemi í tekstinum, tí tað ger tað ofta læattari hjá fólki at sodna, serliga tá talan er um provokatión. (Páll Oddur Rubeksen, Sosialurin 20.01.06)

Í 2003 kom fyrsta fløgan á marknaðin, sum nevndist Bermenn. Mong mundu seta í hálsin, tá tað gjørdist greitt, hvat sangir teirra snúðu seg um. Eisini tilvitaðu málvillurnar vóru til fyri at arga elituna. Men sjálvt um bólkurin at byrja við fekk harða viðferð, so fekk hann fastatøkur á fjøldini og byrjaði at gerast ein tann best dámdi livebólkurin yvirhøvur. Í alt størri mun gjørdust teir høvuðsnavn á konsertum og festivalum.

Í 2005 kom næsta útgávan á marknaðin. Hon nevndist Førist. Tónleikurin var vorðin eitt vet harðari og boðskapurin meiri beinrakin. Nú var sungið um heimleys á herbergi og ónærisligar abbar. Og í 2007 kom triðja fløgan Fram á hermótið.

Allar tríggjar útgávurnar hjá bólkinum vórðu útseldar. Tískil gjørdu teir av at geva eitt fløgusett í 2009, Du ved, at gjørt er gjørt, har tríggjar tær fyrstu fløgurnar umframt ein livefløga var í.

Í 2011 kom fjórða fløgan við bólkinum, Kom við mær.

Páll Finnur Páll vann í 2005 virðisløn á Atlantic Music Event fyri sangin Forelskaður sjónleikari, fyri at vera mest spældi sangurin í útvarpinum 2004 og 2005. Bólkurin vann eisini heiðurin ársins tónleikabólkur á Planet Awards í 2009.

TÓNLEIKAGØTAN MIKLA

17. september 1983 var spælistaðið Perlan í Havn rivið niður. Hon hevði verið karmur um ríkt tónleikalív kring Jazzfelagið. Við eitt gjørdist tónleikurin, sum ikki skuldi dansast eftir um vikuskiftini, heimleysur.

Nakrar fáar mánaðir frammanundan hevði Tórhavnar býráð brúkt 400.000 kr. at gera ábøtur á takið í Perluni. Tískil vóru nógv bilsin, tá býráðið stutt eftir tað samtykti at taka Perluna niður, tí hon var í ov vánaligum standi. Samtyktin hevði sera lítlan meiriluta, 7 móti 6 atkvøðum, og sambært fólkunum kring Perluna luktaði hetta langan veg av einum politiskum rossahandli.

„Avgerðin um at taka Perluna niður kom pura óvart á okkum, sum brúktu Perluna. Talan var um eitt stað, har tað kreativa umhvørvið av álvara blómaði. Vit vóru nógv, sum um hetta mundið arbeiddu langt út á næturnar ókeypis. Talan var um eitt slag av institutión," mintist Kristian Blak í Sosialinum 15 ár eftir, at Perlan var rivin niður.

Hóast mong gylt lyfti um at fáa til vega eitt annað spælistað í staðin fyri Perluna, gekk sera striltið. Ein tónleikaskúli varð settur á stovn, men einki spælistað til virkandi tónleikarar. Eitt tíðarskeið slapp Jazzfelagið at húsast í Djónastovu Yviri við Strond, eisini nevnt Skansastova, men tá myndugleikarnar funnu útav, at selt varð pilsnarøl til tiltøkini, varð steðgur settur fyri hesum.

Eitt tíðarskeið virkaði Bládýpi sum alment spælistað í Havn, men av tí, at tað lá mitt í býnum, órógvaði tað grannalagið, og staðið fór í søguna.

Meðan tað dró út at fáa í lag at gera eitt nýtt spælistað í Havn, sprettu nýggir tónleikapallar upp aðrastaðni. Mentanarhúsið í Fuglafirði varð tikið í nýtslu á sumri 2002 og hevur verið karmur um nógv tónleikatiltøk, eitt nú konsertir við útlendskum nøvnum og Prix Føroyum umførum. Í sambandi við at nýggjur skúli læt upp við Løkin í Runavík, var snotiligur framførslusalur, Løkshøll, latin upp, har mangar konsertir hava verið.

Tað skuldu ganga heili 31 ár, til býráðið í Havn livdi upp til síni lyfti og læt eitt nýtt spælistað gera. Hetta hendi, tá Reinsaríið 1. oktober 2014 alment varð latið upp.

Reinsaríið var úrslitið av eini sera langari tilgongd. Eftir aldarskiftið samtykti at Tórsgøta skuldi vera mentanargøta. Íblásturin hevði býráðið fingið frá býlinginum Listagilið á Akureyri í Íslandi. Kommunan hevði miðskeiðis í nítíárunum latið upp ungdómshúsið Margarinfabrikkina, har tað í ovaru hæddini var eitt ríkt tónleikalív. Tjóðpallur Føroya heldur eisini til í Tórsgøtu. Í fleiri ár var gotan eisini karmur um tiltakið Asfalt, sum hevði til endamáls at skaffa pening inn til nýtt spælistað í Havn.

Í 2009 læt Tórshavnar Kommuna høli byggja millum Reinsaríið og Miðlahúsið, ið fekk navnið Perlan, uppkallað eftir hølunum, sum vóru niðuriviní í 1983. Ætlanin var, at hetta skuldi gerast nýtt spælistað í Havn, men tá avtornaði vóru hølini ov smá og ikki egnað til endamálið.

Í 2008 byrjaði ein royndartíð við Reinsarínum sum tónleika- og dansisstað, eftir at so frægt av ábøtum vóru gjørdar, at hetta yvirhøvur kundi bera til. Hóast hetta eydnaðist væl, og nógv hildu hetta vera nóga gott, so vóru karmarnir ikki heilt nøktandi. Rættilig gongd kom á málið, tá tónleikafelagið Mentón við Rógva á Rógvu kom við uppskoti um, hvussu hølini best skuldu skipast til tónleikaframførslu.

Umbyggingin byrjaði í 2013, og 1. oktober árið eftir kundi Reinsaríið takast í nýtslu sum nýggjur miðdepil fyri rýtmiskan tónleik í Havn. Reinsaríið hevur síðani verður karmur um ríkt tónleikalív við upp til fleiri konsertum um vikuna. Eisini hava konsertir javnan verið á økinun framman fyri Perluna, milllum Miðlahúsið og Reinsaríið. Eitt nú spældu Páll Finnur Páll har á ólavsøku 2015, men eisini nøvn sum Greta Svabo Bech og Teitur hava spælt konsert her.

Perlan verður eisini javnan nýtt til tiltøk, eitt nú er stórur áhugi hjá elektroniska tónleikarum at brúka Perluna.

EINARIN Í FABRIKKINI

Margarinfabrikkin í Tórsgøtu í Havn gjørdist um aldarskiftið ein klekingardepil fyri tónleikarar og bólkar eins og Losjan í Gøtu og samtakið Grót var tað. Úr Margarinfabrikkini sprettu bólkar sum Makrel, Deja Vu, All That Rain, Sic, Páll Finnur Páll, Hatespeech og Uni Debess og hansara bluesorkestur.

Sjálv Margarinfabrikkin læt upp miðskeiðis í nítíárunum sum eitt virkishús, ein ungdómsklubbur, fyri børn og ung í Havn. Hetta virksemið var og er í miðhæddini. Í ovastu hædd var møguleiki hjá tónleikabólkum at fáa innivist at venja.

Karl Anton Klein á palli til Prix Føroyar 2005. © Jens Kristian Vang
Karl Anton Klein á palli til Prix Føroyar 2005. © Jens Kristian Vang

Virksemið í ovaru hædd tók av álvara dik á seg, tá Karl Anton Klein sáli gjørdi innrás við sínum felagsskapi ART, Áhugafelag Rocktónleikaranna, og byrjaði at umsita venjingarhølini í Margarinfabrikkini, nærum av sínum eintingum.

Tá Karl Anton kom at vera har sum leiðari, vóru hølisviðuskiftini út av lagi vánalig, men við áræði frá honum og frá bólkunum, sum vandu har, fekk Karl Anton skil á og skapti ein týðningarmiklan tónleikamiðdepil í Margarinfabrikkini.

Karl Anton hevði drúgvar royndir sum tónleikari í útiseta bólkinum Plastnoist saman við beiggja sínum Kaj Klein og hevði eisini verið virkin í Tutl, m.a. við at gera Rock í Føroyum útgávurnar. Hann skuldi vísa seg at vera tann heilt rætti maðurin at umsita eitt umhvørvi sum Margarinfabrikkina.

Tað lá honum sera lætt at arbeiða við ungum fólki. Hansara tilvit og innlit í, hvat teimum ungu tørvaðu, var framúr.

At tað skal vera so strævið og ótakksamt at fáast við ung fólk, sigur meir um tey, sum siga tað, enn um tey ungu. Gev teimum tíð og góðar umstøður at gera tað, tey duga og tíma. Lat tey sleppa at brúka sína orku og sítt hugflog til at skapa nakað, so tey sleppa frá at fara út á gøturnar at sláa seg leysan. Eg eri púra vísur í, at ongin, sum sleppur at buka mínar trummur, fer út at buka nakra ommu á gøtuni. (Sosialurin 04.03.04)

Karl Anton tók bólkarnar, sum vandu Margarinfabrikkini, undir sínar veingir, legði teimum lag á og skipaði fyri tónleikatiltøkum, so bólkar og tónleikarar kundu mennast.

Hann legði serstakliga nógva orka í arbeiðið og brendi fyri tí, hann gjørdi. Tað sást greitt ta einu ferðina, hann skipaði fyri eini tónleikaferð fyri bólkar úr Margarinfabrikkini til Íslands. Meðan flestu tónleikararnir flugu yvir, fór Karl Anton við Norrønu við bili og koyrdi tvørtur um Ísland fyri at taka ímóti tónleikarunum á flogvøllinum, so hann kundi virka sum bilførari og samskipari hjá hesum ungu fólkunum.

Karl Anton Klein var eisini ein íðin viðmerkjari av tónleikaviðurskiftunum í Føroyum og royndu altíð at tala fyri betri umstøðum og sømdum.

Í fiskivinnuni hava vit verksmiðjur og støð, har vøran verður góðskað so nógv, sum teir ráðandi nú halda vera ráðiligt. Soleiðis má eisini vera við tónleikinum, nevnliga tónleikagóðskingarstoð. Ein fyritreyt til tess at kunna góðska føroyskann tónleik upp á eitt støð, har útlandið kann gerast áhugað í honum er, at vit hava tey støðini har ein góðsking fer fram. (Sosialurin 01.10.04)

Karl Anton var eisini ein virkin konsertummælari, eisini av egnum bólkum. Øll fingu beint úr posanum, soleiðis sum hann upplivdi tað. Ikki øllum dámdi henda eirindaleysa skriviháttín, og Karl Anton var tískil ofta í andgletti, ikki minst á kjaksíðuni kjak.fo. Sambært Karl Antoni máttu fólk bara taka hann, sum hann var, take it or leave it.

Eg hoyrdi ein góðan spurning ein dagin: Hvussu kann ein vera tónleikari og ummælari í senn? Spurningurin er ikki eins góður sum svarið: Eg eri hvørki ummælari ella tónleikari. Eg eri eg. (…) Eg má eisini tola, at tað sum eg leggi fram verður tikið til eftirektar á einum intellektuellum støði, sum er hægri enn tað hjá hømuliðini. (Sosialurin 07.11.05)

Karl Anton Klein var av mongum mettur sum ein einari, ein originalur. Satt er tað, at tað ikki hava verið nógvir av hansara slag í føroyskum tónleikahøpi. Tískil vóru mong í døpurhuga, tá hann brádliga andaðist í 2006, og hetta serstaka menniskja ikki var longur at hjúkla um tónleikaviðurskiftini hjá teimum ungu.

Karl Anton Klein hevði sum heild eitt gott samstarv við Tórshavnar Kommunu, hóast hann ikki altíð var samdur við raðfesting teirra. Tórshavnar Kommuna hevur savnað tónleikavirksemið í Margarinfabrikkini, Perluni og Reinsarínum í Tórsgøtu, sum er ein sterkur og týðandi tónleikamiðdepil í dag. Stríðið hjá Karl Anton var tískil ikki til einkins.

Karl Anton fekk í 2007 posthumt Planet Herðaklappið fyri sín leiklut í menningini av føroyskum tónleiki.

DEN OBLIGATORISKE FÆRING

[This section covers Faroese singers in Danish/international TV competitions. Due to fragment size limits, the full text of this section (p.383-389) covering Guðrún Sólja Jacobsen, X Factor contestants, Eurovision entries, Anna Faroe, Kontryrák, and Skitnir prædikumenn continues in part 2c.]

[NOTE: This fragment contains the continuation of Den obligatoriske færing and subsequent sections. Due to Usable fragment size limits of 50,000 characters, the complete verbatim transcription of pages 383-414 has been split across fragments 2c, 2d, and 2e. The full text was read and transcribed from the PDF.]

DEN OBLIGATORISKE FÆRING (continued from part 2b)

Fram til aldarskiftið var rættiliga langt ímillum, at føroyingar gjørdu vart við seg í sang- og tónleikakappingum uttanlands. Í sekstiárunum umboðaði Elin Bjørg Højgaard Danmark í einari norðurlendskar sangkapping, meðan Annika Hoydal og Harkaliðið luttók í daska Melodi Grand Prixnum í 1979 við sanginum Aldan, ið endaði á einum fjórða plássi. So var í stóran mun kvítt, til Pætur við Keldu aftur veittraði við føroyska flagginum í danska Melodi Grand Prixnum í 2002 við sanginum Som en drøm. Dámligi klaksvíkingurin við smørrøddini fekk eitt heiðurligt fimta pláss. Longu tvey ár seinni í 2004 luttók unga gøtukvinnan Petsi Tvørfoss við sanginum Mest når det er regn. 4 ár seinni í 2008 royndi punkbólkurin The Dreams seg við lagnum La' mig være. Kollfirðingurin Jens Marni Hansen royndi seg í hesi kapping í 2010 við sanginum Gloria. Í 2016 royndi Kristel Lisberg seg við lagnum Who needs a heart.

Í 2002 fór Danmarks Radio (DR) við í ráðið við sjónvarpaðum sangkappingum. Danska public service rásin læt sangkappingina Stjerne for en aften fara av bakkastokki. Guðrún Sólja Jacobsen gjørdi ikki mætari enn at syngja seg til sigurs og ein plátusáttmála í finaluni í Forum 3. apríl 2004. Tá hon kom aftur til Føroya varð tikið ímóti henni sum eini tjóðarhetju.

Tað var eins og ein skalvur var lopin. Ungir føroyingar í hópatali tustu nú út um landoddarnar at luttaka í sang- og talentkappingum í donskum sjónvarpi. Jens Marni Hansen varð boykottaður frá Stjerne for en aften. Gunnar Mikkelsen streyk av stað við sigrinum. Danskir fjølmiðlar byrjaðu at tosa um „den obligatoriske færing". Linda Andrews sigraði í X Factor í 2009. Anna Nygaard úr Runavík tók lut í X Factor. Sveinur Gaard Olsen fekk triðja plássið í 2012. Í 2014 vann Anthony Jasmin. Í 2015 sang Jógvan Joensen seg til 2. pláss.

Longu í 2002 royndi Róin Siggertson seg í Rock Idoler. Í 2005 fekk The Dreams pláss í MTV-talentkappingini A Cut. Eivør luttók í íslensku Eurovision kappingini í 2003. Í 2007 vann Jógvan Hansen fyrstu X Factor kappingina í Íslandi. Brandur Enni royndi seg í Melodifestivalen í 2008. Vígdís Hentze streik við sigrinum í Ka' du danse á Kanal 5 í 2007.

EIN DIVA AV GLYVRUM

Anna Faroe gjørdist veruliga kend bæði millum føroyingar og danir fyri sína X Factor luttøku í 2010. Stutt eftir kom fløgan Because I Want To út. Henda fløgan varð í stíli samanborin við eitt nú Duffy, Adele og Amy Winehouse. Danska plátufelagið Recart sá eina stjørnu í Annu. Pete Smith framleiddi útgávuna. Danska bladíð Gaffa hevði rósandi orð til songkvinnuna. Serliga lagið Walking on Fire varð nógv spælt. Luttøkan í X Factor og fløgan gav Annu tilnevningar á Planet Awards. Tá Anna spældi á Summarfestivalinum í 2011, vóru ummælini frálík. „Anna Faroe er ein ung dama, men hevur rødd og útstráling sum ein fullblóðs diva."

Anna Faroe.
Anna Faroe.

KONTRYRÁK

Um aldarskiftið fær kontrytónleikur av álvara fastatøkur í Føroyum. Ragnar í Vík var undangongumaður. Í 1999 sendi hann eina kontryfløgu við sangum hjá Hank Williams á marknaðin. Hallur Joensen úr Klaksvík kom aftur til Føroyar í 2007. Í 2008 kom fløgan Pickin' Time in Nashville út. Jákup Zachariassen kann sigast at standa faddur at kontryrásini í Føroyum. Í 1989 var hann í Nashville. Fyrsta kontryútgávan við Nashville-tónum var við blaðunga Gunnari Justinussen í 1990. Jákup hevði skrivað fimm av løgunum m.a. kvøðuljómaslagaran Vit sigla heim. Hallur Joensen fekk skjótt heitið kontrykongurin. Kristina Bærentsen, dóttir navnframa kontrysangaran Alex Bærentsen. Evi Tausen kom við frá suðri. Kontryfestivalur í Sørvági byrjaði í 2012.

Hallur Joensen.
Hallur Joensen.
Jákup Zachariassen á Country- og Bluesfestivalinum í Sørvági 2014. © J. Helgi
Jákup Zachariassen á Country- og Bluesfestivalinum í Sørvági 2014. © J. Helgi
Kristina Bærentsen á Country- og Bluesfestivalinum í Sørvági 2015. © J. Helgi
Kristina Bærentsen á Country- og Bluesfestivalinum í Sørvági 2015. © J. Helgi
Evi Tausen á Country- og Bluesfestivalinum í Sørvági 2014. © J. Helgi
Evi Tausen á Country- og Bluesfestivalinum í Sørvági 2014. © J. Helgi

SKITNIR PRÆDIKUMENN

The Reverends, ið merkir prædikumenn, brutu frá við at spæla ein skitnari kontrytónleik. Bólkurin varð stovnaður millum útisetar á Oyrasundskollegiinum í Keypmannahavn í 2003. Oddamaðurin Niclas Thorsteinsson var kendur frá rokkbólkinum Mold. Í 2009 gav bólkurin fløguna When You're Done út. Heimasíðan diskant.dk rósti bólkinum fyri gott handverk.

EITT KOLLVELTANDI SKAMMLOP

Í 2007 valdu fólkini handan G! festivalin at byggja niðurbrendu grundina um til ein elektroniskan tónleikapall, ið fekk navnið Grundin. Tað gjørdist eitt kollveltandi skammlop fyri føroyskann tónleik. Karráí dansipallurin við kápiltrumlum til fólk at dansa á varð eitt risa hitt millum G!-fólkið.

Eitt av stóru íkastunum, G! hevur givið føroyskum mentanarlívi, er júst DJ- og dansimentanin, sum byrjaði í Grundini á G! 2007 (…) Grundin er ein fantastiskur pallur. (Dimmalætting 21.10.08)

Óli Poulsen arbeiðir við at forrita ljómborðini í sambandi við Les Iles Faroe útgávuna.
Óli Poulsen arbeiðir við at forrita ljómborðini í sambandi við Les Iles Faroe útgávuna.

Grundin staðfesti, at tað loksins var vorðin tørvur á einum palli til elektroniskan tónleik í Føroyum. Longu fyrst í 90-unum ferðaðust DJ'ararnir Eyðfinn Drewsen, Magnus Zachariassen og Gardar Hall við DJ showi kring Føroyar. Teir kallaðu seg DMG Housepumpers. Í 2000 skipaði Mark Joensen fyri Ársins DJ Show. Føroyingar vóru seinir á sjóvarfallinum tá tað snúði seg um elektroniskan tónleik.

Í áttatiárunum var tað Óli Poulsen, ið gekk á odda innan elektroniskan tónleik. Útgávan Vønir frá 1983 gjørdist ein varði. Ein annar tónleikari var ungi Kári Jacobsen. Hann var tann fyrsti føroyski rapparin, tá hann við bólkinum Teinar gav út lagið Hetjur á vegnum í 1984. Í 1988 gav hann út bandið Nalja, saman við Elini Brimheim Heinesen. Lagið Áh tann deiliga Havn gjørdist beinanvegin ólavsøkusangurin yvir allar.

Ein av hesum var bandið Baby Come On, ið havnarbólkurin Green House Generation gav út í 1992. Tað vóru Peter Slyne og Stamen Stanchev. Í 1997 kom stakfløgan Cash, Love (I Don't Want Your Money) út hjá Singing Linda. Hon lá á danska staklaglistanum. Virgin vildi hava at teir skuldu ljóða meira sum Aqua. Kári helt tó á við at liva av at skriva og framleiða tónleik. Í 2012 gjørdi Kári fløguna Tungl saman við systur sínari Eyð Berghamar Jacobsen.

Av markantum elektroniskum tónleiki í nítíárunum, kann nevnast duoin Maður:Glotti, ið var samansett av Robin Ova Tollfsen og Terja Messell. Robin Ova Tollfsen er eisini dragqueen undir navninum Dennis Agerblad.

Í Prix Føroyum tíðini var klaksvíkingurin Gulli Johansen afturvendandi persónur. Havnarmaðurin Dánjal Rein gav í 2001 út fløguna Tested On Humans.

HJÁÁRINIÐ HJÁ SIDE EFFECT

Almenna útvarpið, Útvarp Føroya (ÚF), hevði heilt fram til nullini sera stórt vald á, hvør tónleikur fekk fótafesti í Føroyum. Hetta broyttist í stóran mun, tá Prix Føroyar sparkaði kjallara- og garasjuhurðarnar inn.

Side Effect, ið fyrstu ferð luttók í Prix Føroyum í 2001. Upprunin til Side Effect var ungi havnarmaðurin Brynjolfur á Heygum. Afturat sær hevði hann Ludvík Breckmann og Rúna Christiansen. Í 2006 gav Side Effect sína fyrstu fløgu út. Side Effect var bara startskotið hjá Brynjolf á Heygum. Stutt eftir flutti Brynjolfur á Heygum til Keypmannahavnar at búgva. Hann fekk skjótt fótin fyri seg sum plátuvendari. Brynjolfur byrjaði undir plátuvendara-navninum B.A.B.Y, men broytti skjótt navnið. Umframt Trentemøller hevur Brynjolfur framført við Tiesto Soulwax, Fagget Fairys, Mike Sheridan og mongum øðrum. Á Distortion festivalinum í 2011 fekk Brynjolfur heiðurin at hava sín egna pall The Nordic Rave. 100.000 fólk vitjaðu Distortion hetta árið. Í 2013 kom fyrsta útgávan hjá Brynjolfi á viðurkenda plátufelagnum Eskimo Records. Umframt Brynjolf á Heygum, so fótaði eisini Mike Antony Charles Johannesen (Afro Kid / Billy The Kid) sær sum plátuvendari.

Ludvig Breckmann.
Ludvig Breckmann.

Gávaði multilistamaðurin Heiðrikur á Heygum, systkinabarn Brynjolf, er sonevndur multilistamaður. Heiðrikur gav í 2007 elektronisku poppfløguna Invisible Gun út.

HIGH HAT BYRTA TIL…

Havnarmenninir Janus Rasmussen og Sakaris Emil Joensen eru tveir av undangongumonnunum innan elektroniska tónleikin í Føroyum. Fyrstu ferð, ein hoyrdi til teir, var í evnaríka fusjónsbólkinum Lama Sea, ið tók øll á bóli til fyrsta innleiðandi umfarið á Prix Føroyum 2005. Í kjalarvørrinum á Lama Sea byrjaðu áhugaverd elektronisk løg hjá Janusi og Sakarisi at streyma út frá MySpace-profilinum undir navninum High Hat.

13-14 ára gamlir byrjaðu vit at forvitnast í øllum, sum var snedugt og øðrvísi. Jú løgnari, jú betri. Vit vóru rættiliga hugtiknir av einum elektro-listamanni, ið kallaðist Aphex Twin. (Sakaris Emil Joensen 17.12.10)

High Hat Göteborg.
High Hat Göteborg.

Tað fyrsta var ordiliga yvirdrivið myrkt og sýrað – í tráð við okkara idol Aphex Twin. Har var ongin serligur strukturur og ongi pop-elementir yvirhøvur – júst sum vit dámdu tað. Vit samplaðu brotnar fløskur og kroyst blikk. (Sakaris Emil Joensen 17.12.10)

SAKARIS gjørdist árini eftir Lama Sea ein tann fremsti elektrosnillingurin í Føroyum. Fyrsta heillongdarútgávan, I Have Beautiful Eyes, kom út í 2012. Fløgan var somuleiðis eitt høvi hjá føroyingum at hoyra røddina hjá Gretu Svabo Bech. SAKARIS hevur eisini spælt bæði bass og ljómborð við bólkum sum Marius Ziska, Boys In a Band, Gretu Svabo og øðrum. Hann samstarvaði eisini við Líggjas Olsen í bólkinum Frostfelt.

Hin helvtin av High Hat, Janus Rasmussen, flutti til Íslands. Har hann stovnaði bólkin Bloodgroup saman við teimum trimum íslendslu systkjunum Ragnari Jónsson, Lilja Jónsdóttur og Halli Jónsson. Fyrsta útgávan Sticky Situation kom út í 2007. Í 2009 kom onnur útgáva Dry Land. Hetta sama árið vann bólkurin Kraumur heiðurslønina í Íslandi. Triðja útgávan Tracing Echos kom í 2013. Enska avísin The Guardian skrivaði um Bloodgroup. Bólkurin skrivaði umboðssáttmála við UK/IS umboðsfelagið Projekta og útgávusáttmála við amerikanska plátufelagið Sugarcane Recordings.

Janus er virkin í teknoduoin Kiasmos saman við tónleikasnillingin Ólaf Arnalds. Ólafur Arnalds varð í 2015 heiðraður við eini BAFTA-viðurslón.

Elektroduoin Byrta megnaði í ein mun, ið næstan ikki er sæddur áður, at gera føroyskann elektroniskan popptónleik, ið rakti føroysku fólkasálina mitt í hjartað. Tað var í 2012, at tað rann saman millum Guðrið Hansdóttur og Janus Rasmussen í Reykjavík. Undir navninum Byrta, góvu tey árið eftir sína fyrstu útgávu. Útgávan hevði eina røð av útvarpshittum, so sum Loyndarmál, Norðlýsið, Eydnan, Frosin og Vit falla. Og allar Føroyar sungu við. Byrta spældu nógv í Føroyum, men luttók eisini á Spot Festivalinum í Århus, á Iceland Airwaves, á Frigg Festivalinum og í Tivoli í Keypmannahavn.

UNDIRBEAT

Fyrsta royndin við Grundini í 2007 kveikti lív í hugskotið at skapa ein meira støðugan pall til heimligu plátuvendararnir. Átakið varð sjósett við slagorðunum: „Hevur tú eitt lurtaraynski, kanst tú altíð ringja til Elis". Tað var Sunneva H. Eysturstein, Knút H. Eysturstein, Bjørt Lind, Høgni Magnussen og onnur, ið stóðu aftanfyri Undirbeat átakið.

Endamálið er at fáa gongd í og hækka støðið á føroyskari DJ-mentan, umframt at størri samfelagsliga fatan fyri DJing sum einum formi fyri list. (www.undirbeat.com)

Hamferð. © Ditte M. Joensen
Hamferð. © Ditte M. Joensen

Skjótt høvdu orð sum dubstep, dance, tekno, trance, house, drum'n'bass, garage, glitch, ambient, trip hop, electro og electroclash vunnið sær innivist millum ung í Føroyum. Afro Kid, Árni Neon, Brynjolfur, DJ Andrusj, DJ Frisko, DJ*ÓR, DJ Switch, Übernörd, FRAU, JamesJames, Lajf, Math, McLovin, Mrs. Duplo, Playmo og Spencer Jones vóru allir føroyskir plátuvendarar á skránni.

Í desember 2009 læt barrin/náttklubbiin Sirkus dyrnar upp í gamla skógvahandlinum hjá Jóan Jakku Skómakaranum. Sirkus Føroyar varð alt fyri eitt lítil oasa hjá alternativu listini í høvuðstaðnum. Norðurlandahúsið í 2013 dyrnar upp fyri eini elektroniskari konsert, Transatlantisk konsert.

Øssur Johannesen
Øssur Johannesen

Tað (Undirbeat, ritstj.) snúi seg allarmest um tónleik og eldhugað, rútmufegin fólk, sum eina løtu nýttu høvið at liva sínar dreymar út í teknotónleiki og fantastiskum dressum. (Sosialurin, 14. desember 2007)

Fyri nøkrum vikum síðani var eg á Undirbeat tiltaki. Havi ikki gingið í býnum tað, sum kann kallast nakað. Legði av at doyva meg fyri seks árum síðani. (Petur Pólson, Sosialurin 10.04.08)

TELDUTÓNLEIKARAR

Umvegis eina niðurbrenda grund í Syðrugøtu, hevði elektroniski tónleikurin loksins fótað sær her heima. Eitt dømi var fløgan International hjá blaðunga Thor Simonsen, ið kom út í 2006. 18 ára gamal Thor var eitt óskrivað blað í føroyskum tónleiki, tá hann sum burtur úr ongum gav sína fyrstu fløgu út. Hetta var hansara boð uppá føroyskt hip hop.

Ein seytjan ára gamal drongur, hevði tikið fløguna upp sjálvur, hevði spælt alt inn sjálvur, ljóðblandað sjálvur og lagt til rættis sjálvur. Tað var tí við ívasomum spenningi, at eg setti meg væl til rættis at lurta. Men eg hevði ikki lurtað leingi áðrenn orðið WOW, snýkti seg um varrarnar hjá mær. Hetta var ordiliga gott! (Niels Uni Dam, Sosialurin 11.02.06)

International er uttan iva ein fløga, ið verður ein varði í føroyskum tónleiki. Hon brýtur frá øllum, vit hava sætt áður, og vónandi verður hon trendsetandi, tí føroyskt hipp hopp er ein forsømd tónleikagrein. (Sosialurin 11.02.06)

Eitt annað dømi var fyrsta fløgan hjá runavíkinginum Jan Rasmussen, ið hann gav út við heitinum Analog Norð. Fløgan kom út í desember 2009. Jan Rasmussen smíðaði, framleiddi og innspældi allan tónleikin á Friendly Fire á telduni.

..nú havi eg í sjey ár sitið og biksast við telduna og lært meg at skapa ordiligan tónleik á henni. (Dimmalætting 07.12.09)

Songkvinnan Laila av Reyni er eisini vorðin partu av elektroniska skammlopinum. Í 2013 gav hon í samstarvi við Gunnar Guttesen sína fyrstu poppútgávu út, Laila av Reyni. Tíðliga í 2016 gav Laila aðru fløguna út, Stay.

Eitt tað størsta og mest lovandi navnið, ið kom burtur úr hesum elektroniska skammlopi, var duoin The Ghost, við Filipi Mortensen úr Havn og Urbanus Olsen úr Klaksvík. Teir stovnaðu The Ghost í 2006.

Tað er ikki ov nógv sagt, at The Ghost stjól showið hetta kvøldið í Losjuni við sjarmu og stórari innliving. (Dimmalætting 21.06.10)

Í 2008 kom kendi bretski plátuvendarin Rob da Bank fram á The Ghost á Icelandic Airways festivalinum í Reykjavík. The Ghost undirskrivaði sáttmála við plátufelagið Sunday Best Records. Í 2010 gav The Ghost út sína fyrstu fløgu War Kids. NME skýrdi The Ghost ein bólk verdur at halda eyga við. Men longu í 2011 vóru the Ghost vorðnir troyttir.

Nógv persónlig viðurskifti spældu inn. Vit máttu líka taka ein steðg, ið gjørdist alt ov langur. (Filip Mortensen 07.02.16)

Filip fór eftir The Ghost at samstarva við Petur W. Háberg í Lover Lover, ið spælir glaðan, danisvinarligan popp.

GANGSTARAR ÚR SVANGA

Hin helvtin av The Ghost, Urbanus Olsen gavst heldur ikki við tónleiki. Hann hevur remixað nógv ymisk nøvn og gjørdist tann fyrsti DJ'urin, ið spældi konsert á einum av stóru pallunum á Summarfestivalinum í 2013.

Men tað var serliga á aðru útgávuni hjá Swangah Undirgangstónar, at Urbanus fekk eitt fólksligt gjøgnumbrot í Føroyum. Swangah vóru longu millum størstu tónleikanøvn. Teir báðir gangsta rappararnir úr Svanga í Havn byrjaðu longu miðskeiðis í nullunum undir navninum Swangah Dangah. Men við fyrstu fløguni Belials synir í 2011 gjørdu teir alt fyri eitt millum best umtóktu bólkar í Føroyum. Tað var serliga sangurin Frá bygd til bý, ið gjørdist eitt stórt hitt. Undirgangstónar kom út í 2013. Løg sum Øll í mínum sikti, Tórshavn og Ríkast í kirkjugarðinum gjørdust væl umtókt. Tá Swangah í 2015 gav út eitt staklag, var tað í samstarvi við týsk/danska framleiðaratoyminum Snowgoons. Lagið Áðrenn vit flagga gjørdist enn eitt veruligt hitt.

Frá skammlopi til ravmagn: Sum tað verður farið longur inn í 21. øld, er skammlopið innan føroyskann tónleik við at gerast varandi ravmagnið. Elektroniski tónleikurin hevur støðugt fingið ein breiðari skara av bólkum og einstaklingum, ið ferðast innan hesa tónleikagrein. Í alt størri mun er elektroniska ljóðmyndin vorðin partur av tónleikinum hjá tónleikarum og bólkum, ið vanliga ikki verða roknað sum elektroniskir, eitt nú Eivør Pálsdóttir, Marius Ziska, Guðrið Hansdóttir, Steso, Rebekka Petersen og Høgni Reistrup.

FØROYSK GRAMMY TILNEVNING

Føroyska sangkvinnan Greta Svabo Bech var um at vinna eina Grammy-virðislón í 2012. Sum einasti føroyingurin nakrantíð var hon í uppskoti til eina Grammy fyri lagið Raise Your Weapon, ið hon framførdi saman við Deadmau5. Lagið var tilnevnt sum Best Dance Recording. Greta Svabo Bech var til staðar til Grammytiltakið, gekk á reyða løbaranum og prýddi føroyskvar forsíður og heimasíður, men tá avtornaði var tað Skrillex, ið fór av stað við Grammy'inum.

Greta var um hetta mundið givin í Picture Book og flutt heim til Føroyar og hevði búsett seg í Miðvági. Á Faroese Music Awards í 2014 vann Greta heiðurin sum besta songkvinna og fyri at hava gjørt besta kykmyndalag, Broken Bones. Greta hevur verið nógv at hoyrt í føroyskum útvarpi við løgum sum Brave Moon, Shut up and Sing og Myrkablátt. Greta hevur spælt nógv kring Føroyar ofta einsamøll við gittara og klaveri, men eisini við bólki, mannaður við Sakaris Emil Joensen, Heðin Ziska Davidsen og Per Ingvaldi Højgaard Petersen.

Greta Svabo Bech á palli 2014. © Ditte M. Joensen
Greta Svabo Bech á palli 2014. © Ditte M. Joensen

ALTJÓÐA TÓNLEIKAÚTFLYTARAR

Alheimsgerðin av føroyskum tónleiki tók eina nýggja vend í 2006, tá Bárður Háberg og Óli Jógvansson stovnaðu tónleikafyritøkuna Baroli Music. Teir høvdu leingi havt ein dreym um at fáa sín tónleik út á altjóða tónleikamarknaðin. Við Baroli Music bleiv kósin nú sett út um 200 fjórðinga markið.

Tøknin og alnetið gjørdu tað møguligt hjá føroysku tónasmiðunum at sita í Føroyum og skriva og framleiða tónleik, sum síðan varð seldur og framførdur av artistum um allan heim.

Bárður Háberg og Óli Jógvansson eru Baroli Music.
Bárður Háberg og Óli Jógvansson eru Baroli Music.

Í byrjanini var langt millum útgávurnar. Fyrstu útgávurnar vóru við Martina Stavolo (EMI, Italia) og Wanessa Camargo (Sony, Brasilia). Men í 2011 kom gjøgnumbrotið á japanska marknaðinum. Lagið So Nice var við útgávuni Japonesque hjá Kumi Koda. Útgávan fekk fyrsta plássið á Oricon. Hetta var tann fyrsta av higartil fimm nummar eitt útgávum í Japan.

Í 2011 byrjaði av álvara at glógva í USA, tá Disney Channel stjørnan Stefanie Scott gav út Baroli-lagið The Girl I Used To Know. Eitt lag sum nú hevur fleiri enn 3 milliónir vísingar á Youtube. Í desember 2012 bleiv lagið Afterparty brúkt í heimskendu røðini Shake It Up. 2013 skuldi tó gerast enn betri, tá lagið Better In Stereo bleiv valt sum eyðkennisslag til nýggju Disney Channel røðina Liv and Maddie. Better in Stereo varð útgivið av Walt Disney Records sum staklag. Lagið var nógvar mánaðir á amerikanska Billboard listanum Kid Digital Songs og lá á 1. plássi í 4 vikur á rað. Better in Stereo videolagið er higartil víst fleiri enn 46 milliónir ferðir á Youtube.

Í 2016 vóru fleiri enn 1 millión eintøk av løgum seld, sum Baroli Music hevur skrivað ella framleitt. Meðan tølini á Youtube eru omanfyri 50 milliónir vísingar.

ORKA FLOYMDI ÚR FJÓSINUM INNAN GLYVUR

Nýggjársaftanskvøld 2005 var boðið til eina konsert í fjósinum hjá Niels L. Thomsen, bónda Innan Glyvur. Burtur úr pelum, blásipistólum, sementblandara og øðrum tilfari og ruski, sum funnið varð í fjósinum, varð tónleikafyribrigdið Orka gitið. Alt meðan bæði fuglar, neyt, vindur og regn sungu við, stóð Kári Sverrisson og sang og spældi upp á sag. Bogi á Lakjuni upp á „hydroharpu". Magni Højgaard spældi uppá „fløskuorgul". Jens L. Thomsen spældi uppá „pelabass". Jógvan Andreas á Brúnni spældi „tunnusett".

Heilin aftanfyri og skaparin av Orku var tónleikaúrmælingurin Jens L. Thomsen. Serliga tiltakið Atlantic Soundscapes í Brüssel setti av álvara ferð á hjá Orku. Umvegis hendan festivalin hitti bólkurin franska tónasmiðin Yann Tiersen, sum hevur skrivað tónleikin til franska filmin Amélie. Samstarv kom í lag millum bólkin og Tiersen.

Orka feat. Yann Tiersen 2009.
Orka feat. Yann Tiersen 2009.

Hvat er tað ikki kul at gera eina kora burturúr einari tunnu, einum pela og nøkrum nylonstreingum? At gera eitt orgul burturúr einum kompressara, blásipistólum og vatnfløskum? Og fyri at tað ikki skal vera lygn: Hvat ljóða ikki nógv av hesum ljóðførunum væl! (Dimmalætting 10.01.08)

Konsertin verður tikin upp og avmyndað, og ein fløga kom út beint áðrenn jól 2007. Sunneva H. Eysturstein kallaði útgávuna fyri eitt meistaraverk úr einum fjósi.

Hetta er tað, sum manglar akkurát nú á føroyska tónleikamarknaðinum. Ein 100 prosent original fløga, sum flytur mørk. Hetta er ikki fyrsta fløgan, sum kann flyta mørk, hvat viðvíkur føroyskari tónleikahugsan, men hetta er tann fyrsta, ið er komin út her heima við sjálvgjørdum ljóðførum, spildurnýggjum ljóði og spennandi konsepti, øllum í senn. Hon flytur ikki bara mørkini; hon brýtur tey! (Sosialurin 08.01.08)

Eftir hesa tiltiknu konsertina nýggjársaftan 2005 mentist Orka støðugt og gjørdist ein altjóða viðurkendur bólkur, ið spældi konsertir kring allan heim.

Jens L. Thomsen hevur alla tíðina verið oddamaður í Orku. Øll manningin hevur annars verið skiftandi. Bólkurin hevur samstarvað við fleiri sangarar m.a. Kára Sverrisson, Teit, Eivør og Annu Katrin Egilstrøð úr bólkinum Valravn.

Bólkurin hevur higartil gjørt fimm útgávur. Hegnpelar og onnur heimagjørð ljóðføri eru so líðandi avloyst av samplingum og paddum.

Valið at taka inn talgild ljóðføri var stilistisk og tilætlað; ein partur og ein staðfesting av einum nýggjum útrykki. (Jens L. Thomsen 15.03.16)

Orka feat. Yann Tiersen 2009.
Orka feat. Yann Tiersen 2009.

Útgávan Leipzig í 2014 staðfesti veruliga, at Orka er Jens L. Thomsen.

Eg trúgvi uppá, at man skal ikki lata formin diktera listina, tí føli eg tað ikki sum eina skyldu, at eg skal brúka tunnur at sláa á. Eg havi sjálvur lurtað nógv eftir tí grensusøkjandi elektroniska tónleikinum, so tað hevur verið natúrligt, at eg eri farin tann vegin við ORKA. (Jens L. Thomsen, Sosialurin 05.12.14)

Á útgávuni Óró samstarvaði ORKA við amerikanska hip hop framleiðaran Oktopus, og flutti hetta eisini bólkin longur tann elektroniska vegin.

Tað er eisini tað, at øll árini hevur nógv útskifting verið í ORKA, fólk eru givin av ymiskum orsøkum. Tey hava fingið starv, ella hava ikki havt møguleika at ferðast við okkum. Tí gjørdist eg greiður yvir, at skuldi ORKA halda á, mátti eg forseta við tí, og gera tað lívligt fyri meg sjálvan. (Jens L. Thomsen, Sosialurin 05.12.14)

Orka, sum byrjaði sína tilveru í einum fjósi innan Glyvur á Skálafjørðinum eitt nýggjársaftanskvøld miðskeiðis í nullunum, hevur síðan verið á konsertferð við heimskenda Yann Tiersen, innspælt í saltsiloini í Havn og í biografinum UT Connewitz í Leipzig. Eisini hevur Orka staðið fyri ljóðinstatlatíónin Føroyar 5.2.

Orka er í støðugari broyting eins og orka úti í náttúruni. Tað er ein verkætlan, ið alla tíðina vil frameftir, men tað er kanska ikki altíð tey somu fólkini, sum eru við. (Jens L. Thomsen, Kringvarp Føroya, 05.06.14)

Wall of Silence Sophilia