Talgilda tónleikasamskiftið

The Digital Music Revolution

Síður 415–416 · Høvundar: Hans Egholm, Kartin L. Hansen

Føroyskur rokktónleikur hevur altíð verið í stórari menning. Rák uttan úr heimi hava skumpað undir menningina. Nøkur teirra hava gjørt størri árin á gongdina í føroyskum rokktónleiki enn onnur, men samanumtikið hevur føroyski rokktónleikurin tikið tær rembingar til sín, sum eru komnar av altjóða rákinum.

Vit hava við hesi lýsing af føroysku rokksøguni roynt at peika á serligar hendingar, tíðarskeið, bólkar, persónar og umhvørvi, sum eiga sín serliga leiklut í hesi søgu.

At peika á nakað av hesum sum havandi serligan leiklut er ikki lætt og ei heldur vandaleyst. Men til ber ikki at koma uttan um undangongumenn sum Simma og Brand Øssursson, sum við áræði og musikaliteti løgdu teir fyrstu lunnarnar undir tí, vit standa á júst nú.

Faroe Boys við Robert McBirnie á odda løgdu eitt nýtt støði fyri føroyskann rokktónleik.

Jazzfelagið í Havn var ein týdningarmikil karmur fyri livandi tónleikin í eini tíð, har hann hevði torfør kor at virka undir.

Progressiva rákið í Klaksvík við Straight Ahead og Hjarnar standa eisini sum ein varði í føroysku rokksøguni.

Tøknilig menning við fleiri upptøkuhølum gjørdu føroyskann rokktónleik til ein fjølmiðil – útbreiddan og varðveittan fyri eftirtíðini.

Miðlingin av Føroyum hevði stór samfelagslig árin her á landi og ikki minst á tónleikin. Fylgisveinasjónvarp varpaði rákini uttan úr heimi beinleiðis inn í stovurnar og venjingarhølini hjá tónleikabólkunum.

Alheimsgerðin um aldarskiftið gjørdi Føroyar til ein javnbjóðis part av heimssamfelagnum. Talgildingin av tónleikinum hevur við sær, at føroyski tónleikapallurin hevur beinleiðis samband við marknaðin og áhoyrarafjøldina alla tíðina her og nú.

Verður farið eini 20-30 ár aftur í tíðina, var kenslan tann, at føroyskur tónleikur var eftirbátur í mun til umheimin. Henda fjarstøða er minkað alla tíðina, men er meiri ella minni heilt horvin nú. Ein samanbering af føroyskum og útlendskum tónleiki við fjarstøðu sum grundgeving gevur onga meining longur. Tað talgilda tónleikasamskiftið hevur sett nýtt støði fyri føroyskann tónleik. Hann er vorðin ein partur av altjóða tónleikapallinum á jøvnum føti við allan annan tónleik. Tíðarlummin millum útheimin og Føroyar er burtur.

Úrslitið av hesari menning er fleirfaldað. Ein yrkisgrein hevur ment seg fram. Eitt nýtt ættarlið av føroyskum yrkistónleikarum ferðast út í heim at spæla – nakað sum als ikki fanst fyri bert fáum árum síðani. Tónleikur er vorðin ein lítil, men týðandi útflutningsvøra, sum hevur stóran týðning fyri ímyndina av Føroyum og føroysku mentanina.

Tann føroyski tónleikasamleikin er eisini sterkari nú enn nakrantíð. Ótilvitað verður leitað eftir einum serføroyskum útrykki. Sorgblíði tónleikurin og framførslurnar hjá Mariusi, Eivør og Teiti raka kanska við kjarnina á okkara tónleikasamleika – melankolskt, eymt, vakurt og stórsligið.

Vit síggja fjøll og grønar líðir fyri okkum í hesum tónum. Brimið sum brestir í klettin – í Blue Star Club og út á alnetið. Tað, sum byrjaði við fyrsta brotinum hjá Brandi Øssursoni og Simma, er nú eitt markleyst alheims talgilt tónleikasamskifti.

Wall of Silence Sophilia