1990ini

Syngja sama lag

Singing the Same Song

Síður 246–299 · Høvundar: Hans Egholm, Kartin L. Hansen

Høvundar: Niels Uni Dam, Uni L. Hansen, Kartin L. Hansen

Nítiárini byrjaðu ógvusliga úti í heimi við kommunismunnar falli, múrurin, sum býtti Berlin sundur í tveir partar, varð niðurrivin, og USA fór í kríggj í miðeystri móti Irak. Kalda kríggið viknaði, og Europa fekk nýtt skap.

Í Føroyum fingu tó onnur viðurskifti størri týdning. Alduringarnir frá førda búskapar- og vinnulívspolitikkinum í áttatiárunum raktu nítiárini meint. Veldugu lántøkurnar í fiskivinnuni við veðhaldi frá tí almenna miseydnaðust. Landið var um at fara á húsagang og mátti leita sær til Danmarkar eftir hjálp. Føroyingar vórðu noyddir at lúka harðar treytir fyri at fáa hjálp. Av dømum kendu føroyingar seg illa viðfarnar og at vera skýrdar oyðslutir og als ikki at hava peningaskil.

Búskaparkreppan var lemjandi fyri samfelagið og samleikan hjá fólki sum heild. Nógv fólk vóru noydd at flyta av landinum fyri at finna arbeiði. Fólkatalið fall. Sjóvinnubankin og Føroya Banki vóru um at lúta fyri kreppuni. Landið mátti taka um endan og yvirtaka bankarnar. Størsti eigarin av Føroya Banka var Danske Bank. Sambært føroyingum slapp hann sær undan millióna rokning, sum føroyski skattgjaldarin sat eftir við. Soleiðis tyktist niðurstøðan í bankamálinum at vera. Hetta elvdi til stóra kreppu millum Føroyar og Danmark. Føroyingar kendu seg snýttar av dønum. Viðurskiftini millum danir og føroyingar vóru spent, og serliga var ónøgdin við Nyrup stjórnina stór.

Orðatakið, at neyðin lærir nakna kvinnu at spinna, tykist vera rámandi fyri føroyska rokktónleikin, tí trongu tíðirnar fyrst í nítiárunum fingu alstóran týdning fyri føroyskan tónleik. Ein ørgrynna av bólkum og pallum stungu seg upp í nítiárunum. Undir kreppuni fekk tónleikalívið frið at vaksa. Tað tyktist sum um, at stundir nú vóru til at dyrka tónleik í staðin fyri at jagstra ríkidømi og framburð.

Kring allar Føroyar blómaði tónleikalívið. Musikkskúlin í Havn hevði venjingarhøli í Skansastovu úti við Strond, og nógvir bólkar spruttu úr hesum umhvørvinum. Men eisini í Eysturoynni stungu fleiri bólkar seg upp fyrst í nítiárunum, ið skuldu gera vart við seg fram gjøgnum nítiárini. Her kunnu serliga nevnast Enekk og Wolfgang, ið á hvør sín hátt skuldu gerast týdningarmiklir.

MTV, MOTORSÚKKLUR OG HARÐUR ROKKUR

MTV-sjónvarpsrásin sást í Føroyum seinast í áttatiárunum, fyrst og fremst umvegis Rás Tórshavn, ið gav øllum borgarum í høvuðsstaðnum atgongd til nýggjasta tónleikin, men eisini kring landið, har parabolantennurnar prýddu húsini, gjørdist MTV gerandiskostur. Seinast í áttatiárinum var harði rokkurin og tann sonevndi hár málmurin sera stórur kring heimin og varð spældur nógv á MTV.

Nýggi tónleikurin hevði sína innrás á føroyska tónleikapallinn, og um nítiáraskiftið var serliga ein bólkur, ið gjørdist slóðbrótari fyri harða rokkin í Føroyum. Chase var mannaður av tónleikarum fyrst og fremst av Skálafjørðinum. Edmund Jacobsen sang, Niclas Johannesen spældi gittara, tað gjørdi karismatiski svíin Lehnert Kjeldsen eisini, á bassi var Mikkjal Joensen, á ljómborði var upprunliga Óli Olsen, ið vit kenna úr Enekk, men hann varð tíðliga avloystur av Mark Joensen. Handan trummurnar sat James Olsen.

Birni Dam.
Birni Dam.

Við løgum hjá Bon Jovi, Aerosmith, Alice Cooper og øðrum fór Chase á pallin á Nýggjárskonsertini 1989 og gjørdist mest umrøddi og ein tann best dámdi bólkur í landinum eftir einari nátt. Eftir tað vóru konsertir kring alt landið, og pallframførsla við hálvnakum damum og Harley Davidson motorsúkklum vaktu ans. Chase fepurin var høgur kring landið.

Birni Dam (250).
Birni Dam (250).

Ambitiónirnar vóru høgar, tá Chase fór í upptøkuhølið at spæla inn fyrstu fløguna. Nakrar broytingar vóru hendar í manningini. James Olsen var farin av landinum, og í hansara stað kom ungi Bjarki Meitil. Eisini Mark Joensen hevði leitað sær nýggjar leiðir, og herbúgvandi bulgarin og tónleikalærarin Stamen Stanchev kom í hansara stað. Undir upptøkunum fór eisini Lehnert Kjeldsen úr bólkinum og læt Niclas Johannesen vera einsamallan um gittarleiklutirnar.

Birni og Simme.
Birni og Simme.

Fyrsta útgávan Chase kom á marknaðin í 1992. Men hóast hon fekk góða móttøku, og fleiri løg, so sum Fyrstu Ferð og balladan Two hearts vórðu spæld nógv í útvarpinum, so megnaði bólkurin ikki veruliga at røkka hæddunum, ið teir høvdu rakt, tá teir spældu láníløg. Niclas Johannesen heldur, at ein av orsøkunum var, at Lehnert ikki longur spældi í bólkinum. Umframt karismatisku framførslurnar, var hann eisini hugsjónarligi heilin aftan fyri konsept, framførslu og annað.

Lýsing fyri fyrstu plátuni.
Lýsing fyri fyrstu plátuni.

Longu árið eftir útgávuna tyktiskt bólkurin at detta sundur. Restina av nítiárunum spældi Chase nakrar hendinga konsertir og tað var ikki fyrr enn 21. desember 2001, at onnur útgávan hjá Chase Sum tjóvur á nátt kom út. Limirnir í Chase Niclas, Mikkjal, Edmund og Stamen góvu tó í 1993 eitt kasettuband út við løttum poppløgum, undir navninum Barlast. Bandið vakti ikki stórvegis ans millum manna, men okkurt lag hevur við tíðini vunnið hevd, serliga Tá pisurnar flúgva.

MC-Hár.
MC-Hár.

Stórheitstíðin hjá Chase vardi ikki leingi, men bólkurin læt nógvar dyr upp. Í Eysturoynni, Vestmanna, Havnini, Suðuroynni, Sandoynni og Vágunum stigu bólkar í fótasporini hjá Chase. Her kunnu nevnast bólkar sum Revival, Wolfgang, White Ox, Arrival, Bad Habit, Saxony og Superior.

Í Havn vaks um hetta mundið ein stórur og aktivur tungmálmspallur fram. Bólkar sum Panic, Utopia, Spector, Oblivion, Betrayer, Lisa Sær Dupult, fingu ikki langa livitíð, men vóru við til at skapa eitt umhvørvi, har eisini bólkar sum MC-Hár og Hatespeech spruttu burturúr.

STJØRNUR OG FJAKKANDI KONSERTIR

Ein sera virkin leikari í menningini innan rýtmiska tónleikin í nítiárunum, og sostatt eisini tungmálmin, var Brandur Øssurson, ið umvegis Tórshavnar Musikkskúla rak Djónastovu (seinni Skansastovu) úti við Strond. Her vandu nógvir ungir bólkar, og í víkuskiftinum skipaðu somu bólkar – eggjaðir av Brandi Øssursoni – fyri konsertum. Brandur skipaði eisini í nógv ár fyri PopTop konsertini, ið á hvørjum ári vísti fram nakrar av spírunum á tónleikapallinum í Havn. Vanliga vórðu hesar konsertir hildnar í Kommunuskúlagarðinum við Mjólkarvirki Búnaðarmanna sum høvuðsstuðli.

Í 1991 var høvuðsstuðulin Sjóvinnubankin, ið hetta árið lanseraði eina ungdómskontu, ið tey nevndu Stjørnukontu, har tey ungu fingu eitt Stjørnukort. Øll ung, ið fingu sær eina stjørnukontu, fingu atgongumerki til Stjørnukonsertina, ið hetta árið varð skipað sum tónleikakapping við bólkum úr øllum Føroyum.

Badmintonhøllin í Havn var á tremur 22. september í 1991, tá teir 15 bólkarnir fóru á pall, og umstøðurnar vóru av allar besta slag, og hartil var hýrurin góður. Tá avtornaði var tað vágsbólkurin Section við Hans Jacob Hjelm á odda, ið fór av stað við sigrinum. Vinningurin á 5.000 kr. varð brúktur sum íkast til upptøkur av einum kasettubandi, ið bólkurin gav út stutt eftir. Stjørnukonsertin var ein sýnisgluggi fyri nógvar nýggjar bólkar, ið ikki vóru vanir at spæla fyri so nógvum fólki.

Seinni sama ár fór Brandur Øssurson í samstarvi við Kringvarpið undir eina røð av útvarpskonsertum. Konsertirnar vóru eina ferð um mánaðin hendan veturin, og hvørt kvøld blivu tríggir bólkar ella einstaklingar bodnir í útvarpshøllina, har teir framførdu nøkur løg beinleiðis í Útvarpi Føroya.

Á einari av hesum konsertum spældi bólkurin Jóannes og Co. Her hoyrdi breiða fjøldin á fyrsta sinni frálíku røddina hjá Kim Hansen. Ein rødd, ið skuldi vísa seg sum ein tann virknasta og best dámda nógv ár fram.

Um hetta mundið vóru tað serliga Ólavsøkukonsertin og Nýggjárskonsertin, ið vóru stóru tónleikatiltøkini, har bestu og mest spennandi tónleikanøvnini framførdu. Tað var Føroya Undirhaldstónleikarafelag, FUT, ið skipaði fyri hesum konsertum. Nýggjárskonsertin varð altíð hildin í høllini á Nabb, og her spældi vanliga eitt úrval av ársins bestu bólkum. Ólavsøkukonsertin hevði longri skrá og gav ofta nýggjari bólkum møguleikan. Hon livdi sítt vallaralív kring Havnina. Eftir at fyrsta konsertin hevði verið á Skansanum, var hon bert fá ár á sama stað. Av Skansanum var farið út á vøllin við Venjingarskúlan og síðan út við Strond á parkeringsplássinum við Kommandørhúsini. Í 1991 var hon flutt niðan á Nabb vegna veður.

Árið eftir flutti konsertin oman á Eystaru Bryggju við pakkhúsið hjá Skipafelagnum. Har var hon hildin tvær ferðir, áðrenn hon flutti oman á Skálatrøð nøkur ár. Í 1997 flutti konsertin niðan í Kommunuskúlagarðin, har hon búleikaðist í nógv ár, heilt til hon flutti oman í mentanargøtuna, Tórsgøtu, í 2008. Seinastu árini gjørdist Tórshavnar kommuna ein alsamt størri partur av Ólavsøkukonsertini, og eftir eina ósemju partanna millum í 2009, valdi Tórshavnar kommuna at taka konsertina, ið FUT hevði skipað fyri síðan 1986, frá felagnum og lata hana til annan fyriskipara.

FUTTI Á FERÐ

Føroya Undirhaldstónleikarafelag var sera virkið fyrst í nítiárunum. Felagið tingaðist við føroyskar fyriskiparar um eitt nú minstaprísir til tónleikabólkar og krøv um gjald til KODA.

Men felagið var eisini aktivt á annan hátt, eitt nú við lagskrivarakappingini og fløguútgávuni Turvelvandi Drøgg, ið felagið gav út saman við Ungtemplarafelag Føroya.

Rock í Føroyum Cover.
Rock í Føroyum Cover.

Nevndin við Fróða Vestergaard sum formanni setti sær fyri, at Føroya Undirhaldsfelag skuldi røkka út um bøgarðarnar í Havn, og tí varð farið undir tiltakið Futti á Ferð.

Konseptið var einfalt. Konsertir vórðu hildnar kring landið, har bólkar kundu melda seg til at luttaka. Skráin gjørdist eitt bland millum lokalar bólkar og bólkar, ið komu aðrastaðni frá. Eisini var ein royndur dansibólkur við, eitt nú Black Birds, Rockwall, Deiggj, Black Panthers ella Musketerarnir, ið spældu til dans aftaná. Soleiðis bleiv talan um eitt langt kvøld við tónleiki.

Futti á Ferð vísti tónleikalívið og stóra fjølbroytni kring landið. Her var eitt nú fólkatónleikur við Systkjunum á Løgmansbø, Jimi Hendrix jam við bólkinum Purple Haze, Thrash gospel úr Klaksvík við bólkinum Penta Touch, tungmálmsíblástur úr áttatiárunum við Saxony úr Skálavík, men eisini nógvir bólkar, ið seinni skuldu gera vart við seg, so sum Wolfgang, Hatespeech og Mold.

Skipað varð fyri Futti á Ferð tveir vetrar á rað 92/93 og 93/94 og vitjaði tiltakið á Sandi, í Sørvági, í Klaksvík, á Strondum, á Tvøroyri og á Glyvrum. Tá Føroya Undirhaldstónleikarafelag árið eftir fór í samstarv um at skipa fyri Prix Føroyum, varð Futti á Ferð lagt niður.

TUNGMÁLMUR Í HAVN

Á vári 1992 og 1993 vóru tungmálmskonsertir í Havn við nøkrum av bestu tungmálmsnøvnunum tá. Tað vóru tónleikarar á tungmálmspallinum í Havnini, ið tóku stig til fyrstu konsertina Tungmálmur '92.

Bólkar sum Panic, Utopia, Bad Habit, Spector, Arrival, Revival, Superior, Saxony, Oblivion og MC-Hár vóru allir bólkar, ið bjóðaðu popp/rokkinum, sum hevði verið at hoyra serliga í føroyskum útvarpi øll áttatiárini, av. Men eisini á konsertpallunum, har bólkar neyvan framførdu uttan minst eitt lag hjá TOTO var á spæliskránni.

Tungmálmur í Havn.
Tungmálmur í Havn.

Í 1992 vóru vit fleiri tónleikarar, ið hildu, at tungmálmsbólkarnir vóru ov illa umboðaðir á konsertum. Tí tóku vit stig til hasa konsertina. Allir bólkarnir skuldu standa sum fyriskiparar, og so fingu vit Terja og Føstufressar at spæla eisini, bara fyri at hava eitt trekkplástur. So stórt var álitið á okkara konsept, kann man kanska siga. (Niels Uni Dam, Nudlar.net 10.02.12)

Avtalan við Terja og Føstufressar var, at teir fingu helvtina av yvirskotinum. Restina skuldu tungmálmsbólkarnir býta. Eisini lovaðu Føstufressar at spæla harðari rokk, enn teir vanliga spældu.

Fyrsta konsertin var í Badmintonhøllini og riggaði væl á tann hátt, at nógv fólk vóru, at framførslurnar vóru góðar, og lagið millum áskoðararnar var gott.

Men konsertin bar seg ikki. Millum annað hvurvu pengar úr bilettkassanum, tá onkur fór at berjast í gangini, og borðið hjá bilettsøluni koppaði. Hetta merkti so, at eingin fekk nakað fyri framførslurnar. Heldur ikki Terji og Føstufressar. Allir fyriskipandi bólkar endaðu við at skula gjalda nakrar hundrað krónur. Hetta var ikki nøkur stór upphædd, og allir bólkarnir uttan ein rindaðu gleðiliga.

Annars var tað feitt at fyriskipa. Eg og Torkil Olsen sáli vóru primus motor og gjørdu tað mesta av fyriskipanararbeiðinum, men so høvdu vit fundir, har allir bólkarnir luttóku, og fingu ymiskar uppgávur. Plakatin varð hondteknað av Markos Jiminez, sum var gittarleikari í MC-Hár tá. Hon sá totalt metal út. Høgni Andreassen sponsoreraði prentið av henni. (Niels Uni Dam, Nudlar.net 10.02.12)

Konsertin bar seg sum sagt ikki, men tað vóru nógv, sum fegnaðust um hana, og tá Niels Uni Dam og Jón Gaasedal sáli komu inn í FUT nevndina um sama mundið, endaði tað við, at FUT yvirtók verkætlanina og skipaði fyri Tungmálmi 93. Hendan konsert varð hildin í Ítróttarhøllini á Hálsi og gav eitt rættiliga fitt undirskot.

Tá Niels Uni seinni sama ár flutti av landinum, og konsertirnar ikki høvdu borið seg fíggjarliga, valdi FUT at gevast við teimum.

Luttakandi bólkar á Tungmálmi 92

Spector, Superior, Wolfgang, MC-Hár, Utopia, Panic, Terji og Føstufressar

Luttakandi bólkar á Tungmálmi 93

Lisa sær Dupult, Oblivion, MC-Hár, Betrayer, Saxony, Panic, Wolfgang, Revival

HVØR ER TAÐ, SUM ER HER?

MC-Hár er ein av fáu bólkunum, ið luttók á Tungmálmskonsertunum, ið enn er virkin, og kann í 2016 hátíðarhalda 25 ára føðingardag. Tað vóru rappararnir Allan Mortensen og Niels Uni Dam, sum stovnaðu bólkin. Hóast áhugin fyrst og fremst var fyri tungmálmi og rokki, so plagdu teir heldur at rappa, tá teir gingu í býnum, orsakað av avmarkaðu sanggávunum. Í útlandinum vístu bólkar sum Beastie Boys, RUN DMC, Faith No More og Red Hot Chili Peppers, at til bar at sameina rapp og harðan rokk.

Bólkurin spretti úr fyrstu royndini hjá teimum báðum rapparunum at skriva eitt rapp:

*Hvør er tað, hvør er tað, hvør er tað, sum er her jú, tað er teir feitastu rapparnir í hesi verð…!* (Brot úr Jomfrú Rapp, Framvegis Uttan Vit, MC-Hár 1998)

Í Djónastovu (seinni Skansastova) fingu teir venjingarhøli frá Brandi Øssursoni og savnaðu nakrar tónleikarar. Men venjingin gekk ikki væl, og longu áðrenn fyrstu framførsluna var øll manningin útskift, og í teirra stað komu tríggir av limunum í tungmálmsbólkinum Panic við: Torkil Olsen á gittara, Jan Guttesen á bassi og Petur Dalsgaard á trummum. Panic spældi undir hjá rapparunum á Stjørnukonsertini í Badmintonhøllini fyri yvir 1.000 fólkum og á Norrønt Dagsverk konsertini í Djónastovu stutt eftir.

Lagskrivarin og ljómborðsleikarin Tróndur Bogason vandi eisini í Djónastovu, og á heysti í 1991 kom hann við í bólkin. Eftir hetta komu nøkur ár við nógvum útskiftingum og nógvum konsertum, t.d. Útvarpskonsert í 1992, Tungmálm 92-93 og Ólavssøkukonsertin 92, umframt aðrar. Í 1993 fóru Allan og Niels Uni til Danmarkar í lestrarørindum, og bólkurin gavst fyribils at spæla live. Nógv løg lógu eftir frá tíðini, og tá TUTL gav Rock í Føroyum út í 1995, var eitt lag hjá MC-Hár við.

Eftir Rock í Føroyum fóru Tróndur, Niels Uni og Allan undir at skriva løg til eina fløgu. Rappararnir sótu í Danmark og skrivaðu tekstirnar, meðan Tróndur skrivaði tónleikin í Føroyum. Lagið á Rock í Føroyum: Symphony of Irony hevði vakti ans fyri bólkinum, og FUT var tí klárt við tilboði um at spæla á Ólavsøkukonsertini 1996. Í hesum sambandi komu Torkil Olsen og Petur Dalsgaard aftur í bólkin, og nýggjur maður var Heri Reynheim á bassi.

Henda manning gjørdist eisini tann, ið myndaði bólkin á fyrstu fløguútgávuni Framvegis uttan vit. Fløgan var innspæld í West River Recording, við Havnará í Havn summarið 1997. Ljóðblandingin varð gjørd í heimskendu Sun Studios í Keypmannahavn, har tríggir ljóðblandarar arbeiddu við henni, Jón McBirnie, Bjarne Hansen og Freddy Albrechtsen. Hon kom út í februar í 1998.

Fløgan fekk blandaða móttøku. Serliga fúlu tekstirnir østu nógv. Sangir um hassj og sperm vóru ikki gerandiskostur í Føroyum. Hóast fløgan vann nógvar fjepparar og seinni er nevnd sum íblástur hjá t.d. 200 og Páll Finnur Páll, vóru flestu ummælarar neiligir.

Limirnir í MC-Hár sum búðu í Keypmannahavn, spældu í 1998 undir navninum Lucy Nation. Hetta var ein bólkur, ið sang á enskum og bert spældi uttanfyri Føroyar. Umframt Niels Una, Trónd, Petur og Torkil spældu Jónas Bloch Danielsen á gittara, Jógvan Joensen á bassi og songkvinnnan Malan Eyðunsdóttir í Lucy Nation. Lucy Nation luttók í stóru evropeisku tónleikakappingini Emergenza. Fyrsta konsertin í hesum samanhangi var í Backfish í Prinsessegade í Keypmannahavn. Har spældi bólkurin seg víðari í semifinaluna, sum varð hildin í Vega. Her eydnaðist tó ikki at sannføra áskoðararnar um, at hesin bólkur skuldi atkvøðast víðari.

Stutt eftir hetta valdu tey í Lucy Nation at sleppa rapprokkinum og heldur spæla popp rokk, og Niels Uni og Jónas fóru úr bólkinum. Teir hildu tó báðir á í MC-Hár. Torkil Olsen var farin úr MC-Hár, og í hansara stað kom Niels Arge Galán, ið eisini hevði spælt gittara á innspælingini av Symphony of Irony á Rock í Føroyum.

MC-Hár luttók á Prix Føroyum í 1999. Innleiðandi umfarið var í Miðvági. Har spældi m.a. ein nýggja spennandi bólkur undir navninum Clickhaze, ið tók øll og alt á bóli við sínum tónleikastíli, ið tey kallaðu Rip Hop. Men eisini fyrrverandi Prix Føroyar finalistarnir Bimbs og Lucy Nation, ið nú æt Crumb. Hetta gjørdist eitt sera hart umfar, men tá kvøldið var av, stóðu Clickhaze og MC-Hár eftir við finaluplássunum. Clickhaze nummar 1 og MC-Hár á øðrum plássi.

Á sjálvari finaluni eydnaðist MC-Hár at fáa eitt triðja pláss, aftan fyri Taxi og Kjølar.

Prix Føroyar luttøkan hevði stóran týdning fyri bólkin, m.a. luttøku á Spot Festivalinum, nógvar framførslur í Føroyum og áræði til at fara í upptøkuhøli. Hesa ferð valdu teir at fara í upptøkuhøli í Keypmannahavn, Playground Studios. Tað skuldi tó ikki gerast so lætt sum ætlað, tí bert eina viku áðrenn bólkurin skuldi í studio, valdi Petur Dalsgaard at gevast í MC-Hár. Avloysarin var tó upplagdur, tí Uni Árting spældi frammanundan saman við Niels Arge Galán í 200 og Mold og búði eisini í Keypmannahavn.

Eftir hetta hevði bólkurin skiftandi manning. Bólkurin spældi fleiri ólavsøkukonsertir og var høvuðsnavn á fyrsta G! Festivalinum, umframt at bólkurin aftur spældi seg í finaluna á Prix Føroyum 2003.

Stutt eftir Prix Føroyar kom Tróndur Bogason aftur í bólkin. Um hetta mundið hevði Allan Mortensen tikið seg úr bólkinum, ið hann sjálvur var við at stovna. Síðan tá hevur manningin verið føst:

Niels Uni Dam, rapp Rókur Jákupsson Jakobsen, sang Tróndur Bogason, ljómborð Jens Virgar Jakobsen, gittara Jónas Bloch Danielsen, gittara Heri Reynheim, bass Rani Hammershaimb Christiansen, trummur

ÚLVARNIR ÝLA

Fyrst í nítiárunum byrjaði ein eysturoyarbólkur av álvara at gera vart við seg. Wolfgang, ið var mannaður við limum úr umhvørvinum kring Glyvra Bio, spældi bert heimagjørðan tónleik. Wolfgang vakti stóran ans á tónleikapallinum frá fyrsta degi, ikki minst orsakað av karismatiska sangararum Robin Walters Løvhøjten, ið minti ikki sørt um Accept sangaran Udo Dirkschneider á palli, tættur, lágur og sera intensur.

Men tað vóru eisini løttu poppkendu hard/rokk løgini við íblástri úr sjeyti- og áttatiárunum, ið vaktu ans. Hinir í Wolfgang vóru Bergmann Finnsson, ið spældi gittara, og tríggir mans, ið seinni skuldu gera vart við seg um allan heim við bólkinum Týr: trummuleikarin Kári Streymoy, bassleikarin Gunnar H. Thomsen og Heri Joensen, ið tá spældi á ein sokallaðan midigittara.

Wolfgang spældi sína fyrstu konsert í Djónastovu í Havn í 1992, har teir vóru bodnir við sum upphiting fyri vinmenninar úr rokkenda tøkulagsbólkinum Bad Habit. Wolfgang gjørdust beinanvegin væl umtóktir og luttóku bæði á Tungmálmi 92 og ólavsøkukonsertini sama árið, men so skjótt, sum teir vóru komnir fram, byrjaði bólkurin at broytast. Fyrst fór Kári Streymoy úr bólkinum, og fáar vikur seinni valdi eisini karismatiski sangarin at finna dyrnar. Í teirra stað komu Henning Nicodemussen, ið til tá hevði sitið handan trummurnar í dansibólkinum Geislum av Sandi, meðan Einar Jacobsen úr Gøtu tók leiklutin sum sangari. Einar var best kendur sum bassleikari áðrenn hetta í bólkum sum White Ox og Deiggj.

Broytta manningin ávirkaði ikki popularitetin neiliga, og bólkurin spældi nógv komandi árini. Eisini varð arbeitt við eini útgávu. Upptøkurnar tóku langa tíð, og vórðu sambært limum í bólkinum lidnar, men komu ongantíð út.

Í sambandi við Prix Føroyum 1995 kom Jón Gaasedal, sáli, við í bólkin á hammondurgu. Hendan manningin helt fram til 1997, tá Henning gavst og varð avloystur av Dánjal Jákup Wiberg Holm.

Meðan Wolfgang helt á, so fór Robin at arbeiða við eini fløgu sum einstaklingur. Tað var ikki sørt, at rokkfjepparar gjørdust kløkkir, tá Robin fløgan var ein rein kontryfløga við rødd og kassagittara sum einastu ljóðførini.

Robin greiðir frá, at hetta var eitt sera natúrligt stig fyri hann. Hann var vaksin upp við kontrytónleiki og dámdi væl henda tónleikastíl. Hann ásannaði eisini, at tað er í kontrytónleiki, at peningurin liggur.

Tað eru tey fægstu, ið eru nóg heppin at fáa røttu sambondini, sum geva teimum møguleika at liva av at spæla rokk, meðan tú sum kontrysangari kann bjóða teg fram til nógv tiltøk. Tónleikurin gevur størri møguleikar fyri at spæla til dans. Hetta var tann trygga sjangran, og tí valdi eg hana. (Robin Løvhøjten 04.10.05)

Robin hevur í nógv ár ferðast kring Danmark við kontrytónleiki forritaðum á einum ljómborði og hevur spælt glaðan kontrytónleik til dans. Hann hevur eisini latið onkra útgávu úr hondum.

Eftir luttøkuna í Prix Føroyum 1995, gjørdist Wolfgang ein væl umtóktur dansibólkur. Men í 1997 fluttu fleiri av teimum av landinum. Wolfgang spældi tó um sumrarnar 1998, 1999 og 2000. Tá var Einar byrjaður í dansibólkinum Fluffy Toys og Heri, Gunnar og Kári høvdu stovnað Týr.

Vit góvust nokk ongantíð orduliga. Vit spældu bara ikki meira, tí limirnir gjørdu onnur ting. (Bergmann Finnsson 01.12.15)

Eftir ein steðg frá ár 2000 og fram til 2012 vóru Wolfgang aftur virknir, vanliga sum duo við Bergmanni Finnsson og Einari Jacobsen, men eisini Heri Joensen framførdi við teimum av og á. Harði rokkurin var tó skiftur út við akustiskan tónleik.

GRUNGE, MOLD OG FISKUR

Hóast stórar rembingar á altjóða politiska pallinum, so byrjaðu nítiárini tónlistarliga í stóran mun, sum áttatiárini endaðu. Størsta altjóða rokkhittið í 1990 átti amerikanski bólkurin Warrant við sanginum um kirsuberjatertuna, Cherry Pie, og tá kann ein trygt staðfesta, at altjóða rokkpallurin var meira hárspray, enn hann var rock'n'roll. Sjálvt heimsins størsti rokkbólkur um hetta mundið, Guns'n'Roses, vóru partar av hárlaksalduni, tá teir fingu sítt gjøgnumbrot.

Eitt mótrák mátti koma, og tað kom eisini. Í ídnaðarbýnum Seattle í USA gjørdist trýstið undir bonaða og grunna amerikanska rokkpallinum, har sjálvt stórar gittarhetjur sum Eddie Van Halen vóru byrjaðar at spæla tangentar á popphittinum Jump, ov stórt. Lokið lyfti sær á, og upp úr undirgrundini prutlaði ein rokkur so skitin, at hann fekk navnið grunge, ið merkir óhumska.

Mold.
Mold.

Við sínum karrráu gittarljóðum og svartskygdu hugmynd var grunge eitt skammlop millum harðara punktónleikin úr sjeytiárunum og tungmálmin úr áttatiárunum.

Lagið Smells Like Teen Spirit av útgávuni Nevermind hjá Nirvana kom inn á altjóða tónleikapallin í 1991 sum eitt sveiggj við einum svorði. Við eitt var alt, sum bara minti um hárlaks-glansrokkin, ið hevði myndað áttatiárini, avhøvdað og brent á báli.

Dampandi sjónbandalagið, sum ímyndaði eina skúlakonsert í eini filmleikahøll, ið endar í anarki og uppreistri, fór reint inn hjá unga ættarliðnum um hetta mundið.

Tónleikaummælarar og -viðmerkjarar vóru samdir: Grunge hevði endurføtt rokkin, og oddamaðurin í Nirvana, Kurt Cobain, varð – nógv ímóti sínum vilja – gjørdur til talsmann fyri ungdómin.

Kurt Cobain var ein plágaður tannáringur, ið vaks upp hjá mostrini í einum forstaði í Seattle. Mosturin hevði eisini stóran áhuga fyri tónleiki og átti fitt av upptøkutøkni, og hon hjálpti eisini unga Kurt við at taka upp fyrstu sangirnar.

Hann átti einki trummusett og brúkti tískil ein gittarkassa at trumma á. Tá mostirin bjóðaði Kurt Cobain at brúka sína elektronisku rýtmuboks, var svarið stutt og greitt: "Nei, takk. Eg skal ikki brúka nakra elektroniska rýtmuboks. Mín tónleikur skal vera reinur."

Harvið var grundleggjandi hugsjónin aftanfyri grunge líkasum stungin út í kortið.

Beint í hølunum á Nirvana komu aðrir, tónlistarliga lættari og tyngri grungebólkar fram, eitt nú Pearl Jam, Soundgarden og Alice in Chains. Ung kring allan heimin, ið vóru troytt av grunna juppie-lívstílinum og sniðgivna hárlaksrokkinum, fylktust um henda nýggja, øðrvísi rokktónleik. Tey lótu seg í puntutar arbeiðsskjúrtur, skræddu hol á kovboybuksurnar og keyptu sær Dr. Martins stivlar. Endiliga høvdu tey nakrar ungar rokkbólkar, ið veruliga høvdu nakað upp á hjartað og sungu um viðurskifti, sum tey kendu seg aftur í. Her var samanhangur millum tað, ið tónleikararnir bóru fram í tónleikinum, og tað tey sjálv kendu innaní. Hetta kendist erligt.

Føroyskir ungdómar eru, um tað mundið tað prutlar úr undirgrundini í Seattle, sum ongantíð áður á bygljulongd við, hvat hendir á altjóða tónleikapallinum. Rás Tórshavn og parabolirnar, ið sprettu sum hundalond á bygd, eru vendar móti tónleikarásini MTV.

Skitnu og harðu grunge-tónarnir vórðu tískil varpaðir beinleiðis inn í stovur og kømur kring oyggjarnar og haðani inn í hjørtuni á nógvum føroyskum ungdómum. Hetta vóru ung, ið kendu seg fremmandgjørð í mun til tað samfelag, tey livdu í, og sum eisini høvdu fingið nóg mikið av foreldraættarliði sínum, sum høvdu ført landið búskaparliga og hugsjónarliga á húsagang.

Svartskygda og sosialrealistiska hugmyndin, ið gjøgnumsúrgaði grungetónleikin úr Seattle, avspeglaði í stóran mun tann veruleika, ung í Føroyum upplivdu. Gjøgnum henda ráa rokktónleik, fingu tey ungu ein kærkomnan ventil í hesum myrku kreppuárum.

Jan Lamhauge, ið er ættaður úr Runavík og hevur skrivað um tónleik fyri miðlar, var ungur, tá grungebylgjan rakti. Tað kendist beinleiðis kollveltandi.

Á Skálafjørðinum vóru einastu tilboðini til ungdómin friturustoktir matur, fótbóltur og ein endaleys røð av lívskøvandi møtum. Sjálvandi bleiv ein fremmandagjørður, tí ein hevði ongastaðni at fara øll tey myrku og vátu kvøldini at brúka alla ta orkuna, ein kendi bobla í kroppinum. Tað var nakað lort at vaksa upp í – milt sagt. Tískil gingu vit skjótt við langum hári, húgvum og holutum buksum; og gomlu, puntulu arbeiðsskjúrturnar hjá pápa fingu ikki frið. Vit lurtaðu eftir Nirvana og Pearl Jam, dyrkaðu The Doors-filmin hjá Oliver Stone, og serliga American Praye-yrkingar hjá Jim Morrison:»Do any of you people know you are alive" og „No eternal reward will forgive us now for wasting the dawn». Onkur sat oman á bilinum, meðan aðrir koyrdu. (Jan Lamhauge 26.01.09)

Tónlistarliga kendust ristingarnar frá grunge-bylgjuni sanniliga eisini undir føroyska tónleikapallinum. Hetta fingu teir etableraðu tónleikararnir um hetta mundið at kenna, eitt nú Niclas Johannesen, ið var á toppinum sum gittarkongur í rokkbólkinum Chase.

Nirvana oyðilegði alt. Líka skjótt, Chase gjørdust hetjur aftan á eina nýggjárskonsert í 1989/90, líka so brádliga gjørdust vit gomul tíðindi, tá Nirvana kom á pallin við teirra anti-hetju rokki. Ikki bara Føroyar, men allur vesturheimurin hevði fingið nokk av partyrokki fyrst í 90'unum. Frá at vera størsti potensforleingjari, gjørdist gittarsoloin brádliga størsta turn-off, síðani saksofon-solospælið fekk somu lagnu miðskeiðis í 80'unum. (Niclas Johannessen 05.08.10)

Grunge og búskaparkreppan raktu Føroyar samstundis, so hesin nýggi inneftir lítandi rokkurin sampakkaði væl við føroyska veruleikan. Tað hoyrir eisini við til søguna, hví grunge fall í smakkin hjá føroyska ungdóminum, at Seattle er tann býurin í USA, har tað regnar mest. Har er í roynd og veru føroyskr verðurlag, so har er kanska eisini nakað, ið kennist aftur í Seattle grunge-úttrykkinum.

Nirvana, Pearl Jam, Soundgarden og onnur, bygdu á depressión og desperatión heldur enn overkill og ovfarakæti. Chase symboliseraði, um nakað, sorgleysa marglætistónleikin frá 80'unum. Alt tað, vit stóðu fyri við Party Rap og Eingangsknall, riggaði slettis ikki til nýggja, føroyska veruleikan, har túsundtals fólk vórðu send frá húsi og heimi, bygdir stóðu hálvtómar, og arbeiðsloysið eksploderaði – serliga millum ung. (Niclas Johannesen 05.08.10)

ÚR MOLD

Harði rokkurin fylti nógv hesa tíðina, og hóast tað var avmarkað, hvussu nógvir grunge-bólkar vóru í Føroyum, so gjørdi ein røð av tungmálmsbólkum um seg. Tó so byrjaðu nakrir av føroyskum tónleikarum at spæla nýggju rokktónarnar úr Seattle. Serliga í Tórshavn festi grunge av álvara røtur. Millum bólkarnar, ið komu fram ríðandi á grunge-bylgjuni, kunnu nevnast DEEPEND og Who Cares. Men eisini á bygd spruttu onkrir spírar úr tónlistarligu óhumskuni, Visible Fish innan úr Eysturoynni vóru kendasta dømið, men eisini gentubólkurin SOX við Sissal Kampmann á odda og limum úr Vestmanna, Vágunum og Havn.

Hóast nógvir føroyskir bólkar fríggjaðu við frumevnunum í nýggja, skitna rokkljóðinum, so var tað bara bólkurin Mold, ið tónleikaliga rættiliga var gjøgnumsúrgaður av grunge. Mold varð stovnaður í 1992 og steig inn á tónleikapallin til eina tónleikakapping, ið Sjónleikarhúsið í Havn skipaði fyri. Ein kapping, ið Mold vann framman fyri Lisu Sær Dupult og eini langari røð av tungmálmsbólkum.

Í fyrstuni spældi bólkurin ikki egin grunge-løg, men tøkuløg við bólkum sum Guns'n Roses, Black Crows og Red Hot Chili Peppers. Men hetta fekk ein bráðan enda.

Vit høvdu spælt nakrar konsertir í Blá Dýpinum og í Djónastovu úti við Strond í Havn og vóru við at blíva eitt navn, tá vit hoyrdu, at onkur kritiseraði okkum fyri einans at spæla tað, ið var populert. So haldi eg, vit søgdu: „Fuck you!" Og so spældu vit ikki eina einasta konsert, fyrr enn vit høvdu verið í sølibat og gjørt egin løg. (Niels Arge Galán, Uni Árting, Niclas Thorsteinsson, oktober 2009)

Upprunamanningin í Mold

Niclas Thorsteinsson – sang, Niels Arge Galán – gittara, Axel McIntosh – gittara, Kristin Nolsøe Bech – bass, Gudmund Helmsdal – ljómborð, Uni Árting – trummur

Aðrir limir: Pól Jakobsen – gittara, Erling Dalsgaard – gittara, Ragnar Østerø – gittara, Mikael Blak – bass

Útgávur: Mullich mulli (1996), Sun Magnet (1998)

Føroysk ung vóru skjót at kasta sín kærleika á bólkin – kanska ikki mest fyri tónleikin, men í líka stóran mun at vera sendiboð fyri eitt rák, sum nógv ung kundu kenna seg aftur í.

Sjálvir skýggjaðu liminir í Mold stemplið grunge. Men tað var rættiliga grunge at gera, tí tað gjørdu allir teir kendu bólkarnir eisini, ikki minst Nirvana og Kurt Cobain.

Vit spældu eina blanding av øllum – alt frá 70'ara rokki til balladur í moll, sum vóru rættiliga ógrungutar. (Niels Arge Galán, Uni Árting, Niclas Thorsteinsson, oktober 2009)

Vit gjørdu øgiliga nógv uppá-stoffir utan at vera upp á stoffir. Tað er eitt sindur tragiskt. Langt úti. Ein sangur var eitt jamm, ið vardi í tveir tímar, og teksturin var til soleiðis, at ein skrivaði eina reglu og faldaði pappírið og handaði tað víðari til tann næsta, ið síðan skrivaði eina reglu og sendi tað víðari. Tað bleiv faktiskt ein av teimum frægaru tekstunum. (Niels Arge Galán, Uni Árting, Niclas Thorsteinsson, oktober 2009)

Sjálvt um grungetónleikurin uttan úr heimi var sermerktur við viðmerkingum til sosial og samfelagslig viðuskifti, so var hetta ikki so hjá Mold.

Mold luttók millum annað í fyrstu Prix Føroyum kappingini í 1995. Teir spældu seg trygt í finaluna og skrivaðu seg alt fyri eitt inn í sjónvarpssøguna við at vera fyrstir at siga „pissiling" í beinleiðis sjónvarpi í Føroyum.

Eitt tíðarskeið, búðu limirnir í Mold saman í húsunum hjá Zacharis á Skipafelagnum undir Pisuvarða í Havn. Húsini gjørdust savningarstað fyri fjepparar, tónleikarar og vinfólk. Søgur gingu, at bólkurin livdi eitt lív, ið sømdi seg rokkstjørnum við ballum og groupies, samstundis sum teir eisini fingust við satanismu og rolluspøl.

Tað einasta, sum passar av hasum, eru rolluspølini. Gamaní, tað vóru nógv ball har, men allir høvdu damu, uttan ein, so hann fekk allar damurnar. Og tað gingu nógvar søgur um okkum. Eitt nú skuldu vit havt givið einari gentu heroin. Tað var ein genta, ið fekk eitt epileptiskt anfall, tí hon ikki hevði tikið sín heilivág. (Niels Arge Galán, Uni Árting, Niclas Thorsteinsson, oktober 2009)

Alt tað ironiska og barnsliga við spølum, sum eisini myndaði tíðina, skal síggjast í einum størri høpi. Hendan ironiska frástøða komst av tí fremmandagerð yvir fyri galdandi normum og virðum; at mann var als ikki áhugaður í at blíva ein vaksin, virdur borgari, tí øll tey, ið vóru vaksin og vird, høvdu koyrt samfelagið búskaparliga og hugsjónarliga á húsagang.

Tílík fremmandagerð er altíð partur av ungdómsárunum, men tað var meiri sjónskt hesi grunge-árini. Í so máta, minti øll tíðin meira um ungdómsuppreisturin í seksti- og sjeytiárunum.

GRUNGE-YRKJARIN

Grunge tíðarskeiðið í Føroyum fostraði eisini sín egna grunge-yrkjara, Petur Jensen, ið seinni skifti navn til Petur Pólson.

Hann gav í 1994 út sítt fyrsta yrkingasavn Afturvendandi endurspeglingar av komandi dreymum og luttók ofta við yrkingaupplestri á konsertum hjá Mold – gjarna við einum glasi av víni í hondini. Tað skuldi eisini síggja ordiligt út.

Mín fyrsti grunge-kærleiki var Pearl Jam. Eg var ungur, illa tilpass og kendi meg rættiliga fremmandan og heimleysan í mær sjálvum. Tá eg hoyrdi Pearl Jam, var tað sum at koma heim – altso innani. Tað kendist eins og mín egni innari, fremmandi heimur hevði fingið eina rødd. Tað var lekkurt. (Petur Pólson 18.04.09)

Saman við moldarunum, varð Petur føroyska røddin hjá grunge, ikki minst, tá hann útgav yrkingasavnið Ongin sól er til í 1996, ið viðgjørdi nógvar av døpru og myrku tankunum, ið myndaðu grunge.

Petur var eisini virkin innan grungetónleikin. Í 1992 stovnaði hann bólkin Visible Fish saman við Boga á Lakjuni á bassi, Derhardi Olsen (nú Jógvansson) og Eileri Hansen á gittara og Ásbjørn Berthelsen á trummum. Limirnir í bólkinum komu úr samkomum í Eysturoynni, og Visible Fish er at rokna sum nakað so óvanligt sum ein kristin grungebólkur.

Grunge rákið í grundini varaði ikki so leingi. Tann 5. apríl 1994 tók Kurt Cobain lívið av sær, júst sum nýggja sjangran var í hæddini. Petur Pólson minnist týðiliga dagin.

Tað var ein sera dramatiskur dagur. Eg gekk á háskúla í Havn, og vit vóru nakrir, sum fóru uttar í tún og vundu flaggið á hálva stong og stóðu við álvarsamum andlitbráum og niðurboygdum høvdi og sungu Polly wants a cracker. Stjórin á háskúlanum segði mær nøkur ár seinni, at hann varð uppringdur óteljandi ferðir henda dagin av forvitnum havnafólki, sum vildu vita, hví Føroya Fólkahá­skúli flaggaði á hálvari stong. (Petur Pólson 18.04.09)

Sjálvmorðið hjá Kurt Cobain tók fótafestið undan grunge. Uppreisturin og støðan sum outsidarar var eisini langt síðan farin, og grungeráikið var vorðið eitt mótafyribrigdi, ið tónleikarar kring heimin, sum spældu hetta slagið av rokki, skýggjaðu sum pestina.

Skjótt stóð eitt nýtt rák fyri durum: Britpoppurin, við bólkum sum Oasis, Blur og Suede, ið sópaði alt av borðinum.

FØROYSKAR GRUNGE-ÚTGÁVUR

Føroyingum so líkt, varð grunge hangandi her leingi eftir, at ung aðrastaðni vóru førd víðari av nýggjum rákum. Vit hava ta siðvenju at vera treisk at lata okkum hála við av nýggjum rákum, men hinvegin eins tvør at sleppa teimum aftur, tá vit fyrst reka við.

Mold gav í 1996 út debutfløguna Mullich Mulli, og tvey ár seinni kom uppfylgjarin Sun Magnet, ið varð uppkallað eftir ungmannafelagshúsinum Sólarmagn á Velbastað, har fløgan var upptikin. Tvær fløgur, sum í eftirtíðini gjørdust kendari fyri teir framúrskarandi flottu húsarnar enn tónleikin á teimum.

Tað var rættiliga ókendi havnarbólkurin Present Past, ið fekk heiðurin at søkkja og steingja fyri grunge-tíðarskeiðinum her heima, tá bólkurin í 1999 gav út fløguna You Never Know. Í bólkinum vóru Jákup Sambleben, sang og gittara, Eddie N. Joensen, bass Emil Hermansen, gittara og Herluf Hermansen, trummum. Íblásturin frá amerikonsku bólkunum Pearl Jam og Live var sera týðiligur, men eisini hoyrdist Neil Young og kontry aftur í fløguni.

Í sambandi við útgávuna, var ein samrøða við bólkin í ungdómsílegginum Krydd hjá Dimmalætting. Spurdir, hví fløgan var innspæld live, svaraði trummuspælarin Herluf Hermansen:

Vit vildu ikki gera tað til eitt tekniskt projekt, tí at vit vildu hava tað at vera okkara tónleik, sum vit kenna og spæla hann, har hann er ektaður, og soleiðis at fólk kunnu kenna hann aftur, tá tey hoyra hann, um vit spæla live. Vit eru ordilig fólk, sum spæla, og vit halda tað vera týdningarmikið, at tað kemur fram eisini. (Dimmalætting 14.09.99)

Meira grunge fær svarið neyvan verið. Tað er, sum at hoyra ein ungan Kurt Cobain.

Útgávan You Never Know, ið er eins ókend og bólkurin, er kanska besta boðið upp á eina góða føroyska grungefløgu, júst tí hon ikki roynir at vera grunge. Hon kom bara fimm til tíggju ár ov seint út. Navnið hjá bólkinum ljómar í so máta eitt sindur speisamt.

Sissal Kampmann er hóast tað hugtikin av Present Past-fløguni í sínum ummæli í Dimmalætting. Hon skrivar:

Her er erligur rocktónleikur fyri allar pengarnar. Einki fjas ella óneyðugar irriterandi ífyllur. Bert straight-ahead-rocktónleikur, ið veit, hvat hann vil. Ein deiligur dominerandi guittari og so røddin hjá Jákupi Sambleben, ið fyri meg minnir einamest um eina blanding av Jim Morrisson og Glenn Danzig. Og tað er ein góð blanding. (Dimmalætting 15.11.99)

NEYÐUG ÚTPURRING

Hóast tað ikki spurdist nógvur minniligur føroyskur tónleikur burtur úr grungetíðarskeiðinum her heima, var hetta eitt tíðarskeið, ið fekk avgerandi týdning fyri menningina av heimliga tónleikapallinum.

Fleiri av teimum, sum vórðu tónlistarliga vakt av grunge, endaðu við at skapa nakað av tí besta og mest viðkomandi í føroyska tónleikinum, ið kom fram um aldarskiftið og frameftir. Limirnir í Mold og Visible Fish gjørdu seg galdandi í bólkum sum Clickhaze, 200, Peturi Pólson, MC-Hár, Orka, Ave og The Reverends.

Petur Pólson var heldur ikki seinur av viðurkenna týdningin hjá grunge:

Grunge varð okkara „listarligi samleiki" og varð grundleggjandi fyri, hvussu vit uppfataðu, lurtaðu eftir og royndu at gera tónleik. Frælsið, sum eg kenni vera inni í tónleikinum – loysingin frá konventiónunum og „vanligu normunum" – hevur verið avgerandi fyri meg. Tað finst eisini ein ekstrem inniligkeit og skitin vakurleiki í tónleikinum, sum ikki er bygdur á tær standardiseraðu og akademist prædikaðu „korrektu" formarnar, men heldur á nakrar universellar, menniskjaligar frumkenslur. (Petur Pólson 18.04.09)

Hóast Nirvana og grunge sambært Niclasi Johannesen hálaði tónlistarliga tilverugrundarlagi undan bólkum sum Chase, so hevur Niclas Johannesen størstu virðingu fyri eitt nú Kurt Cobain.

Hóast eg hevði góðar løtur á palli við motorsúkklum og fyrverki saman við Chase, høvdu Nirvana og Kurt Cobain í veruleikanum meira til felags við mínar uppruna hetjur The Beatles og John Lennon, enn rokktónleikurin frá 80'unum nakrantíð hevði. Serliga Kurt Cobain var ein framúrskarandi sangskrivari. Hevði somu húðleysu tilgongd til sangsskriving sum John Lennon. Í so máta var grunge-bylgjan eitt slag av neyðugari útpurring fyri mong, íroknað meg. (Niclas Johannessen 05.08.10)

Hóast ein djúp búskaparlig kreppa valdaði í Føroyum, tá grunge gjørdi sína innrás, so átóku føroysku grunge-bólkarnir, eitt nú Mold, sær tó ongantíð beinleiðis leiklutin at gera viðmerkingar til sosialu støðuna í landinum í sínum tekstum.

Hetta var tó ikki avgerandi fyri tey ungu í Føroyum um hetta mundið, sambært Jan Lamhauge, hóast slaku og óviðkomandi tekstirnir helst eru orsøkin til, at so lítið av føroyska grunge-tónleikinum stendur eftir.

Hjá okkum var ikki so týdningarmikið við sosialu kommentarunum, ið annars eyðkendu grunge-tónleikin. Hinvegin, so kendist tað eitt sindur kiksað, tá Mold sang um indiánarar og Rasamannaz um ghettobørn. Tað týdningarmikla fyri okkum tá var, at grunge kendist frælst! Vit høvdu tað forbannað skeg. Tað var stuttligt at hava eina útsjónd, ið var „okkara", og sum foreldur okkara hataðu; tað var stuttligt at flippa út til konsertirnar; og ikki minst so kendist tónleikurin skitin, men eisini ektaður og fríðaður fyri þeikifingrar og hampiligheit. (Jan Lamhauge 26.01.09)

ROKKUR Í FØROYUM

Miðskeiðis i nítiárunum stóð føroyski tónleikapallurin í blóma, og fremsta føroyska plátufelagið Tutl valdi tí at gera eina løtumynd. Føroyskir rokkbólkar vórðu biðnir um at senda demo løg inn til útgávuna Rock í Føroyum.

Nógvir bólkar sendu løg inn, og Tutl valdi tey bestu. Jóhannus á Rógvi Joensen varð settur at framleiða útgávuna, ið kom út á heysti í 1995. Í eftirlýsingini eftir bólkum, heitti Tutl á allar ungar føroyskir rokkbólkar um at luttaka og segði, at endamálið var at fáa eina hóming av, hvat tørdi seg á føroyska tónleikapallinum. Krøvini til demoirnar vóru ikki stór. Sagt varð, at tað var nóg mikið, um ein bólkur tók upp á eitt kasettunband, meðan teir spældu lagið.

Konsert.
Konsert.

Tá avtornaði vórðu 12 bólkar valdir at luttaka. Oblivion, Razamanaz, Ikaroz, Deepend, Sox, Mold, Mark No Limits, Rock Men, Jú-Men, Lokum, Hatespeech og MC-Hár umboðaðu eitt breitt úrval av føroyskum rokki og poppi.

Damurnar hjá Simma.
Damurnar hjá Simma.

Tá onnur fløgan Rock í Føroyum 2 kom út í 1997 vóru eftirskjálvtarnir av Prix Føroyum og øktu sangskrivingini í sambandi við prixið sjónligir, tí heili 17 bólkar vóru umboðaðir á dupultu útgávuni. Millum bólkarnar á hesari útgávuni taldust fleiri nøvn, ið skuldu gera vart við seg komandi árini. Eitt nú 200, Present Past, Hatespeech, I Am, Kjølar og Aria. Aftur hesa ferð var tað Jóhannus á Rógvi Joensen, ið sat við knøttarnar.

Mark No Limits.
Mark No Limits.

Tað var ein sannroynd, at av teimum 29 sangunum á Rock í Føroyum 1 og 2, vóru flest allir á enskum. Einans 5 sangir vóru á føroyskum. Í eini roynd at fáa føroysku bólkarnar at royna seg á móðurmálinum, gjørdist triðja løtumyndin hjá Tutl av føroyska rokkpallinum fløgan Grót Føroyskt, sum kom út í 1998. 12 nýggj føroyskt løg frá 12 bólkum. Her var t.d. høvi at hoyra bólkar sum Diatribes, Hatespeech, Happy? og Visible Fish, sum vanliga sungu á enskum, royna seg á móðurmálinum. Á lagnum hjá Visible Fish samstarvar bólkurin við Jón Tyril, ið seinni skuldu gera vart við seg í Clickhaze. Eisini er vert at leggja til merkis bólkarnar Happy? og Siesta. Happy? bleiv til Makrel og Siesta bleiv til Deja Vu.

Moirae.
Moirae.

Framleiðari var Kaj Klein úr Vestmanna, ið hevði gjørt vart við seg í Danmark við bólkinum Plastnoist.

Grót Føroyskt skuldi gerast tann seinasta útgávan í røðini. Men um sama mundið byrjaði Kringvarpið at útgeva fløgur frá Prix Føroyum finalunum, umframt at ein verkætlan varð sett í gongd, har føroyskir nútíðarbólkar tulkaðu kendar barnasangir.

Hóast grunge, tungmálmur og onnur tónlistarlig rák floymdu inn yvir Føroyar í nítiárunum, so er tað ein sannroynd, at einki av hesum rákum fekk tann fólksliga stuðul og seldi líka nógv atgongumerki og fløgur sum popp-rokkurin. Bólkar sum Mark No Limits, Moirae, Kjølar, Aria, Tangz, Eyðun og Terji og Taxi fyltu ítróttarhallir kring landið og vóru mest umbidnu bólkar í landinum. Tað er eingin ivi um, at popp-rokkurin hevði fastatøkur á føroysku fólkasálini.

MOYRA ENN BARA EIN DANSIBÓLKUR

Hóast fyrsta útgávan hjá rokkbólkinum Chase seldi væl, so lá eisini ein stór rokning eftir útgávuna. Fyri at fíggja skuldina stovnaðu eftirverandi limirnir í Chase Niclas Johannesen, Mikkjal Joensen og Edmund Jacobsen dansibólkin Moirae saman við roynda trummuleikaranum Kaj Johannesen og unga lovandi sangaranum og klaverleikaranum Kim Hansen.

Vit kendu allir Kaj og hann var eitt upplagt val á trummum. So høvdu vit hoyrt Kim spælt við Kim og Co. á Nýggjárskonsertini í 1992, og hann syngur jú ótrúliga væl, so vit vistu, at hatta var hann, sum vit skuldu hava. (Niclas Johannesen 24.11.15)

Rasmus.
Rasmus.

Bæði Niclas og Edmund búðu tá uttanlands, og tí var í byrjanini mest talan um spælingar í frítíðini. Men tað gjørdist skjótt greitt, at ein bólkur við so dugnaligum sangskrivarakreftum mátti gerast til meira enn bara ein dansibólkur.

Tá Edmund um summarið 1994 ikki slapp heim til Føroyar, varð heitt á Terja Rasmussen um at avloysa hann. Hetta gav bólkinum nógv betri møguleikar at spæla, nú sangarin búði í Føroyum.

Niclas Johannesen var um hetta mundið í holtur við at útbúgva seg. Tað gjørdist skjótt greitt, at tað ikki var lætt at sampakka lesturin við virksemið í einum bólki, ið var um at gerast ein tann best umtókti í Føroyum.

Tað var Niclas sjálvur, ið skeyt upp at biðja Hjalta Joensen avloysa seg á gittaranum. Hjalti, ið longu tá hevði vunnið sær stóra virðing millum tónleikarar sum gittarsnillingur, var upplagda valdið, helt Niclas, ið sjálvur var fjeppari av Hjalta.

Terji Rasmussen minnist aftur á tíðina í Moirae, sum eina heilt serliga tíð:

Vit fyltu ítróttarhallir runt Føroyar frá 1995-98. Ta einu tíðina spældu vit 14. hvønn dag í Høllini á Kambsdali í fleiri mánaðir á rað. Har blivu við at koma nógv fólk. Tað kvøldið fægst fólk vóru, komu 600, annars lá talið um 900 til 1.000 fólk. (Terji Rasmussen 25.11.15)

Terji Rasmussen, sum hevði gjørt nógvan tónleik saman við Føstufressum, keddist skjótt av at spæla í einum dansibólki, ið bert spældi tøkuløg. Hann skrivaði nógvan tónleik og fór tí beinanvegin at arbeiða við nøkrum av løgunum saman við hinum limunum í Moirae. Eitt nú eigur Niclas Johannesen, ið enn var partur av bólkinum á heysti 1994, ein part av lagnum Eg flyggi til tónleikin, ið má metast sum størsta hittið hjá Moirae.

Tá Norðurlandahúsið, Føroya Undirhaldstónleikarafelag og Kringvarpið í 1995 settu Prix Føroyar á stovn, meldaði Moirae seg til, og farið var undir at skriva tónleik beinanvegin.

Vit spældu av onkrari løgnari orsøk Hotel California til hetta umfarið. Eg veit ikki hví. Men vit spældu so eisini nøkur av okkara egnu løgum, Vátir logar og Eg flyggi til tónleikin, haldi eg. Men tað var nokk til, at vit komu í finaluna, og har spældu vit bert egin løg. Eitt lag var tó okkara útgáva av lagnum Knarvakotið, sum Kaj hevði gjørt til bandið hjá Húskallum. (Terji Rasmussen 25.11.15)

Moirae fingu eitt annað pláss í innleiðandi kappingini aftan fyri Mark No Limits. Men í finaluni kundi eingin røkka Moirae, ið vann sannførandi framman fyri Hjarnum og Wolfgang.

Vinningurin hetta árið var ein konsertferð til Finnlands, har 5 konsertir vóru á skránni. Bólkurin skuldi av stað longu nakrar fáar mánaðir eftir finaluna, og neyðugt var, at teir høvdu ein tíma av egnum tilfari. Hetta fekk veruliga gongd á lagskrivingina, og Terji, Kaj og Kim, ið búðu saman í einum kollektivi, arbeiddu hart við at skriva løg.

Vit vandu eitt kvøldið, og Hjalti larmaði serliga illa á gittaranum, so aftaná venjingina segði eg við hann: Hvat er hatta fyri eitt gittarljóð, sum tú brúkar? Tú larmar so ólukksáliga illa, tað ljóðar av helviti til. Hjalti bleiv ordiliga illa við, og tað gekk kanska ein vika, áðrenn hann kom aftur og spurdi meg, hvat eg meinti við. Tað endaði við, at Kim, Kaj og eg settu okkum saman við honum og arbeiddu við at finna rætta ljóðið til hansara, og tað var tá, at hann fekk hatta feita ljóðið, sum hann brúkti á okkara fløgum. (Terji Rasmussen 25.11.15)

565 Rasmus.
565 Rasmus.

Tá Moirae komu til Finnlands, fekk bólkurin næstan sjokk, tá teir møttu upp á fyrsta staðnum. Hetta var ein punkklubbi í einum kjallara. Hóast ein listi var sendur við hvørji ljóðføri og forsterkarar, teir skuldu brúka, so var einki av tí, sum teir høvdu biðið um.

Har var einki skil á! Keyborðið var eitt bíligt Casio keyborð, trummurnar sóu út sum um tær kundu brotna hvørja løtu, og bassforsterkarin var pinkalítil. Vit diskuteraðu eina løtu, um vit bara skuldu fara av stað aftur, men allir bólkarnir sum spældu har, nyttaðu so lítið, at vit hugsaðu, at vit bara skuldu fara á pallin og fáa sum best burturúr. Vit maltrakeraðu instrumentini. Kaj buldraði á trummurnar, og Kim boksaði á keyborðið. Tað bleiv faktiskt ein fín konsert. Men eg veit ikki, hvat punkararnir har hildu um okkum. (Terji Rasmussen 25.11.15)

Finski tøkningurin, sum gjørdi ljóð hetta kvøldið, skuldi fylgja teimum allan túrin. Aftaná konsertina kom hann og bað um orsaka, at hann ikki hevði skaffað ljóðførini á listanum. Kvøldið eftir, tá Moirae møtti upp á næsta spælistaðnum, var alt har, sum teir høvdu biðið um.

Restin av konsertferðini gekk væl, og millum annað spældu teir í finskum sjónvarpi, tá framførslan á Down by the Laituri festivalinum í Åbo varð send beinleiðis. Hetta var við til at tryggja, at teir vóru bodnir aftur til Finnlands tvey ár seinni.

Moirae hevði nú nógv tilfar. Í januar 1996 fóru teir í upptøkuhøli, og í september sama ár kom nógv rósta, sjálvnevnda debutfløgan út. Serliga lagið Eg flyggi til tónleikin gjørdist ein landaplága.

Fløgan hevði eitt gott bland av løgum, har Terji, Kaj, Kim og Mikkjal allir skrivaðu løg, meðan eisini Hjalti og Niclas áttu partar av øðrum løgum.

Moirae spældi nógv hesi árini, og tá bólkurin í 1998 gav út seinnu fløguna Sangir úr Náttini, kundu teir rinda kontant fyri framleiðsluna, ið ikki var heilt ódýr.

Seinna fløgan var nógv heilstoyptari enn tann fyrra og hevði eitt heilt greitt ljóð, ið ein bólkur, ið hevði spælt so nógv saman, fær.

Terji Rasmussen stóð sum fremsti lagskrivari á nærum øllum løgum á henni. Men sambært Terja var hetta ikki eitt tilvitað val.

Hasa tíðina skrivaði eg eina øgiliga rúgvu av løgum, og tað gjørdu hinir ikki. Men eg og Kim arbeiddu nógv saman um míni løg. Eg hevði eitt hugskot til eitt lag, og so arbeiddu vit saman um tað. (Terji Rasmussen 25.11.15)

Stutt eftir útgávuna av seinnu fløguni endaði Moirae. Tað var Terji Rasmussen, ið flutti av landinum. Táverandi daman vildi niður at lesa, og Terji fór við.

Tað hevði verið ein rokalig tíð við nógvum spælingum, ferðing og ballum. Vit livdu, búðu saman og arbeiddu saman. Tá kemur man at kenna hvønn annan so øgiliga væl. Bæði eg, Kim og Kaj høvdu tá fingið damur, og tað gjørdi tað ikki lættari. Alt bleiv so intenst, og vit fóru eisini at klandrast. Eg og Kim bardust, altso eg meini bardust regulert fleiri ferðir. Tá Annika (táverandi daman) segði, at hon vildi niður at lesa, so var tað ein lætti, og eg segði tí ja og endaði so Moirae. Tað hevði bara vart 3 ár, men tá eg hugsi aftur um tað, so kundi tað havt verið 15 ár. (Terji Rasmussen 25.11.15)

VIÐ HÝRUVOGNI UPP AFTUR Á OVASTU RÓK

Tveir av limunum í Moirae, Kim og Kaj, hvíldu ikki leingi, og stutt eftir høvdu teir stovnað Taxi saman við bassleikaranum Jón McBirnie, ið ferðaðist nógv í umhvørvinum kring Moirae. Umframt teir var plúmmarin og føstufressurin Magnus Johannesen og danski saksofonleikarin Jim Skou Andersen.

Í hesum bólki slapp Kim Hansen at vera oddamaður, ein leiklut, ið Terji Rasmussen helt Kim hava uppborið, tí hann var ein alt ov góður sangari til ikki at standa á odda fyri einum bólki.

Tónleikurin hjá Taxi var eitt slag av fusjónskendum poppi, og fyrstu tíðina eyðmerkti bólkurin seg við at ikki hava ein gittarleikara. Hetta var ikki vanligt í føroyskum tónleiki um hetta mundið.

Tá Taxi meldaði seg til Prix Føroyar í 1999, var bólkurin frammanundan ein stórfavorittur at vinna kappingina. Tað gjørdist eisini ein sannroynd, tá Kim og Kaj kundu kalla seg dupultar Prix Føroyar vinnarar.

Vinningurin var m.a. tíð í kendu donsku upptøkuhølunum Lundberg Studios, og henda tíð bleiv brúkt til at innspæla einastu útgávuna, ein sjálvnevnd EP við fýra løgum. Í sambandi við upptøkurnar valdi bólkurin tó at brúka ein gittarleikara, har tørvur var á tí. Janus Kampman úr Vestmanna spældi gittarar inn.

TEITUR UTTAN MØRK

Ein av allar størstu bólkunum í nítiárunum var Prix Føroyar vinnarin í 1997 Mark No Limits, ein av mest gjøgnumførðu popp-rokk bólkunum, ið vit hava havt. Søgan um Mark No Limits er samstundis eisini søgan um Teit Lassen, ið gjørdist tannáringaidol sum sangari í bólkinum.

Hevur nakar myndað føroyskan tónleik í serstakan mun í nýggjari tíð, so er tað Teitur Lassen. Søgan um Teit Lassen, er søgan um klæntrasliga havnardrongin, sum 17 ára gamal fór út í stóru verð við gittaranum á bakinum og sínum vøkru, einfaldu poppsangum í skjáttuni, og sum kom aftur sum eitt fullbúgvið, altjóða viðurkent tónlistafólk.

Regin Guttesen.
Regin Guttesen.

Teitur (f. 1977) vaks upp í Havn. Sum allir aðrir dreingir íðkaði hann ítrótt og brúkti mesta partin av síni tíð upp á at spæla fótbólt og hondbólt í ávikavist HB og Kyndli. Tónleikurin fylti ikki so nógv í barnaárunum, hóast Teitur hevði tónleikaliga ómetaliga gott í at bræða frá mammuni Unnur Thomsen, ið er ættað av Tvøroyri og var ein hin mest lovandi sangarinnan á heimliga tónleikapallinum í sekstiárunum.

Sum 13 ára gamal arvaði Teitur ein brúktan gittara systkinabarni, og tað broytti alt. Teitur varð alt fyri eitt bitin av gittarspælinum og tónleiki.

MARK NO LIMITS – Stovnaður 1993

Limir: Teitur Lassen (sang, gittara), Mark Joensen (ljómborð, forritan), Jóhan Ziskason (gittara), Malan Eyðunsdóttir (sang, 1996-99), Hjálmar Hátún (bass, 1995), Jens Tummas Næs (bass, 1996-97), Egil Barclay Høgenni Hansen (bass, 1996-99), Carl Johan Simonsen (trummur, 1995), Remi Fagereng (trummur, 1996), Trygvi Restorff í Brekkunum (trummur og slagverk, 1996-99), Regin Guttesen (tangentar á tour, 1995-99)

Útgávur: Mark No Limits (1996), Mark Joensen (ljómborð, forritan)

Tað var ólukksáliga trupult at fáa hendur á ordiligum plátum í Føroyum, men sjeikurin hjá stórusystur hevði altíð ein plastposa við plátum við til mín, tá hann kom at fríggja við systur. So var eg upptikin við at onkrum øðrum. Eg lærdi akkordirnar, og skjótt dugdi eg at spæla eftir gehør – mest Metallica, Guns N'Roses og ting í tann dur. Eg bleiv tann, ið altíð spældi gittara til ballini. Eg fann eisini út av, at tað var nakað, eg dugdi væl, og so var tað jú eisini eitt sindur kul at duga at spæla gittara. (Berlingske Tidende 17.02.08)

Rættiliga skjótt stóð øllum greitt, at í hesum eygagóða tannáringi búði eitt serligt talent. Tað var tó av tilvild, at Teitur endaði við at stovna bólkin Mark No Limits saman við Mark Joensen, ið spældi ljómborð í Chase, og Jóhan Ziskason, ið hevði gjørt vart við seg í popp-rokk bólkinum Arsenik við Maluni Eyðunsdóttur.

Fosturpápin skeyt upp fyri mær, at eg tosaði við Mark Joensen um at spæla saman. Eg var umleið 15 ár. Mark og eg hittust nakrar ferðir í kjallaranum hjá Mark, har vit fóru í holt við at gera instrumentalan tónleik. Mark hevði ein rættiliga stóran sekvensara í sínum Korg-ljómborði og eina Roland rýtmumaskinu. Eg spældi elgittara, og vit gjørdu løg. (Teitur Lassen 06.12.10)

Lagnunnar speisemi vildi tó soleiðis, at størsta hittið hjá Mark No Limits, Syngja sama lag, ið uttan iva var tað lagið, sum seldi flest atgongumerkir, var eitt tøkulag. Tað er Ólavur Jacobsen úr Havn, ið hevur skrivað krútsterkta sangin.

Páll Arge er ein rock'n'roll-inkarnatión. Eg minnist einaferð, at Jóhan og eg fóru framvið til kaffi í Plátubarrini, ið Páll Arge átti og rak, meðan hann var í holt við at selja Mark No Limits at spæla til dans í Hvalba. Páll reypaði í 15 minuttir um, hvussu góð vit vóru, stórt anlegg, bussar, teknikk, fyrverkari, nr. 1 á hitlistanum, gittarforsterkarar, Prix Føroyar, eina konsert í seinastu viku, góðar sangir, nógvar damur, og bla, bla, bla. Hann slær S'ið (hátalaran, red.) á telefonini til, so vit eisini kundu hoyra. „Je veit, je veit! Men hvussu nógv skulja tikor hava afturfyrri?" Svar! Lang pausa. „35.000!?? Halda til, at tikor eru The Beatles ella hvat?" og so legði hvalbingurin hornið á. Vit flentu í kiki. Vit fóru tó til Hvalbiar hóast tað, og har vóru eini 5-600 fólk til konsertina." (Teitur Lassen 06.12.10)

Tað vardi heldur ikki leingi, áðrenn karmarnir í Føroyum og Mark No Limits gjørdust ov smáir fyri Teit. Bólkurin vann í Prix Føroyar í 1997, og Teitur var longu stóra stjørnan á føroyska tónleikapallinum. Hann skuldi víðari.

Soleiðis endaði Teitur í Holstebro. Hóast tað ikki ljóðar so eksotiskt, gjørdist Holstebro ein kollvelting fyri tann unga Teit.

Og tað visti eg, at eg vildi. Men eg noyddist at blíva góður. Eg vildi ikki skammast av mínum tónleiki. (Berlingske Tidende 17.02.08)

Eg fór frá at vera Teitur, ið var ordiliga rokkarasligur og rann runt á pallinum, til at óttast leiklutin sum tónlistamaður. At standa á pallinum. Eg fekk eina sera stóra ábyrgdarkenslu mótvegis tónleikinum. (Berlingske Tidende 17.02.08)

Eg haldi, at tað eru alt ov nógvir tónleikarar, ið ikki kenna ábyrgd fyri at røkja tónleikaarvín. Tað eru høpin av tónleikarum, ið bara ganga og lala og spæla popp uttan at hugsa um, hvat teir gera tónlistarliga. Eg haldi, tað er umráðandi at skilja og hugsa um tónleikin sum arkitektoniskan, sum eitt handverk, ið skal gerast ordiliga.

Mark No Limits var farið í søguna, men eitt nýtt áratúsund lá um hornið, har Teitur skuldi gerast eitt tað mest markanta føroyska tónleikanavnið bæði heima og úti.

KOLLFJARDAPOPPUR

Vinmennirnir, gittarleikararnir og sangararnir Signar í Homrum og Jens Marni Hansen vera ivaleyst altíð ímyndin av Kjølum, men Signar í Homrum sigur, at hann sjálvur ikki var við til at stovna bólkin og spældi heldur ikki við á fyrstu konsertini hjá Kjølum.

Tað vóru Jens Marni, trummuleikarin Eigild Jensen og ljómborðleikarin Jóan Jakku Joensen, sum stovnaðu Kjølar seint í 1987. Teir spældu fyrstu ferð á jólum í 1987, og eg kom upp í bólkin stutt aftaná hetta. Fyrstu ferð, at eg spældi við teimum, var á føstulávínt 1988. (Signar í Homrum 01.12.15)

Fyrstu tíðina hevði bólkurin ongan bassleikara, og tá spældi Jóan Jakku bass við basspedalunum á einum stovuorgli. Næstu árini vóru merkt av skiftandi manning, við Signari í Homrum og Jens Marna sum konstantum. Í manningini hesi árini var eisini trummuleikarin Fríði Øster, sonur navnframa Kræklingin Ólav Øster.

Bólkurin gjørdist alsamt betur umtóktur fyri sín fangandi siðbundna popp-rokk. Í 1995 fann bólkurin saman við bassleikaranum Jens Tummasi Næs.

Í Prix Føroyum undanumfarinum á Strondum í 1995 var Kjølar um reppið at spæla seg í finaluna, men Hjarnar og Wolfgang, ið endaðu sum nummar tvey og trý í finaluni, gjørdust ov drúgvir fyri Kjølar. Tá Fríði flutti av landinum í 1996, varð hann avloystur av Henningi Nicodemussen, ið skifti frá júst Wolfgang til Kjølar.

Eitt annað pláss í Prix Føroyar finaluni í 1997 og útgáva av fløguni Time, gjørdi 1997 til eitt stórt ár í søguni hjá Kjølum. Fleiri løg hittaðu á 15 Teimum bestu, og stórir dansir í ítróttarhøllum drógu nógv fólk til.

Men júst sum Kjølar vóru í hæddini, flutti sangarin Signar í Homrum til Svøríkis. Signar ferðaðist ímillum og spældi nógv við Kjølum fyrstu tvey árini, og tá hann ikki var heima framførdu Jens Marni, Jens Tummas og Henning sum ein trio og kallaðu seg Sjey.

Aðru Prix Føroyar finalu á rað megnaði Kjølar í 1999 at fáa annað pláss, hesa ferð aftan fyri Taxi.

Tá Signar í Homrum kom heim í jólaferiu í 1999 var tað við boðunum um, at hann vildi leggja bólkin niður. Bólkurin arbeiddi longu tá við eini nýggjari útgávu, ið teir eftirverandi limirnir gjørdu lidna og góvu út í 2001 undir navninum All That Rain. Fløgan The Naked Truth varð væl móttikin, og All That Rain tók plássið á popptindinum, ið Kjølar hevði átt.

All That Rain gjørdist ein væl umtóktur dansibólkur og spældi nógv kring landið nógv ár fram. Hans Ravnsfjall avloysti Jens Marna. Í januar 2003 bleiv All That Rain ein kvartett, tá Pól Arni Holm, fyrrverandi sangari í Týr og suðuroyarbólkinum Wild Child, kom upp í bólkin. Hann spældi við teimum, til Rókur Jákupsson Jakobsen úr Tangz avloysti hann í 2004.

TÁ EITT LOKUM BLEIV TIL EITT TANGZ

Rókur Jákupsson Jakobsen var vorðin kendur næstan 10 ár frammanundan, tá hann og vinmaðurin Hallur Johannesen undir navninum Lokum framførdu lagið Charlie á B36 fløguni Rennið Dreingir í 1995. Hesir báðir blaðungu dreingirnir náddu upp á toppin á 15 teimum bestu.

Lokum vóru bodnir at spæla á ólavsøkukonsertini 1995. Bólkurin fanst í fleiri útgávum og undir fleiri nøvnum, sum duettin Lokum, sum bólkurin Nossir, og tá teir framførdu sum ein kvartett við Halli, Róki, Mikael og Boga Winther kallaðu teir seg ebmoll.

Sum nógvir aðrir havnarbólkar, komu teir nógv í Skansastovu úti við Strond. Har hittu teir Stamen Stanchev, ið leitaði eftir einum bólki at luttaka í DM í Rock 1998. Manningin í bólkinum, sum Stamen setti saman, var Hallur Johannesen, Rókur Jákupsson Jakobsen, Mikael Blak, Búi Dam, Halgir Arge og Dánjal á Neystabø. Navnið á bólkinum bleiv Hanky Stuff.

Vit sendu eitt band inn og sluppu í semifinaluna, ið varð hildin í Forbrændingen í Albertslund. Men vit komu ongan veg. Í semifinaluni taptu vit til tveir bólkar, sum eg ikki havi hoyrt síðan. (Rókur Jákupsson Jakobsen 01.12.15)

Stutt eftir luttøkuna fóru Mikael Blak og Búi Dam burtur úr bólkinum, og í staðin fyri Búa, kom Rói Hammershaimb Christiansen, meðan Hallur skifti til bassin. Bólkurin skifti aftur navn endaliga til Tangz.

Tangz luttók í Prix Føroyum finalunum í 1999 og 2001, í 2001 gjørdist tað eitt triðja pláss. Seinni sama ár kom einasta útgávan hjá Tangz, EP'in Undir Somu Dýnu. Rókur og Dánjal fluttu á heysti 2001 til Svøríkis at lesa, og bólkurin spældi minni og minni.

MUSIKALSKU SYSTKINI

Systkini Maria og Regin Guttesen hava eisini gjørt um seg innan tónleikin bæði her heima og uttanlands.

Maria Guttesen fór á ungum árum á tónleikaskúla í Danmark í 1985. Hon fekk sítt gjøgnumbrot í Føroyum á útseldum konsertum í Norðurlandahúsinum í januar 1991. Tónleikur hennara hevur røtur í soul, funk og gospel.

Maria Guttesen.
Maria Guttesen.

Tað er ein altjóða dámur yvir Mariu. Hennara løg tykjast at vera av einum sovorðnum kaliber, at tey saktans kundu gjørt um seg uttan fyri Føroyar. Eisini hevur Maria eina rødd, sum hon ikki eigur at skammast yvir í altjóða høpi. Tí freistast ein at biðja hana fara í studio – geva eina plátu út í Danmark fyri at vita, hvørja móttøku hon fær. (Dimmalætting 20.08.91)

Í 1994 kom fløgan Where it all begins út. Og heili tíggju ár seinni útgávan The last night í 2004. Í 2006 kom útgávan Live og í 2008 kom útgávan Wide open.

Regin Guttesen fekk sítt gjøgnumbrot við útgávuni Ein glotti fyri framman, sum hann gav út saman við MC Restorff í 1992. Hansara fyrsta egna útgáva Writing you a song frá 1997 fekk sera góð skotsmál. Tónleikin hevur hann tó ongantíð slept, sjálvt um rúm tíð gekk, áðrenn næsta fløgan hjá Regini kom á marknaðin í 2009, sum kallaðist Fjakkarin. Regin ferðaðist eisini við Mark No Limits, tá bólkurin var á konsertferðum, og skrivaði og spældi inn útvarpshittið Løtan sum partur av bólkinum Rekini saman við Kim Hansen ig Niclas Johannesen.

ROKKSTJØRNA Í TAILANDI

Ungi skálamaðurin, Hans Jacob Kollslíð, upplivdi miðskeiðis í nítiárunum av álvara at vera rokkstjørna í Tailandi. Hann stovnaði bólkin Audy Band, saman við sangaranum Audy. Hesin bólkur gjørdist rættiliga stórur í Tailandi árini 1995-96. Eini 120.000 eintøk vórðu nokk so skjótt seld af EP'ini og mett verður, at sjálv fløgan hevur selt um eina millión eintøk í Tailandi.

Hans Jacob Kollslíð hevur samstarvað við Kára Sverrisson úr Enekk. Burtur úr hesum kom útgávan Dreymaspøl í 2008. Hann hevur eisini gjørt tónleik saman við Hans Marius Ziska. Serliga kent er lagið Nærveran. Í 2015 gav Hans Jacob Kollslíð útgávuna Altverkið út.

Audy Hans Jacob.
Audy Hans Jacob.

HEIMSTÓNLEIKUR AV SKÁLAFIRÐI

Alheimurin er karmur Enekk's. (Niclas Johannesen, Sosialurin 29.09.1998)

Í byrjanini av nítiárunum hoyrdust nýggir tónar innan av Skálafjørðinum – ikki heilt líkir øðrum, ið áður høvdu verið at hoyrt í Føroyum. Bólkurin Enekk viðkaði karmarnar fyri føroyskan tónleiki.

Tað er neyvan skeivt at siga, at tónleikurin hjá Enekk var øðrvísi, nýskapandi. Tónamyndin tyktist ofta døpur og álvarsom. Sungið varð um løgin evni sum Morð í køkinum og løgnar skapningar við Toftavatn.

Byrjanin til bólkin var heldur sakleys. Ungir tónleikarar innan av Skálafirði vildu stovna nýggjan dansibólkur. Heitt varð á unga toftamannin Kára Lamhauge (seinni Sverrisson) um at syngja í bólkinum. Hann játtaði, men gjørdist beinanvegin greiðir yvir, at spæla til dans ikki var tað, hann vildi við tónleikinum.

Bólkurin spældi tískil bert eina ferð til dans – eitt sunnukvøld í Glyvra Bio. Men limirnir í bólkinum vóru so hepnir, at bassleikarin – Agnar Lamhauge – um sama mundið fór í læru sum tøkningur í RMS Studio í Saltangará. Enekk var eitt upplagt sveinastykki hjá honum. Hvørt kvøld og hvørja løtu, upptøkuhølið var tøkt, var bólkurin í RMS Studio.

Eitt av hesum løgum varð sent inn til sangkapping hjá Amnesty International í Føroyum og var at finna á útgávu teirra – Amnesty Tónar frá 1991. Lagið Eru vit til gjørdist beinanvegin eitt hitt.

Enekk geva sjálvir svarið tvey ár aftaná við fyrstu veruligu útgávu síni Andlit hins tigandi. Og svarið var nei. Hetta var ikki eitt avrit av Frændum.

Fólk tóku ikki ímóti útgávuni at byrja við. Hon var væl minni popput enn tað, vit vóru kendir fyri áðrenn, so fólk undraðust yvir tað, tey hoyrdu. Hon skuldi sodna. (Kára Sverrisson 10.02.07)

Grundstamman í Enekk er: Kári Sverrisson, sang og gittara; Agnar Lamhauge, bass; Óli Olsen, ljómborð.

Bólkurin hevur seinni árini havt skiftandi manning og eisini nógvar gestatónleikarar.

Enekk-útgávur: 1993 Andlit hins tigandi, 1994 Ver sterk mín sál, 1997 Fýra nætur fyri jól, 2004 Meðan vit nærkast jørðini.

Útgávur hjá Kára Sverrissoni: 1996 Øll hava veingir, 1996 Meg minnist eina mynd (skering 15), 1997 Flúgvandi biðil (skering 24), 1998 Green Gate Green Gate, 1999 Teir sjey svanirnir og onnur føroysk ævintýr CD 2002, 2003 Við heimsins dyr, 2003 A taka v/ Valeri Dimchev og Desislava Dimcheva, 2003 Sóljudansir, ymisk, 2005 Koma, Petur Pólson, 2007 Livandi Oyða, ORKA, 2008 Dreymaspøl, Kollslíð og Sverrisson

Við Bendum spónum: 2013 Hvussu bendir mann spónir? 2013 Nøkur fá fet afturat, Kári Sverrisson hevur lagt lag til yrkingar eftir Jóanes Nielsen

Síðan teir av fyrstan tíð gjørdu vart við seg á føroyska tónleikapallinum, hevur tað verið eitt sereyðkenni fyri bólkin, at tónleikur, tekstir, framførslur og útgávur altíð eru merkt av einum serligum huglagi og anda. Har er ein nerv í, sum tú ikki finnur lættliga í øðrum føroyskum tónleiki. Teir smædast ikki við at seta saman ting, ið onnur kanska ikki høvdu hættað sær í holt við. Tónleikurin hevur onkusvegna okkurt serligt føroyskt yvir sær, uttan at tað tó er merkt av húðaskógvamentaliteti og nalvaskoðan. Leitað verður bæði innanfyri og uttan fyri bøgarðarnar eftir íblástri og innihaldi. Enekk hava sostatt megnað at sett sítt týðiliga frámerki á føroyska tónleik. (Dimmalætting 14.04.04)

Á fyrstu plátuni hjá Enekk hoyrdist ein vøkur kvinnurødd. Hana átti Unn Paturson. Hon gjørdist ein fastur partur av Enekk fyrstu árini og var við síni sannførandi og reinu rødd við til at gera ljóðmyndina hjá Enekk meiri blandaða. Unn fekk sítt gjøgnumbrot sum songkvinna við Enekk. Seinni hevur hon gjørt vart við seg í bólkinum Haldurs Café, sum gav út fløguna Fjart í ringrás í 1997, og sum einstaklingur. Í 2001 kom útgávan Gloymska við grape út. Árið eftir gav hon út fløguna Run, ið var eitt jazz samstarv við manni sínum Rógva á Rógvu, Arnold Ludvig og Magnus Johannesen. Hesi seinnu árini hevur Unn verið við í super kórbólkinum Kata, saman við m.ø. Eyð Berghamar Jacobsen, Gretu Svabo Bech, Arnfríð Lützen og Guðríð Hansdóttur.

KLIKKHEYSAR ÚR TÓNLEIKAALISTØÐINI VIÐ GØTUVÍK

Losjan í Gøtu gjørdist í nítiárunum karmur um eina ta størstu menning innan føroyska rokktónleiki yvirhøvur. Her varð samtakið Grót stovnað, bólkar sum Clickhaze búleikaðust á staðnum. G! Festivalurin vaks úr hesum umhvørvi, og eitt tað størsta altjóða føroyska navnið í føroyskum tónleiki yvirhøvur, Eivør Pálsdóttir, er eisini komin „undan" tónleikaalistøðini við Gøtuvík.

Vit vildu gera ein ordiliga góðan tónleikabólk, sum skuldi spæla egnan tónleik. Hesin tónleikur skuldi eisini gerast burtur úr riffum og rýtmum – meiri enn einum kassagittara ella klaveri, ið er tann vanligi mátin at skriva sangir uppá. (Jón Tyril 19.02.07)

Petur Pólson varð biðin um at koma við í bólkin. Hann spældi eisini við í bólkinum Visible Fish, ið Jón Tyril hevði spælt saman við einstakar ferðir. Harvið var upprunamanningin funnin: Petur Pólson, sang; Bogi á Lakjuni, gittara; Jón Tyril, gittara; Jens L. Thomsen, bass; Høgni Lisberg, trummur.

Bólkurin byrjaði at venja saman og meldaði seg til Prix Føroyar í 1999. Clickhaze sópaði alla kapping til viks og vann innleiðandi umfarið í Miðvági.

Vit vóru ógvuliga seriøs. Vit vandu 5 dagar um vikuni – frá morgni til langt út á seinnapartin – ótu saman, ja, so at siga livdu saman. (Jón Tyril 19.02.07)

Í 2001 vann bólkurin Prix Føroyar. Bólkurin var á konsertferð í Íslandi og Danmark. Í 2002 var Clickhaze í hæddini. Hetta árið kom fløgan EP á marknaðin. Í samfullar 11 vikur lá lagið Daylight á 1. plássi.

Vit hava onkuntíð sagt, at kanska var veruliga orsøkin til at vit góvust, at Clickhaze ikki hevði meira at siga júst tá. (Petur Pólson, Faroemusic 01.12.14)

Hóast Clickhaze var ein virkin konsertbólkur, so gav Clickhaze bert eina útgávu út – eina EP í 2002 við seks løgum.

Men limirnir í Clickhaze hava hvør í sínum lagi gjørt vart við seg. Eivør Pálsdóttir er eitt tað kendasta føroyska tónleikanavnið uttanlands. Tað er bólkurin hjá Jens L. Thomsen, Orka, eisini. Høgni Lisberg hevur eisini gjørt vart við seg uttanlands sum singer/songwriter og poppsangari. Jón Tyril stovnaði og fyriskipaði í nógv ár G-festivalin. Bæði Jens L. Thomsen og Bogi á Lakjuni hava víst seg at hava góð evni sum tónleikaframleiðarar. Tað sama kann sigast um Mikael Blak, ið var við í Clickhaze seinastu árini.

Vit vóru ein stuttlig eind av fólki, ið fingu tað bestu burtur úr hvørjum øðrum. Vit vóru sera ambitiøs, og tann andi er førdur víðari í tí, vit hava gjørt eftir Clickhaze. (Jón Tyril 19.02.07)

GRÓT

Við Grót-umhvørvinum komu tvey rák inn í føroyskan tónleik: Annað var, at føroyskur tónleikur flutti seg eitt áramál fram og gjørdist partur av samtíðar rákinum á altjóða pallinum. Hitt rákið gekk øvutan veg – inneftir – og fekk føroyskur tónleikur betri samband við sínar røtur. (Jón Tyril 19.02.07)

Í oktober 1998 tóku fólk í Gøtu og har um leiðir seg saman og stovnaðu eitt tónleikafelag, ið fekk navnið Grót. Serliga fólk kring tónleikabólkarnar Visible Fish og Clickhaze vóru aktiv at byrja felagið.

Vit vistu ikki, hvussu eitt felag skuldi skipast. So vit gjørdu ikki mætari enn at taka reglugerðina hjá LÍF (Leirvíks Ítróttarfelag, ritst.) og broyttu nakrar orðingar í henni. Vit hugsaðu sum so, at kundi ein stovna ítróttarfelag við vøllum og hallum, bar eisini til at gera eitt tónleikarafelag við venjingar- og konserthølum. (Jón Tyril 19.02.07)

Nakrir av stigtakarnunum høvdu gott samband við Losjuna í Gøtu, sum játtaði Grót at halda til har.

Í byrjanini fingu vit ofta at vita, hví vit ikki spældu Creedence eller Beatles – men so hvørt tagnaði hesin kritikkur, og fólk goðtóku hetta. Tað var sera lekkurt at spæla til konsertir hjá Grót. Fólk komu at lurta. Har eingin gangur ella rok. (Jón Tyril 19.02.07)

At tónleikur var eitt álvarsmál, sást eisini aftur í, at tónleikararnir í Grót-rørsluni fingust við stór, álvarsom evnir sum átrúnað og politikk, soleiðis at bæði Kingo-sálmar og fullveldispolitikkur brádliga gjørdust partur av nútímans tónleikinum í Føroyum. Brádliga varð tónleikur aftur uppfatað sum eitt amboð í royndini at broyta samfelagið og sannføringina hjá áhoyrarunum. (Dimmalætting 31.03.05)

Grót skipaði fyri fyrstu G-festivalunum, men í 2005 var avrátt at loysa festivalin frá Grót.

KAPPINGIN, IÐ BROYTTI TÓNLEIKAPALLIN

Í 1994 merkti føroyska samfelagið enn eftirskjálvtarnar av bankakreppuni. Mitt í hesi sváru tíð lendi ein finni í Føroyum. Peter Turtschaninoff skuldi vera stjóri í størsta deplinum á heimliga mentanarpallinum, Norðurlandahúsinum.

Peter Turtschaninoff var nakað heilt fyri seg. Hann hevði ikki verið stjóri í Norðurlandahúsinum í meiri enn tveir mánaðir, tá ið hann helt sína fyrstu røðu á føroyskum. Turtchaninoff dámdi væl rokktónleik, og sum nakað av tí allarfyrsta læt hann dyrnar á Norðurlandahúsinum upp á víðan vegg fyri ungdóminum og rýtmiska tónleikinum.

1. apríl 1994 setti hann Fróða Vestergaard í starv at samskipa eitt tónleikatiltak fyri ungar rokktónleikarar.

Vit í FUT høvdu beint frammanundan skipað fyri tiltakinum „Futti á Ferð". Tá eg fór at arbeiða í Norðurlandahúsinum í 1994, og stjórin Peter Turtschaninoff fegin vildi hava konsertir við ungum bólkum inn í húsið eitt nú leygardagar, so helt eg, at vit máttu gera eina sortering. Peter skeyt upp, at vit skuldu gera eina kapping. (Fróði Vestergaard 29.01.09)

Burtur úr hugskotinum um eina tónleikakapping, spratt Prix Føroyar, sum longu frá byrjan varð samskipað í samstarvi við FUT, Sjónvarp Føroya (SvF) og Útvarp Føroya (ÚF).

Endamálið var, at Prix Føroyar skuldi kveikja lív í føroyska tónleikpallinn; geva vónríkum tónleikarum ein professionellan pall at framføra egnan tónleik á og stimbra framleiðsluni av nýggjum tónleiki.

Áðrenn prixið var tað so at siga óggjørligt hjá einum bólki, sum spældi egnan tónleik, at sleppa framat nakrastaðni. Um tú ikki spældi til dans, so vóru bara Ólavsøkukonsertinar og síðan „Futti á Ferð" eftir, har nýggir og ambitiøsir bólkar kundu spæla sítt egna tilfar. (Jón Tyril, Planet.fo, 20.09.06)

Fyrsta Prix Føroyar-umfarið nakrantíð varð avgreitt í Bygdarhúsinum á Strondum í januar mánaði 1995. Prixið var fyrstu árini átøkt einum rullandi tónleikasirkusi við tónleikarum, fyriskiparum og fjølmiðlum, ið rullaðu inn í ymsar bygdir kring oyggjarnar.

Tað hevur altíð verið ein serligur dámur yvir prixnum (...) kanska serliga tá ið tað ferðaðist kring landið. Tað er ikki oftari enn so, at rokkkonsertir verða hildnar í Miðvági, á Sandi ella á Strondum. Eitt slíkt ferðandi tiltak gav íblástur til nógvan ungdóm ... (Niels Uni Dam & Rókur Jákupsson Jakobsen, Planet.fo 20.09.06)

Til fyrstu umfarið á Strondum, sóu fólk bólkarnar Hjarnar og Wolfgang vinna sær pláss í finaluni. Tað var tó tungmálmsbólkurin Hatespeach, ið stjól rættiliga fitt av uppmerkseminum.

Harvið hevði prixið longu í fyrsta umfarinum víst sítt virði, og at tað júst var tann innspræning av saltlaka, ið rýtmiski tónleikapallurin hevði fyri neyðuni. Tað streymaði inn á føroyska pallin við nógvum bólkum, sum umboðaðu tey rák, ið sóust á MTV og øðrum tónleikarásum.

Tað (Prix Føroyar) er eitt tað besta, sum er hent fyri føroyska mentan í nýggjari tíð. Ikki minst tí tað dregur ta nógvu skapanina, sum grør í kjallarum og garasjum, fram í ljósið. Og so gevur prixið møguleika at draga føroyska mentan út um heimligu eingjargarðarnar. Út í heimin. (Høgni Hoydal, mentamálaráðharri, Sosialurin 28.04.03)

Áðrenn Prix Føroyar í 2003 varð umskipað soleiðis, at øll tey innleiðandi umførini vóru á einum og sama staði, nevniliga Mentanarhúsinum í Fuglafirði, vitjaði prix-fylgið fýra ferðir í Miðvági og á Strondum, tríggjar ferðir á Tvøroyri og í Klaksvík og eina ferð í Vági, í Tórshavn og á Sandi.

KAPPING ELVIR TIL KJAK

Tað, at Prix Føroyar var grundað á kapping, var eisini avgerandi fyri, at tað var so stórur áhugi fyri tiltakinum. Men eins og við flest øðrum kappingum var Prix Føroyar øll árini merkt av kjaki og spjaðing um reglurnar, dømingina og leistin.

Kann tað vera so einfalt, at fært tú nakrar dugnaligar tónleikarar aftur at tær, so ert tú tryggjaður eydnu í Prixnum? Óansæð, um tú spælir verðins keðiligasta sang, bara tú ikki spælir feilir, so er tað gott nokk? Mennir Prixið yvirhøvur okkara tónleikalív?" (Dimmalætting, 04.04.05)

KREPPAN

SvF og ÚF luttóku eisini í fyriskipanini, og nógvar broytingar vórðu gjørdar fyri at ganga ynskjunum hjá hesum miðlum á møti. Hetta spældi heldur ikki altíð friðarliga av.

Í 2003 vóru kreppufundir millum umboð fyri finalubólkarnar og fyriskipararnir ætlaðu at broyta reglurnar, sum dómast skuldi eftir til finaluna. Tað var Kringvarpið, ið hevði sett øll segl til og hevði stórar ætlanir um at gera eina stórsligna sjónvarpssending. Kendi og virði sjónvarpsframleiðarin Per Zachariassen varð flogin heim at framleiða og setti krøv um broytingar, ið gjørdu finaluna til betri sjónvarp. Eitt nú skuldu sms-atkvøður eisini telja við, eins og tær gjørdu tað í útlendskum sendingum. Harumframt skuldu nakrir av dómarunum døma finaluna út frá einum sjónvarpsskíggja í útvarpshøllini.

Hetta vildu tónleikararnir ikki hoyra talan um. Serliga hetta at finalan skuldi dómast sum ein sjónvarpssending – hvussu framførslurnar riggaðu á skíggjanum – fall ikki í góða jørð. Havast skal í huga, at Kringvarpið hevði havt trupulleikar við framleiðsluni av Prixnum frammanundan. Eitt nú vóru dømi um røddir, ið ikki hoyrdust í sjónvarpinum. Serliga ringt hevði verið, tá partar av framførsluni hjá Visible Fish í 1999 als ikki hoyrdust.

Funnið varð fram til eina semju, ið var ikki sørt torskild: Fyrst skuldu dómararnir døma út frá somu reglum sum til undanumførini. Stigini skuldu síðan leggjast saman, og síðan skuldi kunngerast, hvør hevði fingið flest stig.

Síðan vóru dómararnir býttir upp í tveir dómarabólkar – ein við útlendskum gestum og ein við føroyskum dómarum – og teir fremstu bólkarnir vórðu síðan vigaðir umaftur av báðum dómarabólkunum. Her sluppu áhoyrarar og hyggjarar tó eisini at taka lut við at atkvøða umvegis sms ella við at ringja til eitt ávíst telefonnummar.

Í 2005 kom tó av álvara til skarpskeringar. Nógvir royndir tónleikarar streymaðu brádliga aftur til Prix Føroyar, eins og teir gjørdu í kreppuárunum. Bæði Terji Rasmussen og Eyðun Nolsøe, ið eru legendur á føroyska tónleikapallinum, meldaðu til, og afturat sær høvdu teir bestu og royndastu tónleikarar í landinum, ið komu úr bólkum sum Moirae og Føstufressum.

Prix Føroyar hevði undanfarnu árini havt hepni við at finna nýggj og sera sterk vinnaranøvn sum Clickhaze og Gestir, ið vístu dygdir, sum góvu teimum møguleika at standa seg uttan fyri landoddarnar. Hetta hevði eisini givið Prix Føroyum eitt stórt trúvirði uttan fyri landoddarnar og millum føroyingar.

Spurdur, um tað ikki var eitt dilemma, at so nógvir etableraðir og royndir tónleikarar frá heimliga pallinum høvdu valt at melda til, svaraði Fróði Vestergaard:

Kappingin er kanska blivin meira viðurkend, enn hon hevur verið, og bólkarnir, sum eru kendir her heima, síggja kanska góðar møguleikar fyri at sleppa uttanlands at spæla umvegis Prix Føroyar. Vinningarnir eru nógvir og góðir, og tað lokkar kanska eisini teir etableraðu tónleikarararnar við í kappingina. Prix Føroyar kann eisini brúkast sum ein møguleiki hjá etableraðum bólkum at skifta tónleikaliga kós og vísa seg fram í Prixnum. (Sosialurin 04.01.05)

Serliga sigurin hjá Taxi í 1999 varð nógv umrøddur, tí partar av áskoðarafjøldini vístu sína ónøgd við, at bólkar sum MC-Hár, Tangz ella Flux ikki vunnu.

Í 2005 var størsta broytingin gjørd í Prix Føroyum søguni. Bólkarnir, ið spældu seg víðari, komu ikki beinleiðis í finaluna, men skuldu spæla í eini hálvfinalu, haðani tríggir bólkar sluppu í finaluna, ið skuldi vera partur av nýggja tiltakinum AME, ið avloysti sjónvarpaðu Prix Føroyar finaluna. AME var ein meldur av Prix Føroyar-finalu, heiðurslønahandan, sjónvarpssshowi og tónleikashowcase, har fyrireikararnir valdu at vísa nøkur av teimum tónleikanøvnunum, ið teir mettu vera mest áhugaverd, fyri útlendsku talentskótunum og fjølmiðlafólkunum, ið komu til Føroyar at lurta.

Til hálvfinaluna í 2005, sum varð avgreidd í høllini í Trongisvági, kókaði yvir. Allir teir nýggju, ungu og endurnýggjandi bólkarnir vórðu sáldaðir frá, meðan teir royndu tónleikararnir og bólkar teirra, ið stórt sæð vóru settir saman av teimum somu tónleikarunum, vórðu sendir víðari til finaluna. Terji Rasmussen Band, Eyðun Nolsøe og Showmenn og GoGo Blues.

Tað fór ein skelkur gjøgnum høllina, tá úrslitið var greitt. „Hetta er lukturin av Havnará. Tað stinkar!" rópti ein vónbrotin ungur tónleikari, meðan eitt ølplastikbikar varð blakað upp á pallin.

Mánadagin 4. apríl 2005 kom Dimmalætting í sølubúðirnar við forsíðuyvirskriftini: "Heilagar kýr steðga ferðsluni."

Tað var aftur ummælarin, Jan Lamhauge, ið eirindaleysur metti um úrslitið av hálvfinaluni:

Prix-fyriskipararnir mugu standa til svars yvir fyri øllum teimum, ið hava lagt lív og sál í tí, eftir øllum at døma, meiningsloysu uppgávuna at blása nýtt lív í føroyska tónleikapallin (...) Bólkarnir hava við eldhuga gingið við lív og sál upp í Prixið, hava vant nógv, og sum heild arbeitt ótrúliga hart fyri at endurnýggja føroyska tónleikalívið. Gud viti, um teir nakrantíð fara at tíma at gera tað aftur, um virðingin fyri fortíðini er so stór, at hon er ein fatalur brølari fyri føroyska tónleikalívið. (Dimmalætting 04.04.05)

Eitt ódnarverður brast á, tí Dimmalætting setti spurnartekin við tónlistarligu dygdirnar í tilfarinum, legendurnar Terji Rasmussen og Eyðun Nolsøe borðreiddu við til Prixið. Ummælarar blaðsins vórðu lagdir undir at gera aldursmismun, tí miðalaldurin í finalubólkunum var væl eldri enn í hinum bólkunum.

Tað er tó sjálvsagt skeivt at ilskast inn á teir tónleikarar, ið vunnu sær finalusess. Teir hava eins góðan rætt og onnur at luttaka og virka bara innan fyri teir karmar, ið fyriskipararnir hava skipað Prix Føroyar eftir. Tað eru Prix-fyriskiparunum, misnøgdin veruliga eigur at vendast ímóti. Teir standa nú við nógvum spurningum, ið krevja eitt svar. Hvat eru tað fyri dygdir, Prixið vil dyrka? Hvat er tað, vit bjóða útlendingum til Føroyar at hoyra? (...) Spurningur kann serliga setast til skipanina, ið dømt verður eftir. Hvat er tað fyri grundleggjandi misfatan av tónleiki, at deila tónleik upp í framførslu, soloavrik, samanspæl og so framvegis, og at útrópa tann bólkin, ið skorar best miðalkarakter, til vinnara? Ein og hvør, ið nakrantíð er rørdur av gandamegini í tónleiki, veit, at tónleikur er ein spurningur um nakran miðalkarakter. Ein sangur kann raka teg sum eitt forelskisli. Tú veitst ikki hví, men tú ert raktur. Tað er ein einfaldur spurningur um eina heildaruppliving, ið antin rørir ella keðir teg. Tey, ið ikki skilja tað, skilja ikki tónleik. (Dimmalætting 04.04.05)

Á finaluni valdu Eyðun Nolsøe og Terji, ið uttan skuldu vóru blivnir miðdepil í kjakinum, at svara atfinningunum aftur. Terji Rasmusssen og bólkur hansara møttu upp í smekkubuksum og gingu og smíðaðu eins og vóru teir handverkarar. Hetta var eitt aftursvarpri til teirra, ið høvdu funnist at, at handverkið átti størri lut í dømingini enn listarliga dygdin. Eyðun Nolsøe valdi hinvegin at brúka rættiliga fitt av sínari framførslu til eitt ljóðbrot frá kjaksending um Prix Føroyar í ÚF.

Teirra „aftursvør" upp á atfinningarnar gjørdist ein meinbogi fyri teir, tí í finaluna vóru tað nevniliga bara útlendsk branjsufólk og tíðindafólk, ið dømdu, og tá avtornaði stóð Go Go Blues eftir sum vinnari. Arnar Eggert Thoroddsen, blaðmaður á Morgunblaðnum í Íslandi, skilti lítið av tí, sum gekk fyri seg.

Vit skiltu einki av, hvat gekk fyri seg, tá Terji Rasmussen og bólkur hansara brádliga trinu á pallin ílatnir smekkubuksur. Fyri at vera heilt erligur, so helt eg í byrjanini, at teirra upptraðkan var ein partur av undirhaldinum hjá Pípar og Salt. (Dimmalætting 24.04.05)

Og hann helt fram.

Eg eri komin til Føroya fyri at uppliva nýggjar og spennandi bólkar. Tískil gevur tað onga meining at vísa Eyðun Nolsøe og Terja Rasmussen fram fyri mær, tí í mínum eygum og oyrum vóru teir tríggir bólkarnir, ið kappaðust um Prix Føroyar-heiðurin, teir minst áhugaverdu í øllum Atlantic Music Event-tiltakinum. (Dimmalætting 24.04.05)

Kjakið og ósemjurnar fyltu nógv og stóðust í veruleikanum av tí sannroynd, at prix-konseptið hevði mist sítt fokus. Atfinningarnar høvdu verið nógvar gjøgnum árini, og í royndini at lurta eftir teimum, samstundis sum roynt varð at gera treytirnar fyri sjónvarpssendingin bleiv so gód sum til bar, var farið ov langt. AME, ið skuldi tryggja, at mest spennandi bólkarnir blivu valdir at spæla, hevði skapt so nógva ónøgd og kjak, at Prixið hevði mist stóran part av fólkatokkunum.

Føroyskur tónleikur hevði eisini flutt seg nógv frá 1995 til 2005. Prixið var við til at seta eina menning í gongd í 1995. Í 2005 hevði tónleikapallurin ment seg við festivalum, nógvum útgávum á hvørjum ári, og bólkum og tónleikarum sum royndu seg uttanlands, eitt nú Teiti, Eivør, Týr og øðrum. Føroyskur tónleikur gjørdi eitt risalop, men tað hevði sjónvarpstøkni og Kringvarpinum at skapa besta sjónvarpsundirhaldið sampakkað ikki við tað, sum var best fyri tónleikin, og eftir stóð ein sera dýr og stór sjónvarpsending, ið hevði mist sambandið við tónleikarararnar:

At byrja við var Prix Føroyar eitt tiltak, sum setti fokus á tónleikin og talentmenning, men seinasta Prixið/AME tóktist meira at hava sum endamál at skapa sjónvarpsundirhald til familljuna Føroyar. Tað var spell, tí tiltakið misti fokus, og úrslitið var óheppið. (Jón Tyril, Planet.fo 20.09.06)

TANN VISSI DEYÐI

Prix Føroyar var blivið eitt sera dýrt, stórt og víðfevnt sjónvarpsshow, og summi hildu at hetta var blivið ov dýrt. Nógva rokið og ábreiðslurnar spældu ivaleyst eisini inn, tá nýggja samanlagda Kringvarpið, eftir sigurin hjá GoGo Blues í nógv umrøddu finaluni í 2005, valdi at taka seg burtur úr tíggju ára langa samstarvinum við Norðurlandahúsið og FUT. Tað var í grundini meira tað enn nakað annað, ið avgjørdi lagnuna hjá Prix Føroyum.

Øll vóru tó samd um, at Prix Føroyar hevði havt ómetaliga stóran týdning fyri føroyska tónleikapallin og átti æruna av at hava kveikt nýtt lív í framleiðsluna av upprunatilfari.

Vit skulu minnast við virðing, hvønn týdning prixið hevur havt fyri føroyskan tónleik. Aftaná kreppuna, haldi eg, at ein nýðskaparlig tilvitan í fólkinum stakk seg upp, (hetta skal ikki skiljast flokkspolitiskt) sum setti eina nýggja skapandi kraft í gongd á so nógvum økjum. Prixið var ein týðandi partur av hesum ráki og umboðaði tann tónlistarliga partin. (Jón Tyril Planet.fo 20.09.06)

Eingin av vinnandi bólkunum høvdu tó havt nakað beinleiðis gleði av at vinna. Heldur tvørturímóti. Til tíðir varð skemtað við, at eingin tordi at vinna, tí tað var tann vissi deyðin hjá einum bólki. Moirae, Mark No Limits, Taxi, Clickhaze, Gestir og GoGo Blues fóru øll í søguna.

Tað at vinna, hevði í sær sjálvum lítlan og ongan praktiskan týdning. Eg meini, vit vunnu ikki eina rúgvu av pengum ella fingu plátukontraktir ella nakað tilíkt. Vit fóru við fyri at vísa okkara tónleik fram og nýttu tað sum motivatión at skula spæla til eitt so flott og stórt tiltak við so nógvum fokus rundan um seg. Tað týdningarmesta var helst, at vit fingu høvi at framføra í góðum umstøðum, framman fyri týdningarmiklum fólkum, sum vóru til staðar í Norðurlandahúsinum. (Jón Tyril, Planet.fo 20.09.06)

Fakta um Prix Føroyar - 146 bólkar og einstaklingar luttóku í Prix Føroyum. - Útvarp Føroya hevur útgivið tríggjar live-fløgur frá finaluni í 1999, 2001 og 2003. - Umleið 90 nýggir upprunaføroyskir sangir blivu skrivaðir til hvørt Prix Føroyar. - Yvir 500 upprunaføroyskir sangir eru sostatt skrivaðir í Prix Føroyar-søguni. - Frá 1995-2005 blivu seld umleið 23.000 atgongurmerki til Prix Føroyar tiltøk. - Undanumfør frá 1995-2001: uml. 9000 atgongumerki. - Undanumfør í Fuglafirði í 2003 og 2005: uml. 8000 atgongumerki. - Finalur frá 1995-2005: uml. 6000 atgongumerki.

Kjakið og ósemjurnar fyltu nógv og stóðust í veruleikanum av tí sannroynd, at prix-konseptið hevði mist sítt fokus. Føroyskur tónleikur hevði eisini flutt seg nógv frá 1995 til 2005. Prixið var við til at seta eina menning í gongd í 1995. Í 2005 hevði tónleikapallurin ment seg við festivalum, nógvum útgávum á hvørjum ári, og bólkum og tónleikarum sum royndu seg uttanlands, eitt nú Teiti, Eivør, Týr og øðrum.

Hóast Prix Føroyar hevur havt ein sera týdningarmiklan leiklut fyri føroyska tónleikin í einum tíðarskeiði, so trúgvi eg, at vit eru komin í eitt nýtt tíðarskeið, og at tíðin helst er farin frá Prixnum. Vit kunnu sammeta tað við „Radio Luxembourg", sum var sera týdningarmikið í eitt tíðarskeið, men nú eru MTV, VH1, MySpace og mangt annað komin í tess stað. Á sama hátt kunnu vit siga, at onnur tiltøk eru komin í staðin og fylla út leiklutin hjá Prixnum." (Jón Tyril, Planet.fo 20.09.06)

Øll vóru tó samd við Jón Tyril í, at tíðin var farin frá Prix Føroyum. Ein av teimum útlendingum, ið veruliga hevði tikið Prix Føroyar til sín, var danski Jens Ove Friis úr plátufelagnum RecArt.

Fyri okkum uttanlands er Prix Føroyar ein gluggi inn í føroyska tónleikalívið. Vit fáa á ein lættan hátt yvirlit yvir tað, ið hendir á føroyska tónleikapallinum (...) Eg havi viljað ymisk onnur tiltak í Føroyum, eitt nú G!Festivalin. Men hesi tiltøk geva okkum ikki somu mynd av tí nýggja og spennandi, sum prixið gevur. Á festivalunum er meira talan um tey, ið longu eru sprottin (...) Tit skulu heldur ikki gloyma, at Prix Føroyar er kanska týdningarmesti liðurin í søðiketuni hjá festivalunum, og at kuta hendan burtur hevði verið ein fatalur brølari fyri føroyska tónleikalívið. (Jens Ove Friis, Planet.fo 20.09.06)

Fyri primusmotorin í Prix Føroyum, Fróða Vestergaard, var tað svárt at síggja, Prixið detta niður fyri.

Prixið var ein seriøs kapping. Tónleikararnir fingu góða viðferð, dómararnir vóru seriøsir, og vinningarnir vóru góðir og nógvir. Kreppa var í landinum, tá tiltakið fór av bakkastokki, og prixið gav vón um eina betri framtíð sum tónleikari. Vit lurtaðu eftir kritikkinum og broyttu prixið hvørja ferð. Eg var góður við prixið og hugsaði altíð fyrst um tónleikarararnar, tvs. hvussu vit kundu menna tónleikin og geva tónleikarunum fleiri møguleikar. (Fróði Vestergaard 19.01.09)

Eingin av vinnandi bólkunum høvdu tó havt nakað beinleiðis gleði av at vinna. Heldur tvørturímóti. Til tíðir varð skemtað við, at eingin tordi at vinna, tí tað var tann vissi deyðin hjá einum bólki. Moirae, Mark No Limits, Taxi, Clickhaze, Gestir og GoGo Blues fóru øll í søguna.

Fyri Mark No Limits var tað um reppið, at bólkurin ongantíð framførdi í finaluni, sum hann vann í 1997. Søgan er ein hin mest litfagra í søguni hjá prixnum.

Mark No Limits gav, sambært grein í Dimmalætting 22. apríl 1997, avboð til finaluna í 1997 vegna „innanhýsis trupulleikar".

Tað var eg, sum var blivin eitt sindur meira fornermisligur og ikki tímdi meir. Men so ringdi Páll Arge, ið var okkara umboðsmaður, til mín í Holstebro og yvirtalaði meg. Tá fekk eg eisini nýtt klaver til kollegiekamarið í Holstebro at skriva við. (Teitur Lassen 06.12.10)

Tá limirnir í Mark No Limits tveir tímar seinni ringdu aftur til fyriskipararnar og vildu taka avboðið aftur, høvdu fyriskipararnir longu givið bólkinum Bimbs finaluplássið. Úrslitið varð, at fyriskipararnir lótu bæði Mark No Limits og Bimbs luttaka í finaluni.

Orsøkin til, hví fyriskipararnir vóru so skjótir at senda boð eftir Bimbs, var, sambært Dimmalætting, at lutakastið um raðfylgjuna til finaluna skuldi vera sekstan tímar seinni.

Hóast vinnandi bólkarnir allir góvust at spæla, so hava teir allir havt týdning. Moirae gav tvær sterkar fløgur út eftir sigurin, og Teitur Lassen gjørdist eitt av okkara størstu altjóða tónleikanøvnunum. Kim Hansen úr Taxi telist enn millum best umtóktu tónleikarar á føroyska tónleikapallinum.

Týdningurin hjá Clickhaze er umrøddur aðrastaðni í hesi bók. Ólavur Jákupsson úr Gestum hevur eisini verið ein av berandi kreftunum í ORKA og hevur virkað sum yrkistónleikari uttanlands í nógv ár, og Knút H. Eysturstein, somuleiðis úr Gestum, hevur eisini útgivið solofløgur.

Prix Føroyar yvirlit

1995: 1. umfar 28. januar í Bygdahúsinum á Strondum: Hjarnar, UPO, Velvet, Hatespeech, Wolfgang, Reptelia, Kjølar. Úrslit: 1. Hjarnar 2. Wolfgang. 2. umfar 11. februar á Tvøroyri: Safir, Mold, Molestron, „Jú, men", Aria, Razamanaz. Úrslit: 1. „Jú, men", 2. Mold. 3. umfar 11. mars i Miðvági: Toybil, Holgar & Co, Tinganest, Bimbs, Experior. Úrslit: 1. Bimbs, 2. Tinganest. 4. umfarð 24. mars í Badmintonhollini í Havn (flutt frá Sandi vegna verkfall): Moirae, Mark No Limits, Eclipse, Mahatma, Rúna og Heygadreingirníir, Icecross. Finala 22. apríl. Finalunøvn: Mold, Tinganest, Wolfgang, Jú-Men, Bimbs, Mark No Limits, Hjarnar, Moirae. Úrslit: 1. Mark No Limits, 2. Moirae, 3. Wolfgang.

1997: 1. umfar 1. februar Klaksvík: Aria, Dynamit, Visible Fish, I am, Mark No Limits. Úrslit: 1. Aria 2. Mark No Limits. 2. umfar 22. februar Miðvági: Present Past, Ipkiss, Mindfield, Bimbs, Sørvings, Blóð Feitt og Hár, Arrestment. Úrslit: 1. Ipkiss og Arrestment gjørdust javnir. 3. umfar 1. mars Trongisvági: DeepEnd, 200, Hatespeech, Mind, Diatribes, Tónar, Stain. Úrslit: 1. Tónar 2. Hatespeech. 4. umfar 22. mars á Sandi: Feedback, Valhalla, Wild Child, Flame, Kjølar. Úrslit: 1. Kjølar 2. Wild Child. Finala 3. mai. Finalunøvn: Bimbs, Ipkiss, Wild Child, Tónar, Kjølar, Mark No Limits, Aria, Hatespeech, Arrestment. Úrslit: 1. Mark No Limits, 2. Kjølar, 3. Aria.

1999: 1. umfar Tvøroyri 30. januar: Flux, Kjølar, Stainless Steel, Grønt Fót Slím, Rolling People. Úrslit: 1. Kjølar 2. Flux. 2. umfar 20. februar á Strondum: Visible Fish, Ipkiss, Diatribes, Daybreak, Artis, Siesta, Feedback, Wild Child. Úrslit: 1. Diatribes 2. Visible Fish. 3. umfar 27. februar í Miðvági: Bimbs, Crumb, Peachy Bounder, MC-Hár, M.M.M, RUSK, Silent Eyes, Holgar og Villmenn, Clickhaze. Úrslit: 1. Clickhaze 2. MC-Hár. 4. umfar 6. mars Klaksvík: Internal Healing, Tangz, Legacy, I am, Taxi, Happy, Dynamit, 69, Stinkfist. Úrslit: 1. Taxi 2. Tangz. Finala 21. apríl. Finalunøvn: Diatribes, Tangz, Kjølar, Taxi, Visible Fish, MC-Hár, Flux, Clickhaze. Úrslit: 1. Taxi 2. Kjølar, 3. MC-Hár.

2001: 1. umfar 27. januar Vágur: Diatribes, Týr, Feedback, Multiple Choice, Clickhaze, B&Z, Holgar og Villmenn, Z-free, No Play. Úrslit: 1. Clickhaze 2. Týr. 2. umfar 3. februar á Strondum: Flux, Janus Trúgvason, Marygold, Phantoms, I am, Epot, Pinadoy, Side Effect, No Connection. Úrslit: 1. I am 2. Flux. 3. umfar 23. februar Klaksvík: Human Chaos, All That Rain, Tám, PS, Krit, Lita Rúm, Daybreak, Hokus Pokus, Iris. Úrslit: 1. All That Rain 2. Tám. 4. umfar 3. mars í Miðvági: Yst, Masha, MMM, Tangz, Ahou, Happy?, Deja Vu, 200, Mas. Úrslit: 1. Tangz 2. 200. Finala 21. apríl. Týr, I Am, Tám, Tangz, All That Rain, Clickhaze, Flux, 200. Úrslit: 1. Clickhaze, 2. All That Rain, 3. Tangz.

2003: Í 2003 varð reglugerðin broytt soleiðis, at einans vinnarun slapp beinleiðis í finaluna, meðan tann, ið fekk 2. pláss, skuldi í eina hálvfinalu. Samstundis vóru øll undanumførini hildin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. 1. umfar 25. januar: Headache Blues Treo, Human Chaos, Søren Søgaard, S.C.A.T.G.O.H, Flux, MC Hár. Úrslit: 1. MC-Hár 2. Headache Blues Treo. 2. umfar 1. februar: Deja Vu, Masha, Minds Eye, onkikanndiskuterast.alt kann, Speaker, Holgar og Villmenn. Úrslit: 1. Deja Vu, 2. Minds Eye. 3. umfar 15. februar: Braquet, Crashwave, Marys Baby, Lawetz, Krit. Úrslit: 1. Braquet, 2. Lawetz. 4. umfar 22. februar: Makrel, Chain, Side Effect, Fluffy Toys, MMM, Páll Finnur Páll. Úrslit: 1. Makrel 2. Fluffy Toys. 5. umfar, 8. mars: Týr, Zink, Blív, Jam, Gestir, Hatespeech. Úrslit: 1. Hatespeech, 2. Gestir. 6. umfar, 15. mars – tvey'ara finalu: Fluffy Toys, Gestir, Minds Eye, Headache Blues Treo, Lawetz, Gestir. Úrslit: Gestir. Finala 26. apríl: Hatespeech, Braquet, MC-Hár, Makrel, Gestir og Deja Vu. Úrslit: 1. Gestir, 2. Deja Vu, 3. Makrel.

2005: 1. umfar, 4. februar: Go Go Blues, Paradox, Dimmi, SIC, DejaVu, Lama Sea. Úrslit: Lama Sea og GoGo Blues. 2. umfar, 12. februar: Ph 5.5, Side Effect, All that Rain, Makrel, Róp, MMM. Úrslit: All That Rain og Makrel. 3. umfar, 26. februar: Eyðun Nolsøe, Lawetz, ROK, Direct Level, Frostbit, India. Úrslit: Lawetz og Eyðun Nolsøe. 4. umfar, 5. mars: Braquet, Kristleif Zachariasen, Synarchy, EGR2PLZ, Terji Rasmussen Band, onkikanndiskuterast.altkann. Úrslit: Kristleif Zachariasen & Terji Rasmussen Band. Hálvfinala, 2. apríl: Kristleif Zachariasen, Terji Rasmussen Band, Lawetz, All That Rain, Makrel, Lama Sea, GoGo Blues. Úrslit: Eyðun Nolsøe, Terji Rasmussen & GoGo Blues. Finala, 23. apríl: Eyðun Nolsøe, Terji Rasmussen, GoGo Blues. Vinnari: GoGo Blues.

ROKKA FYRI GUDI

Tá farið varð inn í nítiárini og serliga inn í 21. øld, byrjaði av álvara at renna saman millum andaligan og verðsligan tónleik. Tað áður so klára markið fánaðist so líðandi. Andaligir tónleikarar byrjaðu at ferðast í høpi saman við restini av rokkpallinum. Og innan samkomuveggirnar hoyrdust samtíðar tónar.

Fyrsta klipið á hesi leið kom tó longu í 1989. Tá kom út ein fløga við bólkinum Samsint. Manningin, ið er avmyndað á kápumyndini á fløguni, var samansett av væl greiddum og penum, ungum monnum. Myndin lýgur ikki: Limirnir í Samsintum eru úr ymiskum samkomum kring landið.

Men tá ið bandið varð sett í bandupptakaran og trýst varð á „play", ljómaði knallharður rokkur úr hátalarunum aftur við orðum um at „eg veit, Frelsari mín livir". Samsint-útgávan sparkar av álvara hurðarnar upp fyri rokkinum inn í samkomusalir í Føroyum.

Talan var í roynd og veru um eina kollvelting á hæð við, tá orglið av fyrstan tíð slapp inn um kirkju- og samkomugátt. Ung í samkomum vildu longur finna seg í, at tey ikki kundu lovprísa skaparanum við nútímans tónleiki og ljóðførum. Brádliga rungaði rokkurin, ið trúgvandi áður hildu verða uppfunnan av hinum grábeinta, eisini til andalig tiltøk.

Navnframi Heine Lützen var sangari í Samsintum. Bólkurin varð stovnaður í 1986. Heitið á bólkinum vísti til, at limirnir í bólkinum komu úr ymiskum samkomum. Navnið stavar beinleiðis frá Bíbliuni, har tað verður sagt, at „tey vóru samsint." Jón Svein Heinesen og Heine Lützen, sang og gittara hoyrdu til hvítusunnusamkomuna Immanuel, Herálvur Jensen og Jan Zachariasen til Filadelfia, meðan Andrew Jensen gekk hjá brøðrunum.

Hóast Samsint-útgávan var slóðbrótandi, tí hon í roynd og veru var tann fyrsta andaliga føroyska rokkútgávan, so vil Heine Lützen ikki vera við, at teir slóðaðu fyri.

Vit tóku í roynd og veru bara arvin upp eftir øðrum, sum gingu undan við at fáa rokkin inn um samkomugátt, eitt nú Eli Andresen, sáli, og Eyðun Jacobsen. Tað var kanska meira sjeytiára rokkur, teir spældu, so okkara lutur var kanska, at vit tóku andaliga rokktónleikin fetið víðari og fóru meira gjøgnumført og professionelt til verka. (Heine Lützen 24.07.14)

Eg var blaðungur, tá eg varð spurdur um at koma at spæla tangentar í bólkinum hjá Eli Andresen, og tað var ótrúliga stórt fyri meg. Andrew og Herálvur Jensen spældu longu við bólkinum, Heine Lützen eisini, haldi eg. So vit hittust har, so tað var ein sera bleyt yvirgongd til, at vit tóku andaliga rokktónleikin fetið víðari og fóru meira gjøgnumført og professionelt til verka. (Jón Svein Heinesen 24.07.14)

Tað var serliga ávirkanin uttanífrá, ið gjørdi, at ungu tónleikararnir innan samkomurnar byrjaðu at spæla harðan andaligan rokk.

Vit vóru nógv, sum vóru limir í einum norskum tónleikaklubba, ið kallaðist Master Music. Tann vegin fingu vit sendandi eina andaliga tónleikaútgávu um mánaðin. Hetta gjørdi, at vit lurtaðu eftir bólkum sum Petra og Jerusalem, ið spældu nógv harðari tónleik, enn vit í Samsint nakrantíð gjørdu. Tí bleiv hugburðurin: Tá útlendingar kunnu, so kunnu vit eisini. (Heine Lützen 24.07.14)

Samsint vóru ikki einsamallir um at føra nýggju rákini uttan úr heimi inn í andaliga tónleikin her á landi. Eisini bólkurin Iktus, við eitt nú Jákupi Zachariassen á gittara, gjørdi nógv um seg.

Samsint spældu til tær andaligu konsertir, ið vórðu fyriskipaðar í ítróttarhallum og øðrum spælistøðum kring landið, eitt nú í sambandi við páskastevnur. Teir spældu ikki beinleiðis til møtir, tí tað var framvegis ikki rættiliga goðtikið.

Bólkurin hitaði eisini upp fyri andaliga svenska tungmálmsbólkin Jerusalem, tá hesin spældi konsert í ítróttarhøllini í Runavík í 1988. Talan bleiv um eina konsert, sum av tveimum orsøkum ongantíð varð gloymd. Fyri tað fyrsta, var hon ein av fyrstu ordiliga stóru, andaligu rokkkonsertinum í Føroyum. Fyri tað næsta, so bleiv galið, tá fyrverkið á pallinum skuldi futtast av, tí tað fór alt í einum. Harðari hvøllur er ikki hoyrður á nakrari konsert her á landi, hvørki áðrenn ella aftaná.

Samsint førdu eisini sín tónleik fram í meira verðsligum høpi, tá bólkurin spældi til eina FUT-konsert í Vestmanna í 1987. Men á tí konsertini slapp tann blaðungi Jan Zachariassen ikki at spæla við, tí hann var bara 13-14 ára gamal, minnist Jón Svein Heinesen, ið spældi tangentar í Samsintum.

Limirnir í Samsintum hugsaði ikki so nógv um, hvørt tað var rætt ella rangt, at teir spældu til eitt verðsligt tiltak, sum ein FUT-konsert í roynd og veru var.

Eg haldi ikki, at vit tosaðu so nógv um tað. Vit fóru bara. Onkursvegna er tað eisini tað rætta at gera at fara út til stø, har fólk, ið enn ikki hava tikið móti Jesusi, eru, at varpa ljós á evangelíið. (Jón Svein Heinesen 24.07.14)

Tónleikaligi stílurin hjá Samsintum var tó rættiliga blandaður, sambært Heina Lützen. Millum rokkløgini vóru eisini bleytar balladur. Orsøkin var, at limirnir í bólkinum vóru so ymiskir tónleikaliga, so í eini roynd at gera allar nøgdar, so bleiv talan um eitt slag av bleytum blandingsrokki.

Hetta gjørdi eisini tónleikin hjá Samsintum lættari hjá nógvum innan samkomugátt at góðtaka, men hóast tað vóru ikki øll eins fegin um, at tað andaliga varð tvinnað saman við rokkinum.

Sjálvandi vóru nøkur fólk ímóti, men tað var meira av prinsippi enn av nøkrum øðrum, tí tey ikki hildu, at tað andaliga og rokkur passaðu saman. Men vit kendu ongantíð hendan mótgang sum nakað persónligt móti okkum. (Heine Lützen 24.07.14)

Samsint gavst stutt eftir, at einasta fløgan kom út í 1989.

Eg veit ikki, soleiðis er tað ofta, at tá barnið er føtt, so fer luftin eitt sindur úr forholdinum. Soleiðis kendist tað eisini hjá okkum. Onkur fór uttanlands at lesa, og kanska vóru vit í síðsta enda ikki so samsintir hóast alt. (Heine Lützen 24.07.14)

EIN TÓNLISTARLIG SPENNITROYGGJA

Gjøgnumbrotið hjá Samsintum innan føroysku samkomurnar og føroyska tónleikapallin annars, slóðaði fyri øðrum andaligum rokkbólkum. Visible Fish úr Eysturoynni er nakað so forkunnugt sum ein andaligur grunge-bólkur.

Men tað var serliga innan Prix Føroyar, ið fór av bakkastokki í 1995, at andaligu rokkbólkarnar byrjaðu at gera seg galdandi. Bólkar sum I Am og Bracquet, ið spældu harðan rokk við dugnaligum gittarleikarum sum Mikkjal Hvannastein, Leivi Vitalis og Arna Zachariassen á odda, førdu stafettina víðari.

Meðan Samsint ikki kendi nakran mótgang frá samokununum, so hevur gudfrøðingurin og gittarsnillingurin í andaliga rokkbólkinum Bracquet, Arne Zachariassen úr Norðagøtu, eina heilt aðra uppliving av at vera rokktónleikari innan samkomuveggjirnar.

Í greinini „Gospeltónleikur er deyður – hurrá og halleluja!", sum varð almanna­kunngjørð á ungdómsportalinum Roddini 21. desember 2010, hugleiddi Arne Zachariassen um, hvussu samkomuveggirnir mangan kendust honum ein tónlistarlig spennitroyggja.

Sum gospelbólkur slapst tú einans at tosa um nøkur heilt fá ting. Viss tú hevði nakað uppá hjarta, sum ikki heilt passaði inn í strongu karmarnar, so kundi tú vænta tær skeld og, ikki at gloyma, baktal, um tú hættaði tær at lufta tínum tankum.

Hugburðurin er avmarkandi fyri andaligar tónleikabólkar, tí hann ger tað torført hjá teimum at fara út um samkomuna at spæla, heldur Arni.

Um ein gospelbólkur hættaði sær út um sera strongu mørkini ímillum samkomuna og heimin, var tað altíð eitt sindur pínligt, eitt sindur awkward. Hann helt seg burtur frá syndarunum backstage, vissaði sær at eitt lítið orð um Jesus varð kroyst ímillum onkran sang, og tá ið hann vendi heim aftur til samkomuna ella missónshúsið, mátti hann rættvísgera seg yvir fyri teimum elstu og annars óttafullum brøðrum og systrum.

Tá tónleikafestivalarnir gjørdu sína innrás fyrst í øldini, viskaðu teir hvassa sundurbýtið millum andaligan og óandaligan tónleik burtur. Sambært Arna Zachariassen megnaðu fyriskipararnir innan samkomunnar ikki at fylgja við.

Veruligir festivalar, serliga teir í Gøtu og Klaksvík (...) leggja seg uttanfyri tær áður so greitt uppmerkt legurnar, gospel og óandaligt. Kanska var tað tí, fólk vóru, óbevist møguliga, troytt av upphýtingini og vildu sleppa at njóta tónleik, allan tónleik, bæði gospel og heidnan, við góðari samvitsku. Ella kanska hendi tað bara.

Tónleikafestivalarnir skaptu eitt nýtt trúarfrælst tónleikaumhvørvi í Føroyum, har tað var dugnaskapurin og einki annað, ið var avgerandi. Sambært Arna Zachariassen, hevði hetta við sær, at grundarlagið undir andaliga tónleikinum hvørvur, tí ung trúgvandi kendu seg ikki longur bundin av einans at fara til andalig tónleiktiltøk.

Andaligu tónleikararnir hvørva ikki, hóast umhvørvið innan samkomugátt er horvið.

Teir spæla bara ikki í gospelbólkum. Teir spæla í feitum, spennandi bólkum, sum, umframt øll møgulig onnur evni, eisini viðgera tað andaliga á ein nógv meira áhugaverdan, ambivalentan og erligan hátt, enn gospelumhvørvið nakrantíð hevði lovað teimum.

Niðurstøðan hjá Arna Zachariassen er greið: Gospeltónleikurin er deyður. Men hann fegnast beinleiðis, tí hugburðurin um andaligan og óandaligan tónleik er skaðiligur. Arni er fegin um, at andaligir tónleikabólkar og einstaklingar nú skulu kappast á jøvnum føti við aðrar tónleikarbólkar og einstaklingar. Og tónleikurin sostatt vinnur og blívur betri.

Eftirsum øll vóru systkin í Harranum (og eingin slapp nakra aðrastaðni allíkavæl), so vóru øll so eviga glað, líkamikið hvussu kiksaður tónleikurin var. Somu bólkarnir spældu somu sangirnar tiltak aftaná tiltak. Teir umskyldaðu, at teir ikki høvdu vant nóg væl við at siga, at teir gjørdu tað fyri Harran – og tí er sjálvt tað vánaligasta gott nokk (eitt fullkomiliga svakt hugskot, spyrt tú meg). (Roddini 21.12.10)

Wall of Silence Sophilia