Í 80'unum eg livi ...
Høvundar: Kartin L. Hansen, Hans Egholm
Meðan umheimurin dyrkaði ein stíl og ein tónleik, ið støðugt vildi ganga ótráddar leiðir við nýggjum evnum og ljóðførum, gingu føroyingar í byrjanini av áttatiárunum hin vegin. Tann trygga vegin, ið savnaði flest fólk, ið lystiliga kundu dansa til tann ljósa dag. Føroyski tónleikurin fór burtur frá tí søkjandi stevi, hann áður hevur traðkað.
Á trygga vegnum vórðu lunnar lagdir undir fleiri av størstu føroysku hittunum. Eingin veruligur hittlisti var at finna í Føroyum um hetta mundið, men kvøðuljómar vóru framvegis at hoyra og vóru eitt gott barometur fyri, hvønn tónleik føroyingar vildu hoyra í almenna útvarpinum. Harav hugtakið kvøðuljómahitt, sum gjørdist vanligt fyribrygdi.
Orsøkin var fyrst og fremst, at stór tøknilig framgongd var innan framleiðslu av tónleiki í Føroyum. Tvey studio vórðu bygd, og talið av føroyskum tónleikaútgávum tók álvarsliga dik á seg. Kendir dansibólkar og einstaklingar fóru í studio og innspældu lættan tónleik. Stórseljarar sum Vestmenn, Tónlist, Sputnik og Símin Konoy hoyrdust hvønn sunnudag seinnapart í kvøðuljómunum. Útvarpið flutti í nýggj høli. Møguleikarnir at taka upp og spæla livandi tónleik í føroyska útvarpinum gjørdust tíðarhóskandi.
Ein nýggjur og týðandi pallur sá dagsins ljós. Norðurlandahúsið. Tórshavnar Jazz, Fólka og Blues Festivalur dró mangar forvitnisligar útlendskar tónleikavitjanir til Føroyar. Hetta bar boð um eina broyting í føroyska tónleikalívinum – frá glaðum amatørum í dansistovuni til eliterar karmar og yrkistónleik.
Men hóast menningarstøðið tyktist viknað, dagaðu nýggir tónar og vágin orð undan kavi úr Sørvági. Tinganest vendu øllum á høvdið. Úr dimmlittum dansihøllum við svingandi pørum settu teir nýggj orð til siðbundnu stevini. Teir mentu ein egnan stíl – eitt drynjandi vágasound – vóru vónleyst bygdasligir at byrja við, men gjørdust sum frá leið eitt tað størsta føroyska kultnavnið í nýggjari tíð.
Í KJALLARANUM HJÁ MILSON
Milson tekur upp. Steelgittarin liggur eisini til reiðar í føvninginum.
Milson Zachariassen var fyrsti føroyingur, ið ognaði sær framkomna upptøkuútgerð longu í 1973, tá hann flutti í nýggj hús. Í kjallaranum riggaði hann sær studio til og byrjaði at gera upptøkur til kassettubond – einamest andaligar útgávur at byrja við. Tveysporaða Revox-maskinan, ið hann ognaði sær í sekstiárunum og nýtti til fyrstu føroysku LP plátuna hjá Faroe Boys, var framvegis grundarsteinurin. Høgur tollur á upptøkutólum settu forðingar fyri stórvegis íløgum. Tískil vóru flestu upptøkur í Føroyum heilt fram til síðst í sjeytiárunum tiknar upp á tvey spor.
Men síðst í sjeytiárunum ognaði Milson sær eina 8-spor Brenell bandmaskinu úr Onglandi – eitt megnar framstig í føroyskum høpi. Tað, sum beatlarnir høvdu brúkt síðst í sekstiárunum og høvdu gjørt síni meistaraverk á, var endiliga komið til Føroyar. Tað var á hesi maskinu, at fyrstu plátarnar hjá m.a. Frændum, Tinganest og Vestmonnum vórðu tiknar upp. Fastur gestur í kjallaranum hjá Milsoni var Kristian Blak. Nógv av tí, sum hann gav út í sjeyti- og fyrst í áttatiárunum, var tikið upp hjá Milsoni.
Milson gjørdi einki við at lýsa við studionum hjá sær. Kanska tí at hann helt, at talan ikki var um eitt rættiligt studio. „Tað var bara ein kjallari," sum hann málber seg.
Upp gjøgnum sjeytiárini gjørdist tónleikurin harðari – ikki bara á pallinum – men eisini í kjallaranum hjá Milsoni. Og blandingin av studio og sethúsum gjørdist ov mikið.
Viðhvørt var ein øgiliga gangur í kjallaranum. Og tað riggaði ikki so gott við konu og børnum uppi á og ganginum niðriundir. Men konan var sera lagalig, tað skal hon eiga. Hon fanst ongantíð at. (Milson Zachariassen, 27.02.07)
Milson í kontrolrúminum.
Tískil gjørdi Milson saman við fleiri øðrum tónleikarum í 1984 av at stovna eitt partafelag, p/f Ljóð Teknik (LT Studio). Øll útgerðin hjá Milsoni bleiv partur av hesum nýggja studio, eins og nýggj framkomin útgerð varð keypt – m.a. ein 24-spor bandmaskina og miksari. Hetta vóru tríggjar ferðir so nógv spor, sum áður hevði verið tøkt í Føroyum. LT Studio leigaði høli í A.C. Evenses gøtu, sum vórðu umbygd til endamálið. Samlaða íløgan var áljóðandi knappar 800.000 kr. Við hesum vóru Føroyar dagførdar við studiotøkni.
Men Milson var ikki so leingi partur av LT Studio.
Tíðin var búgvin at lata yngri kreftir koma til við nýggjum hugskotum og dirvi at gera íløgur í ta útgerð, tónleikararnir vildu hava. (Milson Zachariassen, 27.02.07)
Ikki hava umstøðurnar altíð verið tað besta, at taka upp hjá Milsoni. Í 1969 gav bólkurin The Rabbits út EP-plátu. Milson Zachariassen stóð fyri upptøkunum. Tær vóru gjørdar í kjallaranum í nýbygdu húsunum hjá Thomasi Micheal Smith úti í Grønulíð í Havn. Kjallarin varð eisini nýttur til goymslu hjá málingahandlinum, ið hann hevði niðri í býnum. Kjallarin var tískil á tremur við linoliumsrullum og máling.
Kalt var í veðrinum, og oljufýringin mátti steðgast hvørja ferð, upptøkur skuldu gerast. Alt varð tikið upp í senn, men tað hendi meiri enn so at takast mátti av nýggjum, tá antin kom ein bilur framvið, ella høvdu tey gloymt at sløkkja fyri oljufýringini.
Milson var staddur uppi í stovuni, og tekin vóru gjørð niður í kjallaran, tá klárt var at byrja. Tveir Revox bandupptakarar vóru brúktir til hesa upptøku, og var hetta sera framkomin útgerð tá.
Í 1972 innspældu Robert McBirnie og Jógvan Dahl tveir sangir, ið komu út sum stakpláta. Upptøkurnar vórðu gjørdar í niðaru hæddini í útvarpinum á Bryggjubakka. Har var eitt lítið „speaker" studio, eitt kontrollrúm og plátusavnið. Hetta vóru gomul hús, og ljóðbjálvingin var vánalig.
Milson var upptøkumaður. Teir báðir Robert og Jógvan, sum um hetta mundið spældu nógv saman, fóru stutt aftaná suður til Vágs. Dagin eftir ringdi Milson til teirra: Upptøkurnar kundu ikki nýtast og máttu gerast av nýggjum.
Tað ólukkuliga var hent, at ímeðan teir tóku sangirnar upp, var stjórin í útvarpinum, Niels Juel Arge, farin til gongu uppi á ovaru hæddini, og fótafetini hoyrdust so mikið væl á upptøkunum, at tær ikki kundu nýtast.
14 dagar seinni vóru Robert og Jógvan aftur í Havn. Tá eydnaðist upptøkan, og plátan kom í sølubúðurnar stutt eftir. Sangirnir vóru Jákup Sibbi og Mær dámar bjór ... Hansemann Tórgarð gav út.
BANDFRAMLEIÐSLA Í FØROYUM
Umframt studio, so kom eisini bandframleiðsla til Føroyar. Síðst í sjeytiárunum stovnaði Regin Bjarnastein í Saltangará virkið REMA. Upprunaliga var ætlanin hjá Regini at gera ljóðstudio. Áhugin fyri upptøku hevði altíð verið til staðar. Síðst í sekstiárunum var hann farin í læru sum radiotøkningur í Radiohandlinum í Saltangará. Her hitti hann ungar tónleikarar á staðnum og kom eitt skifti at spæla trummur við bólkinum Drifters.
Regin metti seg tó ikki eiga røttu evnini sum tónleikari. Hann vildi heldur sleppa at arbeiða við teknikkinum. Í 1976 ognaði hann sær fyrsta rættiliga bandupptakaran, ein 4-spor Teac, sum ein skipari úr Fuglafirði hevði við sær úr Grønlandi, og byrjaði at gera einstakar upptøkur.
Ætlanin at gera studio mátti tó sleppast. Hann var ov seinur á sjóvarfallinum, nú bæði Milson, Ebenezer og Heimamissiónin høvdu ognað sær upptøkutól. Serføroyska lyndið at gera sum øll hini tímdi hann ikki. Hann vildi troyta aðar leiðir.
Av tilvild datt Regin á eina grein í einum donskum blað um orgulspælaran Ole Erling, sum eisini var kendur í Føroyum. Har var nevnt, at hann hevði eina maskinu at framleiða kassettubond. Hetta kveikti áhugan hjá Regini, sum fekk samband við danska fyritøku, ið framleiddi slíkar maskinur, og á sumri 1978 var bandframleiðsla veruleiki í Føroyum. Nú nýttust føroyingum ikki longur at dúva upp á útlendskar fyritøkur at hópframleiða tónleik.
Timingin hjá REMA var góð. Kassettubandið gjørdist í sjeytiárunum tann týðningarmesti tónleikamiðilin. Í sjeytiárunum varð vegakervið í Føroyum munandi útbygt. Brúgvin um Sundið og Norðskálatunnilin bant Eysturoynna saman við høvuðsstaðarøkið. Talið av bilum øktist nógv, og bilmentantin við unglingum á fýra hjólum tók dik á seg. Bilarnir vóru fyri tað mesta útgjørdir við radio og bandupptakara. Frammanundan var ikki óvanligt at hava plátuspælarar við sær biltúrar. Marknaðurin fyri bondum var tískil góður.
Bandframleiðslan hjá REMA var uttan iva við til at stimbra føroyska tónleikaútgávu. Nú var lætt at fáa hópframleitt tónleikin, og umsita hvussu nógv eintøk skuldu framleiðast.
Regin Bjarnastein metir leystliga, at REMA framleiddi eini 75 prosent av øllum føroyskum bondum, ið komu á marknaðin í tíðarskeiðnum 1978 til 1990.
Ætlanin at gera studio í kjallaranum, slepti Regin tó ongantíð. Bandmaskina var keypt longu saman við framleiðsluútgerðini. Farið var undir at smíða studio í januar mánaði 1984. Studio var klárt at taka í nýtslu sama árið – nakað samstundis sum LT studio í Havn – men virksemið byrjaði ikki fyrr enn árið eftir.
Áttatiárini var virknasta tíðin hjá RMS studio. Óli Poulsen, Hjalti Joensen og Gottfred Joensen nýttu javnan upptøkuhølini. Fyrst í nítiárunum legði Enekk lunnar undir tónleik sín við at búleikast í RMS studio.
Bólkar sum Science Fiction, Tinganest, Norrøna Band og Georg Eystan Á hava tikið upp í RMS studio. Sjáldsamasta útgávan, ið tikin var upp í RMS studio, er sambært Regini Intro hjá Georg Eystan Á. RMS stóð fyri útgávuni. Her finst m.a. kenda lagið Sasa sa sa.
Ein dani, ið hevði framleitt plátur fyri Kim Larsen, var biðin at koma til Føroyar at miksa. Tað var sera sjáldsamt at fáa útlendingar at koma til Føroyar at miksa. Vanligt var at senda masterbandið niður ella at fáa onkran í Føroyum at gera tað. Regin minnist, at studio var tjúkt av royki mangan, meðni miksað var, og talan var ikki um tubakksroyk aleina.
KVØÐURNAR LJÓMA
Framstigini innan upptøkutøkni førdu sjálvandi við sær, at nógvur føroyskur tónleikur byrjaði at koma út. Fyrst í áttatiárunum var tað mesta givið út sum kassettuband – sera høgligt nú hesi kundu framleiðast í Føroyum, og at nærum hvør føroyingur átti ein bil við bandspælara.
At byrja við tyktist tað sum um, at tøkniligu framstigini vórðu nýtt til at framleiða og útgeva lættan tónleik. Í Brá nr. 7 frá 1985 skrivar Janus Petersen í ummæli av fleiri føroyskum útgávum miðskeiðis í áttatiárunum:
Rættilig gongd er komin á føroyska plátu- og bandútgávu tey seinastu árini. Meginparturin er „kvøðuljómatónleikur", brúkstónleikur, sum tað ber til at „tralla"eftir. Tað er eftir mínum tykki gleðiligt, at føroyski undirhaldstónleikurin aftur hevur fingið vind í seglini í mun til tað ovurstóra útboðið av útlendskum tónleiki, sum verður kroyst niður yvir okkum, hóast minni enn so alt, sum kemur út, er líka áhugavert. Ein stórur partur er bert ein streymur av óviðkomandi endurtøkum og kiche'um, sum koyra runt í tómgongd í oyragongunum uttan at nema nakrar kenslur.
Tann lættari dansi- ella undirhaldstónleikurin tyktust føroyingum at dáma rættiliga væl. Og hetta komst óivað av, at rýtmiski pallurin í Føroyum av fyrstan tíð var dansistovan, og har hevur fólkið kravt at fáa dansivinariligan tónleik spældan. Hesin tónleikasiður hevur so fylgt rýtmiska tónleikinum úr dansistovuni inn í upptøkuhølið og upp á band.
Danski KODA stovnurin syrgir fyri, at tóna- og orðsmiðir fáa samsýning fyri, tá løg teirra verða spæld alment (einamest í útvarpi og sjónvarpi). Eitt yvirlit yvir 10 tey mest spældu løgini í Útvarpi Føroya ár fyri ár í tíðarskeiðnum 1990-2005 vísir, at tann lætti tónleikurin var í hásætinum eisini hetta tíðarskeiðið.
Her finnast sjómanssangir og kvøðuljómahitt hvørt um annað. Mest spælda lagið hetta tíðarskeiðið er ikki so løgið tjóðsangurin, sum útvarpið plagdi at enda dagin við. Burtursæð frá hesum sangi, so eru tað slagarar, sum t.d. Eg sjólivið valdi við Sputnik, Omma við Símin úr Konoy og føðingardagssangurin Tillukku í dag hjá Hera Nolsøe, sum eru millum allermest spældu sangir í hesum yvirliti. Tað er lætt at hugsa sær, at júst hesir sangir munnu vera millum mest ynsku løg í kvøðuljómasendingum og øðrum lurtarasendingum. Eitt lag, sum hevur eitt ávíst innihald, antin tað er ein heilsa til sjómannin, ommuna ella føðingardagsbarnið, letur til at gerst eitt sikkurt kvøðuljómahitt í Føroyum.
Yvirlitið avdúkar tó, at tann nýggi tónleikurin, sum finst á palli og á fløgu, eisini eigur fast innivist í almenna føroyska útvarpinum, sum á henda hátt kann sigast at fevna rættiliga vítt.
1990
| Nr | Heiti | Eigari | |----|-------|--------| | 1 | Tú alfagra land mitt | Petur Alberg, Simun av Skarði | | 2 | Til allar vinir | Jákup Antoniussen | | 3 | Mítt barnaheim | Hans Hansen, Johannes Mortensen | | 4 | Føroyingar | M C Restorff | | 5 | Omma (ein lied fur oma) | Adrian Askew, Gunnleif Thomsen (sa) | | 6 | Føroyar | Steintór Rasmussen | | 7 | Eg sjólivið valdi | Thorbjørn Lisberg, Jens Lisberg | | 8 | Skiparin lítli | Oskar Hermannsson, Jógvan Telling | | 9 | Kærleikin (love is no excuse) | Justin Tubb, Fríðbjørg Jensen (sa) | | 10 | Tá sjómaður kemur heim | Thorbjørn Lisberg, Jens Lisberg |
1991
| nr | Heiti | Eigari | |----|-------|--------| | 1 | Tú alfagra land mítt | Petur Alberg, Símun av Skarði | | 2 | Heimstaðið | Steintór Rasmussen | | 3 | Føroyingar | M.C. Restorff | | 4 | Omma (Ein lied fur oma) | Adrian Askew, Gunnleif Thomsen (sa) | | 5 | Lívið er okkara gáta | Terji Rasmussen, Eyðun Nolsøe | | 6 | Sum ein roykur | Trad, Óli Reinert | | 7 | Til allar vinir | Jákup Antoniussen | | 8 | Piparbussukvæði | Frank Jóhan Dam | | 9 | Eg sjólivið valdi | Thorbjørn Lisberg, Jens Lisberg | | 10 | Kom abbi set teg stabba á | Thorbjørn Lisberg, Jens Lisberg |
1992
| nr | Heiti | Eigari | |----|-------|--------| | 1 | Tú alfagra land mítt | Petur Alberg, Símun av Skarði | | 2 | Mítt land | Eyðun Nolsøe | | 3 | Ein sjómaður | Trad, Harry Birtilíð | | 4 | Jeg vover en rejse | Johann Kjærbo | | 5 | Karin | Hanus G. Johansen, Steintór Rasmussen | | 6 | Til tín | Jens Aksel Heldarskarð | | 7 | Juhuu | Simun úr Konoy | | 8 | Ein glotti fyri framman | Regin Guttesen, M.C. Restorff, Óli Poulsen | | 9 | Tíðin rennur sum streymur í á | Jógvan Waagstein, Frederik Petersen | | 10 | Omma (Ein lied fur oma) | Adrian Askew, Gunnleif Thomsen (sa) |
1993
| nr | Heiti | Eigari | |----|-------|--------| | 1 | Bløðini skriva | Pauli Magnussen | | 2 | Gubbi og eg | Anfinn Nielsen, Jóhannus á Rógvu Joensen | | 3 | Tillukku í dag | Heri Nolsøe | | 4 | Fýra fittir bláhvalir | Karl Martin Samuelsen, Heri Nolsøe | | 5 | Mítt land | Eyðun Nolsøe | | 6 | So er tad sagt | Herluf Lützen | | 7 | Loðsur tú ver mær | Øssur Berghamar | | 8 | Ein glotti fyri framman | Regin Guttesen, M.C. Restorff, Óli Poulsen | | 9 | The holy city | Trad, Annika við Skipá, Petur Sigvarðsen (sa) | | 10 | Tú alfagra land mítt | Petur Alberg, Símun av Skarði |
1994
| nr | Heiti | Eigari | |----|-------|--------| | 1 | Tú alfagra land mítt | Petur Alberg, Símun av Skarði | | 2 | Stórasystir og lítlibeiggi | Kári Jacobsen | | 3 | Tillukku í dag | Heri Nolsøe | | 4 | Fýra fittir bláhvalir | Karl Martin Samuelsen, Heri Nolsøe | | 5 | Tillukku frá mær | Martin Joensen | | 6 | Gubbi og eg | Anfinn Nielsen, Jóhannus á Rógvu Joensen | | 7 | Eg sjólivið valdi | Thorbjørn Lisberg, Jens Lisberg | | 8 | Trølla Pætur | Niclas Frederiksen, Niclas Jákupsson | | 9 | Hamarsá | Levi Niclasen | | 10 | Omma (Ein lied fur oma) | Adrian Askew, Gunnleif Thomsen (sa) |
1995
| nr | Heiti | Eigari | |----|-------|--------| | 1 | Tú alfagra land mítt | Petur Alberg, Símun av Skarði | | 2 | Tómhentur | Petur William Háberg | | 3 | Tillukku í dag | Heri Nolsøe | | 4 | Fýra fittir bláhvalir | Karl Martin Samuelsen, Heri Nolsøe | | 5 | Sov tær mátt og megi | Árni Andreasen | | 6 | Tíðin rennur sum streymur í á | Jógvan Waagstein, Frederik Petersen | | 7 | Gloria úr Missa Brevis | Bartulis P Vidmantas | | 8 | Søljuvik søljur nógvar eru her | Jóhannes á Rógvu Joensen, Ella Smith | | 9 | Wish you were here | Teijo Olavi Agelii Leskela, Jens Lisberg | | 10 | Eg sjólivið valdi | Thorbjørn Lisberg, Jens Lisberg |
1996
| nr | Heiti | Eigari | |----|-------|--------| | 1 | Troystarmið | Georg Eystan Á | | 2 | Myndugleikin | Kaj Johannesen, Hjalti Joensen | | 3 | Tú alfagra land mítt | Petur Alberg, Símun av Skarði | | 4 | Blóman | Hart Pease Danks, Poul F. Joensen | | 5 | Tillukku í dag | Heri Nolsøe | | 6 | Eg flýggi til tónleikin | Terji Rasmussen | | 7 | Sov tær mátt og megi | Árni Andreasen | | 8 | Svarti Ravnur | Martin Joensen | | 9 | Jesus det renasta dyrasta skønasta | Caroline Sørlie, Ole Moe, Jákup Dahl (sa) | | 10 | Rain | Teitur Lassen, Jóhan Ziskason, Mark Joensen |
1997
| nr | Heiti | Eigari | |----|-------|--------| | 1 | Syngja sama lag | Oddur Jacobsen, Ólavur Jacobsen | | 2 | Troystartámið | Georg Eystan Á | | 3 | Undarligt er | Finnur Hansen, Jóannes Jakobsen | | 4 | Paying | Jens Marni Hansen, Signar í Homrum | | 5 | Lagatyssi | Andreas Andreasen, Hanus G. Johansen, Sharon Weiss, Alexandur Kristiansen | | 6 | Tender skin | Asbjørn Berthelsen, Bogi á Lakjuni, Derhard Olsen, Eiler Hansen, Jens Petur Pólsson | | 7 | Tú | Niclas Johannesen, Gunnar Hoydal | | 8 | Tað er gott at elska | Asbjørn Morthens, Bubbi Morthens | | 9 | Svarti Ravnur | Martin Joensen | | 10 | Eg sjólivið valdi | Thorbjørn Lisberg, Jens Lisberg |
1998
| nr | Heiti | Eigari | |----|-------|--------| | 1 | Svarti ravnur | Martin Joensen | | 2 | Ketchup i eitt jørn | Jákup Veyhe, Sjúrður Skaale | | 3 | Her glaður eg ferðist | Brynleif Hansen, Poul Færø | | 4 | Eg sjólivið valdi | Thorbjørn Lisberg, Jens Lisberg | | 5 | Tillukku í dag | Heri Nolsøe | | 6 | Dansa | Eyðun Nolsøe | | 7 | Troystartámið | Georg Eystan Á | | 8 | Lagatyssi | Andreas Andreasen, Hanus G. Johansen, Sharon Weiss, Alexandur Kristiansen | | 9 | Jesus det renasta dyrasta skønasta | Caroline Sørlie, Ole Moe, Jákup Dahl (sa) | | 10 | Talk to Me | Niclas Johannesen, Lena Anderssen |
1999
| nr | Heiti | Eigari | |----|-------|--------| | 1 | Góðir vinir | Johnny Oest, Hans Olof Svedberg, Ann Kristin Oest, Fríðbjørg Jensen (sa) | | 2 | Rooftop | Petur Hans Niclasen | | 3 | Kom ta min hånd | Geir Arne Hansen, Steinar S. Kristiansen | | 4 | Svarti Ravnur | Martin Joensen | | 5 | Heldur akker títt | Trad, Victor Danielsen (sa) | | 6 | Landið eg bar við mær | Hans Jacob Højgaard, Karsten Hoydal | | 7 | Omma (Ein lied fur oma) | Adrian Askew, Gunnleif Thomsen (sa) | | 8 | Meistarin | Kim Hansen, Kaj Johannesen | | 9 | Veruleiki | Jógvan Jón Petersen, Róin Siggertsson | | 10 | Kom abbi set teg stabba á | Thorbjørn Lisberg, Jens Lisberg |
2000
| nr | Heiti | Eigari | |----|-------|--------| | 1 | Hon er omma mín | Steintór Rasmussen, Ingi Isaksen | | 2 | I still love you | Niclas Johannesen, Óli Poulsen, Lena Anderssen | | 3 | Mamma min | Trad, Harry Birtilíð | | 4 | Minnist tú hitt summarið | Kári Jacobsen | | 5 | Fagri flokkur | Dagfinn Olsen | | 6 | Tú alfagra land mítt | Petur Alberg, Símun av Skarði | | 7 | Góðir vinir | Johnny Oest, Hans Olof Svedberg, Ann Kristin Oest, Fríðbjørg Jensen (sa) | | 8 | Tvey ættarlið | Edvard Nyholm Debess | | 9 | Stjørnurnar blinka | Kári Jacobsen | | 10 | Rasmus | Simme Jacobsen, Birni Dam, Thøger Olesen |
2001
| nr | Heiti | Eigari | |----|-------|--------| | 1 | Ikaros | Björn Afzelius, Steintór Rasmussen (sa) | | 2 | Tú alfagra land mítt | Petur Alberg, Símun av Skarði | | 3 | Hesi snið | Jákup Magnussen | | 4 | Fagri flokkur | Dagfinn Olsen | | 5 | Mamma mín | Harry Birtilíð | | 6 | Hon er omma min | Steintór Rasmussen, Ingi Isaksen | | 7 | Góðir vinir | Johnny Oest, Hans Olof Sveðberg, Ann Kristin Oest, Fríðbjørg Jensen (sa) | | 8 | Happy when you're gone | Jens Marni Hansen, Henning Nicodemussen | | 9 | I still love you | Óli Poulsen, Niclas Johannesen, Lena Anderssen | | 10 | Flúgvi høgt | Rógvi á Rógvu, Unn Paturson |
2002
| nr | Heiti | Eigari | |----|-------|--------| | 1 | Waiting in the moonlight | Niclas Johannesen, Óli Poulsen | | 2 | Regnum | Niclas Johannesen, Lena Anderssen | | 3 | Tú alfagra land mítt | Petur Alberg, Símun av Skarði | | 4 | Moenia | Niclas Johannesen, Lena Anderssen | | 5 | Daylight | Høgni Lisberg, Jens Ladekarl, Eivør Pálsdóttir, Bogi á Lakjuni, Jón Tyril, Jens Pólsson, Mikael Blak | | 6 | Barnatro | Ejnar Westling, Arne Ove Hansen | | 7 | Lagatyssi.Tína dýrd tú ofraði | Andrae Edward Crouch, Øssur Berghamar | | 8 | Aletheia | Niclas Johannesen, Lena Anderssen | | 9 | Som en drøm | Pætur við Keldu | | 10 | Mamma min | Trad, Harry Birtilíð |
2003
| nr | Heiti | Eigari | |----|-------|--------| | 1 | Forelskaður sjónleikari | Páll Rubeksen, Finnur Jensen, Páll Hammer | | 2 | Sleeping with the lights on | Teitur Lassen, Matthew Ryan Bronleewe | | 3 | Tú alfagra land mítt | Petur Alberg, Símun av Skarði | | 4 | Lagatyssi. Tína dýrd tú ofraði | Andrae Edward Crouch, Øssur Berghamar | | 5 | Nu falmer skoven trindt om land | J H Nebelong, N F S Grundtvig, Robert Joensen (sa) | | 6 | Hvat nú | Berthold Kaempfert, Elis Poulsen | | 7 | Mamma mín | Trad, Harry Birtilíð | | 8 | Omma (Ein lied fur oma) | Adrian Askew, Gunnleif Thomsen (sa) | | 9 | Eitt dýpi av dýrari tíð | Elin Heinesen, Jens Pauli Heinesen | | 10 | Tillukku í dag | Heri Nolsøe |
2004
| nr | Heiti | Eigari | |----|-------|--------| | 1 | Tú alfagra land mítt | Petur Alberg, Símun av Skarði | | 2 | You're the ocean | Teitur Lassen, Matthew Ryan Bronleewe | | 3 | Eg sá ein mann í Hirtshals | Johan Dalsgaard | | 4 | Mamma mín | Harry Birtilíð | | 5 | Forelskaður sjónleikari | Páll Rubeksen, Finnur Jensen, Páll Hammer | | 6 | Hjarta mítt | Eivør Pálsdóttir | | 7 | Omma (Ein lied fur oma) | Adrian Askew, Gunnleif Thomsen (sa) | | 8 | Hvat er lívið ikki herligt | Jákup Veyhe | | 9 | Nú brennur tú í mær (Krákan) | Eivør Pálsdóttir | | 10 | Eitt dýpi av dýrari tíð | Elin Heinesen, Jens Pauli Heinesen |
2005
| nr | Heiti | Eigari | |----|-------|--------| | 1 | Confused | Flóvin Evald Viderø | | 2 | Tú alfagra land mítt | Petur Alberg, Símun av Skarði | | 3 | Farvel Marita | Hans Inge Fagervik, Einar Olsen (sa) | | 4 | Gott vikuskiftið | Jan Zachariassen | | 5 | Eitt annað land | Lív Jónsveindóttir Hansen | | 6 | Muscleman-blad | Uni Egholm Árting, Niels Arge Galan, Mikael Blak | | 7 | Forever and beyond | Magnus Hansen, Rólant Lenvig av Reyni, Ari Rouch, Hergeir Staksberg, Rasmus Rasmussen | | 8 | Herbergið | Páll Oddur Rubeksen | | 9 | I'm gone | Uni Reinert Debess | | 10 | Oh my lady | Lena Anderssen, Niclas Johannesen |
HAR BYLGJAN LEIKAR
Tá tosað verður um slagarar innan rýtmiskan tónleik í Føroyum, so kemst ikki uttan um útgávuna hjá strandabólkinum Tónlist Har bylgjan leikar.
Á heysti 1981 stakk ein ungur strandingur inn á gólvið hjá REMA í Saltangará. Hann vildi hava eigaran, Regin Bjarnastein, at framleiða eitt band við upptøkum, ið bólkur hansara hevði gjørt í einum kjallara á Strondum. Maðurin var Regin Johansen sáli, trummuspælari í Tónlist.
Hesin bólkur varð stovnaður fyrsti í sjeytiárunum í kjalarvørrinum á Tónlist eldra, sum var til á Strondum í sekstiárunum. Í nýggja bólkinum spældi Regin Johansen trummur, Andrass Danielsen bassgittara og sang, Poul F. Jacobsen sologittara og sang og Hans Nielsen rýtmugittara og sang. Bólkurin var eitt væl dámt dansiorkestar øll sjeytiárini. Tónleikurin var lættari dansitónleikur kryddaður við rokki frá sekstiárunum.
Tónlistamenn dáma best kompliseraðan tónleik, ið hevur nakað at bjóða fólki, men tað haldi eg ikki, at tónleikurin hjá okkum hevur. Hann er lættur at spæla og lættur at fáa at ljóða. (Regin Johansen, Myndablaðið Nú 1979)
Regin Bjarnastein frá REMA øtaðist, tá ungi strandingurin vildi hava 1.000 bond beinanvegin – kanska 2.000 og møguliga 3.000. Vanligt var at byrja í smáum og so leggja afturat um á stóð.
Men Tónlistamennirnir kendu á sær, at teir høvdu tilfar, sum fór at selja – og so varð. Eftir at útvarpið hevði spælt bandið á tamb útgávudagin í desember mánaði 1981, var telefonstormur til allar plátuhandlar í landinum frá fólki, sum fyri jól vildu ogna sær eitt eintak av bandinum Har bylgjan leikar. Tey vóru bókstavliga skrødd av hillunum.
Regin Bjarnastein frá REMA mátti arbeiða langt út á næturnar – ja enntá taka sær frí frá sínum fasta arbeiði – til tess at nøkta tørvin hjá føroyingum fyri løttum poppaðum sjómanstónleiki. Regin Bjarnastein minnist mangan krákufundin í Skálabotni, har bond vóru umskipað, tá Regin Johansen var á veg til Havnar, og hann sjálvur á veg til Strendur til arbeiðis.
Tað sigst, at Tónlist er tann mest selda tónleikaútgávan í Føroyum nakrantíð – hóast tað ikki ber til at vátta hetta. Longu í febrúar mánaði árið eftir vóru 4.000 eintøk seld. Mett verður leysliga, at bandið tilsamans er selt í 6.500 eintøkum. Nú skal tilskilast, at Har bylgjan leikar einans kom út sum band. Tískil er tað ikki eitt sørt bragd, hesir strandingar gjørdu í føroyskum tónleikahøpi fyrst í áttatiárunum. Tað kann vera, at onkrar útgávur, ið bæði eru komnar á band, fløgu og plátu, samanlagt hava selt meir.
Beinagrindin á útgávuni hjá Tónlist vóru sjómansvísur og slagarar. Instrumenteringin – gittari, bassur og trumma – gjørdu siðbundna sjómanstónleikin meiri popputan og dansivinarligan. Henda blanding hóvaði føroyingum so væl, at veturin 1981/82 spældi bandið hjá Tónlist í mest sum hvørjum bili og hvørjari stovu í Føroyum.
Tónlist var ein væl dámdur dansibólkur øll sjeytiárini og inn í áttatiárini.
Tónlist løgdu lunnar undir eitt tíðarskeið í føroyskum tónleiki, har tann lætti, einfaldi tónleikurin var í hæddini. Tónlist á baki komu bólkar sum Black Birds úr Havn, Sputnik úr Suðuroy og Símin Konoy úr Gøtu. Black Birds og Sputnik nýttu nakað tann sama leistin sum Tónlist – at peppa dansitónleikin fyri sjómannin upp, meðan Símin Konoy einamest tulkaði útlendsk løg við føroyskum tekstum.
SO LØGIÐ TAÐ ENN LJÓÐAR
Hetta tíðarskeiðið innan føroyskun rokktónleik kendist ófarligt og keðiligt, men tað skuldu brátt nakrir „serskøltar" úr Vágoynni broyta. Tó so at tað tók nærum fjórðings øld hjá fólki at gerast tilvitað um tað.
Eina ferð í sekstiárunum vóru tríggir unglingar úr Sørvági á skúlabarnaferð í Danmark. Á eini kafé setti ein teirra lagið A Hard Days Night hjá The Beatles á jukeboksina. Sermerkta akkordin í lagnum hoyrdist sum tað fyrsta. Teir stóðu sum rúnarbundnir.
Eivin Simonsen sigur, at henda løtan var magisk. Hvørt tað var í hesi stund, at sáðið var lagt undir Upp á tá, Vágagelluni, Siðsta dans, kann bert gitast um. Men dreingirnir funnu saman í bólkin Tinganest og byrjaðu at smíða eyðkendan tónleik. Summi siga, at The Beatles og Byrds hoyrast í mátanum, Tinganest byggja røddirnar upp í sangum sínum. Men tað krevst eitt gott oyra, tí Tinganest eru fram um alt serstakir – fullkomuliga orginalir í føroyskum tónleikahøpi.
Hóast tónleikurin hjá Tinganest er bæði bygdasligur og ókekkaður, er hann hundrað prosent sín egin. (Dimmalætting 15.09.04)
Soleiðis tekur tónleikaummælarin hjá Dimmalætting Uni L. Hansen til í sambandi við umrøðu av samlingsfløguni Longst sum best, ið kom út í 2004.
Ein sannroynd er, at einum nýtist bert nøkur fá sekund av einum Tinganest sangi fyri at kenna teir aftur. Eyðkenda, drynjuta sanglagið, klimpruta gittarspælið og stundum klæna rýtmuljóðið hevur tilsamans fingið heitið vágasound. Tinganest eiga hetta heitið, men aðrir bólkar eru komnir teimum á baki við hesum sama ljóði, m.a. Hips um haps, Sørvings og upp aftur seinni Vágaverk.
Jóan Jakku Guttesen í gomlu dansistovuni í Sørvági 1965.
Sørvingarnir Jóan Jakku Guttesen, Magnus á Stongum og Eivin Simonsen eru grundin í Tinganest. Teir kendust allir frá barnaárum, men tað var ikki fyrr enn í útlegð í Danmark fyrst í sjeytiárunum, at Tinganest varð stovnað. Undir heitinum Goebbels and the Gamblers sendi bólkurin nakrar upptøkur til sendingina Båndbixen í danska útvarpinum. Tvey løg vórðu spæld. Hetta var fyrsta almenna framførslan.
Bólkurin helt sambandið eftir lestrartíðina og fór í studio at gera eina plátu. Upprunaliga eina stakplátu við lagnum Upp á tá, men ætlanin vaks til fleiri sangir, sum komu út á bandi í 1983. Upp á tá, ið útgávan nevndist, er vorðin ein varði í føroysku rokki.
Eivin Simonsen, Magnus á Stongum, og Jóan Jakku Guttesen úr Tinganest á palli.
Tónleikurin hjá Tinganest var fullkomuliga óheftur av tíðarinnar tóna og ráki í áttatiárunum. Sangir teirra hava støði í fólkarokkinum frá sjeytiárunum. Framførslan er skeiv og egin. Hetta gevur tónleikinum ein naivan dám í eini tíð, har ljóðið gjørdist alsamt meiri syntetiskt og polerað.
Í sangum teirra kendi tann javni, meinigi føroyingurin seg aftur – ella kendi hann onkran, sum minti um. Sørvágsbólkurin er av sonnum røddin hjá miðalhampa føroyinginum. Tann vanilgi føroyingurin varð settur í miðdepilin. Gerandisdagurin, dansurin, átrúnaðurin á gøtuhornunum. Sangirnir hjá Tinganest vóru tilsipingar til føroyska gerandisdagin.
Fyrr sang hon sangir um kerlighed. Um erotikk yvirhøvur Nú syngur hon um ta stóru herlighed, sum hon fann millum systrar og brøður
Allir hesir eginleikar hava ført við sær, at Tinganest í dag verður mett sum nakað heilt serligt í føroysku tónleikasøguni. Teir eru farnir frá at vera kitch til kult, frá kenning til menning. Sangir teirra liva í fagrasta blóma, og tónleikurin stendur sum ein varði yvir eitt tað mest serstaka, føroyskur rokkur higartil hevur fostrað.
Í roynd og veru er tónleikurin hjá Tinganest mest av øllum bygdasligur við øllum teimum mest sjarmerandi og positivu týðningum, ið kunnu kroystast niður í hugtakið. Tað liggur einki fortonkt í tónleikinum, sum er framleiddur heilhjartað og erligt. (Dimmalætting 15.09.04)
Jóan Jakku Guttesen framførir á G! 2015. © J. Helgi
FRÍSKT LOT ÚR VESTRI
Manningin í Vestmenn frá útgávuni Kanska í dag frá 1985: Martin Joensen, Bogi Olsen, Ólavur Højgaard, Jógvan í Toftum Olsen, sitandi fremst: Niels Olsen.
Um somu tíð, sum Tinganest putlaðist í kjallaranum hjá Milson í Tjarnarlag, komu nakrir vestmenningar av Heygum til Havnar at gera eina plátu.
Vóru Tinganest skeivir og løgnir, so vóru Vestmenn meiri beinir og poleraðir. Úr Vestmanna bygdu teir á drúgva tónleikaarvin hjá bólkum sum Westerns og Thunderbirds í sekstiárunum, og Natives og Fox í sjeytiárunum, har sangur, harmoniir og vøkur, dansivinarlig løg vóru alt um at gera. Við hesum grundstøði vunnu Vestmenn føtur, hjartað og oyru hjá flest øllum føroyingum.
Ikki minst orsakað av, at bólkurin innspældi gamla Vestmanna-sangin Eg siti so eina, sum alt fyri eitt gjørdist slagari fyri allar Føroyar. Sangurin fekk beinanvegin fast innivist í Kvøðuljómunum og sum felagssangur á nærum hvørjari veitslu.
Undangongumaðurin í føroyskari tónleikaútgávu, Hansemann Tórgarð, hevði bara hoyrt hetta eina lagið, Eg siti so eina, tá hann beinanvegin játtaði at geva alt tilfarið hjá Vestmonnum út. Plátan Brot kom út 19. september í 1983, og fyrstu vikuna vórðu 5.000 eintøk seld – eitt met, sum ivaleyst eftir so stuttari tíð enn ikki er tikið.
Summir nevndu hetta kvøðuljómatónleik, men tað, sum stendur eftir er, haldi eg, at hetta er ein fólkslig pláta, og okkurt nokkso djúpt er eisini at finna, t.d. sangurin Ró. (Ólavur Højgaard, Sosialurin 25.05.07)
EITT TÓNLEIKADEIGGJ
Í 1985 gav bólkurin Fróði og Deiggj út plátuna Stormávaring. Upptøkurnar vórðu gjørdar í Danmark, og Hansemann Tórgarð gav út.
Bólkurin Deiggj hevur eina eldri søgu og er ein samansjóðing av fleiri bólkum. Den Med Tyren varð stovnaður á Tvøroyri í sjeytiárunum. Jan Nielsen úr Sumba, ið er bróðir Ronnie Nielsen, var fluttur til Tvøroyri.
Fróði Vestergaard og nakrir av vinmonnum hansara vildu gjarna læra at spæla gittara, og Jan játtaði at leggja lag á.
At byrja við var vant í niðurlagda høsnarhúsinum hjá ommu Fróða. Ljóðførini vóru sum so. Ein gamal Valor ovnur bleiv brúktur at trumma á.
Nógv varð vant og leikað í, dekan í so nógv, tí endin var, at tónleikurin ella larmurin úr høsnarhúsinum órógvaði so nógv í grannalagnum, at bólkurin mátti flýggja út í TB-húsið, har teir m.a. sluppu at læna ljóðførini hjá Beat Shots. Bólkurin var virkin í tíðarskeiðnum frá 1978 til 1980. Teir, sum mannaðu bólkin vóru Jan Nielsen, gittara og sang, Fróði Vestergaard, urgu, Bergur Hansen, trummur, og Fríðálvur Steinkross, bass.
Fróði og Deiggj taka upp plátuna Stormávaring. Á myndini siggjast: Páll Lave, Dennis Lave, Fróði Vestergaard og Jón McBirnie.
Bólkurin fekk veruligt gjøgnumbrot, tá teir luttóku á Melodi Grand Prix – á Tvøroyri – esini nevnt Suðuroyar Grand Prix'ið, sum 3. real á Tvøroyri skipaði fyri á vári 1979. Átta bólkar ymsastaðni úr Suðuroynni lúttóku. Teir vóru Beat Shots, Orion, Hin sosialistiski bólkurin, Fire Star, Uppvask, Den Med Tyren, Starlight og Sputnik. Tað vóru áhoyrarirnir sum avgjørdu, hvør bólkur skuldi vinna, og Sputnik gjørdist greiður vinnari.
Tað var ikki lætt hjá bólkinum, at eita Den Med Tyren. Tá lýsast skuldi við bólkinum, varð noktað at nýta navnið, og í lýsingini varð tað stytt til DMT.
Í 1980 var ein útskifting í bólkinum, og hann broytti navn til Cross Town Traffic. Bert Jan Nielsen og Fróði Vestergaard hildu á. Afturat teimum komu nú Ronnie Nielsen, Pauli Hofgaard og Frank Olsen, og seinni komu Dennis og Páll Lave og Pætur Mohr Dam upp í Cross Town Traffic.
Bólkurin spældi til dans runt um í landinum, t.d. í Havnar Klubba, Framtíðini í Vági, í Gleimi í Miðvági o.s.fr. Tá ferðast skuldi við nógvari útgerð av oynni, var neyðugt við einum akfari. Tí keyptu teir sær ein gamlan ruskbil úr Havn. Hesin ruskbilur var ein so fastur partur av býarmyndini í Havn í nógv ár, at tað hendi, at fólk tóku ruskposar fram, tá tey sóu bilin koma koyrandi – óvitandi um, at hetta var ein tónleikabólkur á ferð.
Um sama mundið, tá Den Med Tyren byrjaði at jamma á Tvøroyri, vóru nakrir ungir dreingir farnir í gongd við tað sama í Froðba. At byrja við var vant heima, men seinni sluppu teir at venja á loftinum í skúlanum uppi á Hamri.
Eitt navn skuldi hesin tónleikabólkur hava, og tá tað í sekstiárunum hevði verið ein væl dámdur tónleikabólkur í oynni, sum nevndist South Islanders, so hildu teir, at tað hóskaði fint til teir. Teir, ið mannaðu South Islanders í Froðba, vóru Andrias Eidesgaard, harmoniku og urgu, Kristin Holmsund, bass, Páll Lave, gittara og Dennis Lave, trummur og sang. Ljóðførini vóru at byrja við fyri tað mesta heimagjørd.
Úr skúlanum í Froðba var farið á framhaldsdeildina á Tvøroyri, og har hittu teir aðrar, ið vóru áhugaðir í tónleiki, og nú kom rættiliga gongd í. Bólkurin broytti navn til Ignition, og manningin skifti eitt sindur. Nú var hon Dennis Lave, trummur og sang, Páll Lave, gittara, Dávid Jacobsen, gittara, og Pætur Mohr Dam, bass og tangentar.
Teir keyptu sær ljóðføri og útgerð og vandu í kappróðrarneystinum. Teir spældu eisini til dans, oftast í TB húsinum.
Um somu tíð sum Cross Town Traffic og Ignition vóru virknir, vóru eisini aðrir bólkar á Tvøroyri, t.d. Thunderbirds og Body Killers. Body Killers var fyrsti bólkur, ið spældi eitt lag hjá Fróða Vestergaard.
Cross Town Traffic skifti javnan manning, og í september mánaði í 1981 skifti bólkurin navn til Deiggj. Deiggj var, sum navnið sigur, ein samanveyjing av fleiri tónleikabólkum, t.d. Cross Town Traffic, Ignition, Thunderbirds og seinni Starlight. Teir, sum mannaðu Deiggj í 1980, vóru Fróði Vestergaard, Rene Jespersen, Dávid Jacobsen, Pætur Mohr Dam og Dennis og Páll Lave. Skotska Diana Malpass var eitt stutt skifti fyrst í áttatiárunum sangarinna í bólkinum.
Deiggj spældi nógv til dans. Limirnir í bólkinum høvdu í ymiskum høpi keypt nógva og dýra útgerð fyri rættiliga fitt av peningi, og av tí sama skuldi spælast nakað fyri at kunna gjalda skuldina niður.
Nakað eftir at Deiggj veruliga vóru komnir í gongd, fór Fróði Vestergaard niður til Danmarkar í lestrarørindum, og spældi hann tí bara av og á við í bólkinum. Bólkurin helt fram við at spæla, og Jón McBirnie gjørdist partur av Deiggj.
Í 1985 kom so plátan út við Fróða og Deiggj. At Fróði nú er nevndur í bólkanavninum kemst av, at hann átti mest sum alt tilfarið sjálvur og hevði somuleiðis tikið stig til hesa útgávu, men hann spældi tó ikki fast við í 1985.
Bólkurin Deiggj er framvegis ein sera virkin bólkur. Teir hava bygt sær venjingarhøli í Tórshavn og spæla javnan konsertir í Føroyum og uttanlands, eins og bólkurin av og á spælir til dans. Serliga kendur er hann fyri temakvøld, sum teir hava skipað fyri, har bólkurin bert hevur spælt løg hjá Uriah Heep. Nakrar ferðir hevur John Lawton, fyrrverandi sangari í Uriah Heep, framført saman við teimum á hesum temakvøldum.
ROKKANDI DREINGIRNIR
Stakplátan Disco Ride frá 1981.
Miðskeiðis í sjeytiárunum stovnaðu nakrir dreingir á Venjingarskúlanum í Havn ein tónleikabólk. At byrja við kallaðu teir seg The Rock Boys, men síðst í sjeytiárunum og inn í áttatiárini broytti bólkurin navn til Funkies. Hesin bólkur gjørdist rættiliga kendur um alt landið sum ein virkin dansibólkur.
Oddamaðurin í hesum bólki var gittarleikarin og sangarin Óla Hans Andreasen. Frá heilt ungum árum vísti hann serstøk góð evni á gittaranum. Somuleiðis lá væl fyri at gera løg.
Funkies gav tvær stakplátur út í ávíkavist 1981 og 1983, sum Plátubarrin gav út. Hesar plátur gjørdu rættiliga vart við seg. Her hoyrdust tíðarinnar tónar og ljóðføri. Diskokendar rýtmur og elektronisk ljómborðsljóð.
Teir, sum mannaðu bólkin, vóru Hans Andrias Højgaard, bassgittara og sang, Terji T. Rasmussen, gittara og sang, Jónleif Müller, trummur og Óla Hans Andreasen, sologittara og sang. Nakað undan seinnu plátuni var eisini Magnus Johannesen, ljómborð, komin við í bólkin. Limirnir í bólkinum vóru um 15-16 ára aldur, tá fyrsta plátan kom út.
Fyrsta plátan kom sum nevnt út í 1981. Hon bar heitið á bólkinum. Løgini vóru It's just a lie og Disco Ride. Óla Hans hevði gjørt bæði løgini. Dimmalætting hevur stutt ummæli av plátuni. Samanumtikið er ummæli jaligt, hóast fylst verður á, at torført er at hoyra, hvat verður sungið.
Lagið Disco Ride heldur blaðið minna nógv um tónleikin hjá The Shadows.
Lagið er kanska eitt sindur einstáttað, tí gjøgnum alla plátuna er lagið tað sama. Men tað er einki at ivast í, at hetta lagið fer at vinna seg inn sum eitt væl umtókt lag á discotekunum runt landið. (Dimmalætting 16.10.81)
Eingin ivi er um, hvaðani íblásturin til lagið It's just a lie stavar. Funkies vóru kendir fyri at spæla nógv løg hjá Dire Straits, og tað hoyrist eisini á spælinum.
... men hetta lagið er avgjørt eitt tað besta lagið, sum er komið út í Føroyum. Solospælið á hesum lagnum er einastandandi gott, og ein hoyrir, hvussu nógv gittarin er ávirkaður av Mark Knopfler úr Dire Straits. (Dimmalætting 16.10.81)
Stakplátan Funkies frá 1983.
Á seinnu plátuni hjá Funkies vóru tvey løg – Give me some lovin og Love.
Funkies høvdu nógv tilfar, ið teir sjálvir høvdu gjørt, og meira enn eina ferð vóru demouptøkur gjørdar. M.a. lagið Eystein, sum Terji Rasmussen gjørdi til yrking hjá Róa Patursson. Lagið kom seinni á útgávuna við Terja og Føstufressum.
Í 1984 gavst bólkurin at spæla. Nakrir av limunum høvdu verið til skips, og tað eydnaðist ikki at fáa bólkin í snúningar aftur.
Funkies kom av óvart at gerast partur av stórum herverki, ið hendi í Havn í 1981. Bólkurin var ein av teim heilt fáu, um ikki tann einasti, sum nakrantíð hevur spælt til dans í Discotek Queen ella Gaman, sum tað nevndist tá.
Mikið rok stóðst aftaná hetta, neyvan av framførsluni, men fútin valdi at steingja dansihølið seint í august mánaði í 1981, og leygarnáttina eftir gjørdi ein rættiliga stór og uppøst mannamúgva um seg í Havnini. Herverk varð framt fyri millum kvart og hálva millión. 22 fólk vórðu handtikin, og talan var um ein tann herviligasta ófriðð í Føroya søgu.
FRÁ „HETJUR Á VEGNUM TIL NALJA"
Økta samferðslukervið og vælferðin í Føroyum í áttatiárunum førdu við sær, at talið av bilum øktist munandi. Tíverri hevði hetta eisini eitt sera neiligt árin við sær. Talið av ferðsluvanlukkum øktist eisini. Ikki minst talið av vanlukkum, har fólk doyðu. Fleiri av hesum vanlukkum vóru ung fólk, ið nýttu akfar sum stuttleikaaamboð.
Hetta førdi eisini til fleiri átøk í áttatiárunum. Ráðið Fyri Ferðslutrygd royndi at nýta nýggja sjónvarpsmiðilin við at gera smærri filmar um ferðsluvandan, ið vóru serliga ætlaður ungum fólki.
Í 1984 doyðu 9 fólk í ferðsluvanlukku í Føroyum. Mitt í hesum meldrumin trein havnarbólkurin Teinar á pallin beint fyri jól í 1985 við einum sangi, sum varpar ljós á henda stóra samfealagstrupulleika. Sangurin, ið hevur heitið Hetjur á vegnum, er sermerktur á nógvan hátt. Hetta er fyrstu ferð, at tað verður hoyrt rapp á føroyskum. Og so er tað sjálvt evnið, vandin við bilkoyring, at erpa seg sum ein hetja á vegnum.
„Ger so eitt krasj og tjóðarinntøkan hækkar. Renn so útav, so íbúgvartalið lækkar."
Plakat av Teinar frá 1982. Ovast frá vinstru: Niels Arge, Johan Larsen, Dánjal Rein, Niðast frá vinstru: Bogi Bendtsen, Leivur Thomsen, Malan Thomsen og Finnur Hansen.
Tað er ungi havnarmaðurin Kári Jacobsen, sum her á fyrsta sinni vísir sínar dygdir sum tónasmiður. Við bólkinum Teinar fekk hann høvi at búgva seg sum tónleikara.
Bólkurin var stovnaður fyrst í áttatiárunum og var millum teir best dámdu í landinum. Teir spældu serliga tøkuløg hjá kendum amerikanskum bólkum til bæði dans og konsertir. Upprunamanningin var: Bogi Bendtsen, Niels Arge, Dánjal Rein og Johan Larsen. Skjótt komu Malan Thomsen, Finnur Hansen og Leivur Thomsen við.
Men tað var við stakplátuni Hetjur á vegnum, ið kom út beint fyri jól í 1985, at bólkurin skrivaði seg inn í føroysku rokksøguna við samtíðar rokktónleiki, sungin á føroyskum.
Í 1984 var ein útskifting í bólkinum og m.a. Kári Jacobsen kom við. Hann hevði gjørt eina rúgvu av løgum, sum hann gjarna vildi hava bólkin at spæla. Tá Páll Arge hoyrdi Teinar spæla løgini Hetjur á vegnum og Halt út til eitt diskotektiltak í Klubbanum, bjóðaði hann sær at geva hesi løg út. Úrslitið gjørdist stakfløgan Hetjur á vegnum á síðu a og Halt út á síðu b. Hetjur á vegnum var í veruleikanum ein rættiliga persónligur sangur.
Eg misti eina systur í 1980 í einari ferðsluvanlukku. Hon var yvirkoyrð av einum, sum ikki hevði koyrikort og koyrði alt ov skjótt. Árini eftir doyðu nógv ung fólk í ferðsluvanlukkum og kanska serliga hjá okkum, sum høvdu mist onkran í bilvanlukkum. Ótilvitað hevur tað nokk verið tannáringavreiði at missa systrina, sum førdi til júst handan sangin. Sangurin er jú eisini kyniskur og brúkar grova sarkasmú í staðin fyri t.d. sorgblídni ella ávarandi peikifingur. (Kári Jaocbsen 27.02.16)
Stakplátan fekk góða móttøku, og heitislagið varð heilt fitt spælt. Tey, ið myndaðu bólkin um hetta mundið, vóru: Astrid MacDonald, sang, Kári Jacobsen, ljómborð, Eyðun Hansen og Bogi Bendtsen, gittara, Niels Arge, bass, og Johan Larsen, trummur.
Við Hetjum á vegnum hevði Kári Jacobsen fingið víst, at hann var ein dugnaligu tónasmiður. Hetta fekk hann høvið at prógva enn meira seinni í áttatiárunum, tá hann saman við Elini Heinesen stovnaði bólkin Nalja.
Tey hittust fyrstu ferð í einari veitslu í 1984. Hóast 10 ár vóru á muni, og Kári einans var 16 ára gamal tá, gjørdist beinanvegin greitt hjá teimum, at tey høvdu nógv til felags.
Elin Heinesen hevði longu tá verið frammi á føroyska tónleikapallinum og tað sama Kári. Tónleikaliga vóru tey ólík. Kári var til popp og rokk, meðan Elin var meiri vísukend. Men saman hendi ein ella onnur synergi teirra millum.
Á sumri 1988 gjørdu tey av, at tónleikaleið teirra skuldi skjalprógvast, tá tey í juni mánaði fóru í Bløndal Studio saman við Óla Poulsen at taka upp 10 sangir, ið gjørdust til útgávuna Nalja. Talan var um eina sera fjølbroytta útgávu. Poppurin er í meiriluta, men aðrir vísukendir sangir eru á útgávuni. Tey vildu gera eina dygdarútgávu og taka poppin í álvara.
Útgávan kom á bandi beint fyri ólavsøku 1988, og lagið Á tann deiliga Havn gjørdist eisini stórt hitt. Men aðrir sangir vóru eisini á útgávuni. Vakra vísulagið hjá Elini Heinesen, Eitt dýpi av dýrari tíð, sum hon hevði gjørt á eitt barnaljómborð til yrkingina hjá pápa sínum, er eisini vorðið ein klassikari og má metast at vera millum vakrastu føroysku sangirnar yvirhøvur.
Nalja. Kári Jacobsen og Elin Brimheim Heinesen
Hóast henda ymisleika á útgávuni, varð Nalja mett at vera tann fyrsta, reindyrkaða føroyska poppútgávan. Ljóðbúnin var rættiliga tíðarkendur við ljómborði og elektroniskum trummum, meðan sjálv løgini vóru meiri tíðarleys.
Nalja gav bert hesa einu plátuna út. Eftir Nalju helt Kári Jacobsen fram við poppleið sínari. Í nítiárunum gjørdi hann eina útgávu saman við Eyðfinni Jacobsen, ið teir nevndu Strøk. Teir báðir samstarvaðu eisini um verkætlanirnar Poppkorn og Faroe 5. Kári hevur eisini gjørt tónleik hjá Brandi Enni, Singing Linda og systur sínari Eyð Berghamar.
EITT PLÚMM Á FRÆLSINUM
Fyrst í áttatiárunum vuksu nakrir dreingir upp í sama grannalagi Undir Frælsinum í Havn. Tað, sum sermerkti hesar dreingir, var, at teir allir vóru framúr at spæla tónleik frá sera ungum aldri og gjørdust millum fremstu tónleikarar í Føroyum og eru tað enn.
Teir vóru um tólv ára aldur, tá teir stovnaðu bólkin Playboys í 1980. Í 1981 luttók bólkurin í SMS tónleikakapping, sum teir vunnu. Við í hesum bólki vóru tvíburðarnir Rógvi á Rógvu og Mortan Zachariassen, James Olsen, Leivur Thomsen, Magnus Johannesen og Finnur Hansen.
Men Playboys fóru hvør til sín eftir sigurin í SMS kappingini. Leivur Thomsen og Finnur Hansen fóru upp í bólkin Teinar, meðan Magnus endaði í bólkinum Funkies, har m.a. Terji Rasmussen var við.
Í 1984 funnu limirnir frá Playboys tó saman aftur. Bólkurin skifti navn til Plúmm. Ta fyrstu tíðina spældu teir tøkuløg hjá m.a. Toto og Loverboy. Bólkurin hevði skiftandi sangarar. Eitt skifti Terja Rasmussen og seinni Torkil Johannesen, Maluna Thomsen og Suna Danielsen.
Playboys venja fyrst í áttatiárunum.
Bólkurin var sera virkin at spæla miðskeiðis í áttatiárunum. Eitt veruligt gjøgnumbrot kom við lagnum Stjørnuskot, sum er á Ung 85 útgávuni, og sum gjørdist eitt hitt hjá bólkinum.
Stjørnuskot kann tó neyvan sigast at vera eitt galdandi umboð fyri tónleikaleiðina hjá Plúmm. Tess longur komið varð inn í áttatiárini, tess longur fór bólkurin frá jøvnum rokktónleiki til at spæla instrumentalan jazz og fusjóntónleik.
Tórshavnar Jazz Fólka og Blues Festivalur fekk stóra ávirkan á bólkin, tá hann fyrstu ferð hann fór av bakkastokki í 1983. Arnold Ludvig minnist aftur á hetta:
Vit hoyrdu jazz fyri fyrstu ferð live í Føroyum, og hóast vit ikki byrjaðu at fáast við tað beinanvegin, so vórðu vit rættiliga tiknir av jazz tónleikinum. (sosialurin.fo 28.11.03)
Á jazz festivalinum í 1987 var Plúmm á skránni. Bólkurin arbeiddi miðvíst í tríggjar mánaðir ímóti framførsluni. Teir skuldu fyri fyrstu ferð smíða egin løg til eina heila konsert, men arbeiðið stóð mát við úrslitið.
Fólk vóru bergtikin av hesi minnisríku konsertini, og ummælini vóru framúr. Undir yvirskriftini „Plúmm í heimsklassa" skrivar Dagblaðið m.a.:
Plúmm vóru nógv best. Tá tú komst út eftir konsertina, vart tú ikki í iva. Plúmm er í heimsklassa. Miðalaldurin í bólkinum er einans 19 ár, so bólkurin hevur framtíðina fyri sær. (Dagblaðið 21.08.87)
Mynd tikin av Plúmm á ferð í Reykjavík og Oslo síðst í áttatiárunum. Frá vinstru: Arnold Ludvig, Finnur Hansen, Magnus Johannesen, Rógvi á Rógvu og Leivur Thomsen.
Á heysti 1989 var boð eftir bólkinum frá Terja Rasmussen, sum hevði brúk fyri einum bólki at spæla undir til útgávu, hann arbeiddi við. Samstarvið gjørdist til bólkin og aldarinnar útgávuna Terji & Føstufressar.
Móti endanum av áttatiárunum byrjaðu limirnir í bólkinum at fara í ymsar ættir. Nakrir av teimum fóru á tónleikaskúla í Íslandi, og upp aftur seinni fluttu aðrir av landinum at útbúgva seg innan tónleik. M.a. búði Arnold Ludvig í 10 ár í Kanada. Bólkurin er tó ongantíð givin. Teir hava spælt saman í eini ørgrynnu av samanhangum – tað veri seg á útgávum við øðrum bólkum og saman sum bólkur.
GLATAÐU SPÆLIMENNINIR – GLUGGAMYND
„Glataðu spælimenninir", soleiðs kalla tey seg. Men sum hjá spælimonunum í bókini hjá William Heinesen er tónleikurin hjá hesum spælimonunum og kvinnunum heldur ikki glataður. Tað kunnu tey, sum hoyra plátuna ella bandið „Gluggamynd" sannføra seg um. (Høgni Djurhuus, Sosialurin 25.06.83)
Gluggamynd. Glataðu Spælimenninir
Systkini Jakobina og Pauli Hansen vóru høvuðpersónar handan lagið til yrkingina hjá Jóanesi Nielsen Til Boga og allar nýføðingar í verðini, ið er fyrsta lagið á útgávuni Gluggamynd hjá tónleikabólkinum Glataðu spælimonunum. Lagið er eisini beinleiðis orsøkin til, at útgávan Gluggamynd gjørdist veruleiki og kom í sølubúðurnar í 1983.
Til Boga og allar nýføðingar í verðini varð frumframført til eina kvøldsetu í Sjónleikarhúsinum nøkur ár undan upptøkunum til Gluggamynd, ið komu í lag í 1982. Umframt tekstir eftir Jóanes Nielsen, vóru eisini høvundarnir Tummas Napoleon Djurhuus og Steinbjørn B Jacobsen partar av heildini.
Pauli Hansen var sera áhugaður í yrkingum hjá einum tí mest virkna og viðkomandi skaldinum í Føroyum tá, nevniliga Jóanesi Nielsen, og áðurnevnda yrking fangaði áhugan hjá honum og systrini. Tey byrjaðu at seta lag til yrkingina, men hetta vísti seg ikki at vera heilt so einfalt, orsakað av skrivaða bygnaðinum. Systkini bæði settu seg tess vegna í samband við rithøvundan og fingu ávísar orðingar broyttar, soleiðis at lagið kundi bera tekstin.
Ein annar rithøvundur, ið Pauli Hansen var sera hugtikin av, var Tummas Napoleon Djurhuus.
Hann hevur nakað serligt, ið aðrir yrkjarar ikki hava, og hetta hugtók meg. (Pauli Hansen 06.12.15)
At Pauli Hansen hevði tokka til yrkinargar hjá Tummasi Napoleon Djurhuus, kemur greitt til sjóndar á útgávuni. Ikki minni enn sjey løg eru sett til yrkingar hansara.
Bæði Jakobina og Pauli høvdu eina fortíð sum tónleikarar í tónleikabólkinum Orion suðuri í Vági, haðani tey eru ættað. Orion var ein aktivur tónleikabólkur og spældi nógv til dans runt um í landinum í sjeytiárunum. Bólkurin gavst í 1980.
Kristian Blak, ið starvaðist í Hoydølum, undirvísti eisini HF næmingum suðuri í Vági í tónleiki. Jakobina og Pauli Hansen høvdu tá ta fragd at koma undir veingjabriðið hjá Kristiani, og soleiðis rann tónleikaliga saman teirra millum. Kristian Blak var mangan gestur og gisti eisini hjá foreldrum teirra, tá hann var suðuri í Vági í arbeiðsørindum.
Eftir lokið HF skeið suðuri í Vági flutti Pauli Hansen til Havnar og kom beinanvegin í samband við Kristian Blak og tað umhvørvið, ið hevði við Jazzfelagið at gera. Spælimanstónleikur var veruliga komin fyri seg í Føroyum miðskeiðis í sjeytiárunum og var saman við fólkatónleikara-sjangruni nakað, ið hugtók Paula Hansen. Hann hevði ikki verið leingi norðanfyri, fyrr enn hann gjørdist ein av manningini í spælimansbólkinum, Spælimenninir í Hoydølum.
Pauli Hansen fekk plátufelagið Tutl at stuðla einari útgávu og fór við góðum treysti í nýggju útvapshøllina at taka upp. Við sær hevði hann systrina Jakobinu og fleiri av Spælimonunum í Hoydølum og annars tónleikarar við tilknýti til Jazzfelagið og umhvørvið í Perluni. Tøkningurin Carsten Arnskov tók sær av upptøkunum, ið vórðu gjørdar um kvøldarnar.
Sambart Sosialinum 25. juni 1983 er talan um fyrstu upptøku í nýggju útvarpshøllini, ið varð framleidd til eina útgávu.
Pauli Hansen heldur seg minnast, at umleið 100 tímar vórðu brúktir í útvarpshøllini, og at rokningin frá útvarpinum var áleiðs kr. 30.000. Ein av orsøkunum til allar tímarnar í útvarpshøllini var, at fyri fleiri av tónleikarunum var tað fremmant at arbeiða í upptøkuhølum. Harafturat kom, at flestu løgini bert vóru skitsur, og at arbeiðast skuldi so at siga frá grundini við øllum løgunum.
Listamaðurin Jóannes Hansen setti navn á útgávuna. Hann evnaði til listarverkið, ið prýddi plátuhúsan og segði, at tað var sum at hyggja út úr einum glugga – tí Gluggamynd.
Glataðu spælimenninir gjørdu ikki nógv við at framføra tónleikin alment, men 24. juli í 1982, t.v.s. nakað væl áðrenn útgávan var klár at senda í sølubúðurnar, framførdi bólkurin á eini konsert á Glaðsheyggi í Havn, har eisini bólkar sum Paragraf, Big Band, Brongl, Spælimenninir í Hoydølum, Fagrir Fuglar, Hjørdis Johansen og Musketerarnir luttóku.
Plátan og kassettubandið hjá Glataðu spælimonunum seldi so mikið væl, at neyðugt var at bíleggja fleiri heim frá framleiðaranum. Í 1996 tók Jóhannus á Rógvi Joensen stig til at fáa Gluggamynd út á fløgu.
Á, UM EG KUNDI
Í 1984 gjørdi Ingun Simonsen vart við seg við útgávuni Á um eg kundi í 1984. Heitislagið gjørdist eitt rættiliga stórt hitt í Føroyum og var nógv at hoyra í útvarpinum.
Ingun Simonsen saman við Kára P.
Ingun Simonsen byrjaði tónleikaleiðina við at syngja í barnaútvarpinum sum barn og seinni sum sangari í dansibólkunum Knorr og Amigo. Tað var tó mest sum av tilvild, at hon yvirhøvur byrjaði at gera sangir. Ein misskilijng elvdi til hetta.
Í 1982 var hon í Íslandi og las sálarfróði. Har búði hon hjá kenda yrkjaranum Lóu Þorkelsdóttir. Ein dagin Ingun syngur ein føroyskun sang, fær Lóa ta fatan, at tað er Ingun, sum hevur gjørt sangin, og kom beinanvegin við nøkrum av yrkingum sínum og bað Ingun um at seta lag til tey. Tónasmiðurin Ingun Simonsen var borin í heim.
Í 1984 kom útgávan Á um eg kundi. 10 sangir vóru á útgávuni. Talan var um eina fjølbroytta útgávu við ymiskum tónagreinum líka frá fólkatónleiki til popp og rokk við einum ferili av reggae. Sunleif Rasmussen legði tónleikin til ræettis, og Hansemann Tórgarð gav út.
Talan var um eina politiskt tilvitaða útgávu. Flestu sangirnir snúðu seg um at skapa frið í heiminum og støðga vápnakapplopinum. Serliga heitislagið Á um eg kundi er eitt beinleiðis ynski um ein betri og friðarligari heim.
Tað var ikki gerandiskostur, at kvinnuligir tónleikarar komu við egnum útgávum í áttatiárunum. Í so máta var Ingun Simonsen ein slóðbrótari. 14. September fer so vítt sum at siga, at talan var um fyrstu føroysku útgávuna við einum kvinnuligum primus motor. Sjálv sigur Ingun Simonsen soleiðis við blaðið:
Eg haldi, at kvinnur yvirhøvur eru ov lítið frammi. Tað er kanska heldur ikki so lætt hjá teimum at sleppa framat nakrastaðni. Kvinnur eru ikki sum menn, uppdrignar til at troðka seg framat allastaðni. (14. September 18.04.84)
Ingun Simonsen var nógv frammi í sambandi við útgávuna. Hon spældi til nógvar konsertir og var at siggja í unga Sjónvarpi Føroya við sínum løgum. Í 1987 gav hon út plátuna Eg vil liva. Hon luttók eisini á tveimum fótbóltsfløgunum, 12. maður í 1998 og Vit herja á frá 1990. Seinni gjørdist meiri friðarligt um hana. Í 2014 átti hon eitt av løgunum á útgávuni Enter hjá Jan Petersen, kendur úr bólkinum Haldurs Café.
VIT KOMA EFTIR TYKKUM
Hjarnar, We come for you.
Hóast fyrstu útgávurnar í áttatiárunum tyktust rættiliga fjarar frá tíðarinnar ráki, so vórðu royndir gjørdar at raka altjóða tónan. Í 1984 gav 70'ara bólkurin Hjarnar LP plátu út, ið nevndist We come for you.
Øll løgini, undantikið eitt, vórðu tikin upp í Útvarpi Føroya. Í 1981 flutti stovnurin av Bryggjubakka niðan í Sortudíki. Teknisku umstøðurnar vóru munandi betri í nýggju hølunum. Hjarnar vóru ein av teimum fáu, ið troyttu møguleikarnar hjá almenna útvarpinum. Tey átta sporini og upptøkuhølini í útvarpinum vórðu brúkt út í æsir.
Úrslitið var ein LP pláta við 10 løgum – øll ensk. Plátuhúsin vísti eina hond, sum ræettir seg eftir tí, ið situr við húsanum. Teksturin var skrivaður við telduskrift. Tónleikurin var rokkur við týðiligum íblástri uttan úr heimi – serliga amerikanska rokkinum.
Hjarnar hevði síðani sjeytiárini verið ein tann best dámdi bólkurin í Føroyum yvirhøvur. Hann var serliga høgt í metum sum konsertbólkur. Harafturat var Jørgin Dahl úr Straight Ahead komin upp í bólkin, eftir at limirnir í Straight Ahead vóru farnir hvør til sítt. Jørgin Dahl setti beinanvegin sín dám á Hjarnar. M.a. við at snikka fleiri løg til bólkin – eitt teirra Breaking My Heart, sum kom út á stakplátu fyrst í áttiárunum.
Tískil vóru vónirnar høgar til hesa plátu. Men orðini á vegnum vóru alt annað enn góð. Í tíðarritinum Brá nr. 7 frá 1985 skrivar Janus Petersen m.a. í ummæli av plátuni:
Fólk, sum høvdu væntað sær eina eins góða plátu sum framúrskarandi single-plátu teirra „You're breaking my heart", eru helst vorðin eitt sindur vónbrotin. Tí hóast plátan er gjøgnumførd út í æsir av nøkrum av okkara bestu tónleikarum, so er tað sum um ov lítil sál er løgd í tónleikin, og úrslitið er ov nógv tónlistarlig „meturvøra". (Brá nr. 7 1985)
Ummælarin vildi tó ikki meta We come for you sum eina vánaliga plátu, hóast alt. Í sjálvum sær var hon sambært Janusi Petersen slóðbrótandi, tí hon prógvaði, at „føroyingar eru førir fyri at gera tónleik í internationalum sniði," sum hann málber seg.
Men tíverri fyri Hjarnar metti ummælarin í Brá, at bólkurin hevði lagt seg alt ov nógv eftir fyrimyndum sum t.d. Saga, Toto og Supertramp. Úrslitið gjørdist tískil ov nógv yvirflata, sum sambært Janusi Petersen í longdini var strævið at lurta eftir.
Lagið So excited, sum var upptikið í Danmark, fekk góð skotsmál. Hini løgini vórðu løgd undir at vera yvirproduserað. Kanska ikki so løgið, at tá ein endiliga slapp at spæla sær í fremstu upptøku-umstøðunum í Føroyum um hetta mundið, so fær tað allan armin.
TRASTUR ROKKUR
Í kjalarvørrinum av Hjarnar varð ein bólkur stovnaður í Havn um ársskiftið 1982/83. Við í bólkinum vóru Jørgin Dahl, ljómborð, Hans Black, trummur, ið báðir høvdu spælt við Hjarnar. Afturat sær høvdu teir Hans Carl Hansen og Inga Sørensen á gittara, Mikkjal Joensen á bass og Rúnu á Heygum sang.
Upprunamanningin í Trast. Frá vinstru: Ingi Sørensen, Mikkjal Joensen, Rúna á Heygum, Jørgin Dahl, Hans Carl Hansen og Hans Black.
Bólkurin vandi dúgliga í kjallaranum hjá Hans Carl úti á Argjum, áðrenn farið varð út um landið at spæla. Venjingin bar ávøkst. Bólkurin varð skjótt skýrdur at vera eitt slag av superbólki bæði hvat manning og spæli viðvíkti.
Ljóðið skuldi eisini vera í lagi, so bólkurin hevði fastan ljóðmann, Petur Krisjan Schrøter-Thomsen, ið arbeiddi sum tøkningur í útvarpinum.
Bólkurin spældi heilt fitt til dans fyri fullum húsum, t.d. fríggjakvøld í Klubbanum og leygarkvøld í Dallas. Her spældu tey bæði egin og tøkuløg. Tey spældu eisini til nógvar konsertir, og tá vóru bert egin løg á skránni.
Ronnie Nielsen gjørdist seinni partur av bólkinum sum sangari, og tá gjørdist tónleikurin eitt vet harðari.
Hæddarpunktið hjá Trast var uttan iva, tá tey hitaðu upp fyri kenda bólkinum Sweet á nýggjárskonsertini í 1984, ið er ein søga í sær sjálvum.
Høllin á Nabb var pakkað við fólki leygarkvøldið 29. desember 1984. Mett varð, at møguliga 2.000 fólk vóru inni í høllini og kanska líka nógv uttan fyri.
Ein stórur trupulleiki var tó. Limirnir í Sweet vóru afturhildnir í tollinum á flogvøllinum í Vágum, tí onkur teirra hevði ólógligt rúsandi evni uppi á sær. Eingin visti, um teir náddu fram til konsertina.
Fjáltur kom í fyrireikararnar, Far Con, og Páll Arge kom til limirnar í Trast við einari whiskeyfløsku og legði teimum eina við, at teir nú máttu „spæla reyvina úr buksunum", tí hann visti ikki, hvussu spældi av vesturi í Vágum.
Bólkurin hevði annars greiða avtalu um ikki at smakka sær á, áðrenn teir skuldu spæla. Eitt undantak varð gjørt í hesum førinum.
Tá vit fóru á pallin, vístu vit ikki, um Sweet fóru at koma. Men vit vóru júst byrjaðir, tá teir komu. Aftaná søgdu teir, at teir næstan ikki vildu á pallin aftaná okkum, tí vit spældu so gott. (Ingi Sørensen 03.03.16)
Trast helt uppat at spæla í 1985, tá ið Jørgin Dahl flutti til Danmarkar. Ætlanir vóru at spæla í Íslandi og Danmark, men hetta gjørdist ikki veruleiki.
Á LOFTINUM Í EBENEZER
Judy og Óli framføra fyrst í áttatiárunum.
Eisini aðra staðir í Føroyum vórðu royndir gjørdar at førka føroyska tónleikin nærri at altjóða popp og new wave rákinum, sum hoyrdist uttan úr heimi.
Í nærum loyndum arbeiddi ein ungur runavíkingur fyrst í áttatiárunum á loftinum í Ebenezer við at framleiða tónleik, ið samsvaraði við rákið uttaneftir. Eginráddur og einsamallur stríddist hann í mánaðir, ja ár fyri at fullføra verkætlan sína, sum var at geva út eina plátu – ella band gjørdist tað – við egnum tónleiki, snikkað á ein hátt, sum honum dámdi. Navnið var Óli Poulsen, og útgávan fekk heitið Vónir.
Javnaldrar á Skálafjørðinum mintust, at hann sum smádrøngur var ein góður fyriskipari í spæli og barnalótum – eitt nú at kasta kavabløk eftir bilum sigst. Og eingin ivi er um, at Óla Poulsen dámar og dugir væl at skipa fyri. Henda eginleikan tók Óli Poulsen við sær upp á loftið í Ebenezer og síðani út í altjóða tónleikaheimin. Av loftinum streymadu føroyskt framleiddur popptónar, ið ikki kendu líka sín her á landi. Har mentist unglingin og gjørdist Føroya fremsti og kendasti tónleikaframleiðari.
Óli Poulsen er ein einari. Hann vildi sleppa at gera tingini á sín hátt. Og tá forvitni og spenningrurin eftir at royna teknikkin fekk blaðunga Óla Poulsen at leita sær upp á ovastu hædd í Ebenezer, har Evangeliska Røddin hevði riggað studio til, so vildi hann sleppa at ráða sær sjálvum, spæla øll ljóðføri og stíla fyri tónleikinum, uttan at nakar blandaði seg uppí.
Hansara fyrsta útgáva var tó ikki púra leys av karmunum. Óli Poulsen er vaksin upp innan brøðrasamakomunna. Hvørt hetta er beinleiðis orsøkin til, at tónleikaleiðs hansara var so øðrvísi enn hjá flestu føroysku tónleikarum, av tí at hon ikki gekk umvegis „syndafulla" dansipallin, kann bert gitast um. Sjálvur sigur hann um hetta:
Eg kundi slettis ikki góðtaka, at bara tí, at tú trúði á Guð, so skuldi tú liva eitt totalt órýtmiskt lív – og at eitt nú dansur var synd í sær sjálvum. Eg elskaði jú dansitónleik sum rock, funk og disco, larmandi trummur og skitnar guitarar. (Óli Poulsen, Dimmalætting 25.09.03)
Ein sannroynd er tó, at tað at standa á palli, føra seg fram og undirhalda fjøldini, ikki læt til at liggja til Óla Poulsen og hansara lyndi í serliga stóran mun. Hann vildi heldur sleppa at royna síni skapandi evni aftan fyri knøttarnar. Henda tráan førdi til, at fyrsta roynd hansara, útgávan Vónir, gjørdist veruleiki.
Ebenezer í Havn hevði ognað sær studio. Navnframi kringvarpsmaðurin, Zacharias Hammer, stóð á odda fyri hesari útgerð. Óli var sera spentur eftir at royna útgerðina. Evangeliska Røddin vildi eisini, at ung innan samkomunna lærdu at brúka tólini. Tí fekk Óli ein lykil til Ebenezer og byrjaði vónríkur at arbeiða við tónleik sínum.
Í samfull trý ár stríddist og strevaðist hann vikuskifti og nætur at fáa ætlanina framda. Hetta man uttan iva vera tann longsta, føroyska tónleikaframleiðsla yvirhøvur. Kritiska lyndið gjørdi, at hann, sum ein annar Brian Wilson úr The Beach Boys, vrakaði lag eftir lag og byrjaði umaftur.
Serliga torført at fáa trummurnar upp á pláss. Upptøkurnar vóru ikki nóg góðar. Nøkur ár eftir, at Óli var byrjaður, kom ein nýggj trummumaskina á marknaðin og loysti tann partin. Maskinan gjørdi ljóðið eisini meira popput. Nú var tíðin komin til at leggja røddír á, men aftur fekk verkætlanin eitt bakkasl. Óli fann útav, at hann slettis ikki var sangari. Men tá neyðin var størst, var hjálpin næst. Hon kom frá systrini, Judith Poulsen, ið sang allar sangirnar uttan ein.
Vónir er ein andalig útgáva. Tískil var tað ikki so løgið, at sungið var um persónlig, átrúnaðarlig viðurskifti. Óli Poulsen var heldur ikki blindur fyri, at júst innihaldið í sangum hansara var vegurin til loftið á Ebenezer. Men hann vildi heldur ikki kveistra nakran frá sær, bert tí at innihaldið í tekstunum var andaligt. Í staðin fyri at snúgva seg um frelsu og døming á evsta degi, viðgjørdu sangirnir meiri almennar, eksistentiellar spurningar.
Við Vónum broyttist landslagið eitt sindur. Fordómsfulla gjøgvin millum frelst og ófrelst var framvegis har. Men her var brádliga ein brúgvu, sum báðir „partar" vildu stíga á. Ymsu fraktiónirnar høvdu fingið ein felagsnevnara: Vit ungu lurtaðu eftir Vónum. (Niclas Johannsen, Dimmalætting 25.09.03)
Eftir Vónum var Óli Poulsen við í nærum hvørjari einastu føroyskari upptøku – verðsligari sum andaligari. M.a. setti hann sín serliga dám á Frændur II plátuna.
Óli møddist tó við at skifta millum arbeiðí og tónleikin. Í 1987 gjørdi hann av at flyta til Danmarkar og royna seg sum yrkistónleikara og framleiðara.
Tað ber ikki til at liva av tónleiki í Føroyum, og tað ber ikki til at menna seg meira enn eitt vist. Tað hevði nógv at siga, tá eg flutti av landinum. (Óli Poulsen, Sosialurin 13.11.98)
Í Danmark hevur Óli verið ein tann fremsti tónleikaframleiðarin í landinum. Hann hevur greitt tónleik úr hondum fyri fremstu donsku tónleikarnarnar. Hann hevur eisini verið uttan fyri Danmark og arbeitt.
Tey trý árini á loftinum í Ebenezer hava tænt honum væl. Nærlagni og kritiski sansurin var ein stórur partur av arbeiðnum hjá Óla Poulsen, bæði tá og seinni. Hugtakið nógdur finst ikki í hansara verð.
Eg stríðist alla tíðina fyri at koma víðari og at gera tað betur og betur. Tað er mín framdrift. Um eg hevði funnið tað perfekta – hvat skuldi eg so gjørt? (Óli Poulsen, Sosialurin 13.11.98)
New Wave
Síðst í sjeytiárunum og fyrst í áttatiárunum stakk upp eitt nýtt slag av tónleiki – New Wave. Tónleikurin hevði røtur í punktónleiki, men var meiri popputur og stovureinur enn tann als ikki stovureini punkurin. New Wave nýtti eisini tøkniligu menningina innan ljómborð og rýtmuboksir. Í Føroyum var Óli Poulsen fyrstur at taka hesi ljóðføri og New Wave ljóðið til sín. Men aðrir bólkar og einstaklingar komu honum á baki – eitt nú Teinar úr Havn við Kára Jacobsen á odda. Kári Jacobsen var seinni stigtakari til poppgreipuna Nalja saman við Elini Heinesen.
OVAST Á DANSKA ROKKTINDINUM
Til høgt profileraðu útgávuna Les Iles Feroe vóru myndir tiknar av Óla Poulsen og Jákup Marneri Anthoniussen úti við Strond.
Tað er ikki bert Óli Poulsen, sum hevur megnað at sligið ígjøgnum sum tónleikari uttanlands. Í grundini var ein annar heiðamaður (Heiðarnar, gamal felagsnevnari fyri Runavík, Saltangará og Glyvrar) á rokktindi Danmarkar langt áðrenn. Síðst í sjeytiárunum og fyrst í áttatiárunum – og seinni aftur – var Dia Nielsen úr Saltangará partur av kenda danska bólkinum Malurt, sum trein inn á danska rokkpallin sum eitt snarljós.
Ein bólkur við ungum, vøkrum monnum, ið raktu tátíðar popp- og rokkbylgju við tónleiki og framburði sínum. Sangirnir viðgjørdu gerandisviðurskifti hjá meiniga manninum í einum alt meiri torskiltum heimi.
Tónleikurin og boðskapurin nam við donsku fjøldina, kanska serliga kvennkynini, og bólkurin setti seg á ovastu rók á danska tónleikaberginum saman við Kliche og seinni TV 2. Og mitt í rokanum var Dia Nielsen, sum spældi bass í Malurt. Við eitt gjørdist hann størsta føroyska tónleikanavnið úti í heimi.
OVAST Á DANSKA ROKKTINDINUM (framhald)
At bassurin gjørdist hansara ljóðføri var eisini av tilvild. Sum 12 ára gamal byrjaði Dia at spæla á gittara. Drifters var bólkurin á eystara arminum á Skálafirði í sekstiárunum. Í Fuglafirði valdaðu Silly Boys. Í hesum umhvørvi byrjaði Dia at spæla við javnaldrum í ymiskum bólkum.
Dia hevði lært nógvar av teimum at spæla á gittara. Tí bar ikki til at biðja onkran av teimum um at taka bassin í hendi. Hetta atók hann sær og fór at læra seg hetta ljóðførið.
Eg lænti ein óstemmaðan bassgittara fra Ernst Nielsen mammubeiggja, ið spældi bass við Drifters, og byrjaði at læra meg sjálvan at spæla bass. Tað gekk fínt at byrja við, líka til eg fekk ein annan bassgittara í hondina. Hetta var eitt kvøldið síðst í sekstiárunum. Vit skuldu loysa ein bólk av í pausini í Losjuni í Gøtu. Tá fann eg út av, at eg hevði lært meg at spæla einum gittara, sum var stemmaður púra skeivt. Í staðin fyri, at bassstreingirnir sum teir 4 ovastu á gittaranum, hevði eg stemmað mín bassgittara sum teir 4 niðastu. Hetta kvøldið hevði eg úr at gera við at flyta tónarnar. Eg trúgvi aldrin, at nakar legði til merkis, hvat var áfatt. Men eg var útlúgvaður eftir at hava spælt 4 løg! (Dia Nielsen 01.03.07)
Cosmos Factory á palli. Frá vinstru: Dia Nielsen, Anfinn Olsen, Jaspur Rasmussen og Eiler Østerø, sum hómast aftanfyri Jaspur.
Dia byrjaði at spæla alment til dans sum heilt ungur. Einans 14 ára gamal vóru boð eftir honum um at koma at spæla við manning frá tónleikabólkinum Drifters. Hesir vóru Eiler Østerø, Anfinn Olsen og Jaspur Rasmussen. Drifters, ið var nærum fastur dansibólkur í Glyvra Bio, vóru givnir, og hølið vantaði ein dansibólk. Nýggi bólkurin kallaði seg Redrifters. Seinni fekk bólkurin heitið Cosmos Factory.
Teir spældu fyri tað mesta í Glyvra Bio, men vóru eisini á ferð kring alt landið. Bólkurin spældi dansivinarligan tónleik frá fimmti- og sekstiárunum. Creedence Clearwater Revival vóru stavnatekin. Sjálvur hevði Dia betri hug at spæla harðari tónleik, t.d. Deep Purple, Led Zeppelin og Black Sabbath, men teir vóru samdir um, at hesin tónleikur ikki hóskaði til Cosmos Factory.
Í 1974 fór hann niður at lesa HF og síðani at útbúgva seg til arkitekt og býarskipara. Tey fyrstu árini í Danmark gjørdi hann meiri við hondbólt enn tónleik.
Meðan Dia passaði skúla og málið hjá ÍF Føroyum, vóru eisini stundir at dyrka eitt annað ítriv – fotomyndir. Saman við unnustuni, ið var hálvur dani, familju hennara og øðrum vinfólki, stovnaðu tey eitt myndafelag. Ein dagin kom fyrispurningur frá einum í felagnum. Svágur hansara, Michael Falch, sum var forsangari og bassleikari í einum nýstovnaðum bólki, Ravage, skuldi brúka nakrar myndir av bólkinum.
Samstarvið millum myndafelagið og tónleikabólkin gjørdist tætt. Tey valdu í felag at leiga og innrætta hølið til tónleik og fotolist. Tá hølið var klárt at taka í nýtslu, varð skipað fyri veitslu. Ravage spældi. Út á kvøldið, tá Michael Falch hevði akustiskan gittara í hondini, spurdi Dia, um hann kundi lána bassgittaran. Har hekk hann restina av kvøldinum. Ravage gjørdist til Malurt, framvegis við Dia á bassinum. Michael fekk Fender Stratocaster gittaran hjá Dia, og Dia Fender Jazzbass gittaran hjá Michael – tveir gittarar, teir nýttu øll árini við Malurt, og Michael í solokarrieru sínari.
Tey fyrstu árini, Dia spældi saman við Michael Falch og bólki hansara, vóru teir „reindyrkaðir amatørar", sum hann tekur til. Men í 1979 kom royndi ljómborðsleikarin Henrik Littauer við í bólkin. Hann var kendur frá kontry-rokkbólkinum Buffalo. Nakrar mánaðir seinni kom gittarleikarin Peter Viskinde sama veg. Henda blanding riggaði væl. Teir báðir, sum royndir tónleikarar. Hinir, ungir og ágrýtnir. Í mai mánaði 1980 fór bólkurin í Sweet Silence Studio at innspæla plátuna Kold Krig. Longu seks mánaðir seinni kom plátan Vindueskigger. Henda seinna var stóra gjøgnumbrotið hjá bólkinum.
Longu tá Littauer og Viskinde komu við í Malurt, høvdu vit varhugan av, at her var møguleiki til nakað stórt, eftir donskum mátistokki. Teir báðir Littauer og Viskinde vóru tónleikarar burturav og høvdu nakrar heilt aðrar og meira miðvísar ætlanir. Teir vildu liva av tónleki burturav. Vit ungu fylgdu bara við, so gott vit kundu, og tað vísti seg í siðsta enda at eydnast. (Dia Nielsen 01.03.07)
Malurt eftir konsert í 1980. Aftast frá vinstru: Dia Nielsen, Henrik Littauer. Fremst frá vinstru: Peter Mors, Michael Falch og Peter Viskinde.
Dia Nielsen var við eitt kendur í Danmark. Hann tók farloyvi frá skúlanum fyri at liva lívið sum yrkistónleikari og rokkstjørna.
Men hvussu ávirkaði hetta unga mannin innan av Skálafirði? Sjálvur heldur hann ikki, at munurin millum at vera tilbiðin og tilbiðjari er størri, enn ein sjálvur ger tað til. Sum ein konsertbólkur nærum burturav, meinar Dia, at bólkurin fekk líka nógv burtur úr konsertunum sum livandi áhoyrarafjøldin. Men tað at gerast kendur hevur sum alt annað tvær síður.
Munurin á at vera kendur og ókendur sum bólkur sæst mest uttan fyri leikpallin. Tað er lættari at skipa fyri konsertum sum kendur. Tú kanst velja hvar og nær, tú vilt spæla. Tú fært høvi at innspæla plátur og verður bjóðaður til alt møguligt. Vansin er, at fjølmiðlarnir eru eftir tær, og at tú sjáldan fært frið. Mín ambitión var at fáa sum best burturúr og njóta tað, meðan tíð var. Í dag eri eg glaður um, at eg tók kjansin, fekk mær farloyvi frá arkitektaskúlanum og livdi dreymini út sum professionellur tónleikari. (Dia Nielsen 01.03.07)
Malurt hevði eitt gylt tíðarskeið fyrst í áttatiárunum. Men plátur og konsertir slitu upp á bólkin, ið eisini hevði skiftandi manning. Spenningar høvdu verið innanhýsis millum Peter Viskinde og Michael Falch. Spælihýrurin var tískil ikki í hæddini miðskeiðis í áttatiárunum.
Bólkurin avráddi av halda ein stegð – langtíðarparkering, sum teir sjálvir nevndu tað. Dia vildi sleppa at gera útbúgving sína lidna. Michael Falch vildi gjarna sleppa at ferðast í USA og eftir tað royna seg sum solist. Dia gjørdi útbúgving sína lidna og byrjaði at arbeiða sum arkitektur. Bassgittarin varð lagdur undir songina og ikki tikin fram aftur øll tey árini, Malurt hevði steðg.
Sambandið hevur altíð verið støðugt millum limirnar í bólkinum. Í 1990 fekk bólkurin hug at spæla aftur. M.a. var hann aftur at hoyra á Roskilde Festivalinum, sum hevði verið fastur pallur hjá teimum í vælmaktstíðini. Dia valdi at varðveita arbeiðið hjá sær hesaferð. Spælt varð hósdag og vikuskiftisdagar. Hetta tíðarskeiðið vardi 4 ár. So valdi Dia aftur at siga stopp.
Eg vildi ikke siga mítt arkitektaarbeiði frá mær og vildi ikki brúka alla mína frítíð í Malurt. Eg hevði eisini eina familju at taka mær av. (Dia Nielsen 01.03.07)
Bassgittarin fór aftur undir songina at liggja, og her var hann liggjandi í samfull 10 ár. Í 2005 fór Malurt á jubileums-konsertferð. Tá varð gittarin aftur drigin undan songini. Har man hann hava ligið gott, tí hann nærum stemmaði eftir 10 ár í dvala.
Malurt hevur ongantíð vitjað í Føroyum, so løgið tað ljóðar. Sambært Dia bóðu teir bookingfelag sítt um at kanna møguleikarnar fyri at koma til Føroyar at spæla, men hiðani kom ongantíð nakað svar. Hann metir tískil ikki, at áhugin var til staðar at fáa Malurt til Føroyar at spæla.
Sjálvt um Dia hevur verið á hægstu tónleikarók í Danmark, hevði hann ongantíð ætlanir um at gerast yrkistónleikari. Evnini metir hann seg hava havt, men dirvið vantaði.
Eg tordi ongantíð rættiliga at sleppa arbeiðinum. Eg meti, hetta stavar frá uppvøkstri mínum í Føroyum. Tá var tónleikurin ikki virdur sum eitt veruligt yrki, eins og hann er nú. (Dia Nielsen 01.03.07)
Tískil frøir tað føroyingin, ið gjørdi rokkstjørnudreymin til veruleika, at tað nú eru fleiri føroyingar, sum klára seg væl sum tónleikarar uttanlands.
Føroyska samfelagið hevur fostrað nógvar fantastiskar tónleikarar, t.d. Óla Poulsen, Niclas Johannesen og Eivør Pálsdóttir. Tað vantar bara at skapa fleiri fantastiskar tónleikabólkar. Góðir einstaklingar skapa sjáldan ein góðan bólk. Her er tað tann interna kemiin, sum spælir inn. Eitt fyribrigdi, sum ikki kan forklárast. Eitt gott dómi er Rolling Stones og Malurt, sum høvdu nakrar miðal tónleikarar, men sum fungeraðu gott sum bólkur. (Dia Nielsen 01.03.07)
Bruce Springsteen trínur á pallin saman við Malurt í Forum. Kona Dia, Gitte Andersen, tók hesa myndina av framførsluni. Frá vinstru kemur Peter Viskinde undan, siðani Bruce Springsteen, Dia Nielsen, Michael Falch, og aftanfyri klaverið situr Henrik Littauer.
Dia Nielsen á palli við Malurt.
Fáur føroyingur man hava hitt The Boss, Bruce Springsteen. Dia Nielsen hevur. Hetta var á vári 1981, tá Bruce Springsteen var á konsertferð í Danmark.
Malurt spældi til 1. mai-dags konsert í Fælledparken. Bruce Springsteen skuldi spæla í Keypmannahavn dagin eftir, men var longu komin til danska høvuðsstaðin. Michael Falch gjørdi ikki mætari enn at vitja stóru fyrimyndina á hotellinum og bjóða honum á konsert í Fælledparken og í Forum, har teir skuldu spæla seinni um kvøldið.
Bruce Springsteen var til báðar konsertinar hjá Malurt. Tá Malurt á konsertini í Forum skuldi spæla eitt eykalag, trein Stjórin á pallin og saman spældu teir Bruce Springsteen lagið Hungry Heart.
Dagin eftir fóru allir í Malurt á konsert hjá Bruce Springsteen. Eftir konsertina vóru teir backstage og hugnaðu sær saman við Bruce Springsteen og The E-Street Band restina av kvøldinum.
„HÓAST RÁKIÐ ER TIL HØGRU, ERU HJØRTINI TIL VINSTRU ..."
Frændur kemst ikki uttanum. Uttan teir er tann føroyska tónleikasøgan ófullfiggjað. So væl rúgva teir upp í landslagnum (Suni Merkisstein Varðar á leiðini, Kringvarp Føroya 2006)
Eyðun Nolsøe, Steintór Rasmussen og Rani Nolsøe úr Frændum á Summarfestivalinum 2009. © J. Helgi
Frændur. Sig navnið og beinanvegin fúka einir tríggir, fýra, fimm sangir ígjøgnum skallan. Eros, Føroyar, Hundurin Brúni, Lívsmynd ... Frændur eru uttan samanbering eitt heilt serstakt fyribrigdi í føroysku rokksøguni.
Bólkurin hevur gjørt 6 útgávur. Selt á leið 25.000 eintøk av sínum útgávum. Havt nógv flest hitt. Gjørdist beinanvegin fast innihald í hvørjum einasta sanghefti til felagssang. Illa ber til at ímynda sær nýggjari føroyskun tónleik uttan Frændur.
Bólkurin hevur vunnið sær eina serliga tign, ið varð staðfest, tá tónleikur teirra varð útsettur til kór og symfoniorkestur og framførdur saman við bólkinum á stórfingnari konsert í Norðurlandahúsinum í 1999.
Altjóða politiski pallurin var spentur síðst í sjeyti- og fyrst í áttatiárunum. Øgilig vápnadubbing var millum eystur og vestur. Sum andstøða móti hesum sprettist ein friðarrørsla í Europa. Rákið, ið boðaði frið, kærleika, brøðralag og rætttvísi, rakti eisini Føroyar og unga klaksvíkingin Steintór Rasmussen.
Hann var sum heilt ungur byrjaður at gera sangir í realskúlanum. Sum skótaleiðari hevði hann lært seg at spæla gittara og syngja fyri legubál. Í hesum høpi var hann komin í samband við ung havnarfólk, sum vóru aktiv í ungmannafelagnum Skansastovu. Hetta eggjaði ungdómum norðuri í Klaksvík at stovna egið ungmannafelag. Og brátt byrjaðu sangir hjá Steintóri (og øðrum) at hoyrast á tiltøkum hjá hesum felagi og í veitslulagí í Klaksvík sum heild.
Vísusangarin Hanus G. Johansen var ein býarmynd í Klaksvík um hetta mundið. Hóast tíggju ár vóru á muni, funnu Steintór og Hanus útav, at teir høvdu nakað í felag í tónleikinum og byrjaðu at spæla saman – m.a. í Perluni í Havn.
Ein partur av umhvørvinum vóru eisini Nolsøe brøðurnir og Eyðun. Burtur úr felagsskapinum millum Nolsøe brøðurnar og Steintór spratt bólkurin Frændur. Fyrimyndirnar vóru norðurlendskir tónleikabólkar og einstaklingar á vinstraveinginum – Hoola Bandoola Band úr Svøriki, Sebastian úr Danmark, men eisini egni Kári P. Tónleikurin var sokallaður fólkarokkur við samfelagskritiskum innihaldi.
Talan var um eitt ríkt tónleikatíðarskeið í Klaksvík. Bólkar sum Hjarnar og Straight Ahead sótu á føroysku rokktúnuni. Men Frændur vildu nakað annað. Teir spældu ongantíð til dans, bert til einstakar konsertir í byrjanini av áttatiárunum. Hetta var als ikki partur av ætlan teirra. Hon var greið. Teir vildu gera eina plátu við egnum føroyskum tónleiki og Hanus hava ein rødd og karismu, sum kundi røkka longur, enn teir sjálvir.
Komið var tó undir land við upptøkunum á vári 1984, og nú skuldi verið lagamanni at geva band og plátu út. Men gakk, fyrst máttu 1.000 eintøk av plátum vrakast, tí galið var við ljóðinum. Aðru ferð var galið við húsanum og oman á alt kom eldur í norsku framleiðslufyritøkuni. Og sum um tað ikki var nóg mikið. Nú vóru eisini eintøk av upptøkunum byrjað at rekast út um landið – m.a. var eitt farið á umferð á Sandoynni. Bólkurin gjørdist ikki sørt skakkur av hesum, men tað eydnaðist at skava „piratbondini" inn aftur og tippa henda leka.
Tað heila endaði við, at bandið kom út áðrenn plátan. Men tað var langt frá sloppið frá bólkinum. Lagið Baby Reagan, sum var tekstur, Steintór hevði gjørt til kenda lagið The Boxer hjá Paul Simon, fekk plátufelagið hjá kenda amerikumanninum at rykkja brýr. Her verður funnist í politikkinum, ið amerikanski forsetin Ronald Reagan førdi í Miðamerika. Plátufelagið sýtti bólkinum at nýta lagið. Tá plátan loksins skuldi koma á marknaðin, hevði bólkurin broytt melodilinjuna, men felagið mótmælti framvegis. Tískil varð lagið tikið av útgávuni, tá hon fleiri ár seinni var endurútgivin á fløgu. Útvarp Føroya slapp heldur ikki at spæla sangin.
Hóast trupulleikar við framleiðslu og altjóða plátufeløgum, kom bandið Saman við tær á føroyska marknaðin í juli mánaði 1984, beint upp undir ólavsøkuna. Steintór minnist, at tað rann kalt niður eftir bakinum á honum, tá hann kom til Havnar og kundi síggja og hoyra tónleik teirra spældan á nærum hvørjum einasta ghettoblastara, ið ungdómurin hevði við sær í býin.
Frændur høvdu tikið Føroyar á bóli og skuldu koma at gera tað uppaftur meiri tvey ár seinni. Tá fór bólkurin aftur í studio at gera nýggja plátu, ið skuldi gerast varðið teirra. Synergi er lyklaorðið í Frændum – fyrst og fremst millum teir tríggjar føstu limirnar í bólkinum (Steintór, Rana og Eyðun) – men eisini millum bólkin og tónleikarar og framleiðarar. Til seinnu útgávu sína fann Frændur saman við Óla Poulsen, sum álvara var farin at gera um seg sum tónleikaframleiðari. Úrslitið gjørdist Frændur II, sum gjørdist uppaftur betur og móttikin betur enn Saman við tær.
Frændur II er sum nevnt varðin hjá bólkinum. Her finnast evergreens og fólkaogn. Allir áttu teir sangir og løg – í mun til fyrru útgávuna.
Frændur II boðaði eisini frá eini umskapan frá fólkarokki til meiri reindyrkaðan popp og rokk. Hetta varð staðfest so ruddiliga á triðju útgávuni hjá bólkinum, sum stutt og greitt kallast 80'ini. Hesin epistul um tíðarskeiðið, har bólkurin mentist, er nógv meiri popputur enn undanfarnu útgávurnar. Plátan varð upptikin í Danmark. Tøknin varð tikin í nýtslu av álvara. Alt trummuljóð var m.a. teldustýrt. Eyðun Nolsøe átti eisini fleiri sangir á hesi útgávu. Hansara hegni at snikka ein poppsang svitaðist ikki, og á 80'unum vóru nógv hitt, m.a. heitislagið. Aftur vóru Frændur nýskapandi. 80'ini gjørdist fyrsta pláta, sum kom á fløgu.
Í 1992 kom útgávan Mítt land. Hon peikaði kanska meira aftur til fyrru útgávurnar enn 80'ini. Plátan var upptikin í Føroyum. Tónleikarar vóru nakrir av teimum somu sum á Frændum II. Hetta hoyrdist eisini. Men bólkurin megnaði framvegis at gera oyrahangarar, og heitislagið Mítt land gjørdist eitt stórt hitt.
Síðani eru komnar tvær útgávur við Frændum. Uppsamblingin Svart Gull, har nógv løg vórðu spæld inn av nýggjum, samstundis sum trý nýggj løg vóru á. Og síðani kom ein boks við øllum útgávunum hjá Frændum út. Steintór Rasmussen metir leysliga, at bólkurin samanlagt hevur selt eini 25.000 eintøk – uttan samanbering met í Føroyum.
Sjálvt um Frændur man vera ein tann mest homogeni tónleikabólkurin her á landi, so hava spenningar eisini til tíðir merkt bólkin. Styrkin í bólkinum var samvirkanin millum tríggjar ymiskar persónar. Men hetta kundi samstundis vera veikleikin, tí ósemja kundi stinga seg upp um, hvør leið skuldi veljast – bæði innan yrkisleið og um sjálvan tónleikin.
Frændur hava tískil eisini verið merktir av innanhýsis spenningi, sum eitt nú Beatles var út fyri, tá George Harrisson byrjaði at gera løg. Hvørji løg skulu á útgávurnar, hvør smíðar flest løg, o.s.fr. Hetta er eisini beinleiðis orsøk til, at limirnir hava roynt seg sum einstaklingar. Steintór Rasmussen man hava kent seg eitt sindur settan til víks sum tónasmiðá teimum seinnu útgávunum. Úrslitið av hesum vóru verkætlanirnar Millum Frændur. Eyðun Nolsøe hevur eisini roynt seg sum einstaklungur. Men eingin teirra er komin eins langt sum einstaklungur. Men beinleiðis klandur og orrustu hava limirnir ikki hildið millum sín. Sambært Steintóri Rasmussen vóru ósemjur kláraðar umvegis eitt talv!
Eg vil ikki siga, at vit vóru kalkulerandi sum bólkur, sjálvt um vit eru góðir strategar, í og við, at vit allir hava vunnið føroyameistaraheitið í talvi. Hinvegin vil eg siga, at vit hava havt eina góða intuitión og roynt at fingið best burtur úr teimum tøkniligu móguleikunum, vit hava havt, og teimum fólkum, vit hava arbeitt saman við. (Steintór Rasmussen 13.03.2007)
Handilsligt ella andaligt, so var tíðin við Frændum. Sangir teirra raktu tíðarandan. Og boðskapur teirra um frið og órætttvísi stygdi ikki fjøldina burtur. Í so máta vóru teir „stovureinir".
Samstundis sum Frændur vóru eitt slag av seinkaðum ungdómsuppreistri á vinstraveinginum í Føroyum, vóru teir tó ongantíð so mikið vandamiklir, at teir ikki kundu gerast fólkaogn – hóast teir argaðu onkran blaðstjóra við at spæla kassagittara á bryggjuni, tá hendinga NATO skip legði at.
Sæð úr nútíðar sjónarhorni var bólkurin meira at samanbera við tjóðskaparromantisku rørsluna seinast í 19. øld, sum í Føroyum førdi til loysingarrørsluna og økta tjóðskaparkenslu. Úrslitið av hesum ráki vóru m.a. fosturlandssangir, sum gjørdust partar av mentanararvi okkara. Í so máta vóru Frændur at meta sum eitt slag av nútímans Føroya Folks Sangbók, har øll kenna seg aftur og heima. Frændur eru ein savnandi fólkaogn.
ROKKURIN ÚR VØRÐSLUNI OG ÚR FYLGISVEINI
Í 1984 varð almenna føroyska sjónvarpið sett á stovn. Við hesum stovni fekk føroyski tónleikurin enn eitt miðlabein at standa á. Samstundis sum upptøkumøguleikarnir gjørdust tíðarsvarandi við teimum nýggju upptøkuhølunum, bjóðaði sjónvarpið seg fram sum miðlapall fyri tað alsamt vaksandi talið av tónleikaútgávum, sum komu út miðskeiðis í áttatiárunum.
Sjónvarp og rokktónleikurin komu fram um somu tíð miðskeiðis í fimmtiárunum, og tað gjørdist beinanvegin greitt, at henda greipa passaði væl saman. Hinvegin troytti rokktónleikurin væl møguleikan fyri marknaðarføring, sum sjónvarpið gav tónleikinum. Image og framførsla gjørdist eins týðningarmikil og sjálvur tónleikurin. Elvis Presley var í síni tíð eisini skjótur at nýta sjónvarpið við sínum vríggjandi stíli, sum tó eisini gjørdist dekan ov vandamikil fyri amerikanska borgaraskapið. Elvis varð kvettur av um tvoðan í myndini.
Seinni komu veruligar tónleikarasir – tann fremsta MTV – og við teimum ein nýggj miðlagrein, sjónbandaløg. Tískil var tað nærliggjandi, at Sjónvarp Føroya byrjaði at varpa føroyskun tónleik út til tað alsamt vaksandi mongdina av sjónvarpstólum.
Í áttatiárunum gjørdi sjónvarpið heilt nógv burtur úr at senda føroyskun tónleik. Og talan var um eins forkunnugar sendingar sum tær fyrstu tónleikasendingum yvirhøvur í fimmtiárunum.
Vit gjørdu nakað við konsertir og videoløg tey fyrstu árini. Tað var rímiliga lætt tilfar at koma til. Vit vóru illa mannað og arbeiddu mest sum í døgndrift, so lætt atkomuligt tilfar var altíð vælkomið. Eisini vóru fólk so sera glad, jalig og hjálpsom, tá vit komu til okkurt tiltak. (Carsten Arnskov 06.03.09)
Ein onnur sjáldsom tónleikasending í sjónvarpinum var við bólkinum Frændur. Hon varð send á vári 1986 í sambandi við, at Frændur góvu út plátuni Frændur II. Gjørd vóru sjónvarpsløg til nærum hvønn einasta sang á plátuni. Serliga minnilig vóru løgini Á um vit, ið varð upptikið við kirkjubømúrin, og Eros, við einum lætt fríggjandi pari – ikki so lítið djarvt av puritanska, almenna sjónvarpinum.
TÓNLEIKUR ÚR FYLGISVEINI
Í áttatiárunum gjørdi fylgisveinasjónvarp innrás í Føroyum. Í 1989 stovnaði Tórshavnar Býráð Rás Tórshavn. Henda rás varpaði seks fylgisveinarsir út til borgarar í Havn. Endamálið við rásini var at verja býin ímóti, at fylgisveinaantennu stungu seg upp sum hundalond kring allan býin. Rás Tórshavn kravdi bert eina vanliga sjónvarpsantennu til tess at síggja hana.
Ein av rásunum var MTV, ið sendi tónleik alt døgnið. Tann allarnýggjasti og hottasti tónleikurin kom nú inn í stovurnar í høvuðsstaðarøkinum og gav spírandi, ungum tónleikarum íblástur beinleiðis av fylgisveini. Føroyar vóru ikki longur eftir bátur, sum mátti bíða eftir, at nýggjasti tónleikurin rakti klettarnar.
Ung fólk mótmæla uttan fyri býráðshúsini í Havn november 1995. Stríðið snúðist seg um at fáa Rás Tórshavn at senda tónleikarasina MTV aftur. Hon hevði um hetta mundið verið sløkt í tvey ár. © Kalmar Lindenskov
Í 1993 gjørdi Tórshavnar Býráð av at skifta MTV út við bretsku tíðindarásina BBC. Hetta skapti mikla ønógd millum tey ungu. 30. november 1995 var stór mótmælisgonga uttan fyri býráðið í Havn, har ung kravdu at fáa MTV aftur á skíggjan. Hetta varð tó av ongum.
Men longu tá høvdu flestu húsahald ognað sær parabolútgerð. Tørvurin á einum kommunalum tilboði var ikki eins stórur. Rás Tórshavn gavst at senda í 2002. Árið eftir varð útgerðin seld Televarpinum hjá Føroya Tele.
TÓRSHAVNAR JAZZ FÓLKA OG BLUES FESTIVAL
Búmerkið hjá Tórshavnar Jazz Fólka og Blues Festival.
Í áttatiárunum vóru Føroyar fyri miklum ágangi frá djóraverndarfelagsskapum, ið vildu hava føroyingar at gevast at drepa grind. Tískil kann tað kennast eitt sindur speisamt, at búmerkið fyri Tórshavnar Jazz Fólka og Blues Festival var ein grindhvalur, ið blæsir í saksofon, ílatin føroyska húgvu.
Eins og tað kravdi áræði og dirvi at verja rættin at drepa grind, kravdi tað ikki minni at fyriskipa ein altjóða tónleikafestival mitt í Atlantshavi. Jazzfestivalurin varð hildin á fyrsta sinni á sumri 1984. Stigtakari var Brandur Øssursson, táverandi formaður í Føroya Jazztónleikarafelag, saman við dananum Poul Jørgensen, næstformanni í Den Danske Jazzkreds.
Jazzfestivalurin setti sín serliga dám á havnarbý, serliga tey fyrstu árini. Her er skrúðgonga á gongugøtuni í 1987.
Brandur Øssursson og Poul Jørgensen vóru báðir limir í Nordjazz og høvdu javnan verið á jazzfestivalum saman ymsastaðni í Norðurlondum. Serliga væl dámdi Brandur Øssurssoni festivalin í norska býnum Molde, ið var á stødd við Tórshavn.
Við Norðurlandahúsinum og útvarpshøllini beint við síðuna av vóru karmarnir at skipa fyri einum slíkum festivali sera góðir – samanborið við líknandi festivalar í grannalondum, ið vóru hildnar í fimleikarhøllum og bygdarhúsum.
70 tónleikarar luttóku á fyrsta festivalinum, ið varð hildin í døgunum 13.-16. august 1984. Høvuðsnøvnini vóru danski fiólleikarinn Svend Asmussen, danski bólkurin Blast, og svenski trubadururin Cornelis Wreeswijk. Festivalurin fekk fíggjarligan styrk frá Dansk-Færøsk Kulturfond, Nordisk Kulturfond og Norðurlandahúsinum.
Heilt fram til fyrst í hesi øldini var jazzfestivalurin karmur um størsta afturvendandi tónleikatiltak á Føroya landi. Samansetingin av tónleiki og talið av tónleikarum og bólkum setti teir dagarnar, festivalurn vardi, ein serligan tónleikadám á høvuðsstaðin. Við uttandura festivalum sum G! og Summarfestivalinum minknaði áhugin fyri jazzfestivalinum, sum í 2004 varð lagdur saman við tiltakinum Summartónum.
Fleiri kend nøvn vitjaðu festivalin, m.a. Hanne Boel, Björn Afzelius, Kim Larsen o.fl. Tórshavnar Jazz Fólka og Blues Festivalur prógvaði, at tað bar til at skipa fyri fjølbroyttum tónleikafestivali í Føroyum. Eftir aldarskiftið kom rættilig ferð á at skipa fyri uttandura rokkfestivalum í Føroyum.
SANGLEIKUR Á LANDKORTIÐ
Norðurlandahúsið var í mong ár karmur um Tórshavnar Jazz Fólka og Blues Festival.
Við Norðurlandahúsinum komu møguleikar eisini at troyta nýggjar tónleikaleiðir. Ein teirra var rokksangleikur, musical. Hetta hevur ongantíð verið gerandiskostur í Føroyum, tó so, at sangleikir hava verið gjørdir og framførdir eitt nú í Sjónleikarhúsinum. Men ein stór uppseting af einum rokksangleiki kom ikki fyrr enn við Norðurlandahúsinum.
Í 1984 gjørdist Tórshavnar Kommuna 75 ár. Hátíðarhaldið hevði verið mest merkt av ítróttartiltøkum. Býráðið heitti tí á tónasmiðin Paula í Sandagerði um at gera ein sangleik, ið skuldi framførast í Norðurlandahúsinum árið eftir hátíðarhaldið. Teksthøvundur til verkið var Sigmund Poulsen.
Søgan til sangleikin var tikin úr Bíbliuni og snúði seg um partar av Jesu lívi – serliga líðing hansara – og fekk heitið Jesus og Makedonarin. Sjálvt um skøldini ikki vildu tað, so høvdu flest fólk torført við at lata vera at samanbera føroyska leikin við ein tann kendasta sangleikin yvirhøvur – nevnliga verkið Jesus Christ Superstar eftir bretska tónaskaldið Andrew Lloyd Webber. Søgugongdin minti um henda leikin og slagið av tónleiki eisini.
Jens Christian Skaalum hevði leiklutin sum Jesus í sangleikinum Jesus og Makedonarin.
Jesus og Makedonarin varð framførdur á Norðurlandahúsinum í 1984 og 1985. Verkið varð seinni broytt, umsett til danskt og framført í Danmark.
Til frumframførsluna á vári 1984 var mikil spenningur um, hvussu leikur fór fram. Dimmalætting hevði ein ummælara á einari av fyrstu framførslunum, og hann var í høvuðsheitum bergtikin av leikinum.
Undir yvirskriftini „Gott føroyskt stórverk" skrivar hann m.a. í blaðnum 31. mai 1984:
Sjálv samansetingin av tónleikinum er ein tann mest spennandi, sum upp er sett í Føroyum. Ein dupult sekstett, eitt kór, strúkarar og rockorkestar. Og ikki kann annað sigast, enn at henda samansetingin var sera væl egnað. Samanspælið millum sangarar, strúkarar og rock-orkestrið var einastandandi og hepnaðist væl í teimum góðu ljóðumstoðunum í Norðurlandahúsinum.
Tónleikurin fekk eisini rósandi orð á vegnum:
...tað hevur eydnast Paula í Sandagerði einastandandi væl at samanseta tey ymisku tónleikasløgini. Yvirgangirnir frá strúkarunum yvir til rocktónleikin, yvir til kórsangin og einkultsangin vóru stak góðir.
Men ummælarin fýlist tó á vantandi fjølbroytni í tónleikapørtunum. Um hetta skrivar ummælarain:
Men ein kann fýlast á, at eftir at ein hevði hoyrt verkið meira enn ta einu ferðina kundu tema'ini virka í so einstáttað. Tað var líkasum, at tað manglaðu nakrar variatiónir av tónleikinum.
Ummælarin kemur tó til ta niðurstøðu, at sangleikurin er „tað besta føroyska framleidda verkið, sum hevur sæð dagsins ljós í Føroyum."
Í 1986 var sangleikurin givin út á plátu, og í tíðarritinum Brá nr. 9 1986 ummælir Erhard Jacobsen plátuútgávuna. Hann staðfestir, at talan er um eina rokk-musical, sum í søgugongd síni ikki er heilt ólík heimskenda sangleikinum hjá Andrew Lloyd Webber Jesus Christ Superstar. Báðir lýsa teir Jesu pínslu og deyða.
Fyrsta roynd føroyinga at gera ein rokk-musical fær sum heild góð skotsmál av ummælaranum í Brá. Hann metir serliga kórsangin vera spennandi. Kanska ikki so løgið, tá Pauli í Sandagerði serliga hevur fingist við kórsang. Tónleikurin verður eisini róstur. Løgini fella lætt í oyrað, men sum leikur fer fram, tykist tónasmiðurin sambært ummælaranum at vera í uppisetri av løgum og trívur í endurnýtslu. Tó heldur ummælarin seg hoyra, at flest øll luttakandi eru amatørar, ið ikki tola altjóða samanbering, men leggur afturat, at hetta í føroyskum høpi als ikki er nøkur skomm. Harafturat heldur ummælarin, at rokkbólkurin í verkinum átti at fingið leysari teymar.
Jesus og Makedonarin var slóðbrótandi innan føroyskun tónleik. Hetta var fyrsti veruligi føroyski rokk-sangleikurin, ið var framførdur her á landi, og lunnar vóru lagdir undir eina nýggja tónleikagrein í Føroyum.
Fyrst í nítiárunum gjørdi Martin Joensen sangleikin Skuggagestir. Hesin snúðist seg um samtíðar viðurskifti og rúsdrekkatrupulleikar – nakað ið Martin Joensen sjálvur kendi til. Í 1997 gjørdu Niclas Johannesen og Gunnar Hoydal í felag sangleikin Skeyk, ið var eitt nýbrot innan sangleik í Føroyum. Hetta markaði samstundis eina tíð, har miðnámsskúlarnir í Havn og Rútmiska Kórið í Hoydølum við jøvnum mellumbilum settu sangleikir upp. Godspell í 2002, Jósef í 2004, Fame í 2006, Hair í 2008, Jesus Christ Superstar í 2010, Auditión í 2012 við tónleiki eftir Tróndi Bogasoni og orð eftir Dániali Hoydal og Grease í 2014.
Í 2015 var dramakonsertin Rósa Maria, ið bygdi á stuttsøgu hjá Jens Paula Heinesen, framførd. Bergur Rasmussen skrivaði tekstirnar, og Jónleif Jensen gjørdi tónleikin.
HVØR HANUS OG JANUS
Eitt serfyribrigdi í føroyskum tónleiki í áttatiárunum var Hanus G. Johansen og serliga løg hansara til yrkingar eftir skaldið Pól F. Sjangran var meiri vísu- enn rokktónleikur. Sjálvur sigur Hanus, at tónleikur hansara hevur røtur í rokki, men av tí, at hann ofta framførir einsamallur, verður tónleikurin meiri settur í samband við vísu enn rokk.
Byrjanin til tónleikaleið Hanusar var sum hjá so nógvum øðrum The Beatles. Hanus minnist, at hann og eldri systirin sótu norðuri í Klaksvík sunnudagar og lurtaðu eftir Top 20 á Radio Luxembourg í byrjanini av sekstiárunum. Her hoyrdi hann fyrstu ferð The Beatles, langt áðrenn teir vóru at hoyra í Útvarpi Føroya. Stutt eftir hetta byrjaði Hanus at spæla gittara og fór at syngja sangir og løg eftir Bob Dylan og Leonard Cohen.
Við hesum tónleikaviðføri byrjaði Hanus at siggjast í býarmyndini í Klaksvík. Her reikaði hann runt og spældi á gittara og sang. Ikki minst var posthústrappan í Klaksvík ein nógv brúktur pallur hjá Hanusi.
Hanus G. Johansen.
Í 1971 skuldi Hanus niður til Danmarkar í sjúkraørindum. Í Keypmannahavn hitti hann eina gentu úr Mikladali, sum vísti honum á sangin Tú dregur meg sum ein magnetur eftir Poul F. Hetta var fyrstu ferð, at Hanus hoyrdi um Poul F. Á vári 1972 fóru tey bæði á tónleikahaskúla, og her spældi Hanus fyrstu ferð live einsamallur, m.a. sangin hjá Poul F.
Heimafturkomin keypti Hanus sum eitt tað fyrsta yrkingasavnið hjá Poul F. Eftir hetta var hann seldur. Í Poul F. fann Hanus ein sálarfelaga:
Eg havi ongantíð yrkt – havi als ikki roynt tað, meti meg ikki hava tann rætta málburð. Men um so var, hevði eg uttan iva skrivað eins og Poul F. Vit eru av somu áskoðan – m.a. til predikantar og tað harkalíðið, ið heldur seg hava einkarrætt til himmiríkið. (Hanus G. Johansen 11.02.07)
Fyrstu ferð, Hanus spældi til konsert í Føroyum, var á heysti 1972, tá skipað varð fyri konsert í Klaksvík. Hanus framførdi einsamallur tveir sangir – Tú dregur meg sum ein magnetur og Far lítli útum eina løtu og spæl. Hetta vóru einastu føroysku sangirnir á konsertini. Restin var á enskum.
Til somu konsert heittu fyrireikarnarnir á Hanus og aðrar um at gera ein stuttleikabólk, sum kundi vera eitt slag av „pausuklovni" og framføra okkurt øðrvísi á konsertini. Bólkurin gjørdist Dirty Rag Rags við Ólavi Presley á odda. Teir vandu bert tvey løg til hesa konsertina. Konsertin fór víðari til Runavíkar og Havnar og Ólavur Presley and His Dirty Rag Rags gjørdust „heimskendir" í Føroyum, ikki minst fyri pallframførslu teirra. Hatta við ikki at venja, minnist Hanus væl.
Vit spældu ofta í steðginum til dans, men vandu ongantíð. Komnir á pallin avráddu vit, hvat spælast kundi, og um vit ikki kundu finna útav hesum ella hasum sanginum. (Hanus G. Johansen 11.02.07)
Hanus G. Johansen byrjaði ikki av álvara at skriva løg til Poul F. yrkingar fyrr enn síðst í sjeytiárunum. Ein vitjan av Ívari Bærentsen fekk stóra ávirkan á Hanus. Ívar er kendur frá spælimonnum í Hoydølum. Hann hevði gjørt nógv við at seta løg til yrkingar – m.a. hjá Karl Jóhan Jensen – og hetta gav Hanusi íblástur. Hann byrjaði av álvara at keypa yrkingasøvn og setti løg til hópin av teimum. Sera nógv løg vóru gjørd í tíðarskeiðnum 1978-1981. Um hetta mundið byrjaði Hanus eisini at spæla nógv í Jazzfelagnum í Havn.
Um somu tíð hitti Hanus eisini ein ungan klaksvíking við sama áhuga fyri gittarspæli og sangi og – skuldi tað vísa seg – evnum at smíða góðar og varandi sangir. Ungi klaksvíkingurin var Steintór Rasmussen, og saman byrjaðu teir at spæla í Jazzfelagnum. Steintór hevði eisini júst stovnað ein tónleikabólk – Frændur.
Í 1981 flutti Hanus aftur til Danmarkar og búleikaðist eitt skifti í Struer, har hann m.a. fekst við at selja fisk. Men longu árið eftir vóru boð eftir honum. Frændur vildu sleppa í studio og innspæla eina plátu, og teimum tørvaðu ein royndan mann afturat sær. Hanus setti kós móti Føroya landi um jóltíðir 1982 fyri at spæla inn saman við Frændum. Men ætlanin dró út, og Hanus fór ongantíð av landinum aftur – bert eitt stutt bil nakað seinni at pakka tingini hjá sær niður og flyta aftur til Føroyar með alla.
Upptøkurnar til Frændur plátuna vórðu ikki gjørdar fyrr enn 1984, tá bólkurin gav út bandið Frændur og Hanus G. Johansen saman við bólkinum gjørdist fólkaogn – ikki minst við lagnum Hundurin Brúni. Hanus var við í bólkinum Frændum fram til 1986.
Hanus G. Johansen spælir á Summarfestivalinum 2010. © J. Helgi
Í 88/1987 gekk Hanus á nýstovnaðu vísulinjuni á Norðurlendska Fólkahaskúlanum í Kungälv í Svøríki. Her gjørdist hann skjótt ein høgt mettur og miðsavnandi persónur. Heimkomin fór hann í holt við at leggja til ræettis plátuna við løgum, sum hann hevði smíðað til yrkingar hjá Poul F. Plátan Gaman og álvara við undirheitinum Hanus syngur Poul F kom út í 1988 og gjørdist fólkaogn.
Hanus G. Johansen er so líðandi vorðin høgt í metum sum tónleikari og sangari seinnu árini, bæði sum solistur og sum limur í bólkinum Aldubáran.
FUT TEKUR UM ENDAN
Føroyski rokktónleikurin var fyri miklum bakkasti í áttatiárunum. Í 1984 broyttist skattaskipanin í Føroyum. Ein avleiðing var, at tónleikarar nú skulu gjalda A-skatt fyri hýru sína. Áður hevði fyriskiparin av dansi, konsert og øðrum goldið stuttleikaskatt fyri samlaðu inntøkuna av tiltakinum. Men nú skuldu allar inntøkur gerast upp í skatti.
Tað at spæla til dans gjørdist eitt arbeiði – ikki bert eitt ítriv. Bólkar vóru at kalla feløg, sum skuldu halda skil á inntøkum og útreið̀slum. Føroysku áhugatónleikararnir mistu mótið av hesum. Sambært danska tíðarritinum Modspil, ið gjørdi eina greinarøð úr Føroyum í 1988, fall talið av bólkum úr 50 niður á átta bólkar orsakað av nevndu skattabroytingunum.
Árið eftir í 1985 kom havnarmaðurin Petur Mohr Reinert aftur til Føroyar frá lestrarørindum uttanlands. Standurin innan føroyska livandi tónleikin skelkaði hann. Sjálvur hevði hann verið fastur partur av tónleikapallinum í Havn. Nú harmaði tað hann at siggja føroyska tónleikin hokna undir fíggjarlígum byrðum.
Saman við øðrum tónleikarum tók Petur Mohr Reinert í september mánaði 1985 stig til at stovna felagið FUT – Føroya Undirhalds og Tónleikarafelag. Felagið hevði fleiri endamál – fyrst og fremst at arbeiða fyri lívikorum hjá tónleikarum, fáa tollin á ljóðføri niður, gerast eitt slag av arbeiðarafelag fyri føroyskur tónleikarar og hjálpa teimum við nýggju skattalóggávuni, ið hótti at køva øllum.
Tað eydnaðist ikki FUT at fremja allar av endamálsgreinum sínum í verki. Málið um toll á ljóðføri varð tó loyst. Felagið fekk eisini stóran týðning fyri samleikan hjá føroyskum rokktónleikarum, sum fingu ein felagsskap at ganga saman í. FUT var sera virkið fyrstu árini. Felagið fór at skipa fyri árligari ólavsøkukonsert. Eitt skifti skipaði felagið eisini fyri nýggjárskonsertum. FUT hevur eisini skipað fyri konsertum við útlendskum bólkum. Í dag er FUT partur av Føroya Tónleikarafelag, sum eisini hýsir klassiskum, jazz- og fólkatónleikarum.
ÁRSINS ÁRSINS
Í áttatiárunum kom verulig gongd á útlendsku tónleikavitjanirnar í Føroyum. Fleiri hallir komu runt um í landinum hesi árini, og økti hetta um møguleikarnar at røkka eini størri áhoyrarafjøld. Tað eru eisini hesi árini, at tær mongu „Ársins" kappingarnar blíva partar av tónleika- og undirhaldsmentanini.
Tann fyrsta av hesum „Ársins" kappingum fór tó fram á heysti í 1979. Dagblaðið hevði fleiri greinar um hesa ársins discjockey kapping í Føroyum, har besti plátuvendarin skuldi finnast. Undankappingarnar fóru fram runt um í landinum, í Vestmanna, Havn, Klaksvík, Fuglafirði, Sørvági og á Tvøroyri. Føroyski vinnarin slapp at luttaka í donsku semifinaluni og hevði sostatt møguleika at náa ríkisfinaluna.
Umframt mongu útlendsku tónleikanøvnini, ið vitjaðu í Føroyum, vóru norðurlendskir bólkar væl umboðaðir, nevnast kunnu nøvn sum Bifrost, Kim Larsen, Tøsedrengene og Laban. Melodi Grand Prix tónleikabólkar sum Kirsten & Søren og Herreys vitjaðu Føroyar somuleiðis oyggjarnar, og kann hetta hava givið føroyskum fyriskiparum íblástur til at royna nakað tað sama í Føroyum.
Í 1984 tók felagið Presto Booking stig til fyrstu Ársins Songlerkur kapping, har ein og hvør, ið hevði dirvi og áræði, kundu traðka fram í almenna rúmið við síni rødd. Fyrsti vinnarin var 18 ára gamla Jórun Rasmussen av Tvøroyari.
Science Fiction úr Klaksvík gjørdist í 1985 ársins livebólkur.
Í 1985 kom enn ein Ársins kapping í ljósmála, hesa ferð Ársins Live bólkur. Felags fyri hesar kappingar var, at fyrst vóru undankappingar fyriskipaðar runt um í landinum, har so vinnarin bleiv kosin til eitt størri tiltak finaladagin, ið mangan var fyriskipað í einari av hallunum í Føroyum. Vinnari av hesi kappingini gjørdist Science Fiction úr Klaksvík. Vinningurin var at sleppa at gera eina útgávu. Bólkurin gav eisini eitt band út har m.a. sangurin um húkin Í skúri gjørdist ein landaplága.
Hesar kappingar, ársins discjockey, ársins songlerkur og ársins livebólkur vóru í nøkur ár afturvendandi, men fánaðu so við og við burtur, tó at onkur roynd hevur verið gjørd at birta nýtt lív í hesar kappingar.
Miðskeiðis í nítiárunum fingu vit eina tónleikakapping, hesa ferð Prix Føroyar. Eitt afturvendandi tiltak í nøkur ár.
Seinnu árini hava ymiskir miðlar og fyritøkur gjørt átøk at fáa ymiskleikan í føroysku tónleikavinnuni fram, eitt nú ársins lag, ársins gittarleikari, ársins fløga o.s.fr.
Hvørki ársins ella prix kappingarnar eru tær fyrstu kappingarnar í Føroyum. M.a. var páskakonsertin í 1967 eisini eitt slag av føroyameistaraheiti í popptónleiki. Í blaðunum eftir konsertina er lesarabræv at síggja, har spurnartekin verður sett við, um The Islanders var rætti vinnarin. Í 1969 varð bólkurin Jacta Est Alia kosin besti tónleikabólkur til eina konsert í Klaksvík og fekk steyp til ognar. Tað sama gjørdi bólkurin Cold Turkey í 1972, somuleiðis eftir at hava spælt til eina konsert í Klaksvík. Sosialurin skrivar í januar 1970, at Silly Boys er kosið sum besta popporkestur í Føroyum. Hetta var eftir, at fleiri bólkar runt um úr landinum høvdu luttikið til eina konsert í klubbanum í Havn.
FRÁ FIASKO TIL ALDARINNAR ÚTGÁVU
Menningin innan føroyskun rokktónleik var støðug upp gjøgnum áttatiárini. Tónleikarar og bólkar gjørdust alt meiri heimavandir í upptøkuhølunum og framleiddu tónleik við alsamt vaksandi dygd. Eitt tað størsta avrikið innan studioarbeiðið hendi síðst í hesum tíðarskeiðnum, tá bólkurin Terji og Førstufressar fóru í studio og gjørdu eina plátu, sum um aldarskiftið varð vald til aldarinnar útgávu innan føroyskun rokktónleik.
Terji Rasmussen var longu eitt kent andlit innan føroyska rokktónleikin. Longu sum fjúrtan ára gamal var hann við í poppbólkinum Funkies, sum fyrst í áttatiárunum gav tvær stakplátur út. Seinni gjørdist hann forsangari í havnarbólkinum Hamrar, sum var ein dugnaligu dansibólkur um hetta mundið.
17 ára gamal fór hann til Danmarkar á eftirskúla. Har hevði hann tónleik sum sergrein. Tíðin í Danmark hevði stóran týðning fyri tónleikaleiðs hansara.
Eg sat í studionum á skúlanum alla, alla tíðina og gjørdi eina rúgvu av upptøkunum. Teir flestu sangirnir, sum komu við á plátuna hjá Føstufressum í 1990, vóru í roynd og veru gjørdir har á skúlanum í '83 og '84. (Terji Rasmussen, Sosialurin 17.07.98)
Terji Rasmussen
Sjálvt um Terji var við á Frændum 2 og 80'unum, so var leikluturin í bólkinum ikki honum til vildar. Hann slapp ikki framat í tann mun, hann gjarna vildi.
Í Frændum slapp eg ikki at brúka løgini hjá mær, tí teir tríggir í Frændum gjørdu sjálvir allar sangirnar. Og eg hevði eina rúgvu av sangum, sum eg vildi út við. (Terji Rasmussen, Sosialurin 17.07.98)
Terji byrjaði tískil í størri mun at spæla saman við tónleikarunum í bólkinum Plúmm. Fleiri av teimum kendi hann frá Funkies tíðini. Í 1989 var hann vorðin so mikið kveiktur, at nú skuldi mikla ætlan hansara gerast veruleiki.
Eg segði við teir: Nú skal tað for tramin verða. Vit gera eina plátu. (Terji Rasmussen, Sosialurin 17.07.98)
Terji og Føstufressar plátuhúsið.
Tvær vikur av summarinum vórðu brúktar til miðvísar venjingar. Familjan var flutt úr húsinum, og stovan gjørd um til venjingarlegu. Í september mánaði var klárt at fara undir upptøkurnar, og plátan kom út á marknaðin í febrúar mánaði 1990.
Hevði Terji Rasmussen roknað við, at hann nú skuldi gera ein stórseljara, eins og hann hevði gjørt, tá hann var partur av Frændum, so fór hann skeivur.
Innihaldíð á plátuni vóru melodiøsir poppsangir klæddir í jazzutan ham. Og hetta var nakað, fólk eyðsæð skuldu venja seg við. Sølan av plátuni var einki at reypa av. 600 eintøk vórðu seld beinanvegin, men so kom stígur í. Meira enn eitt ár gekk, áðrenn 1000 eintøk vóru farin um diskin.
Einki beinleiðis hitt var á plátuni. Hon var ein heild, ein eind, ið var torfør at skilja sundur. Men júst eindin gjørdi, at plátan ikki dvaldi í einum tíðarlumma, men tyktist vaksa sum fráleið. Eftir drúgvari tíð kom sølan oman fyri tey 4000 eintøkini. Og um aldarmótið skýrdi Sosialurin í eini atkvøðugreiðslu plátuna at vera aldarinnar útgávu.
Men áðrenn tað kom so vítt, so sat Terji Rasmussen eftir við einum fíggjarlígum smeiti. Til tess at rinda fyri útgávuna, hevði hann tikið eitt lán uppá 250.000 kr. Hetta var fyri studio, men eisini at gjalda tónleikarunum løn – nakað, ið var óhoyrt áður. Sølan kundi als ikki figgja afturgjaldingina av láninum, og tískil mátti Terji Rasmussen svíða fyri meistaraverk sítt við at gjalda rentur og avdráttir í samfull trettan ár.
Vikuna eftir at plátan kom á marknaðin, høvdu Terji og Føstufressar tvær fullkomuliga útseldar konsertir í Norðurlandahúsinum. Nógv varð gjørt burtur úr pallmyndini, og fólk vóru bergtikin.
Fólk komu til konsertina uttan at kenna tónleikin, og tað upplivilsið var ivaleyst so stórt, at tónleikurin á sjálvari fløguni ikki stóð mát. Nógv søgdu í hvussu er, at konsertirnar vóru framúr góðar, men at fløgan nyttaði einki. (Terji Rasmussen, Sosialurin 17.07.98)
Men sjálvt um fjøldin var ivasom, vóru ummælarar bergtiknir. Niclas Johannesen metir í ummæli í Dagblaðnum, at plátan er ein varði fyri 90'ini. Bæði sangur og tónleikur fáa góð skotsmál á vegnum, hóast Niclas Johannesen ikki skilir, at so nógv óljóð og suð finnast á eini so dýrari útgávu. Hann endar ummælið við at skriva:
...onki er at ivast í, at henda útgávan kemur at standa sum ein positivur varði, nú 90'ini eru byrjaði. (Dagblaðið 09.03.90)
Afturkomin til Føroya vantaði honum eitt stað at búgva. Lagnan vildi, at bústaðartruplleikarnir hjá Terja skuldi føra hann beinleiðis í føvningin á Eyðuni Nolsøe.
Eg møtti Eyðun Nolsøe inni á Konditarínum. Eg kendi hann slettis ikki tá, men fór yvir til hann og segði við hann: Ja, tú eg havi hoyrt tú býrt í einum heilum húsum í Dr. Jacobsensgøtu, kann eg ikki leiga mær eitt kamar frá tær. Hann spurdi meg um eg dugdi at telva, og eg segði, at eg dugdi mannagongdina. Dugir tú at spæla gittar, spurdi hann so, og eg segði ja, eitt sindur. Ná, men so var í lagi, eg kundi fáa eitt kamar. (Terji Rasmussen, Sosialurin 17.07.98)
Tveir sera evnaríkir tónasmiðir komu á henda hátt at búgva undir somu lon í Dr. Jacobsens gøtu. Fleiri løg eru gjørd í hesi íbúð. M.a. sangurin Eros. Tað var eitt fríggjakvøld í 1985. Terji sat og klimpraði á gittaran, og úr hesum klimpri kom beinagrindin til stóra hittið í iva. Eyðun Nolsøe var heldur ikki í iva. Hatta var tað! Seinni um kvøldið varð sangurin sungin á tamb í ballinum. Eyðun og Terji vóru tískil ikki í iva um, at her var ein serligur sangur. Steintór Rasmussen gjørdi endaliga tekstin til sangin.
Í 1986 fór Eyðun Nolsøe undir at gera Frændur 2, og Terji fylgdi við. Tá upptøkurnar vóru at vera lidnar, vildi Frændur gjarna hava sangin Eros við á plátuna. Terji setti sum treyt, at hann skuldi syngja lagið.
Eg var sannførdur um, at sangurin fór at blíva eitt hitt, og at hann fór at vara. Og eg slapp at syngja, og tað eri eg glaður fyri, tí tað er kanska besti sangurin, eg havi gjørt, sjálvt um hann er einfaldur og banalur, (Terji Rasmussen, Sosialurin 17.07.98)