1970ini

Komið øll við

Everyone Join In

Síður 134–195 · Høvundar: Hans Egholm, Kartin L. Hansen

Høvundar: Kartin L. Hansen, Hans Egholm

Í seinnu helvt av sekstiárunum vóru miklar rembingar úti í heimi. Flower Power tíðin og ungdómsuppreisturin sendu ristingar gjøgnum tað etableraða samfelagið, og eldra ættarliðið øtaðist enn eina ferð. Hárið gjørdist síðari, buksubrøkurnar longri og tónleikurin harðari.

Í sjeytiárunum fór rokkurin í nógvar ættir. Í Amerika rann saman ímillum fólktatónleik og rokk, og úr hesum birtist kontryrokkur og seinni suðurstatsrokkur við Creedence Clearwater Revival á odda. Í Bretlandi breyt brimið harðari. Beatles vóru givnir at spæla, men progressivir bólkar sum t.d. Pink Floyd fylgdu í teirra kjalarvørri.

Eitt enn tyngri ljóð byrjaði eisini at hoyrast. Led Zeppelin, Deep Purple, Black Sabbath og Uriah Heep løgdu lunnar undir heavyrokkin, sum fekk fastatøkur í Føroyum seinna helming av sjeytiárunum og langt upp í áttatiárini. Seinni kom punkurin, sum tó ikki festi røtur í Føroyum fyrr enn í øldini eftir við bólkinum 200.

Føroyski rokktónleikurin lá tó at kalla í einum aldudali, tá farið varð inn í sjeytiárini. Nýggja fyribrigðið, diskotekið, gjørdist ein dilla, serliga í Havn, og legði hald á tey alsamt færri dansistøðini í høvuðsstaðnum. Livetónleikurin varð at kalla kroystur av pallinum.

Ein onnur kanska meiri týðandi orsøk til henda aldudal var, at nógvir av fremstu tónleikarunum frá sekstiárunum leitaðu sær uttanlands – til Danmarkar – at nema sær útbúgving. Studentaskúlin í Hoydølum var av álvara farin undir at útbúgva ungdómin, sum vildi lesa víðari.

Livandi tónleikurin hevði ikki góðar dagar. Bjargingin kom úr Danmark. Ein ungur studentaskúlalærari trein á klettarnar. Hann var íðin og ríkur í hugskotum. Tvinni vóru áhugamál hansara. Frælsur ítróttur og tónleikur. Tað var tað seinna, hann fór í holt við í Føroyum. Navnið var Kristian Blak. Saman við øðrum fólki úr studentaskúla-umhvørvinum stovnaði hann eitt tónleikaumhvørvi, sum seinni gjørdist til jazzfelagið. Felagið bjargaði so at siga livandi tónleikinum í Havn.

Ungmannafelagið Skansastova varð eisini ein týðandi karmur um livetónleikin í Havn. Felagið skipaði fyri fleiri konsertum í sjeytiárunum og var við til at skapa ein størri konsertpall fyri føroyska rokktónleikin, sum tyktist hóttur í dansistovuni.

Tann progressivi tónleikurin, sum nógvir bólkar gjarna vildu spæla, var ikki so væl dámdur millum dansifólkið eins og tann gamli rokktónleikurin. Hetta hevði við sær, at karmarnir fyri livetónleik í miðstaðarøkinum broyttust. Tónleikurin varð í størri mun spældur á konsertum og gjørdist meiri eliterur. Nú skuldi lurtast og metast, ikki bert ballast og dansast. Ein lurtimentan sá dagsins ljós – nakað, ið ikki hevði verið vanligt fyri føroyskan instrumentaltónleik, sum søguliga var óloysiliga knýttur at dansi.

Á bygd tyktust sterku vinnulívsbygdirnar – serliga Klaksvík, men eisini Vestmanna og Fuglafjørður – tó at rokka víðari fyri fullsettum húsum í dansistovuni.

HAVNIN KØVD

Ovurhonds stóri poppáhugin í sekstiárunum við einum ótali av tónleikabólkum runt um í landinum var fyri stórari broyting í sjeytiárunum. Fyri livandi tónleikin í Havnini varð broytingin serliga stór, og seinni kendist hendan broyting eisini uttanfyri Havnina.

Havnar Klubbi, ið hevði hýst dansinum, varð nú nevndur Diskotek Klubbin. „Discjockeys" blivu nú nýggju stjørnurnar. Plátuvendarar avloystu tónleikabólkarnar í alt størri mun. Hjá fyrireikarunum var hetta uttan iva ein peningaligur fyrimunur – at gjalda einum fólki samanborið við ein heilan bólk.

Fløgg Norðurlandahúsið.
Fløgg Norðurlandahúsið.

Plátuvendarar fylgdu eisini væl við, hvat rørdi seg á alheims tónleikapallinum. Skjótt varð borið at við at fáa nýggjastu hittini, sum ljómaðu úr serliga útvarpsstøðini Radio Luxembourg, til Føroya. Umframt at hava tónleikin sum áhuga, so starvaðust fleiri av plátuvendarunum í plátuhandlum og høvdu tí fingurin á pulsinum.

Í sjálvum sær var tað at venda plátum til dans ikki nakað nýtt hugtak í føroyskari tónleikasøgu. At venda plátum ella nýta teir møguleikar, ið annars vóru til staðar, við eitt nú at nýta útvarpslurt ella spolabandupptakara, var mangan í neyðini nýtt, tá dansur skuldi fyriskipast.

Vit vita um royndir við diskotekum í seinnu helvt av sekstiárunum, t.d. í gamla B36 húsinum í Havn. Norðlýsið skrivar í 1970, at danin Egon Andersen byrjaði diskotek í Klaksvík, Atlantic Cafeteria, fyri ungdóm, mikukvøld kl. 20 – 23.

Felags fyri mongu tónleikabólkarnar í Havn í sjeytiárunum var, at flestu teirra ikki sluppu framat at spæla til dans í Havn og tískil máttu royna eydnuna uttan fyri Havnina. Tónleikaliga rákið var í einari broytingartíð í seinnu helvt av sekstiárunum. Progressivi tónleikurin hevði viðrák og fekk størri og størri undirtøku millum tónleikarar.

Eitt annað, ið eyðkendi tað nýggja ættarliðið av ungum tónleikabólkum í Havn um hetta mundið, var, at flestu bólkarnir høvdu stutta livitíð. Í fleiri førum var ein ávís útskifting av manningini, men ikki var óvanligt heldur, at tónleikarar vóru við í fleiri bólkum.

Alternativið hjá tónleikarunum í Havn var Perlan, har Havnar Jazzfelag hýsti tónleikarum, sum vildu spæla til teirra tiltøk. Fyrimunurin fram um at spæla til dans í diskotekklubbanum var, at Perlan hevði longri opið og bert var fyri limir.

FLIPPARAR Í LOSJUNI

Ein annar týðandi livepallur í sjeytárunum var Losjan. Her helt yngra ættarliðið til. Ungdómsarbeiðið í Losjuni hevði týðning, tí har var tónleikaútgerð tøk. Ungdómar, ið høvdu hug at royna seg sum tónleikarar, sluppu framat í Losjuni. Umframt at venjingarhøli og útgerð vóru tøk, møtti ein skari av ungum upp, hvørja ferð skipað varð fyri dansi.

Petur Mohr Reinert var ein teirra, ið fyrst í sjeytiárunum hevði sína dagligu gongd í Losjuni. Saman við vinnmonnunum vandu og spældi teir til dans í Losjuni við bólkinum Mjølnir. Hann minnist, at av tí at teir sluppu at venja í Losjuni, skuldi hon hava helvtina av ágóðanum, tá spælt varð til dans. Møguleikarníir hjá teimum ungu at nýta Losjuna var fyri fleiri ein lopfjøl, antin at sleppa upp í aðrar tónleikabólkar, ella sleppa framat øðrum dansistøðum at spæla.

Jákup Luth Simme og Tey.
Jákup Luth Simme og Tey.

Tað setti sjálvandi krøv til, at bólkarnir regluliga skiftu tónleikaskránna út, tí tað var sama publikum, ið kom hvørt kvøld. Tey fólkini, ið lurtaðu eftir okkum, vóru tey, ið vit nevndu fyri flipparar. Flipparar vóru tey, ið gingu í skipstroyggju, cowboybuksum og army jakka og royktu eitt sindur av hash. (Tónasláttur 06.11.04)

Jakup Mortensen.
Jakup Mortensen.

FØROYAR AVFÓLKAÐAR

Livetónleikurin í Havn var tó ikki bert hóttur av diskotekrákinum. Hann var eisini avmaktaður, tí fleiri av dyggastu tónleikarunum og stigtakarunum flutti av landinum – einamest fyri at nema sær útbúgving.

Fyrst í trýssinum flutti studentaskeiðið niðan í Hoydalar. Í 1965 var skúlin útbygdur. Alsamt fleiri leitaðu sær á miðnámsskúla. Fleiri av fremstu tónleikarunum í Føroyum gingu á hesum skúla. Móti endanum av sekstiárunum høvdu teir fingið sítt studentsprógv og skuldu nema sær víðari útbúgving í Danmark. Virknir tónleikarar hetta tíðarskeiðið vóru m.a.: Jógvan Dahl og Kári Mouritsen úr Faroe Boys, Lív Dam úr Rúnar, Hans Christian Clementsen úr Enjoyers, Símun Arge úr The Islanders, Heri Kragesteen úr The Arrows, Jógvan Telling Joensen, Kári P og Per Debess úr Cream Crackers og fleiri onnur.

Bara í 1970 lækkaði fólkatalið í Føroyum við 2,2 prosentum, tá 1500 ung fólk fluttu av landinum. Tey allarflestu endaðu í Keypmannahavn.

Talið av bólkum fækkaðist munandi í byrjanini av sjeytiárunum. Fyrra helvt av sjeytiárunum er eisini sermerkt við sera fáum plátuútgávum.

Henda stóra útflyting av ungdómi til Danmarkar skapti eitt tómrúm innan tónleikin, eitt tómrúm sum í Havnini gav diskotekinum høvi at vaksa og fáa fastatøkur.

EITT HARKALIÐ FYRI SEG

Fráflytingin hevði ikki bara neiligar avleiðingar fyri føroysan tónleik. Nógvir bólkar vórðu stovnaðir í útlegð, sum gjørdu um seg, eftir at lestrartíðin var búgvin. Ein tann mest kendi bólkurin, sum spratt úr hesum umhvørvi, var Harkaliðið.

Hetta var eisini mitt í einari ógvusligari broytingartíð í vesturheiminum, og ein nýggj, virkisfús nevnd í Mentunargrunni Studentafelagsins setti sær fyri at kynda eitt sindur upp undir føroyska mentanin. Formaðurin minnist soleiðis aftur á tíðina:

Óli og Judy.
Óli og Judy.

Sekstiárini, The Beatles, uppreisturin, 68 – tað hendi so nógv. Vit í føroyska lestrarumhvørvinum í Keypmannhavn blivu eisini merkt av hesum. Tíðarritið Framin bleiv stovnað fyri at gera ein vørr móti tí, vit kallaðu húðaskógvamentanini – hetta tjóðskaparromantiska, ið bara bleiv til snakk og einki annað. Tað hendi ein radikalisering. Tað kókaði. Nú skuldi nakað henda. Nú skuldu vit gera nakað heilt annað. (Gunnar Hoydal, Minnist tú enn? KVF 4:13 2011)

Nevndin tók millum annað stig til at savna ein kabarett-tónleikabólk, ið skuldi prika eitt sindur til stirvnu og afturútsigldu føroysku siðvenjurnar. Og talan var ikki um hissini prik. Um hetta mundið var ein øgilig kynslig frígering og kynslig tilvitan millum ung í vesturheiminum, men hetta nam als ikki við Føroyar. Kynslívið var enn eitt tabu, men tað fekk sangurin Fimtan ár tó væl og virðiliga vent um uppá.

„Tá eg var fjúrtan, fór okkurt í mær at kitla ..."

Umfatandi familju-, vina- og kenningapolitikkurin, ið gjøgnumsúrgaði føroyska samfelagið, fekk eisini toyggið í sanginum Alment starv.

Heitt varð á Anniku Hoydal um at gera ein bólk, ið skuldi framføra kabaretttilfarið. Annika kendi Jógvan Telling, sum beinanvegin var til dystin fús. Millum teir mongu ungu føroyingar, ið fluttir vóru til Keypmannahavnr hesi árini, vóru eisini fleiri av teimum ungu tónleikarum, ið høvdu gjørt vart við seg í føroyskum beatbólkum í sekstiárunum, eitt nú Kári Mouritsen og Jógvan Dahl úr The Faroe Boys. Umframt tey fýra, var Jaspur Petersen eisini við sum sangari fyrstu tíðina.

Tað var eisini alt fyri eitt greitt, at Harkaliðið var nakað sermerkt.

Nakrar samansetingar av fólki rigga, og nakrar rigga ikki. Harkaliðið riggaði, og tað kendu vit alt fyri eitt, tá vit komu saman og stóðu á pallinum. Vit høvdu tað gott saman og vóru trygg við hvønn annan. Øll høvdu sín leiklut í bólkinum. (Annika Hoydal, Minnist tú enn? KVF 4:13 2011)

Hetta sást aftur í fyrstu útgávunum hjá bólkinum, ið vóru tvær EP-plátur við kabarett-tilfari. Allir sangirnir á hesum báðum útgávum eru í dag fólkaogn: Tulipanørin, Ritukvæðið, Fimtan ár, Sektus og Sekterius, Lisa, Alment starv, Tinganes og Gamla Dimma.

Harkaliðið var ikki bara tónleikur. Sjónleikurin var eisini ein týðandi partur av myndini, har serliga Annika Hoydal, ið er útbúgvin sjónleikari, og Kári Mouritsen gingu undan, men hinir vóru ikki sørir. Í so máta var og hevur Harkaliðið altíð verið í einum klassa fyri seg.

Limirnir í Harkaliðnum gjørdust eisini vinfólk við tónleikararnar í skotska fólkatónleikarabólkinum The McCalmans, ið tókst við at leita aftur til røturnar og nýtulka siðbundnar skotskar sangir. Tað smittaði.

Jógvan Telling og eg fingu arbeiði á Visevershuset inni í Tivoli, og har komu nógvir fólkatónleikarar, eitt nú Per Dich, Poul Dissing og sjálvandi The McCalmans. Tað var har, vit hittu teir. Vit komu inn í tað umhvørvið og kendu bráðliga fólk har og hoyrdu tann tónleikin. Tað hevur sjálvandi ávirkað okkum, hóast vit ikki beinleiðis hava hugsað, at nú gera vit sum tey. Men vit hugsaðu, at hatta kunnu vit eisini gera við okkara sangarv. (Annika Hoydal, Minnist tú enn? KVF 4:13 2011)

Harkaliðið setti sær fyri at vísa, at gomlu føroysku kvæðini og vísurnar saktans kundu latast í ein nýggjan, tíðarhósakandi tónleikaham. Í 1971 kom Harkaliðið út við 11 løgum. Tíggju teirra vóru nýtulkað kvæða- og vísuløg. Flestu upprunaføroysk løg, meðan onnur vóru skotsk og norsk.

Vit koyrdu ljóðføri og røddir uppí, og tað hevði man ikki brúkt, og rýtman var skjótari.

Tað var ræðuliga forboðið hjá nógvum, men tey ungu hildu tað vera stuttligt. Eg havi altíð verið hugtikin av løgunum í kvæðunum, og sjálvt fyribrigdið kvæði – at tað hevur yvirlivað í so nógv ár frá munn til munn, ella frá munn til oyra. Vit fóru so hugagóð í gongd, tí hetta kundu vit gera okkurt við. Vit hugsaðu ikki so øgiliga nógv um tað. Tað var ikki fyrr enn reaktiónin kom, at vit hvukku við: Píkasjey! Vit hava traðkað á okkurt, vit ikki hava hugsað um. (Annika Hoydal, Minnist tú enn? KVF 4:13 2011)

Nógv tóku plátuna illa upp. Tað var at spilla kvæðini og vísurnar. Eitt lag sum Í dans fór at forkoma stevinum í føroyskum dansinum, varð sagt. Onnur fegnaðist um, at ungdómurin gav tí forna arvinum gætur, og at føroyska mentanin átti tilfar, ið kundi brúkast í modernaðum fólkatónleiki fyrst í sjeytiárunum.

Kjakið um nýtulkaðu kvæða- og vísuløgini var enn ein staðfesting av, at Harkaliðið tænti tú endamáli, bólkurin var settur í verðina til at fremja, eins og hann gjørdi tað við Fimtan ár og Alment starv.

Tað var alla tíðina ætlanin hjá Harkaliðnum at prika til (føroyska) fordómar og gamlar siðvenjur. Tað eydnaðist. (Gunnar Hoydal, Minnist tú enn? KVF 4:13 2011)

Harkaliðið gjørdist skjótt tann føroyska røddin í Danmark – tey, ið umboðaðu upprunaføroysku tónleikamentanina. Í 1971 luttók Harkaliðið tvær ferðir í undirhaldssendinginni „Musikalske venner". Hetta var á fyrsta sinni, at ein føroyskur bólkur, ið sang á føroyskum, framførdi fyri øllum Danmark.

Í 1979 luttók bólkurin eisini í donsku undankappingini til altjóða Melodi Grand Prixið við sanginum Aldan. Bólkurin endaði á einum heiðurligum fjórða plássi. Eina løtu var upp á tal, at Annika Hoydal skuldi umboða Danmark í Jerusalem. Vinnarasangurin Disco Tango var mettur at hava lánt í so nógv frá øðrum sangi, og tá sangirnir á øðrum og triðja plássi vóru givnir út, kundu teir ikki umboða Danmark. Endin var tó tann, at Disco Tango var góðkendur sum danskt umboð.

AROUND MIDNIGHT Í JAZZFELAGNUM

Í 1974 flutti Kristian Blak til Føroya. Hann hevði fingið starv sum lærari á studentaskúlanum í Hoydølum. Hansara ætlanir vóru at steðga í Føroyum í eitt ár.

Hann undirvísti í fronskum og tónleiki og tók sær eisini av ítrotti. Hann hevði verið íðin ítrótarmaður.

Tónleikarfelagið — atgongumerki 1959.
Tónleikarfelagið — atgongumerki 1959.

Á studentaskúlanum kom Kristian beinanvegin í samband við nógvan tónleikaáhugaðan ungdóm og starvsfelagar, ið høvdu sama áhuga. Beinanvegin spretti ein tónleikabólkur við trimum donskum lærarum og tveimum føroyskum næmingum. Bólkurin spældi spælimanstónleik, og skjótt framførdi hann til tiltøk á skúlanum. Áðrenn bólkurin visti av, varð hann nevndur Spælimenninir í Hoydølum.

Lærararnir í bólkinum vóru Kristian Blak, klaver, Torkil Rose, klarinett, Hans Ole Larsen, fíól. Næmingarnir vóru Ásbjørn Strøm, harmoniku og Magnus Pauli Norðberg Poulsen (Maggie) á bassgittara, seinni fíól. Bólkurin fekk góða móttøku og var nógv umbiðin at spæla ymsa staðni í Føroyum, mest sum hvørt einasta vikuskifti í út við eitt ár – alla staðni fyri fullum húsum. Spælimenninir í Hoydølum vóru somuleiðis í upptøkuhølinum á Bryggjubakka í 1974 og innspældu nøkur løg.

Í strembanini eftir at fáa nýggjan íblástur og viðka um sjónarringin viðvíkjandi fólkatónleiki – og harvið eisini økja um úrvalið av løgum – tók Kristian Blak stig til at fáa kenda danska fíólleikaran Evald Thomsen til Føroya. Tað eydnaðist, og Evald spældi við sum gestatónleikari í Spælimonnunum í Hoydølum til nakrar framførslur.

Millum donsku lærararnir á studentaskúlanum, t.d. Claus Reistrup, Kirsten Brix og Kristian Blak, kom prátið javnan inn á tónleikaumhvørvið, tey øll kendu niðri í Danmark, har fólk við áhuga fyri ávísum tónleikagreinum hittust og framførdu. Tey ynsktu at seta okkurt líknandi í gongd í Havnini og soleiðis fáa skapt eitt umhvørvi. Jazztónleikurin lá frammaliga í huganum á teimum. Tey saknaðu henda tónleik verða spældan í Føroyum. Tað tættasta, tú komst jazztónleiki í Føroyum, var Goggan (1926 – 76) og Big bandið (1972-77) við m.a. Brandi Øssursoni.

Av frustratión yvir, at onki stað var í Havn, har fólk kundu koma saman at kjakast og lurta eftir jazztónleiki, varð avrátt teirra millum – og næmingum við sama áhuga – við jøvnum millumbili at hittast hjá hvørjum øðrum og lurta eftir jazztónleiki. Tey høvdu plátur við, og hesar vóru úr jørðar og lýstar. Tey gjørdu ein jazzklubba. Til fyrstu kvøldini av hesum slag møttu eini 20 fólk.

Kristian Blak minnist, at plátur við m.a. Duke Ellington, Ben Webster, Miles Davis og rokk-fusjónsbólkinum Weather Report vóru á skránni. Talan var í flestu førum um kendar tónleikarar og bólkar. Men eisini vórðu plátur spældar við árhusianskum tónleikabólkum, plátur, ið Kristian hevði havt við sær til Føroya.

Kristian Blak undirvísti í fjølbroyttum tónleikastílum. Sum liður í tónleikaundirviísingini vórðu smærri og størri tónleikabólkar stovnaðir til tiltøk á skúlanum. Ein av hesum var Hoydalar Jazzband.

Eftir at jazzklubbin hevði havt tiltøk heima hjá limunum nakrar ferðir, fingu tey á heysti 1975 møguleikan at lána seg inn í gamla klubba. At byrja við hittust tey eina ferð um mánaðin, men sum fráleið styttist millum kvøldini.

Tíðindini um, at jazzklubbin skipaði fyri hugnakvøldum í gamla klubba, frættust skjótt. Tilgongdin vaks fyri hvørt kvøld. Sum fráleið komu eisini fólk, ið ikki høvdu nakað tilknýti til Hoydalar. Umstøðurnar vóru góðar samanborið við „heimakvøldini". Fyrireikararnir vóru bilsnir av stóru undirtøkuni. Fyrsta kvøldið komu umleið 70 fólk at hoyra livandi jazztónleik. Hetta talið øktist fyri hvørt kvøld.

Kristian Blak, ein tónleikanæmingur hansara, Jan Arge Jacobsen, og ein fyrrverandi studentaskúlanæmingur, Kolbein Simonsen, tóku sær av livandi tónleikinum. At byrja við var talan serliga um norðurlendskan fólkatónleik í jazzstíli. Sum dømi kunnu nevnast sangir sum Vem kan segla förutan vind og Till Österland vill jag fara. Fyriskipararnir sóu, at næsta mál var at stovna eitt veruligt jazzfelag.

Honum so líkt longu tá, vóru fáar akkordir millum hugsan og gerð. (Høgni Djurhuus, „Trés bien", Kristian Blak 60 ár, 2007)

Havnar Jazzfelag, vanliga nevnt Jazzfelagið, varð stovnað 21. apríl 1976. Gamli klubbi var framvegis tá karmur um tiltøkini, sum felagið skipaði fyri.

Endamál felagsins er at fremja og nøvra um áhugan fyri tónleiki, serliga jazz, fólk og beat, og at fáa limum sínum eitt fjølbroytt úrval av livandi tónleiki. (Lógir fyri Havnar Jazzfelag. 2.gr.)

Kvøldini í Jazzfelagnum gjørdust meiri skipaði, og felagið fekk vind í seglini. Alsamt fleiri fingu eygu og oyru upp fyri nýggja tilboðnum at hoyra tónleik, ið ikki var gerandiskostur. Felagið hevði ein fastan bólk, eina kjarnu, ið syrgdi fyri livetónleikinum. Tað vóru áðurnevndu Kristian Blak, klaver, Jan Arge Jacobsen, trummur og Kolbein Simonsen, bassgittara. Ýmiskir solistar komu og fóru. Millum solistarnar, ið settu dám á fyrstu tíðina, kunnu m.a. nevnast tónleikarar frá áðurnevnda Big Bandi, Brandur Øssursson og Knud Wacker. Eisini tónleikarar, sum Sunleif Rasmussen og Jóhannus á Rógvi Joensen.

Í juni mánaði í 1976 fekk Jazzfelagið fyrstu útlendsku tónleikavitjan. Tað var danski saksofonleikarin Karsten Vogel. Felagið hevði fingið samband við hann umvegis danan Roland Thomsen, ið var búsitandi í Havnini tíðarskeiðið 1963 til 1977.

Roland Thomsen var ígongdsetari av ýmiskum mentanarligum tiltøkum. M.a. skipaði hann fyri konsertum við Savage Rose, Burnin Red Ivanho og Secret Oyster fyrst í sjeytiárunum. Á føroyaferðunum hjá Burnin Red Ivanho og Secret Oyster, var Karsten Vogel við sum saksofonleikari.

Roland Thomsen hevði skapt sær eitt netverk av útlendskum tónleikarum, og hesum vildi Kristian Blak hava lut í. Karsten Vogel var sinnaður at spæla í Jazzfelagnum sum solistur. Áðurnevnda jazztrio spældi afturvið.

Kræklingar Klubbin 1974.
Kræklingar Klubbin 1974.

Jeg blev engageret af Roland som solist til Kulturstævnet, og således dykkede jeg på en helt anden måde ned i det færøske musikliv. Det var et meget hårdt arbejde at få indøvet repotoire med det „lokale" orkester. Mange gange var jeg ved at opgive ævred, fordi mine krav til og forestillinger om musik lå meget langt fra det, de var vant til at have med at gøre. Flere gange følte jeg, at præcision, disciplin og energi var byer i Rusland. Men der skete meget på den uge, gæstespillet varede, og jeg fik rigelig løn for mit arbejde i den sidste ende. Bl.a. var det at have mødt Kristian Blak lidt af en gave. (Karsten Vogel, Jazztíðindi, desember 1979)

Limatalið vaks støðugt, og tá størri tiltøk vóru, varð B36 húsið í Gundadali lánt. Har spældi Karsten Vogel við áðurnevndu manning og eisini tónleikabólkurin Kræklingur. Bólkarnir skiftust um at spæla, Kræklingar rokktónleik, Karsten Vogel og hansara menn, jazz.

Á framførslunum gjørdist Karsten Vogel hugtikin av gittarspælinum hjá Ólavi Øster. Hann beyð honum at spæla við sær, næstu ferð teir áttu tørn í B36 húsinum. Ólavur Øster hevði ongar trupulleikar at fylgja tónleikagongdini og spælinum hjá Karsten Vogel. Umframt at vera ein frálíkur rokkgittarleikari gjørdist Ólavur Øster ein hollur stuðul til tey mongu tiltøkini, ið Jazzfelagið skipaði fyri árini eftir. Hann kom at verða við til hópin av framførslum og upptøkum, ið veruliga tóku dik á seg í seinnu helvt av sjeytiárunum og øll áttatiárini.

Eftir væleydnaðu vitjanina hjá Karsten Vogel, gekk ikki long tíð, innan Kristian Blak fekk í lag fleiri vitjanir. Hetta var púra tilvitað, minnist Kristian aftur á. Tónleikurin skuldi ikki gerast ein svøvngangari. Tað ráddi um at fáa íblástur aðra staðir frá.

Útlendsku tónleikavitjanirnar gjørdu, at tónleikararnir í jazzfelagnum fingu eitt skump í afturpartin og strembaðu eftir at gerast betri tónleikarar. Tað ráddi eisini um at hava eitt netverk, soleiðis at felagið alla tíðina kundi viðka um sjónarringin og við tíðini eisini fara út um Norðurlond eftir tónleikarum. Hesum arbeiði stóð Kristian Blak fyri. Hinvegin var Ólavur Øster mangan tann tónleikaligi leiðarin.

Vit valdu bevist allatíðina at fáa fleiri ymiskar tónleikarar hendanvegin. Soleiðis kundu vit umganga at gerast ein provins í danska tónleikaheiminum. (Kristian Blak 25.05.09)

Kristian Blak greiðir frá, at honum dámar væl svenskan fólkatónleik, so hann avgjørdi í 1976 at fara hagar at lurta og fáa íblástur. Sonur danska fíólleikaran Evald Thomsen var við Kristiani í Svøríki. Hann kendi nógvar svenskar fólkatónleikarar. Soleiðis komu teir í samband við fleiri teirra. Sama ár sum Karsten Vogel vitjaði, komu Niels Husums Sextet og Beaver Service úr Danmark og fólkatónleikarabólkurin Lekstulaget úr Svøríki á vitjan hjá Jazzfelagnum.

Í 1977 fór Kristian Blak í eitt ára farloyvi frá studentaskúlanum. Avloysari hansara sum tónleikalærari gjørdist danski saksofonleikarin Eskild Romme. Tað gekk ikki long tíð, so var Eskild Romme við í tiltøkunum hjá Jazzfelagnum. Umframt at spæla, so stovnaði hann fleiri tónleikabólkar, lurtaði og kom við kritikki.

Motivatiónin var ikki altíð at spæla við teimum somu tónleikarunum. Tann kemiin, ið tá kemur fram, skapar ein áhuga, nevniliga at blíva enn betur til at spæla. (Kristian Blak 25.05.09)

Kristian Blak minnist, at tað var Eskild, ið kom við hugskotinum, at Havnar Jazzfelag skuldi søkja um limaskap í Nordjazz felagsskapinum undir Norðurlandaráðnum. Við limaskpinum bar til at fáa vegleiðarar til Føroya ókeypis ella fyri lítið og lætt. Talan var um ein stuðulsmøguleika, limafeløg kundu søkja Nordjazz um. Við Nordjazz limaskipinum øktust fíggjarligu stuðulsmøguleikarnir til konsertferðir, plátuframleiðslu o.a.

1977 gjørdist ikki minni fjølbroytt og áhugavert við útlendskari vitjan. Tá Kristian Blak gekk á universitetinum í Århus, hevði hann mangan hoyrð frálíka saksofonleikaran Holger Laumann. Kristiani Blak dámdi væl hansara máta at spæla og helt, at hann hevði verið ein fongur hjá Jazzfelagnum.

Hann setti seg í samband við Holger Laumann, og har var leyst og liðugt beinanvegin.

Í januar mánaði í 1977 var Holger Laumann í Føroyum. Jazzfelagið skipaði fyri konsertum í B36 húsinum, har Kristian, Jan, Kolbein og Ólavur spældu saman við honum. Holger Laumann var týðiliga nøgdur við sínar tónleikarar og kom við uppskoti at fáa innspælt eina plátu, nú hann var í Føroyum. Tað bar til, og bólkurin Kræklingar gjørdi eina stakplátu saman við Holger Laumann.

Um sama mundið vóru Spælimenninir í Hoydølum í studio hjá Milson og innspældu. Henda pláta gjørdist tann fyrsta, ið Jazzfelagið gav út sum plátufelag.

Jazzfelagið hevði skipað tvinnar plátudeildir. Onnur var við spælimanstónleiki. Tær pláturnar fingu frámerkið SHD. Hin deildin var við rýtmiskum tónleiki, tað veri seg jazz, beat o.s.fr. Hesar plátur fingu frámerkið HJF.

Í mars mánaði 1977 fekk Jazzfelagið sera forkunnuga vitjan, tá heimskendi saksofonspælarin Dexter Gordon og bólkur hansara Dexter Gordon Quartet vitjaðu. Við í bólkinum vóru klaverleikarin Kenny Drew og tveir ungir danir, ávikavíst Åge Tanggård á trummum og Jesper Lundgaard á bassi.

Amerikumenninir Dexter Gordon (1923 – 1990) og Kenny Drew (1928 – 1993) vóru í sjeytiárunum búsitandi í Danmark. Danska jazzumhvørvið hevði stórt gagn av amerikonsku tónleikarunum, ið báðir høvdu havt eina glæsiliga fortíð sum tónleikarar saman við kendum nøvnum, sum eitt nú Lionel Hampton, Louis Armstrong, Billy Eckstine, Coleman Hawkins, Lester Young og Charlie Parker.

Frændur.
Frændur.

Konsertin við Dexter Gordon Kvartett var í auluni í Kommunuskúlanum. Umleið 200 áhoyrarar vóru savnaðir at hoyra henda forkunnuga tónleik „live". Spælt var í hálvan triðja tíma, og fagnaðurin var stórfingin. Seinni um náttina spældi Dexter Gordon kvartettin í Jazzfelagnum, og longu tíðliga morgunin eftir fór kvartettin til Danmarkar aftur, har teir skuldu spæla seinni um kvøldið.

Eitt sindur av rumbli stóðst av fyrireikingunum av konsertini. Í auluni í Kommunuskúlanum stóð eitt Steinway flygel. Men sýtt var Havnar Jazzfelag fyri at nýta hetta flyglið á Dexter Gordon konsertini. Boðini komu frá leiðaranum av klassiskum orkestri. Hesin vildi ikki, at jazzur varð spældur á Steinway flyglið. Kristian Blak royndi at fáa semju í lag við eigararnar. Hann segði m.a., at alla aðra staðir í heiminum hevði framleiðarin av ljóðførinum verið errin av, at mætir jazztónleikarar spældu á júst teirra flygul. Teir samdust um, at Havnar Jazzfelag skuldi gjalda nakrar túsund krónur fyri at spæla jazz á flyglið í Kommunuskúlaauluni. Kristiani Blak dámdi ikki hesa framferð og skrivaði lesarabræv um hendingina, ið hann skírdi sum eina háðan frá „fínara" tónleikinum í býnum.

Eftir at hava útgivið 6 plátur avgjørdi Havnar Jazzfelag í 1979 at skipa alla plátuframleiðslu í egið felag. Navnið á plátufelagnum gjørdist Tutl.

...endamálið við felagnum Tutl er fyrst og fremst at fremja og stuðla tónlistini í Føroyum og gera tað møguligt fyri tónleikarar at geva út plátur, eisini uttanum teir stóru plátuútgevararnar. Tutl setir einki avgjørt mark fyri, hvat slag av tónleiki felagið skal fáast við. Treytin er, at dygdin á hvørjari útgávu er góð, og at tey, sum eru við á plátunum, eru úr Føroyum ella hava serligt tilknýti til Føroya... (Jazztíðindi, mai 1981)

Tá Jazzfelagið hevði fimm ár á baki, varð skipað fyri konsert í Læraraskúlahøllini. Myndablaðið Nú var á staðnum og skrivaði m.a.:

Í vár hevði Havnar Jazzfelag virkað í fimm ár, og í hesum sambandi varð skipað fyri stórari konsert í Læraraskúlahøllini, 15 orkestur luttóku, manningin var 48 tónleikarar. Hetta er størsta konsert, ið hildin er av sínum slag og eisini tann longsta, hon varði tríggjar og ein hálvan tíma, og endiliga eisini tann besta, ið hvussu er inntil næstu ferð, tiltakið vónandi verður sett í verk ... ...Tey luttakandi orkestrini virka øll í Føroyum: fyrireikararnir siga, at tað er við vilja, at ongi útlendsk orkestur vóru við, tí teir vildu vísa, á hvørjum støði føroyskir jazztónleikarar kundu skapa eina konsert, – tað vísti seg at vera á sera høgum støði við hvørt. Yvir 200 velnøgdir áhoyrarar vóru til konsertina. Annars er jazzur og harvið jazztónleikur onki nýtt fyribrigði her heima, men ongantíð hevur hesin tónleikur blómað so nógv sum júst nú, aftaná at Havnar Jazzfelag varð sett á stovn, og aftaná at tónleikaundirviísingin í Hoydølum, Læraraskúlanum og kvøldskúlunum er vorðin meira fjøltáttað.

Tutl fekk í boði frá Býráðnum at hava goymslu og skrivstovu á loftshæddini í bygninginum yvirav Sjómansheiminum, har matstovan Perlan hevði húsast. Matstovan hevði staðið tóm í eina tíð, og Jazzfelagið heitti á Býráðið at fáa loyvi at nýta hølinni til virksemi sítt. Soleiðis kom Havnar Jazzfelag inn í Perluna.

Tey árini, Jazzfelagið rak Perluna, pimpaði man viðhvørt rettíliga opið við tey smáu borðini, ið hvussu so er tey kvøldini, tá tað var dansur. Kortini haldi eg ikki, at man kundi kalla Perluna fyri drykkjuholli. Tann nýggi tónleikurin blómaði undir bitunum, og hitt kvøldið Bírita Mohr las ta stórbæru larmandi yrkingina „Vetrarminni" eftir Jóannes Dalsgaard við djørvum undirspæli frá saksofonistinum Brandi Øssursoni, var tað gott at hava eitt glas av sterkum at skola orðini niður við. Smá teaturstykkir vóru eisini framførð, og øll vóru vælkomin. Eisini høgraynglið hjá Óla Breckman, sum kom í Perluna at brýna sær knúgvarnar. (Jóanes Nielsen, Dimmalætting 24.04.09)

Kring Jazzfelagið vaks eitt ríkt tónleikaumhvørvi. Ungir tónleikarar sum Sunleif Rasmussen, Ernst Sondum Dalsgarð, Jóhannus á Rógvi Joensen og fleiri við teimum, fingu ein nýggjan pall at spæla á og harvið eitt umhvørvi at mennast í. Ikki minst møguleikan at spæla saman við og fáa frálæru frá útlendskum tónleikarum. Perlan gjørdist ein skapandi verkstaður fyri tónlistarligu menningina og forvitni hjá tónleikarunum. Perlan var oasan, ið legði grundina undir tónleikalívið, sum vit kenna tað í dag.

Tey, ið hóvaðu virksemið hjá Jazzfelagnum, høvdu góðar dagar, men virksemið var fyri nógvum ágangi. Eftir fyrst at hava lagt nýtt tak á Perlubygningin, hálsaði Býráðið um og vildi javna Perluna við jørðina. Dreymurin um eitt spælistað í Havn brast tann 17. september í 1983. Við borgarstjóranum á odda hvarv býarmyndin, ið hýsti øðrvísi tónleiki enn tí siðbundna dansitónleikinum.

Hóast flogið var skert, hildu tiltøkini hjá Jazzfelagnum fram í veitsluhøll klubbans. Seinni kom felagið at halda til ymsastaðir í býnum, eitt nú í Djónastovu, Mettustovu, Tiffany, Bládýpinum, gamla Klubba og aðrastaðir við.

Hóast býráðspolitikarar góvu lyftir um nýtt spælistað, kom einki fyrr enn Tórshavnar Kommuna nógv ár seinni í oktober 2014 læt upp Reinsaríið í Tórsgøtu. Á grundini har Perlan stóð, skipaði Kristian Blak í fleiri ár fyri lagnukonsert tann 17. september. Henda sama dag fekk Býráðið áminningarbræv frá Havnar Jazzfelag um viðurskiftini hjá felagnum og tey lyfti, ið vóru givin.

Havi ikki hugflog at ímynda mær, hvar føroysk tónlist hevði verið í dag, um kommunupolitikararnir eisini súu virðið í at hava eina tónlistarliga oasu sum Perluna í býnum. Men eitt er víst. Stórur partur av tónleikarunum, ið búleikaðust í Perluni, hava nomið sær okkurt slag av tónleikaútbúgving, og um Býráðið hevði lurtað eftir Kristian Blak og funnið eitt nýtt stað fyri staðin fyri Perluna, høvdu vit havt nógv fleiri sokallaðar „rýtmiskar tónleikarar" við tónleikaútbúgving, og soleiðis eitt nógv rikari tónleikalív. (Sunleif Rasmussen, „Trés bien", Kristian Blak 60 ár, 2007)

Árið eftir at Perlan var rivin niður, kom Tutl út við ikki minni enn 6 plátum, so ávirkanin var møguliga ikki so stór við fyrsta eygnabráa. Tey næstu trý árini frá 1985 til 1987 kom ein pláta út um árið.

Tey næstu fýra árini frá 1988 og fram til 1991 gav plátufelagið Tutl út 10 plátur. Kristian Blak er við á teimum 8, antin sum tónasmiður ella sum tónleikari.

Hóast húsvill var Jazzfelagið eitt virkið felag, ið royndi at hava ymisk tilboð til tónleikarar og áhoyrarar. Í áttatiárunum varð skipað fyri festivalum við fjølbroyttari skrá, har føroyskir og útlendskir tónleikarar vóru væl umboðaðir.

Í seinnu helvt av nítiárunum byrjaði glansurin at fara av Jazzfelagnum. Felagið var í einum aldudali og ikki so virkið sum áður. Av og á stingur felagið høvdið undan kavi. Hinvegin er Tutl eitt sera virkið felag við stórum visjónum.

HJARNAR

Ein tann virknasti, og av mongum mettur at vera ein av bestu rokkbólkunum í Føroyum í sjeytiárunum, var Hjarnar úr Klaksvík. Ríka tónleikalívið í Klaksvík í seksti- og fyrst í sjeytiárunum hevði stóra ávirkan á tað yngra ættarliðið. Eisini á smádreingin Karl Martin Samuelsen, sum hevði til fragd at syngja.

Hann og vinfólkini plagdu at stilla seg uttanfyri eini sethús at syngja, har tveir eldri dreingir høvdu stovnað ein tónleikabólk. Eina ferð tey soleiðis standa og gera seg upp uttanfyri húsaveggin við sangi, fer vindeygað upp. Karl Martin Samuelsen verður spurdur, um hann vil inn at syngja við teimum, og var hetta byrjanin til hansara tónleikalív.

Hallgrímur Miðberg og Niels Olsen.
Hallgrímur Miðberg og Niels Olsen.

Seinni komu tveir aðrir dreingir við í bólkin, og tá var bólkurin stovnaður við navninum The Tigers. The Tigers vandu dúgliga ýmisk kend løg, ið vóru frammi fyrst í sjeytiárunum, og bólkurin mentist. Ein trupulleiki var, at bólkurin einki trummusett átti, so skipað varð fyri eini barna-garagukonsert fyri at fíggja keypið av einum trummusetti, ið kostaði 100 kr. Atgongumerkini kostaðu 25 oyru. Karl Martin Samuelsen var sangari og tann einasti, ið ikki spældi á nakað ljóðføri. Tí setti hann seg at byrja við handan trummurnar, men Eyðun Jacobsen, ið hevði spælt gittara í bólkinum, gjørdist seinni fastur trommusláari í bólkinum. The Tigers høvdu ikki langa livitíð. Teir spældu frá 1966 til 1968.

Eftir fyrstu veruligu tónleikaavbjóðingina, hevði Karl Martin Samuelsen fingið blóð á tonnina. Hann stovnaði nakað seinni bólkin Fata Morgana. Umframt Karl Martin myndaðu eisini Hans Black og Jákup Olsen henda bólk. Tað var við hesum bólki, at Karl Martin Samuelsen fyrstu ferð spældi til almennan dans. Hetta var í Atlantis Bio.

Í 1974 rann saman millum Eyðun Nolsøe á gittara, Hans Black á trummum, Jógvan Olsen á urgu, Jákup Olsen á bassgittara og Karl Martin Samuelsen sum sangara. Allir høvdu teir ávísar tónleikaroyndir frá tónleikabólkum í Klaksvík, og teir fingu innivist í Atlantis bio og seinni í KÍ høllini.

Tónleikabólkurin fekk navnið Hjarnar. Tað var Hans Biskupstø, Hans bóndi nevndur, sum abbi trummuleikaran, ið kom við uppskotinum at nýta Hjarnar. Navnið stavar úr Høgnatátti.

Fyrstu tíðina vóru nakrar broytingar í manningini. M.a. var Petur Hans Poulsen úr The Swallows við sum gittarleikari til eina konsert í Sjónleikarhúsinum í Havn. Hetta var í 1974. Jákup Olsen fór úr bólkinum, og í hansara stað kom Jóannes Petersen sum nýggjur bassleikari fram til 1976, tá gittaraleikarin Eyðun Nolsøe nýggi gittarleikari bleiv Hildibjartur Hansen.

Manningin í Hjarnum hevði í 1977 lagt til merkis dugnaliga gittarleikaran á einari skansastovukonsert á Nabb saman við bólkinum Black Birds úr Havn. Avgjørt var at royna at fáa hann við í bólkin. Teir engdu við einum sera góðum og flottum Gibson gittara, ið teir høvdu í Klaksvík, og hendan gittaran skuldi Hildubjartur nýta, um hann vildi verða ein av manningini. Hildibjartur Hansen bleiv partur av Hjarnum frá 1977 til 1980.

Hjarnar løgdu seg eftir at spæla fjølbroyttan tónleik. Teimum dámdu allir rokktónleik, og hesin var tað, ið hevði fyrsta prioritet. Hjarnar bleiv skjótt ein væl dámdur bólkur, ið spældi nógv til dans runt um í landinum. Umframt at spæla til dans, so luttóku teir á teimum flestu konsertunum, ið vórðu fyriskipaðar hesi árini.

Nógvu venjingarnar gjørdu, at bólkurin bleiv væl samanspældur. Teir høvdu eisini serstakliga góðar umstoðir at venja í. Fyrst í KÍ-høllini. Síðani í krambúðini á Biskupsstøð í Klaksvík átti. Tá hon skuldi brúkast til annað endamál, sluppu teir at flyta inn í húsini hjá fyrrverandi løgmanni Hákuni Djurhuus, sum kommunan hevði keypt. Húsini vórðu ljóðdoyvd fyri at minka um larmin frá venjingunum. Eftir at húsini vóru tikin niður í 1979, fingu Hjarnar venjingarhølini, har Straight Ahead høvdu hildið til.

Blaðið Gøtusóparin hevur 2. mai 1977 ummæli av konsert tann 16. april, har bólkurin hevur luttikið.

Hjarnar fingu rettiliga vind í seglini aftan á skansastovukonsertina í fjør, tá Karl Martin kom út á pallin við hálvnaknum yvirkroppi og var, burtursæð frá Ólavi Presley, einasti í fjølbroytu konsertina, og sum gjørdi eitt sindur burtur úr upptrakking.

Tað var á hesi konsertini, at teir gjørdu lagið hjá Hello, Tell Him, til sítt sereyðkenni.

Eitt hálvt ár seinni, í oktober mánaði 1977, innspældi bólkurin sína fyrstu plátu, eina stakpláta. Vegna teir vantandi upptøkumøguleikar í Føroyum varð hon upptikin í Keypmannahavn.

Samstundis sum plátan varð upptikin, skiftu teir navn frá Hjarnar til Sunny. Hetta var illa dámt av nógvum føroyingum, men tað var neyðugt, av tí at plátan eisini skuldi gevast út í Danmark. Mett varð, at danir høvdu havt trupult við at úttala Hjarnar.

1300 eintøk vórðu seld av plátuni í Føroyum. Hon lá eina tíð overlaga á „15 teimum bestu" og bíðaði eftir, at Robert, Jákup og Ólavur skuldu rýma av fyrstaplássinum. Tá tað hendi, hoppaði Bad Dream hjá Sunny upp á nummar eitt og setti met við flest stigum. Tað skuldi ein mætur maður sum Sir Paul McCartney til at troðka Sunny av fyrsta plássinum.

Hvat plátan seldi í Danmark, er ikki greitt. Hon varð tó spæld í Danmark Radio, sum hevði samrøðu við bólkin. Harumframt var plátan eisini at síggja á hittlistanum hjá danska ungdómsblaðnum Vi Unge. Í 1978 fóru teir til Danmarkar at spæla í ein mánað m.a. í Daddy's Dance Hall í Keypmannahavn.

Teir sluppu at hita upp til kenda, danska bólkin Mabel, sum vitjaði klettarnar, tó ikki á sama palli, sum kendi, danski bólkurin. Ein lítil pallur varð gjørdur við síðuna av, og her kundu teir so spæla.

Danska Sunny-ævintýrið endaði í 1979, tá bólkurin skifti navn aftur til Hjarnar. Teir byrjaðu nú at leggja seg eftir at spæla egin løg.

Gittarleikarin Hildibjartur Hansen fór úr bólkinum í 1980 og varð avloystur av Graham Stewart, sum hevði spælt við bólkinum Feslie úr Gøtu.

Árið eftir í 1981 fóru teir aftur til Danmarkar á konsertferð, og nú var oddamaðurin úr Straight Ahead – sum vóru givnir um hetta mundið – Jørgin Dahl eisini komin upp í bólkin. Ferðin varð løgd soleiðis til rættis, at stundir vóru eisini at fara í upptøkuhølið. Norska sjónvarpið var í Føroyum í 1981 og gjørdi eina sending um ungdómin her. Hjarnar vóru við í hesari sending. Tað var í hesum sambandi, at eitt sjónband við lagnum Into the Night varð tikið upp á takinum á Hotel Hafnia.

Nøkur ár seinni í 1985 sendi Jørgin Dahl nøkur løg inn til eina altjóða tónleikakapping, sum Radio Luxembourg skipaði fyri saman við Seven Up. M.a. var lagið Breaking my Heart við, sum rakk 2. plássið í kappingini.

Um hetta mundið var bólkurin meir ella minni givin at spæla. Teir høvdu tó rúgvusmikið egið tilfar liggjandi. Teir hildu tað vera spell, at tað bara lá, og gjørdu tí av at gera eina plátu. Hon varð upptikin í útvarpshøllini og kom út í 1984. Eftir tað gavst bólkurin heilt.

Í 1989 vórðu Hjarnar savnaðir aftur í sambandi við eitt Aftur í 70'ini tiltak í Klaksvík. Manningin var nakað tann sama, tó við Ólavi Øster á gittara. Eftir hetta og nógv ár fram spældu teir javnan. Í 1995 kom fløgan Hjarnar, og sama ár luttók bólkurin í fyrstu Prix Føroyar kappingini, har teir gjørdust nummar tvey.

ABSURDY FAIR

Fuglafjørður var eisini lívligur karmur um livandi tónleik og dans í sjeytiárunum. Tað var næran ein bólkur einsamallur, sum myndaði hesa tíðina í Fuglafirði. Bólkurin var Absurdy Fair. Teir spældu til dans nærum hvørt einasta vikuskifti í dansistovuni í Fuglafirði.

Tað sjáldsama við hesum bólki var, at upprunin til hann var í grannabygdini Leirvík. Fyrst í sjeytiárunum tóku tríggir ungar leirvíkingar seg saman at stovna Absurdy Fair. Teir vóru Jónsvein Eliasen, gittara og sang, Jústines Johannesen, trummur og sang og Sverri Heinesen, bassgittara. Teir vandu og framførdu í losjuni í Leirvík, men skjótt vóru boð eftir teimum at koma at spæla í Sjónleikarhúsinum í Fuglafirði, tí væl umtókti bólkurin Silly Boys var givin, og ongin dansur var.

Eftir at hava spælt í Fuglafirði eina tíð, kom ein fjórði maður við í bólkin, sum fekk sítt endaliga skap. Tað var fuglfirðingurin Magnus Jacobsen, kendur sum Maggi. Hann var úrmælingur á gittara og sangi. Við honum í bólkinum fór Jónsvein Eliasen at spæla á Hammond-urgu, sum bólkurin hevði bílagt sær úr Danmark.

Bólkurin var serstakliga virkin. Í fýra til fimm ár spældu teir til dans trý kvøld um vikuna. Einamest í Sjónleikarhúsinum í Fuglafirði, men ferðast varð eisini kring alt landið at spæla. Fyrstu ferð teir fóru til Havnar at spæla, var ætlanin at spæla í Klubbanum. Men leiðarin har segði seg hava ringar royndir av bygdabólkum og vildi tískil fyrst hava, at teir vístu í verki, hvat teir dugdu, áðrenn teir sluppu framat í Klubbanum. Klubbin var næstan einasta dansistaðið í Havn um hetta mundið. Tí mátti bólkurin spyrja seg fyri í Sjónleikarhúsinum, sum av og á hevði dans. Einasta treyt var, at teir ikki stóðu á pallinum og spældu, tí hann júst var umvældur. Bygdamenninir lótu sær ikki hetta lynda, men bygdu sær lítlan pall á gólvinum og spældu til dans fyri fullum sali. Sama kvøld í Klubbanum, har vórðu 20 atgongumerki seld. Næstu ferð stóð ikki á at sleppa at spæla í Klubbanum.

Absurdy Fair var, sum áður nevnt, ein sera virkin bólkur. Saman við fleiri øðrum føroyskum bólkum vóru teir miðskeiðis í sjeytiárunum við í sending, sum danska P3 tók upp í Føroyum. Teir vóru eisini bodnir at koma til Íslands, og ætlanir at fara niður vóru eisini, men hetta gjørdist tíverri av ongum orsakað av arbeiðsviðurskiftum hjá limunum í bólkinum.

Fyri tað mesta spældi Absurdy Fair tøkuløg, men Maggi var sera kringur at gera egnar útsetingar. Absurdy Fair hevði leingi somu manning, men móti endanum komu smávegis broytingar. Bjarti Mohr avloysti Jústines á trummunum, tá hesin fór niður at lesa. Jákup Olsen spældi eisini eitt skifti trummur í bólkinum. Eitt skifti spældi ein íslendingur á ljómborð.

Absurdy Fair gjørdist fyrst í áttatiárunum til Absurdy II. Kjarnin var tann sami í hesum bólki, men afturat sær høvdu teir blásarar og kórsangarar. Tónleikurin var eisini meiri nýmótans og konsertkendur. Um hetta sama mundið var dansimentanin, sum hevði verið so sterk í Fuglafirði øll sjeytiárini, við at fjara út. Absurdy Fair hevur við jøvnum millumbilum verið aftur á palli síðstu árini, serliga í sambandi við varmakeldustevnu.

FOX

Í Vestmanna var eisini lív í dansistovuni í sjeytiárunum. Stóra navnið í sekstiárunum Thunderbirds gavst sum bólkur í 1969, men í bygdini hildu bólkarnir Natives og Sun Flowers lív í dansinum. Hesir gávust ávikavíst í 1971 og 1973.

Í Vestmanna eins og aðra staðni sóust fleiri av tónleikarunum aftur í fleiri tónleikabólkum, og soleiðis var eisini, tá tónleikabólkurin Fox bleiv stovnaður í 1974. Tá var manningin Tróndur Streymoy, trummur og sang, Gunnar Streymoy, rýtmugittara og sang, Hendrik Olsen, orgul og sang, Bogi Olsen, sologittara og Martin Joensen, bassgittara og sang.

Hanus á Heygum 1961.
Hanus á Heygum 1961.

Fox arvaðu útgerðina frá Sun Flowers og spældu nógv í dansistovuni og í gamla skúlanum, har ungmannafelagið Geilin helt til. Tónleikurin var nógv ávirkadur av bólkum sum eitt nú Eagles, Paul McCartney og Uriah Heep. Bólkurin var serliga kendur fyri góða og harmoniska sangin.

Hóast Vestmanna Bio var heimstaðið hjá Fox, so leitaðu teir sær eisini út um bøgarðarnar. Eitt nú spældi bólkurin til dans í Fuglafirði, Tvøroyri, Glyvrum og í Havn. Eisini taldist Fox millum bólkarnar á fleiri av konsertunum, ið vórðu fyriskipaðar í sjeytiárunum. M.a. var Fox upphitingarbólkur á konsertini hjá danska bólkinum Lollipops í 1976.

Fox var fyri tveimum stórum broytingum. Tann fyrra var, tá Hendrik Olsen og Martin Joensen gávust, og í teirra stað komu Ragnar Rubeksen og Jóhannus á Rógvu Joensen. Teir vóru báðir kendir úr tónleikalívinum í Havnini.

Seinna broytingin fór fram í 1977, tá bólkurin legði á annan bógv. Nú var manningin Bogi Olsen, keyboard og gittara, Gunnar Streymoy, gittara og sang, Ragnar Rubeksen, orgul og sang, Arnbjørn Sivertsen, gittara og sang, Hermund Jacobsen, trummur og Jón Klein Olsen, bassgittara.

Rúna á Heygum, Jórun á Heygun og Hervør Petersen sungu somuleiðis við í bólkinum, ið nú var meira til kontry, rokk og Abba. Bólkurin gavst endaliga at spæla í 1978.

BEINT FRAMMANÁ

Sirius er navnið á eini tí bjartastu stjørnunum á náttarhiminum. Hetta er eisini heitið á sera kendum lagi hjá klaksvíksbólkinum Straight Ahead, sum glampaði fram um aðrar bólkar í sjeytiárunum.

Oddamaður í bólkinum var evnaríki tónasmiðurin Jørgin Dahl. Við Straight Ahead vildi hann broyta vanliga mynstrið hjá føroyskum tónleikabólkum í sjeytiárunum. Tá var rokktónleikari ikki eitt viðurkent yrki. Og flestu tónleikarar spældu dansivinarligan tónleik.

Oddmar hjá Skipper.
Oddmar hjá Skipper.

Jørgin Dahl vildi spæla egin løg. Frá hansara hondum komu tónar á altjóða støði. Tríggir fjórðingar av tilfarinum hjá Straight Ahead var egið tilfar. Tað sindrið, ið var spælt hjá øðrum, varð eisini broytt soleiðis, at tað var eyðkent Straight Ahead.

Eg vil siga, at Straight Ahead breyt úr tí vanliga í Føroyum. Tað vóru nógvir bólkar, men á ein ella annan hátt líktust teir nógv. Teir spældu av spægleði fyri at undirhalda. Vit vóru kanska meira seriøsir, brutu burtur úr og royndu at skapa okkara egna. Tað var ein bólkur, ið royndi at koma við onkrum nýggjum. (Jørgin Dahl, Varðar á leiðini, 2006)

Jørgin Dahl er føddur í Fuglafirði, men vaks upp hjá ommuni í Klaksvík. Heilt ungur byrjaði hann at spæla orgul og klaver.

Saman við javnaldrum stovnaði hann kjallarabólk við blikktrummum, mjólkarspannum og einstøkum kassagittarum og skipaði fyri konsert í garðinum hjá ommuni. 10 oyru máttu áhoyrararnir av við.

Beint eftir fermingaraldur byrjaði Jørgin at spæla alment við bólkinum Arctic Fox. Eftir Artic Fox fór Jørgin Dahl í bólkin Cold Turkey. Her kom hann at hitta nakrar av teimum, ið seinni komu at mynda bólkin Straight Ahead. Straight Ahead byrjaði at spæla á heysti 1973.

Straight Ahead var ein sermerktur bólkur frá byrjan. M.a. høvdu teir tvørfloytu sum fast ljóðføri. Bólkurin spældi fleiri føroyska rokksangir, ið Jørgin Dahl hevði gjørt. Hetta vóru undantøk í føroyskum rokktónleiki um tað mundið.

Í 1974 skrivaði bólkurin seg inn í føroysku rokksøguni. Tá kom stakplátan Komið øll við út. Á henni hoyrðust tíðarinnar tónar, spældir av føroyskum bólki og sungið á móðurmálinum.

Upptøkan var ein søga í sær sjálvum. Hon er gjørd í kjallaranum hjá Milson Zachariassen og tók bert 10 tímar at gera. Milson hevði einki serstakt trummuhøli. Edvard Ziska bukaði so mikið hart á trummurnar, at hann mátti inn í fýrrúmið fyri ikki at órógva hini ljóðførini.

1.000 eintøk vórðu gjørd av plátuni, og tey vórðu rivin burtur. Sambært Myndablaðnum Nú í apríl mánaði 1975 høvdu hesi eintøk eitt søluvirði á 21.000 kr.

Straight Ahead hevði skiftandi manning. Grundstamman var tó Jørgin Dahl (sang og ljómborð), Archie Black (bass) og Edvard Ziska (trummur). Tvey ár eftir at Straight Ahead hittaði við Komið øll við, fóru teir aftur í studio hjá Milson at taka upp. Jørgin var nú farin at skriva meira á enskum. Úrslitið gjørdist ein stakpláta við einum enskum og einum føroyskum sangi. Lagið Me and Virgina lá leingi ovarlaga á nystovnaða føroyska hittlistanum í Útvarpi Føroya, 15 teimum bestu.

Aftur hesa ferð mátti snildi til fyri at fáa rætta ljóðið fram. Klappini á lagnum Me and Virgina stava frá Archie Black, ið situr í stuttum brókum og klappar á beru lørini.

Báðar pláturnar vóru við til at staðfesta Straight Ahead sum størsta føroyska rokkbólkin í sjeytiárunum. Størsti kappingarneyti teirra mundi vera hin klaksvíksbólkurin um tað mundið, Hjarnar. Jørgin Dahl spældi við í báðum bólkunum.

Í 1977 er bólkurin aftur til reiðar við plátu – hesa ferð einari EP, Silver Bird. Av teimum fýra løgunum var nú bert eitt føroyskt. Gittarleikarin Hans Karl Hansen úr Havn var komin við í bólkin. Hann var mettur at vera millum teir bestu her á landi. Hans Karl blómaði í Straight Ahead. Kreativa umhvørvið kring Jørgin Dahl og føstu rýtmurnar hjá Archie Black og Edvard Ziska góvu havnarmanninum høvi at vísa síni kynstur. Hetta hækkaði støðið á bólkinum og var við til at geva honum tann endaliga ljómin.

Var Hans Karl ikki komin uppí, var bólkurin ikki vorðin eins spennandi. Tað gav okkum eitt kempi lyft at fáa ein so dugnaligan gistarist við. (Jørgin Dahl, Varðar á leiðini, 2006)

Á vári 1978 høvdu teir stórar ætlanir við bólkinum. Teir stríðdust við at fáa í lag útgávu av LP-plátu. Hon skuldi takast upp í Danmark. Bólkurin metti ikki, at upptøkuútgerðin í Føroyum um hetta mundið var nóg framkomin til teirra. Men ætlanin mundi kollsiglt. Striltið gekk at fáa fígging til plátuna. Verkætlanin kostaði samanlagt 100.000 kr. LM-handilin var sinnaður at geva út og rinda helvtina. Hina skuldi bólkurin sjálvur fáa til vega. At enda játtaði ein peningastovnur at veita bólkinum 50.000 kr. í láni. Straight Ahead kundi gera seg til reiðar at framleiða ein varða í føroysku rokksøguni – Veðraplátan.

Vant var í samfullar tríggjar mánaðir – teir føstu limirnir í Klaksvík nærum hvørt kvøld, og hvørt einasta vikuskifti ferðaðist Hans Karl Hansen norður til Klaksvíkar. Í venjingarhølinum legði Jørgin Dahl hvørt einasta lag út í æsir. Alt sat, sum tað skuldi.

Fáar dagar áðrenn bólkurin á hásumrí í 1978 stakk í klæðsekkin og setti kós niður í Hookfarm Studio á Gammel Kongevej í Keypmannahavn, hildu teir eina rimmar konsert í høllini á Hálsi, har 2.000 fólk lýddu á. Enn ein staðfesting av at ovastu rók á føroyska rokkpallinum.

Nakrar plátur fáa serstøk heiti á manna munni, t.d. White Album hjá Beatles. Veðraplátan hjá Straight Ahead var í føroyskum høpi serstøk á allan hátt. Hon var tikin upp í framkomnum upptøkuhøli í Danmark. Tónleikurin rakti tíðarinnar tóna við rokki, poppi og einum ráka av disko. Á plátuhúsanum, sum bassleikarin Archie Black hevði snikkað til, sæst ein heldur illbrýntur veðrur, sum hóttir við at leypa úr húsanum. Meiri føroyskt verður tað ikki. Verður húsin koppaður á, verður kontrastin fullkomin. Her sita ungir garpar við síðum hári á kafé mitt í stórbýnum og svala sær á við onkrum leskandi. Innihaldsliga ljóðar plátan eisini meiri av stórbýi enn seyðarhøvdi.

Í upptøkuhølinum varð arbeitt við rúkandi ferð í góða hálva aðru viku. Stundir og ráðini vóru ikki royndarvirksemi. Ætlanin var, at upptøkurnar skuldu sodna og plátan ljóðblandast seinni, men hetta gjørdist av ongum. Hon varð tískil ljóðblandað í skundi til langt út á kvøldið ein dag.

Millum jól og nýggjár sama árið kom plátan so út. Hon gjørdist beinanvegin væl umtókt. Plátan varð m.a. ummæld í Dagblaðnum í januar mánaði 1979. Undir yvirskriftini „Føroyskur popptónleikur batnar støðugt" skrivar ummælarin.:

Ein leggur beinanvegin til merkis, at plátan í allar mátar er væl spæld, somuleiðis sum ljóðgóðskan er betri enn vanligt fyri føroyska plátur. (...) Ein fer neyvan skeivur í metingini, tá ein sigur, at tey fýra instrumentalløgini eru tey bestu á plátuni. (Dagblaðið 05.01.79)

Veðraplátan fekk stóra ávirkan á blaðungar tónleikarar, sum seinni komu at mynda føroyska tónleikin.

Tað var ein pláta, vit lurtaðu eftir umaftur og umaftur og vóru púra vekk í. (...) Tað ljóðaði ordiliga professionelt. (Varðar á leiðini, Kringvarp Føroya 2006)

Straight Ahead vóru mínar hetjur, og teirra tónleikur heldur framvegis tann dagin í dag. (...) tú skalt fara sera tíðliga upp um morgunin, um tú vilt røkka støðið, sum Straight Ahead legði longu í 70'unum. (Niclas Johannesen, Sosialurin 04.02.00)

Eftirmælið hjá Straight Ahead er sjálvandi merkt av útgávum teirra. Men sambært tónleikarum og fólki, ið høvdu møguleika at hoyra og uppliva bólkin live, so vóru teir næstan enn betri á palli enn á plátu.

Teir vóru eitt øgiliga gott liveorkestur – næstan betri liveorkestur enn á plátu.Teir høvdu eina øgiliga karismu live. (Jóhannes á Rógvu Joensen, Varðar á leiðini 2006)

Teir ljóðaðu ordiliga av nøkrum live. Teir vóru ikki líka nógv eitt studiotrip eins og tað, sum eg kanska gjørdi, men teir vóru eitt band, sum ljóðaði ordiliga av nøkrum. (...) Tað var kanska meiri neyðugt tá. Eitt orkestur ljóðaði, sum tað ljóðaði. (Óli Poulsen, Varðar á leiðini 2006)

Veðraplátan var krúnan á verkinum hjá Straight Ahead. Tískil er tað alsamt meiri speisamt, at bólkurin gjørdi av at gevast beint eftir hetta megnaravrik. Straight Ahead kom tískil at fáa somu lagnu, sum ein annar risi innan føroyska rokktónleik, Faroe Boys, sum eisini gávust á toppinum beint eftir at hava givið sína LP plátu út.

Gittarleikarin Hans Karl Hansen noyddist av persónligum ávum at gevast í bólkinum, beint eftir at upptøkurnar vórðu gjørdar. Hinir royndu at finna annan gittarleikara, men torført var at finna skikkaðan avloysara. Straight Ahead sang upp á síðsta vers.

Bólkurin spældi ongantíð, eftir at upptøkurnar vórðu gjørdar. Øll stóðu sum kánus. Norðlýsið skrivaði á heysti 1978, at bólkurin var givin. Men hetta noyddist bólkurin at avsanna, hóast hetta var veruleiki, tí plátan ikki var komin út á marknaðin enn.

Tað var eitt stórt vónbrot, at við vóru noyddir at gevast júst tá, vit høvdu arbeitt okkum upp á eitt høgt støði. (Archie Blak 05.02.07)

DUGNALLIGUR, EIRINDALEYSUR OG KREVJANDI

Sagt um Jørgin Dahl:

„Fyri meg byrjaði tað heilt sikkurt við Jørgin Dahl, sum, eg haldi, er ein fantastiskur popp-sangskrivari. Tað situr bara hjá honum." (Niclas Johannesen) „Jørgin Dahl var í sjeytiárunum ivaleyst tann besti sangskrivari av sínum slag til poppmusik." (Steintór Rasmussen) „Givið er, at Jørgin Dahl hevði gávur at skriva handa tónleikin." (Sunleif Rasmussen) „Sum komponistur, haldi eg, at hann hevur verið heilt fantastiskur og gjørt góðar sangir." (Jóhannes á Rógvu Joensen) „Hann var eitt helt spesielt talent fyri lagsmíð. Eg haldi, hann hevði kunnað komið nógv longri, um hann hevði havt tann rætta uppbakningin" (Eyðun Nolsøe) (Endurgivið úr Varðum á leiðini, Kringvarp Føroya 2006)

Jørgin Dahl verður av mongum mettur at vera ein tann besti rokk- og popptónasmiðurin, føroyingar higartil hava átt. Í samtíð síni var hann lítið aftanfyri starvsfelagar í øðrum londum.

Góðu evnini komu tó ikki úr ongum. Dugnalligur, eirindaleysur og krevjandi. Soleiðis minnast nakrir av teimum hann, ið spældu saman við honum.

Heri Ellingsgaard, ið eitt skifti spældi við Straight Ahead, sigur við Sosialin 4. februar 2000: „Hann visti, hvat hann vildi, og hann kravdi nógv av teimum, hann spældi saman við. Tað er als ikki løgið, at Jørgin fekk tann leiklutin í føroyskum rokktónleiki, sum hann fekk."

Júst hetta, at hann kravdi so nógv, var orsøk til, at øll ikki kundu samstarva við honum. Hann kláraði ikki upp við øll.

Straight Ahead og tónleikur teirra var barnið hjá Jørgini Dahl. Hann hevur uttan iva havt lyndi at vera nakað ráðaríkur, men sambært Karl Martini Samuelsen var Jørgin Dahl eisini til reiðar at lurta, um onkur hevði hugskot til sangir hansara. Karl Martin minnist serliga kenda lagið Breaking my heart.

Hann ætlaði sjálvur at syngja lagið, men eftir at eg hevði sungið tað eitt kvøldið undir venjing, broytti hann hugsan. Eftir tað skuldi eg syngja lagið. Soleiðis var hann. Sjálvt um hann kundi vera avgjørdur, kundi hann eisini broyta hugsan, um hann helt, okkurt var betri. (Sosialurin 04.02.00)

Jørgin Dahl ætlaði sær uttan iva meiri við tónleikinum enn føroysku starvsfelagar hansara í sjeytiárunum. Hetta var beinleiðis orsøk til, at hann fór úr bólkinum í 1985 beint eftir, at hesin bólkur hevði givið út LP plátuna We come for you.

Eg og Graham Stewart (bretski gittarspælarin) søgdu, at um vit ikki gjørdu meiri seriøst við Hjarnar, máttu vit hugsa longur. Eg fór so til Danmarkar, og Graham fór til Skotlands. (Sosialurin 07.04.98)

Men ongantíð eydnaðist at fáa nakað gjøgnumbrot uttan fyri landoddarnar. Boð vóru úr útlondum eftir Straight Ahead. Hjarnar vóru eisini tætt við at vinna tónleikakapping í Radio Luxembourg í 1985.

Í nítiárunum var um reppið, at Jørgin fekk sáttmála við stórt plátufelag. Stjórin í Mega Records í Danmark var so hugtikin av tónleikinum hjá Jørgini, at hann royndi at finna ein kendan sangara, sum kundi syngja tilfarið hjá honum. Fyrst varð roynt at fáa sangaran í heimskenda norska bólkinum AHA Morten Harket, men hann var bundin av øðrum sáttmála. Síðani varð roynt at fáa sangaran í Manfred Mann, Chris Thompson, men tað bar heldur ikki til. Eftir tað datt ætlanin niðurfyri.

ØÐRVÍSI OG DJARVUR SUM FÁUR

Til Klaksvíkar Beat Festival í 1972, kom ein stjørna fram í ljósmála. Ein 22 ára gamal klænur, ósmæðin, harðmæltur og svarthærdur maður við yvirskeggi trein fram á pallin í „kjole og hvidt". Konsertin varð ein kollvelting fyri Ólav Presley og bólk hansara Dirty Rag Rags. Hann gjørdist kendur, og bólkurin varð biðin um at framføra fleiri konsertir.

Har stóð eg sum frontfigurur í tí nýggja og ókenda tónleikabólkinum, sum stutt frammanundan var blivin veruleiki. Eg skríggjaði og yldi meg ígjøgnum tekstirnar og royndi at fylgja taktini. Tað var beint fram, og eg skapaði mær við mikrofonini, sum vildi eg eta hana. Veipaði runt við ørmunum og rann sum eitt ørt á pallinum. Tað skuldi henda okkurt alla tíðina. (Ólavur Klakk, eldri samrøða endurgivin í Norðlýsinum 04.08.14)

Bólkur við ljóðførum.
Bólkur við ljóðførum.

Hinir seks tónleikabólkarnir, ið framførdu á Klaksvíkar Beat Festival 1972, borðreiddu við tíðarinnar tónleiki, tí progressiva. Tað var tí umráðandi fyri Rag Rags at vera øðrvísi, soleiðis at framførslan kundi sita eftir í hugaheiminum hjá teimum, ið vóru komin at lýða á.

Sangúrvalið hjá okkum var í serflokki. Vit spældu eitt nú tónleikin til Fólk og dólgar í Kardumummubýi og so nakrar rokkklassikarar, Johnny B Good, Running Bear, Good Golly miss Molly og Kiss me quick. (Ólavur Klakk, eldri samrøða endurgivin í Norðlýsinum 04.08.14)

Stóra fyrimyndin hjá Ólavi Klakk var Elvis Presley og tað hóast, at vinarskari hansara og tónleikararnir í Rag Rags ikki vóru serliga hugtikin av Elvis. Fyri at gera greitt, at the King of Rock'n Roll var hansara fyrimynd, kom hann við uppskotinum at nevna bólkin Ólavur Presley and his dirty Rag Rags.

Ólavur Presley er eitt ódoyggandi navn í føroyskari tónleikasøgu. Hann royndi eitt sindur av hvørjum á føroysku tónleikapallunum, einamest á tí skemtiliga, men eisini okkurt meira álvarsligt, sum mundi enda galið.

Tá vit næstu ferð skuldu spæla til eina konsert, tað var í Glyvra Bio í 1973, lá tað líkasum í luftini, at vit skuldi finna uppá nakað nýtt ... ella ... at tað skuldi henda okkurt meira. (Ólavur Klakk, eldri samrøða endurgivin í Norðlýsinum 04.08.14)

Tað kom sum eitt snarljós av klárum himli, at hann kom á hugskotið. Eyguni høvdu fest seg á ein, hann kendi í salinum. Tónleikararnir vóru bidnir um at spæla Running Bear í slow motion.

Aftur her var eg í „kjole og hvidt" og til rútmurnar risti eg við afturpartinum og hálaði selarnar nakrar ferðir út frá kroppinum og slepti síðan aftur. Líka so seint sum teir spældu tónleikin, líka so spákuliga fóru klæðini av kroppinum, ímeðan eg sang ... ella royndi at syngja. Áhoyrarafjøldin og tónleikararnir í Rag Rags vóru bilsnir, at eg tordi at standa á pallinum og lata meg úr. Eg var somuleiðis bilsin yvir mítt dirvi, men undirbuксurnar fóru ongan veg. (Ólavur Klakk, eldri samrøða endurgivin í Norðlýsinum 04.08.14)

Tað frættist skjótt um allar Føroyar, at Ólavur hevði strippað til eina konsert. Søgan fekk bein at ganga á. Ólavur gjørdist ein myta.

Eftir at bólkurin hevði havt ein stuttan steðg, var aftur tíð at finna upp á okkurt nýtt. Fyrireikingarnar fóru í gongd til eina konsert í fimleikahøllini, ið hoyrdi til skúlan í Klaksvík. Hetta var í 1974.

Mær dámdi so væl sangin hjá Povl Dissing, „25 minutter endnu". Hansara hása andaneyð tulking vildi eg royna til hesa konsertina, har eg eins og í tekstinum hjá Dissing, vildi heingja meg á pallinum. (Ólavur Klakk, eldri samrøða endurgivin í Norðlýsinum 04.08.14)

Hann gloymír tað ongantíð, tá hann stóð uppí á tveimum trækassum við einari lykkju um hálsin. Hann sang, og tá komið var til, har bert ein minuttur var eftir av sanginum hjá Dissing „... og ingen ved, hvad der sker...", blivu trækassarnir sparkaðir vekk undan honum, og vekk var hann. Hann slóknaði sum eitt ljós.

Trygdarlínan, ið lá inn at kroppinum og undir ørmunum, og sum skuldi tryggja, at ikki kom at standa á lykkjuni, var gliðin út úr ørmunum. Helst var orsokin, at Ólavur frammanundan hevði leikað í á pallinum og hevði ikki varnast, at trygdarlínan ikki lá, sum hon skulda.

Tá eg kom til mín sjálvs aftur, hoyrdi eg áhoyrarafjøldina rópa, „umaftur, umaftur...", men eg var í knúsi. Fullstendiga fyri ongum. Allur kroppurin ristist av berum maktarloysi, og eg fór til hús. (Ólavur Klakk, eldri samrøða endurgivin í Norðlýsinum 04.08.14)

Tónleikin fekk Ólavur inn við móðurmjólkini. Í barnaheiminum hjá Ólavi stóð eitt gamalt pumpuorgul, ið einaferð hevði verið ogn hjá abbabeiggja hansara, eitt av kendastu tónaskaldum í Føroyum, Jógvani Waagstein.

Á jólum skuldu vit altíð syngja „Gleðilig Jól" til orgulfylgispælið hjá pápa. Oh harragud fyri eitt jammur. Ongin av okkum dugdi at syngja, og pápi dugði ikki at leika á orgul. Hann segði altíð við meg og beiggja mín, at vit koma frá einari musikalskari familju, tí duga vit at syngja. (Ólavur Klakk, eldri samrøða endurgivin í Norðlýsinum 04.08.14)

Tá Ólavur bleiv eitt sindur eldri, lurtaði hann nógv eftir hittlistunum á útvarpsstøðum, sum eitt nú Top 20 frá Radio Luxembourg og Radio One frá BBC. Tað var tá, hann fekk áhuga fyri Elvis og tí gamla Rock'n Roll tónleikinum. Í heiminum var somuleiðis ein gamal spolabandupptakari. Ólavur tók upp hittlistarnar og skrivaði tekstirnar niður á teimum løgunum, honum dámdi, og lærdi tey uttan at.

So kom tíðin, tá Ólavur, eins og fleiri javnaldrar, byrjaði kjallaraorkestur, og fyrsti bólkur av hesum slag var Playing Stars. Bólkurin hevði stórar ætlanir og skipaði fyri kjallarakonsertum. Eitt kvøldið var ætlanin at fáa fram ein romantiskan stemning til eina av hesum konsertum. Teir smoygdu eina brølapu um ljósperuna, ið hekk niður úr loftinum. Karrieran fekk ein bráðan enda.

Longu tá var hann byrjaður at skrála og ýla heldur enn at syngja. Hetta tók ofta yvirhond, og mangan spýði hann av berari møði.

Hansara alternativu sangframførslur á pallinum, villskapur, um tú vilt, hevði eisini nakað við tað rebelska at gera. Hann vildi vera fríur sum fuglurin og sjálvur avgera, hvat hann gjørdi.

KRÆKLINGAR BÍTA Á

Tá livetónleikurin í Havn var um at kóðna, byrjaði hann so líðandi at gera um seg aftur. Klekingarstøðin fyri nógvar bólkar var jazzfelagið. Ein tann best kendi bólkurin, ið kom undan hiðani, vóru Kræklingar.

Bólkurin er kendur fyri lagið Svarti Ravnur. Lagið varð givið út á stakplátu í 1976. Fleiri meta hetta vera fyrsta progressiva føroyska lagið á plátu. Harða rýtman og sologittaraspælið hjá Ólavi Øster raktu tíðarinnar tóna. Stílurin er improvisatoriskur og ágangandi. Í sveimandi yrkingini hjá Martini Joensen um svarta ravnin, ið flýgur yvir fjøll og dalar, liggur eitt ynskni um frælsi og samleika, sum var so eyðkent fyri tíðarandan í sjeytiárunum.

Kræklingar vóru tó ikki nakar flipputur sjeytiára-bólkur. Tey fyrstu árini var hann ein siðbundin rokk- og beatbólkur, ið spældu rokk frá teirri tíðini – m.a. Deep Purple, Uriah Heep og Led Zeppelin. Og sum slíkur vóru teir høgt í metum. Tónleikararnir vórðu mettir at vera millum frægastu í landinum á sínum øki. Eitt skifti – m.a. í sambandi við upptøkurnar av Svarta Ravni – var Fróði Sandoy við í bólkinum og spældi á orgul.

17. januar 1977 hevði ungdómsblaðið Gøtusóparin grein um bólkin. Har kom fram, at upprunaliga var ætlanin at geva eina LP plátu út. Sambært Ólavi Øster hevði bólkurin tikið upp eini seks-átta løg, men ætlanin kollsigldi og gjørdist av ongum. Hví, verður einki nevnt um. Bert at ætlanin ikki var at geva fleiri plátur út.

Í greinini varð eisini nortið við ymiskt annað stuttligt. M.a. at Kolbein Simonsen hevur átt 7 bassgittarar, síðani hann sum 16 ára gamal byrjaði at spæla bass – og at hann einans eigur tríggjar í skrivandi løgu. At Jan Jacobsen hevur eitt trummusett fyri 15.000 kr., og at lesararnir av Gøtusóparanum hava valt Torbjørn Viderø til ársins sangara.

Kræklingar byrjaðu sum bólkur í 1973, ið tá var ein bólkur mannaður av Simma, umframt Ólavi, Kolbein, Jan og Torbjørn. Rabbits spældi meira dansitónleik, meðan tað progressiva varð gjørt í Kræklingum.

Sum fráleið gjørdist Kræklingar meiri eliterir og fóru at spæla jazz, latin og funk, saman við klaverleikaranum Kristiani Blak. Tá var Torbjørn Viderø ikki við. Hetta kom serliga av, at teir at kalla gjørdust húsorkestur í jazzfelagnum og á tann hátt fingu høvi at royna nógvan ymiskan tónleik saman við nógvum ymiskum tónleikarum.

Í sambandi við útlendskar vitjanir í jazzfelagnum innspældi bólkurin plátur við hesum solistum. Ein teirra var danski saksofonspælarin Holger Laumann. I 1977 var hann í Føroyum í sambandi við innspæling hjá Spælimonnunum í Hoydølum. Her hoyrdi hann Kræklingar og metti, at teir saktans kundu spæla jazztónleik. Úrslitið gjørdist ein stakpláta við Holger Laumann og Kræklingum. Løgini á plátuni vóru Calypso in C og Cherry Tree. Í oktober mánaði árið eftir varð henda pláta ummæld í danska tíðarritinum MM – tíðskrift for rytmisk musik. Har stendur m.a.

Det er en udmærket, kontant plade, og han (Laumann, red.) akkompagneres af bl.a. en glimrende guitarist, Ólavur Øster. (MM – tíðskrift for rytmisk musik, oktober 1978)

Í 1978 vóru Kræklingar á konsertferð í Noregi og Danmark, og seinni sama árið fóru teir at taka eina LP upp við egnum løgum. Burtur úr hesum kom LP plátan Ábit við løgum av Ólavi Øster, Kristiani Blak og Eskild Romme. Heitislagið Ábit, ið Ólavur Øster smíðaði, er helst best kent. Ein annar solistur, ið javnan vitjaði Jazzklubban, var saksofonleikarin Karsten Vogel. Á einum av hansara vitjanum gjørdi hann svituna Veðurløg, ið kom út sum LP í 1980. Í hesum bólkinum, Fagrir Fuglar, spældi Jóhannus á Rógvu Joensen bass. Kræklingar hildu á til síðst í 70'unum. Í 1977 fór Jan Jacobsen til Noregs at lesa, og í 1978 fór Tórbjørn Viderø til Danmark í lestrarørindir. Hetta hevði við sær, at spælingin varð avmarkað til einstakar framførslur nøkur ár fram.

Men mest kendir eru og vera Kræklingar fyri lagið Svarti Ravnur. Orð og lag átti sum nevnt ungi vestmenningurin Martin Joensen. Svarti Ravnur var úrslitið av samstarvi millum hann og Kræklingar. Tíðarskeiðið 1970-73 gekk Martin Joensen í studentaskúlanum í Hoydølum. Ikki meiri enn komin til Havnar setti hann seg í samband við Ólav Øster úr Kræklingum. Teir kendust ikki frammandum. Martin spurdi, um hann og Kræklingar vóru áhugaðir at innspæla eina LP plátu við løgum, ið hann hevði liggjandi. Ólavur játtaði.

Martin hevði ikki meiri 3-4 løg klár – restin var skitsur, sum hann ætlaði at gera lidnar undir upptøkunum. Upptøkurnar byrjaðu í 1974 í nýggja studionum í Tjarnarlag. Bólkurin gjørdi einar tvær-tríggjar upptøkur, men so kom stígur í. Martin Joensen fekk starv sum vikarur úti í Hesti og var so at siga avbyrgdur frá umheiminum.

Men so komu telefonboð út í Hest, at nú var bólkurin aftur í kjallaranum hjá Milsoni. Hugsingur var tó ikki um at gera eina LP plátu við Martini Joensen sitandi úti í Hesti. Tískil varð ætlanin broytt til eina stakplátu við tveimum løgum Primadonna og Svarti Ravnur.

Martin hevði so at siga lítið og einki við sjálva innspælingina av stakplátuna at gera – uttan at hann varð kunnaður um telefonina, hvussu tað gekk, og fekk onkran spurning til tekstirnar. Løgini vóru tó løgd til rættis av teimum í felag. Tó so átti Ólavur Øster byrjanina og útsetingina til solospælið í Svarta Ravni.

Stakplátan hjá Kræklingum var givin út av SHJ Radiohandli. Móttøkan var sera góð. Lagið kom beinanvegin á ovasta bredda í „15 teimum bestu" í útvarpinum. Tað fyrsta, Martin Joensen minnist um móttøkuna, var eitt kvøldið, hann spældi til dans í Klubbanum í Havn:

Tá kemur ein ungur drongur, ið arbeiddi í SHJ Radiohandli, til mín og sigur, at teir nú høvdu fingið plátuna frá framleiðaranum. Teir høvdu spælt hana fyri vinum. Og so sigur hann tey orðini, sum framvegis sita føst: Tað var villir juubil! (Martin Joensen, mars 2009)

Martin Joensen er onkuntíð nevndur føroyski Bob Dylan – eins og Kári P er tað. Martin hevur fleiri av eiginleikunum hjá Bob Dylan – bæði so og so. Ein singer-songwriter, sum ger mergjaðar sangir, skrivar tekstir, ið osa av lívsvitan og royndum – men sum ikki er nøkur ørn til at syngja. Og so er tað eingin loyna, at Bob Dylan er ein stór fyrimynd hjá Martini Joensen.

Íblásturin til Svarta Ravn kom júst frá byrjanini til lagið Lay, Lady, Lay hjá Bob Dylan. Raðfylgjan av akkordumum í hesum sangi var óvanlig og spennandi. Unglingin sat heima í stovuni í Vestmanna og lærdi seg hesar akkordir, tá hugflogið knappliga fór aðrar leiðir, og Martin sat við einum nýggjum lagi. Martin er ikki heilt vísur í, um hetta var í 1969 ella 1970. Teksturin var liðugur nakrar mánaðir seinni. Martin metir sjálvur, at hann var úrslitið av hansara egna útferðarlongsi í og við, at hann var í ferð við at flyta til Havnar at byrja í studentaskúlanum.

Í samrøðu við Dimmalætting sigur Martin Joensen, at sangurin í veruleikanum snýr seg um hansara barnaár og uppvøkstur.

Svarti Ravnur var í veruleikanum helst eg sjálvur (...) Men tað er ikki fyrr enn nú, at eg síggi tað (...) Á Heygum stutt frá okkara húsum var ein svartur ravnur í einum búri. Tað var soleiðis, tá eg var barn, at eg var sera ringur av eksem. Tá fánst ongin heilivágur fyri eksem, og mann visti ikki rettiliga, hvat tað var. So tað var mangan, at hini børnini hveptu seg við at leiða meg, og viðhvørt bleiv eg eisini happaður. (...) Hetta við ekseminum plágaði meg nógv meir í barnaárunum, enn eg áður havi dugað at sæð, og havi eg onkursvegna kent meg aftur í ravninum, sum var innibygdur í einum búri; hjá mær var búrið mín eksemplágaða húð. (Dimmalætting 09.03.07)

Lítið og einki hevur verið at hoyrt til B-síðuna á stakplátuni. Hetta lagið kallast Primadonna. Sambært Martini Joensen var hetta ein roynd hjá honum at skriva ein sosialan tekst um eina dansigentu, sum eftir at hava verið niðri í sugguni, reisir seg sum ein svani. Martin Joensen var ongantíð heilt nøgdur við henda tekst. Hann metir eisini, at Svarti Ravnur beinanvegin stjól myndina og køvdi hitt lagið.

Umframt Svarta Ravn og Primadonnu komu tvey onnur løg burtur úr upptøkunum. Tey vóru Deyðir Dreymar og Drykkjuvísa. Tað fyrra varð nýtt í leikinum Skuggagestir við øðrum heiti og orðum. Hitt seinna var ein umyrking av Svantes Drikkevise hjá Benny Andersen. Hetta lagið kom við á fyrstu plátuna hjá Vestmonnum undir heitinum Náttin er ung enn.

Sum nevnt kollsigldi ætlanin hjá Martini Joensen og Kræklingum at geva út eina LP plátu. Osøkin var eisini, sum áður nevnt, at Martin Joensen arbeiddi sum vikarur úti í Hesti. Spennandi er at hugsa sær, hvat úrslit kundi staðist av eini LP plátu. Men eftir hesum samstarvi stendur ein varði innan føroyska rokktónleik – Svarti Ravnur.

LOSJAN SUM LOPFJØL

Eins og jazzfelagið var karmur fyri tónleikarum og bólkum í sjeytiárunum, so var Losjan í Havn eisini tað. Hon var lopfjøl hjá mongum tónleikarum at koma víðari. Ein av hesum bólkum var Mjølnir.

Aftanfyri bakaríið hjá Gunleivi við Grípsvegnum í Havn hittist ein ung manning til tónleik. Hesir vóru Karl Mouritsen, sonur Gunleiv Mouritsen, bakara, ið spældi á gittara, Torkil Sørensen, gittara, Ragnar Rubeksen, trummur og sang, og Torbjørn Andreassen spældi bass á ein vanligan gittara.

Petur Mohr Reinert flutti á Traðarvegin í Havn í 1970 at búgva og átti ein bassgittara. Um somu tíð kom Arnbjørn Sivertsen aftur undan New Foundlandi, og hann keypti sær ein gittara og forsterkara.

Arnbjørn Sivertsen varð biðin at koma upp í bólkin, ið vandi aftanfyri bakaríið, men tað var ikki bara sum at siga tað. Aðrir lógu framvið eftir Arnbirni, tí hann var fermur gittarleikari.

Tað varð hildið, at bólkurin ikki hevði tørv á trimum gittarleikarum, so endin varð, at Ragnar Rubeksen og Torkil Sørensen avgjørdu at fara yvir í kjallaran hjá Peturi Mohr Reinert. Hann var til reiðar við bassgittaranum. Fjórði maður bleiv Arnbjørn Sivertsen. Nú varð vant í kjallaranum hjá foreldrunum hjá Peturi Mohr Reinert.

Hesin kjallarabólkur fekk skjótt ein fimta lim, ein sangara, tað var Hermund Jacobsen, sum gekk í sama flokki sum Petur Mohr. Teir báðir høvdu onkuntíð spælt saman í kjallaranum hjá Hermundi uppi á Peturstrøð. Teir høvdu eisini framført tónleik til onkra skúlaveitslu. Stutt eftir broyttu teir samansetingina av bólkinum, og tá fekk bólkurin navnið Mjølnir.

Árini frameftir varð samansetingin, at Ragnar Rubeksen var sangari, Hermund Jacobsen tók sær av trummunum, meðan Arnbjørn Sivertsen hevði gittaran undir hond, og Petur Mohr Reinert tók sær av bassinum. Arnbjørn og Petur Mohr sungu nakað av kóri.

Allir gingu teir tá í Kommunuskúlanum. Arnbjørn, Torkil og Ragnar búðu við Hoyvíkstjørn. Petur Mohr kendi Ragnar og Arnbjørn frá HB.

Fyrstu ferð, Mjølnir spældi, var til eitt skúlaball í Kommunuskúlanum. Bólkurin spældi tónleik hjá Cream, Led Zeppelin, Black Sabbath, Steppenwolf, Deep Purple, Jethro Tull, Free, Athomic Rooster, Bedlam, Focus og Grand Funk Railroad.

Seinni varð farið í Losjuna at venja. Har sluppu tónleikabólkar framat. Hansemann Tórgarð hevði skipað so fyri, at ljóðføri vóru tøk til tónleikabólkar at nýta. Hesi stóðu í Losjuni. Afturfyri at sleppa at venja í Losjuni, so spældu hesir tónleikabólkar til dans har við jøvnum millumbili.

Atgongumerki kostaðu 5 krónur at byrja við, men fóru seinni upp í 7,50 krónur. Tá stuttleikaskatturin var goldin, skuldi Losjan hava helvtina av ágóðanum. Harav vóru kontrollørar og øll onnur starvsfólk lønt, tá spælt var til dans. Bólkarnir áttu so hina helvtina.

Útgerðin, sum Losjan bjóðaði tónleikarunum at nýta, var um hetta mundið eitt fullfíggjað Marshall-anlegg til tveir gittarar, bassanlegg og sanganlegg við Shure mikrofonum og eitt Sonor trummusett umframt neyðugar leidningar.

Losjan syrgdi eisini fyri, at tónleikaútgerðin varð viðlíkahaldið Sum samsýning fyri nýtslu av ljóðførum og viðlíkahald, skuldi Losjan hava helvtina av hálvpartinum frá bólkinum.

Møguleikarnir hjá tónleikabólkunum at nýta Losjuna varð fyri fleiri av tónleikarunum ein lopfjøl til aðrar tónleikabólkar og ein møguleiki at koma at spæla á øðrum dansistøðum.

Mjølnir og Torv vóru í byrjanini av sjeytiárunum millum einastu rokk tónleikabólkarnir í Havnini.

Um tað mundið Mjølnir vandu og spældu í Losjuni, vóru eisini aðrir tónleikarar har, millum annað manning úr bólkinum Torv.

Torv vóru um hetta mundi mannaðir við Hans Carl Hansen, gittara, Kolbein Simonsen, bassgittara, Bjarta Mohr, trummur, Inga av Reyni, sang. Seinni kom gittarleikarin Ólavur Øster og klaver-, urgu- og tvørfloytuleikarin Gotfred Joensen upp í.

Mjølnir mentist tónleikaliga, og seinni sluppu teir hóast alt framat í Diskotekklubbanum at spæla. Eisini luttók bólkurin í Ólavsøkukonsertina uttanfyri Tinghúsið í 1974. Tað vóru bólkarnir Mjølnir, Kræklingar og The Rabbits sum sjálvir skipaði fyri hesi ókeypis konsert.

Mjølnir gavst í september í 1974. Ragnar byrjaði at fáa trupulleikar við røddini, sum var hart koyrð gjøgnum allan yvirgangsaldurin. Hinir í bólkinum royndu seg við einum av teimum gomlu sangarunum frá 60'unum, Jógvan Bjørk, men tað bleiv ongantíð til nakað. Bólkurin gavst.

Allir tónleikararnir hildu fram í øðrum bólkum. Arnbjørn Sivertsen og Ragnar Rubeksen spældu eitt skifti við bólkinum Cassiopaia. Umframt Arnbjørn og Ragnar, vóru Jan Arge Jacobsen á trummur, Magnus Hansen, bassgittara og sang, og Hjalmar Petersen sum gittarleikari við til at manna Cassiopaia.

Hermund Jacobsen gjørdist trummuleikari í Brongl og Petur Mohr Reinert fór upp í Black Panters.

EIN FYRI ALLAR...

Aðrir bólkar byrjaðu eisini at gera um seg í Havn miðskeiðis í sjeytiárunum. Ein teirra var Musketerarnir. Torkil Johannesen var ein av stovnarunum av tónleikabólkinum, ið var virkin frá seinnu helvt av sjeytiárunum og fram til miðskeiðis í áttatiárini.

Hansara tónleikaferð byrjaði frá barnsbeini, tá hann og aðrir smádreingir hoyrdu tónleik floyma úr vallaraheiminum hjá Johan Sivertsen við Hoyvíkstjørn. Tað, teir hoyrdu, var tónleikabólkurin Mjølnir. Onkuntíð sluppu teir inn at lurta, og serliga spennandi var tað fyri smádrongin Torkil at sleppa at spæla upp á trummurnar.

Muskiterarnir á Skansanum.
Muskiterarnir á Skansanum.

Eitt stutt skifti í 1970 vóru Torkil Johannesen, Jóhannus á Rógvu Joensen gittara, Heini Sivertsen bass, við til at manna tónleikabólkin Sunrise. Bólkurin hevði eina framførslu í Losjuni á Skála fyri javnaldrum. Tvey løg vóru á skrá, Black Night hjá Deep Purple og eitt heimagjørt lag hjá Jóhannusi.

Eftir at hava verið við í bólkinum Black Birds eitt stutt skifti, stovnaði Torkil saman við Herlufi Sørensen bass, Herlufi Lützen gittara, Dánjali Højgaard ljómborð og Poul Müller gittara og sang tónleikabólkin Mondul, sum seinni broytti navn til bæði Klettar og Cactus.

This fragment continues the chapter transcription from Part 2.

Fleiri av teimum útlendsku gestatónleikarunum, ið javnan vitjaðu Jazzfelagið, eru við á plátuni, t.d. trummuleikarin Jesper Thorup og saksofonleikarin Karsten Vogel. Plátan varð innspæld hjá Milson Zachariasen (MZ Ljóðteknik), og tað var Havnar Jazzfelag, ið gav út.

Hetta var eitt kreativt tíðarskeið hjá Jóhannusi, tí longu í 1981 kom seinna LP plátan út við Brongl. Eins og við fyrru LP plátuni, so er alt egið tilfar hjá Jóhannus á Rógvu Joensen. Upptøkan varð gjørd á Easy Sound í Keypmannahavn, og eins og við fyrru plátuni, so vóru bæði føroyskir, danskir og amerikanskir tónleikarar, ið innspældu tónleikin. Plátufelagið Tutl gav út.

Muskiterarnir í Høllini.
Muskiterarnir í Høllini.

Oyggjatíðindi skrivaði 18. mars 1983, at LP plátan Víðari við Brongl fekk 5 stjørnur í danska Ekstratablaðnum. Jóhannus á Rógvu Joensen gjørdi hetta tíðarskeiðið eisini tónleik til fleiri sjónleikir hjá leikbólkinum Grímu, har manning úr Brongl framførdi tónleikin.

Í 1982 byrjaði Brongl at koma fram sum „live" bólkur. Tónleikastílurin broyttist nakað. Í stóran mun varð farið frá jazzrokki til beinleiðis rokktónleik. Umframt at framføra sjálvgjørd Brongl løg, so vóru mest tøkuløg á skránni, eitt nú Anne Linnet Band, Sheena Easton, Barbara Streisand, Kate Bush, Halberg-Larsen, Annifrid (ABBA) o.fl. Brongl luttók m.a. á uttandurakonsertini á Glaðsheyggí á ólavsøku í Havn í 1982 og somuleiðis á konsert, ið Føroya Jazztónleikarafelag skipaði fyri.

Í 1983 var Brongl luttakandi bólkur til poppkonsert í Klaksvík og á afturvendandi páskakonsertini í høllini á Hálsi í Havn. Á sumri í 1983 fór Brongl eina rundferð í Føroyum, og Oyggjatíðindi skrivaði 8. juli 1983, at høvuðsinnihaldið í hesum rokkshowi var sangur, dansur, spæl og myndir. Til hesa konsertferð hevði Brongl eisini fingið danska saksofonleikaran Karsten Vogel at leggja lag á og fínpussa framførsluna.

Tiltakið sum so eydnaðist bara heilt væl og var við til at undirstrika, at føroyskir tónleikarar ikki smæðast burtur ímillum. Heldur ikki ímillum teir útlendingar, sum hava vitjað her… Skulu vit hugsa um gódsku, var tónleikurin framúr væl framførdur. Framførslan lá á einum sera høgum stigi. (Oyggjatíðindi 13.07.83)

M.a. hava hesi mannað Brongl: Joanna Johansen, Rúna á Heygun, Jórun Højgaard, Karl Martin Samuelsen og Malan Thomsen, sang, Hermund Jacobsen, trummur, Jóhannus á Rógvu Joensen, bassgittara, Hildibjartur Hansen, Herluf Lützen og Ólavur Øster gittara, Sunleif Rasmussen og Jonhard Eliasen, tangentar.

FØROYSKI BOB DYLAN

Í sjeytiárunum byrjaði vinstravongurin av álvara at gera um seg í tónleikarákinum. Burtur úr blómubørnunum í sekstiárunum trein fram eitt ættarlið, ið vildi broytingar. Korini hjá einstaklinginum í einum alsamt torførum og torskildum samfelagi vóru umrødd og kritiseraðó.

Sterkasti eksponenturin fyri hesum tónleikaráki í Føroyum er Kári P. Hann hevur á sín serstaka hátt varpað ljós á korini hjá tí einstaka menniskjanum, og tann leiklut, samfelagið og samtíðin hava bjóðað tí. Hetta hevur hann gjørt við málsligum snildi, speisemi, humor, dirvi og hugflogi.

Kári P er føddur í Havn í 1950 og vaks upp har. Faðir og móðir eru ættaðir úr ávíkavíst Sandoynni og Suðuroynni. Tey valdu at búseta seg í Havn og fingu trý børn, tvær gentur og ein drong. Tey gingu í Sankta Frans Skúla. Kári fekk sum aðrir ungdómar tá áhuga fyri tónleiki. Nógv varð lurtað eftir tíðarinnar tónleiki, t.d. The Shadows og The Beatles.

Eftir at vera fermdur ognaði hann sær ein gittara. Tá Kári gekk í realskúla, fekk hann veruliga áhuga fyri gittarleiki. Hann fekk gittarfrálæru frá Eyðbirni av Kamarinum. Tá var Dominique hjá tí syngjandi nunnuni sera væl dámdur. Hesin sangur varð vandur á tunna e-streinginum. Ein vinmaður hansara spældi undir við tveimum grepum, ið Eyðbjørn hevði lært hann.

Tannáringatíðin í sekstiárunum var merkt av nógvum sonevndum kjallarabólkum, og tað ráddi um hjá Kára at vera partur av hesum felagsskapi. Losjan skipaði fyri, at ungdómar kundu venja tónleik og framføra ávís kvøld í vikuni. Ein av bólkunum var Day Trippers, har Kári Petersen fekk seg royndan sum gittarleikara.

Í 1967 var Kári Petersen gittarleikari og sangari í bólkinum Mystic Eyes. Hesin bólkur var millum teir fyrstu í Føroyum, sum tók progressiva tónleikin til sín. Bólkar sum eitt nú The Who, Them, Cream og eisini Jimi Hendrix góvu manningini í Mystic Eyes íblástur.

Kári P og Per Debess byrjaðu nakað um somu tíð at samstarva við at framføra fólkatónleik – eitt nýtt rák, ið tá var við at taka seg fram í Føroyum. Á heysti í 1967 sungu teir á fyrsta sinni til konsert á Tvøroyri. Eitt av løgunum var Where have all the flowers gone hjá Pete Seeger og Joe Hickerson.

Seinni gjørdist Kári ein av manningini í tónleikabólkinum Cream Crackers. Saman við vinnmanninum Per Debess stovnaði hann bólkin Jacta Est Alea í 1969. Sama ár varð bólkurin kosin føroyameistari í popptónleiki.

Vælferðarsamfelagið Føroyar blómaði í sekstiárunum, og tað yngra ættarliðið, ið stóð á gáttini at skula velja sær lívsleiðó, var mitt í eini rembingartíð.

Tað var eitt uphbrot – toybil – tá tey ungu fóru at hava øðrvísi, fyri ikki at tala um fremmandar meiningar. Tann samfelagsligi áhugin vaknaði millum ung fólk. Unga ættarliðið loyvdi sær at seta spurnartekn við alt. Eisini við tað sum var fast stoypt. Fáur tordi at hugsa øðrvísi. Hetta var neyðugt fyri at koma víðari, víðari til har vit eru í dag. Eg haldi, at tollyndi er eitt heilt annað nú – sjálvt um vit ikki hugsa so nógv um tað dagliga. Vit loyva nógv meira nú enn tá. (Tíðarleysi trubadoururin, ÚF v/Suni Merkisstein 2003)

Í 1971 gjørdi norska sjónvarpið (NRK) upptøkur í Føroyum, har m.a. tónleikur og ungdómsviðurskifti vóru viðgjørd. Í sendingini framførir Kári P ein sang, ið hann sjálvur hevur gjørt, Eg siti væl.

Tá deyðin dregur meg avstað tá vil eg stadigvekk sita væl. Eg havi vinir oman skýggj teir vilja geva mær klæðir nýggj, í himnasal, eg siti væl í himnasal, eg siti væl, siti væl

Vit, sum upplivdu Kára P, tá ið hann í 1971 kom til Keypmannahavnar, upplivdu hann sum ein gávuríkan, sera lívligan og intelligentan ungling, við ljósum, þurlutum hári. Hann var nakað av einum anarkisti, orðaði seg ofta við fynd ella við paradoksum og gjørdi seg straks galdandi sum skald, sangari, lagasmiður og gittarleikari. (Hanus Kamban, juli 2009)

Kári P var eitt virtuost føroysk umboð fyri nýggja rákið. Hann var eitt eindømi innan rýtmiskan føroyskun tónleik. Tekstirnir við fólkatónleikaligum eyðkennum runnu saman í hugfangandi løg, har orðini vóru rámandi og dámliga framførd.

Fyrsta plátan við Debess & Petersen í 1973 Bláa húsið og aðrir sangir kom sum eitt frískt lot. Fýra løg eru á plátuni.

„Bláa húsið og aðrir sangir" hevur tvey orginal løg, áleypandi tekstur, áleypandi framburður. Føroysk mál soleiðis sum tað verður tosað av ungdóminum í dag – ikki so sum þuristar kundu hugsað sær tað tosað. Men fyrst og fremst ein pláta, sum sigur eitt sindur um, hvussu tað er at vera ungur í Føroyum í 1973. (Framin 09.10.73)

Í apríl mánaði árið eftir kom EP plátan Mitt í eini meining. Sangirnir eru fýra í tali. Innihaldið var tó ein ov stór avbjóðing hjá útvarpinum, sum sensureraði plátuna eina tíð.

Meðni vit sótu og gjørdu pláturnar klárar at senda út til handllarnar, fingu vit tað hugskot at geva útvarpinum eina plátu fyri at fáa eitt sindur av reklamu. Men mitt í sanginum (Gullkálvavalsurin, red.) varð ljóðið dempad. Tá hevði Niels Juel Arge, ið var staddur í Klaksvík, ringt til útvarpið og biðið teir sløkkja fyri hasum. (Per Debess, 1989)

Av teimum 14 yrkingunum, ið Kári P. fekk fest á plátuna Vælferðarvísur, ið kom út í 1979, er hann upphavsmaður til 10 teirra. Hanus Kamban hevur skrivað tríggjar teirra og Tórarinn Eldjarn eina.

Ein gløggur samtíðarlýsari steig upp á pallin við nýggjum og slóðbrótandi tilfari. Nútíðar­menniskjað í einum umbroytilígum heimi var í middeplinum. Eitt sosialt medvit loðaði uppi við sangunum. (Tíðarleysi trubadoururin, ÚF v/Suni Merkisstein 2003)

Seinna LP-plátan við Kára P. Hinumegin Ringvegin kom út í 1991. Hon er meira persónlig enn Vælferðarvísur. Á plátuni eru yrkingar, ið als ikki eru so einfaldar, men heldur torskildar t.d. Ringulríma og Skygni. Flestu løgini á Hinumegin Ringvegin eru vorðin fólkaogn. T.d. Meirilutin ræður, ið er um, hvussu veljarin skilaleyst velur síni umboð og kemur sær sjálvum út í óføri.

aldri sá eg annan veg fyrr enn líf mítt lá í molum

og meðan tú elskar meg hómi eg dalar og fjøll angandi bø mjúkar sátur og spælandi børn (Súrligar nætur í Keypmannahavn)

Tú húsini seldi, tað hungurin beyð, onkur tey keypti, sum nú eigur tvey, men tú eigur onki, nóg illa til breyð, og vilt tú grundina vita? Jú, ein finna tú ert í talvinum, har pengarnir fólkið flyta.

... eitt einsamt spurnartekin uttan nakran spurning uttan nakran spurning – hvat spyrt tú um? (Mitt í eini meining)

Tí hugur mín tráar eftir niðastu skuffuni, men hon er fast læst verður aldri opnað, tí har liggur tú sjálv

tøgnin er tín besti siður tryggjar vára makt tí hevur hann, sum onki sigur aldri ov nógv sagt ... (Góðborgara-shuffle)

Fyri útgávurnar Vælferðarvísur (1978) og Hinumegin ringvegin (1991) fekk Kári P virðisløn M. A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir í 1995.

Um mínir sangir kunnu kallast skaldskapur ella ikki, tað haldi eg, at eg yvirlati til onnur, tey sum njóta hesar sangirnir, tí eg havi havt ta áskoðan, at tá ið tú gevur nakað út, so hevur tú latið tað frá tær og yvirgivið tað til onnur at eiga. (Tíðarleysi trubadoururin, ÚF v/Suni Merkisstein 2003)

HALLIR OG VØLLIR

Í sjeytiárunum broytist pallmyndin í føroyska tónleikinum. Um somu tíð sum progressivi tónleikurin veruliga fekk fótatefesti í Føroyum, komu tær fyrstu ítróttarhallirnar. Nú gjørdust hallir og konsertirnar tað í størri mun.

Fyrsta ítróttarhøllin kom í Klaksvík í 1969. Árið eftir í 1970 stóð Ítrottar- og samkomuhøllin á Hálsi í Havn uppi. Í sjeytiárunum var tað serliga Ungmannafelagið Skansastova, ið skipaði fyri konsertum har.

Í eini roynd at skapa nakað nýtt og øðrvísi skipaði vestmenninguin Poul Johanuss Egilsnes í juni mánaði 1979 fyri, at eitt stórt tjald kom at standa skamt við Leynavatn.

Stóru konsertirnar í nýggju hallunum hildu fram í áttatiárunum. Her tók tó eitt nýtt rák seg upp. Uttandurakonsertir. M.a. varð skipað fyri konsert á tinghúsvøllinum á ólavsøku 1974.

Ikki fyrr enn í 1986 eydnaðist FUT (Føroya Undirhalds- og Tónleikarafelag) at gera dreymin um konsert á skansanum til veruleika. FUT fekk bert loyvi at halda konsertina á skansanum árini 1986 og -87. Eftir tað royndi FUT við ólavsøkukonsert á ymsum støðum í Havn.

Sum fráleið komu fleiri hallir ella størri samkomuhús runt um í Føroyum. Nevnast kunnu hallirnar í Vági, á Tvøroyri, á Giljanesi, í Runavík, á Skála og á Kambsdali.

HEIMLEYSI UNGDÓMURIN

Í tráð við at ungdómurin frá fimmtiárunum og fram gjørdist ein sjónligur og týðningarmikil brúkarabólkur – ikki minst hjá undirhaldsíðnaðinum – so gjørdist hesin bólkur eisini alt meiri harðmæltur og gjørdi vart við viðurskifti síni.

30. november 1973 varð Ungmannafelagið Skansastova stovnað. Skansastova var ein týðandi pallur hjá rokktónleikinum. Felagið skipaði fyri tydningarmiklu poppkonsertunum í sjeytiárunum.

MTV Mótmæli.
MTV Mótmæli.

This fragment continues the chapter transcription from Part 3.

Endamálsgreinin hjá felagnum var tó eitt sindur í mótsøgn við rørsluna – tann ónøgdi ungdómurin – sum førdi til felagið. Serføroyska lyndið at tálma og stýra sæst aftur í endamálsgreinini hjá felagnum, sum var fyriryrgjandi ungdómsarbeiði, ið skuldi savna ungdómin til hugna og skipa fyri tiltøkum. Hví orðið fyribyrgja gjørdist partur av endamálsgreinini kann bert gitast um.

Men felagið fór virkið til verka. Ein gomul barakk var fingin til vega, og Tórshavnar býráð læt 3.800 kr. í byrjanarstuðli til innbúgv o.a. Harafturat fekk felagið styrk frá einstaklingum og stovnum. Felagið byrjaði sum ein samfelagsligur kjakdepil við fyrilestrum og fundum eina ferð um vikuna.

Skjótt gjørdist barakkin ov lítil. Heitt varð á býráðið um at fáa til vega onnur høli. Hetta gekk tó striltið, og felagið var eitt skifti um at detta niðurfyri orsakað av hesum.

Eftir hetta var býráðið til at tosa við. Skansastova fekk innivist í gomlu býráðshúsunum (Arnes Minde). Hetta skuldi vera ein fyribilsloysn, til nýtt hús varð bygt. Felagið setti á stovn ein byggigrunn, har inntøkur frá tiltøkum, t.d. árligu Skansastovu poppkonsertunum, fóru í. Men hóast drúgt samskifti var við býráðið um viðurskiftini hjá felagnum, gjørdist ætlanin um nýtt hús ongantíð veruleiki.

Skansastova var ein týðandi pallur hjá rokktónleikinum. Felagið skipaði fyri tydningarmiklu poppkonsertunum í sjeytiárunum. Høli felagsins vóru eisini karmur um øheftar konsertir av ymiskum slag. Her sluppu bólkar og einstaklingar at framføra sín tónleik uttan um teir etableraðu pallarnar í Havnini. Her bar til at spæla tónleik, sum einum lysti, uttan mun til krøv frá fyriskiparum.

Á øllum brøgdum skilst tó, at Skansastova vildi gerast ein frítíðarklubbur fyri heilt ung eftir sama leisti sum í grannalondum okkara. Á viðmerking í Myndablaðnum Nú nr. 8 1979 skrivar næstformaðurin Jákup Samuelsen, at býráðið átti at sett frítíðarpedagogar í starv at reka húsið, so tann mest forsømdi ungdómsbólkurin hevði eitt stað at fara eftir skúlatíð. Skansastova hevði tískil ikki bert sum aðalmál at hýsa heimleysum ungdómi og vera óheftur tónleikapallur hjá tí smala tónleikinum. Felagið royndi eisini at gera sítt til at ávirka politikarar at gera frítíðarstovnar og ansingarmøguleikar hjá børnum og ungum í skúlaaldri.

Myndablaðið Magn nr. 5 1979 hevur grein um Skansastovu, og har verður júst komið inn á hetta fyribrigdið. Blaðið skrivar formanandi um tað herverk og misrøkt, húsið hjá Skansastovu ofta var fyri:

... øll vita vit, at ungdómur er ógvuliga rótleysur. Letur ein teimum ov nógv upp í hendurnar, klára tey ikki at stýra ti. Letur ein teimum ov lítið upp í hendurnar, er tað heldur ikki gott. Spurningurin er, um tað ikki hevði verið eitt gott hugskot, at býráðið setti frítíðarpedagogar at hjálpa og leggja teim ungu lag á. (Magn nr. 5 1979)

Blaðið setir tveimum ungum brúkarum av Skansastovu henda spurning:

Bilsin gjørdust vit, tá báðir svaraðu næstan við ein munn, at tað hevði avgjørt bøtt um støðuna. Fólkið skal ikki vera ov gamalt, men tað skal vera onkur, sum man hevur respekt fyri, og sum hevur skil fyri ungdómi. Onkur, sum dugir at gera tað interessant. (Magn nr. 5, 1979)

Í somu grein kemur fram, at limatalið í felagnum sveigjaði millum 150-300 limir. Felagið hevði flest limir í byrjanini av virkseminum. Móti endanum av sjeytiárunum var limatalið minkað til 140. Tey heilt ungu millum 14-15 ár høvdu tá eisini sett seg á felagið.

MINNILIG KONSERT

29. desember 1978 skipaði Ungmannafelagið Skansastova fyri stórfingnari konsert í Ítróttarhøllini á Hálsi við týðandi bólkum úr sekstiárunum. Poppminnir, ið konsertin nevndist, hevði fyrst og fremst eitt nostalgisk mið. Hon vildi líta aftur á virknu og týðningarmiklu tónleikatíðina í sekstiárunum. Skansastova vildi vísa á, at tónleikurin í sekstiárunum var grundarsteinurin undir popptónleiki – eisini í Føroyum. Ella sum felagið sjálvt málbar seg í faldaranum frá konsertini:

Eitt tiltak sum henda konsertin fer at minna tilkomin fólk á „the old days", samstundis sum konsertin lærir tey, sum ikki minnast „the old days" eitt sindur um, hvør tónleikur varð spældur.

Men felagið hevði eisini sum endamál við konsertini at seta ljóskastaran á popptónleik og umstøður hansara í Føroyum sum heild, tí felagið skrivar víðari.

Vónandi verður úrslitið av konsert sum hesi, at myndugheikarnir fáa eyguni upp fyri tí tydningi, sum hesin tónleikur hevur havt fyri samtíðina. Líka stóran tydning hevur tað í dag, at tey føroysku orkestrini, sum spæla í dag, verða stuðlað bæði fíggjarliga og moralskt.

Og ikki nóg mikið. Skansastova vildi við konsertini vísa á, at popptónleikur eisini var mentan, ið mátti stuðlast og ansast eftir.

Tað er ein møguleiki fyri, at vit við hesi konsert kunnu fáa hol á onkustaðni, so poppmusikkur verður góðtikin sum mentan og ikki verður køvdur og gloymudur orsakað av vánaligum umstøðum.

Soltnu popptíðirnar í miðstaðarøkinum í sjeytiárunum síggjast eisini aftur í grundgevingini fyri konsertina – umframt tann altíð afturvendandi spurningin um trongu korini hjá ungdóms- og poppmentanini í Føroyum yvirhøvur. Felagið skrivar í konsertfaldaranum:

Skansastova (hevur) roynt at gjørt sítt fyri at bøta um umstøðurnar á tónleikaøkinum. Tó serliga innanfyri popptónleik tí hann hevur verri umstøður enn annar tónleikur ... M.a. hevur felagið tikið upp aftur tiltøkini við teimum fáu konsertunum, sum vóru í 60'unum.

Í sambandi við Poppminnir konsertina hevði felagið fingið savnað fleiri av fremstu tónleikabólkunum í sekstiárunum. Luttakandi bólkarnir vóru: Rúnar, Tey av Kamarium, Torv, C. C. v. Herólvi, Cream Crackers, Flamingo, X-Rays, Faroe Boys, Rabbits, Silly Boys og Simme og Tey.

Konsertin hevði frammanundan fingið ein mytologiskan dám. Her var høvi at hoyra tónleik og bólkar, ið vóru hornasteinar undir føroyska popptónleikinum. Og hetta vóru tað nógv, ið gjarna vildu hoyra – bæði ung sum tilkomin. Tey ungu vóru fylt av spenningi eftir at hoyra tónleik og bólkar, ið foreldur teirra høvdu dansað til. Og tey tilkomnu gleddu seg at minnast aftur á farnar, stuttligar dagar.

Hálvt triðja túsund fólk vórðu stúgvað saman í Ítróttarhøllini á Nabb hetta fríggjarvøldið seint í desember mánaði 1978. Fyrireikararnir kundu selt tvær ferðir so nógv atgongumerki, hevði møguleiki verið fyri tí. Frásøgumaður var Jógvan Asbjørn Skaale. Sjónvarpsmaðurin sveik ikki, men varðveitti tann søguliga teymin gjøgnum tiltakið.

Eftir konsertina vóru bløðini á tremur við rósandi orðum. Droymandi tónleikaferðin aftur til upprunan hevði eisini bergtikið ummælararnar. Teir vóru eins bilsnir og áhoyrarar, at „hesi gomlu" framvegis dugdu at fáa ein sal at rokka og rulla.

Faroe Boys fingu sum vera man góð skotsmál. Sum ein ummælari tekur til, so hevði hesin bólkurin nakað at liva upp til fram um hinar, og sambært sama ummælara sviku teir ikki.

Herólvur Andreassen fær eisini rósandi orð á vegnum. Hann tykist vera tað mest gjøgnumførda stíl-ikonið á konsertini, sum hann stóð har í klædningi, opnari skjúrtu og veipandi ørmum, meðan onnur síggjast syngja hendur í lumma ella við einum lepa í hondini til tess at minnast tekstin. M.a. skrivar Dagblaðið um framførsluni hjá Herólvi:

Tað kann væl vera, at vit ongan Chuck Berry hava, men so hava amerikanarar heldur ongan Herólv ... Stuttligt at kunna sita og vagga við í takt til kend løg, ið vóru eins væl sungin og vóru tey sungin av Chuck Berry sjálvum. (Dagblaðið 05.01.79)

Tað tykist vera eitt serføroyskt fyribrigdi ofta at meta framførsluna í mun til teir karmar ella tíð, fólk hava havt at fyrireika seg. So er eisini í ummælum av hesi konsert. Dagblaðið skrivar m.a. í sínum ummæli:

Frálíka gott spæl hóast stutta venjingartíð vakti bilsni millum áhoyrarar. (Dagblaðið 05.01.79)

Konsertin endaði við songløstu, har allir tónleikarar – og fjøldin – sungu lagið Eitt sunnukvøld í Plantaguni – kanska ímyndin av fyrstu, føroysku popptónunum. Í øllum førum ein savnandi søgn um tíðarskeiðið, har poppurin spretti í Føroyum, og ungdómsmentanin tók seg upp.

ORMURIN LANGI GER UM SEG Í NOREGI

Í sjeytiárunum byrjaði ein ungur føroyingur at gera vart við seg sum yrkistónleikari í Noregi.

Glaðir ríða Noregs menn til Hildar ting

Hesa reglu kennir nærum hvørt mansbarn í Føroyum. Rokkbólkurin Týr gjørdi í 2002 kvæði um Ólav Trygvasson til fólkaogn. Men eisini í Noregi hevur hetta lag gjørt um seg. Í 1974 spældi bólkurin ZOO úr Norðurnoregi lagið inn á stakplátu, sum gjørdist nummar 4 á Norsktoppen. Sangari og urguspælari í bólkinum var Sverri Dahl, ið er føddur í Føroyum og hevur føroyskun pápa.

Sverri Dahl var komin við foreldrum sínum til Svolvær í Norðurnoregi á heysti 1962. Pápi hansara var Tormóður Dahl, verkfræðingur úr Havn, sum hevði fingið starv sum stjóri á Svolvær Electrisitetverk. Hetta starv røkti hann fram til 1971. Hann fór í farloyvi í 1971 og fór endaliga frá sum stjóri í 1972 og flutti til Føroyar at búgva.

Familjan varð verandi eftir í Noregi. Sonurin Sverri fylgdi ikki í kjalarvørrinum á pápanum við starvi innan verkfræði. Men avrik hansara innan sítt yrki – tónleikin – tola dagsins ljós. Útvið ein hálv millión seldar plátur, fleiri løg ovast á hittlistanum, virkin sum yrkistónleikari í Noregi síðani miðskeiðis í sjeytiárunum, talar fyri seg.

Komin til Svolvær vísti Sverri beinanvegin áhuga fyri tónleiki. Hann byrjaði at spæla á blási-ljóðføri, men tá mamman fekk eitt klaver, byrjaði hann at spæla á hetta og fáa undirvísing. Tangentarnir gjørdust hansara ljóðføri. Í 1969 fór hann at spæla orgul í bólkinum Ludo. Teir spældu progressivan rokktónleik m.a. hjá Deep Purple, men eisini egin løg. Bólkurin var væl dámdur har norðuri og spældi nógv, men fór í søguna í 1972. Sama ár var Sverri biðin um at koma upp í Stokmarknes bólkin Focus, áður og uppaftur seinni ZOO.

Upprunin til ZOO var bólkurin The Strangers, stovnaður í Stokmarknes í 1962. Eins og føroyskir bólkar um hetta mundið var talan um ein bólk, ið spældi instrumentalan, shadows-tónleik. Hesin bólkurin var til fram til 1966, tá hann broytti navn til ZOO og byrjaði at spæla rhythm & blues tónleik. Teir vunnu eina talenkapping í Svøríki. Vinningun var ein plátusáttmáli. Men peningatørvur gjørdi, at ZOO noyddist at rýma úr Svøríki, og sáttmálin var ongantíð nýttur.

Men bólkurin reistist aftur úr øskuni. Í 1970 broytti hann navn til Focus, men noyddist nøkur ár seinni at broyta navnið aftur til ZOO, tá kendi hollendski bólkurin av sama navni kom fram. Tá var Sverri Dahl komin við i bólkin.

Í 1974 fekk bólkurin sáttmála við Experience Records, eitt lokalt plátufelag á leiðini, og innspældi fyrstu plátuna, Ormen Lange. Sverri Dahl syngur og hevur uttan iva eisini staðið fyri útsetingini. Hammond orgul hansara er miðpunkt í ljóðmyndini saman við serstaku rødd og dialekt hansara. Trumma, bassur og gittari syrgja fyri rýtmuni. Kórklangurin er sterkur í niðurlagnum. Harmoniskt er lagið væl øðrvísi, enn tá tað verður kvøðið, og sum tað er kent frá Týr. Stílurin má sigast at vera folk-rokkur við hørðum botni.

Gittaristurin William Hakvaag minnist aftur á upprunan til Ormen Lange:

Upprunaliga høvdu vit hoyrt eitt lokalt orkestur, sum í 1991 spældi sangin. Sverri Dahl spældi orgul í hesum bólki, men tað var trummusláarin í bólkinum, Roy Westerlund, sum hevði funnið sangin í einari sangbók og kom við honum. Tá Sverri kom við í Zoo í 1973, tóku vit Ormen Lange við á okkara skrá. Vit spældu hann alment, og lagið var ómetaliga væl dámt. Eg minnist, at tey ungu plagdu at gera ein stóran dansiring runt í honum til sangin. Vit innspældu sangin á sumri 1974 í einum lítlum studio í Mosjøen. Síða B var ein finur sangur, sum hevdi heitið „Minnet har jeg att", sum eisini fekk góð skotsmál. (William Hakvaag 03.08.09)

Norðmonnum man hava dáma at hoyra søguna um gamla kong teirra flatnan tátíðarinnar tónleikaham. Lagið kleiv upp á eitt fjórða pláss á Norsktoppen. Eftir hetta spældi bólkurin nógv við skiftandi manning, men í 1976 var aftur steðgur í. Sverri flutti heim til mammu sína at búgva og umhugsaði at fylgja yrkisleiðó pápa sín innan verkfræði. Men hann valdi at fylgja bólkinum árið eftir til Stokmarknes, har teir ætlaðu at satsa upp á eina yrkisleið innan tónleik.

Við á ferðini var eisini ein nýggjur limur, Ketil Stokken. Hann var sera dugnaligur sangari, gittarleikari og lagasmiður. Við sær í bólkin hevði hann ein hóp av enskum sangum, sum hann hevði gjørt. Men tydningarmest var, at hann í reyvalummanum hevði ein plátusáttmála við Apollo Records í heimstaðnum Harstad. Ketil Stokken gjørdist drívmegin í bólkinum tey næstu seks árini, fram til hann gavst.

Á heysti 1977 innspældi ZOO fyrstu LP plátuni, Captured in ZOO, sum kom í 1978. Hon varð seld í 3.000 eintøkum og gjørdist júst so mikið kend í Tromsø og Norðlandinum, at bólkurin slapp at framføra í sjónvarpinum. Tónleikurin hevði týðiligan íblástur frá amerikonskum rokk- og funktónleiki.

Í oktober mánaði 1978 fór bólkurin til Keypmannahavnar at innspæla LP plátuna Quilty, sum kom út árið eftir. Hóast hon var enn betur móttikin og seldi í 6.000 eintøkum, var bólkurin als ikki nøgdur, og so slettis ikki við plátufelagið. Teir settu seg í samband við Snowflake Records í Oslo.

Plátufelagið vildi gjarna gera sáttmála við ZOO, men so skuldu teir syngja á norskum og ikki enskum. Úrslitið gjørdist Noregs Heistaste, sum gjørdist landsumfatandi gjøgnumbrotið hjá bólkinum. Av hesi plátu fekk bólkurin hittið Du ekje her, ið Sverri Dahl sang. Plátan seldi sambært Norsk Rock Leksikon 50.000 eintøk. Bólkurin fekk eisini innivist í NRK.

Bólkurin hevði funnið sín tónleikafrýmil. Dansivinarligur funky tónleikur við teksti, sum snúði seg um gerandismál og tankar hjá vanliga norðmanninum.

Gjøgnumbrotið kom árið eftir, tá ZOO innspældi Z på maken. Á fyrstu plátunum átti Ketil Stokken nærum øll løgini, men á Z på maken byrjaði Sverri Dahl at gera vart við seg sum lagasmiður. Í januar 1981 var bólkurin við í poppsendingini Zikk Zakk í norska sjónvarpinum. Tónleikur teirra var varpaður út um alt Noreg. Lagið Evig ung frá plátuni gjørdist nummar eitt á norska hittlistanum. Plátan seldi heili 65.000 eintøk.

Á heysti sama árið fór bólkurin aftur í studio. Plátan Gaya gjørdist størsta avrikið hjá ZOO. Hon seldi yvir 65.000 eintøk. Aftur hesa ferð komu teir í sjónvarpið. ZOO var nú ein av allarfremstu norsku bólkunum. Teir gjørdust tannáringaidol. Á alnettænastuni youtube.com finnast løg við ZOO. Her skriva norskar gentur m.a., at tær vóru púra forelskaðar í Sverra Dahl og Ketil Stokken.

Tónleikur teirra er lættur poppur á norskum máli. Stílurin er eyðkendur fyri seinnu helvt av sjeytiárunum og byrjanina av áttatiárunum. Litrík klæðir, ið liggja tætt at kroppinum. Ein feril á glamrock. Ikki heilt ólíkt tónleikabrøðrunum The Walkers og Mabels í Danmark.

ZOO spældu nógvar konsertir hesi árini og ferðaðist 220 dagar av árinum. Hetta fór at merkjast. Teir troyttaðust og vóru merktir av øllum hurlivasanum. Teir fluttu til Oslo fyri at fáa enn betri gjøgnumbrot. Men plátan Shagalai frá 1982 bar brá av, at bólkurin var troyttur. Kenslurnar og støðan í bólkinum skein ígjøgnum tónleikin á plátuni. Hon gjørdist eingin sukkses á sama hátt sum undanfarnu, men seldi tó 25.000 eintøk.

Bólkurin ZOO var komin á eitt vegamót. Ketil Stokken vildi royna seg sum solistur og gjørdist kendur í áttatiárunum fyri sínar framførslur sum norskur Grand Prix sangari. Limirnir gjørdu av at fara hvør til sítt í 1984.

Men Sverri Dahl var ikki leingi arbeiðsleysur tónleikari. Hann var biðin at koma við í kenda stuttleikabólkin Banana Airlines. Hesin bólkur spældi lættan, speirekandi tónleik. Teir vóru serliga kendir í áttatiárunum og byrjanini av nítiárunum og seldu eina ørgrynnu av plátum – nærum eins nógv og ZOO gjørdi.

Í hesum bólki helt Sverri Dahl fram lívsleiðó sína sum yrkistónleikari. Umframt at spæla við Banana Airlines, er Sverri sera virkin sum studiotøkningur og tónleikari, umframt at hann spælir í ymiskum høpi nærum hvørt einasta vikuskifti.

Í 1994 var plátan ZOOhra Hits send á marknaðin við teimum bestu løgunum hjá ZOO. Men ikki fyrr enn um aldarskiftið, eftir miklari áheitan frá viðhaldsfólki og fjepparum, var ZOO aftur at hoyra á palli. Eftir eina væl eydnaða konsertferð í 2000 kom enn ein savnspláta út, og ZOO hevur síðani tá spælt javnan og ger tað enn.

ZOO og Sverri Dahl seldu stakar 200.000 plátur. Tvær teirra fingu gull fyri at hava selt yvir 50.000 eintøk, tvær fingu silvur fyri av hava selt yvir 25.000 eintøk. Harafturat koma gull, silvur og platin fyri ymsar savnsfløgur. Bólkurin var tilsamans 86 vikur á norska hittlistanum við 16 ymiskum løgum. Nýggju av teimum á fyrsta plássi.

Sjónvarpsfelagið gjørdi í 1983 eina sending um Sverra Dahl og hansara virki sum yrkistónleikari.

SJEYTIÁRA ÚTVARPSRØDDIN

Útvarpið var framvegis fremsti miðil í Føroyum í sjeytiárunum. Ein útvarpsrødd, sum serliga gjørdi vart við seg innan tónleik í sjeytiárunum, var Sonne Smith. Umframt at vera útvarpsmaður sum heild hevði hann fleiri poppsendingar, m.a. 15 tær bestu og Postpopp. Sonne Smith gjørdist rættiliga kendur sum útvarpsmaður og hevði í sjeytiárunum heilt stóra fjepparafjøld. Hása og runda rødd hansara við einum veti av suðuroyardialekt var sum skapt til útvarp.

Sonne Smith er føddur í Vági 29. juli í 1946. Tónleikur var nógvur av í heimi hansara. Pápin spældi mandolin og banjo, ein beiggi spældi kornett og mandolin, ein annar orgul og klaver og uppaftur ein triði beiggi var sera dugnaliguir gittarspælari. Sonne royndi ymisk ljóðføri, men metti ikki evnini vera til staðar og gavst við hesum.

Í staðin fór hann at lurta eftir tónleiki. Pláturnar heima vóru nærum bert klassiskar, so útvarpið var stavnhaldið. Radio Luxembourg og rokkurin krøktu seg fast í vágbingin. Hann var púra burtur í Elvis Presley og síðani The Beatles og Rolling Stones.

Sum heilt ungur fór hann til skips, og í einum Woolworth-handli í St. John í Nýfundlandi keypti hann seg fátækan í plátum. „Tað var fantastiskt".

Áhugin fyri útvarpi kom á ungum árum. Hálvvaksin sat hann mangan og lurtaði eftir The Voice of America, sum sendi úr Vesturtýsklandi. Lætt var at skilja hvørt orð, tí lisið varð so týðiliga.

Í 1966 fór Sonne til Odense at taka HH á Tietgenskúlanum. Har kom hann at hoyra poppsendingar í danska útvarpinum. Serliga vóru tað vertirnir Jørgen Mylius og Hans Jørgen Skov, sum høvdu Top-20-sendingarnar og „Efter skoletid". Tíðin í Danmark hevði eisini týðning á annan hátt. Her hoyrdi Sonne fyrstu ferð Sgt. Pepper's Lonely Heart's Club Band hjá The Beatles, Disraeli Gears hjá Cream, og ikki minst – heilt kollveltandi – Hey Joe hjá Jimi Hendrix.

Heimkomin í 1968 fór Sonne at arbeiða hjá S.H.Jakobsen Radiohandli í Havn. Umframt radioútgerð, seldi handilin eisini plátur. Ein dagin fann Sonne eina plátu hjá Steppenwoolf ímillum allar tær vanligu siðbundnu útgávurnar – og so var leyst og liðugt. S.H.J fór av álvara at bíleggja avanseraðan tónleik, t.d. Jethro Tull, Grand Funk Railroad, Chicago, Atomic Rooster, Ten Years After, Colosseum, Free, Jimi Hendrix, Cream, Steppenwolf, Juicy Lucy, o.s.fr.

Plátuhandlarnir í Føroyum vóru ein týðandi tónleikakelda hjá útvarpinum. Longu meðan Sonne arbeiddi hjá S.H.J., ringdi útvarpið og bað hann koma at hava poppsendingar. Tær hevði hann í trý ár. Her spældi hann tann tónleik, ið honum og vinfólkum hansara dámdi, rættiliga progressivan tónleik.

Um somu tíð byrjaðu diskotekini av álvara í Føroyum. Sonne gjørdist í 1970 fyrsti plátuvendarin hjá Havnar Klubba og gjørdist rættiliga kendur millum manna. Hóast hann ikki hugsaði um tað, so fekk hann eina fitta fjepparafjøld sum plátuvendari.

Í 1972 hjálpti Sonne danska útvarpsmanninum Jens Vinther í sambandi við fólkatingsval. Jens Vinther ferðaðist runt í Føroyum í sambandi við valið. Hesin spurdi Sonna, hví hann ikki lærdi til journalist. Hann søkti og slapp inn og byrjaði á journalistskúlanum í Århus í 1973. Starvslæruna hevði Sonne í danska og føroyska útvarpinum. Tá hann var liðugur við skúlan í 1977, bað Niels Juel Arge hann koma at arbeiða í útvarpinum.

Tá hevði Árni S.F. Joensen 15 tær bestu. Útvarpið fekk Sonna til at taka við, tí hann var ein hollur DJ. Men tíðin var líkasum farin at renna undan hittlistum. Sonne hevði ikki hug at gera hesa sending og fann heldur uppá at gera Postpopp. Her kundu lurtararnir skriva inn og ynskja popptónleik. Sendingin gjørdist sera væl dámd. Sekkir av posti komu inn. Sendingin gjørdist ein tann best umtókta útvarpssending nakrantíð, og gjørdist Sonne útvarpsidol. Hann og teknikarin Carsten Arnskov fingu bomm og tyggigummi sendandi. Sjálvur sigur hann:

Tað er satt, at eg gjørdist idol. Tað er eisini satt, at eg skilti ongantíð, hví eg skuldi vera idol. Eg hevði ikki viljað átt skógvarnar hjá The Beatles ella The Rolling Stones. (Sonne Smith 05.02.07)

Sonne gjørdi Postpopp í tvey ár. Síðst í sjeytiárunum var sjónvarpsfelagið byrjað at senda. Hetta fekk ávirkan á útvarpið. Fleiri og fleiri húski fingu sjónvarpstól og leitaðu frá útvarpinum til nýggja, ókenda og spennandi sjónvarpsmiðilin. M.a. Postpopp merkti hetta, tí streymurin av posti fjaraði til nærum einki eftir stuttari tíð.

Sonne Smith arbeiddi í útvarpinum til 1998. Frá 1999 til 2007 var han knýttur at Rás2, og síðani 2007 hevur hann røkt sítt egna virki.

Wall of Silence Sophilia