1960ini

Harður streymur

Strong Currents

Síður 54–133 · Høvundar: Hans Egholm, Kartin L. Hansen

Høvundar: Hans Egholm, Kartin L. Hansen

Harður streymur rak um Atlantshav, tá sekstiárini byrjaðu. Í Amerika hevði ídnaðurin varnast hugin hjá teimum ungu hvítu at møtast, antin tað var til dans, í bili ella biografi. Ungdómurin var vorðin ein brúkarabólkur, sum eisini er barometir, ið peikar á nýggjar siðir og nýggjar tíðir, sum ídnaðurin gjørdi sær dælt av.

Í kaliforniska summarhitanum tók surf-bylgjan seg upp og legði lunnar undir navnið The Beach Boys, ið hildu sær upp gjøgnum øll sekstiárini og longur.

Sum frá leið gjørdist svarti, amerikanski ungdómurin eisini partur av hesi gongd. Í hesi blandingstíð vav Phil Spector ljóð úr svørtum poppi og hvítum strúkarum saman í eitt teppi, ið fekk navnið The Wall of Sound. Fyrsta svarta plátufelag, Tamla Motown, sá dagsins ljós í 1963 og skapti svartan popptónleik, ið allir ungdómar dansaðu eftir. Viðgongdari svartir tónleikarar bygdu á stílin hjá Ray Charles úr fimmtiárunum, løgdu eksalteraðan gospel og cool jazz afturat, og burturúr spratt nýggjur soultónleikur, ið bar fram nøvn sum James Brown og Aretha Franklin. Ungdómurin hevði fingið sín egna tónleik, ið hann vildi keypa, tí hann kendi seg aftur í honum.

Í Bretlandi var øðrvísi. Plátuídnaðurin helt seg til gomlu, kendu sangirnar frá krígnum og var meira afturhaldandi enn lagsbrøður teirra í Amerika. Harafturat vóru ongar dystandi handilsligar útvarpsstøðir, men bara hin eina og heldur afturhaldssinnað BBC, ið skuldi verða øllum til vildar, tí hon hevði sett sær fyri at verða undangongudømi í almannaútvarpvi.

Amerikansku bylgjurnar náddu bretskar havnabýir sum Liverpool, Manchester og Newcastle. Á havnalagnum vóru tað lossingarmenn og tað fólk, ið knýtt var at farmaflutningi, sigling og harðbalna sjólívinum, sum – eins og í Føroyum – tók tónleikin til sín. Tónleikurin fekk egið lív og egna sál í trongum spælistøðum sum The Cavern Club í Liverpool.

Bretskur beattónleikur tók seg upp, og The Beatles komu til.

Øll, ið hug høvdu at spæla saman, høvdu lært og fingið dirvi úr einfalda skiffletónleikinum hjá Lonnie Donegan og teimum. Men partar av skiffle vóru eisini blues- og fólkatónleikur. Bretski beattónleikurin var í hæddini 1963-64 og hvarv, men stóð upp aftur sum egin bretskur rokktónleikur. Samstundis fóru størstu nøvnini, Tommy Steel og Cliff Richard, aðrar vegir, annar sum undirhaldssangari og hin sum poppsangari.

The Shadows, ið vóru trúfastir skuggar hjá Cliff Richard, gjørdust so stílskapandi í øllum Evropa, at teir vórðu eftirgjørdir mest sum alla staðni. Fremsti maður í einum bólki var altíð ein eftirgjørdur Hank Marvin. Í Danmark fekk hetta tónleikaslagið heitið píkatrádstónleikur, tí elgittarin tyktist lurtarum so hvassur. Í Svøríki vóru The Spotnicks størstu Shadows-umboðini, og í Føroyum vóru tað Rúnar og aðrir bólkar við, sum úti um landið løgdu seg eftir nýggja elgittarljóðinum úr Bretlandi.

Seinni í sekstiárunum samantvinnaðu The Faroe Boys og Silly Boys báðar hesar streymar, hin elvismerkta úr Amerika og hin beatlesborna úr Bretlandi. Føroysku sangirnir hjá Faroe Boys tóku aftur í frumrokkin seinast í fimmtiárunum og skaptu ein nýggjan, dagførðan samleika á føroyska rokkpallinum í sekstiárunum.

Torført er at siga, hvør og nær fyrsti rokk-, popp-, beattónleikabólkur trein fram á almenna tónleikapallin í Føroyum. The Faroe Boys vóru óivað besta boð. Tó kann staðfestast, at bólkar runt í landinum vóru í gongd um somu tíð.

Tað byrjaði av álvara í 1962 í Klaksvík við bólkinum Playing Boys, sum skifti navn til Atlantis. Í Fuglafirði Silly Boys og í Vestmanna The Westerns. Í Tórshavn The Faroe Boys, Rúnar og The Enjoyers. The Mountaineers var á Skálafjørðinum í 1963. Í Sørvági byrjaðu The Blue Boys at gera um seg. Teir skiftu seinni navn til The Faroe Stars. Í Suðuroy kom popptónleikurin fram mest sum av tilvild. Hetta hendi, eftir at The Faroe Boys høvdu spælt til jóansøkudans í Tvøroyrar klubba í 1963. Tá ikki lá fyri hjá teimum at spæla til dansin sunnukvøldið, vórðu boð send eftir ungari manning, ið vandi nýggja tónleikin í Losjuni. Stjørnan legði lunnarnar og nakað seinni kom Stjørnuskot.

KRÝNDU DREINGIR FØROYA

Bólkurin, sum so at siga kollvelti øllum í Føroyum, var The Faroe Boys. Teir løgdu støðið, ið allir aðrir bólkar vildu røkka. Teir vóru høgt í metum í grannalondum okkara. Tíðarskeiðið 1963 til 1967 sótu teir á rokktrúnuni í Føroyum.

Upprunin til Faroe Boys var Milson Zachariasen. Hann er føddur í Vestamanna í 1937. 5 ára gamal gjørdist hann faðirloysingur, tá Nýggjaberg, ið pápin var við, fórst. Í 1945 flutti Milson við familjuni til Klaksvíkar, har hann vaks upp og gekk í skúla.

Bólkur á palli.
Bólkur á palli.

Eldri brøður hansara vóru farnir til skips í danska handilsflotanum. Milson droymdi um at fara sama veg, og sum 17 ára gamal fór hann í 1954 sum deksdrongur við donskum farmaskipi.

Á ferðum sínum kom Milson at hoyra nógvan fjølbroyttan tónleik. Í Amerika var Elvis júst komin fram. Rokktónleikur og kontry var at hoyra allastaðni. Hank Williams og Hank Thompson vóru um hetta mundið farnir at gera hawaiigittarar kendar.

Á eini ferð keypti Milson ein Høfner-gittara. Nakrir av manningini lærdu Milson at spæla upp á gittara. Eftir seks ár í danska handilsflotanum mynstraði Milson av í 1960 og kom til Føroya. Við sær hevði hann ein B&O spolabandupptakara við innbygdum plátuspælara, Høfner-gittaran og ein Framus el-bassgittara. Hetta var sera framkomin útgerð í føroyskum høpi. Mamman og fosturpápi hansara vóru nú búsitandi úti í Svanga í Havn. Soleiðis gjørdist Milson havnarmaður. Í 1961 byrjaði hann á sjómansskúlanum.

Fosturpápi Milson starvaðist á Bacalao. Her greiddi hann einum starvsfelaga frá ljóðførunum, ið Milson hevði havt heim við sær. Starvsfelagin hjá pápanum var Tummas Juel Askham. Hann var skjótur á gátt hjá Milson fyri at síggja tey forkunnugu ljóðførini. Milson vildi gjarna stovna ein tónleikabólk, og hetta vildi Tummas Juel eisini.

Tummas Juel kendi Bjarna Skaalum frá Losjuni. Hann átti eisini ein gittara og játtaði beinanvegin at vera við. Teir tríggir byrjaðu at hittast í Losjuni til venjingar.

Tummas Juel visti um ein sumbing, ið gekk í studentaskúlanum, sum møguliga kundi verið við. Talan var um Dánjal Petur Djurhuus. Tummas Juel fekk sumbingin at koma oman í Losjuna og hoyra teir venja. Dánjal Petur hevði við sær ein annan sumbing, Tummas Nielsen, ið somuleiðis gekk í studentaskúlanum.

Í Losjuni stóð eitt klaver. Tá Milson, Tummas Juel og Bjarni byrjaðu uppá eitt lag, settist Tummas Nielsen við klaverið og fór at spæla við. Tað gav góða fyllu, og maðurin varð góðtikin, har hann sat. Dánjal Petur Djurhuus, ið var biðin at koma at lurta, fekk bassgittaran hjá Milson í hond. Nú vóru teir fimm.

Birni.
Birni.

Árið var 1962. Miðstøðin varð losjusalurin, har teir vandu. Millum fyrstu løgini, navnleysi bólkurin vandi, vóru When the Saints, North to Alaska og Singin' ya ya.

Til árligu føstulávintsveitsluna hjá ungmannadeildini í Losjuni í februar mánaði í 1962 varð heitt á bólkin um at framføra nøkur løg. Hesar vælumtóktu veitslur vórðu hildnar í Sjónleikarhúsinum. Nakað seinni var ein grein um veitsluna í Losjublaðnum, Glaðustrok.

Tað hevði verið stuttligt at nevnt tað ymiska, sum varð ført fram, men tað verður ov drúgt, men sigast skal, at her var hvørt av sínum, skemtileikir, stuttligur upplestur, sangur og góður musikkur, bæði lættur og klassiskur. Her skulu vit tó nevna spæluliðið, sum førdi fram modernaðan musikk, tað eru 5 ungir menn við Milson Zachariasen sum leiðara, sum góvu veitsluluttakarunum eina sera hugnaliga løtu við sínum góða leiki. (Glaðustrok nr. 2, mars 1962)

Stutta tíð eftir væl eydnaðu framførsluna í Sjónleikarhúsinum vóru boð eftir teimum at spæla inn tónleikasending til útvarpið. Venjingin varð herð, og teir lærdu seg 12 sangir. Upptøkan varð gjørd á Bryggjubakka, har ein mikrofon var tøk. Til hesa útvarpssending skuldi bólkurin hava eitt navn, og Milson segði útvarpinum, at navnið var The Faroe Boys.

Samstarvið við Losjuna helt uppat. Bólkurin fekk innvist í ymsum kjallarum í býnum. Á sumri hetta árið ger Dánjal Petur Djurhuus av at fara úr bólkinum.

Eina ferð greiðir Tummas Nielsen hinum frá, at hann og Dánjal Petur Djurhuus mangan høvdu staðið uttanfyri hurðina við kamarið hjá fuglfirðinginum Atla Hansen, ið búði í KFUM og var næmingur á læraraskúlanum, og lurtað eftir hansara frálíka gittarspæli. Bólkurin spurdi seg fyri hjá Atla, sum beinanvegin játtaði at koma uppí.

Milson læt Atla fáa plássið sum gittaristur og skifti til bassgittaran.

Bólkur í venjingarrúminum.
Bólkur í venjingarrúminum.

Tá eg hoyrdi Atla spæla á gittara, tá vildi eg heldur spæla bass. (Milson Zachariasen 20.10.08)

Tað vísti seg skjótt, at Atli Hansen var ein sannur fongur. Hann hevði hegni at handfara ein gittara, og við honum í bólkinum gjørdist venjingin miðvís.

Nakað undan jólum í 1962 kannaði manningin í The Faroe Boys møguleikan at sleppa at spæla til dans í Sjónleikarhúsinum sunnukvøld, men hetta læt seg ikki gera. Sunnukvøldið var halgað Gogguni. Í Tórshøll bar tó til at sleppa framat, og har spældu The Faroe Boys á fyrsta sinni til almennan dans eitt sunnukvøld tíðliga í januar mánaði 1963.

Til hetta høvið í Tórshøll høvdu The Faroe Boys fingið vant nakrar sangir við Rudolfi Niclasen sum sangara.

Mikudagin eftir hesa framførslu trein ein ungur vágbingur upp á land í Havn. Robert McBirnie var komin norður til Havnar at ganga á læraraskúla. Hendan sama mikudag, hann kom til Havnar, fór hann í dans í Tórshøll. Simme og hansara menn spældu til dans. Robert trein á pallin og sang nakrar sangir.

Atli Hansen var staddur í Tórshøll hetta kvøldið og hoyrdi Robert syngja. Komnir í skúla morgunin eftir samdust Atli Hansen og Bjarni Skaalum um at bjóða Roberti við til næsta venjingarkvøld. Robert var púra bilsin um dygdina hjá bólkinum.

Fyrsta lagið, teir spældu til venjingina, var Guitarboogie. Eg hevði ikki droymt um, at nakar føroyingur kundi spæla so væl á sologittara. Atli Hansen tók meg fullkomlíga av fótum. Tað næsta, eg legði til merkis, var ljóðið. Hóast forsterkararnir vóru primitivir samanborið við nútíðina, so megnaði Milson at skapa eitt ljóð, ið var nakað heilt nýtt tá. T.d. høvdu bæði sangir og sologittarin ekkó og rúmklang. (Robert McBirnie 21.10.08)

Harkaliðið – LP plátan.
Harkaliðið – LP plátan.

Í einum horni stóð ein vónbrotin Rudolf Niclasen og lýddi á. Hann varð ikki biðin aftur.

Tá The Faroe Boys høvdu spælt trý sunnukvøld í Tórshøll, var Sjónleikarhúsið manntómt.

Hetta fekk leiðsluni í Sjónleikarhúsinum at rakna við. Tey ungu vóru vorðin ein brúkarabólkur og fóru hagar, teimum dámdi best og fingu mest fyri peningin.

Skuldi Sjónleikarhúsinum verða lív lagað, var neyðugt við broyting. Sjónleikarhúsið bjóðaði tískil The Faroe Boys at spæla har mikukvøld við somu treytum, sum Goggan hevði. T.v.s. at manningin skuldi fáa ein tríðing av atgongumerkjaøsluni í sín part. Tað var ikki óvanligt, at 600 – 700 fólk vóru í dansi. Tilboðið var so mikið gott, at bólkurin ikki kundi siga nei,

Fyrsta tónleikaskrá til útvarpsending við The Faroe Boys:

1. Rokklag hjá Billy Hill 2. Tárið sum rann, ums. eftir A Little Bitty Tear / Hank Cochran 3. Mamma mín / norskt lag 4. Singin' ya ya / amerikanskt fólkalag 5. Apache / Jerry Lordan 6. Adam and Eve / Paul Anka 7. Peace Pipe / Norris Paramor 8. You are the only one / Baker Knight 9. Isle of Capri / Kennedy 10. When the Saints / amerikanskt lag 11. Schwarzer Rose, Rose Marie / Scharfenberg 12. North to Alaska / M.Philip

Plakat, ið vísur á, at dansur er í Sjónleikarhúsinum.

SKÚLASTJÓRI Í BUKTINI

Tummas Nielsen fekk óvæntaðar trupulleikar, tá Faroe Boys byrjaðu at spæla til dans í Sjónleikarhúsinum mikukvøld. Hann gekk í studentaskúlanum í Hoydølum og var fluttur úr býnum niðan á kostdeildina. Dyrnar á kostdeildini vórðu læstar kl.23.00. Dansurin endaði kl.24.00. Rektarin vildi ikki geva honum sersømdir, um hann vildi verða búgvandi har, skuldi hann vera á deildini kl. 23.00. Búfólkið á kostdeildini tók seg saman og savnaði inn undirskriftir. Tá boygdi rektarin seg. So skjótt dansurin var liðugur og alt pakkað saman, stóð hýruvognur klárur uttanfyri at fáa Tummas niðan á kostdeildina sum skjótast.

Dansifólkunum dámdi væl at koma í Sjónleikarhúsið at dansa til The Faroe Boys. Mangan var bíðirøð uttanfyri, áðrenn dyrnar lótu upp. Frálíka góða undirtøkan góvu The Faroe Boys áræði til ílogu í nýggja, framkomna útgerð.

504 1958.
504 1958.

Simme Musikkhús bílegði bólkinum nýtt trummusett og nýggjar einslittar hvítar gittarar. Um somu tíð var trummuleikarin Tummas Juel Askham farin úr bólkinum og avloysarin handan trummurnar gjørdist Kári Mouritsen.

Í fleiri umførum í 1963 og í 1964 vóru The Faroe Boys í upptøkuhølinum hjá útvarpinum á Bryggjubakka. Har varð rúgvusmikil og fjølbroytt tónleikaskrá innspæld.

Um somu tíð innspældu teir eisini tveir føroyskir sangir, ið seinni komu út á plátu.

Hesi vóru Heimkoman, orð Robert McBirnie, lag Jákup Mortensen, og Vónsvikin, orð Andr. Djurhuus, útlenskt lag. Manningin til hesa plátu var: Robert McBirnie, sang, Milson Zachariasen, bassgittara, Bjarni Skaalum, rýtmugittara, Atli Hansen, sologittara og Tummas Nielsen, klaver. Kári Mouritsen, ið annars var trummuleikari, var eitt stutt skifti í Danmark. Avloysarin var tann royndi trummuleikarin Trygve Restorff úr Gogguni.

Plátuumslag: Fyrsta stakplátan, ið The Faroe Boys innspældu, vóru Heimkoman og Vónsvikin.

Nakað eftir, at plátan var innspæld, gavst Milson Zachariasen úr bólkinum. Kári Mouritsen, ið var afturkomin til Føroya, fór at spæla bassgittara, og trummuleikarin Trygve Restorff varð hangandi.

The Faroe Boys var ein nógv eftirspurdur tónleikabólkur. Spælt varð til dans runt um í Føroyum og til eitt ótal av veitslum.

Finn Jacobsen.
Finn Jacobsen.

Orsakað av nógvu spælingini, hevði bólkurin lyndi til at slaka við venjingini. Bjarni Skaalum greiðir frá, at tá nakrir eitt kvøldi vóru í klubbanum og hoyrdu Rúnar við Lív Dam á odda spæla frálíkan dansitónleik, letur í Kára Mouritsen: "Nú mugu vit pínadoy taka okkum saman".

Í august mánaði 1964 fór The Faroe Boys á konsertferð á Íslandi. Í fínasta pussi varð manningin avmyndað á Boðanesi úti við Strond í Havn. Hesar myndir saman við áðurnevndu útvarpsupptøkum vóru liðir í marknaðarføringini. Tilfarið varð undan fráferðini sent til íslendskar fjølmiðlar, ið góvu føroyska tónleikabólkinum nógva umrøðu.

Ferðin yvir var við "Heklu"; og føroysku beatlarnir, ið bólkurin varð nevndur í íslendsku bløðunum, høvdu eina væl eydnaða og ógloymandi konsertferð við støði í Tórs Kafé í Reykjavík. Ferðin vardi í átta dagar. Teir komu aftur til Vágarnar við DC 3 flogfarinum hjá Iceland Air.

The Faroe Boys úti í Boðanesi.

Úrval av tónleikaskránni hjá The Faroe Boys 1964 og 1963 sambært bandasavni útvarpsins: Faroe Boys – Blueberry Hill – Mack the knife – G-I Blues – La Paloma – Kiss me quick – Limbo rock – Nobody's darling but mine – Weels – Adam and Eve – Atlasa boogie – The letter edged in black – Judy – Guitarboogie – One night – Sól yvir Føroyar – Remember you're mine – Dance on – The Boys – South of the Border – Stranger on the Shore – Paralysed – Faroe Bot Twist – When the girl in your arms – Alexanders Ragtime Band – Apron Strings – Polka – Yes Sir, That's my Baby – Heartheaded woman – I've got a lovely bunch of Coconuts – Music – Take these chains from my heart – San Antonio Rose – Moonlight bay – Sue, Pretty Sue – In the Mood (Twist) – I forget to remember – My blue heaven – Lucky lips – Rudolf med den røde tud – Mean Woman Blues – Spring is near – Hound Dog – Atlantis – Island of love – Faroe Boys Blue – Norsk segervals – K-u-u-i-po – Drina – Dominique – The Hippy hippy Shake – Tutti frutti – Java – Blue suede shoes – Moonlight tango – Good Golly, Miss Molly – Twelft street rag – Anyone else but you – Long tall Sally – Sweet little Sally – Sweet litle sixteen – Memphis Tennessee – My Girl Lollipop. Manningin er: Robert McBirnie, sang – Milson Zachariasen, bass- og hawaiigittara – Bjarni Skaalum, rýtmugittara – Atli Hansen, sologittara – Kári Mouritsen, trummur – Tummas Nielsen klaver og harmoniku.

Á sumri í 1965 fekk The Faroe Boys sítt seinasta og endaliga skap. Gittarúrmælinurin Atli Hansen var liðugur á læraraskúlanum og sá seg ikki føran fyri at halda tørn. Í hansara stað kom Jógvan Dahl úr Vági, ið hevði drúgvar royndir sum gittarleikari, og sum var í lestrarørindum í Havn.

Tað var spennandi, tí Faroe Boys var nakað, ein sá upp til, tað var toppurin tá. Eg fekk ikki sovið um næturnar, eg sat á songarstokkinum og vandi. (Sosialurin 30.03.99)

Tórður og Kári.
Tórður og Kári.

Trummuleikarin Trygve Restorff hevði leingi ynskt at verða avloystur, og í hansara stað fingu teir ein royndan trummuleikara, Jógvan Sofus Vágsheyg, ið m.a. hevði spælt við Rúnar.

Nýggja manningin avgjørdi at innspæla enn eina stakplátu. Upptøkan varð gjørd í eini skúlastovu í Kommunuskúlanum í Havn. Á plátuni vóru tvey ensk løg: Feelings for you, orð/lag Robert McBirnie og Abilene, trad.

The Faroe Boys royndi sum dansibólkur at gera flestum til vildar og spældi eldri og yngri løg. Bólkurin hevði hug at royna okkurt vilt, sum minti um The Who og aðrar bólkar, sum vóru kendir fyri at knúsa gittarar á pallinum. The Faroe Boys vildi tó ikki oyðileggja dýru gittararnar, men fingu teir at ýla og tilíkt. Eldra áhoyrarafjølðin ynskti hetta av vestfallinum til, men teimum ungu dámdu tað væl.

Sambandið við dansifólkið hevði stóran týðning fyri bólkin. Bólkurin vildi, at okkurt skuldi henda, hvørja ferð teir spældu. Tónleikurin var vendur út móti áhoyrarafjøldini og teimum dansandi.

Tá var undursamt at sveima eftir gólvinum til tónarni hjá The Faroe Boys: South of the border, down Mexico way... øll gjørdust í góðum lag av hesum. (Brot úr ungdómsskaldsøguni Útløgukattar eftir Sólrun Michelsen)

The Faroe Boys fekk góð skoðsmál fyri framførslu sína. Danin Ib Dalgaard skrivaði eina grein í Jyllands-Posten um eitt kvøld í Sjónleikarhúsinum. Greinin varð partvíst endurgivin í Dagblaðnum 7. juni í 1966. Hann skrivar m.a. um The Faroe Boys:

De lagde ud i hårdeste stil med elektriske guitarer over hele linjen. Sangeren, en ung mand på en snes år lagde for med hænder og kropsvridende attituder, der ledte tanken hen på det i Danmarks for længst overståede stade med rock and roll. Men bevares, det var talentfuldt gjort. Hvis man altså kan lide den slags.

Simme Jacobsen.
Simme Jacobsen.

Gruppen spillede hårdt, pågående og højt, og jeg indrømmer blankt, at jeg nærede nogen ængstelse for min fremtidige evne til at høre.

Det, der fascinerede mest var, hvad jeg mener, måtte være specielle arrangementer af færøske melodier – det lød i hvert fald sådan. Det lød faktisk godt, og havde jeg haft evner som en anden impresario, havde jeg såmænd i en fart fået de unge menneskers autograf på en kontrakt.

Lanceret under udfoldelse af den rette reklametromme og med en kraftig publicitykampagne, kunne de uden tvivl give interesserede danskere og elektrisk stød.

Deres repertoire virkede forbløffende stort. Måske fordi der efterhånden kom så mange mennesker i det beskedne lokale, at det næsten ikke var til at høre noget til sidst. Jeg hørte i hvert fald kun én melodi spillet to gange.

Morgunblaðið 7.august 1964 – "Færeyskir bítlar".

Ólavsøkudagarnar í 1966 vóru The Faroe Boys á øðrum sinni á konsertferð í Íslandi. Hotel Egilsbúð í Neskaupstaði hevði fingið ferðina í lag. The Faroe Boys spældu á norður- og vesturlandinum. Eins og tvey ár frammanundan var undirtøkan góð. Íslendingar høvdu als ikki gloymt føroysku beatlarnar. Sosialurin fylgdi við konsertferðini.

Fagnaðurin var stórur, og hvørt kvøld aftaná dansin vóru vit bidnir um at skriva "autografar". Eina náttina sótu vit frá kl. 02, og til hon var yvir 03, og griflaðu okkara "signaturar" upp í lummabøkur og upp á skeytar. – So tú kanst ætla ... (Sosialurin 03.08.66)

Bólkur á konsert.
Bólkur á konsert.

Teir spældu til dans í Norðfirði, við Mývatn, Eyðafirði og Akureyri. Sosialurin skrivar víðari:

Hósdagin 6 tímar við bussi til "Sveitabal" ið er stutt uttanfyri Akureyri. Har vóru allir í píkatrádorkestrinum "Hljómar" komnir at dansa. Teir verða roknaðir fyri besta orkestrið av sínum slagi á Íslandi. Men so søgdu menn, at vit taptu ikki fyri teimum ...

Jógvan Dahl greiðir frá, at tað hendi seg meira enn eina ferð á íslandsferðini, at manningin mátti lírkast út ígjøgnum bakdyrnar fyri at sleppa undan tí stóru mannfjøld, ið vildi hitta teir, tá dansurin var liðugur. Bólkurin fekk 1.000 kr. í úrtøku fyri kvøldið.

The Faroe Boys vóru nú eitt hugtak innan føroyskun rokktónleik. Jaliga umrøðan náddi eisini onnur Norðurlond. Svenska kringvarpið ynskti í 1966 at fáa The Faroe Boys at luttaka í beinleiðis undirhaldssending í bestu senditíð, nevnd Hylands hörna við kenda vertinum Lennart Hyland.

Avbjóðingin var lokkandi, men teir fóru ongan veg. Nakrir teirra fingu ikki frí frá skúlunum. Boðini vóru heilt greið: Fóru teir avstað, so skuldu teir vísa seg aftur á skúlanum. Eftir at hava umhugsað støðuna um at lata skúla vera skúla, mistu ungu menninir dirvið. Teir takkaðu fyri álitið, men søgdu nei takk.

Fyrsta royndin hjá føroyskum tónleikabólki at koma í "showbusiness" varð jarðað. Tað ótrygga, men spennandi tónleikalívið varð slept til fyrimuns fyri skúlagongd og borgarligu størv teirra. Stutt undan jólum hetta árið gavst Tummas Nielsen í The Faroe Boys.

VARÐIN, IÐ STENDUR EFTIR

Sum fráleiðskiltist á øllum brøgdum, at tað lækkaði móti endanum hjá bólkinum. Men teir vildu gjarna hava okkurt liggjandi eftir seg. Á vári 1967 ger bólkurin tískil av at innspæla eina LP plátu – ta fyrstu í rokksøgu Føroya. Undan hesari LP plátu vóru bert kvæðaplátur útkomnar á LP.

Upptøkurnar vórðu gjørðar á trimum ymiskum støðum. Flestu løgini vórðu innspæld í auluni í studentaskúlanum í Hoydølum, tvey løg í gamla B36 húsinum og eitt lag í salinum hjá Havnar Bio. Upptøkurnar vóru sonevndar "one-take". Alt varð sungið og spælt í senn. Varð ein feilur gjørdur, mátti alt takast upp av nýggjum.

Brandur og Simme í Íslandi.
Brandur og Simme í Íslandi.

Milson Zachariasen gjørdi upptøkurnar. Upptøkutólið var ein Beocord, 2 sporaður spolabandupptakari, ið hann hevði keypt miðskeiðis í sekstiárunum. Hann umbygdi bandupptakaran, so møguligt var at fáa seks mikrofonir settar til.

Í auluni í studentaskúlanum varð trummusettið sett aftan fyri teppið á pallinum fyri at dovya ljóðið.

Ellivu sangir eru á plátuni, átta av útlendskum uppruna og tríggir føroyskir. Tveir teirra, Tú og eg á ástartingi og Vit fáa tevatn og breyð hevði bólkurin spælt nógy frammanundan. Triðja lagið, Hvú, var nýtt fyri The Faroe Boys, tó so at Kári Mouritsen kendi henda sang frá beiggia sínum Aggo. Simme Jacobsen átti orð og lag. The Faroe Boys áttu hvørki orð ella løg á nøkrum av sangunum. Tónleikurin á plátuni umboðaði tann tónleik, bólkurin spældi til dans síðstu árini.

Plátan var tann fyrsta av sínum slag í Føroyum og hevði stóran týðning í víðari menningini av føroyskum rokk- og popptónleiki. Hon prógvaði, at tað bar til at gera eina føroyska LP-plátu, og at tónleikurin fult og heilt var líka væl samanspældur sum tann útlendski um somu tíð.

Simme Jacobsen stóð fyri søluni av plátuni umframt at vera gestatónleikari á einum lagi.

Brandur og Simme á utferð 1956.
Brandur og Simme á utferð 1956.

Um miðjan desember 1967 – eitt hálvt ár eftir, at bólkurin var givin at spæla – kom plátan í sølubúðirnar. Tey 500 eintøkini, ið vóru bíløgd, hvurvu sum døgg fyri sól.

Simme bílegði síðani enn 350 plátur, og eftir fáum døgum vóru tær eisini seldar. Enn einaferð bílegði Simme 350 plátur, og sølan var framvegis góð. Í november í 1968 bílegði Simme tær seinastu 240 pláturnar – og tær vórðu allar seldar. 200 eintøk av plátuni vórðu send til Íslands og seld har.

Plátan varð ikki endurútgivin, tí danska fyritøkan, ið lá inni við upptøkunum, brendi. Í 2000 tók plátufelagið Tutl stig til at digitalisera plátuupptøkuna við The Faroe Boys, ið nú finst á fløgu.

LP plátan varð byrjanin til endan á Faroe Boys. Tað var manningini greitt, at tá summarið kom, fór framtíðin hjá bólkinum at verða ógreið. Lestrartiðin á læraraskúlanum hjá Bjarna Skaalum og Robert McBirnie nærkaðist endanum. Tá tann tíðin fór at koma, vildi arbeiði ivaleyst føra teir í hvør sína ætt. Skilnaðarstundin var í eygsjón.

Seinastu ferð, The Faroe Boys spældu til almennan dans í Sjónleikarhúsinum, var 24. mai í 1967. Nakrar dagar seinni, tann 8. juni, spældi bólkurin fyri allarseinastu ferð á hesum sinni. Hetta var til eina íslendingaveitslu í Sjónleikarhúsinum.

Pole og Linda Tórshøll 1956.
Pole og Linda Tórshøll 1956.

Tá teir góvust vóru teir millum 19 og 23 ár. The Faroe Boys vóru søga!

Til Poppminnir tiltakið 29. desember 1978 fekk bólkurin nýtt lív og gjørdi "comeback". Síðan hava The Faroe Boys við skiftandi manning av og á verið at sæð og hoyrt, m.a. til tiltakið "Aftur í '60'ini".

Í 1968 var ein greinastubbi um LP plátuna hjá The Faroe Boys í Søndags-B.T. undir teiginum Ugens Plade. Tað var Hemming Hartmann-Petersen, sum hevði hoyrt plátuna, meðan hann var í arbeiðsørindum í Føroyum. Hann var eisini knýttur at Danmarks Radio, og í einari sending um somu tíð segði hann seg vera bilsan av, at tríggir plátuhandlar vóru í Havn. SHJ Radiohandil, H.C.W. Tórgarð og Simme Musikkhús.

Undir yvirskriftini Popbudskab fra Færøerne skrivaði Henning Hartmann-Petersen m.a. um Faroe Boys plátuna: ... og jeg kan ikke med min bedste vilje se det anderledes, end at disse Færødrenge er fuldt så god en pop-gruppe, som dem der stiger op og ned ad den hjemlige rangliste. Og under alle omstændigheder synes jeg, at vore pop-profeter med fuld føje kan tage disse fyre med i deres betragtninger...

LP plátan hjá The Faroe Boys er í útgávuni av Politikens Dansk Rock Leksikon 1956-2002. Plátan er at finna í yvirlitinum yvir sjáldsamar plátur og verður av savnarum mett at hava eitt søluvirði á 8000 kr. Eftir listanum at døma er plátan nr. 3 yvir tær mest sjáldsomu. Politikens Dansk Rock Leksikon 1956-2002, s.461.

IT'S A LONG WAY TO TIPPERARY...

Sjálvt um The Faroe Boys vóru ein eind, skaraði Robert McBirnie framúr. Hann er føddur í Sørvági í 1943. Ikki ársgamal flutti hann við mammu síni suður til Vágs – til eina ommusystur. Robert gjørdist tá vágbingur.

Áhugin fyri tónleiki kom frá mammu hansara. Hon var óføra at syngja og ógvuliga musikalsk. Í Sørvági, har herdeildirnar høvdu sínar barakkir, varð mangan skipað fyri undirhaldi av ymiskum slag. Ímillum luttakararnar vóru mamma Robert og nøkur av hennara systkjum. Tey sungu og spældu upp á munnharpu.

Pápi Robert var hermaður í Føroyum undir krígnum og fór av landinum, tá sonurin var hálvt ára gamal. Hann sá ongantíð pápa sín aftur.

Mamma hevur sagt mær, at pápi mín var blottaður fyri allan tónleik, hann floytaði altíð sama lag til allar sangir, "it's a long way to Tipperary ..." (Robert McBirnie 21.10.08)

Sum smádrongur stóð Robert mangan uttanfyri Losjuna og lurtaði eftir Bassanum, t.e. Napoleoni Mortensen, ið spældi til harmonikudans. Bassin var ímyndin av tónleikalívinum í Vági.

Robert lurtaði nógv eftir útvarpsrásum og plátum. Hann keypti sær fyrsta gittaran í Klaksvík eina summarferiu í 1957. Frálæru í gittarleiki fekk hann frá frelsunarherinum og Jákupi Mortensen, soni Bassan. Hesir báðir loftaðu skiffle- og rokkrákinum í fimmtiárunum og vóru í 1959 við til at stovna tónleikabólkin Red Boys.

Robert royndi sjólívið og hevði ætlanir um at fara út í heim, men hann endaði eitt ár í Nørre Nissum, einum fyrireikingarskúla til læraraskúla. Robert byrjaði á Føroya Læraraskúla í januar 1963. Hetta sama árið gjørdist hann sangari í The Faroe Boys.

Skúlaárið 1967/68 var Robert McBirnie lærari í Klaksvík. Har skipaði hann fyri fyrstu poppkonsertini í Klaksvík. Hon var í spinnarínumi hjá Kjølbro. Luttakandi bólkar vóru úr Havn, Fuglafirði og Klaksvík.

Síðan var Robert lærari í Havn í eitt ár. Hetta tíðarskeiðið, á heysti í 1968 til á sumri í 1969, var hann við í tónleikabólkinum The Islanders.

Síðan gekk leiðin til heimbygdina Vág, har hann var lærari frá 1969 til 1985. Umframt lærarayrki var hann hesi árini virkin tónleikari og undirhaldari.

Í 1971 var Robert við í eini sjónvarpssending í norska kringvarpinum, NRK. Sendingin bar føroyska heitið "Tú og eg á ástartingi". Hon gav hyggjarunum innlit í føroysku ungdómsmentanina um tað mundið. Filmsliðið vitjaði í studentaskúlanum í Hoydølum, náttarlívið í Havnini, diskotekklubbanum og umrøddi frítíðarmøguleikar, trúarlív og annað mangt. Íkastið hjá Roberti var sangurin Huldugentan, ið hann framførdi saman við skúlanæmingum í Vágs skúla.

Um somu tíð byrjaðu V4 sendingarnar hjá útvarpinum at ferðast kring oyggjarnar. Fyrsta V4 sending var í Vági, og tá kom Robert at vera við í V4 við tónleiki, tættum og undirhaldi.

Hesa tíðina samstarvaðu Robert og Jógvan Dahl eisini. Í 1972 kom ein stakpláta frá teimum.

Seinni í sjeytiárunum er hann við í trímannabólkinum Robert, Jákup og Ólavur, ið spæla til dans og undirhald runt landið. Hesin bólkur læt eisini eina tónleikaútgávu frá sær.

Í 1984 markaði hann sítt lív sum tónleikari í 25 ár. Hann gav út eina LP plátu við tónleiki, ið hevði verið partur av hansara tónleikaleið øll árini.

Hóast Robert McBirnie ikki mintist pápa sín, so visti hann, at hann var bretskur hermaður. Sum 12 – 13 ára gamal fekk Robert brævasamband við pápan, men umstøðurnar at hittast vóru ikki til staðar. Longur og longur gjørdist millum brøvini, og sambandið fjaraði út.

Í 1978 gjørdi Robert av at fara til Skotlands til tess at koma í samband við pápan. Á ferðini gjørdist Robert sera vónsvikin av boðunum um, at pápin, ið eisini nevndist Robert McBirnie, var deyður av krabbameini tvey ár frammanundan.

Tá Robert í 1985 var í ørindum í London, hitti hann síni hálvsystkin og konu pápan.

Nógv var at práta um, m.a. vísti tað seg, at ein hálvbeiggi hansara, sum í sínum ungu døgum búði í Týsklandi, hevði verið virkin tónleikari. Hesin Anthony McBirnie var m.a. gittarleikari og sangari í einum tónleikabólki, ið nevndist Purple Vision árini 1967 – 68. Tá hann flutti heim aftur til Onglands var hann árini 1969-70 við í einum tónleikabólki í London, ið serliga framførdi fólkatónleik, m.a. á pubbum.

Ein abbabeiggi Robert í faðirætt flutti til Amerika, og Robert McBirnie hevur í dag samband við tvær abbaðøtur hansara í Arizona. Hesar báðar eru sera "musikalskar" og skipa fyri kirkjukonsertum – tað verið seg við kórum og tónleikabólkum.

Robert McBirnie saman við vinfólki í Vági 1959.

David Christian: "Johan MacDonald (Hanneboy) er tann besti gittarleikarin, eg havi hoyrt, og er tað bert syndarligt, at hann ikki kemur meira fram. Eg ivist ikki í, at hann hevði verið sera vælumtóktur í Onglandi. Eric Clapton, sum júst er kosin at vera Onglands besti gittarsolistur, hevði fingið ein harðan mótstøðumann, sum hann í hvussu er hevði havt ilt við at vunnið á." Sosialurin 31. januar 1970.

RUDDILIGI BÓKHALDARIN

Ein av limunum í The Faroe Boys var Jógvan Dahl. Hann er føddur og uppvaksin í Vestmanna. 10 ára gamal flutti familjan til Havnar og búsettist í Varðabú. Í grannalagnum vóru nógv børn, og hugurin at spæla og syngja og haðani. Jógvan átti ein akustiskan gittara, ið pápin hevði keypt í Noregi.

Foreldrini góvu honum loyvi at innrætta eitt høli í kjallaranum. Har hittust ungdómar aftaná skúlatíð og í vikuskiftunum at hugna sær og spæla tónleik.

Tá Jógvan var 11 ára gamal, arbeiddi hann fyri hálva løn á tunnuvirkinum Yviri við Strond í Havn. Lønin hjá Jógvani var 2,11 kr. um tíman.

Á sumri í 1959, nakað eftir at Simme Musikkhús hevði latið upp, keypti Jógvan sær ein elektriskan Høfner gittara við peningastyrki frá pápa sínum. Umframt at læra seg sjálvan gittarspæl fekk hann frálæru frá Simma.

Í 1963 flutti Jógvan Dahl við foreldrunum til Vágs, heimbygdina hjá pápanum. Tónleikurin var framvegis eitt av hjartamálunum hjá Jógvani, og javnaldrar vóru í Vági, ið høvdu sama áhuga. Úr eldra ættarliðnum var harmonikuleikarin Sjúrður Strøm teimum ein hollur stuðul. Onkuntíð varð spælt til dans í Framtíðini.

Tónleikurin, ið kom fram í sekstiárunum, kravdi fleiri ljóðføri og harvið pening. Torført var at fáa pening fyri at spæla og á tann hátt fáa pening til nýggja útgerð. Jógvan minnist, at roynt var at tosa lagaliga við formannin í Framtíðini. Svarið frá formanninum var, at tónleikarar spældu av gleði og nýttust ikki pening. Hóast drúgvar tingingar, var hann hvørki til at høgga ella stinga í. Vildu teir ikki spæla, so kundi hann sjálvur floyta til dans fyri einki.

Tá so eitt danskt verjuskip nakað seinni kom á Vág, komu boð frá formanninum í Framtíðini, at tónleikarar skuldu fáast at spæla til dansin, sum siður var, tá fremmandar vitjanir vóru. Jógvan fekk boðini, men segði nei. Nú kundi formaðurin floyta, um hann hevði hug til tað. Tað kvøldið var ongin dansur. Jógvan tordi ikki at vísa seg í bygdini, hann tók til rýmingar niðan í fjøllini at goyma seg í nakrar tímar.

Dagin eftir ringdi formaðurin til Jógvan Dahl. Avrátt varð, at tónleikararnir skuldu fáa ein rímiligan prosentpart av inntøkuni, so teir kundu endurnýggja sær ljóðførini. Hinvegin setti tað krøv til tónleikararnar um at "levera" eina vøru frá byrjan til enda.

Jógvan Dahl á ungum árum.

Jógvan Dahl kom á sumri í 1965 til Havnar at ganga í studentaskúla. Stutt eftir bað Robert McBirnie hann um at avloysa gittarúrmælingin Atla Hansen sum sologittarist í The Faroe Boys.

Viljin at klára seg sjálvan og standa á egnum beinum var nakað, ið lá Jógvani ógvuliga nær. Hann vildi vita, hvat hann forvann av peningi, so hann kundi vísa foreldrunum, at hann kláraði seg uttan peningastuðul av nøkrum slag. Tí førdi hann frá fyrsta degi bókhald yvir egna inntøku við bólkinum. Úr hesum bókhaldi ber til at fáa innlit í allar framførslur, The Faroe Boys høvdu tey síðstu tvey árini, bólkurin var virkin.

The Faroe Boys høvdu avtalu við Sjónleikarhúsið um dans hvørt mikukvøld. Annars stóð bólkinum frítt at spæla, har teimum lysti.

Úr bókhaldsbókini hjá Jógvani Dahl:

22/7 til og við 29/12 í 1965

24 ferð til dans í Sjónleikarahúsinum 02 ferð til dans í B36 húsinum 02 ferð til dans í Kvilts Café 01 ferð til dans í Losjuni 01 ferð til dans fyri Nato 01 ferð til dans í Vestmanna Cafeteria 01 ferð til dans í Glyvra Bio 01 ferð til brúdleyp 01 ferð til skúlaball 34 spælingar

Inntøka: Kr. 3.990,- harav fóru kr. 500,- í felagskassan hjá The Faroe Boys

5/1 til og við 26/12 í 1966

41 ferð til dans í Sjónleikarhúsinum. 06 ferð til dans í Íslandi 05 ferð til dans í Vestmanna Bio 03 ferð til brúdleyp 02 ferð til dans í Klaksvík 02 ferð til dans í Miðvági 02 ferð til dans í Sjónleikarhúsinum við enska bólkinum The Times 02 ferð til dans í Vestmanna Cafeteria 02 ferð til dans í Vági (Eina ferð bert Robert og Jógvan í Vági) 01 ferð til dans hjá Marnu Nielsen 01 ferð til 30 ára føðingardagsveitslu hjá B36 01 ferð til dans á Tvøroyri 68 spælingar

Inntøka: Kr. 8.735,- harav fóru kr. 1.855,- í felagskassan hjá The Faroe Boys

1/1 í 1967 til og við 8/6 í 1967

25 ferð til dans í Sjónleikarhúsinum 04 ferð til dans í B36 húsinum 01 ferð til veitslu í B36 húsinum, ið sangfeløgini skipaðu fyri 01 ferð til íslendingaveitslu 01 ferð til dans í Vági, (bert Robert og Jógvan) 32 spælingar

Inntøka: Kr. 4.300,- harav fóru kr. 1.725,- í felagskassan hjá The Faroe Boys

Brutto inntøka hjá Jógvani Dahl 1965 – 1967 = kr. 17.025 Útreiðslur, felagskassin = kr. 3.355 Netto = kr. 13.670

Miðal netto úrtøka: 13670 : 134 spælingar = kr. 102

Brutto inntøka hjá The Faroe Boys 17025 x 5 = kr. 85.125 Útreiðslur, felagskassin. (3355x5) = kr. 16.775 Netto úrtøka = kr. 68.350

Í KJALARVØRRI KONGANNA

Hvørt Faroe Boys var fyrsti bólkur, ið av álvara setti ravmagn á ljóðførini, ber ikki til at staðfesta. Um somu tíð, sum teir av álvara komu undan kavi, var grundin stoypt undir fleiri øðrum beatbólkum.

Í hvussu so er, var Havnin ein miðdepil fyri tónleikabólkar við Simma Musikkhúsi sum snúningsási. Fyritøkan útvegaði einstaklingum og tónleikabólkum útgerð upp á borg. Ljóðførini kostaðu nógv, men trupult var at spæla tey inn aftur. Almennu dansistøðini í Havn vóru fáa í tali. Í Sjónleikarhúsinum var almennur dansur trý kvøld um vikuna. Mánakvøld var navigatørdansur, t.e. føroyskur dansur. Mikukvøld spældu The Faroe Boys og sunnukvøld Goggan.

Brandur rock and roll í Køge.
Brandur rock and roll í Køge.

Tórshøll gavst við dansi stutt eftir, at The Faroe Boys vóru farnir haðani í 1963.

Simme & Tey høvdu fimm ára sáttmála við Havnar Klubba til miðskeiðis í sekstiárunum, tá klubbin var umbygdur. Har varð ikki dansað aftur fyrr enn í 1969.

Eftir var Losjan, sum hevði lagt hús til framleiðslu av fyrstu popp-plátunum í Føroyum. Har var javnan almennur dansur í fyrru helvi av sekstiárunum, til hann miðskeiðis í sekstiárunum eisini varð umbygd.

Tónleikabólkar byrjaðu sjálvir at leiga seg inn í hóskandi hølir í býnum, eitt nú B36 húsið og Tórs Caféteria. Treytin frá myndugleikunum var, at bólkarnir stovnaðu felag, og at dansifólkið skuldi vera limir. Barakkin í Gundadali varð í seinnu helvi av sekstiárunum tíðum nýtt til almennan dans.

Í hesum kørmum spretti ein heil skóg av bólkum í Havnini.

Ein av allarfyrstu beatbólkunum í Føroyum yvirhøvur vóru Rúnar. Finnbogi Johannessen og Jens av Reyni vóru skótar í Skótalið Sigmund Brestirssonar. Teir vóru ógvuliga hugtiknir av framførslunum, ið Skifflebaljan hevði til The Gang Show í Sjónleikarhúsinum 1958, og árið eftir byrjaðu teir báðir at spæla akustiskan gittara. Seinni komu Rúni Øster og Jógvan Sofus Vágsheyg eisini við. Tónleikurin var instrumentalur at byrja við. The Shadows vóru fyrimynd. Teir framførdu fyrstu ferð til skótateitið í 1960. Jógvan Sofus hevði savnað nakrar primitivar trummur. Gittarleikararnir høvdu biksað saman ein forsterkara. Teir framførdu trý instrumentalløg, men kunnu bert minnast hvørji tvey av teimum vóru: Bumbaley, ið Jens av Reyni hevði gjørt, og Alpens Ros, ið svenski bólkurin The Violents spældu.

Tá Finnbogi Johannessen var við stálliniskipinum "Gríma Kamban" í Aberdeen og seldi, keypti hann tveir elektriskar Høfner gittarar – ein til sín sjálvs og ein til Jens av Reyni. Í mars mánaði í 1962 keypti Jógvan Sofus sær eitt trummusett frá Simma Musikkhúsi. Rúnar var nú ein nýmótans poppbólkur.

Navnið Rúnar er ivaleyst úr íslendskum. Har vóru fleiri bólkar, ið høvdu íslendskt nøvn. Ein av hesum hevði eitt navn, har "Rúnar" var ein partur av navninum – minnist Finnbogi Johannessen. Finnbogi Johannessen kom at hugsa um henda bólk, tá teir skuldi velja eitt navn. Hann helt, at navnið Rúnar klingaði væl. Harafturat sipaði navnið til sologittaristin Rúna Øster, sum tó ikki helt nakað um hetta at byrja við. Men tá foreldur hansara samtyktu hetta, var í lagi.

Rúnum tørvaðu ein sangara, so bólkurin kundi gerast meira fjølbroyttur og spennandi. Á heysti í 1963 kom Lív Dam við í bólkin. Hon var ein sannur fongur. Umframt góða og klára rødd dugdi hon væl at føra seg fram á pallinum og var snotilig at síggja til.

Rúnar gjørdist beinanvegin ein kendur og nógv umbiðin tónleikabólkur bæði í Havn og úti á bygd.

Miðskeiðis í 1964 var teimum í boði at innspæla eina stakplátu. Áheitanin kom frá Radio Karl (Karl F. Jakobsen) í S.H. Jakobsens Radiohandli. Tveir føroyskir sangir vóru á plátuni, ið alheims fyritøkan His Master Voice framleiddi og gav út.

Upptøkurnar vórðu gjørdar í skundi, tí Lív Dam skuldi niður til Danmarkar á skúla. Tveir tónleikarar komu stutt eftir við í bólkin. Teir vóru Birgar Johannessen og Herólv Andreasen.

Brandurs Kvartet.
Brandurs Kvartet.

Rúnar fekk ikki langa livitíð, eftir at Lív Dam var farin úr bólkinum. Í mai mánaði í 1965 var bólkurin í útvarpinum á Bryggjubakka og tók upp. Tá tríggir sangir vóru festir á band, avgjørdu limirnir at fara til hús og innspæla restina seinni. Men tað varð ongantíð gjørt. Og soleiðis fjaraði Rúnar út sum tónleikabólkur.

Í grannalagnum við Kinabrekkuna á Landavegnum í Havn, ið tá lá væl uttanfyri býin, komu tríggir ungir dreingir á vári í 1962 ásamt um at stovna ein tónleikabólk. Teir vóru Hans Christian Clementsen, Steingrím Abrahamsen og Djóni Andreasen.

Teir høvdu í gott og væl eitt ár gingið til gittarspæl hjá Eyðbirni av Kamarinum. Við hesum førningi byrjaðu teir eina trio við navninum The Young Boys.

Teir skipaðu seg við Hans Christiani Clementsen á sologittara, Steingríma Abrahamsen á rýtmugittara, meðan Djóni Andreasen tók sær av trummunum, sum í byrjanini vóru pappkassar og blikk.

Í mai mánaði 1963 kom Birgar Johannessen upp í bólkin. Hann átti elektriskan gittara og ein Tandberg spolabandupptakara, ið var nýttur sum gittarforsterkari. Gittarin hjá Birgari var frá italska framleiðaranum "Eko". Hann var ein sannur fongur fyri bólkin. Nú var streymur settur til. Hóast Birgar átti elgittaran varð avgjørt, at Hans Christian Clementsen skuldi spæla á hann, og Birgar á kekkisk framleidda akustiska "Ligatone" bassgittaran hjá Hans Christiani.

Tónleikurin var fyri tað mesta instrumentalur við The Shadows sum fyrimynd. Bólkurin skifti skjótt navn, frá The Young Boys til The Enjoyers. Fyrsta framførslan var í B36 húsinum í juli mánaði 1963 til eina veitslu hjá Havnar Svimjifelag. Eftir hesa framførslu keypti bólkurin sær framkomna útgerð.

Á vári 1964 innspældu teir tilfar til tvær tónleikasendingar í útvarpinum. 6. mai fingu teir høvi at spæla eina løtu til dans í Sjónleikarhúsinum – ið tá kundi samanberast við ein tjóðpall fyri føroyskun rokktónleik. Hetta var í steðginum hjá The Faroe Boys. Krýndu dreingir Føroya vóru gávumildir, tá tað galt um at lata nýggjar bólkar royna seg í steðginum hjá teimum. Fleiri av bólkunum, ið komu fram í sekstiárunum, høvdu sínar fyrstu framførslu her.

Longu í juni mánaði sama árið vóru The Enjoyers aftur í útvarpinum á Bryggjubakka til enn eina tónleikaframførslu. Hesa ferð lánti Djóni trummusettið hjá Trygva Restorff. Stutt eftir keypti hann sær eitt nýmótans "Sonor" trummusett fyri 2400 kr. frá Alfred Christensen í Danmark. Hetta var nógvur peningur fyri ein ørindadrong hjá Føroya Gjaldstovu, sum fekk 300 kr. um mánaðin. Djóni fekk tó ikki stóra gleði av nýggja trummusettinum hjá sær, longu í august mánaði í 1964 gavst bólkurin.

Hans Christian Clementsen og Steingrím Abrahamsen endurstovnaðu The Enjoyers í desember mánaði í 1965. Regin Hentze spældi á bassgittara og Bogi Michelsen á trummur. Manningin spældi bert instrumentalan tónleik og serliga á privatum veitslum.

Nýggja manningin í The Enjoyers, luttók á fyrstu poppkonsertini 2. páskadag í 1966 í Sjónleikarhúsinum. Bólkurin var eisini við á poppkonsertini 2. páskadag árið eftir. The Enjoyers góvust endaligt á sumri 1967.

Í 1963 hoyrdist tónleikur floyma úr einum hjalli millum Magnus Heinasonar gøtu og Tróndargøtu. Her høvdu fýra ungir dreingir stovnað ein tónleikabólk. Tá teir dugdu at framføra nøkur løg hjá Elvis, Cliff Richard og Ritchie Valens, skipaðu teir fyri konsert í hjallinum. Dreingir máttu lata 25 oyru fyri atgongumerkið, meðan genturnar sluppu fyri 10 oyru.

Teir fýra vóru: Eirikur Rasmussen á trummum, Marius Joensen á bassgittara, Jógvan Hendrik Johannessen, sum sang og spældi rýtmugittara, og fjórði unglingin var Andras Samuelsen, ið leikaði á sologittara og somuleiðis sang. Eirikur Rasmussen fór longu árið eftir úr bólkinum. Eisini fingu teir Helga Sivertsen við á rýtmugittara.

Brandurs Skoleorkester 1950.
Brandurs Skoleorkester 1950.

Eftir byrjanina í hjallinum, sluppu teir í Losjuna at venja. Teir spældu fyrstu ferð alment í eitt stuttleikakvøld, ið Losjan skipaði fyri. Teir nevndu seg fyri The Four Beats.

Næstseinasta týskvøld var onnur popp konsertin hjá Losjuni. Hendan var nógv betri enn tann fyrra, tí at orkestrini spældu nógv betur. Eisini var væl av fólki komið niðan, alt ov nógv: tey sum ikki fingu sitipláss, komu fyri ta ólukkuna bert at standa og verða kleimd mitt í ein bunka og onki fáa burtur úr. Fyrst komu The Four Beats. Teir spældu sera væl, tá ein tekur aldur teirra til hugsnar. (Úr píkatrádslandi, Vikan 1965)

Eftir at Rúnar góvust, komu Rúni Øster og Finnbogi Johannessen við í The Four Beats fyri ávíkavíst Marius Joensen og Helga Sivertsen. Við hesum báðum kom eisini eitt úrval av Shadowsløgum á skránna.

The Four Beats luttóku á báðum poppkonsertunum, ið vóru fyriskipaðar í Sjónleikarhúsinum á páskum í 1966 og -67. Til seinnu konsertina var manningin broytt nakað, og tónleikurin var eisini meira eksperimentarandi. M.a. høvdu teir tikið soultónleikin til sín. Hetta tíðarskeiðið var vant í snikkaraverkstaðnum hjá Verlandi Johansen á Hálsi í Havn. Sonurin, Poul Restorff Johansen, var við í bólkinum sum saksofonleikari og Rasmus Rasmussen sum trompetleikari.

Boð vóru eisini frá Útvarpi Føroya um at fáa The Four Beats at spæla nøkur løg til beinleiðis undirhaldssending úr kommunuskúlahøllini. Talan var um fjølbroytta sending, har hesin tónleikabólkur var partur av skránni. Á hesi konsert hevði bólkurin nakað so forkunnugt sum tríggjar kórgentur við.

Nakað seinni vóru The Four Beats gestir í ungdómssending hjá útvarpinum, ið Kári Mouritsen skipaði fyri. Spælt varð eitt lag, A boy without a girl, ið var upptikið í verkstaðnum hjá Verlandi Johansen á Hálsi í 1967. Teir vóru tá Andras Samuelsen, woodsticks, Jógvan Hendrik Johannessen, sang, Finnbogi Johannessen, sittara, Ólavur Øster, sologittara, Poul Restorff Johansen á kontrabass og Óli Petersen á harmoniku.

Navnið The Four Beats hóskaði ikki so væl til bólkin, tí oftast vóru teir fleiri enn fýra. Ein skelkandi hending førdi við sær, at bólkurin broytti navn. Hendingin var nakað eftir poppkonsertina í Sjónleikarhúsinum 2. páskadag í 1967. Poul Restorff Johansen átti tvær kajakkir. Eitt kvøldið fóru hann, Andras Samuelsen, Finnbogi Johannessen og Jógvan Hendrik Johannessen at rógva ein túr innan fyri molan á havnarvág. Bráðliga koppaði kajakkin hjá Finnboga og Jógvan Henriki. Teir komu at liggja og høvdu ilt við at halda høvdinum yvir vatnskorpuni. Men tað eydnaðist teimum at berja seg úr kajakkini og krøkja seg í kajakkina hjá Poul og Andrasi. Teir róðu til línuskipið "Leik", ið lá við molan, har teir bjargaðu sær upp á turt. Rennvátir, kaldir og skelkaðir fóru teir til Finnboga Johannessen at fáa sær ein heitan drekkamunn og turr klæði. Fegnir um, at alt spældi væl av, samdust teir um, at tíðin nú var komin til at skifta navnið á bólkinum. Tað skuldi verða Leikar eftir línubátinum. Tað lá við molan.

Í grannalagnum við Varðabú fingust Jógvan Dahl og Niels Símun Johannessen við gittarspæl. Teir komu at ganga í sama flokki í millumskúlanum. Sama gjørdi Símun Arge úr Hornabø. Teir tríggir byrjaðu at spæla saman – teir báðir fyrru á gittara og Símun á bassgittara.

Tá ið Jógvan Dahl flutti suður til Vágs í 1963, kom Johan MacDonald (Hanneboy) at spæla sologittara og Hans Christian Michelsen at spæla gittara. Sum trummusspælara fingu teir Christian Poulsen. Í byrjanini var tónleikurin eina mest instrumentalur. Bólkurin fekk navnið The Islanders. Bólkurin framførdi fyrstu ferð til eina skúlaveitslu í Losjuni í 1964.

Sjálvt um Jógvan Dahl var fluttur suður til Vágs, helt hann sambandið við Niels Símun Johannessen og Símun Arge líka. Teir vitjaðu mangan har jammaðu í eini skúlastovu í vestara enda í gamla skúlanum. Eitt nú spældu teir kenda Shadows lagið Peace Pipe.

Suðuri í Vági var Jógvan Dahl komin at kenna Robert Mc.Birnie. Tá Robert var har suðuri, luttók hann mangan í samanspælinum í gamla skúlanum, sjálvt um hann tá var sangari í The Faroe Boys. Tað var illa sæð, at nakar úr The Faroe Boys spældi við øðrum bólkum. Fyri at fjala út yvir hetta kallaðu teir hann "Olfert". Jógvan Dahl, Niels Símun Johannessen, Símun Arge og "Olfert" spældu í Framtíðini í Vági 2. páskakvøld og í vikuskiftinum eftir heystfrítiðina í 1964.

The Islanders mundi vera ein av teimum fyrstu poppbólkunum, ið vitjaðu á Sandi, tá teir spældu til føstulávintsdansin hjá ungmannafelagnum Virkinum heima á Sandi í 1966.

Four Pals Brochure.
Four Pals Brochure.

Eftir at hava spælt instrumentaltónleik eina tíð, tørvaði teimum ein oddamann. Onkur hevði frætt, at Páll Kúrberg var óførur sangari, og hann játtaði at koma uppí. Manningin í The Islanders vandu seg fleirraddaðum sang, og hetta gjørdist vørumerkið hjá bólkinum.

Tá tveir av manningini í The Faroe Boys vóru á námsferð við læraraskúlanum, nýtti Jógvan Dahl og Jógvan Sofus Vágsheyg møguleikan á heysti í 1966 at spæla til konsert á Sjónleikarhúsinum saman við Símuni og Niels Símuni. Til hesa konsert framførdu teir nøkur instrumental løg, ið vórðu væl móttikin. Frásøgumaður var Kári Mouritsen. Hann helt, at samansetti bólkurin skuldi hava eitt navn og risti The Plat Foots úr ermuni. Talan var um eina konsert, har fleiri føroyskir tónleikabólkar luttóku saman við enska bólkinum The Times.

Tíðliga í 1967 avgjørdi Johan Mac Donald (Hanneboy) at gevast í The Islanders. Tá Faroe Boys góvust, kom Jógvan Dahl fyri hann. Tá Páll Kúrberg gavst sum sangari í Islanders, helst í 1968, varð Herólv Andreasen eitt skifti knýttur at bólkinum sum sangari.

Skúlaárið 1967- 68 var Robert Mc.Birnie lærari í Klaksvík. Tá hann flutti aftur til Havnar, gjørdist hann sangari í The Islanders.

Nakað undan jólum í 1968 gjørdi bólkurin saman við Milson Zachariasen eina væleydnaða tónleikaupptøku til Útvarp Førya. Upptøkan varð gjørð í tónleikastovuni í nýggja Venjingarskúlanum.

Sum nakað nýtt og ivaleyst fyrstu ferð í Føroya søgu, var henda upptøka bæði innspæld og send í stereo. Flestu húsarhald høvdu mono útvarpstól, so upptøkan hjá The Islanders kom kanska ikki heilt til sín rætt.

Vert er at nevna, at hetta var fyrsta ferð, at kendi sangurin hjá Jákupi Mortensen Rósan var festur á band. Hann var ofta at hoyra í útvarpinum árini eftir.

Eisini finst ein øðrvísi tulking av lagnum Ob-la-di, Ob-la-da, ið The Beatles góvu út í november í 1968, á hesari upptøku. Manningin í The Islanders hevði onkursvegna fingið fatur á einari fyritøku í London, har tað bar til at ringja og lurta eftir teimum løgum, ið fyritøkan helt fóru at gerast eitt hitt.

Teir settu hornið til spolabandupptakaran og festu sangin á band. Av tí at ljóðviðuskiftini umvegis telefonina ikki vóru av teimum bestu, vandu teir sangin, soleiðis sum teir hoyrdu hann. Úrslitið gjørdist ein øðrvísi, men góð framførsla. Ob-la-di, Ob-la-da varð framførdur av The Islanders eina viku undan, at plátan við The Beatles var at fáa í Føroyum.

The Islanders góvust at spæla á ólavsøku 1969.

Tónleikarákið í sekstiárunum nam eisini við realskúlan í Havn. Úr hesum umhvørvi spurdust fleiri tónleikabólkar. Ein teirra var The Arrows, ið var stovnaður tíðarskeiðið 1964-65. Við í bólkinum vóru Frants Marius Olsen, trummur, Heri Kragesteen, sologittara og Óli Petersen, bassgittara og harmoniku.

Bólkurin byrjaði sum instrumentalbólkur, men skjótt kom Harald Kjeld við sum sangari. Hann gjørdist skjótt eyðkennið hjá The Arrows. Umframt at vera ein frálíkur sangari, so lá væl fyri hjá honum at fáa lív í fjøldini.

Í 1965 byrjaði bólkurin at taka upp til eina plátuútgávu. Upptøkurnar gjørdi Milson Zachariassen í Havnar Bio, men stígur kom í ætlanina, og eingin pláta spurdist burturúr.

Hendan manning var við á konsertini í Sjónleikarhúsinum í august mánaði í 1966, tá enski bólkurin The Times vitjaði.

BLÚSARARNIR ÚR CREAM CRACKERS

Vóru Faroe Boys kongarnir, vóru Cream Crackers kongssynirnir. Eftir at Faroe Boys góvust, sótu teir síðst í sekstiárunum á trúnuni, sjálvt um menningin innan rokktónleik av álvara hevði tikið dik á seg tá, og tað tískil var torført hjá nøkrum bólki at kanna sær trúnuna.

Cream Crackers spruttu úr bólkinum The King Bees, ið var mannaður við Aðalsteini Anthoniussen, bassgittara, Jógvani Telling Joensen, sologittara, Helga Weihe (Lubo), trummur og Finnbjørn E. Johansen á rýtmugittara. Seinni kom Sigurd Bech við sum sangari.

Meðan allir aðrir bólkar um tað mundið høvdu støði í The Shadows og beattónleikinum, vildi hesin bólkur royna nakað nýtt. Hann royndi seg við at spæla bluestónleik. Teir spældu m.a. løg hjá Sam Cooke, John Lee Hooker, Muddy Waters, The Rolling Stones og Bo Diddley. The King Bees var virkin árini 1963-64.

Fyrsta manningin í Cream Crackers var í 1965 mannað við Aðalsteini Anthoniussen, bassgittara, Jógvani Telling Joensen, sologittara, Finnboga Johannessen, rýtmugittara, Birgari Johannessen, trummur og sang. Tá tað lá fyri hjá Herólvi Andreasen, var hann við sum sangari á nøkrum løgum.

So hvørt sum Cream Crackers spældu betri og betri, tóku teir kappingina upp við aðrar bólkar, men torført var at sleppa framat. Fyrstu ferð, bólkurin spældi í Sjónleikarhúsinum, var eitt kvøldið, The Faroe Boys høvdu forfall.

Manningin var til hesa framførslu í døpurhuga hvat navn, bólkurin skuldi fáa sær. Uttanfyri Sjónleikarhúsið komu nakrir av manningini í prát við onnur ung um, hvat bólkurin skuldi eita. Nógv nøvn vóru havd á lofti. Fleiri sipaðu til løgin nøvn hjá bretskum bólkum sum t.d. The Who, Them og aðrar. Í skemti segði Bruno Thomsen, "The Cream Crackers". Tá gjørt var klárt á pallinum í Sjónleikarhúsinum, hevði Birgar Johannessen verið hjá handilsfyritøku í býnum og fingið til vega nakrar tómar pappeskjur við áskriftini Cream Crackers. Hesar vórðu stáplaðar upp við síðuna av forsterkarunum.

Soltnu umstøðurnar hjá havnarbólkum at spæla í høvuðsstaðnum trýstu bólkarnar út á bygd at spæla. Skuldi ein tónleikabólkur úr Havn til Vestmanna at spæla, varð farið eftir oyggjarvegnum, hóast hann ikki var samanbundin. Hin møguleikin var at fara við mjólkarbátinum til Kollafjörðar – og tað kundi taka drúgva tíð. Tískil valdu bólkar heldur at fara við bili, so langt oyggjarvegurin rakk. Síðani var øll útgerðin borin um Skeiðsá og lastað av nýggjum, og leiðin síðani hildin fram.

Tey ungu vóru ørg inn á myndugleikarnar, at teir ikki kundu gera oyggjarveginn lidnan og binda miðstaðarøkið tættari saman. Í so máta var Havnin avbyrgd. Tað slapst ikki haðani uttan við báti. Og skuldu tey ungu til aðra bygd at hugna sær, bar hetta ikki til. Tí strongdu tey á at fáa oyggjarveginn lidnan, so koyrast kundi til og frá Havnini.

Orrustan stóð millum landsstýrið og ríkismyndugleikarnar, sum vegna Nato samráddust sínámillum, hvør skuldu gjalda seinasta stutta strekkið av oyggjarvegnum. Partarnir kundu ikki semjast, og tískil varð sambindingin tvørtur um Skeiðsá nógv seinkað. Tey ungu royndu at provokera partarnar til eina loysn við at fylla írestandi vegastrekkið so frægt við gróti, timbri, sandi og tí, tey annars kundu fáa hendur á, so bilar kundu koyra ímillum. Hetta fór illa við bilunum, og teinurin tvørtur um Skeiðsá var mangan hættisligur at fara um.

Sum nakað heilt nýtt fingu Cream Crackers sær ein "managara", ivaleyst tann fyrsti av sínum slagi í Føroyum. Talan var um Eyðun Viderø, eisini nevndur Eyðun Epstein eftir umboðsstjóranum hjá The Beatles, Brian Epstein.

Managarin tók sær av øllum tí praktiska. Hann syrgdi m.a. fyri, at Cream Crackers komu at spæla ymsa staðir í býnum og úti á bygd, umframt at hann var peningarøkil. Hesa uppgávu røkti Eyðun frá 1965 til á sumri 1966.

Á sumri 1966 gevst bólkurin í fyrstu syftu, men byrjaði aftur seinni í broyttum líki. Nýggja manningin hevði størri ætlanir enn tann fyrra. Manningin var Jógvan Telling Joensen, Birgar Johannessen, Sigurd Bech og Torkil Thomsen.

Bólkurin gjørdi beinanvegin stóra ílogu í nýggja framkomna útgerð frá Simma Musikkhúsi. Talan var um tríggjar Vox forsterkarar. Rýtmu- og soloforsterkararnir vóru 30 Watt og bassforsterkarin 60 Watt. Fýra nýggjar Shure mikrofonir, eitt Ludvig trummusett (sama lit og sama slag, sum tað Ringo Star nýtti), tað kostaði 7200 kr.) eitt orgul, 2 gittarar og aðra útgerð. Samlaði kostnaðurin var heili 38.500 kr, ikki ein lítil upphædd tá í tíðini.

Nýggja manningin í Cream Crackers vandi ofta tvær reisur um vikuna. Teir sluppu at venja í einum hølmi hjá fyritøkuni Emil Thomsen í Bókbindaragøtu 6. Talan var um eini hús, ið høvdu verið nýtt sum verkstaður. Húsið fekk navnið "Creamhouse".

Tá Sjónleikarhúsið byrjaði við dansi leygarkvøld í 1967, gjørdist Cream Crackers húsorkestur har í eina tíð.

Hóast Cream Crackers mangan spældu til dans í Klaksvík, so eru tær serliga tvær hendingar, ið sita eftir í minninum. Ein sunnudag komu boð til Havnar at fáa Cream Crackers norður til Klaksvíkar at spæla til almennan dans. Umbønin kom frá Poul Juul í Grótinum frá gomlu dansistovuni.

Teir í Cream Crackers himpraðust at fara norður við so stuttum skotbrái. Tá Poul Juul í Grótinum bjóðaði teimum allan peningin av atgongumerkjaøsluni umframt at syrgja fyri, at teir stóðu á kaiini suðuri í Havn, áðrenn arbeiðstíð mánamorgunin, avgjørdu teir at fara.

Teir koyrdu útgerðina umborð á "Sigmund", sum førdi teir inn á Toftir. Á Toftum stóðu tveir Rambler stationcar bilar fyri teimum. Í Leirvík var øll útgerðin koyrd í ferðafólkabátinn, sum førdi teir um fjørðin til Klaksvíkar. Tað eydnaðist Cream Crackers at spæla til ásettu tíð. Dansistovan var stúgvandi full av fólki til eina ferð seint á kvøldi. Tá dansikvøldið var av, varð útgerðin koyrd umborð á sluppina "Fimm Systrar", ið Poul Juul í Grótinum átti. Í sjaskveðri var komið til Havnar tíðliga mánamorgunin.

Bernard Brim, leiðarin í Atlantis í Klaksvík, var hugtikin av Cream Crackers. Eina ferð, hann hevði bílagt bólkin at spæla til dans, skipaði hann fyri móttøku á bryggjuni. Tá "Pride" legði at bryggjuni, spældi eitt lítið hornorkestur fyri teimum.

Á heysti í 1967 vóru fleiri útskiftingar í bólkinum. Trummuleikarin Torkil Thomsen fór til Danmarkar. Í hansara stað kom Djóni Andreasen. Stutt eftir fór eisini sologittaristurin Jógvan Telling Joensen til Danmarkar. Í hansara stað kom Hans Christian Clementsen.

Í desember mánaði í 1967 gavst eisini Sigurd Bech, og fyri hann kom Kári P. Árið eftir kom Per Debess við fyri Birgar Johannessen.

Tá Losjan í januar 1969 aftur byrjaði við almennum dansi eftir umbyggingina, var Cream Crackers fyrsti bólkur, ið spældi til dans har. Tá Havnar Klubbi var liðugt umvældur, gjørdist Cream Crackers húsorkestur har, hvørt leygarkvøld.

Leygarkvøld stundaði halgan til, so kl. 23.30 stóð løgreglan uttanfyri og kom inn, um vit ikki høvdu slókt hátalavarnar tá. Frá tíðini í Sjónleikarhúsinum minnist eg, at konufólkið møtti stundisliga klokkan 21.00, meðan mannfólkið kom beint undan løgregluni. (Kári Leivsson 16.04.09)

The Cream Crackers blivu endurstovnaðir í 1966. Aftast frá vinstru: Birgar Johannessen, rýtmugittara, Jógvan Telling Joensen, sologittara og orgul. Fremst frá vinstru: Sigurd Bech, bassgittara og Torkil Thomsen, trummur.

Seinasta manningin í Cream Crackers við trappuna í Diskotekklubbanum seinast í sekstiárinum. Fremst Per Debess, Kári P., Hans Christian Clementsen og Djóni Andreasen.

THE WHO FJEPPARARNIR

Fyri tannáringin í sekstiárunum hevði tað at sleppa upp í part í orkestri eins stóran týðning, sum fótbóltur hevur í dag. Tú gekst felagsliga til grundar uttan fyri henda felagsskapin. Hóast onkur spældi á blikkeskjur, so ráddi eisini um at hava nóg mikið av fermingarpeningi til eitthvørt frá Simma. Og tað kendist sum at verða viðurkendur sum alljóða stjørna, tá tað frættist í býnum, at onkur átti ein elgittara! Eg ognaðist loksins ein Hagstrøm við vibrator. (Kári Leivsson 16.04.09)

Mystic Eyes vandu eitt skifti í gomlu Kyndlahúsinum í Gundadali. Árið er 1967, frá vinstru Kári Petersen, Eirikur Rasmussen og Dánjal Jákup Højgaard.

Saman við Dánjal Jákupi Højgaard og Eiriki Ramussen stovnaði Kári P eftir áheitan frá Birgari Johannessen ein tónleikabólk, ið fekk navnið Mystic Eyes.

Kári og Eirikur høvdu sum aðrir unglingar roynt seg í kjallarabólkum. Tveir av hesum nevndust Day Tripper eftir Beatlesangi og The Yellow Birds. Dánjal Jákup var komin úr Grønlandi at ganga í realskúla í Havn. Í Hoydølum hitti hann Kára Petersen og hevði flestu ungdómar tá sínar dagvøljur í Konditarínum.

Mystic Eyes spældu progressivan tónleik. Teir gjørdu nógv burtur úr framførsluni og gjørdust tónleikaligir ófriðarkroppar á føroyska pallinum. Íblásturin kom frá bólkum sum The Who, Them, Jimi Hendrix, Cream o.ø.

Kári bleiv rýtmu- og sologittaraleikari, Dánjal Jákup Højgaard tók sær av bassleikinum, og Eirikur sat handan trummurnar. Allir sungu. Mystic Eyes spældi á fyrsta sinni á poppkonsertini 2. páskadag í 1967 í Sjónleikarhúsinum í Havn.

Mystic Eyes var eitt konsept hjá Birgari Johannessen, ið var "managari". Navnið kom av, at vit spældu í sólbrillum sum Eric Clapton. Vit spældu Roll over Beethoven í pausunum hjá teimum stóru orkestrunum og vágaðu okkum enntá at spæla Jimi Hendrix: The Wind Cries Mary. Hetta var stórt í teimum døgum. Men vit skrúvaðu ov hart frá til at verða verandi á pallinum leingi. (Kári Leivsson 16.04.09)

Bólkurin vandi í Kyndlahúsinum í Gundadali, á økinum har svimjihøllin stendur. Har órógvaðu teir ongan. Teir vóru eisini nógv saman við manningini í Cream Crackers. Bólkarnir vandu eitt skifti saman í Talvhúsinum. Tá Cream Crackers fluttu yvir í Bókbindaragøtu at venja, fluttu Mystic Eyes við.

Í tónleikablaðnum Bang! ið kom út í juni 1967, varð Mystic Eyes nevnt sum føroyska svarið upp á The Who.

Teir kunnu av røttum bera heitið Føroya Who, tí teir eru okkara villasta og mest larmandi orkestur. Trummusláarin er so ágrítin, at er hann fyrst byrjaður at spæla, steðgar hann ikki aftur, uttan hann verður tikin av sterkum hondum. Teir spæla í Who – stíli; og eru bert tríggir. Teir syngja allir tríggir og eru eitt ógvuliga "crazy" orkestur. Vit koma ivaleyst at hoyra meira til hetta nýggja orkestur, tí teir koma við einum livandi stíli, sum annars ikki er frammi í føroyskum poppi.

Einu ferðina vóru teir við Cream Crackers suðuri á Tvøroyri. Tá skiftust teir at spæla til dans í Tvøroyrar Klubba. Kári Leivsson minnist aftur á henda túrin:

Sjálvur havi eg gingið runt og verið ein tátíðar Hendrix, men Chuck Berry var suðuri á Tvøroyri, tá Herólvur kom úr Íslandi. Minnist, vit spældu Who tónleik har suðuri einaferð. Onkrar trummur brotnaðu. Tá var eg Pete Townshend. (Kári Leivsson 16.04.09)

Tá Dánjal Jákup Højgaard á heysti í 1968 flutti aftur til Grønlands, stovnaði hann ein tónleikabólk saman við bróðuri sínum, Óla Christiani Højgaard og trimum grønlendingum.

Vit spældu til dans í Nuuk, har eisini aðrir bólkar spældu. Munurin var bara tann, at tá vit spældu, var tað ongin, ið dansaði. Tey stóðu bara skitbýtt og hugdu. (Dánjal Jákup Højgaard 16.03.09)

Mystic Eyes spældi bert heilt stutt. Dánjal Jákup Højgaard fór til skips, og Per Debess kom við í bólkin. Tað var í Mystic Eyes tíðini, at Kári Petersen og Per Debess byrjaðu at syngja og spæla fólkatónleik saman. Eitt samstarv, ið veruliga kom til sjóndar, tá báðir fyrst í sjeytiárunum búsettust í Keypmannahavn.

FØROYSKI CLAPTON

Tá Cream Crackers í oktober mánaði 1969 góvust, tóku Kári Petersen og Per Debess stig til ein nýggjan tónleikabólk. Við sær fingu teir Johan MacDonald á sologittara og Anders Brill á trummur.

Sama dag, sum bólkurin á fyrsta sinni skuldi á pallin í Havna Klubba, hittust teir heima hjá Peri Debess. Uppi á kamarinum varð tingast um sáttmálan, ið fingin var í lag við Klubban. Tosað varð eisini um, um tað var hóskiligt at halda fram undir gamla Cream Crackers navninum.

Fox.
Fox.

Teir vóru í eitt sindur av tíðarneyð, tí síðsta freist um dans í klubbanum skuldi vera inni. Teir samdust um Take-it-or-leave-it. Navnið stóðst av, at teir ikki longur bert vildu spæla tann tónleik, fólk vildu hava, men fyrst og fremst sum teimum sjálvum dámdu.

Tá navnið varð lanserað, tók eg til orðanna og mælti sum Cæsar á sinni áleiðis um ánna Rubicon: "Terningarnir eru kastaðir!". Per loftaði orðunum: "Hatta var navnið – vit skulu eita Terningarnir eru Kastaðir". Eg, sum gekk í málsligu deild í Hoydølum, vildi tó hava tað á latíni, so vit samdust um "Jacta-est-Alea". (Kári Leivsson 16.04.2009)

Ringt varð til útvarpið við lýsingini: Dansur í klubbanum – Jacta Est Alea spælir, men útvarpið vildi á ein ella annan hátt ikki góðtaka navnið, so lýsingin kom at ljóða: Dansur í klubbanum, nýtt orkestur spælir.

Løgið, at teir í fleiri ár høvdu góðtikið eitt so ørt navn sum "Cream Crackers". Men seinni blotnaðu og mýktust teir á Bryggjubakka, so navnið "Jacta-est-Alea" var javnan at hoyra í dansilýsingunum. (Kári Leivsson 16.04.09)

Beint fyri jól í 1969 var Jacta Est Alea við á poppkonsert í nýggju ítróttarhøllini í Klaksvík. Konsertin varð skipað sum ein føroyameistarakapping við luttøku av bólkum úr Klaksvík, Fuglafirði, Vestmanna og Havn. Umleiðsumleið 700 fólk vóru og lýddu á. Tá avtornaði, varð dómsnevndin samd um, at Jacta Est Alea var besti poppbólkur hetta árið. Bólkurin fekk steyp til ognar, sum Kári Leivsson hevur í varðveitslu.

Jacta Est Alea hevði sáttmála við Havnar Klubba, har teir vandu og spældu til dans – onkuntíð mikukvøld, men serliga fríggja- og leygarkvøld. Bólkurin skiftist tíðum við aðrar tónleikabólkar, t.d. Instant Karma og Blue Spaghetti. Sunnukvøld varð ikki spælt. Tað var friðhalgað goggudansi í Sjónleikarhúsinum. Ongin kappaðist við tað hevdvundna tiltakið.

Tónleikastílurin var í eini broytingartíð, hann gjørdist meira progressivur. Jacta Est Alea royndi seg við løgum, ið ikki vóru so væl kend av fjøldini, men sum teimum sjálvum dámdu.

Vit vóru fyrstir við at lansera Jumpin' Jack Flash hjá Rolling Stones, og Steppenwolf Born to be Wild, men vit vóru ikki einsamallir um nýggja tónleikin. Skjótt komu Instant Karma við meira av Heavy Metal, Deep Purple og Led Zeppelin. Ólavur Øster var undangongumaður á økinum, og Eilif Hammer og Tórbjørn Viderø sungu sælir Heavy Metal style longu tá. (Kári Leivsson 16.04.09)

Kári minnist, at hann altíð vildi enda dansin við Man of the World hjá Peter Green úr kenda bólkinum Fleetwood Mac. Kári var sera hugtikin av stilla lagnum. Men ofta vildu fólk hava okkurt annað sum síðsta lag.

Jacta Est Alea var ein væl spælandi og nógv umhildin tónleikabólkur. Síðst í januar mánaði í 1970 hevði Sosialurin viðtalu við David Christian úr Radio Luxembourg, ið vitjaði í Føroyum. Hann hevði hoyrt Jacta Est Alea eitt dansikvøld í klubbanum.

Johan MacDonald (Hanneboy) er tann besti gittarleikarin, eg havi hoyrt, og er tað bert syndarligt, at hann ikki kemur meira fram. Eg ivist ikki í, at hann hevði verið sera vælumtóktur í Onglandi. Eric Clapton, sum júst er kosin at vera Onglands besti gittarsolistur, hevði fingið ein harðan mótstøðumann, sum hann í hvussu er hevði havt ilt við at vunnið á. (Sosialurin 31.01.70)

Jacta Est Alea spældi bert eitt ár ella so. Í 1971 fóru Kári og Per av landinum. Teir høvdu slóðað fyri við progressiva tónleikinum á føroyska rokkpallinum, og nú vóru bólkar sum Blue Spaghetti og Instant Karma til reiðar at taka yvir.

Unga manningin í The Moon Dogs, um 10-12 ára aldur f.v.: Kolbein Simonsen, Ólavur Øster, Helgi Joensen, Jóanes Nielsen og Sámal av Reyni.

DOMINIQUE Í NUNNUSKÚLANUM

Í 1963 gekk franski sangurin Dominique við Jeanine Deckers, eisini kend sum The Singing Nun, sína sigursgongd kring allan heim. Í Nunnuskúlanum var hesin sangur eisini murraður og sungin eftir besta førimuni. Nunna, ið hevði franskt sum móðurmál, skrivaði tekstin upp á talvuna, so sangurin varð rætt sungin. Teksturin var eisini umsettur til føroysk, so næmingarnir kundu skilja boðskapin.

Sangurin eggjaði fleiri av næmingunum til at spæla tónleik, og fleiri týðandi tónleikarar komu fram í hesum umhvørvinum. Eitt av skúlaorkestrunum í Nunnuskúlanum fekk navnið The Moon Dogs. Fleiri av manningini í The Moon Dogs vóru seinni við í bólkinum The Yellow Birds, sum í 1966 tók lut í fyrstu poppkonsertini í Sjónleikarhúsinum 2. páskadag í 1966. Úr hesum umhvørvi spratt m.a. Ólavur Øster og Kolbein Simonsen.

GENTURNAR GERA UM SEG

Heima hjá Halldóru Stórá og Fríðbjørg Winther Hentze (nú Jensen) í Skopun var nógv sungið. Mangan vórðu harmonika og gittarar nýtt.

Sanghugurin helt fram, tá Halldóra og síðan Fríðbjørg fóru at starvast á Sjómansheiminum í Havn í 1964.

Go-go dansarar.
Go-go dansarar.

Fríðbjørg minnist, at tær pløgdu at hittast inni á kamarinum hjá henni um kvøldarnar, har tær sungu og spældu gittara. Halldóra hevði 1. stemmuna og Fríðbjørg 2., men hevði lyndi at doyva Halldóru. Ein dagin hoyrdu tær ein starvsfelaga, eina sandavágsgentru, syngja reint og klárt, og tá hugdu tær upp á hvørja aðra og hugsaðu – har var 2. stemman.

Randi Thomassen kom sum triðji sangfuglur upp í flokkin, sum um kvøldarnar sang og hugnaði sær inni á kamarinum hjá Fríðbjørg. Mangan vóru genturnar, ið høvdu frívakt, á kamarinum og lurtaðu eftir teirra sangi.

Allar tríggjar arbeiddu í matstovuni og køkinum, har bróðir Milson Zachariassen, Thomas Svenn var kokkur. Ein dagin kom Robert Mc.Birnie á Sjómansheimið og inn í køkin at práta við Thomas Svenn. Genturnar frættu skjótt, at føroyska idolið var í húsinum. Tær lótu vindeygað upp og sungu av øllum alvi.

Robert spurdi aftaná, hvørjar damurnar vóru, og tá Faroe Boys 2. páskadag 1966 skipaðu fyri fyrstu poppkonsertini, luttóku genturnar. Kári Mouritsen var skjótur at geva bólkinum navn: The Skopun Sisters, ið gjørdist til Skopunargenturnar. Skopunargenturnar vóru eitt frískt íkast á konsertini og á føroyska tónleikapallinum sum heild. Umframt Nicolinu av Kamarinum vóru tær einastu kvinnuligu umboðini á konsertini.

Skopunargenturnar vóru skjótar at taka sangin Snowflake, ið Jim Reeves gav út í 1966, til sín. Tá tær seinni sama árið fóru í holtur við plátuupptøku, ið Simmi gav út, var navnið á bólkinum The Snowflakes.

Tvær av Skopunargentunum luttóku eisini á konsertini í Sjónleikarhúsinum hjá enska bólkinum The Times á heysti í 1966 og á poppkonsertini 2. páskadag í 1967, sum var teirra seinasta almenna framførsla. Ein av Skopunargentunum helt tó fram at syngja og spæla, tó í heilt øðrum tónleikastíli. Fríðbjørg Jensen er enn virkin tónleikari, og síðan 1985 hevur hon givið út fleiri tónleikaútgávur við kristiligum sangum, har hon hevur skrivað fleiri av teimum sjálv.

Vanliga kallaðust tær Skopunargenturnar, men á stakplátuni, ið kom út í 1966, nevndust tær The Snowflakes. Løgini á plátuni eru: Í dag og Tvey hjørtu, tveir skuggar tveir andlit. Fríðbjørg Winther Hentze (nú Jensen) hevði umsett tekstirnar. Tónleikararnir: Simme, orgul, Birgar Johannessen, bassgittara, Jógvan Telling Joensen, sologittara og Kolbein Simonsen rýtmugittara. Upptøkan varð gjørd í Talvhúsinum í Dr. Jakobsens gøtu. Milson Zachariassen tók upp.

FÓLKATÓNLEIKURIN RAKAR FØROYAR

Í seinna helmingi av sekstiárunum byrjaðu fólkatónleikabólkar sum The Seekers og Peter Poul & Mary at gera um seg. Hesir tónar raktu eisini Føroyar. Fyrsti føroyski tónleikabólkurin at taka upp henda leistin, var The Rabbits, ið spretti úr útvarpskórinum.

Útvarpskórið byrjaði á vári í 1966. Tá tíðindini bórust, at poppkonsert fór at verða í Sjónleikarhúsinum 2. páskadag í 1967, byrjaðu Lív Dam, sang, Marius Joensen bassgittara, Heri Kragesten, gittara og sang, Petur Ove Petersen gittara og sang og Fróði Sandoy, gittara og sang, fólkatónleikarabólkin, The Rabbits.

Joan Jakku í 60unum.
Joan Jakku í 60unum.

Hugskotið til navnið á bólkinum, kom mamma Lív Dam við. Hon helt navnið hóskaði fínt, tí onkur teirra hevði nakað framstandandi tenn.

Rættilig ferð kom á venjingina, tá ein vinmaður bjóðaði teimum húsini hjá foreldrunum – sum vóru uttanlands – at venja í. Venjingarlegan vardi umleiðsumleið 14 dagar, og væl kom burturúr, tí ummælini, bólkurin fekk eftir poppkonsertina, vóru rósandi. 14. September skrivar m.a.

Øll orkestrini uttan The Rabbits spældu Beat og Rythm and Blues. The Rabbits komu við fólkaløgum – tey sungu á sama hátt sum The Seekeers. Tað vísti seg, at áhugin fyri fólkaløgunum var ikki minni enn fyri løgunum í Beatles-stíli – heldur tvørturímóti. The Rabbits vóru stórliga fagnaðu. (14. September 04.04.67)

The Rabbits høvdu ikki nógvar almennar framførslur, men í 1968 og 1969 innspældi bólkurin fleiri føroysk og útlendsk løg til útvarpið. Á hvítusunnu í 1969 skipaði Amnesty International fyri stórfingnari listaframsýning í fimleikahøllini í Kommunuskúlanum, har 36 listafólk sýndu fram meiri enn 200 tekningar og málningar, sum Wiliam Heinesen og Janus Kamban høvdu valt út. The Rabbits spældu til hesa framsýning.

Nakað eftir avgjørdi bólkurin at innspæla 4 løg til eina EP plátu. Upptøkurnar gjørdi Milson Zachariassen í kjallaranum í sethúsinum hjá Thomasi úti í Grønulíð millum linoliumsrullur og málingablikk.

Løgini á plátuni eru:

- Langt burt frá øðrum londum, týtt Gulak Jacobsen eftir Ack, Värmland du sköna / svenskt fólkalag - Little Fish filmslag eftir minninum hjá Thomasi M. Smith. Limir úr útvarpskórinum luttaka, Fróði Sandoy stjórnar. - Oyggin Islay, týtt Finnbogi Ísaksson eftir Isle of Isley, orð/lag Donovan - Byssan Lull instrumentalt, svenskt fólkalag.

Tað var S.H.J. Radiohandil, ið gav plátuna út. Alheims fyritøkan His Masters Voice framleiddi. Plátuhúsan teknaði Thomas M. Smith.

Bólkurin hevði ymiska manning. Lív Dam, Fróði Sandoy, Rólant W. Rasmussen og Simme Jacobsen vóru eitt skifti beinagrindin í bólkinum. Fyrst í sjeytiárunum skipaði útvarpskórið fyri konsert í læraraskúlahøllini við fleiri bólkum. Tá framførdi The Rabbits jazzlagið When Your Lover Has Gone við útvarpskórinum og Brandi Øssursoni sum backing.

Í 1971 var norska kringvarpið í Føroyum og gjørdu eina sending um føroysk samfalagsviðurskifti, serliga ungdómsviðurskifti. Í hesum sambandi varð Simme biðin um at gera eitt lag til sendingina. Í besta The Seekers stíli setti hann lag til yrkingina hjá Gunnari Mikkelsen Føroyar, tá sólin í tindrandi megi. NRK sendingin fekk heitið "Tú og eg á ástartingi". Umframt The Rabbits luttóku eisini Kári P og Robert Mc.Birnie.

The Rabbits stuðlaðu tiltakinum hjá Amnesty International við at framføra við sangi og leiki til listaframsýningina í fimleikarhøllini í Kommunuskúlanum á hvítusunnu 1969. Frá vinstru: Heri Kragesten, Fróði Sandoy og Thomas Micheal Smith. Thomas Michael Smith fekk fyrstu virðisløn fyri ein málning hjá sær.

Plátuhúsin hjá The Rabbits.

ÚR EINUM BORÐI Í HITT

Fyrstu poppbólkarnir í Føroyum høvdu so at siga bert føroysk nøvn. Men í sekstiárunum broyttist hetta til ensk heiti – ivaleyst tí, at allur íblásturin var útlendskur, fyrst og fremst úr Bretlandi. Tað tyktist sum, at navnið heldur skuldi vera fangandi enn sigandi.

Í sekstiárunum vóru rættiliga nógvir tónleikabólkar í Havn. Fimm teirra høvdu føroysk nøvn, restin, útlendsk, harav minst 13 byrjaðu við The. Ógjørligt er at gera eitt neyvt yvirlit yvir allar tónleikabólkarnar í Havn, men niðanfyri eru flestu teirra, sum hava verið frammi alment.

Simme og Tey / The Faroe Boys, / Bumble Bees, Tey av Kamarinum / The Enjoyers, / X-Rays, Rúnar / The Four Beats,* / Flamingo, Leikar / The Rabbits, / Mystic Eyes, Skopunargenturnar / The Islanders, / Snippies, / The Moon Dogs, / Blue Bananas, / The Arrows, / Blue Spaghetti, / The Work Brothers, / Jacta Est Alea, / The Young Ones. / Telstar / The King Bees, / The Cream Crackers, / The Snowflakes,* / The Yellow Birds.

\* The Four Beats vórðu til Leikar \* Skopunargenturnar vórðu til The Snowflakes.

ATLANTIS Í NORÐRI

Eins og í Havnini byrjaði rokk-rákið at fáa fastatøkur úti á bygd. Í Klaksvík hevði harmonikan verið einaráðandi í dansi frá seinnu helvi av fimmtiárunum og í byrjanini av sekstiárunum.

Í 1962 vendist alt á høvdið. Vilhjálmur Hansen (Ville), Christoffer Jensen og Sørmund Olsen byrjaðu hetta árið ein tónleikabólk. Ville spældi á banjo, Christoffer Jensen á gittara og Sørmund Olsen á eina trummu. Í fyrstani var talan um barnaleik. Men á heysti 1962 sluppu teir at venja á loftinum í gamla KÍ húsinum.

Big Band.
Big Band.

Mánaðarskiftið november-desember í 1962 skipaði KÍ fyri veitslu. Unga mann ingin hevði lovað at spæla nakrar sangir á veitsluni sum tøkk fyri lán av venjingarhøli. Døgurði var í gomlu dansistovuni og dansur í Atlantis Bio. Harmonika spældi. Men brádliga trinu Ville, Kristoffur og Sørmund á pallin. Teir nevndu seg Playing Boys.

Eg minnist ikki hvussu nógvar sangir, vit framførdu, men tað gekk bara útmerkað – fólkið vildi bara hava meira og meira. (Christoffer Jensen, samrøða, 18. januar 2003)

Á vári í 1963 mentist bólkurin munandi. Teir komu í samband við Tóra Andreasen.

Hann dugdi at spæla á gittara og hevði royndir frá streingjabólki við tilknýti til samkomu í býnum. Hann var fúsur at royna seg sum sologittarleikara.

Spælið gjørdist til seriøsan popptónleik. Úrvalið av løgum øktist. Nýggj ljóðføri komu í staðin fyri tey gomlu. Gittarar og trummusett vórðu bíløgd niðri frá. Ein gamal Faroe Boys forsterkari varð keyptur frá Simma. Hann hevði rúmklang og ekko. Slíkt høvdu klaksvíkingar als ikki hoyrt áður.

Tá teir hildu seg vera førar fyri at spæla eitt heilt dansikvøld, settu teir seg í samband við leiðaran á Atlantis Bio, Bernard Brim, sum beit á. Bólkurin skifti navn til Atlantis. Fyrstu poppstjørnurnar í Klaksvík vóru føddar.

Tað hendi seg onkuntíð, at vit máttu hava ein steðg í okkara framførslu, og plátur vórðu spældar. Tá var misnøgdin stór – ikki talan um – so tað tordu vit ikki at gera ov ofta. Fólk vildu hava, at vit spældu okkara tónleik. Poppurin var komin. og tey vildi ikki aftur til tað gamla. (Christoffer Jensen 18.01.03)

Atlantis spældu mest instrumentalløg, tí teir ikki høvdu útgerð at syngja í. Tórur Andreasen gjørdi nøkur løg, ið bólkurin framførdi. Eitt teirra, Atlantis Twist, var væl dámt at dansa eftir.

Á Norðoyarstevnu í 1964 spældi Atlantis til dans fyri fullsettum húsi. Stemningin var so mikið góður, at vit byrjaðu at syngja eitt sindur. Tað var akkurát, sum man sær í útlondunum, hesir groupieirnar, ið vilja storma pallin og skræða buksurnar av okkum. Vit máttu simpulthen gevast at spæla. (Christoffer Jensen 18.01.03)

Atlantis í fullum útblástri í Atlantis Bio. Frá vinstru: Sørmund Olsen, Christoffer Jensen, Tóri Andreasen og Vilhjálmur Hansen.

Í 1964 bleiv ein tónleikabólkur til í roykstovuni í Antineshúsi í Klaksvík. Navn bleiv ikki sett á bólkin beinanvegin, men onnur í nærumhvørvinum nevndu teir annaðhvørt Sóljan ella Uppsala Boys. Frá vinstru; Sigbrand Johansen, Regin Samuelsen, Jóannes Jacobsen og Petur Hans Poulsen.

Í august mánaði í 1964 fór stigtakarin Vilhjálmur Hansen til Havnar at ganga á læraraskúla, og Christoffer Jensen fór til Danmarkar. Sørmund Olsen og Tórur Andreasen hildu fram við øðrum tónleikarum, m.a. Niels M. Johannessen (í Horni) á bassgittara og Jákup á Fløtti Jacobsen á rýtmugittara. Eisini var Rudolf Niclasen onkuntíð við.

Veturin 1962 – 63 var Trygvi Johannesen av Tvøroyri á háskúla í Havn. Har kom hann at kenna fleiri klaksvíkingar, ið eins og hann vóru áhugaðir í tónleiki.

Tá skúlagongdin var av, skiltust vegir teirra, teir fóru suður og norð.

Longu árið eftir í 1964 flutti familjan Johannesen til Klakvíkar. Tunlarnir norður um fjall á Borðoynni skuldu gerast, og pápi Trygva Johannesen var við í hesum arbeiði. Trygvi kom at hava sína dagligu gongd norðanfjørðs, og har hitti hann aftur floksfelagarnar frá háskúlatíðini.

Teir stovnaðu ein bólk við Elmari Hansen, rýtmugittara, Jákup Petur Petersen, rýtmu- og sologittara, Jógvan Sjúrði Kjølbro, tangentum, Pól Sigmund Sørensen, bassgittara, Harry Heinesen, trummur og Trygva Johannesen, sangi. Eitt skifti var eisini Tórur Andreasen við sum sologittaristur. Bólkurin fekk navnið The Faroe Stones. Teir vandu og spældu til dans í gomlu dansistovuni. Ávís kapping var ímillum dansistovurnar, og tá The Faroe Stones av álvara komu fram, spældu teir serliga til almennan dans mikukvøld.

The Faroe Stones hildu seg til tónleikin, ið var frammi. Skift var ímillum instrumentalan tónleik og sang. Trygvi Johannesen minnist seg at hava sungið sangir av eitt nú Elvis Presley, Chuck Berry og øðrum av somu sjangru.

The Faroe Stones høvdu stórar ætlanir. Manningin átti gittarar og forsterkarar hvør sær, men teir lótu Simma Musikkhúsi alla útgerðina í býti við nýggja útgerð. Soleiðis bleiv The Faroe Stones ein nútímans poppbólkur við nýggjum gittarum, forsterkarum, trummum, mikrofonum og ekkoanleggi.

The Faroe Stones gjørdu ein vørr miðskeiðis í sekstiárunum, men bólkurin gavst skjótt aftur. Nakað eftir at tunlarnir vóru skotnir ígjøgnum norð um fjall, flutti Trygvi Johannesen suður aftur, og bólkurin gavst. Tann mikla útgerðin varð seinni keypt av bólkinum Silly Boys úr Fuglafirði.

Um somu tíð sum The Faroe Stones varð stovnað, byrjaðu nakrir ungir dreingir at spæla tónleik í roykstovuni í Antineshúsi á Uppsølum. Tveir av dreingjunum vóru brøðurnir Jóannes og Óli N. Jacobsen. Teir búðu í áðurnevnda húsi og áttu plátuspælara og nógvar plátur, mest rokk og kontry. Hinir vóru Sigbrand Johansen, Regin Samuelsen og Petur Hans Poulsen. Jóannes Jacobsen sang, Óli N. Jacobsen spældi bass á ein kassagittara, Regin Samuelsen trummu, Sigbrand Johansen rýtmugittara og Petur Hans Poulsen, sologittara. Bólkurin fekk ikki nakað navn beinanvegin, men onnur nevndu teir fyri Uppsala Boys ella Sóljan.

Í 1965 keyptu teir sær elektriskar gittarar og eitt trummusett. Um jóltíðir sama árið sluppu teir inn í Atlantis Bio at spæla til almennan dans á fyrsta sinni, tá teir loystu Atlantis av 2. jólakvøld. Eftir hetta vóru teir fastir avloysarar í Atlantis Bio.

Tónleikurin var serliga av The Shadows og øðrum instrumentalbólkum. Hesin tónleikabólkurin man hava verið ein tann mest leitandi bólkurin í síni samtíð yvirhøvur. M.a. høvdu teir dirvi at royna seg við Ormin Langa Twist, ein heimagjørd, instrumental boogie-útgáva av kvæðalagnum. Teir tordu illa at framføra lagið alment, tí tað varð hildið at vera halgibrot.

Tíðliga í 1966 góvust brøðurnir Jóannes og Óli N. Jacobsen í bólkinum. Martin Samson kom eitt stutt skifti við í bólkin sum bassistur, og tá ið hann gavst, kom Niels M. Johannessen, vanliga nevndur Niels í Horni, við sum bassleikari. Í 1966 gjørdust teir fast húsorkestur í Atlantis Bio og fingu sær navnið The Swallows. Tónleikurin kravdi framkomna útgerð. Teir fingu ein eldri beiggja hjá Peturi Hans Poulsen at keypa forsterkarar og sanganlegg fyri seg, tí manningin í bólkinum var ov ung at keypa upp á borg. Tá avtornaði, var skuldin umleið 15.000 kr. The Swallows fingu 20% av bruttoinntøkunum fyri at spæla. Hvørt oyra fór at gjalda skuld.

Bólkurin fekk sítt endaliga skap í 1967, tá Sonhard Johannesen kom við sum trummuleikari fyri Kristvin Baldvinson.

Í 1967 spældi bólkurin til almennan dans í Losjuni í Havn fyri fullsettum húsum. Ætlanin var at gera plátuupptøku í Havn. Simme skuldi geva út. Farið varð undir upptøkurnar í Havnar Bio. Tær skuldu fáast frá hondini, áðrennn filmframsýningin byrjaði hetta kvøldið, men tað miseydnaðist, og upptøkurnar vórðu ongantíð gjørdar lidnar.

The Swallows spældi eisini egið tilfar. Í 1968 kom lokala hittið Remember, sum er at finna á gullfløguni, ið Norðoya Sparikassi gav út í 1999.

Í 1969 gav Hans Jákup Glerfoss út yrkingasavnið Kvirra í reyðum og bláum. Gittarleikarin Petur Hans Poulsen gjørdi løg til fleiri av yrkingunum, sum The Swallows spældi.

The Swallows var einasti klaksvíksbólkur, ið luttók á fyrstu poppkonsertina í Klaksvík í 1968. Hinir bólkarnir komu úr Fuglafirði og úr Havnini. Konsertin varð hildin í virkisbygninginum hjá Kjølbro.

Fyrst í sjeytiárunum broytti bólkurin navn frá The Swallows til The Birds og byrjaði at spæla harðari tónleik t.d. Deep Purple, Focus, Jimi Hendrix, Ten Years After og Jethro Tull. Bólkurin keypti eitt Hammond orgul við Leslie effekt, sum gittarleikarin Sigbrand Johansen spældi á. Eitt stutt skifti var Jørgin Dahl við í bólkinum.

The Birds spældu nógv í 1974. Bólkurin tók lut í rokkkonsert í Sjónleikarhúsinum í Havn. Sama ár var hann luttakandi bólkur á rokkkonsert í fimleikahøllini í skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík, har eisini bólkarnir Fata Morgana og Ólavur Presley and his Dirty Rag Rags úr Klaksvík og Mjølnir og Kræklingar úr Havn, luttóku. The Birds góvust at spæla seinast í sjeytiárunum.

DUNDUR Í VESTRI

Nakrir unglingar funnu fyrst í sekstiárunum saman í gamla skúlanum í Vestmanna og byrjaðu at venja tónleik. Teir vóru Guttorm Christiansen, ið spældi bass á sín rýtmugittara, Bjarni Juul Petersen, rýtmugittara, Niels Olsen, harmoniku, Jón Miðberg trummur og Jóhannus Bjørgvin trompet. Hallgrím Miðberg var við á sologittara, tá hann var í bygdini. Hann hevði drúgvar royndir sum tónleikari í fimmtiárunum og legði ungu manningini lag á. At byrja við var siðbundni harmonikutónleikurin tann berandi við gittarum sum undirspæli.

Tað barst Jóhannusi Bjørgvin og Bjarna Juul Petersen frá at halda fram í bólkinum í 1963. Stutt eftir avgjørdi restin av manningini at fáa Heðin Follend og Marna Gaard við í bólkin.

Hesir avgjørdu so í felag at gera bólkin meira nútímans, meira á tann bógvin, ið Hallgrím Miðberg hevði víst á við sínum gittara. Avtala varð gjørd við Osmund á Rógvu, eigaran av dansistovuni, um at spæla til dans. Útgerð varð keypt frá Simma.

Bólkurin skuldi eisini hava eitt navn. Teir vóru tó samdir um, at navnið skuldi hava nakað við fjøll at gera. Úr enskari orðabók funnu teir navnið fyri fjallabúgvar – The Mountaineers. Samansetingin varð henda: Jógvan (Egga) Simonsen, trummur, Sámal Knudsen, rýtmugittara, Hallgrím Miðberg, sologittara og sang, Per Hansen, sang og Ólavur Petersen bassgittara.

Bólkurin spældi helvi um halvt instrumentalan tónleik og løg við sangi, t.d. Hippie hippie shake og Good Golly Miss Molly, tvey løg, ið sangarin Per Hansen hevði stóra fragd av at syngja. Hann var førur fyri at fáa lív í dansifólkið. Hann var somuleiðis ein frálíkur jodlari. Hetta koma ofta til sjóndar, tá Mountaineers spældu.

Bólkurin spældi frá 1963 til 1965. Nakað eftir at teir vóru givnir, blivu meira skipaðviðurskifti í Glyvra Bio.

Hallgrím Miðberg flutti inn á Skálafjørðin tíðliga í sekstiárunum og byrjaðu saman við øðrum tónleikabólkin The Mountaineers.

Í 1966 byrjaðu fýra ungir mans – tveir av Nesi, ein úr Runavík og ein av Glyvrum – ein tónleikabólk, ið fekk navnið Tornados.

Regin Jespersen og Marius Danielsen gingu á tekniska skúla í Havn. Annar var lærlingur í Radiobúðini í Runavík og hin á skipasmiðjuni á Skála. Teir búðu á lærlingaheiminum. Eitt kvøldið teir vóru úti og spákaðu í havnargøtum, hoyrdu teir The Faroe Boys spæla í Sjónleikarhúsinum. Hetta gav teimum hug at stovna ein tónleikabólk, tá teir komu aftur á Skálafjørð.

Teir fingu tveir aðrar við sær. Manningin gjørdist, Marius Danielsen bassgittara, bróðir hansara, Sverri Danielsen rýtmugittara og sang, Regin Jespersen, sologittara og sang og Mads Hansen, trummur.

Teir byrjaðu fyrst í kjallaranum, har Regin búði, men fóru rættiliga skjótt at venja í Glyvra Bio og gjørdust fastur bólkur har.

The Tornados spældu frá 1966 til 1967. Eftir teir kom The Drifters, har nakrir av Tornados manningini vóru við. The Drifters var stóra navnið á Skálafjørðinum seinna helming av sekstiárunum. Manningin var Regin Jespersen, rýtmugittara, Jaspur Rasmussen sologittara, Ernst Poulsen og Mads Hansen, trummur. Hann varð skjótt avloystur av Símuni Danielsen. Manningin í The Drifters legði stórt arbeiði í at fáa sangin so góðan sum gjørligt, og allir sungu.

The Drifters vóru hjá fotografi í Gøtu í sambandi við at spælast skuldi í Losjuni. Frá vinstru: Jaspur Rasmussen, Símun Danielsen, Regin Jespersen og Ernst Poulsen.

TÓNLIST Á STRONDUM

Á Strondum hevur altíð verið nógv dansað. Føroyski dansurin hevði góð kor, og fyrsta dansistovan, ið varð bygd fyrst í 1900 talinum, var ætlað honum. Dansistovan

gjørdist skjótt ov lítil, og síðst í 1920 árunum varð nýggj bygd. Strandingar nevna hana gamla dansistovan. Hon var miðdepilin fyri dansi til miðskeiðis í sjeytiárunum, tá hon var niðurtikin.

Perlan.
Perlan.

Nær enski dansurin er komin til Strendur er ógreitt, men undir seinna verðaldarbardaga varð dansað í bygdini. Enska hervaldið hevði nógv fólk á Skálafjørðinum. Á Strondum vórðu barakkir bygdar. Fólk kring allan Skálafjørðin komu til Strendur í enskan hermannadans.

Harmonikan var álitið. Plátuspælari varð eisini nýttur til dansin. Tikið varð eisini upp á band frá Norðmanninum og Radio Luxembourg

Miðskeiðis í sekstiárunum hittust nakrir ungir mans við teirri ætlan at spæla tónleik.

Tey fyrstu ljóðførini vóru ein harmonika, ein hálvakustiskur gittari og mín vakri Høfner gittari við forsterkara, ið eg hevði keypt frá Simma í 1963. Hvussu tað ljóðaði, veit eg ikki, Men eg minnist, at har var ikki nógv dansað í byrjanini. Fólkið var meira áhugað at hyggja at okkum, ið spældu. (www.erhard.dk)

Bygdin hevði fingið ein poppbólk, ið fekk navnið Tónlist. Manningin var Erhard Olsen, rýtmugittara, John Thomsen, bassgittara og sang og Tonny Thomsen á sologittara, og hann sang eisini. Trummuleikarin Símun Edvin Rasmussen kom sum seinasti maður við í bólkin. Bólkurin spældi popp- og rokktónleik frá teirri tíðini.

Bróðir mín, Tonny Thomsen, gekk í studentaskúla í Havn og var komin at kenna fleiri tónleikarar. Onkursvegna var hann komin upp í Tónleikarfelagið í Havn og var við til fleiri upptøkur, ið hetta felag skipaði fyri. Harav kom navnið Tónlist. (John Thomsen 25.10.02)

Sera nógv fólk kundu vera í dansi høgtíðskvøld í lítlu dansistovuni á Strondum. Tað var ikki óvanligt, at eini 200 fólk komu. Flestu danskvøldini vóru um vetrarnar, og mangan var kalt. Dansur var frá kl 10-11 á kvøldi og langt út á náttina – onkuntíð til tann ljósa morgun.

Í Deiggj Studio 1985.
Í Deiggj Studio 1985.

Eitt kvøldið sang ein sumbingur við okkum. Tað var ein vinnmaður hjá Tonny. Hesin hevði eina frálíka rødd. Tá vit spældu Twist and Shout, vóru genturnar púra villar. Tær hildu so nógvan gang, at vit yvirhøvur ikki hoyrdu, hvat vit spældu. Tað var stuttligt, og títík kvøld gloymir ein ongantíð. (www.erhard.dk)

Tónlist gavst at spæla í seinnu helvt av sekstiárunum. Aðrir ungir tónleikarar vóru til reiðar at taka um endan.

Ein bólkur, ið kom aftaná Tónlist, var Hurricanes, ið keypti útgerðina frá Tónlist og fór til verka alt fyri eitt. Umráðandi var, at dansur var javnan í bygdini.

Teir, sum mannaðu Hurricanes, vóru Poul F. Jacobsen á sologittara, Birgir Rasmussen á trummum, Tummas Joensen á rýtmugittara og Símun Joensen á bassgittara. Ofta spældi Jónbert Jensen fyri Tummas Joensen, ið var sjómaður.

Bólkurin luttók á eini tónleikakapping í Glyvra Bio í 1972, har teir vórðu kosnir at vera besti bólkurin. Hurricanes gávust at spæla á vári í 1973.

Erhard Olsen og Símun Joensen undirhalda í gomlu dansistovuni.

Símun E. Rasmussen og Tonny Thomsen í Bygdahúsinum á Strondum.

TÁ GRÁI LÁ INNI

Í Sørvági var altíð dansur, tá grái lá inni, t.v.s. okkurt av donsku verjuskipunum – og tað var javnan. Umborð høvdu teir smærri tónleikabólkar, sum spældu til dans. Spældur varð tónleikur við jazzdámi. Tá marinararnir skipaðu fyri dansi, kostaði tað 5 kr. hjá føroyskum mannfólki at sleppa inn, meðan konufólk og marinarar einans skuldu gjalda 3 kr.

Í heiminum hjá unga Hans Jákup R. Hansen var spolabandupptakari. Her vórðu nógv løg og sendingar upptiknar. Eldru beiggjarnir hjá Hans Jákupi høvdu verið í Havn og keypt sær ein kekkiskt framleiddan „Lignatone" gittara. Sum 9-10 ára gamal byrjaði Hans Jákup at spæla á henda gittara.

Magnus Simonsen var floksfelagi hjá Hans Jákupi. Hann átti eisini ein gittara, sum pápi hansara, ið sigldi úti, hevði keypt. Um hetta mundið vóru Jørgen Ingemann, The Shadows og svenski bólkurin The Spotniks nógv frammi. Teirra gittarspæl hugtók ungu sørvingarnar, sum eftir besta førimuni royndu at apa eftir.

Familjan hjá Magnusi átti dansistovuna í Sørvági. Her fingu teir høvi at venja. 15 ára gamlir tóku teir endaliga stigið at spæla til dans í 1963. Keyptir vóru frá sørvingum, ið høvdu keypt sær hesi forkunnugu ljóðføri í høvuðsstaðnum, men teir dugdu ikki sjálvir at spæla á tey. Ein triði maður kom til – Andrass Henriksen.

Allir tríggir spældu í hornorkestrinum í Sørvági. Her spældi Hans Jákup á trummu. Nýggja bólkinum tørvaði fleiri ljóðføri. Tískil gjørdi Hans Jákup av at bíleggja sær eitt brúkt trummusett frá Alfred Christensen í Danmark.

Hans Jákup spældi ikki leingi á hesar trummur. Hugurin til gittarspælið dró. Í staðin fingu teir Allan Heina Gásdal at spæla trummur.

Fyrsti poppbólkur í Sørvági var nú veruleiki. Teir fingu sær navnið The Blue Boys. Á páskum 1964 var Sørvàgs Tónleikarafelag útferð í Suðuroy. Í gerðabókini stendur m.a. at lesa um ferðina:

Við okkum suðuri í Vági høvdu vit orkestrið „Blue Boys", sum vóru fýra unglingar, sum spældu popp-musikk. Hesir spældu inn ímillum, meðan vit í ST hvíldu okkum.

The Blue Boys var fyrsti bólkur, ið spældi til eina poppkonsert har vesturi. Skúlaflokkarnir 7. flokkur, 1. og 2. real skuldi í 1964 til Danmarkar á námsferð. Sum fíggjarligt ískoyti til ferðina, skipaðu The Blue Boys fyri almennari poppkonsert í fimleikahøllini í Sørvàgs skúla.

Á ferðini í Danmark hetta árið, vitjaðu skúlaflokkarnir m.a. á einum skúla í býnum Brovst. Her framførdu The Blue Boys fleiri sangir. Teir høvdu allir sínar egnu útgerð niður við.

The Blue Boys spældu nú regluliga til dans í gomlu dansistovuni í Sørvági, og tá grái nú var inni, vóru tað ungu sørvingarnir, ið spældu.

Tá bólkurin frætti, at danskur tónleikabólkur hevði sama navn, broyttu teir navn til The Faroe Stars. Tað, sum The Faroe Stars vóru fyri Havnina, vóru The Faroe Stars fyri sørvingar og vágafólk.

Í byrjanini varð ikki spælt fyri pening, men áhuga og gleði. Hetta gekk tó ikki í longdini. The Faroe Stars fóru til eigaran av dansistovuni og greiddu honum frá, at teir vildu hava pening fyri at spæla. At byrja við fingu teir 10 kr. í part fyri hvørja ferð, men skjótt fingu teir í lag eina skipan, har teir fingu ein triðing av inntøkunum.

Í kjalarvørrinum á The Faroe Stars byrjaðu aðrir tónleikarar í Sørvági at stinga høvdið undan kavi – m.a. Erling Simonsen, Eivind Simonsen, Jóan Jakku Guttesen, Jákup Henriksen o.fl. Har komu fleiri bólkar afturat, m.a. The New Beats, ið byrjaði í 1966 og stutt eftir The Blue Diamonds. Fyrsti bólkur at spæla til dans í nýggju dansistovuni í Sørvági í 1969 var The No Beats. The Faroe Stars gávust at spæla eftir lokna skúlagongd í 1965. Onkur teirra fór til skips og aðrir víðari á skúla.

Í Miðvági vóru tey ikki langt aftan fyri sørvingarnar at spæla popptónleik. Í 1964–65 byrjaðu kjallarabólkarnir at spíra. Skipað varð fyri kjallarakonsertum, har bólkur úr Sandavági eisini luttók. Á einari av hesum konsertum upptraðkaði Sámal Ravnsfjall á fyrsta sinni.

Ein av hesum kjallarabólkum var The Faroes. Hesin byrjaði miðskeiðis í sekstiárunum og spældi javnan til dans í Gleimi og aðrastaðir í nøkur ár.

Í Sandavági vóru kjallarabólkar, men har hendi veruliga broytingin í 1967, tá ein poppbólkur kom undan kavi, tá ung fólk har um leiðir savnaðu inn pening til tónleikaútgerð hjá bólki, ið fekk heitið Teenagers.

Myndin vinstrumegin: Hans Jacob R. Hansen avmyndaður umborð á „Havborgini" 1965.

Myndin høgrumegin: Manningin í The Faroe Stars í gomlu dansistovuni í Sørvági, f.v.: Magnus Simonsen, Hans Jacob R. Hansen og Andrass Henriksen.

The Faroe Stars í fullum útblástri í losjuni í Sandavági. Frá vinstru: Magnus Simonsen, Hans Jacob R. Hansen og Andrass Henriksen.

Ein av poppbólkunum í Sørvági var The New Beats, her siggjast tveir av leikarunum, f.v.: Ivan Simonsen og við trummurnar Jákup Henriksen. Myndin er tikin í 1967 í gomlu dansistovuni í Sørvági.

Blue Diamonds var annar poppbólkur í sekstiárunum. Her er manningin í gomlu dansistovuni í Sørvági. F.v.: Allan Heini Gásdal, Eivind Simonsen, Andrass Henriksen og Erling Simonsen.

Thomsen, hevði ein saltdampara á Tvøroyri, sum javnan var í Bretlandi. Á henda hátt fekk Bruno samband við plátuhandlar og harvið økt um sítt plátusavn. Hann átti nógvar plátur við fjølbroyttum tónleiki.

Umframt áðurnevnda tónleikaíblástur, so hevði hann eisini serligan tokka til bluestónleik. Móðirin at bluestónleikinum í Amerika, Gertrude „Ma" Rainey, var ein av fyrimyndunum hjá Bruno. Hann fekk fleiri áhugað í hesum tónleiki.

Tónleikurin vant uppá seg, Bruno spældi gittar, Einar sang og Hans Olaf hevði trummurnar undir hond. Hesir tríggir blivu kjarnan í tónleikabólki, ið teir byrjaðu miðskeiðis í sekstiárunum. Bólkurin hevði fleiri nøvn, minnist Hans Olaf Debes. Einaferð nevndu teir seg Road Runners, men navnið Omanlop man ivaleyst vera tað, ið fólk minnast best. Hann greiðir frá, at Bruno og Einar ímyndaðu tónleikin, bólkurin kom við.

Einar Bertholdsen hevði trupulleikar við epilepsi. Tað hendi seg, at hann small um á pallinum, tá hann framførdi. Vinfólk minnast, at Einar ikki tók sjúkueyðkennini í nóg stórum álvara. Hann andaðist á ungum árum umborð á fiskiskipi.

Nakrir teirra, ið javnan spældu saman við Omanlopinum, vóru Óla Jákup Lindberg, rýtmugittara og Albert Johannesen, bassgittara. Somuleiðis var Tórfinn Mortensen onkuntíð við sum sangari.

Faðir Bruno var ein av toppunum í klubbanum, og soleiðis hevur ivaleyst borið til at venja har. Sjálvur hevði hann í tríatiárunum verið virkin tónleikari í Tvøroyrar Jazzband, har hann hevði verið trummuleikari, so hann kendi tørvin hjá teimum ungu, ið høvdu tónleik sum ítriv.

Omanlop spældi av og á til dans, tó mest tá aðrir bólkar høvdu ein steðg frá dansinum. Veturin 1966/67 var mest samhangandi spæl hjá bólkinum. Hann spældi um somu tíð sum aðrir bólkar á Tvøroyri, men var nógv tann villasti. Umframt Chuck Berry, Jerry Lee Lewis, Buddy Holly og aðrar so spældi Omanlop eisini løg hjá øðrum bólkum sum t.d. The Rolling Stones, The Kinks og The Pretty Things.

Bruno Thomsen gjørdist eitt ikon á Tvøroyri í sekstiárunum. Hann var sín egin og gekk ímóti sekstiára streyminum. Gjørdist ikki vinstravendur, sum ungdómar tá, ei heldur gekk hann við síðum hári, men tónleikaliga var hann langt framman fyri sína tíð.

Kári P, ið vaks upp í Havn, men hevur røtur úr Suðuroynni, greiðir frá, at hann var partur av miðskeiðis í sekstiárunum, Mystic Eyes, uttan iva var fyrstur í Føroyum at spæla sonevndan progressívan tónleik. Hann var harður og brutalur í mun til tað, ið var frammi tá.

Men á Tvøroyri stóðu tónleikarar onki aftanfyri við progressiva tónleikinum. Frástøðan frá meginøkinum hevði ivaleyst við sær, at tónleikaliga samskiftið ikki altíð var líka gott, soleiðis at skilja at torført er at taka dagar ímillum, hvør hevur verið fyrstur við ávisum tónleikastíli.

Bergur Dam, ið mangan hoyrdi Bruno og hansara menn framføra í Tvøroyrar Klubba, greiðir frá, at hann og fleiri við honum, m.a. Bruno, í 1976 vóru staddir í Tivolis Koncertsal, tá Chuck Berry hevði framførslu har. Bruno kom at sita nær við pallin, og tá framførslan var komin nakað áleiðis, ropti Bruno upp til Chuck Berry: „play, Little Queenie" – og tað gjørdi hann so.

Chuck Berry var ein undangongumaður, hann broytti tónleikaheimin við løgum sum t.d. Maybellene, Johnny B Good, Sweet little Sixteen, Rock and roll music, og Roll over Beethoven. Á Tvøroyri gekk føroyski Chuck Berry – hann broytti eisini tónleikaáskoðanina hjá mongum føroyingum – hann gjørdi bara tað, hann hevði hug til.

Kári P minnist, at á Tvøroyri var ein annar tónleikaligur stemningur, ein stílur, ið norðingar ikki vóru so vitandi um.

Eg minnist, at Tvøroyri var eitt tónleikarans Mekka í 1960'unum. Har byrjaði alt tað, sum var frammanfyri. Har kom Herólvur við Berry, og Bruno lanseraði The Real Blues. (Kári Leivsson 16.04.09)

Tríggir úrmælingar við tilknýti til Suðuroynna, ið hvør á sín hátt ríkaðu føroysku tónleikasøguna í seinnu helvt av fimmtiárunum og í sekstiárunum, vóru Herólv Andreasen (1939 – 1999), Bruno Thomsen (1943 – 1998) og Rudolf Niclasen (1944 – 1993).

Tónleikliga uppalingin hjá Herólvi tók dik á seg ungdómsárini, tá hann var búsitandi í Íslandi. Afturkomin, búleikaðist hann í Suðuroynni eina tíð. Hann kom við frískum tónleikaligum íblástri, men tað kom ikki so væl til sjóndar á Suðuroynni, tí hann flutti tíðliga í sekstiárunum til Havnar, har hann setti sín dám á føroyska tónleikin.

Fyri Bruno Thomsen byrjaði tónleikaítrivið av álvara í Danmark. Heimafturkomin við gittara og plátum – og ongari útbúgving – byrjaði hann at jamma og fekk fleiri vinnmenn áhugaðar í tí tónleiki, hann kom við.

BARA TAÐ LARMAÐI

Red Boys, sum seint í fimmtiárunum tók Vágsbygd á bóli við tátíðar rokk- og skiffletónleiki, gavst í 1960. Harmonikan gjørdist aftur álitið í bygdini. Mong danskvøld sat Sjúrður Strøm einsamallur og hugagóður í Framtíðini og hálaði og trýsti á bjølgin.

Á heysti í 1963 flutti 15 ára gamli Jógvan Dahl suður til Vágs at búgva í nøkur ár. Hann kom skjótt í samband við Einar Skaalum, Tóra Midjord og Trúgva Vestergaard. Teir stovnaðu skjótt ein tónleikabólk og sluppu at venja í eini skúlastovu í gamla skúlanum í Vági. Vant var so at siga hvønn dag. Ljóðførini vóru gittari, bassur og trummur, og so sungu teir eisini nakrar sangir.

Útgerðin var primitiv, teir høvdu eitt gamalt útvarpstól og lántu onkran bandupptakara til at styrkja ljóðið við. Eitt kvøldið fór at rúka úr útvarpstólinum, so var tað liðugt. Tá keyptu teir nakað av brúktari útgerð.

Tað hendi seg mangan, at fólk av forvitni stungu høvdið innum og lýddu á eina løtu. Tey vildu vita, hvat var á vási, og onkur teirra spurdi undrandi, hvar harmonikan var.

Tá var tað næstan óhugsandi við einum tónleikabólki uttan nakran harmonikuleikara.

Jógvan Dahl minnist, at tørvaðu teimum gittarstreingir, so var farið til Frelsunarherinum at vita, um nøkur hjálp var at fáa haðani. Annars var ringt norður til Simma. Tað var eisini í Frelsunarherinum, at grundarlagið í gittarleiki varð lagt hjá mongum vágbingi.

Tá teir vóru komnir á lagið, settu teir seg í samband við harmonikuleikaran Sjúrð Strøm. Hann var fúsur at vera við, og teir stovnaðu bólkin JETS, eftir forbókstavunum hjá limunum í bólkinum. Jógvan Dahl, gittara, Einar Skaalum, trummur, Tóri Midjord, rýtmugittara og Sjúrður Strøm á harmoniku.

Teir spældu til dans í Framtíðini í Vági, og tónleikurin var ein javnvág ímillum nýggjari gittartónleik við harmonikufylgispæli og eisini eldri harmonikutónleik við gittarfylgispæli. Tónleikurin var fyri tað mesta instrumentalur.

JETS spældi ikki hvørt vikuskifti, men til høgtíðskvøld og tá verjuskip lógu inni.

Fólk vóru ikki kræsni, bara tað larmaði, so vóru tey glað og dansaðu (Jógvan Dahl 19.06.09)

Eftir at JETS vóru farnir at spæla til dans, gekk tað meira striltið at fáa gittarstreingir frá Frelsunarherinum.

Eftir at hava verið burturstaddur í nøkur ár, vendi Jákup Mortensen (Jákup hjá Bassanum), ið var ein av veteranunum í Red Boys, á vári í 1965 aftur til heimbygdina. Hann fór tá uppí JETS saman við Peturi Dahl Nolsøe og Lailu Magnussen. Tað eydnaðist tó ikki bólkinum at spæla til dans, tí tey gávust áðrenn, orsakað av fráflyting.

Ikki gekk long tíð, til annar nýggjur bólkur sá dagsins ljós. Hesir nevndu seg Les Faroes og vóru, Terji Nielsen, rýtmugittara, Jóhannus Nielsen, rýtmugittara, Hilmar í Lágabø, solo- og rýtmugittara og Martin Strøm, trummur. Tá Martin Strøm gavst, kom Einar Skaalum við sum trummuleikari og sangari.

Bólkurin skuldi hava eitt navn, og tað skuldi bara ljóða flott – teir samdust um Les Faroes. Tey vandu um í Losjuni og í Framtíðini. Talan var fyrst og fremst um hugna, men tey royndu seg eisini sum dansibólkur nakrar ferðir í Losjuni og í Framtíðini. Les Faroes spældi í útvið eitt ár.

Jógvan Dahl.

Sound Pipers avmyndaðir í Framtíðini í Vági til eitt føstulávintshald. Frá vinstru Ulf Nolsøe, Arnfinnur Thomassen og Dan Joensen. Trummuleikarin Ólavur Magnussen sæst ikki á myndini.

Vestarlaga í bygdini vóru eisini nakrir yngri fýrar, ið høvdu hug at royna seg innan popptónleikin. Hetta var í 1968. Unga manningin var við Arnfinni Thomassen, sologittara og sangi, Ólavi Magnussen, trummum og sangi, Ulf Nolsøe, bassgittara, Dan Joensen, rýtmugittara og Einari Skaalum, sangi.

Eftir at Jógvan Dahl var fluttur aftur til Havnar at ganga á studentaskúla, vitjaði hann av og á í Vági. Hann minnist seg onkuntíð hava verið og lagt unga manningini lag á, áðrenn hon tók stigið fult út og fór at spæla til dans.

Eg minnist einaferð, eg var og ferðaðist suðuri í Vági, at eg stakk inn á gólvið í Gamla Skúla, har hesir dreingirnir vandu. Teir vóru ikki so galnir, men eitt undraði meg, og tað var, at Arnfinnur hevði ein pakka av margarini liggjandi við síðuna av sær, og at hann av og á rendi fingrarnar á vinstru hond niður í margarinið. Hvat í ólukkan gjørdi maðurin? Jú, segði hann, fingrarnir glíðu nógv betur eftir streingjunum, tá ið hann brúkti margarin. Annars var Ólavur Magnussen ógvuliga stoltur av trummustavunum hjá sær, ið pápi hansara hevði telgt burtur úr einum kustaskafti. (Jógvan Dahl, Aldamót, 1999)

Teir byrjaðu at venja í Gamla Skúla í Vági og blivu seinni fastur húsbólkur í Framtíðini. Framtíðin legði út fyri neyðugu útgerðini, bólkurin hevði tørv á, síðan spældi bólkurin skuldina inn aftur.

Manningin hevði torført at finna nakað hóskandi namn til bólkin, men einaferð teir skuldu spæla til dans í Framtíðini, ringdu teir til útvarpið og lýstu við dansi, har Breakfast in Bed spældu. Útvarpsmaðurin segði kortanei at lýsa við sovorðnum fjasi. Seinni fingu teir sær navnið Sound Pipers.

Teimum dámdu at lurta eftir tónleiki í ymsu útvarpsrásunum og soleiðis fylgja við, hvørji løg vóru, ið teir kundu taka við í sína tónleikaskrá. Í Framtíðini stóð ein bandupptakari, og útvaldu sangirnir vórðu síðan festir á band. Ljóðviðurskiftini vóru ikki altíð av teimum bestu, tað kundi skróva, ella í løtum blíva heilt burtur. Tá kundi vera eitt sindur torført at fáa skil á, hvussu syngjast skuldi.

Arnfinnur Thomassen var hesi árini haldari av bretska tónleikablaðnum The New Musical Express, ið umframt at umrøða tónleikaviðurskifti, eisini viðhvørt hevði tekstir til fleiri kendar sangir, ið vóru frammi í tíðini. Hetta kom teimum onkuntíð væl við. Arnfinnur greiðir frá, at hann hevði ta støðu, at teir sungu onki, ið ikki gav meining.

Tónleikaúrvalið var vanligur dansitónleikur, í byrjanini nógv instrumentalt, men fleiri og fleiri sangir komu við. Bólkar sum The Shadows, The Bee Gees, The Beatles, Creedence Clearwater Revival og The Rolling Stones vóru millum teirra, sum teir spældu løg eftir.

Nakað av broytingum hendi manningini, onkur teirra fór til skips, og onkur fór burturúr. Eina tíð spældu teir bert tríggir, Arnfinnur, Ólavur og Ulf. Avloysararnir blivu Jákup Thomsen og Henning Henriksen.

Sum fráleiðs gjørdu teir meira og meira burtur úr sanginum. Teir byrjaðu at syngja fleirraddað, ið teir sjálvir løgdu til rættis til fleiri av løgunum.

Sound Pipers keypti seinni útgerðina frá bólkinum The Islanders, ið gavst sum bólkur á ólavsøku í 1969.

Sáttmáli við Framtíðina, ið legði út fyri ljóðførini hjá Sound Pipers.

Sound Pipers helt seg einamest fyri bøgarðarnar. Eina ferð spældu teir tó til jóansøkudans á Tvøroyri. Av Suðuroynni vóru teir bert eina ferð, tað var til almennan dans í Losjuni í Havn, har móttøkan var avbera góð.

Fyrst í sjeytiárunum fór bólkurin við tíðarinnar ráki yvir í progressiva tónleikin. Tá broyttu teir eisini navnið á bólkinum til Green Manalishi, eftir sanginum, ið Peter Green skrivaði, og sum kom út á plátu í 1970 við bólkinum Fleetwood Mac.

Meðan bólkarnir undan Green Manalishi høvdu spælt meira fjøltáttaðan tónleik fyri at gera dansifólkunum til vildar, so vóru Green Manalishi meira kompromisleysir. Teir spældu tann tónleik, teimum dámdu. Fleiri av teimum yngru dámdu væl nýggja tónleikin, men tað hendi eisini, at hann skapti meira av øðli millum tað eldra dansifólkið, skrivar Jógvan Dahl m.a. í greinini Frá Red Boys til Green Manalishi, ið er at finna í blaðnum Aldamót, sum nýggjársnevndin í Vági gav út 1999 í sambandi við túsundáraskiftið.

Green Manalishi, Jákup Thomsen, Arnfinnur Thomassen og Ólavur Magnussen.

VILLU LEYVURNAR ÚR SUMBA

Sumbingar eru serliga kendir fyri at dansa til siðbundnu kvæðini, men frá eldri tíð var eisini dansað til fiólleik, og seinni kom harmonikan fram. Gittarar komu eisini til bygdina, men ein veruligur poppbólkur á heimabeiti kom ikki undan kavi fyrr enn í 1967.

Niclas Djurhuus og Jens Dam møttust við hvør sínum gittara í gomlu dansistovuni. Har byrjaðu teir at venja ymisk løg, m.a. The Shadows. Teir høvdu allir áhuga í nýggja popptónleikinum og vildu fegnir framføra hann alment.

Umframt at hoyra nýggja tónleikin á útvarpsrásum og plátum, so kom ivaleyst størsta ávirkanin frá tveimum meira royndum tónleikarum í bygdini. Hesir høvdu báðir spælt í Faroe Boys og vóru í 1966 aftur búsitandi í Sumba, nevniliga Tummas Nielsen og Dánjal Petur Djurhuus. Siðstnevndi var bert stutta tíð við í The Faroe Boys. Hann fór niður í lestrarørindum, men var afturkomin til Sumbiar, tá Tummas var givin í The Faroe Boys og var fluttur suður aftur.

Forvitnir óvitar vildu vita, hvat gekk fyri seg í gomlu dansistovuni. Har var skemtað, og áhugaverdir tónar floymdu út úr dansistovuni, ið hevði fostrað manga kvæðakempuna. Ein teirra, ið sníkti seg at hyggja og lurta eftir tí, ið gekk fyri seg, var Henry Dam, yngri bróðir Jens Dam. Hann fekk ikki loyvi at vera við, men tað gjørdi, at hann fekk áhuga í gittarleiki. Hann fekk lúrt teir so frægd av, at tá avgjørt var at byrja fyrsta poppbólkin í Sumba, var hann førur fyri at spæla upp á gittara.

Teir, ið komu at manna fyrsta poppbólkin í Sumba, vóru tríggjar ferðir tveir brøður:

Tummas Nielsen, klaver, harmoniku og sang Dánjal Petur Djurhuus, bassgittara og sang Jóhannes Nielsen, trummur, rýtmugittara og kór Henry Dam, solo- og bassgittara og kór Jens Dam, solo-og rýtmugittara og kór Niclas Djurhuus, trummur, rýtmugittara og kór

Tá teir høvdu vant eina fjølbroytta skrá, fingu teir seg royndar í samkomuhúsinum í Sumba á vári í 1967. Samkomuhúsið var komið í staðin fyri gomlu dansistovuna nøkur ár frammanundan. Undirtøkan var góð, og bólkurin fekk innivist sum húsorkestur.

Bólkurin kom at spæla fast til dans í Sumba, so tað kom teimum ikki til hugs at geva bólkinum nakað ávist navn. Øll í nærumhvørvinum kendu teir.

Hetta gekk ikki í longdini. Tíðindini, um ein nýggjur tónleikabólkur, lutvíst við royndum tónleikarum spældi til dans í Sumba, frættist skjótt í bygdunum norðanfyri í oynni. Vágbingar vóru fyrstir at bjóða bólkinum vælkomnum at spæla til dans aðrastaðir enn í Sumba. Hetta var í Framtíðini 2. páskakvøld í 1967. Tá lýsast skuldi við dansi í útvarpinum, tók Tummas Nielsen avgerð um at nevna bólkin Wild Lions.

Ungu sumbingarnir vildu eisini vita, hvat slag av tónleiki bólkarnir á Tvøroyri spældu, og vildu helst vera á somu tónleikaligu bylgjulongd. Tí vóru teir eisini í dansi á Tvøroyri fyri at fáa íblástur.

Niclas Djurhuus greiðir frá, at tað altíð var sera lívligt at vera í dansi á Tvøroyri. Eina ferð manningin í Wild Lions var til dans hjá Beat Shots í klubbanum, kom róp í, tá tað frættist, at sumbingarnir, villu leyvurnar, vóru í dansinum. Teir vórðu bjóðaðir upp á pallin at framføra fyri tvøroyrarfólki. Hóast teir ongantíð høvdu spælt á Tvøroyri, fóru teir upp á pallin og framførdu nøkur løg. Undirtøkan frá dansifólkinum gav eina ábending um, at teirra tónleikaval var á góðari leið. Í dansinum var eisini umboð fyri leiðsluna í fótboltsfelagnum TB, ið kom við tilboði um, at Wild Lions kundu spæla til dans í TB-húsinum. Eftir framførsluna í klubbanum kom Wild Lions javnan at spæla til dans í TB-húsinum.

Í 1968 framførdu Wild Lions til eina veitslu hjá læknanum á Tvøroyri, ið var av týskari ætt. Sangarin í bólkinum, Dánjal Petur Djurhuus, var ikki tøkur hetta kvøldið, so Rudolf Niclasen kom í hansara stað. Frá vinstru: Jóhannes Nielsen, Rudolf Niclasen, Henry Dam, Niclas Djurhuus er trummuleikarin, Tummas Nielsen og Jens Kristian Dam.

Niclas minnist, at í TB-húsinum var útgerð, ið teir kundu nýta sum teimum lysti, og tað kom væl við.

Wild Lions royndu seg við blandaðum tónleiki, eitt nú The Beatles, The Who og Dave Dee, Dozy, Becky Mich & Tich. Chuck Berry og tað var væl dámdur á Tvøroyri, og tá Wild Lions spældu Sweet little Sixteen, var ikki eitt eyga turt.

Teir spældu eisini fleiri føroysk løg. M.a. settu teir løg til fleiri av tekstunum hjá skaldinum Poul F.

Niclas var trummuleikari og royndi seg eisini við einum útbygdum trummusetti. Eitt nú hevði hann eitt skifti tvær fót trummur, soleiðis sum stóru bólkarnir útheiminum høvdu.

Umframt at teir spældu til dans í Framtíðini í Vági og í TB húsinum á Tvøroyri, so var bólkurin nógv umbiðin til ymiskar veitslur.

Ein dagin varð Tummas Nielsen uppringdur av læknanum á Tvøroyrar Sjúkrahúsi. Hesin var av týskari ætt og vildi hava Wild Lions at spæla til eina veitslu, ið ætlandi skuldi verða á læknabústaði hansara á Tvøroyri.

Wild Lions kundu spæla tað teimum lysti, men hann hevði eisini ynski um, at teir spældu nakað av týskum march-tónleiki. Fyri at ganga sínum ynski á møti, sendi hann Tummasi eina plátu suður við rutubilinum.

Gestirnar vistu ikki av nøkrum, fyrr enn týskur „live" tónar fyltu stovuna. Bólkurin spældi alla náttini.

Wild Lions vóru ongantíð av oynni og spældu, hóast áheitanir komu úr Havnini og úr Vágoynni. Bólkurin var virkin frá vári 1967 til nakað inn í 1969. Tá skiltust teirra vegir, men fleiri teirra hava framvegis tónleikin sum ítriv.

STRATOCASTARIN TIL FØROYA

Fremsta ljóðførið hjá nýggja tónleikarákinum í sekstiárunum var el-gittarin, og tann kendasti av hesum er uttan iva Fender Stratocaster. Hesin gittarin gjørdist ímyndin av rokktónleikinum – eisini í Føroyum. Hann varð framleiddur á fyrsta sinni í 1954 í Amerika. Tíggjú ár seinni vóru tveir tilíkir gittarar til sølu hjá Simma Musikkhúsi í Tórshavn.

Rúni Øster, gittarleikari í tónleikabólkinum Rúnar, hevði heitt á Simma um at útvega sær ein Fender Stratocaster. Fyrimynd hansara, bólkurin The Shadows við Hank Marvin á odda, nýtti Fender Stratocaster, so sjálvandi skuldi Rúni hava eins gittara og teir.

Simme Jacobsen, sum um hetta mundið var ávegis til Danmarkar í feriu, játtaði at keypa honum gittaran í Danmark. Ivaleyst hevur Simme mett hesar gittarar hava ávist søluvirði, tí tá hann kom til Føroyar við Tjaldrinum, hevði hann tveir tilíkar við sær. Síðan vóru báðir at siggja í sýnisglugganúm hjá Simma Musikkhúsi fyri 2660 kr.

Thomas Svenn Zachariasen (bróðir Milson) sigldi í danska handilsflotanum í sekstiárunum. Á ferðum sínum hevði hann lagt til merkis tann ovurhonds áhugan fyri Fender Stratocaster millum tónleikarar. Sjálvur klimpraði hann upp á ein kassagittara umborð.

Thomas Svenn fekk seg royndan sum gittarleikara í Dublin í 1963. Thomas Svenn situr til høgru, og ikki sum tað stendur á myndina, til vinstru.

Í 1963 var hann staddur í Jacksonville í Florida. Hann fór á gátt í stórum tónleikahandli, og har sá hann Stratocastarar í alskyns litum. Freistingin var ov stór, og hann keypti sær ein. Seinni sama ár lógu teir í Belfast, har sjómansprestur kom umborð. Tá hann hoyrdi, at tónleikarar vóru umborð, og tað ikki var møguligt at nýta elgittarar, tí skipið hevði 110V, og ikki 220V, bjóðaði hann manningini á sjómansheimið í býnum at spæla. Har skipaði presturin fyri dansi, og Thomas Svenn fekk roynst seg sum tónleikara tað kvøldið og náttina við.

Stutt eftir stóð lítil grein í Daily Mirror um tiltakið. Thomas Svenn Zachariasen situr við sínum Fender Stratocaster á høgru síðu á myndini og ikki til vinstru, sum skrivað stendur í greinini.

Thomas kom til Føroya við gittaranum í 1963. Hesin er ivaleyst tann fyrsti av sínum slagi í Føroyum. Thomas Svenn hevði gittaran í varðveitslu í nøkur ár. Gittarin er í dag ogn hjá Finnboga Johannesen. Tó hevur gittarin ikki uppruna útsjóndina longur. Tá Finnbogi var ein av manningini í tónleikabólkinum Leikar, fekk hann Poul Restorff Johansen at sproyta sær gittaran svartan.

Magnus Bjarnastein frá Simma Musikkhúsi hevði gittaran til umvælingar í 2005. Tá loysti hann gittararmin frá kroppinum fyri at finna fram til aldurin á gittaranum. Hann er stemplaður 2. januar 1963.

TÓNLEIKAFJAKKARIN

Úr Bretlandi kom beat- og rokktónleikurin við The Shadows og The Beatles á odda. Í Amerika bygdu tónleikarar á rythmn & blues og stílin hjá Ray Charles og Chuck Berry úr fimmtiárunum og skaptu úr hesum eina nýggja tónleikagrein – soultónleik. Hann nam við land í Evropa. Bretskir bólkar tóku hann til sín. Haðani kom hann til Føroyar.

Serliga ein ungur suðringur loftaði rákinum her á landi. Navnið var Herólv Andreasen. Hann var ikki fastur limur í nøkrum bólki, men ferðaðist millum bólkarnar sum gestasangari.

Herólvur Andreasen og Jákup Thomsen.

Hann varð borin í heim í 1939 og vaks upp í Froðba, fyrst hjá foreldrunum, seinni hjá ommu sínari, einari mostur og sjey mammubeiggjum. Tá Herólvur var heilt lítil, fór mamman til Íslands at tæna. Hon fall til í Íslandi og giftist har. Tey fyrstu árini gekk hann í skúla í Froðba, men sum 9 ára gamal fór hann til Íslands at búgva hjá mammu sínari og nýggju familjuni har. Hann fall væl til og fekk nógvar vinir.

Hansara nýggja heim og skúlagongd var í Reykjavík. Umframt at ganga í skúla, so gjørdist hann sum 12-13 ára gamal ørindadrongur í Altinginum. Júst gongd hansara aftur og fram á gólvinum í Altinginum førdi við sær, at gávunar hansara sangari komu fram.

Tá eg ikki var ørindur, gekk eg mangan fyri meg sjálvan í Altinginum og sang føroyska sangir. Einaferð komu nøkur starvsfólk til mín og vildu hava meg at syngja nakrar føroyska sangir inn á band. Sangirnir skuldu verða partur av eini skrá til árligu tingveitsluna, ið skuldi vera í Tjóðleikhúsinum. Eg visti, at mamma átti Føroya Fólks Sangbók, so eg segði ja. (Herólvur Andreasen, Á Tónatingi, 1991)

Hóast honum dámdi at syngja føroyskar fosturlandssangir, so fylgdi hann væl við nýggja tónleikarákinum í fimmtiárunum. Rokktónleikurin kom til Íslands, og Herólvur tók ímóti hesum við opnum ørmum. Hansara tónleikaligi grundvøllur varð skaptur har.

Hóast Herólvi dámdi væl í Íslandi, so longdist honum heim til Føroya. Hann kom eftir lokna skúlagongd aftur til skyldfólkið í Froðba og fekk sær fyrifallandi arbeiði. M.a. starvaðist hann í kolanámunum í Rangabotni, fekst við vegagerð o.s.fr.

Hann var ógvuliga áhugaður í fótbolti og var við í Tvøroyrar Bóltsfelag í fleiri ár. Fyrst í sekstiárunum var hann staddur í Havn, og beinavegin kom hann upp í eitt fótbóltsfelag í býnum og tann vegin inn í tónleikaumhvørvið í Havn. Hesa tíðina stóð rokktónleikurin í besta blóma – og tað sama Herólvur. Sekstiárini vóru ein góð og gevandi tíð hjá Herólvi, og hetta tíðarskeiðið framørdi hann mest.

Herólvur Andreasen og Robert McBirnie, báðir suðringar, komu ikki til kennast, fyrr enn teir fyrst í sekstiárunum báðir vóru búsitandi í Havn. Umframt at spæla í sama fótbóltsfelag, so vóru teir nógv saman um kvøldarnar og savnaðust um tónleikin. Tónleikur og sangur var neyðug føði fyri báðar suðringarnar.

Fyrst í sekstiárunum, tá Robert McBirnie gjørdist sangari í The Faroe Boys, var Herólv mangan við Roberti til venjingar. Tá The Faroe Boys vóru á bygd og spældu, var hann ofta við og sang.

Robert hevur í útvarpsending greitt frá, at Herólv lærdi hann nógv um tónleik – serliga rhythm and blues tónleikin við eitt nú Chuck Berry og Percy Sledge. Herólvur fekk lokkað Robert í biograf at hyggja at tónleikafilminum „Johnny B. Good", har Chuck Berry hevði ein av høvuðsleiklutunum. Í filminum vóru fleiri kendir rythm and blues sangir, ið Herólvi dámdi væl.

Herólvur var smæðin av lyndi, men hóast tað dámdi honum væl at framføra og syngja fyri fólki. Hann var ógvuliga hugtikin av Chuck Berry, Elvis, Little Richard, Jerry Lee Lewis, Buddy Holly o.fl. Hann helt ikki, at The Beatles høvdu givið honum nakað serligt av íblástri. Heldur vóru tað The Rolling Stones við givið honum nakað serligt av íblástri. Heldur vóru tað The Rolling Stones við meira blues í.

Tað finnast upptøkur við Herólvi í útvarpinum. Tann elsta frá 1964, har hann saman við tónleikabólkinum Enjoyers framførir nøkur løg. Somuleiðis eru upptøkur við Herólvi saman við The Cream Crackers frá poppminnum konsertini 1978. Í 1991 fekk Herólvur Andreasen eina áheitan frá Georg Eystan Á og Ronnie Nielsen um at spæla nøkur løg inn til eina útgávu. Og seinni sama ár varð eitt kassettuband Young and beautiful útgivið við 11 tøkuløgum. Talan var um eitt úrval av tí tónleiki, Herólvi dámdi – m.a. fýra Chuck Berry løg og tvey Rolling Stones løg.

The Enjoyers, The Faroe Boys og The Cream Crackers vóru bólkar, sum Herólvur m.a. royndi seg við í sekstiárunum.

Herólvur Andreasen var ein einari, ein fjakkari, ið stundum var í tónleikalívinum í Føroyum, og stundum var hann burtur. Hann framførdi og sang, tá viðurskifti og umstøður loyvdi tí.

Í 1966 fór hann aftur til Íslands – hesuferð at arbeiða. Hóast hann ikki var nógv á palli har, so royndi hann seg kortini av og á. Eftir øllum at døma var hann serstakliga væl dámdur í Islandi. Sambært samrøðu, ið Elis Poulsen hevði við Herólv, kom fram, at tað m.a. stóð honum í boði at gerast sangari í einum tónleikabólki í Íslandi, men so lítilátín sum Herólvur var, vildi hann ikki kennast við hetta.

Tá bretski poppbólkurin Wishful Thinking spældi í Sjónleikarhúsinum í 1968, var Herólvur á pallinum og sang tveir sangir við teimum. Tá sami bólkur seinni spældi í Keypmannahavn, var Herólvur í Star Club og lurtaði. Aðrir føroyingar vóru eisini til staðar og sóu og hoyrdu Herólv framføra á palli við Wishful Thinking.

Styttri og longri tíðarskeið var Herólv í Íslandi, – so í Føroyum. Hann hevði skiftandi arbeiði. Hann var í rættiliga nógv ár í farmasigling.

Hóast hann einamest var kendur sum ein frálíkur sangari og fyri sínar mongu framførslur, vóru tað fá í veruliga komu inn á lívið hjá Herólvi – manninum sum fram um alt elskaði rokk- og rythmn & blues tónleik. Hann gjørdi ikki nógv hóvasták burtur úr sær. Hann gekk inn fyri sínari upptraðkan við heilum hjarta og vildi, at tónleikararnir rundan um hann gjørdu tað sama.

Herólvur kom veruliga fram aftur í ljósið, til popp-minnir konsertina í 1978. Av føroyskum tónleikarum hevði Herólvur serligan tokka til Frændur, Terja og Føstufressar og Bluesbandið hjá James Olsen.

7. februar 1999 andaðist Herólvur Andreasen, 59 ára gamal.

Herólvur Andreasen til upptøkuna av bandinum Young and beatuful í 1991

GYLTA RØDDIN

Sjálvt um beattónleikurin í sekstiárunum sum konsept mest snúði seg um dreingja­bólkar, trinu nakrar kvinnur fram á pallin. Nicolina Jakobsen og tey av Kamarinum, Lív Dam, sum var sangari í Rúnar og Rabbits. Skopunargenturnar vóru eisini eitt sjónligt, kvinnuligt íkast.

Í Klaksvík hevði bólkurin Scare Crows eitt stutt skifti Jonu Anthoniussen við sum sangarinnu, og á Tvøroyri var Unnur Thomasen virkin í bólkunum South Islanders og Beat Shot.

Aggu og Tórshøll 56.
Aggu og Tórshøll 56.

Ein føroysk songkvinna gjørdi rættiliga vart við seg í sekstiárunum uttan fyri landoddarnar. Hon var Elin Bjørg Højgaard. Miðskeiðis í sekstiárunum gjørdist hon poppstjørna í danska kvinnubólkinum Golden Girls.

Elin Bjørg var borin í heim 31. oktober 1945. Pápi hennara var viðagitna tónaskaldið Hans Jacob Højgaard, ið var ættaður av Toftum. Í 1952 flutti familjan til Havnar, har pápin hevði fingið lærarastarv í Kommunuskúlanum. Hans Jacob Højgaard byrjaði at stjórna Havnar Sangfelag – vanliga nevnt Havnarkórið – í 1953.

Umframt at vera fólkaskúlalærari undirvísti Hans Jacob Højgaard eisini børnum í sangi í Kommunuskúlanum. Elin Bjørg Højgaard kom at hava pápan sum lærara og sanglærara.

The Golden Girls, Elin Bjørg Højgaard er uttast til vinstru.

The Golden Girls, Elin Bjørg Højgaard er uttast til vinstru.

Fyrstu tíðina í Havn búði familjan úti í J. C. Svabosgøtu, men flestu barnaárini búðu tey í Sloanshúsi, beint við Havnar Klubba.

Sum aðrar ungar kvinnur fyrst í sekstiárunum leitaði Elin Bjørg sær av landinum til Danmarkar at royna eydnuna. Hon var blaðung tá, bert 16-17 ára gomul. At byrja við hevði hon ymiskt fyrifallandi arbeiði, m.a. í matstovuni De syv små hjem. Seinni arbeiddi hon á Den Kongelige Porcelænsfabrik sum postalínsmálari.

Elin Bjørg gjørdi eisini nógv við at syngja í Danmark. M.a. sigst hon hava luttikið í ymiskum sangkappingum og vunnið onkrar av hesum. Annars er óvist, hvussu hon kom upp í tónleikalívið í Keypmannahavn.

Í 1963 skipaði Foreningen Norden fyri stórari skandinaviskari sangkapping. Elin Bjørg vann danska umfarið og umboðaði Danmark á stórfingnari finalu í Helsingfors í Finnlandi. Finska sjónvarpið skipaði fyri finaluni. Her eydnaðist tað henni at syngja seg til eitt triðja pláss.

Árið eftir varð lýst fyri úttøkukapping fyri áhugaðum songkvinnum til eina sangkvartett. 200 kvinnur teknaðu seg, og fýra teirra vórðu útvaldar. Ein teirra var Elin Bjørg Højgaard. Stigtakarar til bólkin vóru Gösta Schwarck og Mogens Andersen. Teir høvdu eina greiða ætlan við bólkium. Tær skuldu slá ígjøgnum – eisini uttan fyri Danmark. Frymilin var The Andrews Sisters. Stílurin var poppur, slagarar og evergreens. Genturnar vórðu koyrdar í harða venjingarlegu, áðrenn tær traðkaðu fram.

1. apríl 1965 vóru tær at hoyra á palli fyri fyrstu ferð. Elin Bjørg var 19 ára gomul tá. Frá hesum degi gjørdist hon partur av danska show business umhvørvinum. The Golden Girls vórðu marknaðarførdar beinhart. Lýsingar, greinar og myndir vóru alla tíðina at siggja av teimum. Eksponeringin var øgilig.

„Guldpigerne på toppen med rekordfart" „De er guld værd" „De tjener (store) penge" „Verdensstjerner på Lido"

Hetta vóru bert nakrar av yvirskriftunum í donskum bløðum. Og hópin av myndum av tekkiligu gentunum, ið var sera gott myndatilfar, prýddu glitrandi donsku vikubløðini.

Einasti núlivandi limurin í bólkinum, Eva Danné, greiðir frá, at allar í bólkinum høvdu sangroyndir, men at tær ikki kendust, áðrenn bólkurin varð stovnaður. Hon greiðir frá, at tær allar tosaðu sum ein fossur. Elin Bjørg var skemtingarsom, men samstundis meiri smæðin og varin – til tíðir inntonkt – og tosaði ongantíð ilt um nakran. Eva Danné dámdi sera væl Elin Bjørg, og tær tosaðu nógv saman.

Elin Bjørg var ikki leingi við í Golden Girls. Hon var viðbrekin av lyndi og læt ikki til at hava trivist í tí meldri, Golden Girls vóru í. Eftir eina framførslu við Rebild Bakker í Jyllandi, har tær framførdu saman við heimskenda danska undirhaldaranum Victor Borge, boðaði hon hinum frá, at hon fór at gevast í bólkinum.

Karin Siestø-Vang, ið andaðist í 2007, minnist tað soleiðis:

Eftir framførsluna segði hon mær, at fjáltur altíð var á henni, tá hon framførdi, Hon kundi als ikki njóta framførslurnar á sama hátt sum vit aðrar. Og so saknaði hon eisini Føroyar. Vit vóru ólukkuligar, tá hon boðaði frá, at hon gavst og fór aftur til Føroyar. Hon var okkara gylta rødd, sum vit aðrar sungu fleirraddað til.

Við til søguna hoyrir, at Elin Bjørg fekk danskan sjeik. Hon forvann fitt av peningi sum poppstjørna, og tey keyptu sær hús. Men skjótt kom skilnaður teirra millum, og hetta bøtti ikki um trivnaðin hjá Elin Bjørg við tí, hon fekst við.

The Golden Girls helt fram at spæla nøkur ár eftir, at Elin Bjørg var givin. The Golden Girls góvu fleiri plátur út. Elin Bjørg var á tí fyrstu plátuni hjá bólkinum.

Stutt eftir at Elin Bjørg fór úr Golden Girls, flutti hon aftur til Føroya. Hon gjørdi ikki nógv við tónleik eftir Golden Girls. Í Føroyum sang hon við í Havnarkórinum. Komin niður aftur var hon við í kórinum á seinnu plátuni hjá Kára P og Per Debess Mitt í eini meining frá 1974, har kenda lagið Gullhálvavalsurin finst.

The Golden Girls í BT 10. juli 1965.

Í 1969 hitti hon listamannin Rasmus Rasmussen, og tey giftust í 1969. Í 1971/72 flutti hon niður aftur at lesa til námsfrøðing og fekk síðan starv sum frítíðarnámsfrøðingur. Hetta starv hevði hon til sín doyggijandi dag. Tað var í hesum starvinum, at hennara kreativu evni av álvara komu fram. Hon teknaði, málaði og sang nógv. Tvær barnabøkur komu eisini frá hennara hondum. Stina, Tina og Tummas frá 1972 og Trøllalív frá 1977. Henda seinna bókin má sigast vera nýbrot í føroyskum skaldskapi, av tí at hon í røttum tíðaranda brúkti stríðið um javnrætt millum mann og kvinnu sum grundarlag fyri søguni.

Líka so skapandi Elin Bjørg var, líka so trupult hevur hon havt tað við sær sjálvari. Ein vinkona hennara greiðir frá, at tað tók henni hart, tá mamman doyði. Harafturat skildist hon frá manninum. Hon búði í Glostrup saman við tveimum smáum børnum. Sum frá leið gjørdist Elin Bjørg alt meiri tunglynt, og 27. mai 1977 doyði hon.

Gylta røddin var tagnað.

FRÁ KVØÐULJÓMUM TIL 15 TÆR BESTU

Í 1957 byrjaði Útvarp Føroya at senda kvøðuljómar. Henda sending var so at siga einasti møguleikin hjá lurtaranum at hava ávirkan á, hvør tónleikur varð spældur í útvarpinum. Frymilin til hesa sending kom uttanífrá. Danska útvarpið byrjaði stutt eftir kríggið at senda eina slíka. Peningurin fór til vælgerandi endamál. Í 1950 fekk sendingin navnið Giro 413. Útvarp Føroya tók eisini pening fyri kvøðuljómaynski. Hesin peningur fór tó til rakstur av stovninum. Í 2008 gjørdi Kringvarpið av at gevast við kvøðuljómum.

Kvøðuljómarnir vóru sera væl umtóktir. Føroyingum dámdu væl bæði at senda og fáa heilsanir. Ungdómar høvdu lurtitól við sær í býin og somuleiðis fólk, ið fóru í hagan, tá sendingin var á skránni.

Kvøðuljómarnir geva eina ábending um, hvør tónleikur var dámdur millum manna. Ein trúgvur lurtari var Petur Rouch úr Vági. Petur Rouch var bitin av hittlistum og lurtaði eftir Radio Luxembourg hvørt kvøld – serliga sunnukvøld eftir top-twenty hittlistanum. Hann fylgdi eisini við amerikanska listanum umvegis tónleikablaðnum New Musical Express og útvarpsrásini American Forces Network, ið sendi úr Wiesbaden í Týsklandi.

Áhugin fyri hittlistum førdi til, at Petur Rouch í 1960 byrjaði at skráseta løg, ið vóru spæld í kvøðuljómunum. Hesar skrásetingar skipaði Petur sum topp 20 listar yvir tey mest spældu løgini mánaðfyri mánaðtíðarskeiðið januar 1960 til juni 1961. Somuleiðis gjørdi hann árslistar fyri árini 1960 til 1964. Árslistarnar fyri 1962-64 metir Petur ikki vera álítandi. Listarnir tey fyrru árini metir hann vera neyvar. Petur gjørdi sær ómak. Hann skrásetti bert løg, hann metti sum popptónleik umframt bandaðar føroyska upptøkur. Alt, hann metti sum klassiskan tónleik, føðilandssangir, barnasangir v.m., vórðu ikki skrásettir.

Skrásetingarnar hjá Petur Rouch geva eina forkunnuga mynd av tónleikaúrvalinum hjá Útvarpi Føroya í hesum tíðarskeiði. Petur Rouch metir, at Útvarp Føroya neyvan hevur átt nakað stórt plátusavn og hevði lítlan áhuga í, hvør tónleikur var frammi úti í heimi. Sambært Peturi Rouch var tónleikurin í Útvarpi Føroya í byrjanini av sekstiárunum í stóran mun kontrytónleikur. Elvis Presley og Cliff Richard vóru at hoyra og hendingaferð The Beatles og heilt sjáldan Rolling Stones, ið vóru mest ágangandi. Í 1964, tá ensku bólkarnir tóku USA á bóli, var Jim Reeves nógv mest ynskti sangarin í kvøðuljómasendingum, minnist Petur Rouch. Hvørt tað vóru lurtararnir, sum ráddu, ella um stovnurin hevði serligan tokka til henda, er ilt at siga.

Sambært skrásetingunum hjá honum sæst, at føroyingar høvdu serligan tokka til egnan tónleik. Við útvarpinum kom møguleikin hjá tónleikarum at koma út um alt landið. Simme, Birni Dam og Tey av Kamarinum vóru skjót at nýta henda møguleika og snikkaðu mangan slagara til í barnaárum útvarpsins. Hesi løg vóru javnan at hoyra í kvøðuljómunum. 58 føroysk løg eru tilsamans á top 20 listunum frá januar 1960 til juni árið eftir. Amerikabrævið við Andrias Jacobsen er best dámda føroyska lagið millum lurtarar av kvøðuljómum. Lagið er millum 20 tey mest spældu frá januar mánaði 1960 til august sama ár. Nicolina av Kamarinum er eisini væl dámd. Níggjú ferðir er hon millum mest spældu sangarar við trímum ymiskum sangum: Eg hugsi um teg, Lívið og Trygdareiðin.

Áhugavert er eisini at staðfesta, at Elvis Presley er mest spældi, einstaki sangari í kvøðuljómum hetta tíðarskeiðið. Heilar 19 ferðir er ein av sangum hansara at finna ímillum teir mest spældu. Elvis Presley á baki kemur danska songkvinnan Grethe Sønck. 18 ferðir er ein av hennara sangum at finna millum teir mest spældu.

Topp 5: Mest spældu sangarar 1960-61

1. Elvis Presley 20 2. Grethe Sønck 18 3. Cliff Richard 12 4. Pat Boone 11 5. Jim Reeves 10

Topp 10: Mest spældu sangir 1960-61

1. Andrias Jacobsen: Amerikabrævið (9) 2. Inger Jacobsen: Frøken Johansen og jeg (8) 3. Grethe Sønck: Marius (8) 4. Grethe Sønck: Du skal lytte til dit hjerte (7) 5. Grethe Sønck: Klaus-Jørgen (7) 6. Monkeys: O, Marie, Jeg vil hjem (7) 7. Engdahl/Stordahl: Ungkarsvalsen (7) 8. Jim Reeves: He'll have to go (6) 9. Bjørg og Per-Gunnar: Hjemlandets sang (6) 10. Elvis Presley: It's now or never (6)

Topp 5: Mest spældu føroysku sangir 1960-61

1. Andrias Jacobsen: Amerikabrævið (9) 2. Nicolina av Kamarinum: Eg hugsi um teg (5) 3. Áslakkur Jakobsen: Fraulein (5) 4. Oddmar Færø: Hvar er mítt vilsta barn? (5) 5. Red Boys: Vágsbygd, mín heimbygd (5)

Amerikabrævið

Í Perskonugøtu í Havn, í heiminum hjá Nielsi Jacobsen, vanliga nevndur í Stórustovu, vórðu nakrar av fyrstu upptøkunum í Føroyum gjørdar, sum seinni komu út á plátu. Í 1959 varð upptøkan til slagaran Amerikabrævið gjørð í hesum húsi. Sonur Niels, Andrias – vanliga nevndur Dia – og nakrir starvsfelagar á skipasmiðjuni sótu kvøldið og hugnaðu sær við sangi. Teir sungu ein svenskan sang, sum teir høvdu sett føroysk orð til. Niels í Stórustovu og ein annar sonur hansara, Regin, sótu í køkinum og lurtaðu. Regin hildu, at hetta ljóðaði væl. Regin greiðir frá, at hann og pápin nakað seinni fingu lokkað Dia at syngja sangin inn á band saman við teimum. Sum so ofta tá í tíðini vórðu allar snildir nýttar at fáa bestu ljóðgóðskuna. Mikrofonin varð hongd úr eini ljósakrúnu í stovuni. Tá teir á skipasmiðjuni høvdu sett føroyska tekst til svenska sangin, fekk lærarin, Petur Sigurd Hentze Rasmussen, til uppgávu at hyggja orðingarnar ígjøgnum. Av hesi somu orsøk kom hann at standa sum høvundur av sanginum.

A-síðan: Amerikabrævið Dia Jacobsen – sang Niels í Stórustovu – munnharpu Regin Jacobsen – munnharpu Jákup Luth. Joensen – gittara

B-síðan: Heimleysur Johannes, vanliga nevndur Hannis, Jacobsen – sang Regin Jacobsen – harmoniku Jákup Luth. Joensen – gittara Hildið verður fyri vist, at Eyðbjørn Jakobsen (Eyðbjørn av Kamarinum), eisini leikaði á gittara.

Á vetri 1960/61 byrjar Útvarp Føroya at senda regluliga poppsending við tíðarinnar tónleiki. Finnur Jacobsen er stigtakari, og tá hann fer niður í lestrarørindum, tekur Marius Rein yvir.

„Tónleikur fyri hálvvaksin" nevndist nýggja sendingin, sum fekk innivist ein hálvan tíma hvørt hóskvøld – sama kvøld sum upplestur og framhaldssøga vóru á skránni. Endamálið var at spæla nýggjan tónleik. Men tað var ikki heilt einfalt at fáa hendur á hesum tónleiki. Útvarpið hevði ikki nógvan pening at keypa plátur fyri. Tískil mátti Marius lána plátur úr radiohandlunum í Havn og frá vinfólki. Av teirri orsøk var ógjørligt at kappast við útlendsku sendirásirnar, sum vóru einar 4-6 vikur frammanfyri við tónleikinum.

Tað var í hesi sending, at føroyingar av álvara hoyrdu kendu útlendsku rokknøvnini. Elvis Presley, júst afturkomin úr hernaðarskyldu í Týsklandi, fekk endaliga sítt føroyska gjøgnumbrot við lagnum It's Now or Never.

Marius var fyrstur at spæla Beatles í útvarpinum. Birgar Johannessen var so beinasamur at lána honum Beatlesplátuna. Kollveltandi, bretski bólkurin var tó skjótt at finna í plátusavninum. Marius Rein og Finnbogi Ísaksson gjørdu serstaka sending um The Beatles. Tó rein bólkunin ikki rættiliga við føroyingar, fyrr enn Eyðun Johannesen, leikstjóri, gjørdi sending um bólkin eina ferð í sekstiárunum, ið harvið fekk mentanarlíga stemplið, og tað gjørdist fínt at lurta eftir Beatles.

Tónleikur fyri hálvvaksin dámdi honum stak illa, tí hann helt, at tónleikur fyri hálvvaskin skuldi vera plátur, sum teimum hálvvaksnu veruliga dámdu og ikki sovorðið, ið hevði verið frammi fyri langari tíð síðani. (Sosialurin 12.10.68)

Í 1965 gavst Marius Rein at hava tónleikasendingina, og Kári Helmsdal tók yvir við aðrari poppsending.

Í 1967 gjørdi Útvarp Føroya eina roynd at menna tónleikainnihaldið á sendiskránni við at byrja fyrsta føroyska útvarps-hittlistan. Sendingin fekk navnið „15 tær bestu". Talan man vera um longst-livandi sending saman við tíðindum og morgunlestri.

Hugskotið til sendingina fekk Finnbogi Johannesen, ið arbeiddi sum tøkningur í Útvarpinum. Men hann vildi ikki standa fyri sendingini einsamallur og so als ikki „speaka." Hetta fall Jóhan Isholm f lut. Hann stóð fyri sendingini frá byrjan í 1967 til árið eftir. Tá tók Kári Mouritsen yvir. Sent var í bestu senditíð, leygarkvøld kl. 19.

Hittlistin var skipaður á tann hátt, at lurtararnir sendu inn síni uppskot til, hvørji løg skuldu vera millum 15 tey bestu. Útvarpið legði dent á at ganga ynskjunum hjá lurtarunum á møti. Lurtað varð dúgliga eftir Radio Luxembourg fyri at kenna allarnýggjastu rákið. Plátur vórðu keyptar frá

Radiohandlinum. Men fjarstøða Føroya gjørdi, at Útvarpið altíð var einar fjúrtan dagar aftan fyri útlandið.

Ein øgilig kapping tók seg skjótt upp millum lurtararnar um, hvør tónleikabólkur var tann betri: The Beatles ella Rolling Stones. Postboksin á Bryggjubakka var á tremur við brøvum frá lurtarum, ið vildu hava sín yndisbólk inn á listan. Kappingin millum hesar báðar bólkarnar elvdi til, at fólk royndu at fuska við listanum. Tey sendu fleiri brøv inn undir dulnevni. Hetta køvdi sendingina. Hildið var, at grundarlagið og meiningin var burtur. Tískil fór 15 tær bestu fyribils í søguni í 1969.

Hóast sendingin hevði stutt skeið á baki, var hon sera væl dámd millum ung í Føroyum. Í viðtal við Sosialin í oktober mánaði 1968 um tónleikaviðurskiftini í útvarpinum, sigur 15 ára gamli Finnur Johannsenn, at „15 tær bestu er nógv tann besta sending, ið útvarpið hevur á poppøkinum í dag."

16 ára gamli Bent á Lava er í somu grein samdur:

Fimtan tær bestu var nakað av tí einasta, ið útvarpið hevði rakt heint við tey seinastu árini innan poppheimin. (Sosialurin 12.10.68)

Tað tykist sum, at Útvarp Føroya í sekstiárunum royndi at fylgja tónleikastreyminum, sjálvt um ein sera avmarkað sendiskrá og orka at gera íløgur í plátusavn gjørdu tað trupult. Sosialurin gjørdi í 1968 eina forkunnuga meting av Útvarpi Føroya, og í hvussu stóran mun popptónleikurin átti innivist har.

„Hvussu liggur Útvarp Føroya fyri á poppøkinum?" spurdi blaðið í yvirskrift. „ Ikki væl, halda tey ungu – men er tað nú so ringt?" skrivar blaðið víðari. Blaðið samanber listan yvir 10 tey mest seldu løgini í Bretlandi, og um nakað av teimum hevði verið at hoyrt í Útvarpi Føroya ta vikuna – meira nágreiniliga í tónleikasendingini „Løtt løg", ið var á skránni mánakvøld hetta árið. Og jú, blaðið finnur fram til, at tvey løg úr topp 10 listanum í Stórabretlandi vóru at finna millum løgini í nýggjastu „Løtt løg" sending, nevnliga Gotta get a message to you við The Bee Gees og Lady Willpower við Union Gap.

Hetta fekk blaðið at gera ta niðurstøðu, at Útvarpið fylgdi heilt væl við tónleikarákinum uttan úr heimi. Blaðið skrivar:

Hetta má sigast at vera sera væl gjørt av útvarpinum, at teir hava verið førir fyri so skjótt at fáa hesar plátur til vega. (Sosialurin 12.10.68)

Tó skrivaði blaðið eisini – eins og ung í viðtalu – at útvarpið átti at sent meiri popptónleik seinnapartar.

Hesi løg vórðu spæld í sendingini Løtt løg 7. oktober 1968:

- Gotta get a message to you, The Bee Gees - Hey Joe, The Marmalade - Fire, Crazy World of Arthur Brown. - It's a groove, Wilson Pickett - No Expectations, Rolling Stones - One for the Highway, Fats Domino - Lady Willpower, Union Gap - Stop her, Billie Davis - Let's get an understanding, Wilson Pickett - Cherry-Cherry, The Wishful Thinking

TÓNLEIKABLØÐ Í SEKSTIÁRUNUM

Miðskeiðis í sekstiárunum kom av álvara gongd í donsk ungdómstíðarrit, ið skriva um tónleik. Slóðbrótari var blaðið „Hit", ið Johnny Reimar, Knud Ørsted og Jørgen de Mylius tóku stig til. „Vi Unge", ið tá serliga skrivaði um filmstjørnur, fór eisini at skriva um tónleik, og sum frá leið sóu fleiri popp-tíðarrit dagsins ljós, t.d."Beat", „Børge" og „Ung Nu". Bløð, ið árini frameftir tóku ungdómin og ungdómsviðurskifti í álvara.

Donsku bløðini komu eisini til Føroyar og høvdu sítt árini á ungdómin. Kári P. sigur m.a. soleiðis:

Vit unglingar vórðu onkursvegna mentanarsosialiseraðir til danska popp-heimin við Peter Belli og Hit House og alt tað. Og summi fóru í summarfrí til Danmarkar og upplivdu alla herligheitina live. Tað var feitt maður. Men kanska byrjanin til eina avlands sosialisering. At ein so smátt fór at leingjast burt – hagar sum tað veruliga hendi (Kári Leivsson 16.04.09)

Føroysku dagbløðini skrivaðu ikki nógv um popptónleik, meðan kirkju- og klassiskar konsertir og tiltøk, ið vóru tengd at musikkskúlanum, og útlenskar vitjanir um tað sama altíð fingu umrøðu í bløðunum.

Tað sindrið, føroysku bløðini skrivaðu um popptónleik, var um íslandsferðirnar hjá The Faroe Boys, nakrar av fyrstu poppkonsertunum her á landi og um útlenskar vitjanir av tónleikarum ella bólkum.

Á sumri í 1964 kom út eitt skúlablað í Havn, ið nevndist „Vikan". Hetta blað varð stjórnað av Kára Petersen, Fróða Sandoy og Torkili Mohr. Hjálparfólk vóru Birgar Johannessen og Sam Jacobsen.

„Vikan" var eitt duplikerað blað, og síðutalið øktist so líðandi, sum blaðið fekk lesarar og haldarar. „Vikan" hevði sum vera man ungdómsmál ovast á breddanum. Úr innihaldinum var javnan lesnaður um útlendskar poppbólkar. Av og á vóru eisini søgur og tíðindi úr føroyska popp-heiminum at finna.

Bretski Topp 20, skemt, framhaldssøgur, gátur, ítróttir, lýsingar og eitt idolbarometer var í blaðnum. Idolbarometrið var sett saman av lesara-atkvøðum, um hvør poppbólkur var tann besti. Her kann viðmerkjast, at í seinasta blaðnum, ið Føroya Landsbókasavn hevur í sínari varðveitslu (Vikan nr.1, jan 1966), eru The Faroe Boys fremstir við 22 atkvøðum, Cliff Richard 15, Elvis Presley 13, The Beatles 10, The Rolling Stones 5 og Silly Boys 3 atkvøður.

Einasta royndin við einum veruligum tónleikablað, var „Bang!" Hetta blað varð útgivið á fyrsta og einasta sinni í juni 1967. Útgevarar vóru Kári Petersen, Birgar Johannessen og Dánjal Jákup Højgaard, ið allir høvdu tónleik sum ítriv.

Blaðstjórnin skrivar um blaðið, at tað er fyri nútímans ungdóm, skrivað av ungdómi fyri ungdóm.

Bang! vil skunda undir tað deyðliga popplívið í Føroyum og bera tað upp á hædd við tað í útheiminum, tí vil Bang!, um tað fer at gangast væl við blaðnum, ætlandi at stíla fyri mongum og hvørjum, so sum poppkonsertum, popp-prísum og øllum, sum hevur við hitt føroyska popp-lívið at skriva um. (Bang! Juni 1967)

Blaðið viðgjørdi ungdómsmál. Blaðið sóknaðist m.a. eftir, at politikarar bøttu um viðurskiftini hjá ungdóminum í Føroyum.

Ungdómurin í Havn hevur stutt sagt neyvan annað at gera enn at standa á húsahornunum ella tusku gøturnar oman og niðan um kvøldarnar.

Skrivað varð um ónøgdina við dansiviðurskiftunum ið, sum blaðið skrivaði, vóru misrøkt seinastu árini.

Men blaðstjórnin kom eisini við uppskotum um eina loysn á vánaligu umstøðunum hjá ungdóminum, og serliga dansiviðurskiftunum í Havn – um „rotna" Sjónleikarhúsið.

Ítøkiliga uppskotið snýr seg um, at myndugleikarnir bygdu ella funnu fram til eitt hóskandi spælistað, har rúm var fyri ungdóminum og tilkomna ættarliðnum, ið høvdu hug at lurta ella dansa til tónleik.

Er býurin so fátækur, at vit kunnu fáa eitt hóskandi dansihøli?

„Bang!" nam eisini við monopolstøðuna, ið Goggan og The Faroe Boys høvdu í Sjónleikarhúsinum.

Í juni 1967, tá „Bang!" kom út, var bert Sjónleikarhúsið at dansa í. Blaðið vildi vera við, at støðan forðaði øðrum bólkum at koma framat í Havn, og at fleiri bólkar tess vegna máttu gevast. Blaðið gevur til kennar, at vónandi fóru fleiri tónleikabólkar at fáa innivist í nýggja klubbanum, eftir at um- og uppíbyggingin var liðug:

so ikki bert nøkur fá þeningagrísk orkestur sleppa at fáa allan róman omanav!

Úr innihaldinum kann eisini nevnast, at blaðið hevði samrøðu við manningina í The Faroe Boys, og at stór mynd av bólkinum var viðløgd blaðnum. Tónleikabólkarnir The Four Beats og Mystic Eyes fingu somuleiðis eitt sindur av umrøðu. Topp 20 í Bretlandi undanfarna mánaðin var at siggja og somuleiðis nýggjastu popptíðindi úr Føroyum og úr útheiminum.

Blaðið fegnaðist um, at útvarpið hevði latið dyrnar upp fyri ungdómunum. Her varð sipað til, at Kári Helmsdal hevði fingið fast undir fótum niðri á Bryggjubakka við tónleikasendingum sínum hós- og leygarkvøld. Hetta frøddist blaðstjórnin um, tí poppur hevði ikki altíð verið í hásæti í útvarpinum.

Og vónandi fer Útvarp Føroya eisini at hava nakað um føroyska popp.

Fyritøkur í býnum lýstu í blaðnum, og teirra millum var Simme Musikkhús við ljóðførum og H.C.W. Tórgarð við Top-Ten sølulistanum.

Ætlanin var, at blaðið skuldi koma út hvønn mánaðt, men kostnaðurin at framleiða blaðið í góðari góðsku var alt ov høgur í mun til søluna, tí steðgaði blaðið.

Mynd av The Faroe Boys fylgdi við blaðnum Bang!

POPPKONSERTIR Í SEKSTIÁRUNUM

Uttan iva var talan um eina samanrenning ímillum ymisk viðurskifti, ið førdi til, at fyrsta veruliga poppkonsertin bleiv veruleiki.

Trongu dansiviðurskiftini í Havn vóru ein orsøk. Flestu stóð høvdu fast dansiorkestur, og torført var hjá teirri ørgrynnu av nýggjum bólkum at finna ein pall at framføra á.

Avdansiball.
Avdansiball.

Sjálvt um The Faroe Boys var fastur bólkur í Sjónleikarhúsinum, dámdi teimum eisini, at aðrir bólkar av og á komu á pallin og fingu roynst seg av.

Vit dámdu øll tann sama tónleikin, og vit í The Faroe Boys vildu fegnir hava hann út til fólkið. Fyri okkum var Sjónleikarhúsið eitt opið forum, har pláss var fyri øðrum eisini. (Jógvan Dahl 28.02.09)

Við tí í huga, at eitt ótal av poppbólkum vóru virknir í sekstiárunum, sóu The Faroe Boys møguleikan at skipa fyri eini konsert, har fleiri tónleikabólkar kundu savnast á sama stað, soleiðis sum gjørt var aðrastaðni. Teir fóru tískil í gongd við at fyrireika fyrstu veruligu poppkonsertina í Føroyum. Boðskapurin kom eisini út til bólkar uttan fyri Havnina.

Konsertin varð hildin 2. páskadag í 1966 í Sjónleikarhúsinum í Havn. Hon varð hildin tvær ferðir. Dyrnar lótu upp kl. 16.00 seinnapart og kl. 19.00 um kvøldið. 11 bólkar luttóku.

Nakrar dagar aftaná umrøddu Dimmalætting og Dagblaðið konsertirnar. Bløðini høvdu ikki stóran áhuga fyri popptónleiki. Hesar umrøður munnu tískil vera fyrstu ummælini av føroyskum tónleikabólkum yvirhøvur.

Á heysti í 1966 var Sjónleikarhúsið aftur karmur um eina konsert. Hetta var í sambandi við vitjanina hjá enska bólkinum The Times, sum hevði konsert saman við nøkrum bólkum úr Havn. Teir vóru Cream Crackers, The Arrows, Skopunargenturnar, Yellow Birds og The Plat Foots! Hesin senasti var samansettur við tónleikarum úr The Faroe Boys og Islanders.

Annan páskadag í 1967 var á triðja sinni skipað fyri poppkonsert, – páskakonsert í Sjónleikarhúsinum í Havn. Hesa ferð skipaði manningin í Cream Crackers fyri. Útgerðin hjá hesum bólki varð nýtt til konsertina. Tað var um reppið, at konsertin var avlýst.

Um somu tíð gjørdu fleiri línuskip seg klárar at fara til Grønlands á saltfiskaveiðu.

Eitt av hesum skipum var Nólsoyar Páll. Teir høvdu tikið salt og fóru av Havnini páskaaftan, tann 25. mars.

Klokkan fimm minuttir í seks páskakvøld fekk Nólsoyar Páll ein sjógv inn á stýriborðsloring. Teir vóru tá staddir einar 150 fjørðingar vestur úr Mykinesi. Tá avfjaraði, lá skipið eini 70 sig í bakborð.

Sjógvurin hevði gjørt stóran skaða. Øll tey nautisku tólini brotnaðu. Rútar og lúkur vóru farin. Sjógvur var farin inn í skiparakamarið og í kømurini undir bakkanum. Brotið hevði gjørt stóran skaða bæði innan- og uttanborða. Eitt korter eftir hendingina kom skipið í samband við Tórshavn Radio.

Á heysti 1966 luttóku 5 føroyskir tónleikabólkar saman við enska The Times á konsert í Sjónleikarhúsinum. Føroysku bólkarnir vóru Cream Crackers, The Arrows, Skopunargenturnar, Yellow Birds og The Plat Foots!

Dimmalætting 13.apríl 1966

11 pop-orkestur á stevnu í Havn – poppur í Føroyum vindur uppá seg -

Annan páskadag var stór sonevnd popp-konsert í Sjónleikarhúsinum í Havn. Tey luttakandi vóru 9 úr Havn og 2 av bygd. The Four Beats – The Arrows – The Enjoyers – The Faroe Boys – The Cream Crackers – The Islanders – Rúnar – The Yellow Birds – Tey av Kamarinum – Silly Boys úr Fuglafirði og Skopunargenturnar.

Konsertin var tvær ferðir, kl. 4 og kl. 7, og báðar ferðir var fult hús.

Tað kendist skjótt, at hetta vóru sera musikkhugað ungfólk, og áhoyrarnir fagnaðu teimum dúgliga. Bæði tey úr Havn og tey av bygd løgdu alla orku í.

Pop-tónleikur tykist vera eins væl umtóktur av teimum ungu í Føroyum og aðrastaðir.

Eitt av luttakandi liðunum, The Faroe Boys, hevur eisini verið í útlondum og víst kynstar sítt, nøkur ár herfyri vóru teir í Íslandi og spældu. Tá vóru teir so væl umtóktir, at løgreglan mátti leggja uppí tá ið ungu áhoyrarnir vildu leypa upp á pallin at fagna teimum – annars var vandi fyri, at musikkamboðini fóru fyri skeyti. Eisini vóru teir bodnir at leika í svenska fjarsýninum, men av tí at fleiri av tónleikarunum gingu á læraraskúla, bar ikki til at taka av, og var tað spell…

Men annars er at siga, at øll luttakandi orkestur í Sjónleikarhúsinum spældu sera væl, og tey høvdu uppiborið at verða fagnað, sum tey vóru – tað er ikki at ivast í, at um konsertin hevði verið uppafturtikin, hevði Sjónleikarhúsið aftur verið stappandi fult. – J -

Dagblaðið 16. apríl 1966 (brot úr longri grein)

Mikrofongiraffurin og ein vika í tónleiki

…Og so var POPP-konsert fyri tey, ið høvdu hug til tað. Jú Havnin var av sonnum ein deilig Havn um páskirnar. Musikkur fyri øll. Tú hevði næstan hildið, at onkur genealur musikkuppalari stóð aftanfyri hetta alt. Men so var ikki. Ja, hvar er hann í grundini? Tiltøkini vóru tilvildarlig, spontan og ófør. Ein sáligur musikkrúsur.

Popp-konsertirnar vóru tvær fyri stúgvandi fullum húsum. Ikki færrri enn ellivu orkestur leiktu. Summi meira og onnur minni sjálvandi: men nøvnini vóru øll fantastisk: „CreamCrackers"! Frásøgumaðurin vildi vera við, at teir fyltu seg við kex, áðrenn teir byrjaðu at leika, men sangarin má ið hvussu so er hava etið eitt heilt apotek av hormonpillarum afturvið. „The Islanders" høvdu temperament og musikk í sær, tað hevði sangarin hjá Haraldi Kjeld var sunn og vælgerandi. Trummusláarin hjá Haraldi fínur. Plettskot. Sangarin hjá „The Four Beats" hevði júst tað, sum eyðkennir „pikatráðin": beint frammaná og hart. Havi eg gloymt onkran, sum verdur var at nevna, haldi mær tá til góðar, nøvnini vóru so mong. Eingin man taka mær tað illa upp, nevni eg eitt lið afturat, teir, ið vertir vóru í gildinum, „The Faroe Boys".

Frægari entertainerar munnu vit ikki hava átt áður. Tit imponeraðu. So væl samansjóðað, presisir, – og so hava tit fingið sjarmu og humor.

Og so var tað hann sjálvur mikrofongiraffurin hjá útvarpinum. Mínsann var hann aftur her. Men rætt skal verða rætt, her hóskaði hann. – Eyðun Johannessen -

14. September 1. apríl 1967

Poppstevna í Havn

Annan páskadag var stór poppkonsert í Havn, har 11 orkestur luttóku. Hetta er triðja stevna av sínum slagi í Føroyum. Tann fyrsta var hildin í Havn á páskum í fjør, og ein hevur verið siðani.

Áhugin fyri pikatráðstónleiki er helst ikki minni hjá okkum enn í grannalondum okkara. Tað sæst eina skilligast av tí stóra luttakaratalinum. Og skoytast kann uppí, at onnur orkestur av bygd høvdu ætlað sær at luttikið, men settust aftur av ymsum orsøkum. Bert tvey orkestur av bygd luttóku, tey vóru bæði úr Vestmanna.

Orkestrini vóru: The Rabbits – Skopunargenturnar – The Young Ones – The Islanders – The Four Beats – The Westerns – Cream Crackers – Thunderbirds – The Enjoyers – The Mystic Eyes – The Bumble Bees.

Konsertin

Øll orkestrini uttan The Rabbits spældu Beat og Rythm and Blues. The Rabbits komu við fólkaløgum – teir sungu á sama hátt sum The Seekers. Tað vísti seg, at áhugin fyri fólkaløgunum var ikki minni enn fyri løgunum í Beatles-stíli – heldur tvørturímóti. The Rabbits vóru stórliga fagnað.

Framgongd

Øll tey luttakandi orkestrini spældu betur, enn tey hava gjørt í teimum poppstevnum, ið áður hava verið. Hinar ferðirnar hevur tað altíð verið okkurt orkestur, sum hevur skarað framúr, men hesa ferð vóru tey so jøvn, at tað er torført at taka dagar ímillum. – J –

Fyrsta poppkonsertín á Tvøroyri í 1967. Luttakandi vóru Per Debess & Kári Petersen, Bumble Bees, South Islanders, Beat Shots og Cream Crackers.

14. September nr. 82, 21.oktober 1967

Pop-konsert á Tvøroyri

Fyrst á skránni var fólkasangur, ið teir báðir Per Debess og Kári Petersen sungu og spældu. Hetta var fyrstu ferð, hesir báðir leiktu einsamallir saman, tó at teir áður hava spælt í „Mystic Eyes". Teir dugdu væl, serstakliga væl var írski fólkasangurin, „Where have all the flowers gone" dámdur.

Teir næstu vóru heilt ungir, frá 13 ár og uppeftir. Teir nevna seg „Bumble Bees", og eru Ólavur Øster, Sam Jacobsen, Kolbein Simonsen og Djóni Andreasen (tveir teir seinastu vóru við fyri Fróða Debess og Snorra Poulsen).

Hetta orkestur byrjaði á jólum og hevur spælt í Sjónleikarhúsinum í Havn og ymsum veitslum. Besta lagið hjá teimum mundi vera „Winchester Cathedral".

Meðan hesir fyrstu bólkarnir vóru úr Havn, so var næsta orkestrið nýggjur bólkur av Tvøroyri við eldri luttakarum, „South Islanders" at navni.

Spælimenninir eru Albert Johannesen, Torkil Hentze, Óla Jákup Lindberg, Eyðolf Mortensen, Rudolf Niclasen, Unnur Thomassen og Finnbogi Niclasen. Summi teirra hava áður leikað í „Stjørnuni" og „Omanlopinum" og spæla nú fast í TB húsinum. Bestu løg teirra mundu vera „I saw her standing there" og tað, sum Unnur sang, „There goes my everything".

Næsti bólkurin var tvoráorkestrið „Beat Shots", sum í meira enn eitt ár hevur spælt í klubbanum á Tvøroyri og hevur leingi verið einasta orkestrið í bygdini. Har spæla Pauli Einarsson, Erolf Olsen, Birgar Niclasen og Hans Olaf Debes. Av bestu løgum hesir spældu, var „I can't believe what you say"

Seinasta og kendasta orkestrið var „Cream Crackers", ið er væl samanspælt og gott popp-orkestur. Spælimenninir eru Hans Christian Clementsen, Sigurd Bech, Birgar Johannessen og Djóni Andreasen. „Cream Crackers" spæla fast í Sjónleikarhúsinum í Havn og hava annars spælt í B36-húsinum, eins og í Klaksvík, í Miðvági, í Vestmanna og aðrastaðni. Besta lag teirra mundi vera „Devoted to you"

Her siggjast Go Go dansarinnurnar saman við bólkinum Leikar. Frá vinstru: Poul Restorff Johansen, Borghild Joensen, Finnbogi Johannesen, Jógvan Hendrik Johannesen, Martina Andreasen, Andras L. Samuelsen, Óli Petersen og Ólavur Øster.

Í Sjónleikarhúsinum vórðu síðstu fyrireikingarnar til konsertina gjørdar. Nógv var gjørt burtur úr, at karmarnir skuldu verða so góðir sum møguligt. Manningin í Cream Crackers vildu, at konsertin ikki skuldi standa nakað aftan fyri væl eydnaðu páskakonsertina árið fyri.

Boðini um, at Nólsoyar Páll hevði fingið ein sjógv, frættust eisini í útvarpinum. Støðan var ikki góð. Ein gummibátur við fýra monnum hevði slitið frá skipinum og rak fyri vágo og vind. Fylgt varð við gongdini. Fyrireikararnir av konsertini avgjørdu, at kom skipið á Havnina í øllum góðum, bleiv konsertin sum ætlað.

2. páskadag kl.18.00 kom Nólsoyar Páll inn á Havnina. Leitingin eftir gummibátinum við teimum fýra monnunum helt fram, men leitingin gav onki úrslit. Ivaleyst var hendingin við Nólsoyar Pálli orsøk til, at bert tveir tónleikabólkar av bygd luttóku.

14. September var á staðnum og ummældi konsertina.

Suðringar vildi ikki vera aftan fyri Havnina at skipa fyri poppkonsert. Har vóru komnir bólkar, ið spældu popp- og pikatráðstónleik. Skipað var fyri konsert í TB- húsinum leygarkvøldið 17. oktober 1967. Nógv fólk var komið at lýða á, mest ungfólk.

14. September hevði konsertina til umrøðu í tveimum fylgjandi bløðum. Í fyrra blaðnum var ummælið av konsertini og tí seinna, ein viðtala við ein „poppara", hesin var Sigurd Bech úr Cream Crackers.

Leygardagin 25. november og sunnudagin tann 26. november tók sjónleikarafelagið í Havn stig til eina stóra og fjølbroytta stevnu í Sjónleikarhúsinum.

Endamálið var at útvega felagnum pening til stimbran av sjónleiki í býnum. Talan var um eina poppkonsert, kryddað við mótaframsýning, burturluting og go-go dansi. Eisini skuldu tríggir teir bestu poppbólkarnir veljast. Nummar eitt bleiv sosatt føroyameistari í popptónleiki 1967.

Tað fall áskoðarunum í lut at atkvøða um bestu bólkarnar. Úrslitið varð síðan kunngjørt í almenna dansinum, sunnukvøldið 26. november.

Tiltakið var skipað soleiðis, at í steðginum millum hvønn tónleikabólk var framsýning av teimum nýggjastu klæðunum frá Joto og Gunder Johansson. Sosialurin skrivaði, at tað lá væl fyri hjá kvinnu- og mannligu modellunum. Tey førdu seg fram við hegni og yndi; hetta var fragd fyri eygu.

Í blaðnum kom fram, at 10 poppbólkar høvdu boðað frá luttøku, men bert 7 møttu. Fimm úr Havn, ein úr Vestmanna og ein úr Fuglafirði. Teir vóru; Bumble Bees, Cream Crackers, Islanders, Leikar, Snippies, Silly Boys og Thunderbirds.

Vinnari av kappingini og harvið føroyameistarar gjørdust Islanders. Sambært Sosialinum vóru teir vælspælandi. Serliga var lagt til merkis tað instrumentala og fleirraddaða sangin, ið var á einum høgum støði. Bólkurin spældi løgini Adalita, Black is Black og ikki minst I get around hjá The Beach Boys, ið skaraði framúr.

Blaðið skrivaði, at orkestrini sum heild spældu væl. Umframt Islanders, skaraðu eisini Silly Boys og Thunderbirds framúr. Cream Crackers vóru vánaligari enn vanligt, skrivaði Sosialurin m.a.

Sjálvt føroyameistaraheitið hevur blaðið tó ikki nógva virðing fyri. Sosialurin skrivar m.a 2. des. 1967:

ILLA FYRISKIPAÐ

…Fyri tað fyrsta, so áttu atgongumerkini sjálvandi at verið atkvøðuseðlar og lutaseðlar. Ikki fyrr enn komið var innum, fingu áhoyrarnir at vita, at keypast skuldu programm, sum samstundis var atkvøðu- og lutaseðil. Um ein so ikki hevði eina krónu í lummanum at keypa programm fyri, fekk hann ikki høvi til at atkvøða. Hetta kom serliga illa við hjá mongum av teim ungu, sum fyri tað mesta eru næmingar og lærlingar, og tí ikki hava ov nógvan pening um hendi, og sum júst eru teir veruligu áhoyrarar til slíka konsert. Ein kundi næstan eisini keypa so nógv programmir, sum honum lysti; hetta førdi til, at nakrir áhoyrarar keyptu fleiri programmir. Frætt er, at okkurt orkestur, læt pening til áskoðarar at keypa programmir fyri. Slík mistøk verða vónandi ikki næstu ferð. Tað tekniska var heldur ikki ov gott.

Leiktólini áttu at verið fremri á pallinum; tað hevði ljóðað betur. Ein kundi eisini ynskt, at sangtólini vóru betri. Vit skulu kortini ikki siga, at Islanders høvdu uppiborið sigurin, men við so illa fyriskipaðari atkvøðugreiðslu, kann meistaraheiti teirra neyvan takast fyri fult

Sum nakað ókunnugt um okkara leiðir, varð eisini skipað fyri go-go dansi á hesum tiltaki. Talan var um tvær dansarinnur, sum settu sín serliga dám á konsertina við at dansa á pallinum, ímeðan tónleikabólkarnir spældu. Sosialurin skrivar, at tað var spell, at tær myrktu fyri orkestrunum; betri mundi verið, um tær dansaðu á einum platti aftanfyri orkestrið, báðumegin trommusláaran.

2. páskadag í 1968 var ivaleyst fyrsta poppkonsertin hildin í Klaksvík. Hon var í spinnarínum hjá Kjølbro. Fyrireikari var Robert Mc.Birnie, ið var lærari í Klaksvík skúlaárið 1967-68.

Robert Mc.Birnie visti av royndum, hvussu ein konsert av hesum slagi skuldi

fyrireikast. Hon eydnaðist eisini til fulnar við góðari hjálp frá familju og vinfólki. At hjálpa sær við tí praktiska fekk hann Sámal Mikkelsen, mannin hjá mostur sínari. Sámal var byggimeistari í býnum. Robert minnist, at spinnaríið var eitt stórt órudd, og at tað var eitt megnartak at beina tað burtur. Síðani skuldi pallur smíðast. Alt varð gjørt úr timbri. Veggirnir vórðu prýddir við litaðum staniolpappíri. Kona Robert, Armgarð, og yngra systir hennara, vóru ófórar at finna uppá. M.a. blivu nakrir ljósspottar í litum fingni til vega. Tær stóðu eisini fyri sølu av atgongumerkjum.

Fýra tónleikabólkar luttóku. The Swallows úr Klaksvík, Silly Boys úr Fuglafirði og Leikar og Cream Crackers úr Havn. Robert heldur seg minnast, at hann sang nakrar sangir við Cream Crackers.

Nakað eftir konsertina skrivaði ein eldri, ikki heilt nøgdur áhoyrari í Norðlýsinum, tann 19. apríl 1968, sína hjartans meining um hetta nýggja slagið av tónleiki, ið teimum ungu dámdu so væl.

POP SHOW

Ikki samdøgur aftaná ta frálíku kirkjukonsert, hornorkestrið helt, var eitt sokallað pop-show hildið á Byggivirkinum. Tey luttakandi orkestrini vóru hesi:

The Swallows, Klaksvík – The Cream Crackers, Havn – Leikar, Havn – The Silly Boys, Fuglafirði.

Hetta eru kend orkestur, og góðskan var nokk, sum hon skuldi vera, tað er onki at ivast í, hóast vit eldru ikki funnu nakra fragd í slíkum levinti og gangi.

Tey, sum reikaðu fyri, høvdu væntað meira fólk, men eitt atgongumerki á 8 kr. fyri at standa uppi í tveir tímar, hevur ivaleyst sett onkran aftur, tí máti skal vera við, hvat ein letur fyri „tevatn og breyð"

Tey ungu hildu væl til standa, og eyðvitað hava tey stuttleikað sær óført og fingið eina ella aðra útloysing. – L -

Inntøkan rakk til at gjalda útreiðslurnar hjá luttakandi bólkunum. Eftir konsertina skipaði Robert fyri „afterparty" við øli og pylsum.

Í 1969 varð aftur skipað fyri konsert í Klaksvík, hesa ferð í nýggju ítróttahøllini, tó ikki í sjálvari høllini, men í KÍ-høllini, ið er dansisalurin, bygdur upp í sjálva høllina. Konsertin var leygakvøld og sunnudag seinnapart. Fyriskipari var Jónbert Poulsen.

Konsertin var skipað sum kapping, har ein dómsnevnd skuldi velja besta bólkin. Dómsnevndin hevði eina leiðbeining at døma eftir. M.a. skuldi dentur leggjast á sangin, harmoni, rýtmu, ljóð, og hvussu framførslan var í síni heild.

Teir luttakandi bólkarnir vóru: Jacta est Alea úr Havn, Silly Boys úr Fuglafirði, The Natives og Gliding Slippers úr Vestmanna og Sunset og The Swallows úr Klaksvík. Úrslitið varð, at Jacta est Alea gjørdist nr. 1, Swallows nr. 2 og Silly Boys nr. 3.

Jacta est Alea fekk steyp til ognar. Hóast tað ikki stendur beinleiðis nakrastaðni eftir konsertina, so minnast tónleikarar hesa sum eitt føroyameistarskap í tónleiki. Teir, ið mannaðu Jacta est Alea til hesa konsert, vóru, Kári Petersen, rýtmugittara

og sang, Johan MacDonald (Hanneboy), sologittara, Per Nyholm Debess, bassgittara og sang og Anders Brill var trummuleikari. Kári Petersen hevur steypið í varðveitslu, og á tí stendur; Popp-konsert, í Klaksvík 1969, 1.vinningur, Jacta-est-Alea.

Tá allar útreiðslur vóru goldnar, so sum ferðaútreiðslur og gisting hjá bólkunum á Sjómansheiminum, vóru 10 kr. antin í yvirskoti ella undirskoti. Jónbert Poulsen minnist ikki heilt.

Eftir konsertina var dansur. Jónbert Poulsen minnist so sera væl, at hann hetta kvøldið var biðin at koma út av einum manni. Har stóðu smáir bussar. Nógv av tí unga fólkinu fóru uppí teir og avstað. Tað vísti seg, at meinigheitin í Betesda dyrgdi eftir at fáa tey ungu á møti, heldur enn at luttaka í syndafulla tiltakinum í KÍ-høllini.

Soleiðis vóru viðurskiftini í Klaksvík tá, – gekst tú við eini øl í hondini, fórt tú beinleiðis í helviti. Gekst tú harafturímóti við eini bibliu undir arminum, vart tú vísur í at koma beinleiðis til himmals. (Jónbert Poulsen 25.03.09)

Konsert í Klaksvík 1969. Teir luttakandi bólkarnir vóru: Jacta est Alea úr Havn, Silly Boys úr Fuglafirði, The Natives og Gliding Slippers úr Vestmanna og Sunset og The Swallows úr Klaksvík. Úrslitið varð, at Jacta est Alea gjørdist nr. 1, Swallows nr. 2 og Silly Boys nr. 3. Áskrift: Popp-konsert í Klaksvík 1969. 1. vinningur Jacta-est-Alea.

14. september skrivaði um tilburðin.

UNGDÓMUR GER SEG INN Á SJÓNLEIKARHÚSIÐ

Ónøgdin um tvørrandi, almenn dansiviðurskifti í Havnini vóru javnan á breddanum. Frá miðskeiðis í 1966 hevði bert Sjónleikarhúsið hýst almenna dansinum miku- og sunnukvøld. Klubbin hevði mist dansiloyvið, og í Losjuni var ikki altíð dansur. Hon varð eisini umbygd og var tískil stongd langa tíð.

Í Sjónleikarhúsinum varð bert hendingaferð dansað leygarkvøld, men tá skuldi loyvi fáast frá fútanum í hvørjum einstøkum føri. Hetta gav at bíta. Eitt leygarkvøld fyrst í desember mánaði í 1966 var sannur ófriður uttan fyri Sjónleikarhúsið.

Meirilutin av leiðsluni í Sjónleikarahúsinum hevði givið loyvi til almennan dans hetta kvøldið. Lýst varð í útvarpinum, at The Faroe Boys skuldu spæla. Men umsjónarmaðurin og leiðarin av bioframsýningini, Ewald Arge, segði seg onki undantaksloyvið hava fingið, so hann lýsti við filmssýning.

Út á kvøldið leitaðu fólk sær niðan í dansin. Men dyrnar vóru læstar, og innan fyri hoyrdist ljóðið frá filmssýning.

Og brádliga var tolið uppi, og róp kom í. Onkur byrjaði at blaka kavabløk á rútarnar, ið vendi út móti vegnum. Hetta tók skjótt yvirhond. Kavabløk og glerpetti vórðu grýtt á rútarnar, so teir smildraðust, og sannur ruðuleiki gjørdist bæði inni og úti. Tey, ið innanfyri vóru, sluppu út í øllum góðum, men inn í Sjónleikarhúsið kom ónøgda mannfjøldin ikki. Løgreglan kom á staðið, og hetta gjørdi fjøldina enn meiri misnøgda. Endin var, at hvørki dansur ella filmssýning var tað kvøldið.

14. September skrivaði eftir hendingina, at vit tí at ungdómurin í Havnini bert hevði eitt høli at dansa í, var ikki gjørt so lítið av at fara norð eftir oyggj at dansa,

mest til Vestmanna. Yvirvaldið var ikki serliga fegið um hesa loysn, tí tilíkar dansiferðir stundum bóru ófrið við sær. Tí vóru røddir frammi um, at Sjónleikarhúsið frá myndugleikunum eisini skuldi fáa loyvi at hava dans leygarkvøld.

Eisini skrivaði blaðið, at bøtast kundi um viðuskiftini, um myndug­leikarnir bygdu teimum ungu eitt ungdómshús at vera í.

ÚTLENDINGAR VITJA

Ein tann fyrsti – um ikki tann fyrsti – útlendski rokkbólkur, ið vitjaði í Føroyum, var enski The Times. Vitjanin kom í lag umvegis ein enskan dirigent, sum eitt skifti var knýttur at Havnar Hornorkestri. Hetta var í 1966.

The Times komu púra ókendir til landið. Teir gjørdu ein vørr og vóru burtur aftur. Føroyingar kendu ikki til hendan tónleikabólk, og eftir at bólkurin var farin av aftur landinum, hoyrdist onki til teirra heldur.

Tað, sum føroyskir tónleikarar minnast frá The Times, er, at bólkurin spældi ógvuliga harðan rokktónleik – progressivan rokk. Nakað í stíl við The Who, men eina tonn harðari!

Tónleikurin hjá The Times imponeraði ikki øll. Hetta var ikki tónleikur, ið føroyingar vanliga lurtaðu eftir. Føroyingurin vildi hava dansvinarligan tónleik.

Tað skilst, at tónleikararnir í bólkinum vóru dugnaligir hvør sær, dugdu væl at framføra, men vóru kanska bara framman fyri sína tíð í Føroyum.

Í 1968 vitjaði poppbólkurin Doodle Bugs tvær ferðir í Føroyum og spældi runt um í Føroyum.

Sama ár vitjaði eisini kendi poppbólkurin The Wishful Thinking. Í Sosialinum kom fram, at talan var um fyrstu ferð, ein „professionellur" bólkur vitjaði henda vegin. Føroyskir tónleikarar minnast framførslur teirra sum sera góðar. Teir spældu til konsert í sjónleikarhúsinum og til dans saman við føroyskum bólkum. Bólkurin spældi ókeypis í Føroyum.

Allur ágóðin skuldi fara til bygging av nýggju sjónleikarhúsi.

Í 1969 vóru fleiri bólkar í Føroyum. Ein teirra var norski poppbólkurin Una Corda við Ingjerd Helén sum sangarinnu. Úr bløðunum kom fram, at bólkurin hevði í hyggju, eins og Doodle Bugs, at gera ein serligan sang av Føroyaferðini.

Annar norskur bólkur vitjaði eisini hetta árið, tað var poppbólkurin Thymes, ið fekk vánaligt ummæli í Norðlýsinum. Ummælarin, sum nevnir seg X, skrivar m.a.:

Vit hava havt nógva vitjan av kórum og orkestrum í ár, og ójavnt hevur verið hvussu hevur roynst. Nú um dagarnar er eitt norskt orkestur (The) Tymes í Føroyum og spælir til dans í teimum flestu størru bygdunum. Tá ið hugsað verður, at eitt tilíkt orkestur „gruppa" fer av landinum til at spæla til dans og tekur tað dupulta frá fólki fyri at sleppa inn eina løtu, er tað óivað tí, at orkestrið man vera gott.

Ein fór tí at lýða á, men skjótt skiltist, at so var ikki. Á senuni royndi orkestrið at bøta uppá spælið við at royna at spæla klovn eitt sindur, men hettar vóru teir ikki hepnir við.

Skal ein sammeting gerast, kann sigast, at fleiri føroysk orkestur spæla líka væl og betur enn Tymes. Skulu vit meta The Swallows saman við Tymes, vóru óivað fleiri ið ynsktu hettar kvøldið í seinastu viku, at The Swallows avloysti hinar.

Nú meðan tosað verður um The Swallows kann sigast, at teir eru framfarnir, síðan teir seinast royndu at gera eina plátu. Taktin er blivin fastari og spælingin presissari; skuldi nakað verið at funnist, er tað kanska, at undirspælið er ov hart, meðan sungið verður, soleiðis at sangurin kódnar burtur.

Føroyingar hava oftast hildið og halda óivað við sama lag, at tað, sum er útlendskt, er altíð betur enn tað, vit sjálvi eiga og gera. Av onkrum kóri, sum fyrr hevur verið her, og av orkestrunum hugsi eg, at mangur hevur broytt hugsan um hettar. – X - (Norðlýsið 22.08.69)

Á heysti 1969 vitjaði skotski bólkurin Los Caracas. Tey spældu ymsa staðir í Føroyum og vóru væl fagnað.

Norðlýsið skrivaði, at bólkurin mundi vera tann frægasti av sínum slag, ið hevði vitjað í Klaksvík, – og at kvinnan, Sally Carr, ið sang, pyntaði bæði upp á orkestrið og sangin.

Bólkurin gjørdist nakað eftir føroyavitjanina heimskendur undir navninum Middle of the Road.

Norðlýsið hevði eisini ummæli av framførsluni hjá hesum bólki. Aftur var tað X, ið skrivaði, men hesa ferð var hann væl nøgdur við framførsluna.

Los Caracas, soleiðis nevndist eitt skotskt orkestur, ið spældi í Atlantis Bio mánakvøldið í hini vikuni. Sagt verður um skotar, at teir eru gírigir, men hettar kvøldið spardu teir ikki uppá streym – SEV fekk av at vita.

Høllið gevur ikki góðan klang til so hart spæl, tí lágt er millum loft og gólv fyri konsertsal at vera. Spælingin var annars góð; tað man vera eitt hitt frægasta, vit hava hoyrt her í bygdini av hesum slagi. Trummusláarin var góður, tað kann sigast, at hann var hin besti av teimum fýra. Orkestrið hevði eina damu við sum sang, og hon pyntaði bæði uppá orkestrið og sangin. – X - (Norðlýsið 26.10.69)

Skotski bólkurin Spiggy Topes vitjaði eisini hendan vegin. Nakað eftir tað var bólkurin at hoyra í BBC, Radio One, har teir m.a. framførdu lagið Sailor till the day ið teir gjørdu, tá teir vitjaðu í Føroyum.

Eftir vitjanina takkaði bólkurin í føroysku bløðunum fyri blíðskapin. Ein serstøk heilsan var til poppbólkarnar, ið teir komu saman við á ferðini, Blue Spaghetti og Cream Crackers úr Havn, Pumpkins og Swallows úr Klaksvík og Beat Shots í Suðuroy.

Bólkurin vitjaði aftur í 1970, og tá takkaðu Spiggy Topes á sama hátt føroysku

bólkunum, hesa ferð Monster, Instant Karma úr Havn, Swallows og Cold Turkey í Klaksvík og Beat Shots í Suðuroy.

Progressivi danski bólkurin Yes Indeed vitjaði heilar tveir mánaðir í Føroyum hetta árið. Bólkurin spældi runt um í ymsum dansistøðum.

Danski poppbólkurin, Butterflies, ið var ein gentubólkur, vitjaði somuleiðis. Hesar fýra spældu 10 dagar á rað á ymsastaðir í landinum.

Butterflies vitjaði í 1969.

BLOMSTURBØRN

Útlendsku vitjanirnar bóru boð um, at Føroyar alsamt støðugt nærkaðust umheiminum. Rembingar høvdu skjótari við at nema land í Føroyum – uttan tó at allar gróðurfestu her á landi.

Sekstiárini vóru ein tíð við stórum broytingum, og eisini tónleikurin broyttist. Fyrst í sekstiárunum tóku bretskir popp- og rokkbólkar amerikanska bluestónleikin til sín, og bólkar sum Rolling Stones og Yardbirds vórðu stovnaðir og spældu sínar útgávur av bluestónleikinum. Í USA legði Bob Dylan til brots við atfinnandi sangum, sum hugtóku tey, ið tá høvdu fingið ilt eyga á borgarliga vælferðarsamfelagið. Mitt undir kalda krígnum kyknaði upp ungdómsuppreisturin, ið var eitt mótmæli móti gomlum siði og einum heimi, sum livdi í støðugum krígssótta, og ungdómur um allan heim mótmælti eitt nú krígnum í Vietnam.

Aðrastaðnis sóu fólk skakandi myndir frá hesum krígnum í fjareystri í sjónvarpi. Mótmælini vórðu eisini borin fram í tónleikinum, sum tey ungu lurtaðu eftir.

Bestu undirtøku millum tey ungu fekk kortini bretski poppbólkurin the Beatles, sum við sínum einføldu kærleiksløgum fekk ídnar fjepparar um allan heim.

Í seinnu helvt av sekstiárunum tók seg upp ein nýggj rørsla, sum legði dent á litir, frið og kærleika, ropti Flower Power, sum eisini setti sín dám á tónleikin.

Í august 1967 hittu the Beatles indiska Maharishi Mahesh Yogi í Wales. Hetta var stutt eftir, at teir høvdu givið út gitnu LP-plátuna Sgt. Pepper's Lonely Hearts Club Band og kenda sangin All You Need Is Love. Tað rann saman millum partarnar, og árið eftir møttust teir í India. Maharishi Mahesh Yogi lærdi beatlarnar djúphugsan ella at meditera. Tað skuldi bera til at skilja djúpan kærleika uttan at brúka rúsevni.

Nógv, eitt nú skotski vísusangarin Donovan og limir í amerikanska surfbólkinum Beach Boys, tóku hesa eysturlendsku læru til sín. Kvinnurørslan blómaði, ungfólk fluttu í kollektiv, og nógv valdu eina tilveru sum hippiar.

Mest avgerandi tónleikahendingin var Woodstock-festivalurin í amerikanska statinum New York 15.-17. august 1969. Á hesum festivali, sum bar heitið 3 dagar við friði og tónleiki, spældu nærum øll tey kendastu orkestrini um hetta mundið, eitt nú eisini gittarúrmælingurin Jimi Hendrix við sínum bólki.

Um hetta sama mundið vóru studentarnir á teimum størru hægru lærustovm­unum farnir at gera vart við seg og kravdu at seta sín dám á útbúgvingina, sum teir hildu var stirvin og gamaldags. Í París vóru stórar kravgongur í mai 1968, og samanbrestir vóru millum løgreglu og ungfólk. Yrkjarin Rói Patursson var á staðnum og varð kveiktur av hendingunum, sum hann yrkti um. Í Danmark vóru lesandi føroyingar við, tá lestrarstovnar vórðu hersettir, og í februar 1971 mótmæltu vinstrasinnaðar ung móti Nato í danska fólkatinginum.

Mitt í hesi friðarelskandi tíð fáa øll ein hvøkk, tá ið Sovjetsamveldið í august 1968 ger innrás í Kekkoslovakia. Ógvisligu myndirnar frá hendingini fóru um allan heim.

Ungdómurin tók ræðið, og umvegis Keypmannahavn varð nýggja politiska rákið umrøtt millum tey lærdu í Havn í onkrum avsíðis skoti. Hesi hildu eisini eggjandi politiskar røður á altjóða arbeiðaradegnum. Men hvørgumegin Stóragarð ber blómandi rákið ávøkst innan tónleikin, hóast yrkjarar eru sjónliga merktir. Seinni í sambandi við EEC-andstøðuna, sum tók seg upp fyrst í 1970-árunum, komu tó tónleikaútgávur, sum høvdu greiðan politiskan boðskap.

Sjónvarpið og harvið reportasjur úr Vietnamkrígnum vóru ikki komnar til Føroya, og vit skulu nøkur ár inn í sjeytiárini, áðrenn tey eyðkendu hippieklæðini, Afganar-jakkarnir, fingust í Skálabúðini og gjørdust móti. 1968 var fyrsta árið, at Útvarp Føroya hevði ráð til eina bandagoymslu. Heldur enn at brúka bondini maftur, vóru nú umstøður at goyma tey, og harvið flestu upptøkur kring landið hetta árið og øll tey komandi.

Vælferðarsamfelagið var ávegis, og í føroysku heimunum høvdu plátuspælarar og steroanlegg – Garrard hjá verkamanninum og B&O hjá yvirstaéttini – fingið heiðursplássið í stovunum. Har í fjølgu stovunum lurtaðu føroysku blomsturbørnini í 1968 eftir eitt nú Rolling Stones plátuni Beggar's Banquet við Street Fighting Man, og tey djarvastu tordu at spæla Sympathy for the Devil í fínustovu

Hóast persónligu ímyndirnar, ið eru tættast kroppinum, klædnapløggini og hársniðið, ikki vóru sum í Carnaby Street, hevði føroyski ungdómurin, umvegis pláturnar og útvarpsstøðir, fingið greiða fatan av sær sjálvum sum samfelagsbólk, ið vildi verða tikin í álvara. Vøllurin var strikaður av, og tá heimligu dansiviðurskiftini ikki vóru til vildar, gjørdu tey ungu uppreistur. Ungdómurin var ikki eftirbátur, men ein greiður seismografur, tá umráddi komandi tíðir, siðir og hættir.

Eitt blomsturbarn av sekstiátta er Kári P, sum spælir í havnarbólkum sum Cream Crackers, Mystic Eyes og Jacta Est Alia. Uttan úr heimi sáddu allir hesir bólkar fremmant fræ í heimliga vakstrarhúsinum. Tíggjú ár seinni gjørdist Kári P leiðarstjørnan, tá umráddi føroyska skaldskap á plátu. Sekstiárini fingu sín enda, sum ikki bara var jaligur. Politisku áskoðanirnar gjørdust meira harðrendar, misnýtslan av rúsevnum kravdi síni offur, og 6. desember 1969 fekk góðlyndið ein frammaná, tá ið bólkurin Rolling Stones bjóðaði til ókeypis konsert á Altamont í Kalifornia, har ein áhoyrari varð myrdur.

Tey føroysku blomsturbørnini gjørdust eldri, og fleiri fluttu av landinum at nema sær útbúgving. Sama gjørdu eisini fleiri av stovnarunum av fyrstu føroysku rokkbólkunum. Samstundis gjørdi ein nýggj dilla innrás: Diskotekið. Live-tónleikurin fór niður í ein aldudal fyrst í sjeytiárunum – serliga í Havn. Tónlistarlig endurnýggjan skuldi til, og eitt nýtt ættarlið mátti taka við. Nýggir pallar skuldi skapast, og nýggjur tónleikur uttan úr heimi var at taka støðu til.

Upptøkan til „Nei til EEC" plátuna fór fram í Studentaskúlanum í Hoydølum. Frá vinstru: Jógvan Dahl, Eilif Hammer, Ólavur Øster og Hávardur Jensen.

Wall of Silence Sophilia