1950ini

Meldur í Norðuratlantshavi

Sound in the North Atlantic

Síður 14–53 · Høvundar: Hans Egholm, Kartin L. Hansen, Birgir Kruse

Rock'n roll er tónleikur, ið kemur fram í Amerika eftir seinna verðaldarbardaga og gerst fólkaogn kring heimin í 1950-árunum. Burtur úr hesum heiti og tónleikastíli sprettur ein ørgrynna av tónleikasløgum, sum undir einum kunnu nevnast rokkur. Í fyrstani er saksofonin fremsta ljóðføri, meðan elgittarin seinni tekur yvir og gerst miðdepilin. Hini ljóðførini eru klaver, rýtmugittari, bassur og trumma. Sangur og tekstur gerast sum frá líður týðandi partar í rokki.

Hans Egholm, Kartin L. Hansen, Birgir Kruse

Um alt Norðuratlantshav fløddi ein alda, har brotini eisini rukku Føroya strendur. Rokkurin setti í klettin, og ein nýggj mentan tók seg fram.

Fimmtiárini, ið fostraðu føroyska rokktónleikin, vóru hendingarík ár. Goggan í Havn, Stjørnan á Tvøroyri og Sóljan í Klaksvík spældu enn siðbundnan dansitónleik fyri teimum tilkomnu, meðan Orkestrið í Tórshøll loftaði nýggja, svingandi jazztónleikinum uttan úr heimi. Dansurin savnaði ung og eldri, men í dansistovunum úti um landið var harmonikan enn álitið.

Rokktónleikurin, sum tey ungu tóku til sín, skapaði eina gjógv millum ættarliðini. Fyri fyrstu ferð hevði ungdómurin nakað egið, ið dyrkað varð í felag við onnur ung. Tøknin og reiður peningur, sum ung høvdu um hendi, skapaðu nýggju karmarnar:

Tað nýggja, sum nú kom, hildu tey eldru vera buldur og brak, men tey ungu vildu helst hava so hart frá sum gjørligt, og tískil tóku seg upp av og á ósemjur millum ættarliðini. Tá Elvis Presley kom, varð tað so heilt forgjørt. Hetta var ómoralsk, hildu tey eldru, men tey ungu stuttleikaðu sær sum ongantíð fyrr. Nøvn sum Buddy Holly, Cliff Richard og Ricky Nelson gjørdist ogn hjá teim ungu. Og so í dans at svinga og rokka. Nú vóru tango og valsir ikki nóg mikið. Nú gjørdist dansur ein sonn fímleikarframsýning. (Christoffer Jensen: Ziskatrøðbrekkan 2006)

Higartil hevði allur tónleikur í Føroyum verið akustiskur, men nú kom elektrisitetið í hvørt hús, og tað merkti tónleikin. Í Tórshøll spældu Simme og Tey við einum 15 Watt forsterkara til bæði sang og gittara. Í dag brúka ungfólk ein 15 Watt forsterkara, tá tey í øllum stillum venja á kamarinum, og eingin skal kenna seg órógvaðan. (Brandur Øssursson, 21.02.06)

BLUE STAR CLUB

Á tí grund, har Keypsamtøkan í Dr. Jakobsens gøtu í Havn nú er, var fyrsta aldubrotið. Aftantil, har goymslan hjá Keypsamtøkuni nú er, var Pensjonatið hjá Magnusi Bærentsen. Her høvdu Simme, Pole Debes og Ásbjørn Simonsen hin 3. september 1955 stovnað Blue Star Club, sum var ein dansiklubbi bert fyri limir.

Hesin klubbi, har 15 ára gomul høvdu atgongd, vendi sær til ung, ið vildu sleppa í dans uttan mammu og pápa. Sum klubbi var møguleiki at hava opið longur enn onnur stóð við almennum dansi. Tískil noyddist klubbin ikki at lata dyrnar aftur kl. 24 leygarkvøld vegna halgidagslógina. Haraftrat nýttist klubbin ikki at gjalda stuttleikaskatt av atgongumerkjainntøkuni.

Blue Star Club.
Blue Star Club.

Grein tvey í lógini fyri Blue Star Club segði, at „endamál felagsins er at fáa ungt fólk at fylkjast felags áhuga fyri nútímans løttum musikki og skemti við á sømiligum grundarlagi at fyrireika hugnaligar samkomur við musikki, dansi, skemti o.t. og at nøra um áhugan fyri og dygdini av tí."

Orkestrið í Tórshøll - Blue Star.
Orkestrið í Tórshøll - Blue Star.

Í Pensjonatinum vóru tiltøk trý leygarkvøld á rað hetta heystið. Ikki færri enn hundrað fólk møttu, og tað legðist støðugt afturat, so ov trongt varð á hesum staði.

Orkestrið í Tórshøll - Simme og teir.
Orkestrið í Tórshøll - Simme og teir.

Fyri 150 krónur leigaði tónleikaklubbin seg hvørt leygarkvøld inn í Tórshøll hjá frú Lambaa í Niels Finsens gøtu. Bestu kvøldini savnaðust heilt upp í 300 ungfólk í Blue Star Club, har opið var tveir tímar longur enn í hinum støðunum í býnum.

Blue Star Club.
Blue Star Club.

Tónleikaklubbin átti um hetta mundið ljóðføri fyri eitt virði áljóðandi 4.000 kr. Saman við klaverinum hjá Tórshøll og tenorsaksofonini hjá einum 21 ára gomlum manni, ið júst var fluttur til Havnar, var grundin løgd undir fyrsta føroyska rock'n roll orkestrið. So eldhugaðir vóru hesir unglingar at spæla, at teir hugsaðu ikki um at marknaðarføra seg undir nøkrum ávísum navni. Tí arvaðu teir navnið Orkestrið í Tórshøll. Millum fólk gingur teir eisini undir navninum Simmi og Tey ella Tey hjá Simma.

Blue Star Club.
Blue Star Club.
Blue Star Club.
Blue Star Club.

BRANDUR FESTI Í

21 ára gamli unglingin, ið júst var komin til Havnar, var Brandur Øssursson. Í Danmark hevði hann spælt jazz og blues og kendi úr egnum grannalagi á Amager Ib Glindemann, sum um hetta mundið var hin fremsti at leggja lunnar undir rokktónleik har í landinum:

Ib Glindeman kendi eg bara soleiðis hissini. Hann bjóðaði mær einaferð í 1954 at spæla við í orkestrinum hjá sær á barytonsaksofon. Hóast hetta var ein dreymur, tók eg ikki av, tí eg var í læru sum bókbindari. Hevði eg jáittað, so hevði eg longu tá kent fleiri av teimum, sum fingu avgerandi týdning fyri gongdina í rýtmisku tónleikinum í Danmark. (Brandur Øssursson 01.03.07)

Brandur Øssursson.
Brandur Øssursson.

Á sumri 1956 hevði Brandur gjørt hernaðarskylduna burtur av sær og vildi brúka nývunna frælsið á egnum beinum í Føroyum, haðani pápin var ættaður. Tilboðið frá Glindemann var farið aftur við borðinum, men afturundirgerðin rakti Føroya klettar:

Summarið 1956 kom eg við Tjaldrinum til Føroya. Longu leygarkvøldið hin 16. juni spældi eg í Blue Star Club saman við Simma, Kjeld Thomsen, Irwin Mittún, Haldane Joensen og Pola Debess. Í mínum hugaheimi er eingin ivi um, at tað var mín tenorsaksofon, sum hetta kvøldið festi í fjúsið hjá teim møttu, tá vit spældu glansnummarið Rock around the Clock. Hetta var seinasta klípi, ið skuldi til at skapa rock'n roll, sum bleiv til í Havn henda dag. Eg hevði spælt jazz og blues í Danmark eina tíð, so umframt spælið fall tað mær lætt at leggja røttu rýtmuna, so ljóðið bleiv tíðarrætt rock'n roll. (Brandur Øssursson 01.03.07)

SPÆL EIN MYRKAN

Í Blue Star Club møttust ung fólk, ið vildu hoyra teir slagarar, ið frammi vóru á plátu, og sum Radio Luxembourg spældi. Í kjalarvørrinum á væl umtókta svingandi jazztónleikinum var rock'n roll nýggi mótin, sum øll ung vildu eiga lut í.

Orkestrið í Tórshøll dugdi tó eisini at seta saman eina fjølbroytta skrá, sum ikki altíð var merkt av rock'n roll, men eisini kundi fevna um gamlar evergreens og slagarar. Orsøkin til hetta var greið:

Eins og í Sjónleikarhúsinum vóru vit ofta bidnir um at spæla „ein myrkan". Tað vil siga ein stillan vals, ella ein tango, meðan ljósið bleiv dempað. Tað gjørdu vit so hesi klubbakvøldini, og helst spurdust mong av teim pørum burturúr, sum seinni um kvøldið sóust ganga ein kaitúr. (Brandur Øssursson 01.03.07)

ØVRIGHEITIN LEGÐI UPPÍ

Dansikvøldini í Havn um hetta mundið vóru sunnukvøld við Gogguni og navigatørdansur, ið er føroyskur dansur, var mánakvøld í Sjónleikarhúsinum. Mikukvøld var almennur dansur í Tórshøll, meðan Blue Star Club skipaði fyri limadansi leygarkvøld.

Leygarkvøldini gjørdust so væl umtókt millum tey ungu í Havnini, at tey eldru høvdu hug at tala at. Hetta fekk løgregluna at leggja uppí og at kanna, um tiltøkini vóru almenn og harvið brot á galdandi lóggávu um dans og halgidagar. Brandur, Simme og teir fingu greiðar ábendingar frá øvrigheitini um, at nú vóru stundir at gevast við Blue Star Club. Nú gekk ikki meir. Teir tóku boðini í álvara, og seinasta kvøldið í Blue Star Club varð kunngjørt við uppsløgum at verða leygarkvøldið 22. september 1956.

Dagin fyri vóru Simme, Brandur og Pole boðsendir at geva løgregluni frágreiðing um virksemið hjá Blue Star Club. Frágreiðingin, ið er umfatandi, endar við hesum orðum:

Foreholdt de pågældende, at Blue Star arrangementer ganske svarer til de offentlige danseaftener i Tórshøll og derfor må underkastes de samme regler med hensyn til polititilladelse, polititilsyn og betaling af forlystelsesskat, ønskes der dog at fremhæve, at det gennem den myndighed som foreningen giver dem, har det været muligt for dem at indføre en højere kvalitet af musik, samt at holde bedre ro og orden i lokalet idet de har kunnet bortvise uheldige elementer. Bortset herfra er de ikke i stand til at angive nogen forskel. (Løgreglufrágreiðing, Tórshavn 21. september 1956)

Tað var ein beiskur biti hjá Brandi at svølgja, at Blue Star Club varð stongdur. Sum uttanbíggjarmáður var hann helst ikki nóg innarlaga til tess at fáa fótin fyri seg í mentanarliga umhvørvinum í Havn um hetta mundið.

At loysa atgongumerki til mentanarlig tiltøk var ein álitisspurningur, ið altíð broyttist. Havnar Klubbi er elsti mentanarmiðdepilin í býnum, meðan Sjónleikarhúsið er hin næsti í røðini. Nýggj støð, ið lótu upp og bjóðaðu mentanarligar upplivingar, vóru tí í harðari kapping. Í Tórshøll var trongt og luftin mangan vánalig. Tílíkir karmar kundu lættliga elva til eina fatan av, at virksemið var ivasamt, ella í minsta lagi ikki á so høgum støði sum í Klubbanum og Sjónleikarhúsinum.

Dansiviðurskiftini í høvuðsstaðnum lógu leingi í fastari legu og skaptu eitt búskaparligt støði hjá ymsu húsunum. Goggan spældi fyrst í Tórshøll, men tíggju ár eftir at Sjónleikarhúsið var tikið í brúk, fluttu teir har at spæla í 1936, tí lønin var betri. Fram til 1976 spældi Goggan fast í Sjónleikarhúsinum, ið var so mikið fastur karmur um dansiviðurskiftini, at húsið var evnið á plátuni hjá Simma og Ljómliði Hvønn ein mánadag. Á plátuni, sum er frá 1957, yrkti Birni Dam um navigatørdansin í Sjónleikarhúsinum.

Hørð kapping var í dansiumhvørvinum í Havn, og ivaleyst man opna og almenna Sjónleikarhúsið hava kent seg hótt av klubbavirkseminum hjá Blue Star Club, sum dró tey ungu til sín. Sambært Brandi Øssurssoni kom ábendingin um lógarbrot haðani:

Simme og eg dugdu ikki at síggja nakran møguleika at halda fram við dansitiltøkunum í Havn, nú vit høvdu meginpartin av borgaraskapinum ímóti okkum. Eyðsæð var, at tá í tíðini kundi ikki komast uttan um halgidagslógina, líka mikið hvørji argumentini vóru. Við øðrum orðum bleiv ein væl virkandi og fult lógligur klubbi av berum sjálvrætti ein tornur í eygað á klikuni kring Sjónleikarhúsið og teimum, sum gingu í dans har. Har afturat varð lógarbrotið, soleiðis sum borgaraskapurin tulkaði tað, ein provokation, hvørs rembingar náddu heilt aftur á aftastu beinkir í missiónshúsum og salum í Havn. (Brandur Øssursson 01.03.07)

Um so var, so var hetta ikki síðstu ferð, at Sjónleikarhúsið kendi seg undir trýsti frá øðrum dansistøðum í býnum. Í 1963 spældu Faroe Boys fyri fullum húsum í Tórshøll, meðan undirtøkan fyri Gogguni í Sjónleikarhúsinum viknaði. Hetta árið keypti Sjónleikarhúsið Faroe Boys at spæla til dans mikukvøld har í húsinum. Stutt eftir hetta stongdi Tórshøll.

BRANDUR OG SIMME Í ÍSLANDI

Hóast Blue Star Club varð stongdur, var spælihugurin hjá Brandi og Simma alt annað enn tamdur. Báðir høvdu roynt seg sum tónleikarar í Danmark og ætlaðu sær nú til Íslands.

Eg tímdi ikki at blíva skómakari ella okkurt annað. Eg vildi vera tónleikari! (Simme 30.03.07)

Í Íslandi kendu Simme og eg á okkum, at vit kundu anda frítt, og at rúm og virðing var fyri tí, vit tókust við. (Brandur Øssursson 01.03.07)

Til tess at fíggja Íslandsferðina lýstu Brandur og Simme í tveimum førum við Crazy Nights. Tiltøkini fevndu um dansikappingar, skemt og spæl í nett somu hølum, sum Blue Star Club helt í. Undirtøkan var óvæntað góð, og seinna kvøldið gjørdu teir ikki mætari enn at selja ljóðførini hjá Blue Star Club. Bert kontrabassin og saksofonin vóru eftir.

Nú var tónleikavegurin til Íslands greiddur hjá Simma og Brandi. Úr Íslandi høvdu teir hoyrt, at nógvar matstovur høvdu tørv á tónleikarum.

Longu undir øðrum verðaldarbardaga høvdu fleiri kendir amerikanskir jazztónleikarar millumlent við hernaðarflogførum í Íslandi og lagt lunnar undir eitt ríkt rýtmiskt tónleikalív. Við føroyska tónleikinum í viðførinum kundu Brandur og Simme bjóða íslendingum forkunnugan rokktónleik.

Eydnan sum tónleikari í Íslandi var tó stokkut. Ongin siðvenja var millum føroyska tónleikarar at skipa seg í felag, ið tryggjaði minstuløn og góð arbeiðsviðurskifti. Í Danmark hevði hetta ikki verið nakar trupulleiki hjá teimum báðum føroyingunum árið fyri, tí í somu løtu tú flutti hagar, vart tú at rokna sum dani. Men í Íslandi var henda lóg ikki galdandi. Hvørki Simme ella Brandur sluppu upp í yrkistónleikarafelagið hjá íslendingum. Tí leitaðu teir sær báðir á heysti 1956 aftur til Danmarkar at spæla.

Í grannalondum okkara var rokktónleikurin illa lýddur. Í BBC og DR varð hesin tónleikur bannaður og førdi til virksemið hjá Radio Mercur umborð á samnevnda skipinum, sum 1958-62 sendi úr Oyrasundi. Brandur Øssursson og danski bólkur hansara Four Pals vóru javnan at hoyra frá Radio Mercur við plátuni Bedstefar vil ha' jazz.

Einki bann var í Føroyum móti rock'n roll, sjálvt um stongsulin av Blue Star Club minkaði ferðini á útbreiðsluni millum fólk.

SLÓÐBRÓTARIN

Er tað nakar, ið var slóðbrótandi fyri føroyska rokk- og popptónleik av fyrstan tíð, so eigur Simme Jacobsen eitt heiðursplás. Eisini trímenningun Brandur Øssursson var týdningarmikil fyri birtingina av føroyska rokktónleikinum í fimmtiárunum.

Áðrenn Simme skuldi doypast og fáa navnið Sigmundur, gjørdist hann sjúkur og kom ikki fyri seg aftur, fyrr enn hann var tvey ára gamal. Tá vóru trý systkinabørn doypt Sigmundur, og av tí at abbin eisini æt Sigmundur, bleiv hann doyptur Bjarni.

Øvrigheitin leggur uppí.
Øvrigheitin leggur uppí.

Hann er føddur í Keypmannahavn sum hin yngri av tveimum systkjum. Foreldrini, Ninna Arge, ættað av Argjum, og Jógvan Jacobsen, ættaður úr Sandavági, búðu tá niðri. Pápin sigldi í danska handilsflotanum, men tá heimsfriðurin kom í vanda seinast í trítatiárunum, avráðdu tey at flyta heim aftur til Føroya. Ólavsøkudag í 1939 komu Simme og familjan aftur til Føroya, og húskið flutti inn hjá ommuni og abbanum í Dr. Jakobsens gøtu í Havn. Sjey ára gamli Simme varð innskrivadur í skúlan hjá mostrini Bette Arge.

Simme var javnan við mammuni í kirkju, og best dámdi honum sálmarnar undir tí væl ljómandi hvelvinum. Ein mostir átti klaver, og har slapp Simme at royna seg.

Í 1942 flutti húskið á Tinghúsvegin at búgva. Í húsinum var klaver. Simme gekk til klaverspæl hjá Miu Waagstein, men honum dámdi ikki nótaspæl. Tí gavst hann skjótt og fór at spæla fyri seg sjálvan.

Í realskulatíðini kom munnharpan fram og gjørdist eitt væl dámt ljóðføri, eisini hjá Simma. Heima hjá einum floksfelaga, Absalon Djurhuus, hevði Simme fyrstu ferð ein gittara í føvninginum. Skúlaveitsla var í Tórshøll í 1948, har royndi Simme seg fyrstu ferð sum tónleikara fyri almenninginum. Sama árið flutti familjan í nýggj hús úti við Landavegin. Tónleikurin, og serliga klaverspælið, vóru nú vorðin partur av gerandisdegnum hjá Simma.

Eitt skifti fyrst í fimmtiárunum spældi Simme trompet í ungdómsdeildini í Havnar Hornorkestri. Ovurhonds áhugin fyri tónleiki gjørdi skúlagongdina á VBV (húsini hjá Vandbyggningsvæsenet á Skansavegi) trupla, og Simme varð ikki studentur. Veturin 1952-1953 hepnaðist betur í Keypmannahavn, har Simme varð studentur. Trímenningun Brandur Øssursson var honum hentur í Keypmannhavn. Til tess at vinna til lívsins uppihald hesi kørgu ár, leigaði Simme eitt klaver, og í samstarvi við Brand spældi hann til veitslur av ymsum slagi. Á henda hátt kom Simme inn í livandi tónleikaumhvørvið í Keypmannahavn, sum Brandur kendi so væl.

Fleiri danir sóu evnini hjá Simma sum tónleikari og vildu fáa hann við í tónleikabólk. Simme og Brandur spældu nógv saman, men eisini hvør sær. Simme mentist sum tónleikari, og hansara mið og mál vóru nú eitt yrki burturav sum tónleikari.

Summarið í 1953 var Simme aftur í Føroyum. Saman við øðrum stovnaði hann ein tónleikabólk í Tórshøll. Bólkurin spældi nøkur ár. Vanliga varð bólkurin bara nevndur Orkestrið í Tórshøll ella Simme og tey. Hesin bólkur hevði skiftandi manning og var virkin í fleiri ár.

Heystið 1955 var Simme við at stovna Blue Star Club, einum átaki at menna tónleikalívið í Føroyum. Klubbanum var ikki langt lív lagað. Ein avleiðing var, at Simme og Brandur, sum var fluttur til Føroya, kendu seg noyddar at rýma til Íslands. Eitt ár seinni vóru Simme og Brandur í Danmark og spældu á matstovum og varitéum.

Várið 1957 fekk Simme í lag tær fyrstu ungdómssendingarnar í nýstovnaða Útvarpi Føroya, har Axel Tórgarð var leiðari. Í august hetta árið fór Simme til Finnlands at spæla saman við Brandi Øssurssoni eitt stutt skifti.

Simme er millum teirra, sum í 1958 taka stig til Tónleikafelagið í Havn. Hann er við í útvarpssendingunum, sum felagið fær í lag, og hevur frálæru í harmoniku, klaveri og gittarspæli í felagnum.

Simme og Hansemann Tórgarð gjørdust lyklapersónar í føroyskari plátuframleiðslu. Simme var íðin og gjørdi saman við góðum fólki fleiri upptøkur, ið komu út á plátu. Í 1959 fór hann undir egna fyritøku, Simme Musikkhús, sum seldi alskyns ljóðføri.

Í nógv ár spældi Simme, saman við øðrum, í dansiskúlanum hjá Marnu Nielsen. Tiltikin vóru avdansiballini, seinastu dansikvøldini.

Simme & Tey voru húsorkestur í Havnar Klubba í 1959 og spældu fast til dans har í húsinum fram til 1964. Umframt at geva út plátur við ymiskum bólkum, virkaði Simme eisini sum hjálpartónleikari. Hann var t.d. við á stakplátuni hjá Snow Flakes í 1966 og LP plátuni við The Faroe Boys í 1967. Virkna tíðarskeiðið, 1959-1967, gav Simme Musikkhús út sjey stakplátur og eina LP plátu.

Frá 1968 til 1972 royndi Simme seg eisini innan matstovuyrki. Hann stóð fyri ABC grill, ið helt til í bygninginum hjá Havnar Arbeiðsmannafelag.

Simme var við í fleiri tónleikabólkum, eitt nú The Rabbits, sum spældi fast í Havnar Klubba frá 1972 til 1977, og somuleiðis var hann eitt langt tíðarskeið fastur tónleikari í væl umtóktu V4 sendingunum, sum Útvarpið sendi beinleiðis kring landið, fyrstu ferð leygarkvøldið 29. november 1969.

Tá Tórshavnar Kommuna í 1991 hátíðarhelt 125 ára dagin sum keypssstaður, var Simme saman við Regini Patursson biðin at gera ein sangleik, sum lýsti skeiðið. Undir heitinum Og soleiðis gongur tíðin varð leikurin framførður í Sjónleikarhúsinum hetta árið. Tá Grøna sangbók kom í 1992, var Simme eitt av upphavsfólkunum saman við Fróða Sandoy og Jón Dalsgarð.

Síðani handilin hjá Simma læt upp í 1959, hevur hann m.a. selt Fender ljóðføri, fyrstu árini beinleiðis úr Amerika. Eftir 45 ára trúgva tænastu, skeyt norðurlendska høvuðsskrivstovan hjá Fender, sum er í Gøteborg, upp, at Simme Musikkhús skuldi fáa virðislønina „Fender Top Dealer Award". Virðislønin varð handað í 2004. Árið eftir seldi Simme fyritøkuna til samstarvsfelagan og gittarbyggjaran Petur Magnus Bjarnastein.

EIN BRANDUR

Brandur Øssursson varð borin í heim í Keypmannahavn 1934. Hann átti eina eldri systur. Foreldrini, Janus, ættaður úr Havn, og Margit, ættað av Stiklastøðum í Noregi, búðu í Keypmannahavn.

Í barndómsheiminum vóru føroysk viðurskifti mangan havd á lofti. Pápin var mentamaður og sannførdur loysingarmaður. Frá barnsbeini ivaðist Brandur aldri í, at hann var fullur og heilur føroyingur, hóast hann vaks upp á donskum asfalti. Fyrstu árini tosaði hann meira føroyskt enn danskt, og sumrarnar dámdi honum væl at koma til Føroya.

Brandur vaks upp í skugganum av krígnum í Keypmannahavn. Eftir krígslok var alt amerikanskt. Allastaðni var ein hálovan av øllum amerikanskum, minnist Brandur.

Í grannalagnum var ein biohøll, sum upp í saman sýndi ein amerikanskan film, ið hevur In the mood hjá Glenn Miller sum eyðkennislag. Stillu summarkvøldini sat Brandur við opnum glugga og droymdi seg burtur í svingandi biografljóðinum.

Foreldrini fingu hann at spæla á blokkfloytu. Í 1950, tá hann var 16 ára gamal, fekk hann eina sopransaksofon. Brandur gjørdist so eldhugaður, at hann slapp at spæla í einum nýstovnaðum bólki, American Star Band. Seinni stovnaði Brandur egnan tónleikabólk, sum víkuskiftini spældi til ymisk tiltøk í stórbýnum.

Brandur vildi frá ungum árum gerast tónleikari burturav, men foreldur hansara vildu hava, at hann fekk sær eina útbúgving. Tí gjørdist hann bókbindari.

Tá Brandur í 1955 fór í danska hernaðartænastu, gjørdist hann beinanveg limur í hernaðarorkestrinum.

Í juli í 1956 kom Brandur til Føroyar og vildi liva dreymin sum tónleikari. Í viðførinum hevði hann sína saksofon og kontrabass.

Árini frammanundan hevði hann í Keypmannahavn spælt saman við skyldmanninum Simma. Nú teir síggjast aftur, vildu teir geva tónleikinum í Føroyum nýggjan íblástur. Brandur kendi altjóða rákið og hevði roynt at spæla nýggja tónleikin, ið tey róðu rock and roll.

Eftir at hava virkað sum tónleikari í Føroyum eina tíð, og Blue Star Club varð stongdur, fóru Brandur og Simme til Íslands at spæla í november 1956. Har spældu teir eisini saman við íslendskum tónleikarum.

Eftir trýsti frá íslendska tónleikarafelagnum bar ikki til at halda fram. Teir báðir fóru til Danmarkar, har teir uttan hóvasták kundu virka sum tónleikarar á jøvnum føti við danir. Har høvdu teir úr at gera um kvøldarnar.

Tá Simme seinni sama veturin fór heim aftur til Føroya, kemur Brandur við í ein tónleikabólk, ið serliga framførdi rokktónleik. Her komu royndirnar hjá Brandi sum jazztónleikari væl við.

Í apríl mánað í 1957 og sjey mánaðir fram starvaðist Brandur burturav sum tónleikari ymsa staðir í Finnlandi. Fyrst við hotellorkestri og síðan við eini kvartett sum saksofon- og klarinettleikari. Frá finskum hotellorkestri kemur Brandur seinni við í eina kvartett, sum hinumegin Botnisku víkina spældi í svensku fólkaparkunum.

Á vetri 1958 var Brandur aftur í Finnlandi og spældi í eitt hálvt ár. Tá fór hann til Danmarkar og kom upp í ein jazzbólk, sum spældi báðumegin Oyrasund, í Helsingør og Helsingborg.

Á heysti 1959 kom Brandur við í donsku sang- og undirhaldskvartettina The Four Pals. Í røttum tíðaranda førdu teir fyra seg fram sum Mills Brothers. The Four Pals undirhildu umborð á Oyrasundsbátunum, sum fullsettir sigldu millum Helsingør og Helsingborg.

Eftir at danska útvarpið púra óvæntað hevði fingið kapping frá Radio Mercur árið fyri, fekk virksemið hjá Brandi eina óvæntaða vend. Almenna danska útvarpið vildi ikki senda rokktónleik. Eftir at hava funnið eitt hol í donsku útvarpslóggávuni, stovnaðu handilsfólk eina sonevnda piratútvarpsstøð, Radio Mercur, við Voice of America, ið sendi av skipi í Miðjarðarhavinum, sum fyrimynd. Av farmaskipunum Cheeta I og II og seinni Lucky Star, ið lógu fyri teym í Oyrasundi, varð tíðarinnar tónleikur sendur ungdóminum í stereo við tøkni, sum Bang & Olufsen hevði ment. Sendingarnar, sum m.a. ríkmaðurin Alex Brask Thomsen varaðai av, vóru ikki undir almennu útvarpslóggávuni. Virksemið var fíggjað við lýsingum.

Radio Mercur hevði upptøkuhøli í Nørrebro Teater í Keypmannahavn. Har spældu The Four Pals nøkur løg inn á bond, sum vórðu fraktað út á skipið og haðani send lurtarunum. Burturúr spurdist stóri slagarin Bedstefar vil ha' jazz.

Radio Mercur hoyrdist um meginpartin av Danmark. Uppgongutíðir vóru, fólk høvdu fitt av peningi um hendi, og stórir handlar lótu upp í stórbýnum.

Siglandi, handilsliga útvarpsstøðin Radio Mercur hevði tó avmarkaða livitíð og varð steðgað við lóg í 1962. Eftir stóð tann varði, at ein føroysk rødd, Brandur Øssursson, hevði verið at hoyrt á sendinetinum hjá Radio Mercur.

Danmarks Radio loftaði pátuvendarunum av Radio Mercur og skapti egna tónleikarás til ungdómin, Program 3, við ársbyrjan 1963. Tá byrjaði Jørgen Mylius við sendingini Efter Skoletid.

Tá tíðarskeiðið við teimum fýra vinmonnunum var runnið, stovnaði Brandur veturin 1960 egna kvartett, Brandurs Kvartet, við egnari bookingfyritøku. Kvartettin hjá Brandi spældi í donskum stórbýum, m.a. í náttklubbunum Las Vegas og Adlon í Keypmannahavn 1961.

31 ára gamal í 1965 var Brandur troyttur av tónleikalívinum í Danmark. Tónleikurin hevði verið livibreyð í tíggju ár, og Brandur hevði upplivað broytingina frá reinum jazzi til rokktónleik. Annan páskadag 1965 gjørdu hann og konan Unna av at flyta heim til Føroya.

Í seks ár hevði Brandur ikki rørt saksofonina, tá Ludvig Breckmann í 1971 vildi hava hann at spæla í einum Big Band orkestri. Endamálið var at savna pening til Havnar Hornorkestur. Big Band orkestrið spældi fram til 1978 og var við í V4 spælinum, sum Útvarpið sendi leygarkvøld klokkan 19 frá ymsum støðum í landinum.

Hetta tíðarskeið var Brandur virkin í føroyska jazzumhvørvinum, har Havnar Jazzfelag var miðdepil, og savningsstøðini vóru B36 barakkin, Klubbin og Perlan.

Brandur var við í fleiri plátuupptøkum hjá Havnar Jazzfelag og spældi fast í Septettini og Hans Jensens Kvartet, sum hoyrdist í Perluni – sjáldsama bygningini niðanfyri Boysensgarð í brekkuni úr Vágsbotni, niðan móti kirkjuni.

Perlan varð rivin niður í 1983, samstundis sum Norðurlandahúsið varð tikið í brúk. Í hesum nútímans og arkitekteknaðu mentanarhølum stóð Brandur í 20 ár fyri Tórshavnar Jazz-, Fólka- og Blues Festivali. Næst Summartónum er hetta drúgvasta tónleikatiltak í Føroya søgu.

Tá ein bretskur tónleikalærari segði seg úr starvi í Musikkskúlanum í Havn, byrjaði Brandur sum vikarur og gjørdist rýtmiskur leiðari við arbeiðsstaði í Djónastovu yviri við Strond í 1986 til 2005, tá hann og konan fluttu aftur til Keypmannahavnar at búgva.

TÚ OG EG Á ÁSTARTINGI

Samstundis sum nýggja rákið rock'n roll rein við hjá teimum ungu í Havn, fekk skiffletónleikur fastatøkur á unglingum innan skótarørsluna.

Byrjanin var í Skotlandi í 1956, tá Skótalið Sigmunds Brestirssonar var á legu í Iair Atholl og hoyrdi nýggja tónleikastílin skiffle. Árið eftir vóru teir saman við KFUM skótunum í Føroyum á stórari altjóða legu í Sutton Coldfield, dygst við Birmingham í Onglandi.

Tað var á hesari legu, at skiffletónleikurin bergtók føroysku skótarnar. Tónleikurin var forkunnugur, og skótarnir tosaðu nógv um hann. Hetta tíðarskeið var skiffletónleikurin væl dámdur og var at hoyra á palli og í útvarpi um allan heim.

Afturkomnir til Føroya høvdu fleiri skótar hug og dirvi at royna hetta nýggja slagið av tónleiki. Krøvini til ljóðførini vóru ikki tey stóru. Mest umráðandi var felagsskapurin og at fáa líkinda ljóð úr teimum fáu og einføldu ljóðførunum, ið vóru við hondina.

Vaskibretti, tunnur, tekassar og gittarar vóru vanlig í hesum sambandi. Spælt varð uttan streym, t.e. akustiskt. Sangur var fastur partur av skiffletónleiki. Hetta hóskaði væl í skótaumhvørvinum, har felagssangur altíð hevur verið fastur táttur.

Tá hálvt ár varð fráliðið og komið varð nakað inn í 1958, skipaði Skótalið Sigmunds Brestirssonar fyri einum skótateiti í Tórshøll. Á skránni var sangur, tónleikur og skemt, og tiltakið endaði við eftirgjørdum legubáli á pallinum. Hetta teitið var ætlað skótum og næstringum teirra.

Teitið, ið eisini varð rópt The Gang Show, bygdi á stóran mun á upplivingar frá Bretlandsferðini árið fyri. Tiltakið varð so væl fagnað, at skótarnir gjørdu av at fara niðan í Sjónleikarhúsið, so teitið kundi framførast alment.

Umframt skótasangir, framførdi Skifflebaljan eisini væl umtóktar sangir, ið fólk kendu frá Radio Luxembourg og plátum, so sum Bye bye Love, Coming 'Round the Mountain, When the Saints og You are My Sunshine.

Stóra upplivingin var at hoyra føroyskjan sang. Tummas Napoleon Djurhuus (Tongla Tummas) var flokslærari hjá fleiri av limunum í Skifflebaljuni. Tórður Jóansson, ið var ein teirra, sigur, at einar tvær vikur frammanundan høvdu teir verið inn hjá Tummasi, sum búði í ovaru Lon í Havn:

Vit høvdu skrivað enska tekstin niður frá Radio Luxembourg og spurdu, um hann vildi umseta hann til føroyskt, tí vit vildu syngja á føroyskum. Tummas jáitaði og setti seg niður við Cotton Field, og hann týddi og yrkti, meðan vit biðaðu. (Tórður Jóansson, samrøða 20. februar 2007)

So væl fall í lag, at umframt Cotton Field, týddi Tummas eisini In the Midle of an Island, sum Tommy Steel sang um hetta mundið. Tá sangirnir vóru framførdir á palli, vóru føroysku heitini ávíkavíst Tað var í Louisiana, og Tú og eg á ástartingi. Eisini týddi hann When the Saints til Tá tey halgu koma inn.

Enn ein føroyskur sangur var Rasmus, sum skótin Birni Dam framførdi í øðrvísi búna, enn vit kenna hann í dag. Birni, ið var svágur Simma, framførdi fýra aðrar sangir. Sangin um Rasmus hevði hann fyrstu ferð framført árið fyri. Tiltakið var so væl umtókt, at tað varð tikið upp aftur í Sjónleikarhúsinum eina viku seinni.

Tú og eg á ástartingi liggja bleytt í berjalyngi eina nátt í mánalysi, angar søtt av børkuvísu.

Útvarpið gjørdi ein samandrátt av skótateitinum, og partar av sendingini eru tí varðveittir. Tummas Napoleon Djurhuus, ið var upphavið til fyrstu føroysku rokktekstirnar, gav hetta árið út yrkingasavnið Og dansurin gongur og fekk M. A. Jacobsens heiðurslønina.

TÓNLEIKAFELAGIÐ

Í fríløtum hittist ungdómurin í Havn á Konditarínum. Onkur teirra hevði tikið skótateitið upp á band, sum javnan varð spælt á bandupptakaranum, so øll, ið komu á Konditaríð, kundu hoyra nýggja føroyska tónleikin.

Ein annar savningarstaður í Havn var biografurin, har kovboyfilmar vóru væl vitjaðir. Røttu kovboysangirnir vóru ein savnandi liður millum skótalívið í føroysku náttúruni og amerikansku kovboyhetjuna við gittara og hesti á stóru víddunum, minnist Christoffer Jensen úr Klaksvík í bókini Ziskatrøðbrekkan.

Skiffletónleikurin og skótarørslan gjørdist vegurin inn í Tónleikafelagið, sum varð stovnað beint eftir, at The Gang Show hevði verið.

14. apríl 1958 savnaðust ungfólk at stovna tónleikafelag. Í gerðabókini sæst, at navn felagsins bleiv stutt og greitt „Tónleikafelagið", og at endamálið hjá felagnum var:

a) at vekja ans fyri og fremja tónleik í Føroyum b) at verja ognarætt á føroyskum fólkaløgum, tónaskøldum tekstrithøvundum bæði her á landi og í útlondum.

Í samráð við landstýrismannin í mentamálum, Edvard Mitens, eydnaðist teimum ungu at fáa eini lítil hús ovast í Niels Finsens gøtu til leigu fyri 20 kr. um árið. Talan var um eina teknistovu, ið byggifyritøkan Kampsax hevði húsast í, dygst við Viðarlundina.

Fyrsti formaður var Tórður Jóansson. Hini, ið møttu á fyrsta fundi, vóru Jákup K. Mouritsen (Aggo), Leivur (hjá Fritleif) Johannesen, Jens Chr. Knudsen, Jóan Petur Gregoriussen, Bjarni Arge Jacobsen (Simme) og Páll Johannessen.

Tvey ár eftir stovnanina hevði 14. September viðtalu við ein av limunum:

... landstýrið hevur verið beinasamt at leiga okkum við lagaligum treytum hina gomlu teknistovuna hjá býráðnum, og har eru fundir okkara. Soleiðis sleppa fólk undan at órógvast av „larmi" okkara. – Hvat slag av tónleiki iðka tit? Alt slag av tónleiki verður leiktur av limum okkara. Tað er bert eitt, ið er bannlýst, tað er „snobbari". – Vit hava hoyrt tykkum í útvarpinum av og á? Ja, vit hava eina muntliga avtalu við útvarpið um sendingar, og samsýningin fyri tær saman við limagjaldinum er hitt fíggjarliga grundarlagið undir felagnum ... (14. September 23.03.1960)

Felagshúsini í Niels Finsens Gøtu vóru savningarstaður fyri tónleikarákið í Havnini. Axel Tórgarð, útvarpsstjóri, var hugaður at lata ungu fólkini sleppa til orðanna. Fyrsta sendingin, ið vardi hálvan tíma, varð send 12. februar 1959 og er lýst soleiðis í bandasavninum:

1. Eyðkennislag 2. Bim Bam Bina (Ulla Alberg Jensen syngur, Simme, Pole Debes og Jákup Luth Joensen spæla) 3. Tað lekur (Yrking eftir Regin Dahl. Kjartan Kristiansen lesur, Leif Bæk spælir afurvið Schmerzenwalzer (Beethoven)) 4. Only You (Jórun Dam syngur, Sven Brimheim og Simme, gittara, Tórður Jóansson, bass) 5. Hann skrivar Marionnu brøv (Jens Chr. Knudsen lesur) 6. Rosa Nina (Teitistrio Tónleikarfelagsins, – Simme, klaver, Pole Debes, bass, Jákup Luth. Joensen, gittara) 7. Yrkjarin úr Selvík (Jens Pauli Heinesen lesur brot úr egnari skaldsøgu) 8. Hin vinurin kæri (Harry Birtilíð) The Spects syngja og spæla. Luttakarar: Áslakkur Jakobsen og Jógvan Skaale syngja. Nicolina og Eyðbjørn Jakobsen spæla. 9. Hoffnungswalzer (Beethoven) Leif Bæk, klaver 10. Sól til viðar fer (M.S.Viðstein) Kári Mouritsen syngur 11. Eyðkennislag.

Upptikið 12.02.59 Bandferð: 19 cm/sek. Mono

Fyrsta sendingin hjá Tónleikafelagnum fylgdi vanliga leistinum fyri kvøldsetu og líktist teimum sendingum, Petur W. Háberg gjørdi fyri royndarútvarpið úr løgtinssalinum í 1951. Sum frá leið gjørdust sendingarnar meira poppkendar.

Onnur sendingin, ið Útvarpið hevur skrásett við átta føroyskum sungum, varð send 6. august 1959. Í 1960 eru fimm sendingar hjá Tónleikafelagnum skrásettar. Landaplágurnar hetta árið vóru Hin vinurin kæri, Teir sigla, Kvøldarklokkur og Sig mær farvæl.

Bandasavns útvarpins hevur skrásett tíggju sendingar, men helst hava enn fleiri sendingar verið gjørdar.

Í Tónleikafelagnum varð nógv mest sungið á føroyskum. Tey ídnastu at skriva føroyska sangir vóru Nicolina Jakobsen, Hans Jacob Debes, Herman Jacobsen og Harry Birtilíð.

Limir í Tónleikafelagnum vóru millum 15 og 18 ár. Tá mett verður um tað, ið fólkini í Tónleikafelagnum løgdu eftir seg, kann ikki sigast annað enn, at hesi hava gjørt eitt sjáldsamt frambrot í føroysku tónleikasøguni. Felagið fekk høvi at brúka Útvarpið sum pall at framføra tónleikin, ið varð gjørdur av limum tess. Hesin tónleikur er í øllum einfeldni samtíðar perlur, sungnar á føroyskum og í summum førum við slíkum hegni, at fleiri gjørdust fólkaogn.

Felagið skipaði eisini fyri undirvísing í spæli og nótalæru, umframt at skipað varð fyri lurtarakvøldum og limaveitslum.

14. September hevði síðst í fimmti- og fyrst í sekstiárunum ein teig, ið nevndist „Útvarpið í farnu viku". Í hesum teigi søgdu blaðfólk sína hugsan um útvarpsskránna. Í einum teigi var Tónleikafelagið nevnt:

Musikksendingin hjá Tónleikafelagnum var stuttlig. Sjálvsagt var tað eitt ræðuligt skrambl, ið varpaði varð, men ungdómurin vil hava slíkt, og tað er stuttligt at síggja, hvussu ungdómurin roynir at geva hesum serliga slagi av skaldskaparliga tónleiki og føroyskum dámi. Koyr á hini gomlu! (14. September 24.10.1959)

Mangan vóru sjáldsamar ætlanir havdar á lofti í felagnum. Tórður Jóansson minnist, at við ársbyrjan 1959 var ætlanin at leiga eitt skip ein leygardag seinnapart og sigla inn á Skálafjørðin – júst sum tey ungu høvdu sæð í amerikanska filminum Show Boat um hjóldamparar, ið sigldu eftir Mississippi ánni. Ætlanin var at spæla jazz- og popptónleik til dans umborð, og møguleiki skuldi vera at fáa sær eitthvørt til matna og drekka afturvið.

Tónleikafelagið hevði so gott sum fingið játtan frá fútanum. Men so hendi tað, at nýggja skipið hjá Grønlandshandlinum „Hans Hedtoft" rendi á eitt ísfjall við Hvarvið, og øll tey 95 umborð sjólótust. Uttan eitt orð var ætlanin slept.

Stjóraskifti var í Útvarpinum í 1960. Tá gavst hin pragmatiski Axel Tórgarð, og Niels Juel Arge tók yvir og sat sum stjóri í 30 ár. Seinasta upptøkan hjá Tónleikarafelagnum í útvarpinum varð gjørd á sumri 1961. Tá bleiv eftir øllum at døma ósemja við nýggju leiðsluna í Útvarpinum um samsýningina. Samstundis misti felagið húsini, tí tey skuldu latast familju, ið var vorðin heimleys eftir eldsbruna. Hetta tók felagið af fótum, og tað gavst at virka.

SMÆÐNI GITTARISTURIN

Jákup Luth var eisini íðin fótbóltsleikari í HB. Í bókini Koyr á HB! (2004) sigur Suni Merkistein, at Jákup Luth var fyri sína tíð. Hann hevur góðan bóltførleika, var framsøkin og er helst vongbakkur í Føroyum. Hann var við á fyrsta liði hjá HB frá 1955 til 1968.

Ungdómsárini í Gundadali kom Jákup Luth í samband við Simma. Umframt fótbólt, høvdu teir eisini rýtmiska tónleikin í felag. Tað vóru ikki nógvir gittarleikarar í Havn, men hin dugnaligi Simme fekk skjótt lagt Jákupi Luth lag á og rýtmiskt samanspæl. Hann kom skjótt á lagið og vandi nógv heima.

Umframt at spæla í Gogguni tey seinastu árini, var Jákup Luth longu í 1954 við Orkestrinum í Tórshøll. Tá Simme & Tey gjørdist húsaorkestur í Havnar Klubba í november 1959, var Jákup Luth við sum bassleikari. Í staðin fyri kontrabass, vildi Jákup Luth brúka ein elektriskan gittara, sum hann lánti frá Svend Poulsen, ídna skótanum, ið seinni gjørdist myndamaður undir navninum Bambus.

Gittarin hjá Bambus hevði eina mikrofon og seks streingir. Jákup Luth skifti teir út við fýra basstreingir og spældi so elbass, heldur enn kontrabass. Jákup Luth var millum teirra, ið stovnaðu Flamingo, sum var væl umtókt dansiorkestur í sekstiárunum. Hetta er orkestrið, hann var drúgvastur í.

Av lyndi var hann lítillátin, fyri ikki at siga beinleiðis smæðin. Hetta sást, tá hann stóð á palli. Best dámdi honum at sita heima og venja spælið og nýggj snildi. Jákup Luth spældi rýtmu og bass.

Jákup Luth er sonur Jóan Jakku, skómakara, í Havn. Hann fór hvørki í smiðju ella skógvar pápans, men fekk sær útbúgving sum elektrikari, eitt tveyára skeið, síðst í fimmtiárunum, arbeiddi hann sum elektrikari, men fyrst í sekstiárunum gjørdist hann tekniskur assistentur, og lívsstarv hansara kom at vera á teknistovuni hjá Tórshavnar Kommunu. Heilsan fór at bila, og í 1978 andast Jákup Luth, bert 42 ára gamal. Eftirmælið millum gittarleikarar er, at hann var ein evnaligur, íðin og søguliga týðandi gittarleikari.

YVIR GRASGRØNAR FLØTUR

Í Klaksvík varð Skótalið Nólsoyar Páls endurstovnað í 1957. Saman við skótum úr Havn og úr Danmark vóru klaksvíksskótar á landslegu við Kirkjuvatn í Fámjin eina viku á sumri 1958.

Havnadreingnirnir góvu klaksvíkingum nógvan íblástur, m.a. við skiffletónleiki, sigur Christoffer Jensen. Christoffer sigur eisini frá um gittaran:

Meðan fólk í Klaksvík fyrr mest spældu upp á harmoniku, orgul, mandolin ella munnharpu, so skuldu nú øll læra at spæla gittar. Pápi hevði leingi átt gittar, sum ein av teim fáu í Klaksvík, men nú skuldu knappliga øll ogna sær slíkt instrument. (Christoffer Jensen: Ziskatrøðbrekkan, 2006)

Heimafturkomnir av skótaleguni í Fámjin, stovnaðu skótar í Klaksvík ein skifflebólk og skjótt varð vant til fyrsta teitið, ið varð hildið í Atlantis Bio í mai 1959. Á skránni vóru skemtileikir, sangir, tónleikur og legubál. Skiffleorkestrið spældi fleiri sangir millum ymsu framførslurnar, og áhoyrarunum dámdu væl nýggja tónleikin, sum ikki hevði verið at hoyrt í Klaksvík áður.

Fagnaðurin var ikki minni, tá Christoffer trein fram á pallin. Við egnum gittara framførdi hann tveir sangir, ið hann hevði gjørt til høvið. Báðir sangirnir Aftan stongdar dyr eg siti og kovboysangurin Yvir grasgrønar fløtur vórðu væl dámdir í Klaksvík.

Tá hevði Christoffer í eitt ár grundað yvir amerikanska kovboyfilmin Shane, sum Atlantis Bio vísti í 1958. Alan Ladd hevði høvuðsleiklutin sum hin tigandi reiðmaðurin, ið rættir eina hjálpandi hond, innan hann aftur saðlar hestin og hvørvur í havsbrúnni. Tað var hesin filmur, ið gav fimtan ára gamla Christofferi íblásturin til fyrsta føroyska kovboysangin.

Tí cowboy eg eri og vera tað skal, eg ferðist frá stað til stað. Eg ríði yvir fløtur og grasgrønan dal, eg ríði ... eg ríði ... avstað.

Skótarnir í Klaksvík skipaðu fyri 7 teitum í Atlantis Bio, hitt seinasta var í 1970.

EG SITI SO EINA

Í dansistovum á bygd var harmonikan álitið. Men framsókna vinnulívsbygdin Vestmanna taldi so mikið færri sálir enn Klaksvík, at ikki var altúð, at spælimenn vóru heima. Men ráð vóru fyri tí.

Í fimmtiárunum brúktu vestmenningar plátuspælara í Dansistovuni hjá Osmundi á Rógvu, sum eisini hýsti biografi.

Ongin krambúð seldi gammofonplátur í bygdini, so Osmundur hevur verið ta longu leið til Havnar at keypa grammofonplátur. Eins og onnur kring landið bílegði hann eisini úr útlendskum príslistum og dúvaði meiri enn so upp á vestmenningar, ið høvdu verið í fremmandum londum við fiski og keypt nýggjar plátur við heim.

Tá dansur var sunnukvøld, legði Osmundur nýggjar plátur á. Dansað varð frá klokkan níggju til á midnátt. Dansistovan, sum í dag er missiónshús, var eisini biografur. Stólarnir vóru settir fram, meðan filmurin bretti seg út á løriftið, og eftir lokna sýning vóru teir beindir til viks, og ein pláta varð løgd á. Sama var, tá steðgur var í filmssýningunum. Tá varð eisini ein nýggj pláta løgd á. Uttan mun til aldur, fingu bæði tey films- og tónleikahugaðu nøktað tørvin at uppliva tað nýggjasta ljóðið uttan úr heimi í Dansistovuni hjá Osmundi í Vestmanna.

Í gamla skúla varð eisini dansað, og tá sekstiárini byrja, verður dansimynstrið í bygdini enn fjølbroyttari.

Útlendsku útvarpsstøðirnar hoyrdust væl í Vestmanna. Nógv varð lurtað eftir nýggja tónleikinum í Radio Luxembourg, men norðmaðurin, ið legði seg eftir at bera sjófarandi vinnulívsbygdum tíðindi, sendi eisini tónleik, sum fekk ein serligan gróðrarbotn í Vestmanna.

Langfaramenn, ið høvdu keypt dagsins kontryplátur, elvdu heimafturkomnir til eitt serstakt umhvørvi, fjart frá Havnini. Nýggju pláturnir funnu vegin til dansistovuna og sum frá leið eisini í bilin, sum varð útgjørdur við kraftblokki, ið var plátuspælari til stakplátur.

Eisini á landi var stórt fyritaksemi í Vestmanna. Í fimmtiárunum fór SEV undir stórar vatnorkuútbyggingar, og neyðugt var við hotelli at hýsa arbeiðsfólki. Her var eisini bakarí, kaffistova og kiosk. Oddmar Djurhuus, ið sonur hotelleigaran, og vinmaðurin Hallgrímur Miðberg, høvdu sína dagligu gongd á hotellinum í Vestmanna.

Í 1957 høvdu teir verið í Havn og keypt hvør sín gittara fyri ávikavist 105 og 140 krónur í Musikkhúsinum hjá Simma.

Gittarin hjá Oddmari ikki bara kostaði meir, hann ljóðaði eisini betur. Vit lærdu hvør av øðrum, og bakaralærlingun Luddi, Ludvig Dam Jacobsen úr Havn, legði okkum lag á og lærdi okkum nøkur greb. (Hallgrím og Jón Miðberg 27.11.2004)

TIKIN AV REGNI OG VINDI

Skótalegan, sum var í Fámjin í 1958, fekk stóran týdning í Suðuroynni og gjørdist ein løðarsteinur í menningini av rýtmiska tónleikinum í Føroyum. Tónleikurin, sum hesa tíðina hoyrdist millum skótar, har lærarar løgdu lag á, kunnu vit kalla frumrokkur. Tí enn er langt á mál at tosa um ein veruligan rokktónleik, sum í Føroyum kundi javnmetast við tann útlendska, sum hoyrdist í útvarpi og á plátu.

Gamaní, hoyrdist tónleikur kring landið, og spælt varð dúgliga uppá í nógvum dansistovum og samkomuhúsum. Men skótalegan í Suðuroynni hetta summarið gjørdist ein bráðpanna, har alt varð stoytt útá og skapti smakkin fyri rokki.

Samtíðartónleikurin, útintur á heimavølli, legði lunnar undir fyrstu samanrenning, vit kunnu hóma, millum yngra ættarliðið í ymsu pørtunum í landinum.

Ungdómurinum gjørdist nýggur samfelagsbólkur við egnari inntøku og egnum áhugamálum. Tilboðini við nýggjum tónleiki, filmi og klæðnavørum, fór beint í lummarnar hjá ungdóminum, ið var til reiðar at rinda. Nýstovnaða Útvarp Føroya loftaði, eins og handlarnir kring landið, nýggja brúkarabólkinum, sum gekk hond í hond við rákinum uttan úr heimi, ið festi í heimligar røtur.

Fyrsti spíri er ein vaksandi misnøgð við harmonikuna, sum hevði ljóðað úr dansistovunum í áratíggju. Ungdómurin vildi rista hetta siðbunda ok av sær og vildi hittast til dans við teimum ljóðførum, sum Útvarpið og serliga Radio Luxembourg sendu. Úr Danmark, sum nógv samband var við, høvdu ungfólk lært um elektriska píkatráðstónleikin, sum lyfti akustiska skiffletónleikin og frumrokkin fram móti veruligum rokktónleiki. Ófrávikilíga kravið er elelektrisk ljóðføri, mikrofonir og forsterkarar.

Millum ungu vágbingarnar, sum á sumri í 1958 frættu um skótaleguna í Fámjin, var Robert McBirnie. Forvitin eftir at hoyra skótarnar syngja og spæla, fóru tey til gongu úr Vági.

Hóast leiðin var drúgv og ikki heilt vandaleys heldur, var spenningurin stórur at síggja og hoyra ljóslivandi tað, ið skótarnir norðanfjørðs høvdu at bjóða kring legubálið við Kirkjuvatn. Eins og annar føroyskur ungdómur, kendu Robert og tey bert skiffletónleikin úr Útvarpinum.

Hóast veðrið hevði verið av tí besta, øtlaði hann vindin, og júst tann dagin, tá stóra tiltakið við felagssangi skuldi vera, brast hann á við illveðri. Alt varð tikið av regni og vindi. Tjøldini fóru um koll og ikki bar til at festa í legubálið. Her varð einki at gera uttan at pakka alt saman og fara oman í bygdina, har skótarnir fingu innivist í skúlanum.

Um kvøldið varð skipað fyri legubáli í bygdini, har bygdarfólkið og ungu vágbingarnir lýddu á. Umframt vanligu skótasangirnar, hefti Robert seg við fleiri skifflesangir, sum skótarnir úr Havn framførdu. Teir sungu Cotton Fields, sum øll kendu á enskum. Men bilsin gjørdist hann, tá sangurin skifti til føroysku orðini hjá Tonglatummasi Tað var í Louisiana, har orðini rugg og rull verða nýtt.

Nú spæla horn teir, – „Rugg" og „Rull" ei velta korn, ei dyrka ull Á fløtunum, har heim mítt var. Tað var í Louisiana, nærhendis Texicana Á fløtunum, har heim mítt var.

Eins og norðanfjørðs gjørdist upplivilsið kring legubálið nakað heilt serstakt hjá teimum ungu úr Vági. 15 ára gamli Robert, sum um hetta mundið hevði spælt gittara í eitt ár, varð so mikið kveiktur, at hann gjørdi av at stovna ein tónleikabólk í heimbygdini.

Summarfrítíðina hetta árið var Robert í Klaksvík og slapp upp í part at landa Skálaberg. Í einum handilsglugga dygst við Kósavirkið hevði hann sæð ein kassagittara, sum hann keypti fyri 175 krónur. Tá skúlin byrjaði aftur suðuri í Vági, fór hann í samband við Jákup Mortensen, sum hann lærdi enn fleiri durar.

Hetta árið hevði Jákup, sum var sonur Bassan (Napoleon Mortensen), bílagt ein kassagittara sum samlisett úr Familie Journalen. Við donsku tónleikabólkunum Blue Boys og The Four Jacks í huga droymdi Jákup um ein føroysku tónleikabólk. Eftir at hava hoyrt samsvarandi ætlanir Roberts, keypti Jákup sær enn ein gittara, hesu ferð ein nýggjan Hoyer elgittara, frá Simma Musikkhúsi í Havn fyri 450 krónur. Gittarin, ið hevur eina mikrofon, er enn í varðveitslu heima hjá Jákupi.

Eins og aðrastaðir í Føroyum lurtaðu tey í Vági um hetta mundið nógv eftir danska og norska útvarpinum og Radio Luxembourg. Skiffletónleikurin var í hæddini við nøvnum sum Lonnie Donnegan, Tommy Steel og Chas MacDevitt Skiffle Group. Tá hetta rák viknaði, kom rokktónleikurin fram, og vágbingar heftu seg við nøvn sum Ricky Nelson, Little Richard, Elvis Presley og Cliff Richard and The Shadows. Í hesum kollveltandi ráki hingu hampulig norðurlendsk nøvn sum Blue Boys úr Danmark og Kurt Foss og Reidar Bøe úr Noregi. Hesi bæði norðurlendsku nøvnini vóru miðleingjan í tónleikaúrvalinum hjá útvarpinum.

Við hesum fyrimyndum fóru Jákup og Robert til verka. Afturat sær fingu teir Tummas Johan Midjord, ið slerdi á trummuna, hann hevur lánt úr Hornorkestrinum, og Jonhard Vest, sum átti marakas og eina tamburin. Jákup og Robert sungu fyri, og onkuntíð sungu allir ferraddað.

Tá teir kendu seg tryggar í tíggju løgum, játtaðu teir at spæla til dans eitt sunnukvøld í Losjuni til føstulávintshold 1959. Millum útlendsku løgini vóru Mama don't allow, Tom Dooley, Rock my Soul, Cotton Fields, When the Saints, Buona Sera, Heartaches by the number og Party Doll. Umframt at spæla útlendsku løgini livandi og á heimligum palli, gloymdu vágbingar ikki móðurmálið. Jákup Mortensen hevði gjørt orð og løg til fleiri sangir, sum Red Boys framførdu, m.a. Rósan, Nýggi bilur, Á vegginum hongur og Tá eg var afturkomin.

Bólkurin fekk sær heitið Red Boys eftir fyrimyndunum úr Danmark, Blue Boys. Hetta varð seinni sligið fast við, at teir ognaðu sær modernaðar reyðar skjúrtur frá Gunnari Stockholm í Havn.

Losjan í Vági var útgjørd við balkongi, har tónleikarar kundu framføra. Balkongin var so mikið upp frá gólvinum, at tónleikararnir sótu ikki, men bólkurin stillaðu seg undir balkongina og setti streym til ein spolabandupptakara, sum teir kundu nýta sum sangannlegg. Hetta var fyrsti „forsterkarin" hjá bólkinum. Nakað seinni var eisini eitt útvarpsstól nýtt til „gittarforsterkara".

Hetta kvøldið, Red Boys spældi til dans í Losjuni, var av sonnum ein kolvelting innan tónleikalívið í Føroyum sum heild. Fólk stóðu sum kánus og hugdu og lýddu á í langa tíð. Ikki fyrr enn tey vóru mint á, at tey eisini vóru vælkomin at dansa, fóru tey so smátt út á dansigólvið. Tá bólkurin hevði spælt tey løg, teir dugdu, byrjaðu teir umaftur, og soleiðis var hildið fram.

Red Boys spældi fyrstu tíðina í Losjuni, men fóru so at spæla í nýggja bygninginum hjá Framtíðini í Vági. Onkuntíð var dansur í konditarínum hjá Peturi Nolsøe. Annars varð spælt á Tvøroyri og í Sumba, men ongantíð varð farið av oynni.

Red Boys var ein slóðbrótandi partur av mentanarlívinum í Vági. Hvar teir enn vóru ella fóru, varð altíð spælt og sungið. Gittarar og onnur ljóðføri vóru altíð við á ferðini. Teir fingu ongantíð nakað fyri at spæla. Hetta varð gjørt av eldhuga og fyri at gleða onnur.

Red Boys manningin vandi mangan í heiminum hjá Jákupi Mortensen, men eisini í Losjuni. Vanligt var tá, at tey ungu í bygdini stukku inn á gólvið fyri at lurta og hyggja at. Hetta var forkunnugt og spennandi. Nøkur teirra, ið leysliga vóru knýtt at bólkinum, vóru Páll Thomassen, Asta Arason (seinni Mortensen), Anny Jacobsen (nú Hansen) og Sjúrði Strøm, sum var eitt sindur eldri enn hini.

Í veruleikanum var tað ikki tikið so tungt, hvør ella hvussu nógv vóru við í bólkinum. Hevði onkur í dansinum hug at spæla ella syngja við, var viðkomandi vælkomin. Dømi eru um, at eini fimtan í senn luttóku eitt slíkt kvøld.

Útvarp Føroya hevði eitt skifti í seinnu halvt av fimmtiárunum og fyrst í sekstiárunum eina sendirøð, har vitjað varð í fleiri bygdum. Her slapp fólkið í bygdini framat at syngja, leika o.a.

Nakrar av hesum sendingum eru enn í varðveitslu í bandasavni útvarpsins, men torført tykist at vera at finna útav, hvussu nógvar hesar sendingar hava verið í tali. Vit vita, at upptøkur eitt nú eru við fólki úr Klaksvík, Fuglafirði, Vestmanna, Sandavági, Nólsoy, Tvøroyri og Vági.

Sendingin úr Vági var við tónleiki, ið Red Boys o.fl. stóðu fyri. Her varð sangurin Vágsbygd mín heimbygd sendur í útvarpinum. Bassin (Napoleon Mortensen) hevði gjørt orð og lag. Sangurin varð gjørdur til eina kabarett í Vági í 1959. Tað sigst, at Bassanum ikki dámdi mátan, Red Boys framførdi Vágsbygd, men lagið gjørdist ógvuliga væl dámt og kent um alt landið.

RÓSAN

Ein annar sangur hjá Red Boys, sum er vorðin ein klassikari, er Rósan. Hann var skrivaður í kamarsvindeyganum hjá Jákupi Mortensen. Útsýnið var yvir blómugarðin hjá mammuni, har Jákup gjørdist hugtikin av teirri vøkru, reyðu valmúuni. Blóman stendur stutt og er viðbrekin. Eftir eina illveðursnátt er vakra blóman burtur, tikin av regni og vindi.

Men einaferð tað hendi, at rósan burtur var. Tikin av regni og vindi og deyða sín funnið har.

Hesin kargi boðskapur hugtók Jákup, sum klæddi hendingina í eitt sangbart lag og nøkur einføld orð, sum í fluttari merking mynda menniskjalívið úr vøggu í grøv. Sama kynstur hevði Nicolina av Kamarinum brúkt árið fyri í sanginum um Lívið, har teksturin var til eina vinkonu, sum misti drongin við „Stella Argus" í 1957.

TÚ ERT EIN BASTARD!

Aftur við nýggju ljóðførunum og fleirraddaðum kórsangi veksur átrúnaðurin fram í vinnulívsbygdum sum Vági, Klaksvík og Fuglafirði. Mong ung kenna seg drigin sum millum heims og heljar, tá tey skulu fara í dans ella á møti í heimbygdini. Ein teirra er vágbingurin Petur Rouch. Hann greiðir soleiðis frá:

Komst tú norðanífrá til Vágs, komst tú fyrst til Losjuna, debutstaðið hjá Red Boys. Annars var tað mest føroyskur dansur, ið var í felagnum Jómsvíkingar og slapp at vera úti, so leingi dansurin vardi, ofta til langt út á náttina.

Longri vesturi kom kirkjan við sínum sangkóri, Ljómi, sum ikki segði mær nakað tá, men sum eg seinni kom at dáma væl at lurta eftir. So kom Framtíðin, dansistaðið burturav og annars veitslustaðið í bygdini. Á vesinum niðriundir fekk eg mangan góðan snapsin, lunkaður drigin beint upp úr buksunum, innanfyri beltið, ella úr jakkalummanum og drukkin av fløskuni.

Vesturi við Digo helt Frelsunarherurin útimøti, ofta frálikur sangur og ikki minst gittarleikur. Mangan kontryliknandi poppløg við andaligum innihaldi, kundi eins væl verið Kitty Wells sjálv, ið stóð á gøtuni í sínum kýsa. Longri vesturi var so Salurin ella Bethel hjá baptistunum, har eg onkuntíð kom sum óviti. Men aftaná eina episodu, har ein av fremstu baptistatalarunum á enskum spurdi meg – 12 ára gamlan – um eg visti at eg var ein bastard, setti eg ongantíð míni bein aftur í salin fyrr enn í 2003 til eina jarðarferð.

So kom salurin hjá Frelsunarherinum, góð møti við lívligum tónleiki, og so høvdu tey ein serligan týdning, tí tey undirvístu í gittarspæli. Og allarvestast Meinigheitshúsið, sum seinni varð kallað Missiónshúsið, við sunnudagsskúlanum og tungu predikantunum, ið ávaraðu um helvitis eld, um vit ungu ikki skikkaðu okkum væl, Rúm, rúm, enn er rúm til tín í kongsins høll var ein av sangunum, je minnist. Seinasta ørindið er um, at venda vit ikki við, so er ævigt fortapilsi í hendi, hurðin verður afturlatin. Ein álvarsom eldri kona við brillum og flættum, uppsettum í fuglareiður, tulkaði sangin fyri okkum børnum og greiddi frá, at um vit ikki komu til persónliga umvending, glataðust vit til helvitis eld, har var ongin bøn.

Um kvøldið kundi eg ikki sovna, tí eg visti ikki, hvussu man kom til persónliga umvending og sá so livandi hesa dimmu borgina fyri mær, har hurðin klamsaði í lás, meðan eg stóð uttanfyri í myrkrinum, tí eg var ikki umvendur. (Petur Rouch 23.11.06)

KVINNUR FRAMMI Á RÓKINI

Kvinnurnar innan føroyska rokk- og popptónleik í fimmti- og sekstiárunum vóru fáar í tali. Á hesum øki ráddu mannfólkini eisini fyri borgum. Bert hendinga undantøk vóru.

Rigmor R. Rasmussen var í nógv ár klaverleikari í Gogguni. Orkestrið í Tórshøll hevði av og á Lindu Vilhelmsen við sum sangarinnu. Í byrjanina av føroysku popptíðini við Tónleikafelagnum og teimum fyrstu plátunum gjørdist meiri javnt býtt millum kvinnur og menn. Men við beat-bylgjuni fyrst í sekstiárunum vórðu kvinnurnar skúgvaðar til viks – og gjørdust fjepparar av mannfólkabólkum í staðin.

Javnaðarháborgin á Tvøroyri var undangongustað fyri kvinnur innan tónleik. Hvørt tað var av tilvild ella tilætlað, at tað gjørdist á Tvøroyri, at fyrsti veruligu kvinnubólkur varð stovnaður, skal vera ósagt. Men í 1957 hendi tað kollveltandi, at tríggjar ungar kvinnur trúnu á pallin í Tvøroyrar Klubba. Hesar vóru Frodina Olsen, trummur, Tove Thomsen, klaver og Birgit Hestoy á harmoniku. Hóast Stjørnan var fastur dansibólkur í klubbanum, spældu kvinnurnar javnan til dans og veitslur har.

Um somu tíð sum hetta hendi, sendu russar fyrsta fylgisveinin í ringrás um jørðina. Hendingin var eisini nógv umrødd í Føroyum. Kvinnurnar gjørdu av at kalla seg upp eftir hesum fylgisveini – Sputnik.

Tá norsk fiskiskip lógu á Tvøroyri, varð Sputnik mangan biðin at spæla til dans í klubbanum. Sputnik spældi bert í nøkur fá ár. Tær vóru ikki fastur dansibólkur, men framførdu av og á. Birgit Hestoy minnist, at suðringar mettu Sputnik vera betri bólk enn Stjørnuna. Bólkurin hevði tann týdning, at hann vísti á, at kvinnurnar eisini kundu trína fram á pallin.

Og tað gjørdu tær, tá Hansemann Tórgarð tók stig til fyrstu plátuútgávurnar, nakað eftir at útvarpið var byrjað. Á fyrstu popppplátuni vóru tríggjar ungar kvinnurøddir at hoyra á lagnum Hvønn ein mánadag. Hesar vóru Florence Broderick, Erla Rasmussen og Connie Jacobsen. Florence Broderick var eisini árið eftir at hoyra á plátuni Kvøða sjómansins.

Ein kvinna, ið skaraði framúr hetta tíðarskeiðið, var Nicolina av Kamarinum. Hon var dugnaligur tónasmiður og var millum tey fyrstu, sum tordi at gera poppsangir um kærleika og kenslur.

TEY AV KAMARINUM

Ein rík kelda sprettist við Konradsbrekku í Grím Kambans gøtu í Havn. Her hevði Magnus (Jakobsen) av Kamarinum í 1902 bygt eini stásilig og eyðkend hús, ið gjørdust karmur um ein av kendastu og longstlivandi bólkunum á Føroya landi. Abbabørn Magnusar vuksu upp í hesum húsi. Gerandisdagur teirra var fyltur við tónleiki. Tað var altíð onkur, ið sang ella spældi á okkurt ljóðføri.

Ein mostir búðu eitt skifti hjá ommuni, sum var flutt í Legathúsið í Havn at búgva (yvir av gomlu Dimmalætting). Har hekk ein kassagittari á vegginum. Mostirin hevði keypt hann beint eftir krígslok frá fremmandum sjómanni, ið var við skipi, sum vitjaði á Havnini. Hon hevði lært nakað av gittarspæli í Íslandi, har hon var gift.

Áhugin var stórur hjá kamarsbørnunum fyri hesum fremmanda og forvitnisliga ljóðførinum, ið hekk á vegginum. Elstur av kamarsbørnunum var Hjørleif, og hann slapp sum tann fyrsti at royna gittarin. Hann lærdi so aftur beiggja sínum Eyðbjørn. Hann fekk beinanvegin tokka til gittarspælið og gekk mangan inn til mostrina fyri at vita, um hann kundi sleppa at royna gittaran. Soleiðis kom í lag, at børnini byrjaðu at spæla rýtmiskan tónleik.

Nýggja tónleikarákið við gittarspæli og sangi fall Nicolinu ógvuliga natúrligt. Hon lærdi seg gittarspæl av Eyðbirni og byrjaði at skriva og týða tekstir, gjørdi løg og royndi tilfarið av í heiminum í besta „singer songwriter" stíli.

Nicolina hevði fingið eitt gamalt klaver frá systkinabarninum, Magnusi Jacobsen. Sjálvt um klaverið ikki altíð stemmaði, og hóast hon bert tvær ferðir fekk undirvísing í klaverspæli, vóru nøkur av fyrstu løgum hennara gjørð á hesum klaveri.

Í 1959 hevði hon gjørt orð til seks sangir og gjørt lag til teir fyra. Hesir sangir komu út á trimum plátum í 1959. Eingin føroyskur bólkur hevur gjørt Teimum av Kamarium hetta eftir – at geva tríggjar plátur út sama ár.

Nicolina skrivaði mest um kærleika, men eisini meira tung og álvarslig evni koma fram í hennara tekstum. Hon greiðir soleiðis frá nøkrum av sangum sínum:

"Tá kvøldið kemur". Eg gjørdi henda sang júst afturkomin úr arbeiði úti á Bacalao. Tað var seint á kvøldi og fagrasta veður. Eg setti meg niður, sang og skrivaði tekstin beint niður á pappír. Síðan varð teksturin og lagið sungið inn á band, og eftir hetta snøggaði eg lagið til tað, vit kenna í dag.

"Lívið". Ein vinkona mín var fyri vanlagnu at missa sín elskaða drong, tá "Stella Argus" gekk burtur í 1957. Á Guð, sum tað var syrgiligt og tungt at koma ígøgnum. Hendingin fekk meg at skriva Lívið.

Nicolina heldur seg minnast, at teirra fyrsta almenna framførsla var, meðan royndarútvarp var á skránni seinast í 1956 ella fyrst í 1957.

Tað var (E)Lias í Rættará í útvarpinum, sum gav bólkinum navn. Fleiri av kamarsbørnunum vóru virkin í Tónleikafelagnum. Tey av Kamarinum høvdu roynt seg áður við navninum The Spects, tí øll nýttu brillur, men navnið fekk ongan gróðrarbotn. Tá Lias í Rættará fekk at vita, at tey øll vóru systkin segði hann: „Hví ikki, Tey av Kamarinum?"

Eyðbjørn starvaðist eitt skifti í fimmtiárunum hjá Hansemann Tórgarð, ið hevði radioverkstað og handil í Grím Kambans gøtu 7. Hansemann var byrjaður at geva út plátur, og fyrstu royndirnar høvdu givið gott úrslit. Hann leitaði eftir nýggjum tilfari. Soleiðis bar til, at Tey av Kamarinum fingu høvi at taka upp og geva út plátur við egnum sangum. Upptøkurnar til hesar plátur vórðu gjørdar hjá Niels í Stórustovu (Jacobsen) við Perskonugøtu, í útvarpinum á Bryggjubakka og í heiminum hjá teimum av Kamarinum við Konradsbrekku.

Fimm ára skeiðið frá 1959 til 1963 vóru útgivnar seks plátur – fimm stakplátur og ein EP pláta – við tilsamans 14 løgum, øll á føroyskum. Løgini gjørdust slagarar og vóru nógv at hoyra í útvarpinum, ikki minst í kvøðuljómunum.

Pláturnar kundu verið fleiri í tali. Fyrst í sekstiárunum varð ein upptøka gjørd til eina ætlandi plátu. Spolin við tveimum løgum, Mítt barnaheim og Nú dagur er farin at halla varð sendur av landinum til framleiðslu, men fyritøkan, ið skuldi standa fyri plátuframleiðsluni, fór av knóranum. Spolin kom aftur til Føroya nógv ár aftaná og er nú í varðveitslu í bandasavni útvarpsins.

Eitt skifti í 1960 vóru Tey av Kamarinum biðin at spæla til almennan dans í Tórshøll.

Hetta var fyrstu ferð, at nøkur av okkum systkjum spældu til almennan dans, og fyrstu ferð vit fingu pengar fyri at spæla. Eg haldi, vit fingu okkurt um kr. 40,- í part fyri kvøldið. (Eyðbjørn Jakobsen 10.03.07)

(Framhald á Part 3 — Útvarp Føroya góðan dag, Fyrstu pláturnar, Tónleikavarðin Rasmus, Birni Dam, Simme og damur, Rasmus ó Rasmus)

Wall of Silence Sophilia