Uttan tónleik var lívið eitt mistak (Nietzsche)
Leingi er tað, ið væl skal vera, sigur orðatakið. So er við hesi bók, tú situr við júst nú. Tilgongdin við hesi bók hevur verið drúgv. Onkuntíð hevur vandi verið fyri, at ætlanin gjørdist søgn og ikki søga, men loksins er komið á mál.
Tað eru nógvir spírar til hesa bók. Í 1989 skrivaði Kartin L. Hansen 2-árs uppgávu um føroysan rokktónleik. Lærari hansara, Arnfinnur Thomassen, ið sjálvur var virkin tónleikari í Vági í sekstiárunum, helt fyri, at hetta átti at verið givið út. Í 16 ár lá henda áheitan og búnaðist.
Tíðarskeiðið 1998 til 2011 skipaði Hans Egholm fyri sendingini Tónasláttur – brot úr føroysku tónleikasøguni. Sendingin, ið var á vetrarskránni hjá útvarpinum, var beinleiðis orsøk til áhugan hjá Hans at fáa lýst tónleikasøguna og fáa hana útgivna í bók. Hans Egholm byrjaði longu at arbeiða við bókaútgávuni saman við Bókadeild Føroya Lærarafelags í 2002.
Eftir nýggjár í 2006 gjørdi Kartin so álvara av sínari ætlan. Umvegis Birgir Kruse, sum Kartin hevði heitt á um at vera við í verkætlanini, komu teir í samband við Hans Egholm og hansara arbeiði. Avgjørt varð at leggja orkuna saman um at skriva eina bók um føroysku rokksøguna, og á vári 2006 varð lagt frá landi.
Arbeiðið at lýsa føroysku rokksøguna gjørdist drúgvari enn upprunaliga mett. Eins og við rokkbólkum, so hava nakrar útskiftingar verið á leiðini. Uni L. Hansen kom við í staðin fyri Birgir Kruse, tá honum barst frá. Áðrenn komið var heilt á mál, barst eisini honum frá. Men so tók Niels Uni Dam um endan og játtaði at dagføra nýggjastu partarnar av bókini.
Vit hava eftir besta førimuni roynt at fingið tað týðningarmesta við av føroysku rokksøguni. Tað sigur seg sjálvt, at ein bók ikki kann rúma øllum. Nógv eru nevnd og ongi gloymd. Vit hava ó- og tilvitað verið noyddir at sáldað frá. Vit hava tilvitað valt ikki at kalla hetta eitt rokk leksikon. Okkara meting er, at vit hava gjørt eina nøktandi greining og lýsing av føroysku rokksøguni. Vit vóna, at lesarin eisini situr eftir við somu kenslu.
Vit skulu gera greitt beinanvegin, at hugtakið rokktónleikur verður nýtt í sera breiðum týdningi í hesi bókini. Fyri ikki at skula nýta nógv ymisk hugtøk, hava vit gjørt av at nýta hugtakið rokktónleikur, sjálvt um vit koma inn á tónleikagreinar og rák, ið als einki hava við rokktónleik at gera. Verður tó hugt at rýtmisku tónleikasøguni í Føroyum, so fyllir rokkurin sera nógv, og hann eigur tí høvuðspartin í hesi bók.
Hví ein bók um føroysku rokksøguna? Til henda spurning finst einki einfalt svar. Rokktónleikur hevur havt eina stóra ávirkan á samfelag, mentan og búskap um allan heim. Føroyar eru einki undantak í so máta. Hesin tónleikur hevur myndað ættarlið síðan annan verðaldarbardaga fram til í dag. Ættarlið, sum hava kent seg aftur í hesum tónleiki, hava stuttleikað sær við honum, hava brúkt hann til at búnast, gerast vaksin og gera uppreistur móti eldra ættarliðnum. Talan er um eina ta størstu og ríkastu mentanargreinina yvirhøvur bæði mátt í vavi og peningaliga.
Føroyar hava alsamt størri og ríkari rokkpall, sum hevur verið fyri støðugari menning. Rokktónleikur í Føroyum í dag er ikki bert eitt ítriv ella eitt amboð til stuttleika. Rokktónleikur er í dag ein mentanargrein, sum verður tikin í stórum álvara av tónleikarum og lurtarafjøldini. Rokktónleikur er í dag eisini ein vinnugrein fyri alsamt fleiri føroyingar, sum royna at liva av tónleiki einans.
Vit meta, at henda mentanargreinin hevur uppiborið at verða lýst í søguligum høpi. Hans Egholm hevur við sínum sendingum varpað ljós á hesa søgu, og Kringvarp Føroya hevur á framúrskarandi hátt greitt frá søguni í myndum og orðum í sendingunum Minnist tú enn. Nú kemur so henda bók, sum vit vóna, lesarin tekur væl ímóti.
Bókin er í høvuðsheitum skipað í tíggjuárraskeið. Vit lýsa 50'ini og spíran til rokktónleikin, 60'ini og menningina í rokktónleikinum tá, 70'ini, har rokktónleikurin gjørdist kroystur av ymiskum faktorum, men hóast tað var í støðugari menning, 80'ini, har útgávuvirksemið av føroyskum rokktónleiki av álvara tók dik á seg við bøttum tøkniligum møguleikum, 90'ini, har fíggjarkreppan elvdi til øgiligan vøkstur og menning innan rokktónleikin, og nullini og tíggjuni, har Føroyar nú eru ein íbundin partur av tónleika-alheiminum.
Eldru partarnir bera meiri brá av „fornfrøðiligum útgrevstri", har roynt hevur verið at funnið fram til tær allarflestu forkunnugu „leiðirnar", meðan nýggjaru partarnir meiri bera brá av lýsing og greining av tónleikarákum og týðandi bólkum í hesum tíðarskeiðunum.
Til hesa bók hava vit nýtt prentaðar og varpaðar heimildir, umframt samrøður gjørdar hesi síðstu 10 árini. Tíðindabløðini og samrøður hava verið størstu keldurnar. Vit hava ikki gjørt samrøður við allar bólkar og einstaklingar, sum eru nevnd í hesi bók. Í teimum førum, vit hava mett, at prentaðar ella varpaðar heimildir hava verið nøktandi, hava vit hildið okkum til hesar. Í øðrum førum hava vit valt at gera samrøður við fólk. Samrøðurnar hava verið gjørdar við telefon, teldubrøvum og kjatti.
Henda bók er ikki eitt vísindaligt søguligt verk. Ongin okkara er søgufrøðingur, og vit hava ikki havt nakran metodiskan leist at gingið eftir. Allir hava vit tó arbeitt innan fjølmiðlar, so vit anda fyri tí góðu søguni. Okkara leistur hevur tískil verið journalistiskur. Vit líta nógv á tær skrivligu og varpaðu keldurnar, vit hava funnið.
Ein slík bók verður ikki til uttan stórfingna hjálp. Vit vilja fyrst og fremst takka Niels Una Dam fyri at taka um endan og hjálpa hesi verkætlan á mál, Una L. Hansen fyri tað megnararbeiði, hann hevur lagt í hesa bók, og Birgir Kruse fyri at vera við at stoypa fyrstu formarnar og geva ætlanini kós og innihald.
Vit vilja eisini takka Marnu Jacobsen á Bókadeildini fyri framúr ritstjórnan av hesi bók, fyri hennara stóra áhuga og vitan um evnið, og fyri at hon stútt og trygt hevur leitt bókina á røttu kós og á mál. Vit vilja eisini takka Niels Jákupi Thomsen fyri framúr stuðul og leiðslu av ætlanini. Bæði tvey hava ongantíð ivast í ætlanini, sjálvt um vit onkuntíð hava verið um at missa mótið, men hava altíð eggjað og skumpað undir okkum at koma víðari og á mál. Vit vilja eisini takka øllum, sum á einhvønn hátt hava hjálpt til við myndum og keldum. Somuleiðis takka vit tónleikafólkunum, sum hava viljað svara spurningum og á ein og annan hátt hava hjálpt okkum á mál. Nógv myndafólk hava latið okkum myndir til bókina, og tað takka vit fyri. Vit hava eftir førimuni ávíst myndafólk, men onkustaðni hevur hetta ikki verið gjørligt at finna fram til.
Ein serlig tøkk til Vodafone í Havn, El Service á Skála og Helle og Svend Busk í Hou fyri at lána okkum arbeiðshølir og Kristiannu Sighvatsson fyri mangan góðan bita í sambandi við skriviskeið.
Síðst, men ikki minst, so vilja vit sjálvandi takka konu og børnum okkara fyri at hava verið ein hollur stuðul og givið okkum møguleika at brúka allar hesar nógvu tímarnar at arbeiða við hesi bók.
Tórshavn / Hou 24. juni 2016
Við rokkkvøðu Hans Egholm og Kartin L. Hansen